Landsjųrš og Jaršargrunnur

 

100-50  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, um landsjųrš og Jaršargrunnin

Įr 1999, 16. mars, bošaši formašurin frį soljóšandi fyrispurningi frį Hešin Mortensen, lųgtingsmanni

Fyrispurningur

  1. Er taš ikki ķ betri samsvari viš stżrisskipanarlógina at leggja umsitingina av landsjųršini og Jaršargrunninum beinleišis undir Vinnumįlastżriš? 

Višmerkingar
Tį nżggja stżrisskipanarlógin kom, var ein av ašalętlanunum at taka av allar teir fyrisitingarmyndugleikar, sum umsótu ymisk lógarųki uttan at vera undir leišslu og įbyrgd landsstżrisins. Bert stovnar, sum taka sęr av kęrumįlum ella fyrisita heilt serligar skipanir, vóru verandi óheftir fyrisitingarstovnar.

Sum ųllum kunnugt varš Jaršarrįšiš stovnaš fyri heimastżrislógina, tessvegna gjųrdist taš ein sjįlvstųšugur stovnur. Grundgevingin er langt sķšani farin frį hesi skipan.

Taš er eisini alment kent, at flestu limir ķ Jaršarrįšnum eru sjįlvir festarar. Hetta er ein sera óheppin skipan, tķ ilt er at sita bįšu megin boršiš.

Landsstżrimašurin hevur sum einastu grundgeving fyri lųgtingslógaruppskotinum, nr. 108/99, fųrt fram, at hann hevur ķ umbśna at įleggja rįšnum fleiri uppgįvur, herundir eina einvķsa eftirgeving av skuld til Fųroya Jaršargrunn, tessvegna veršur hildiš neyšugt at tryggja, at rįšiš hevur hollan fakligan fųrleika innan nevndu ųki til at įtaka sęr nżggjar uppgįvur.

Hetta er ikki ein grundgeving fyri, at Jaršarrįšiš skal vera ein sjįlvstųšugur fyrisitingarstovnur. Hetta er einans ein grundgeving fyri, at tann stovnur, sum fyrisitur landsjųršina og Jaršargrunnin, skal hava vanligan fyrisitingarligan fųrleika. Henda fųrleika mį Vinnumįlastżriš metast at hava.

Landsstżrismašurin eigur tķ at boša tinginum frį, at hann broytir uppskot sķtt, so heimildirnar og uppgįvurnar ķ lóg um landsjųrš verša lagdar Vinnumįlastżrinum at umsita. Umsitingin hjį Jaršarrįšnum eigur sjįlvsagt somuleišis at leggjast saman viš Vinnumįlastżrinum.

Į tingfundi 17. mars 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 21. aprķl 1999 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

S v a r

Sum avleišing av, at stżrisskipanarlógin varš samtykt, varš Ll. nr. 110 frį 29. juni 1995 um broyting ķ ymsum rķkis- og lųgtingslógum višvķkjandi landbśnaši v.m. sett ķ gildi. Henda lųgtingslóg hevur m.a. viš sęr, at taš ikki longur er Fųroya lųgting, men landsstżrismašurin ķ landbśnašarmįlum, sum velur limir og varalimir Jaršarrįšsins.

Sambęrt § 35 ķ Ll. nr. 103 frį 26. juli 1994 um stżrisskipan Fųroya kann viš lųgtingslóg heimild verša latin nevndum, stżrum og rįšum at taka endaligar fyrisitingarligar avgeršir, og er hetta gjųrt viš lógini um landsjųrš og Lov um Jordbrugets Fremme. 

Avgeršir, sum Jaršarrįšiš tekur, smb. Ll. nr. 59 frį 9. juni 1988 um landsjųrš, sum seinast broytt viš Ll. nr. 29 frį 29. mars 1996, kunnu skjótast inn fyri landsstżrismannin smb. § 7, har įsett er, at:

"Har sum annaš ikki er įsett, kunnu avgeršir Jaršarrįšsins leggjast fyri landsstżriš, tó ikki um festiskifti og leigu av trašum ..."

Avgeršir višvķkjandi festiskifti og leigu av trašum kunnu skjótast inn fyri landbśnašarstevnu viš kęrurętti av hesi avgerš til yvirlandbśnašarstevnu (jvb. § 10, stk. 6). Annars er virksemi og avgeršir Jaršarrįšsins eftir lógini um landsjųrš umfatašar av reglunum ķ lųgtingslóg nr. 132 frį 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.

Sitandi Jaršarrįš er valt av undanfarnum landsstżrismanni, og hevur landsstżrismašurin, um annaš ikki er įsett viš lóg, eftirlit viš avgeršunum hjį Jaršarrįšnum.

Lųgtingslóg um landsjųrš og "Lov om Jordbrugets Fremme" heimila Jaršarrįšnum at taka endaligar fyrisitingarligar avgeršir, og er fyrisitingin av landsjųršini sostatt ķ trįš viš stżrisskipanarlógina.

Tį taš snżr seg um avgeršir Jaršarrįšsins sum peningastovnur (Jaršargrunnur), er eftir ųllum at dųma ( jvb. L. nr. 174 frį 24.05.1937 for Fęrųerne om Jordbrugets Fremme, sum seinast broytt viš Ll. nr. 160 frį 19. desember 1997) ikki mųguleiki fyri at kęra til hęgri myndugleika. Ķ teoriini veršur sagt:

"Det er kun en hovedregel, at forvaltningsakter kan påklages for hųjere forvaltningsmyndigheder, i sidste instans for vedkommende minister. Undertiden er der ingen klageret. " (Poul Andersen:"Dansk Forvaltningsret, alm. emner", bls. 523).

Ašrastašni veršur sagt:

"I ųvrigt kan opstilles den hovedregel, at nęvnsafgųrelser ikke kan påklages til ministeren eller en ham underordnet myndighed, med mindre dette er hjemlet " (Bent Christensen: "Nęvn og Råd" bls. 214)

Viš ųšrum oršum er fyrisitingin av Jaršargrunninum ikki ķ strķš viš stżrisskipanarlógina ella fyrisitingarlógina. Um taš er politisk ynskiligt, kann fyrsiting Jaršargrunsins verša lųgd undir Vinnumįlastżriš og harviš beinleišis undir įbyrgd landsstżrismansins. Hetta krevur tó broytingar ķ "Lov om Jordbrugets Fremme" og ķ lóg um landsjųrš.

Mįliš avgreitt.