Nýggjur studentaskúli


100-56  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi bygging av nýggjum studentaskúla

Ár 1999, 18. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Jákupi Sverra Kass, løgtingsmanni:

  1. Nær og hví er tað gjørt av, at tað ikki skal byggjast studentaskúli, men ein skúlamiðdepil, har studentaskúlin bert er ein partur av einum samlaðum skúlamiðdepli?

  2. Hví fylgir landstýrismaðurin ikki kunngerðini um lærararáð á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum og gevur lærararáðnum í Hoydølum eitt umboð í bygginevndina til bygging av nýggjum studentaskúla?

  3. Hvørjar ætlanir hevur landstýrismaðurin við bygningunum, sum Føroya Studentaskúli og HF-skeið dagliga húsast í uppi í Hoydølum?

  4. Hví vil landstýrismaðurin ikki heldur umvæla og byggja uppí verandi studentaskúlan uppi í Hoydølum og lata skúlarnar verða atskildar, soleiðis sum tann fyrsta arkitektakappingin um bygging av nýggjum studentaskúla gekk út uppá?

  5. Kann landstýrismaðurin vísa á, at betri úrslit standast av at leggja skúlar saman, ella er tað ein máti velja ta bíligaru loysnina framum ta skynsamu loysnina?

  6. Kann landstýrismaðurin vísa á, at undirtøka er í landsstýrinum og í samgonguni fyri at flyta studentaskúlan út í Marknagil?

Viðmerkingar:
Í nógv ár hevur nú verið tosað um, at nýggjur studentaskúli skal byggjast. Fyrst gekk prátið um, at nýggi skúlin skuldi liggja í Hoydølum. Síðan gjørdi Eilif Samuelsen, táverandi landstýrismaður í skúlamálum, av, at nýggjur studentaskúli skuldi liggja úti í Marknagili. Eftir hetta gingu fólk útfrá, at talan í veruleikanum var um ein studentaskúla, sum kom at liggja har úti, men eftir at Signar á Brúnni kom framat, so er tosið farið at snúgva seg um ein skúlamiðdepil, har studentaskúlin bert verður ein partur av einum miðdepli, har eisini handilsskúlin og tekniski skúlin skulu húsast.

Lærararáðið í Hoydølum hevur leingi til fánýtis biðið um høvi at tosa við landsstýrismannin í skúlamálum um tey broyttu viðurskiftini, sum lærararnir í Hoydølum koma at liva og virka eftir, um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í skúlamálum vinna frama. Seinast hava teir biðið um at fáa eitt umboð í bygginevndina fyri nýggja skúladepilin; hetta hava teir eisini fingið noktað. Lærararáðið vísir á, at rektarin á skúlanum ikki, sum tænastumaður, kann umboða lærararáðið; tað hevur hann ikki skyldu til.

Í kunngerðini fyri lærararáðið stendur:" Áðrenn avgerð verður tikin, skal lærararáðið geva ummæli í hesum málum:...§ 7, stk. 2, c) byggimálum". Tískil skal lærararáðið ummæla bygging av nýggjum studentaskúla, og gerst hetta best við einum umboði í bygginevndini. At nokta lærararáðnum í Hoydølum henda rætt, er grovliga at seta til viks tey rættindi, sum lærararáðið sambært lóg hevur, og undirritaði vil heita á landstýrismannin í skúlamálum um at gera nakað við hendan skeivleika sum skjótast.

Eftir ætlanunum hjá Signari á Brúnni, landsstýrismanni, so er meiningin at flyta studentaskúlan út á Marknagilsvegin. Hvat verður so av teimum hølum í Hoydølum, sum eru bygd til skúlabrúks og teimum bygningum har, sum fyri stuttum eru umvældir fyri milliónir til tess at kunna hýsa fleiri næmingum? Er ætlanin at lata tað fella í órøkt, ella er meiningin at nýta enn fleiri milliónir at umvæla hølini, sum í dag virka fínt til skúlabrúks, til okkurt annað endamál?

Í 1996 var ein arkitektakapping, sum gekk út uppá at byggja nýggjan studentaskúla uppi í Hoydølum, útskrivað, og vinnarir vóru funnir. Øll hildu, at nú skuldi farast undir at byggja nýggjan studentaskúla í Hoydølum. Øll uttan Eilif Samuelsen. Hann metti, at ein nýggjur skúli í Hoydølum gjørdist ov dýrur; fundamentið, sum skúlin í sínari tíð var bygt á, var eftir hansara meting veikt. Hann tók tískil ta avgerð at flyta skúlan út í Marknagil, heldur enn at umvæla og útbyggja verandi skúlan í Hoydølum.

Tað fundamentið, sum Eilif Samuelsen vísti til, var tann parturin av útbyggingini, sum gekk út uppá, at skúlin skuldi byggjast út og inn í bakkan aftan fyri skúlan.

Sjálvt fundamentið, sum skúlin í dag er bygdur á, hevur hildið væl. Tað hava kanningar, sum eru gjørdar har uppi prógvað. Skúlin er bygdur á eina sunna konstruktión. Verður bygt víðari út frá tí, sum stendur í dag, so er einki at óttast.

Um skúlin verður umvældur og útbygdur, so er lætt at halda kostnaðinum niðri. Skúlin hevur brúk fyri eini bøtandi hond, tað er eingin ivi um tað. Umbygging og útbygging kann gerast fyri ein bíligari pening enn kostnaðin av at byggja nýggjan skúla og lata tann gamla skúlan fella í órøkt.

Ein onnur argumentatión, sum er blivin brúkt móti at byggja uppi í Hoydølum, er, at tað fer at skapa ov stóran gang, um arbeitt verður í skúlatíðini. Veruleikin er tann, at ein studentaskúli hevur eina dagsnýtslu, sum er 25% 5 dagar um vikuna - ímeðan t.d. eitt sjúkrahús hevur eina dagsnýtslu, sum er 100% 7 dagar um vikuna. Harafturat hava næmingar fullan førleika, meðan førleikin hjá sjúklingum er munandi skerdur. Tí skilji eg ikki, at man ikki kann fara undir at umvæla skúlan, meðan og eftir at skúlagongdin er liðug. Tað ber væl til at koppa tíðini á og gera tað larmandi arbeiði, tá ið eingin skúlagongd er.

Tað er ein veruleiki, at danir, sum hava verið fyri at leggja skúlar saman, eru farnir at fara frá tí aftur. Forkvinnan í "Dansk Rektorforening" hevði herfyri eina grein í Jyllandsposten, har hon mælti frá at leggja skúlar saman, og mælti til at halda studenta- og handilsskúlar atskildar.

Veruleikin er tann, at man í okkara førum kemur at fáa eitt maktstríð ímillum tríggjar yrkisbólkar, og tað verður vinnarin av tí stríðnum, sum kemur at mynda skúlan. Hetta hava dømi frá londunum uttanum okkum víst okkum.

Tað er soleiðis, at studentaskúlin er ein basisútbúgving, sum fevnir um fleiri fag og fleiri áhugabólkar. Nøvnini "Handilsskúlin" og "Tekniski skúli", lýsa væl, hvat teir skúlarnir standa fyri. Tað, at studentsprógvið er eitt meira fjøltáttað prógv, er partur av tí, sum vit í dag kalla ein studentur. Skulu vit fara undir at blanda lærugreinir, klassar og hølir saman, so missa vit tann serkunnleika, sum t.d. studentaskúlalærararnir kunnu bjóða sínum næmingum. Um teir t.d. skulu fáa handilsskúlanæmingar inní í sín støddfrøðisklassa, so eru teir ikki førir fyri at geva somu frálæru, sum teir vildu havt, um talan bert var um ein støddfrøðisligan studentaflokk.

Tískil vildi eg mett, at tað hevði verið ein nógv betri loysn at hildi skúlarnar og yrkisbólkarnar sundurskildar til tess, at bæði næmingar og lærarar vistu, hvat teir sjálvir vildu, ynsktu og stóðu fyri.

Tá ið vit snakka um kostnað, so hevði verið nógv bíligari at umvælt verandi studentaskúla, ístaðinfyri at fara undir eitt eksperiment, sum kemur at kosta fleiri 100 milliónir. Hví ikki velja ta bíligu loysnina fyri einaferð skyld?

Í veruleikanum spyrji eg meg sjálvan um, hvussu nógv av landstýris- og tingfólkunum taka undir við, at vit fara undir at byggja ein stóran og dýran skúladepil í Havn, ístaðinfyri at velja ta bíligu loysnina, sum hevði verið, at latið staðið til sum er, og gjørt nakrar høvðusumvælingar í Hoydølum og latið skúlan ligið, har hann liggur. Tískil spyrji eg landstýrismannin um, hvønn uppbakning hann í veruleikanum hevur á Føroya løgtingi til at fremja hesa verkætlan?

Eitt annað, sum eg vildi nevnt í hesum sambandi, er, at tað hevði verið synd, um at vit lótu alt tað, sum man skilir við at vera studentur í Hoydølum, fara í søguna; tað at skula ganga sínar gøtur uppi í tí deiliga og friðarliga umhvørvinum, sum Hoydalar í veruleikanum er; tað at merkja friðin samstundis, sum man hoyrir larmin frá einum bólki av ungfólkum, sum nústani uppliva, hvat lívið hevur at bjóða. Skúlamiðdepilin kemur at oyða alt hetta og kemur at føra við sær, at studentaskúlin, sum vit kenna hann í dag, fer í gloymskuna og ístaðin gerst partur av eini heild, har studentsprógvið er eitt petti av einum sjálvtøkuborði, sum eingin í veruleikanum veit, hvat er!

Við hesum (mongu) viðmerkingum loyvi eg mær at seta landsstýrismanninum í skúlamálum hesar spurningar.

Á tingfundi 19. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 22. apríl 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Til 1. spurning: Eg havi ikki broytt nakra byggiætlan annað enn, at tá ið fyrireikingarnevndin kom til ta niðurstøðu, at best egnaða grundøki var úti í Marknagili, gjørdi eg av at byggingin av nýggja studentaskúlanum skuldi fara fram við mest møguligari samskipan við verandi skúlabygningar og komandi byggiætlanum hjá Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn. Hetta varð gjørt, orsakað av at síðstnevndu skúlar eisini hava tørv at fáa loyst teirra hølisviðurskiftir. Mett varð, at tað vildi verið skilaleyst ikki at tikið hædd fyri hesum í smb. við byggingina av nýggja studentaskúla, serliga tá ið teir ætlandi koma at standa lið um lið. 

Til 2. spurning: Talan er ikki um eina bygginevnd, men eina byggifyrireikingarnevnd.

Landsstýrismaðurin fylgir sjálvandi kunngerðini um lærararáð á Studentaskúlum og HF-skeiðinum. Tað at lærararáðið hevur rætt at geva ummæli, merkir ikki tað sama sum, at lærararáðið hevur krav upp á at hava ein lim í bygginevndini (byggifyrireikingarnevndini). Vanligt er heldur ikki, at lærararáð hevur lim í bygginevndum (byggifyrireikingarnevndum), men verður tikið við uppá ráð, tá ið tíðin er búgvin til tess (t.d. hølisskrá).

Í sambandi við út- og umbyggingarætlanina frá 1996, hevði lærararáðið ongan lim í bygginevndini, men varð tikið við uppá ráð. Sama gjørdi seg galdandi, tá ið nýggi studentaskúlin varð bygdur á Kamsdali í 1993.

Annars kann verða upplýst, at rektarin, ið situr í byggifyrireikinarnevndini, er fastur limur í lærararáðnum. Rektarin hevur sum sína fremstu uppgávu í hesum sambandi at taka størst møgaliga hædd fyri skúlans ynski og tørvi sum heild. Herundir koma sjálvsagt eisini ynski læraranna. 

Til 3. spurning: Ongar ítøkiligar ætlanir eru, men nýtslumøguleikarnir eru óivað fleiri.  

Til 4. spurning: Tá ið avgerðin varð tikin um at sleppa út- og umbyggingarætlanina, vóru fleiri orsøkir til tess. Av høvuðsorsøkum vóru m.a.: a) Út- og umbyggingarkostnaðurin varð upp á góðar 160 mió. kr. Fyri hesa upphædd fingust alt ov fáir nýtsluferðmetrar. Alt ov nógvir ferðmetrar fóru til langa gongir, soleiðis sum verandi bygningnar standa, og eisini orsakað av at uppíbyggingin varð ætlað at fara fram í endunum av verandi bygningum. b) Byggitíðin varð mett at taka út við 10 ár. Mett varð, at hetta fór at órógva virksemið á skúlanum alt ov nógv. Harumframt, at skúlin skuldi virka á einum byggiplássi í so langa tíð, varð mett at vera sera óheppið. c) Fleiri ókendir tættir vóru eisini, t.d. byggilendi við verandi fimleikahøll, friðaðir bygningar (Sanatorið) og byggitíðin. Hetta vóru viðurskiftir, sum lættliga kundu dýrka ætlanina rættliga nógv, og framvegis var skúlin í gomlum hølum, ið ikki vóru so væl egnað til endamálið.

Mett varð, at munandi betri skúli kundi fáast við at byggja nýggjan skúla fyri væl minni upphædd, kanska uml. helvtarprís.

Út frá hesum, vildi tað verið burturvið at hildið fast við út- og umbyggingina í Hoydølum.

Til 5. spurning: Talan er ikki um at leggja skúlar saman, men at samskipa byggiætlanirnar.

Við at sleppa út- og umbyggiætlanini í Hoydølum er talan um at velja ta bíligaru og skynsamu loysnina, við tað at meira fæst fyri væl minni av peningi (tveir fyrimunir í senn). Talan er ikki um at leggja nakrar skúlar saman, men heldur at samskipa nakrar byggiætlanir heldur enn, at hvør skúli skal hava serhølir o.a. hvør í sínum lagi, men at skúlarnir kunnu verða felags um tað, sum er gjørligt og skilagott. Slík samskipan kundi eisini ført við sær, at viðurskifti, sum hvør skúli sær ikki megnaði av einari ella aðrari orsøk, kundi, við at samskipa bygætlanirnar, hava við sær, at viðurskiftir kundu verið rokkin.

At skúlarnir koma at standa lið um lið, samstundis sum byggiætlanirnar verða samskipaðar í størst møguligan mun, koma óivað at skapa góðar menningarmøguleikar o.a. fyri skúlarnar. Nyttuvirðið fyri hvønn skúla sær og fyri samfelagið sum heild kann gerast munandi størri.

Til 6. Spurning: Síðani avgerðin varð tikin í 1997 um at sleppa út- og umbyggingini í Hoydølum, er tað mín greiða fatan, at undirtøka er fyri at byggja nýggjan studentaskúla. 

Eg haldi, at avgerðin um at sleppa út- og umbyggingini í Hoydølum er skilagóð. Nýggjur bygningur, sum er gjørdur til tørvin í dag, samstundis sum størst møgulig hædd er tikin til framtíðar undirvísing, fæst fyri munandi minni upphædd, enn at bøta um ein gamlan skúla. Við at byggja nýggja studentaskúlan í Marknagili við skilagóðari samskipan við handilsskúlan og tekniska skúla, kunnu nógvir skilagóðir møguleikar stinga seg upp. Eingin skúli fer verri av hesum, heldur hinvegin. Hvat spyrjast kann  burtur úr einum slíkum tiltaki, fer bert hugflogið at avmarkað.

Málið avgreitt.