Bygdaleišir


100-61  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, višvķkjandi Bygdaleišum


Įr 1999, 18. mars, bošaši formašurin frį soljóšandi fyrispurningi frį Sįmal Petur ķ Grund, lųgtingsmanni:


  1. Er taš ętlanin hjį Strandferšsluni at nišurleggja fyrsta tśrin hjį Bygdaleišum į morgni av Skįlafjųršinum til Tórshavnar?


Višmerkingar:

Ķ fjųr heyst tók landsstżrismašurin ķ vinnumįlum ta avgerš, at siglingin hjį Strandferšsluni, millum Tórshavn og Skįlafjųršin, skuldi nišurleggjast.

Sum eitt plįstur į sįriš bleiv ein sonevndur "snarbussur" settur at koyra til Tórshavnar.

Hetta stig landsstżrismansins elvdi til ųsing millum taš fólk, sum bśleikast rundan um Skįlafjųršin.

Landsstżrismašurin įsannaši tį, at talan var um eina tęnastulękking fyri hendan partin av Fųroya fólki.

Eysturoyartingmenn hava sķšani lagt lógaruppskot fyri lųgtingiš, sum vónandi fęr hesi višurskifti aftur ķ ręttlag.

Ķ ųšrum lagi gongur vónandi ikki so long tķš, til annar landsstżrismašur umsitur vinnumįl og kann bųta um hesa óbótagerš.

Nś ljóšar, at ętlanir eru um at skerja tśratališ hjį Bygdaleišum til sama ųki.

Skerjingin, sum nś sigst at vera aktuell, er fyrsti tśrurin į morgni til Tórshavnar.

Fyri okkum sum politiskt varša av Eysturoyar valdųmi, kann taš ikki annaš enn sżnast sum um, at ętlanin er at ųkja frįstųšuna millum hųvušsstašin og ųkiš rundan um Skįlafjųršin, tķ veršur hesin fyrispurningur settur landsstżrismanninum ķ vinnumįlum.

 
Į tingfundi  19. mars 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 23. aprķl 1999 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

S v a r

Sum Sįmal Petur ķ Grund nevnir ķ višmerkingunum til fyrispurningin, varš ein snarbussur settur inn ķ rutu til Havnar, tį siglingin uppį Skįlafjųršin helt uppat. Mett varš, at hesin bussur nųktaši tųrvin hjį fólkinum viš Skįlafjųršin at koma til Havnar um morgunin og heim aftur um kvųldi.

Strandferšslan hevur til fyri nżliga ikki havt nakrar ętlanir um at nišurleggja ella skerja tśratališ hjį Bygdaleišum til ųkiš viš Skįlafjųršin. Men sķšan uppskotiš um broyting ķ Ll. Um fólka- og farmaflutning varš samtykt av Fųroya lųgtingi, eru fortreytirnar fyri tśrunum hjį snarbussinum eisini broyttar. Taš er eyšsęš at Strandferšslan mį takaš spurningin um sambandiš til Skįlafjųršin upp til nżggja višgerš, nś lógin um fólka- og farmaflutning er broytt, eisini sambandiš viš bussunum. Helst veršur śrslitiš, at kapasiteturin hjį bygdaleišum veršur skorin ķ mun til kapasitetųkingina sjóvegis, men enn er eingin endalig avgerš tikin um at nišurleggja ella skerja tśrarnar hjį Bygdaleišum.

Mįliš avgreitt.