Frágreiðing um vinnupolitikk

 

101-4  Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um vinnupolitikk

 

Ár 1999, tann 8. apríl, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram hesa frágreiðing

 

Við hesum verður tilmæli landsstýrismansins í vinnumálum lagt fyri Løgtingið til orðaskifti.

Tilmæli

Í tilmælinum kemur fyrst hugsjónin um eitt føroyskt framtíðarsamfelag, sum vinnupolitiska virkið skal miða eftir at gera til veruleika. Roynt verður at orða hugsjónina stutta og greiða, so hon skilst av øllum.

Einstøku tættirnir í vinnupolitikkinum eru síðan viðgjørdir nærri undir hesum yvirskriftum:

Hugsjónin

Málsetningurin við vinnupolitikkinum er at fáa gongd á eina fjøltáttan av føroysku vinnuni við at menna verandi vinnur og at eggja til nýtt virksemi, sum er burðardygt og skapar stórt avkast. Hetta er fyrsta fortreytin fyri einum sjálvberandi og stabilum búskapi.

Tað er ein sannroynd, at altjóða kappingin gerst alt meira umfatandi. Skulu vinnurnar standa seg í kappingini og skapa framburð í samfelagnum, mugu tær vera innovativar, hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Samstundis mugu tær liva upp til tey krøv, samfelagið setir teimum um virðing fyri umhvørvi og trivnaði.

Fyri at draga bestu fólkini til sín er eisini neyðugt at hava fyri eyga, at vinnan eins og samfelagið sum heild kunnu bjóða góð lívskor og mennandi og tryggar karmar.

Hugsjónin fyri vinnupolitikkinum er tí orðað soleiðis:

Ein sjálvberandi búskapur, ið byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfesta trivnað og umhvørvið ovarlaga

 

Leikluturin hjá tí almenna

Gongdin í altjóða rákinum er rættiliga greið viðvíkjandi leiklutinum hjá tí almenna. Tað gongur móti deregulering og fríari kapping. Somu krøv seta vit sjálvi um virknari almennan sektor fyri sama pening. Hetta ger, at almenni vinnupolitiski leikluturin gerst tvørfakligur, og at kravið um professionalismu, fyrimyndarligt tænastustig og góða samskipan verður ófrávíkiligt.

Almenna uppgávan verður at tryggja stabilar karmar, ið eru grundarlagið fyri vinnuligum framburði og harvið búskaparligum vøkstri. Leikluturin hjá tí almenna verður tí:

Tað almenna skal tryggja vinnunum ávísar støguðar karmar við virðing fyri trivnaði og umhvørvi.
Vinnuligu karmarnir verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum sambært hugsjónini aftan fyri vinnupolitikkin.
Vinnufyrisitingin miðar ímóti:
at vera væl samskipað
at hava høvuðsskipaðar og greiðar mannagongdir
at virka á høgum tænastu- og vitanarstigi
at hava fjøltáttað samskifti
at geva sær far um og virka fyri vinnumøguleikum við stórari virðisøking

Karmar

At skapa neyðugu og støðugu karmarnir krevur tíð, tillaging og raðfesting. Fleiri av karmunum mugu verða skaptir í dyggum samstarvi við onnur aðalstýri og vinnuna, og fyri at hetta kann fáast í lag er umráðandi, at tað fæst ein breið undirtøka fyri førda vinnupolitikkinum.

Miðað verður eftir at skapa karmar, har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, t.e. at hon er innovativ og hevur dagførda vitan og fjøltáttað samskifti, við virðing fyri okkara samfelagi.

Tær mest átrokandi broytingarnar og ábøturnar á karmarnar eru:

Tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsamstarv
Vælvirkandi samskifti og samferðslu við útheimin
Gransking og førleikamenning
Vælútbygt undirstøðukervi, sum mennir kappingarførum lívskorum um alt landið
Góðar eginfíggingarskipanir og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir
Varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tænastustig
Einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir

Málsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg soleiðis, at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum.

 

Netverk

Tann, sum ikki fylgir við tíðini, varnast knappliga, at tíðin er runnin frá honum við tí úrsliti, at fyritøkan missir sínar kundar, sítt grundarlag fyri inntøku og tilverurætti, og – meinast – sínar dugnaligastu meðarbeiðarar. Tað eru teir, sum eiga vitanina og geva fyritøkuni førleikan til nýhugsan. Tað er her týdningurin av netverkum kemur inn.

Fjøltáttað samskifti er avgerandi fyri, at vinnan fær dagførda vitan, professionella atferð og marknaðaratgongd. Tí er altavgerandi, at netverk verða knýtt og nýtt, bæði hjá tí almenna og tí privata.

Tað almenna eigur í øllum lutum at hava hetta í huga og virka fyri, at Føroyar á nógvum økjum gerast eitt sambindingarlið í samskiftis- og samferðslunetinum.

 

Hagtalsgreiningar

Vinnupolitikkurin er ikki givin eina ferð með alla. Eftirmetingar og hagtøl fara at verða nýtt sum stýringar- og metingaramboð og mugu vera almenn fyri at menna støðuga orðaskiftið um vinnupolitikkin.

Til at orða málsetningar og meta um úrslitini av vinnupolitikkinum verða haldgóðar hagtalsskipanir nýttar.

Hesar skipanir skula:
Lýsa gongd og útlit fyri teir tættir og tey hugtøk, ið verða nevnd í hugsjónini, ella sum eru fortreyt fyri hugsjónini
Kunna samanberast við tøl fyri onnur lond og altjóða gongdina
Hagtølini skula kunna dagførast regluliga uttan stórvegis hóvasták, men samstundis vera nóg neyv til at lýsa gongdina.

Framhald

Nú sjøtul er settur á, og uppskot er sett fram um yvirornaðu linjurnar í vinnupolitikkinum, er tað umráðandi, at vinnupolitiska tilgongdin við hesum ikki steðgar upp. Tvørurímóti er ætlanin at halda áfram soleiðis

at breið semja fæst um vinnupolitikkin
at orða ítøkiligar málsetningar, tillaga vinnukarmarnar og eftirmeta
at orðaður verður politikkur fyri einstøku vinnugreinarnar

Við vón um góða móttøku og gott orðaskifti alment og á tingi

Hjálagt Rit nr. 5.

Løgtingið umrøddi frágreiðingina á tingfundi 14. apríl 1999.