Grótknúsiverk


100-60  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi grótknúsiverkinum á Lambareiði

Ár 1999, 18. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni:

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Er tað ætlanin hjá Landsverkfrøðinginum at flyta partar av virkseminum á Lambareiði niðan á Hústoft?
  2. Ífall at svarið er ja, hvat er so grundgevingin?


Viðmerkingar:

Fyri nøkrum árum síðani bleiv tann parturin av asfaltvirkseminum, ið lá á Lambareiði, niðurlagt og tikið uppaftur í Hundsáarbotni.

Hetta stig undraði mangan, av tí at ein partur av framleiðslutilfarinum nú skuldi flytast upp í uml. 300 metra hædd, fyri síðani sum liðug vøra at verða flutt niðuraftur úr hæddini.

Ilt var at síggja tað skilagóða í hesi avgerð, tá Hundsáarbotnur í dag er ein avkrókur av vegakervinum. Ein triðingur av landsvegakervinum hevur styttri frástøðu til Hundsáarbotn, meðan hinir tveir triðingarnir hava styttri leið til Lambareiði.

Nú ljóðar, at Landsverkfrøðingsstovnurin ætlar at flyta virksemi, ella partar av virkseminum, sum er eftir á Lambareiði, niðan á Hústoft.

Parturin, sum talan skal vera um, er grótknúsing og skervverk.

Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta stig kemur at forverra tænastuna, sum landið hevur givið borgarunum við skervskiljingini á Lambareiði, sum liggur við alfaraveg, tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í vinnumálum.


Á tingfundi 19. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. apríl 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Til spurning 1.
Arbeitt verður við ætlanum um at flyta alt grótknúsivirksemið á Lambareiði niðan á Hústoft, har alt grótið verður tikið nú. Higartil eru bert gjørdar fyrireikingar í sambandi við ætlanina.

Til spurning 2.
Skervverkið á Lambareiði, sum nú er 20 ára gamalt, er ógvuliga niðurslitið, og nógvir lutir eru so illa farnir av tíðarinnar tonn, at verkið stendur fyri eini stórari umvæling. Harumframt hevur Arbeiðseftirlitið nógvar atfinningar viðvíkjandi trygdini. Skulu umvælingarnar gerast, og trygdarkrøvini lúkast, verður talan um miljóna upphæddir.

Verkið er ov stórt og ov kostnaðarmikið at reka, tá ið hugsað verður um aktuella tørvin á knúsaðum gróttilfari í økinum, sum er minkaður við 2/3 seinastu 10 árini, og er tørvurin ógvuliga lítið vaksandi.

Mett verður tí, at besta loysn er at flyta virksemi niðan á Hústoft og byggja eitt nýtt og minni verk, sum eisini er bíligari í rakstri, og sum hóskar til tørvin.

Aðrar grundir til at flyta virksemi eru, at grótbrotið á Lambareiði er ov nær við bygt øki, umframt at tað er óheppið at skula flyta skotna grótið við 40 tons dumparum av Hústoft oman á Lambareiði, har tað eisini er neyðugt at koyra tvørtur um landsvegin til Lamba. 

Samanumtikið er tað ein rationellari og bíligari loysn at hava alt virksemið savnað á Hústoft, og kundarnir fara framvegis at fáa somu góðu tænastu, sum teir nú fáa á Lambareiði.

Málið avgreitt.