Frágreiðing um uttanlandsmál januar 1999

 

101-2  Frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1998/99

A. Formæli
B. Samandráttur
C. Fyrri partur
D. Seinni Partur
E. Fylgiskjal 1
1) Viðurskifti Føroya við Danmark
2) Trygdarmál
3) Marknamál
4) Altjóða handilssamstarv
5) Livandi tilfeingi havsins
6) Umhvørvi og menning

FORMÆLI

Føroya Løgmaður leggur við hesum á triða sinni frágreiðing um uttanlandsmál fyri Føroya Løgting. Frágreiðingarnar eftir hetta verða lætnar løgtinginum við ársbyrjan.

Sum árini eru liðin, eru uttanlandsviðurskifti vorðin alt meira viðkomandi fyri tað føroyska samfelagið. Altjóðagerðin hevur havt við sær, at lond samskipa seg á flestu økjum, til tess at samskiftið teirra millum kann fara fram smidliga og á ein so greiðan hátt sum gjørligt.

Nógv eru tey mál, ið fyrr vóru at rokna sum innanhýsis mál hjá einum landi burtur av, sum í dag verða viðgjørd sum millumlandamál. Til tess at kunna luttaka í alheimsgerðini, verða víðfevnd krøv sett til avvarðandi lond á flestu økjum. Í kjalarvørrinum av hesum var í fjør ein uttanlandsdeild skipað í Løgmansskrivstovuni.

Í Føroyum er tað løgmaður, ið situr fyri uttanlandsmálum og sum samskipar uttanlandsmál. Hetta geldur eisini á serøkjum, sum løgmaður hevur sett aðrar landsstýrismenn at fyrisita. Landsstýrismenninir hava tó ábyrgdina av at fyrireika føroyska lóg á serøkjunum og at útinna hana.

Í mun til tær frágreiðingar um uttanlandsmál, ið higartil eru lætnar løgtinginum, verður hendan skipað á ein annan hátt. Frágreiðingin lýtir fyrst eftir teimum málum, ið vóru framd í farna ári, fyri síðani at greiða frá teimum ætlanum landsstýrið hevur í ár. Í hesi frágreiðing verða eisini tvær leiðir fyri føroyska evropapolitikkin viðgjørdar.

Hendan frágreiðing, sum við hesum verður løgd fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, er sostatt ein lýsing av uttanlandssamstarvinum fyri árið 1998 og ætlanum landsstýrisins á uttanlandsøkinum fyri árið 1999. Harumframt leggur hon, við støði í tí Reyða Álitinum, upp til eitt aðalorðaskifti um framtíðarstøðu Føroya í Evropa. Reyða Álitið verður tískil at rokna sum eitt fylgiskjal til frágreiðingina. 

Í Tinganesi á Pálsmessu 1999

Anfinn Kallsberg

løgmaður

 

SAMANDRÁTTUR

Leiklutur Føroya á tí uttanlandspolitiska økinum økist alsamt og gerst samstundis støðugt týdningarmiklari sum árini fara.

Í komandi árum hevur Føroya Landsstýri sett sær fyri at fremja eina røð av málum á tí uttanlandspolitiska økinum.

Landsstýrið hevur avrátt, í samsvari við løgtingssamtykt seinasta heyst, at fara undir samráðingar við donsku stjórnina til tess at fremja grundleggjandi broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Úrslitið av samráðingunum verður ein millumlandasáttmáli, sum skipar Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land við fullveldi, og sum samstundis skipar framtíðarsamstarvið landanna millum.

Eitt annað stórmál, ið arbeitt hevur verið við í samráð við uttanlandsnevndina, er markið millum Føroya og Bretlands. Í verandi løtu bendir alt á, at tað fer at eydnast pørtunum at koma til eina semju tíðliga í vár í hesum týdningarmikla máli.

Á tí handilspolitiska økinum hevur landsstýrið avgjørt at taka samstarv Føroya við Evropiska Samveldið upp til máls av nýggjum við øktum samstarvi fyri eyga. Landsstýrið er sinnað at byggja verandi handilssáttmála út, samstundis sum farið verður undir at kanna nærri møguleikan fyri einari føroyskari luttøku í EFTA og EBS. Víðkanin av verandi handilssáttmála er longu farin í gongd, og væntandi fara landsstýrið og ES nevndin at semjast um eitt heilsufrøðiligt samstarv í hesum ári. Annars verður víst til tað Reyða Álitið, ið var latið løgtinginum í fjør.

Vegna tess, at føroyski búskapurin er sera opin og tískil fullkomiliga bundin av samvinnu við útheimin, fer landsstýrið støðugt at menna og at seta á stovn samstarv við onnur lond. Tá ið handilssáttmálarnir við tey mið og eysturevropisku londini eru fingnir í lag, fer landsstýrið at miða eftir líknandi samstarvi við aðrar partar av Heiminum.

Støðið undir tí føroyska búskapinum er fiskatilfeingið. Grundarlagið fyri framtíðarumsiting av livandi tilfeingi havsins verður áhaldandi viðgjørt í avvarðandi altjóða felagsskapum. Landsstýrið er av teirri áskoðan, at týdningarmikið er at luttaka í hesi viðgerð, ikki minst av tí, at hesar altjóða meginreglur eftir øllum at døma fara at verða støði undir framtíðar fiskiveiðisamstarvi Føroya við onnur lond.

Á sama hátt hevur landsstýrið sett sær fyri at endurskoða leiklut Føroya í altjóða samstarvi um umhvørvi og burðardygga menning. Arktiska Ráðið er eitt gott dømi um hesa gongd. Føroya Landsstýri luttekur nú bæði á politiskum og embætismannastigi í arktiska samstarvinum.

Samanumtikið kann sigast um uttanlandspolitikk landsstýrisins, at í mun til undanfarin ár fer landsstýrið at virka fyri einari øktari luttøku í teimum altjóða avbjóðingum og rembingum, ið vera Føroyum fyri framman. 

 

FYRRI PARTUR

VIÐURSKIFTI FØROYA VIÐ DANMARK

Viðurskifti Føroya við Danmark eru nú á einum søguligum vegamóti viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya. Meðan heimastýrisskipanin er ein skipan, har Danmark letur Føroyum eitt nærri tilskilað sjálvræði, virkar landsstýrið nú fyri, at fáa Føroyum fult sjálvræði, har evstavaldið fer at liggja hjá Føroya fólki. Sáttmálin seinasta summar við donsku stjórnina greiddi nakrar trupulleikar landanna millum, og hevur givið okkum eitt betri grundarlag fyri einum sjálvberandi búskapi og politiskum sjálvræði.

SAMRÁÐINGAR VIÐ DONSKU STJÓRNINA UM BANKAMÁLIÐ

Týdningarmesta hendingin í viðurskiftum Føroya við Danmark í 1998 var, tá endi fekst á málinum um endurgjaldskrav okkara í sonevnda bankamálinum.

Nýstovnaða landsstýrið fór niður til Danmarkar í fjørsummar at samráðast við donsku stjórnina um ymisk búskaparlig og fíggjarlig stórmál, heruppií endurgjaldsspurningin í sambandi við bankamálið, afturgjaldstreytir fyri skuld landsstýrisins til donsku stjórnina og annað. Úrslitið gjørdist sáttmálin frá 10. juni, sum løgtingið síðani einmælt tók undir við.

Sáttmálin kann í høvuðsheitum sigast at vera nøktandi. Á skynsaman hátt, sum tað sømir seg millum partar, ið vilja endurreisa gott sínamillum arbeiðslag, varð ein loysn funnin á endurgjaldsspurninginum, ið varð viðgjørdur saman við spurninginum um skuld landsstýrisins til donsku stjórnina. Sostatt fekst eitt úrslit, ið báðir partar skuldu kunna bera, bæði búskaparliga og politiskt.

Sum partur av sáttmálanum gjørdist Føroya Banki, við Fíggingargrunninum frá 1992 sum millumliði, ogn landsstýrisins.

Ein serlig grein í sáttmálanum er Grein 9, har danska stjórnin gevur sína tilsøgn til at vilja samráðast við Føroya Landsstýri um føroyskt fullveldi, tá landsstýrið er til reiðar og ynskir tað. 

 

SAMRÁÐINGAR VIÐ DONSKU STJÓRNINA UM FULLVELDI

Sum landsstýrið hevur sett sær fyri, verða nú fyrireikingar framdar við tí fyri eyga seinni í ár at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um ein tvílanda sáttmála millum Danmarkar og Føroya, sum skipar Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land við fullveldi, og har komið verður á samt um framtíðar samstarv landanna millum. Landsstýrið hevur sett eina sáttmálanevnd at fyrireika støðið undir komandi samráðingum við donsku stjórnina.

Væntandi verða fyrst politiskar samráðingar millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina, har sáttmálaleistur og karmar fyri framtíðar samstarvi verða lagdir. Hesar samráðingar fara ætlandi at byrja í heyst. Síðani verður farið undir samráðingar, ið skulu skipa sjálvt innihaldið í sáttmálanum.

Sáttmálin verður lagdur fyri landsstýri og løgting til støðutakan áðrenn hann verður lagdur fyri Føroya fólk til endaliga avgerð einferð í komandi ári.

 

TRYGDARMÁL

Trygdarmál viðvíkjandi Føroyum liggja hjá donsku stjórnini og verða tískil umsitin av danska Uttanríkismálaráðnum. Trygdarmál fevna í høvuðsheitum um stutttíðar og langtíðarætlanir umframt ymissar skipanir fyri varðveitslu av sjálvræðisrætti og fullveldi ríkisins.

Danska stjórnin hevur ongantíð heimilað landsstýrinum at luttaka í trygdarpolitiskari málsviðgerð. Í einstøkum førum hevur landsstýrið tó umrøtt trygdarpolitiskar spurningar viðvíkjandi Føroyum.

 

HERNAÐARMÁLIÐ

Við støðið í løgtingssamtykt frá 19-04-96 setti løgmaður stýrisbólk at skipa fyri skjalarannsóknum í USA og aðrar staðir, har haldast kundi, at skjøl til upplýsingar av hernaðarmálinum vóru at finna. Setningurin var í stuttum at lýsa søguna hjá hernaðarligu støðunum í Føroyum og at savna viðkomandi skjøl í hesum sambandi.

Stýrisbólkurin hevur virkað í gott eitt ár. Ein føroyskur søgufrøðingur hevur verið tvær ferðir í USA og gjørt skjalarannsóknir í viðkomandi skjalasøvnum. Tveir av limunum í bólkinum hava gjørt rannsóknir í søvnunum hjá ríkisumboðnum, í landsstýrinum, á Landsskjalasavninum í Tórshavn og í viðkomandi skjalasøvnunum á danska ríkisskjalasavninum.

Savnað er eitt umfatandi skjalatilfar, ið lýsir hernaðarliga áhugan hjá Vestanveldunum í Føroyum. Víðari lýsir hetta tilfar herstøðirnar, teirra bakgrund, endamál og virksemi. Tað hevur tikið tíð at fáa atgeingi til øll skjalasøvnini, og seinastu loyvini vórðu útskrivað av uttanríkismálaráðnum tann 16-12-98. Enn resta avgerðir í nøkrum atgeingimálum. Hetta merkir, at framvegis standa rættiliga tíðarkrevjandi skjalarannsóknir eftir at gera í serstakliga donskum søvnum. 

 

DANSKA VERJUNEVNDIN

Verjunevndin frá 1997 legði fram seinasta heyst álit sítt viðvíkjandi framtíðar verju av danska ríkinum. Føroya Landsstýri luttók sum eygleiðari í nevndini. Sambært álitinum mælir nevndin til varðveitslu av verandi virksemi hjá donsku verjuni í Føroyum komandi árini. Um danska stjórnin tekur undir við tilmælinum hesum viðvíkjandi, fer danska sjóverjan framvegis at hava eitt sjóverjuskip við tyrlu kring Føroyar alt árið tey næstu árini.

MARKNAMÁL

Síðani seinastu frágreiðing um uttanlandsmál hevur gongdin í marknasamráðingunum við bretar verið ójøvn.

Eftir stjórnarskiftið í Bretlandi í mai 1997 varð fundur millum samráðingarnevndirnar báðar í juli 1997. Fundur var aftur í september 1997, men so kom steðgur í. Eftir landsstýrisskiftið í mai 1998 hava síðan í fjør summar verið óformligir fundir millum tann bretska og tann føroyska samráðingarleiðaran, har teir hava roynt at kanna møguleikarnar fyri eini samráðingarloysn, sum kann góðtakast av báðum pørtum. Á nýggjárinum 1999 sær út sum, at hesar óformligu samrøður fara at føra á mál, men enn eru ikki orðingar avtalaðar um allar liðir í eini loysn. Tað tykist tó vera grund til at vóna, at tað fer at eydnast at finna eina loysn á hesum torføra máli, áðrenn langt umlíður.

Samráðingarnar við bretar hava snúð seg um landgrunsmark. Síðan londini í 1977 fluttu fiskimarkið út á 200 fjórðingar, hevur fiskimarkið millum Føroya og Bretlands fylgt miðlinjuregluni, men vegna ósemju um grundlinjurnar, og hvørjar oyggjar bretsku megin miðlinjan skal roknast frá, hevur ikki verið semja um, hvussu miðlinjan millum Føroya og Bretlands skal verða roknað. Sostatt hava verið havøki, sonevndu "gráðu leiðirnar", sum báðir partar hava kannað sær. Har hava báðir partar fiskað uttan at gera hvørjum øðrum stórvegis ónáðir. Ein semja um landgrunsmarkið innanfyri 200 fjórðingar ger tað neyðugt at taka støðu til, um ella í hvønn mun hon skal ávirka endaliga fiskimarkið. Hetta er sostatt nakað av tí, sum ein fullfíggjaður sáttmáli um landgrunsmarkið eigur at umfevna.

Móti Íslandi hava Føroyar eisini havt miðlinjumark síðan 1977, men heldur ikki har hava partarnir verið samdir um, hvussu miðlinjan skal roknast. Ísland roknar miðlinjuna úr skerinum Hvalsbaki, sum Føroyar ikki hava hildið vera rætt. Millum Føroya og Íslands er sostatt eisini eitt øki, har báðir partar kanna sær yvirvaldsrætt fiskiskapi viðvíkjandi. Har hevur meira enn so hent seg, at skip, ið hava fiskað har við føroyskum loyvi hava verið órógvað av íslendskum myndugleikum. Ynski hevur verið um at loysa hetta trætumál. Higartil hevur verið bíðað við at greiða hesa fløkju, til tann fyri Føroyar nógv truplari og týdningarmikla marknatrætan við Bretland er loyst. Eftir at Danmark vegna Grønland í fjør samdist við Ísland og Noreg um markini millum Grønland, Ísland og Jan Mayen, er ósemjan við Føroyar einasta óloysta marknatrætan hjá Íslandi innanfyri 200 fjórðingar. Verður semja við bretar um havmørkini innanfyri 200 fjórðingar, verður ósemjan við Ísland tann einasta, sum stendur eftir. Tað kann tí roknast við, at hesin spurningur kemur til umrøðu í árinum, sum nú er byrjað.

Uttanfyri 200 fjórðingar stendur spurningurin um tey umskarandi krøvini hjá okkum, Íslandi, Bretlandi og Írlandi um landgrunn á Rockall Hatton leiðini framvegis óloystur. Føroyar halda seg betur enn onnur strandalond megna at prógva hjá altjóða samfelagnum, at landgrunnur Føroya røkkur út um 200 fjórðingar á hesum leiðum.

ALTJÓÐA HANDILSSAMSTARV

Altjóða handilssamskiftið økist alt meiri, og seinnu árini hava havt við sær stórar broytingar í handils og búskaparligu viðurskiftunum í altjóða høpi. Fjarstøða millum lond er ikki longur sama forðingin fyri samskifti sum áður, og rákið í heimshandlinum sum heild gongur alsamt móti meiri fríhandli.

Tað eru serliga alheimsfelagsskapir sum World Trade Organisation (WTO), ið eru íblásturin til hesa gongd. WTO hevur sum einasti altjóða stovnur altjóða handil sum virkisøki, og er í altjóða høpi karmurin um umsiting av handilssamvinnu millum lond. Hesin felagsskapur, ið loysti av GATT í 1994, fevnir umframt um handil við vørum eisini um handil við tænastum, íløgur og ognarrætt til andsverk. Málini hjá WTO eru at tryggja so frælsan handil sum gjørligt, áhaldandi at frælsisgera heimshandilin og at tryggja, at handilstrætur millum lond verða loystar í eini óheftari skipan.

Føroyski búskapurin - ið er ein av mest opnu búskapum Heimsins við einum uttanlandshandli samsvarandi einari slakari bruttutjóðarúrtøku - er sera bundin av viðurskiftunum við umheimin. Nevnast kann í hesum sambandi, at umleið 80% av føroyska útflutninginum fer til ES marknaðin. Tað hevur stóran týdning at hava í huga, at eisini gongdin í ES lutvíst er partur av altjóða rákinum og teimum stevnumiðum, ið verða sett í WTO.

Føroyar eru ein lítil tjóð, og er tað tí sera umráðandi at gera sær greitt, at skulu eitt nú føroyskar fyritøkur standa seg í kappingini við umheimin, er neyðugt við støðugari fyrireiking og tillaging til broyttu umstøðurnar. Føroyar hava við luttøku sínari í WTO sæð týdningin av at vera við í hesum altjóða ráki og hava samstundis tikið á seg at fylgja teim ásetingum, ið WTO ásetur. Landsstýrið ætlar, at Føroyar skula í framtíðini luttaka meira virkið í WTO og tess virksemi.

 

SAMSTARV FØROYA VIÐ EVROPISKA SAMVELDIÐ

Samstarv Føroya við ES er grundað á ein fiskivinnusáttmála og ein handilssáttmála. Á fiskivinnuøkinum fevnir samstarvið um rammusáttmálan frá 1977 og í árligum semjum um sínamillum fiskiskap. Samstarv er annars í ymsum felagsskapum um fiskiskap, sum t d NAFO, NEAFC, NASCO og um býtið av norðhavssild millum avvarðandi strandalond.

Vanliga hevur ES tengt spurningin um atgongd til marknaðin saman við atgongdini til tilfeingið, tá ið felagsskapurin hevur samráðst við triðjalond um handilssáttmálar. ES hevur eisini víst á, at eitt vantandi samstarv Føroya við ES í NAFO høpi kann hava óhepna ávirkan á atgongd føroyinga til ES marknaðin. Tað hevur frá føroyskari síðu verið gjørt greitt, at fiskivinnusamráðingar ikki verða at tengja at handilssamráðingum.

Handilssáttmálin við ES

Handilssáttmálin frá 1992 er ein sínamillum handilssáttmáli, sum gevur báðum pørtum rættindi á jøvnum føti. Við sáttmálanum varð stovnsett ein felagsnevnd, sum hevur roynst ein væl nýtiligur pallur, har vit hava kunnað virka fyri áhaldandi ábótum á sáttmálan, har hann í sínum upprunaliga líki ikki nøktaði okkara tørv nóg væl. Sum fríhandilssáttmáli í altjóða merking hevur sáttmálin eisini skulað staðið mát við altjóða krøv til slíkar sáttmálar, fyrst í GATT og síðani í WTO. Hetta hava vit eisini kunnað nýtt til okkara fyrimun.

Gjøgnum felagsnevndina hava føroyingar áhaldandi roynt at hækka kvotur og loft á laksi og royktum vørum vísandi til millum annað menningargreinina í sáttmálanum. Hetta hevur verið afturvíst frá ES, av tí at vørurnar verða sagdar at vera viðkvæmar á ES marknaðinum, og at afturvendandi trupulleikin er, at Føroyar verða viðgjørdar eins og triðjalond.

Føroyingar hava serliga víst á ampan, ið vegleiðandi prísskipanin hevur haft á vinnuna. Gjørt varð greitt, at sáttmálin í hesum sambandi ikki lýkur galdandi WTO ásetingar, tá talan er um fríhandilssáttmálar. Hetta mál er síðani tikið upp av øðrum londum, ið hava víst á sama trupulleika, og setti hetta rættuliga gongd á málið.

Sambært WTO skal "substantially all trade" í fríhandilsøkjum verða frælsur. Hetta samsvarar við umleið 90% av handilsvirðinum. Verandi fríhandilssáttmáli við ES avmarkar útflutning Føroya til ES við einari vegleiðandi prísskipan, tollkvotum, vegleiðandi loftum og einum hagtalseftirliti. Bert vegleiðandi prísskipanin í sær sjálvari hevur ástøðiliga avmarkandi avleiðingar fyri umleið 55% av handilsvirðinum.

Samráðingar um hesi viðurskifti vóru í heyst millum ES og Føroya. Endaligar samráðingar vóru um málið í Føroyum í desember. Samráðingarnar endaðu við einum greiðum framstigi fyri Føroyar og føroysku vinnuna sum heild í handilsamskiftinum við ES. Úrslitið av samráðingunum var hetta:

Samanumtikið kann sigast, at tann broytti ES sáttmálin nú er vorðin ein veruligur fríhandilssáttmáli vegna tess, at umleið 97% av verandi handli við ES ongar handilsforðingar fer at hava longur. Broytingarnar í sáttmálanum fáa væntandi gildi í summar.

Tað eru tó framvegis tveir vørubólkar, ið hava stóran handilsligan týdning fyri Føroyar, ið eru fyri handilsligum avmarkingum. Teir eru pilkaðar rækjur og fiskafóður. Landsstýrið fer at leggja stóran dent á at fáa hesar avmarkingar burtur í nýggja árinum.

 

Heilsufrøðiligt samstarv við ES

Tað verður í løtuni arbeitt við at víðka handilssáttmálan við ES til eisini at fevna um heilsufrøðilig viðurskifti.

Við atliti til, at altjóða handilin alsamt økist - heruppií handilin við matvørum - verða karmar tilevnaðir soleiðis, at ásetingar verða gjørdar fyri matvørutrygd, heilsu og umhvørvi, bæði í altjóða og økissáttmálum. Umframt at minka um smittuvanda í handli við matvørum, hava slíkir sáttmálar til endamáls at forða fyri, at handil millum lond verður darvaður av tøkniligum krøvum, ið eingi heilsufrøðilig fyrilit hava. Av tí, at nærum allur útflutningur Føroya er fiskavørur, er sera gagnligt við slíkum sáttmálum, ið áseta dygdar og reinføriskrøv.

Heilsufrøðilig viðurskifti eru partur av EBS sáttmálanum, og skulu tey samstarvandi londini laga sínar lógir og reglur eftir hesi skipan. Bæði Ísland og Noreg eru við at skipa hesi viðurskifti við ES soleiðis, at tey kunnu gerast partar av hesum samstarvi.

Føroyar - ið eru uttan fyri bæði ES og EBS, hóast vit útflyta nærum alla okkara vøru á ES marknaðin - hava verið fyri stórari ávirkan av gongdini í ES á hesum øki. Føroyar skulu eisini fylgja minstukrøvunum hjá WTO hesum viðvíkjandi.

Rákið í altjóða handilsviðurskiftunum hevur við sær, at tollur og aðrar slíkar handilsavmarkingar fella burtur, meðan heilsufrøðilig krøv fáa alt størri týdning. Fyri at altjóða handil við matvørum skal fara lættari fram, er sera umráðandi, at lógir og reglur á hesum øki verða samskipaðar.

Tað verður frá føroyskari síðu í løtuni virkað fyri at skipa hesi viðurskifti við ES. ES hevur boðið Føroyum til samráðingar í februar mánaða um eina heilsufrøðiliga semju. Ein slík semja verður eitt frumskjal til verandi handilssáttmála við ES. Ætlanin er, at røkka málinum um at skipa hesi viðurskifti við ES í ár.

Alevropiska upprunaøkið

Evropiska Ráðið vísti á toppfundinum í Essen í 1994 á, at munurin á upprunareglum í sáttmálunum, ið ES hevur við umheimin eru ein handilsforðing. Avgjørt varð tí at seta eina "alevropiska" skipan við eins upprunareglum fyri allar handilssáttmálar í verk, við tí endamáli, at gera samhandilin millum serliga ES, mið og eysturevropisku londini og EFTA londini meira einsháttaðan. Lunnar eru á henda hátt lagdir fyri einum samstarvi í einum stórum øki, ið gevur eins tollframíhjárættindi viðvíkjandi vørum við upprunastøði í økinum.

Í EBS sáttmálanum eru upprunareglurnar skipaðar á tann hátt, at til ber at virka somu vøru í fleiri av sáttmálalondunum. Skipanin hevur við sær, at vørur, ið eru framleiddar ella virkaðar sambært upprunareglunum í EBS økinum - tað er EBS framleiðsla - kunnu umsetast frítt. Hetta merkir, at krøvini til skjalaprógvan av uppruna vøru verður nógv einfaldari. Hartil verða eisini formligu krøvini til toll og eftirlit nógv einfaldari, tá vørur verða fluttar millum lond.

Onnur lond við somu trupulleikum hava møguleika at fella inn í somu skipan. Málið verður viðgjørt í løtuni, soleiðis at Føroyar kunnu gerast partur av hesum samstarvi. Ætlanin er at náa einari loysn í ár. 

 

HANDILSSÁTTMÁLAR VIÐ ONNUR LOND

Stig eru tikin til tess at fáa í lag handilssáttmálar við londini í mið og eysturevropa. Føroyar hava verið afturúr sigldar á hesum øki, og er endamálið nú at byggja upp samhandil og samskifti við hesi lond.

Slíkir sáttmálar eru við til at økja um kappingarførið hjá vinnuni og tryggja henni nýggjar marknaðir. Hetta hevur stóran týdning, um Føroyar skulu gera seg galdandi serliga viðvíkjandi sølu av uppisjóar fiskasløgum og ikki minst til tess at tryggja Føroyar í framtíðar evropiska handilssamskiftinum við serligum atliti til tað alevropiska upprunaøkið.

Fyrstu sáttmálarnir við Estland og Pólland eru fingnir undir land, og virkað verður miðvíst fyri at fáa í lag sáttmálar við hini mið og eysturevropisku londini í ár.

Ætlan landsstýrisins er eisini at kanna møguleikarnar fyri at fáa í lag handilssáttmálar við Russland og Kanada.

 

GSP

GSP (Generalized System of Preferences) er ein skipan, ið hevur til endamáls at fremja eina burðardygga búskaparliga og almanna menning í menningarlondum serliga teimum, ið eru ringast fyri, gjøgnum økta marknaðaratgongd til Vesturlond við serligum tolllækkingum (preferences) fyri ávísar ídnaðarvørur og landbúnaðarvørur ætlaðar sum rávørur til víðari framleiðslu av lidnum vørum.

Av tí at okkara størstu kappingarneytar hava sett í verk slíkar skipanir, fáa hesir bíligari rávøru enn ávísir partar av føroysku vinnuni, og kunnu hesir soleiðis framleiða somu vørur bíligari.

Landsstýrið kannar tí møguleikan fyri at fáa eina slíka skipan í lag í Føroyum, soleiðis at føroysku vinnuni verður tryggjað betri kappingarføri og menningarlondunum frægari útflutningsvánir. 

 

LIVANDI TILFEINGI HAVSINS

Altjóða samstarv um tilfeingi havsins hevur fingið alsamt størri týdning síðani fiskimørk vóru flutt út á 200 fjórðingar í sjeytiárunum. Meginreglurnar fyri gagnnýtslu av tilfeingi havsins, og rættindum og ábyrgd strandalandanna í hesum sambandi, eru staðfestar í tveimum týðandi ST sáttmálum, sum síðani eru gjørdir.

ST havrættarsáttmálin (UNCLOS) varð samtyktur í 1982, og kom formliga í gildi í 1994. ST ráðstevnan um umhvørvi og menning (UNCED) í Rio í 1992 gjørdi sítt til, at gongd eisini fekst á samráðingar um at finna eina semju um umsiting av fiskastovnum, sum ferðast um fiskimørk og í altjóðasjógvi. Hesin sáttmálin, sum er ein gjøllari útgreining av ásetingum í ST havrættarsáttmálanum, varð endaliga samtyktur í august 1995. Hann staðfestir millum annað, at strandalond og lond, sum hava grundaðan áhuga fyri fiskiskapi eftir fiskasløgum uttan fyri yvirvaldsræði hjá strandalondum, kunnu taka seg saman í felagsskap við tí endamáli at umsita fiskatilfeingið. Sáttmálin gevur millumlandafelagsskapum ábyrgd og samstundis víðar møguleikar at fyriskipa umsitingina av og eftirlitið við fiskiskapinum í altjóða sjógvi.

Tað hava serliga verið strandalond, sum hava havt ampa og víst ábyrgd fyri hesum viðvíkjandi ferðandi fiskastovnum í Norður Atlantshavi. Dømi um hetta er semjan millum tey fimm strandalondini um norðhavssildina, sum í dag verður umsitin í felag og í NEAFC fyri altjóða øki (sí eisini niðanfyri undir millumlandasamstarv).

Aðrar óbindandi semjur so sum leiðbeinandi reglugerð hjá FAO (ST matvøru og landbúnaðarstovninum) fyri fiskiskapi undir ábyrgd, eru eisini við at mynda altjóðakarmin fyri gagnnýtslu av livandi tilfeingi havsins.

Tað er støða landsstýrisins, at leiklutur Føroya at menna henda altjóðakarm eigur at styrkjast og gerast sjónligari í framtíðini.

Hóast Føroyar av ymiskum orsøkum ikki enn hava staðfest hesar týðandi ST sáttmálar formliga, er okkara egna fiskvinnuumsiting og fiskivinnusamstarv við onnur lond kortini grundað á tær meginreglur, sum hesir áseta. Høvuðsendamálini eru at varðveita og umsita tilfeingi havsins soleiðis, at vit í samstarvi við onnur lond kunnu tryggja burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum nú og í framtíðini, bæði á føroysku landleiðunum og undir føroyskum flaggi á sjóleiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar.

Somuleiðis er staðfest, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, Føroyar við samráðingum hava rokkið ella eftir altjóða rætti eiga uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.  

 

MILLUMLANDASAMSTARV Í NORÐURATLANTSHAVI

Føroyar hava fiskiveiðisamstarv við øll grannalondini í Norðuratlantshavi og við flest øll londini, sum eru við í teimum millumlanda felagsskapum, har Føroyar eisini taka lut í. Treytirnar fyri fiskiskapi hjá føroyskum skipum í altjóða sjóøki eru nógv tengdar at millumlanda og strandalanda sáttmálum um fiskiskap. Slíkir sáttmálar kunna fevna um fiskastovnar, sum eisini eru í føroyskum sjóøki, til dømis norðhavssild, svartkjaftur og makrelur.

Í NEAFC, NAFO og NASCO verður danska umboðanin umsitin av Føroyum og Grønlandi í felag. Hóast Danmark er limur í hesum felagsskapunum vegna Føroyar og Grønland (DFG), so mynda tann føroyska og grønlendska sendinevndin í felag ta donsku sendinevndina á øllum fundum; danska uttanríkisráðið hevur tó vanliga eitt umboð við á týðandi fundum.

Eitt yvirlit yvir sínamillum fiskiveiðisamráðingar, sum vóru í 1998 fyri fiskiskap í 1999 er at finna í fylgiskjali 1.

NAFO - Felagsskapurin fyri fiskiskapi í Útnyrðingsatlantshavinum

NAFO hevur í fleiri ár havt eina dygga umsiting og munagott eftirlit viðvíkjandi fiskiskapinum eftir fiskastovnum í økinum. Avgerðir tiknar í NAFO høpi ávirka serliga umstøðurnar hjá rækjuskipunum at fiska á Flemish Cap og annars umstøðurnar hjá føroyskum skipum at fiska tosk og svartkalva í NAFO øki.

NEAFC - Felagskapurin fyri fiskiskapi í Landnyrðingsatlantshavinum

Seinastu tvey árini hevur NEAFC ment seg at vera ein felagsskapur, sum í samsvar við altjóða uppgávur fyri fiskiveiðufelagsskapir fer at verða miðdepulin í sambandi við umsiting og eftirliti við fiskiveiðuni eftir so týðandi fiskastovnum sum norðhavssild, kongafiski, svartkjafti og makreli í Norðuratlantshavi.

Avgerðir tiknar í NEAFC ávirka serliga møguleikarnar hjá føroyskum skipum at fiska kongafisk í Irmingarhavinum. Eisini ávirka avgerðirnar, hvussu eftirlitið við fiskiskapinum er eftir kongafiski, svartkjafti og norðurhavssild.

NASCO - Norðuratlantslaksafelagsskapurin

Sáttmálin um at varðveita laksin í Norðuratlantshav, NASCO, kom í gildi 1. oktober 1983. Henda sáttmála hevur Danmark vegna Føroyar og Grønland staðfest. Í NASCO luttaka Føroyar í nevndini fyri Landnyrðingsatlantshav, meðan Grønland luttekur í nevndini fyri Vestur Grønland. Um formansskapin skiftast londini.

ICCAT - Felagsskapur fyri fiskiskap eftir tunfiski í Atlantshavinum

Fiskiskapur eftir tunfiski í Atlantshavi verður umsitin av ICCAT. Stórur áhugi tykist at vera fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi ein part av árinum. Í 1997 fingu japansk skip loyvi frá føroysku myndugleikunum í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna at fremja royndarveiðu eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Hetta samstarv helt fram í 1998 umframt at føroysk skip eisini høvdu royndarloyvi. Úrslitið av hesum royndum hevur verið gott, og fleiri liggja framvið at sleppa at gera framhaldandi royndir í 1999.

Grundað á tann stóra áhugan, sum seinastu tvey árini hevur verið vístur tunfiskiskapi í føroyskum sjógvi, hevur landsstýrið seinastu trý árini tikið lut á ársfundum hjá ICCAT sum eygleiðari. Har hevur verið gjørt vart við, at Føroyar sum strandaland hava rætt at gagnnýta tilfeingið íroknaðan tunfisk, sum er í føroyskum sjógvi. Spurningurin um limaskap í ICCAT hevur verið umhugsaður í samráð við danska uttanríkismálaráðið, men enn er støða ikki tikin í hesum máli.

NAMMCO - Felagskapurin fyri súgdjórum í Norðuratlantshavinum

NAMMCO tekur sær av spurningum viðvíkjandi súgdjórum í Norðuratlantshavi. Limalondini eru Noreg, Ísland, Grønland og Føroyar. Mótsatt limaskapinum í øðrum slíkum millumlandafelagskapum eru Føroyar og Grønland hvør fyri seg limur í NAMMCO. Sum økisbundið samstarv um gransking, umsiting og vernd av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum hevur NAMMCO tey seinastu árini styrkt sína støðu sum ein virkin samstarvsstovnur, í fullum samsvar við havrættarsáttmálanum, eisini á økjum, sum annars hava verið hjá Altjóðahvalaveiðuráðnum (IWC). Hetta fevnir um m.a. felags umsitingarniðurstøður um hvala og kópastovnar (til dømis grindahvalir, døglingar, sildrekar, grønlandskópar og annað), eina millumlandaeygleiðaraskipan fyri hvala og kópaveiðu í limalondum, og felagsáheitanir um vísindaráðgeving um mál, sum hava beinleiðis áhuga fyri Føroyar (til dømis um springarar og finhval, og um tað vistkerviliga sambandi millum fiskastovnar, hval og kóp).

Brúk er fyri at endurskoða okkara leiktlut í IWC í mun til samstarvið gjøgnum NAMMCO. Luttøka okkara í IWC hevur altíð verið sum partur av donsku sendinevndini, meðan Føroyar eru sjálvstøðugur limur í NAMMCO. Gongdin tey seinastu árini í IWC vísir, at eitt fleirtal av teimum umleið 30 limalondum í IWC av politiskum orsøkum tekur ikki undir við stórhvalaveiðu. Felagskapurin fær tískil ikki høvi at fylgja sínum egnu meginreglum fyri umsiting av storhvalastovnum sum tilfeingi. Tey føroysku sjónarmiðini fella heldur ikki so væl saman við teimum alment donsku í hesum høpi, av tí at Danmark tekur partvíst undir við altjóða rákinum móti storhvalaveiðu.

 

UMHVØRVI OG MENNING

Føroya Landsstýri hevur sett sær fyri at endurskoða leiklut Føroya í altjóða samstarvi um umhvørvi og burðardygga menning. Í hesum sambandi verður farið undir at kanna eftir í hvønn mun Føroyar skula vera virknar í altjóða felagsskapum á hesum økjum.

ARKTISKA RÁÐIÐ

Løgmaður boðaði í undanfarna ári frá, at føroyski leikluturin í Arktiska Ráðnum á politiskum stigi fer at verða meira virkin í framtíðini.

Tey átta arktisku londini - Danmark, Finnland, Ísland, Kanada, Noreg, Russland, Svøríki og USA - hava síðani 1991 samstarvað um eina felags umhvørvisætlan - Arctic Environmental Protection Strategy (AEPS), ið varð samtykt á fundi í Rovaniemi, Finlandi (ofta rópt Rovaniemi tilgongdin). Undir AEPS eru fýra serverkætlanir settar á stovn, og arbeitt verður við eftirliti, kortlegging og vernd av umhvørvinum í arktiska økinum.

Føroyska luttøkan í Arktiska Ráðnum hevur higartil í høvuðsheitum verið avmarkað til samstarv undir eini av hesum verkætlanunum - AMAP - Arctic Monitoring and Assessment Programme, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan er umboðað í danska AMAP bólkinum og hevur fingið stuðul frá AMAP til umhvørviseftiransing í Føroyum í samsvari við AMAP arbeiðið. AMAP man vera tann verkætlanin undir AEPS, sum er komin longst viðvíkjandi miðvísum tiltøkum og kortlegging av dálking í arktiskum økjum viðvíkur. Í 1997 gav AMAP út eina umfatandi støðufrágreiðing um umhvørvið í arktiska økinum - Arctic Pollution Issues - A State of the Arctic Environment Report. Tað verður eisini sagt frá føroysku viðurskiftunum hesum viðvíkjandi í frágreiðingini.

Við Ottawa Yvirlýsingini (Ottawa Declaration) í 1996 samtyktu uttanríkismálaráðharrarnar úr AEPS londunum at seta á stovn Arktiska Ráðið. Í september 1998 varð fyrsti ráðharrafundurin í Arktiska Ráðnum hildin í Iqaluit, Kanada, har umboð fyri Føroyar eisini luttók saman við umboði úr Grønlandi, danska Umhvørvisstýrinum og danska Uttanríkismálaráðnum. USA hevur nú tikið við formansskapinum fram til næsta ráðharrafund í ár 2000.

Við hesum er nú undanfarna AEPS umhvørvissamstarvið gjørt um til eitt víðkað arktiskt samstarv á uttanríkispolitiskum stigi, og umhvørvisverkætlanirnar undir AEPS halda nú fram undir Arktiska Ráðnum. Afturat hesum kemur eisini ein verkætlan um burðardygga menning, uttan tó at semja enn er um, hvussu meginreglurnar skulu vera. Arbeitt verður víðari við at styrkja hesa síðuna av samstarvinum í Arktiska Ráðnum, og her hava Føroyar eisini góðan møguleika at vera við til at ávirka gongdina á hesum økinum.

Kannað verður nærri í ár, hvussu luttøkan hjá Føroyum í Arktiska Ráðnum best kann gerast virknari og sjónligari.

 

SEINNI PARTUR

 

FRAMTÍÐARSTØÐA FØROYA Í EVROPA

Áhaldandi altjóðagerðin, ið fer fram í heiminum í dag, fer støðugt at seta økt krøv til tað føroyska samfelagið. Innan Heimshandilsfelagsskapin (WTO) fer ein miðvís samansjóðing fram millum limalondini, sum í næstu øld væntandi fer at skipa hesi lond í eitt heimsumfevnandi fríhandilsøki. Mangt bendir á, at samansjóðingin eisini fer at fevna um onnur samstarvsøki.

Hóast Føroyar luttaka í WTO, loysir tað ikki allar teir áleikandi trupulleikarnar, ið føroyska samfelagnum eru fyri í dagliga samskiftinum við útlond. Tískil verður tað mett skilagott, til tess at tryggja áhugamálini hjá tí føroysku tjóðini, at luttaka í økissamstarvi á jøvnum føti við grannalond okkara.

Føroya Landsstýri er samt um, at hesi vandamál einans kunnu loysast í tøttum samstarvi við heimssamfelagið við serligum atliti til økissamstarv ES og Føroya millum.

Í hesum sambandi setti Føroya Løgmaður á vári í 1997 eina nevnd at viðgera hendan spurning við støði í fyrra tilmælinum í tí sokallaða Bláa Álitinum frá 1995. Á sumri í 1998 handaði nevndin løgmanni tað sokallaða Reyða Álitið.

Við niðurstøðunum í tí Reyða Álitunum í huga er støða landsstýrisins tann, at í verandi løtu eru tvinnar høvuðsleiðir at ganga, ið báðar miða móti einum tættari samstarvi við ES. Leiðirnar eru ávikavist at verandi handilssáttmáli verður víðkaður til ein EBS líknandi sáttmála ella, at Føroyar gerast sáttmálapartur í EFTA og EBS. Leiðirnar verða nærri útgreinaðar niðanfyri.

Um ta fyrru leiðina er at siga, at landsstýrið í verandi stund virkar fyri at menna verandi handilssáttmála við ES, so at hann sum frálíður í so stóran mun sum gjørligt fer at fevna um tað samstarv, ið EBS sáttmálin tilskilar. Sum dømi kunnu nevnast, at landsstýrið í samráðingum við ES nevndina longu í ár miðar eftir at broyta sáttmálan, so at hann fevnir ávikavist um tað heilsufrøðiliga økið og tað alevropiska upprunaøkið.

Um ta seinnu leiðina er at siga, at løgmaður er í ferð við at kanna hesi viðurskifti í samráð við sínar starvsbrøður í EFTA londunum umframt danska forsætisráðharran. 

 

EBS LÍKNANDI SÁTTMÁLI

Um Føroya Landsstýri ger av at halda áfram við at víðka verandi sáttmála til ein EBS líknandi sáttmála, fer tað at krevja eina strígna og áhaldandi samráðingartilgongd til tess at laga sáttmálan til tær støðugu broytingarnar í ES, ið verða at fara fram í komandi tíðum.

Við EBS sáttmálanum í huga, fer landsstýrið óivað at taka støðu til, í hvønn mun samráðingarnar um at víðka ES sáttmálan eisini skulu fevna um at skipa Føroyar sum ein part av innara marknaðinum í ES. Innari marknaðurin fevnir um tey sokallaðu fýra frælsini. Við øðrum orðum, fara vørur, tænastur, kapitalur og arbeiðsmegi at kunna ferðast uttan forðingar millum ES og Føroya, um Føroyar gerast partur av innara marknaðinum í ES.

Við EBS sáttmálanum sum fyrimynd fer ein víðkaður handilssáttmáli við ES harumframt at fevna um samstarv innan málsøkini kappingarreglur; reglur fyri almennum stuðuli til vinnulív; og sokallað vatnrætt samstarv, ið hevur týdning fyri tey fýra frælsini.

Vatnrættað samstarvið fevnir um almannapolitikk, brúkaravernd, umhvørvi, hagtøl, vinnulívsrætt, gransking, tøkniliga menning, kunningartænastur, útbúgvingar, vinnuútbúgvingar, ungdómsviðurskifti, brúkaravernd, stuðulsskipanir fyri smáar og miðalstórar fyritøkur, ferðavinnu, útvarps og sjónvarpsmál, og íbúgvavernd.

Sum omanfyri umrøtt, fevnir EBS sáttmálin um eina røð av samstarvsøkjum. Sostatt eigur landsstýrið, longu undan samráðingunum um ein víðkaðan handilssáttmála, at hava tikið støðu til, í hvønn mun Føroyar eisini skulu gerast partur av omanfyrinevnda samstarvi.

Tað, sum uttan iva kann fara at skapa størsta høvuðbrýggið í sambandi við eina víðkan av ES sáttmálanum til ein EBS líknandi sáttmála, eru tær sokallaðu eftirlitsskipanirnar. Við øðrum orðum fara slíkar samráðingar helst at viðgera í hvønn mun felagsnevndin er ein hóskandi skipan - og um so er - um sokallaðar eftirlitsundirnevndir skulu skipast, ið hava til uppgávu, at hava eyga við um víðkaði sáttmálin verður hildin. Í hesum sambandi fara samráðingarnar tó uttan iva eisini at nema við tann sokallaða EBS leistin. 

 

FØROYAR SUM SÁTTMÁLAPARTUR Í EFTA OG EBS

Fríhandilsfelagsskapurin EFTA (European Free Trade Association), varð settur á stovn í 1960. Tá sáttmálin um EFTA varð undirritaður, var felagsskapurin settur saman av sjey limalondum. Tey vóru Danmørk, Eysturríki, Noreg, Portugal, Svøríki, Sveis og Stórabretland. Finnland gjørdist limaland við avmarkaðum rættindum í 1961, meðan Ísland og Liktinstein gjørdust limalond í ávikavist 1970 og 1991.

Fleiri av limalondunum í EFTA eru síðani vorðin limalond í ES. Sostatt er felagsskapurin í dag einans myndaður av Íslandi, Noregi, Liktinstein og Sveis. Tað eru bert sjálvstøðug lond, ið kunnu gerast limalond í EFTA. ES er týdningarmesti handilssamstarvsfelagi hjá EFTA.

Í sambandi við støðugu handilsligu samansjóðingina ES landanna millum, við tí endamáli at skapa ein innara marknað, gjørdust EFTA londunum greitt, at um vinnulívinum í hesum londum skuldi verða tryggjað somu kor sum hjá ES londunum var neyðugt at taka spurningin upp til máls við ES londini.

Við ársbyrjan í 1994 fekk sáttmálin um tað Evropiska Búskaparliga Samstarvið (EBS) gildi. EBS er ein menning av verandi samstarvi í Evropa, ið síðani ES og EFTA vóru sett á stovn, hevur økt um tilknýtið millum Evropisku londini. EBS sáttmálin knýtir EFTA londini tættari til innara marknaðin í ES, og fyri fleiri av EFTA londunum var hetta eitt vegamót móti fullum ES limaskapi. Í verandi løtu eru átjan lond við í EBS samstarvinum. Umframt tey fimtan ES londini fevnir sáttmálin sostatt eisini um tey trý EFTA londini Ísland, Noreg og Liktinstein.

Grundsjónarmiðið í EBS sáttmálanum er at byggja upp eitt virkið og einsháttað búskaparligt samstarv, ið skal fremja eins reglur og kappingartreytir landanna millum. Samstarvsøkini eru nærri útgreinaði frammanundan í sambandi við viðgerðina av at víðka verandi handilssáttmála til ein EBS líknandi sáttmála.

EBS londini hava felags lóggávu fyri innara marknaðin. Samstundis hava tey sínar egnu stovnar á politiskum og fyrisitingarligum stigi. ES og EFTA londini hava hvør sína eftirlits og dómstólsskipan. Samstarvið fevnir ikki um fiskiveiði og landbúnaðarpolitikk, hóast frumskjal 9 í EBS sáttmálanum fevnir um handil við fiski og fiskavørum.

Samstarv Føroya við ES er sum kunnugt grundað á ein fiskivinnusáttmála og ein handilssáttmála. Sama er galdandi fyri EFTA londini undantikin Sveis og Liktinstein viðvíkjandi fiskivinnusáttmála. Føroyar verða tískil í EBS høpi at rokna sum triðjaland. Um Føroyar ætla sær at luttaka á javnbjóðis føti í EBS samstarvinum umframt at vera við í menningini EBS landanna millum, eigur føroysk luttøka í hesum samstarvi at verða tikin politiskt upp til máls skjótast tilber.

Við omanfyristandandi í huga er landsstýrið í ferð við at kanna eftir, um Føroyar kunna gerast sáttmálapartur í ávikavist EFTA og EBS.

Í sambandi við politisku viðgerðina av Føroyum sum sáttmálaparti í ávikavist EFTA og EBS eigur at vera havt í huga, at líkindi eru í ein ávísan mun til, at onkur EFTA lond, sum frá líður fara at gerast limir í ES. Tískil bendir mangt á, at grundarlagið undir einum EBS samstarvi í framtíðini verður veikt. Serstakliga verður her hugsað um, at røddir eru frammi hjá summum ES londum at EBS skipanin verður mett, at verða ov tung at umsita.

Vandi er tískil fyri, at EBS sáttmálin og einahelst eisini EFTA sáttmálin seinni verða uppsagdir av sáttmálapørtunum. Líkt er tó til, at ES í kjalarvørrinum av hesum fer at góðtaka eina nýggja skipan við tey lond, ið fella uttanfyri. Ein slík skipan verður óivað skipanarliga einfaldari enn verandi EBS skipan, tó um hon verður at fevna um somu samstarvsøki. Sostatt kann hon í mun til verandi handilssáttmála millum ES og Føroya samanberast við ein víðkaðan handilssáttmála.

Við øðrum orðum, sjálvt um Føroya Landsstýri ger av at fara ta leið, ið fevnir um Føroyar sum sáttmálapart í EFTA og EBS kundi tað í longdini tó borist á, at samstarvsskipan Føroya við ES tá ið avtornar fer at fevna um áðurnevndu leið, ið er ein víðkan av verandi handilssáttmála við ES, so at hann verður ein EBS líknandi sáttmáli.

Tað tykist tískil greitt, at valið millum langtíðarætlanir í føroyskum Evropapolitikki kanska í roynd og veru heldur stendur millum ávikavist at verandi handilssáttmáli verður víðkaður til ein EBS líknandi sáttmála, ella at Føroyar gerast sáttmálapartur í ES.

Í hesum sambandi eigur at verða havt í huga, at í Føroyum hava tveir trupulleikar verið havdir á lofti í sambandi við tað almenna orðaskiftið um ein føroyskan ES limaskap. Tann eini er ríkisrættarliga støða Føroya, meðan hin er fiskivinnupolitikkurin hjá ES.

Tað er greitt, at um Føroyar skulu gerast partur av ES verður tað antin sum partur av danska ríkinum ella sum sjálvstøðugt land. Altjóðarættarliga merkir hetta, at Føroyar antin verða umfevndar av tí danska sáttmálapartinum í ES sáttmálanum ella av einum føroyskum sáttmálaparti í ES sáttmálanum. Stjórnarliga merkir hetta, at antin luttaka Føroyar við danskari umboðan sína vegna í ES ella við føroyskari umboðan í ES.

Sostatt vildu Føroyar staðið fyri einum politiskum vali í sambandi við eitt orðaskifti um ein føroyskan ES limaskap, ið er ímillum antin sjálvar at luttaka í ES avgerðargongdini ella at lata Danmark luttaka sína vegna í ES avgerðargongdini.

Á tí fiskivinnupolitiska økinum hevði ein føroyskur ES limaskapur sum útgangsstøði havt við sær, at felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevði verðið settur í verk í Føroyum. Tað hevði havt við sær, at málsræðið á fiskatilfeingi Føroya hevði ligið hjá ES.

Landsstýrið er av teirri áskoðan, at áhugamálini hjá londum, sum eru búskaparliga skipaði sum Føroyar, ikki eru tryggjaði innan kamarnar av verandi fiskivinnupolitikki hjá ES, uttan mun til um limaskapurin er danskur ella føroyskur. Líkt er til, at ein stórur vandi hevði verið fyri, at fiskatilfeingið hjá Føroyum ikki hevði komið føroyska búskapinum til høldar, um Føroyar luttóku undir verandi fiskivinnupolitisku skipan hjá ES. 

 

FRAMTÍÐARSTØÐA FØROYA Í EVROPA Í STUTTUM

Føroyar standa í dag á einum vegamóti millum tvær ymissar leiðir í sambandi við framtíðarsamstarv við ES. Tær eru ávikavist, at verandi handilssáttmáli verður víðkaður til ein EBS líknandi sáttmála, ella at Føroyar gerast sáttmálapartur í EFTA og EBS.

Føroya Landsstýri er av teirri støðu, at leiðirnar báðar ikki neyðturviliga eru í andsøgn við hvørja aðra, og kunna tær tískil gangast samstundis til ein møgulig semja er gjørd við EFTA og EBS londini um ta seinnu leiðina.

Sostatt fer landsstýrið at halda áfram at menna og byggja verandi handilssáttmála út í samráðingum við ES nevndina. Hetta fer at verða ein áhaldandi samráðingartilgongd, so hvørt menningin innan samstarvsøki fer fram, og fer tískil at krevja drúgførar og truplar samráðingar í komandi árum. Samstundis fer landsstýrið at halda áfram við at kanna eftir, um Føroyar kunna gerast sáttmálapartur í EFTA og EBS við einari loysn fyri eyga.

Sjálvt um ein ávísur vandi er fyri, at samstarvið í ávikavist EFTA og EBS kann fella niður fyri í framtíðini, er eingin ivi um, at tveir greiðir fyrimunir eru at finna í hesi skipan í mun til ein víðkaðan handilssáttmála, um valið stóð teirra millum.

Samráðingar um Føroyar sum sáttmálapart í EFTA og EBS fara ikki at krevja áhaldandi samráðingar, so hvørt menningin innan samstarvsøki fer fram, tí at tað verður framt av sær sjálvum í EBS nevndini. Samráðingarnar verða tískil í høvuðsheitum einans um upptøku í EFTA og EBS.

Harumframt fara Føroyar at njóta avgerandi fyrimunir av teimum tænastum og serkunnleika, ið EFTA og EBS stovnarnir kunna veita. Sum mótpartur hjá ES fara Føroyar harafturat at standa í einari gagnligari støðu sum partur av EFTA enn einsamallar.

Um EFTA og EBS fullu niðurfyri aftaná at Føroyar vóru vorðnar partur av hesum samstarvi, so kann tó ásannast, at skipanin, ið óivað verður at koma í staðin fyri, verður ein frægari loysn, enn um Føroyar einsæris skula áhaldandi samráða seg til eina víðkan av verandi handilssáttmála til ein EBS líknandi sáttmála.

Í sambandi við eina viðgerð av øktum føroyskum samstarvi við útheimin eigur at verða havt í huga, at sama hvørja leið Føroyar fara, verða alstór krøv at seta føroyskum myndugleikum um endurskoðan av verandi lóggávu, so at hon samsvarar við altjóða lóggávu á viðkomandi økjum.

Omanfyri umrøddu samráðingar fara tískil at gera av tíðarkarmar fyri gildisseting og útinning av nýggjari føroyskari lóggávu á teimum ymsu samstarvsøkjunum. Í hesum sambandi eigur eisini at verða nevnt, at altjóðagerðin í kjalarvørrinum av øktum samstarvi í WTO fer at seta upp aftur størri ferð á hesa gongd uttan mun til hvørja støðu Føroyar fara at hava í Evropa.  

 

FYLGISKJAL 1

 SÍNAMILLUM FISKIVEIÐISAMRÁÐINGAR

Nógvar samráðingar vóru í 1998 og fyri 1999 eru hesar semjur gjørdar: 

FØROYAR - ES

Fiskiveiðiavtalan millum ES og Føroyar er óbroytt fyri 1999.

FØROYAR - NOREG

Fyri Føroyar hava serliga toskafiskiskapurin í Barentshavinum og makrelfiskiskapurin stóran týdning. Umframt hava Føroyar í samráðingunum lagt stóran dent á rættindini við Svalbarð. Hóast munandi veiðumøguleikar eftir ídnaðarfiski í Norðsjónum hava føroysk skip seinastu árini ikki fullnýtt tær loyvdu kvoturnar.

Fyri Noreg hevur fiskiskapur á djúpum vatni eftir serliga brosmu og longu umframt svartkjaftafiskiskapur stóran týdning í samvinnuni við Føroyar. Grundað á fiskifrøðilig viðurskifti hava Noreg og Russland gjørt av at minka munandi um toskafiskiskapin í Barentshavinum í 1999. Kvotan, sum tey hava avtalað at lata til onnur lond, er sett niður í 59.000 tons úr 80.000 tonsum. Eisini hýsukvotan í Barentshavinum minkar nógv í 1999.

Hesar umstøðurnar ávirkaðu samráðingarnar millum Føroyar og Noreg nógv. Noreg er bundið av teimum avmarkingum, sum tað hevur avtalað saman við Russlandi, og kravdi tí munandi niðurskurð í føroysku toska og hýsuveiðuni í Barentshavinum í 1999.

Føroyar vístu á, at føroysk skip í søguligum høpi hava fiska í Barentshavinum og mettu ikki, at minkingin átti at vera so ógvuslig. Umframt setti føroyska sendinevndin ynski fram um møguleikar fyri at flyta kvoturættindi úr russiskum sjógvi í norskan sjógv.

Partarnir komu á samt um minni lækking enn hana, sum norska sendinevndin kravdi og sum er minni enn tann lutfalsliga minkingin í triðjalandskvotuni.

Noreg og ES eru komin á samt um at økja munandi um upsakvotuna í Norðsjónum í 1999. Føroysk skip kundu í 1998 fiska 1.600 tons av upsa í Norðsjónum. Føroyska sendinevndin setti ynski fram um hækking og var hetta lutfalsliga gingið á møti. Eisini ynski føroyinga um størri sildakvotu í norska partinum av Norðsjónum varð gingið lutfallsliga á møti.

Tann norska botnfiskakvotan við Føroyar minkar í 1999 niður í 5.000 tons. Svartkjaftakvotan hjá norðmonnum í føroyskum sjógvi í 1999 hækkar við 3.000 tonsum. Samstundis hækkar føroyska svartkjaftakvotan í norskum sjógvi í sama mun.

Spurningurin um føroyska rækjuveiðu við Svalbarð varð umrøddur. Føroyar mótmæltu norsku avgerðini um skipan av hesum fiskiskapi sambært norskari kunngerð, sum ásetir avmarkingar fyri føroyskum rækjufiskiskapi við Svalbard. Føroyar vístu til mótmælini frá føroyskum myndugleikum og frá donskum myndugleikum vegna Føroyar og Grønland.

Makrelfiskiskapurin og umsitingin av makrelinum hevur verið nógv frammi seinastu tvey árini - bæði í NEAFC og millum einstøk lond. Partarnir vístu á týdningin av at fáa makrelveiðuna í altjóða sjógvi skipaða í samstarvi millum teir týðandi partarnar. Eisini varð víst til, at fundur verður millum strandalondini í Tórshavn fyrst í 1999, har makrelspurningurin verður viðgjørdur millum tey trý strandalondini Føroyar, Noreg og ES.

FØROYAR - RUSSLAND

Hóast semju millum Noreg og Russland um at lækka MLV'ið av toski við 26%, so eydnaðist at fáa eina semju um ein niðurskurð av botnfiski í russiska partinum, sum er 9% hjá føroyskum skipum í 1999. Føroyska toskakvotan lækkar frá 12.100 tonsum til 11.000 tons, hýsukvotan lækkar frá 1.900 tonsum til 1.100 tons, meðan kvotan av flatfiski hækkar frá 2.000 tonsum til 2.500 tons. Haraftrat kunnu føroysk skip veiða 3.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi í 1999. Eisini verður loyvt føroyskum skipum at gera keypsavtalu um at veiða 700 tons av toski í Eystrasalti í 1999. Hesin partur í kvotuavtaluni verður at taka upp sum almenn kvota í ár 2000. Lodnuveiða verður ikki loyvd í 1999 og svartkalvaveiða verður bert loyvd sum hjáveiða avmarkað til 5%.

Føroyar hava í avtaluni við Noreg yvirflutt 4.000 tons av toski, 600 tons av hýsu og 250 tons av øðrum úr russiska partinum í Barentshavinum til norska partin. Hetta fyri at bøta um veiðimøguleikan í norskum sjógvi í 1999. Partarnir umrøddu eisini royndarveiðu eftir rækjum í Kyrrahavsøkinum í Otkotska Havinum. Frá russiskari síðu er áhugi í eini slíkari verkætlan, men orsakað av russiskari lóg fyri útlendsk skip og at øll rækjukvotan er býtt út fyri 1999, so er hetta ikki møguligt í 1999, men partarnir vilja venda aftur til hetta mál.

Russisk skip kunnu í 1999 veiða 120.000 tons av svartkjafti (íroknað 15 % makrel sum hjáveiða) í føroyskum sjógvi. Haraftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiðu á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu.

Makrelveiðan hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi hevur í 1997 og 1998 elvt til nógv stríð millum Føroyar og ES, og Føroyar og Noreg. Føroyar hava eftir NEAFC ársfundin í 1998 boðið ES og Noreg til fundar um strandalandasemju um makrel í Føroyum í januar 1999. Ein arbeiðsbólkur settur av NEAFC hevur gjørt eina frágreiðing, sum gevur grundarlag fyri einum trípartabýtið millum strandalondini ES, Noreg og Føroyar.

Russiska hjáveiðan av makreli fer í 1999 soleiðis 13% niður í mun til í 1998 og verður henda veiða at mótrokna eini komandi føroyskari strandalandakvotu.

FØROYAR - ÍSLAND

Partarnir samdust um fiskiveiðimøguleikar hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í íslendskum sjógvi. Í framhaldi av hesum samdust partarnir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi verður hækkað til 5.600 tonsum í 1999. Av hesi heildarkvotu verður toskakvotan hækkað úr 1000 tonsum upp í 1.150 tons, kalvakvotan verður 150 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiskasløgum verður óbroytt.

Partarnir samdust um at halda fram við avtaluni um uppsjóvarfiskasløg. Íslendsk skip kunnu soleiðis veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild, og 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi.

Partarnir samdust um somu lodnuavtalu sum fyri 1998. Føroysk skip kunnu í tíðarskeiðinum frá 1 juli 1999 til 30 apríl ár 2.000 veiða 30.000 tons við fyrivarni fyri broytingar í MLV´num.

Partarnir løgdu dent á týdningin av trýpartaavtaluni millum Grønland, Ísland og Føroyar um umsitingina av kongafiskastovnunum og svartkalvastovnunum í framtíðini.

Partarnir vóru samdir um at styrkja tað vísindaliga samstarvi, sum er millum londini.

Partarnir viðgjørdu sjónarmið um fiskivinnuumsiting, fiskivinnu á sjógvi og landi og samstarv í millumlandafelagsskapum. Dentur verður lagdur á samstarvið í NAFO, NEAFC, NAMMCO og í ICCAT um viðurskifti innan tunfiskiskapin.

FØROYAR - GRØNLAND

Rammusáttmálin millum Grønland og Føroyar áleggur pørtunum at samráðast hvørt ár um møguligt kvotubýti.

FØROYAR - BALTISKU LONDINI

Enn er eingin avtala gjørd fyri 1999. Í mun til Estland og Litava verður tað væntandi torført at fáa í lag avtalu við Lettland.

 

STAVORÐ

AEPS Arctic Environmental Protection Strategy

AMAP Arctic Monitoring and Assessment Programme

DFG Denmark in Respect of the Faroe Islands and Greenland

EBS Evropiska Búskaparliga Samstarvið

EFTA European Free Trade Association

ES Evropiska Samveldið

GATT General Agreement on Trade and Tariffs

GSP Generalized System of Preferences

ICCAT International Commission of the Conservation of Atlantic Tuna

IWC International Whaling Commission

MLV Mest Loyvda Veiða

NAFO Northwest Atlantic Fisheries Organization

NAMMCO North Atlantic Marine Mammal Commission

NASCO North Atlantic Salmon Conservation Organization

NEAFC North East Atlantic Fisheries Commission

ST Sameindu Tjóðir

UNCED United Nations Conference on Environment and Development

UNCLOS United Nations Convention on the Law of the Sea

UNFAO United Nations Food and Agriculture Organization

USA United States of Amerika

WTA World Trade Agreement

WTO World Trade Organization

 

Løgtingið umrøddi frágreiðingina á tingfundi 2. februar 1999.