Ríkisviðurskiftir

 

100-47  Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi broyting av ríkisviðurskiftum Føroyar/Danmark

Ár 1999, 16. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni
 

F y r i s p u r n i n g u r 

  1. Krevur ein møgulig loysing ikki minst somu viðgerð sum broyting av stýriskipanarlógini - samtykt av tveimum løgtingum?

Viðmerkingar
Ætlan landstýrissins um at loysa Føroyar frá ríkisfelagskapinum við Danmark má metast sum eitt sera álvarsligt stjórnarskipanarligt stig.

Í stýrsikipanarlógini stendur í grein 57, stykki 1:

"Um so er, at løgtingið samtykkir uppskot til broytingar av hesi løgtingslóg, kann samtykta løgtingslógaruppskotið ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Hitt soleiðis samtykta løgtingslógaruppskotið skal eftir næsta val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins, og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni."

Tað tykist ikki bert løgið, men eisini demokratiskt og stjórnarskipanarliga skeivt, at tað skal bera til at enda ríkisfelagskap okkara við Danmark, uttan at hetta skal fyri tvey løgting á rað, tá sjálvt ikki ásetingin um ólavsøkuskrúðgonguna kann broytast, uttan at gingið verður eftir hesi framferð.

Minnast skal á, at eftir donsku grundlógini skal ein grundlógarbroyting samtykkjast fyrst av einum fólkatingi, síðani aftur av einum nývaldum fólkatingi, og at enda á fólkaatkvøðu. Hetta er ásett í grein 88:

"Vedtager folketinget et forslag til en ny grundlovsbestemmelse, og regeringen vil fremme sagen, udskrives nyvalg til folketinget. Vedtages forslaget i uændret skikkelse af det efter valget følgende folketing, bliver det inden et halvt år efter den endelige vedtagelse at forelægge folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse ved direkte afstemning. De nærmere regler for denne afstemning fastsættes ved lov. Har et flertal af de i afstemningen deltagende og mindst 40 procent af samtlige stemmeberettigede afgivet deres stemme for folketingets beslutning, og stadfæstes denne af kongen, er den grundlov."

Til ber ikki at fara fram í stríð við hesa áseting, sum má metast at vera partur av rættarskipan føroyinga.

Kann løgmaður tí taka undir við mær í, at ein so grundleggjandi broyting í ríkisrættarligu viðurskiftunum krevur samtykt á tveimum løgtingum á rað, áðrenn tað síðani sjálvsagt verður lagt fyri Føroya fólk til fólkaatkvøðu.

Á tingfundi 17. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. apríl 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Sum kunnugt arbeiðir landsstýrið í løtuni við at útgreina øll viðurskifti, ið hava týdning í sambandi við at skipa Føroyar sum fullveldi.

Í hesum sambandi hevur landsstýrið millum annað sett eina sáttmálanevnd at greina út støðið undir einum tvílandasáttmála Danmarkar og Føroya millum, ið skipar Føroyar sum land við fullveldi í samstarvi við Danmark.

Nevndin skal millum annað greina ríkisrættarligar og altjóðarættarligar fyritreytir fyri, at Føroyar verða skipaðar sum eitt fullveldi og lýsa, hvussu ein sáttmáli kann gerast millum Danmark og Føroyar umframt mannagongdirnar í londunum báðum fyri staðfesting av sáttmálanum.

Arbeiðið hjá nevndini verður ikki latið landsstýrinum fyrrenn 10. juni í ár. Tær lýsingar, ið sáttmálanevndin skal gera, eru tí ikki tiknar við í hesum svari.

Viðmerkjast kann, at spurningurin um, hvussu fram skal farast, tá ið Føroyar skulu skipast sum fullveldi, varð viðgjørdur av nevndini, ið gjørdi álitið til nýggja stýrisskipanarlóg.

Her segði nevdin á blaðsíðu 202 í álitinum:
"Um so er, at ynskt verður, at Føroyar fáa støðu sum sjálvstøðugt land, er ikki neyðugt, at danska grundlógin verður broytt. Tá verður – eins og við Íslandi í 1918 - gjørdur ein sáttmáli millum stjórnina í Føroyum og stjórnina í Danmark um, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugt land.

Danska grundlógin sigur í § 19, at hetta er eitt av teimum málum, sum stjórnin av sínum eintingum ikki kann gera av, men skal tað leggjast fyri fólkatingið til viðgerðar.

Av øvugtdømi av hesi grein skilst, at heimilað er eftir hesi mannagongd at skilja ein part av ríkinum frá uttan grundlógarbroyting. 

Í fólkatinginum verður eitt slíkt uppskot viðgjørt sum uppskot til samtyktar, sum skal verða lagt fram og fáa tvær viðgerðir. Síðan skal uppskotið háveldisstaðfestast; men so er tað galdandi fyri danska ríkið, og hesin sáttmáli hevur gildi fram um donsku grundlógina. Tá er so einki at ivast í, at danska grundlógin ikki er galdandi fyri Føroyar, tí hon sigur í § 1, at hon er galdandi fyri alt Danmarkar ríki. Tað, sum ikki er í danska ríkinum, er grundlógin ikki galdandi fyri, og tí verða hinar ásetingarnar í grundlógini um Føroyar eisini ógildar".

Ein avleiðing av, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldi, er, at heimastýrislógin verður sett úr gildi.

Sambært § 57, stk 2 í stýrisskipanarlógini kunnu uppskot um broytingar av stýrisskipanarlógini verða viðgjørd eftir teimum vanligu reglunum, t.v.s sum vanlig lógaruppskot, um so er, at orsøkin til uppskotini eru broytingar í heimastýrislógini.

Eftir hesum er ikki neyðugt at leggja spurningin um fullveldi fyri tvey løgting á rað, áðrenn tað verður lagt fyri Føroya fólk til fólkaatkvøðu.

Samgongan er samd um, at tað er av alstórum týdningi, at tær broytingar, ið verða gjørdar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, verða viðgjørdar so demokratiskt sum tilber.

Tí hevur samgongan longu í samgonguskjalinum avtalað, at ongar broytingar verða gjørdar í ríkisrættarligu støðuni, uttan at fólkið verður spurt fyrst.

Ætlan landsstýrisins er, at álitið hjá nevndunum, ið arbeiða við at útgreina øll viðurskifti í sambandi við at skipa Føroyar sum fullveldi, verður lagt fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, og at úrslitið av samráðingunum við donsku ríkisstjórnina um fullveldi verður lagt fyri Føroya fólk til støðutakan.

Somuleiðis verður uppskotið til eina føroyska grundlóg lagt til Føroya fólk til støðutakan.

Málið avgreitt.