Frágreiðing um kommunumál


101-5  Frágreiðing um kommunumál

Ár 1999, 14. apríl, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður,vegna landsstýrið fram hesa frágreiðing

Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá løgmanni um kommunumál

Landsstýrið hevur í sambandi við kommunumál sett sær fleiri politiskar málsetningar. Arbeiðið við at røkka hesum málsetningum er byrjað og kemur at halda fram. Uttan iva fer arbeiðið hjá landsstýrinum m.a. at taka støði í tí áliti, sum Kommununevndin hevur gjørt fyri at lýsa, útgreina og tilmæla broytingar á økinum.

Landsstýrið hevur sett sær fyri:

Kommunuskuldin
Viðvíkjandi spurninginum um kommunuskuldina, hevur landsstýrið mett tað sum eina umráðandi fyritreyt fyri tey mál, ið ætlanin er at fremja, at ein varandi loysn fæst á hesum trupulleika.

Trupulleikarnir við kommunuskuldini eru fyrst og fremst, at um kommunan skyldar ov nógv, verður avleiðingin, at bæði rentur og avdráttir taka ov stóran part av fíggjarætlan kommununar. Aðrir trupulleikar eru eisini við kommunuskuldini, m.a. at skuldin er ein forðan fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum, sum landsstýrið metir, eiga at verða framdar.

Landsstýrið hevur kannað ymiskar møguleikar, hvussu trupulleikarnir við kommunuskuldini kunnu loysast, og hava í hesum sambandi fleiri ymsar loysnir verið viðgjørdar.

Landsstýrið hevur tó, í samráð við kommunurnar, valt, ikki nú at gera eina generella umfígging fyri allar kommunur í Føroyum, men heldur at loysa skuldartrupulleikarnar hjá teimum kommunum, sum eru ringast fyri.

Landsstýrið og umboð fyri kommunurnar eru samd um, at er skuldarbyrðan hjá eini kommunu hægri enn 3 álíkningar við 23% í kommunuskattaprosenti, hevur kommunan trupulleikar við at klára sínar uppgávur og skyldur. Nakrar kommunur eru í hesi truplu støðu. Harafturat eru nakrar kommunur, sum hava eina skuld, sum er júst undir 3 álíkningar, men sum hava eina slíka samanseting av sínum lánum, at mett hevur verið neyðugt, at hesar eisini eiga at vera við í eini loysn, soleiðis at eisini hesar kunnu fáa fíggjarligt fótafesti aftur.

Fyri at loysa skuldarspurningin hjá hesum kommunum, er ætlanin at nýta pening úr kommunala láni- og veðhaldsgrunninum til at afturgjalda skuld við.

Landsstýrið hevur í hesum sambandi søkt løgtingið um eina eykajáttan uppá 25 mió. kr. sum studning til kommunala láni- og veðhaldsgrunnin. Hetta fyri at grunnurin kann lúka treytirnar í lániavtaluni um, at hann skal hava 100 mió. kr. í innskoti, eisini eftir at saneringin er framd.

Lániavtalan, sum er gjørd ímillum kommunurnar og teirra lánveitarar, fer úr gildi tann 1. desember 2000. Í góðari tíð er ætlanin at fáa greiðu á, um grunnurin skal halda áfram eftir 1. desember 2000, og verður tað tá upp til hvørja einstaka kommunu, um hon vil vera við í eini felags fígging ella ikki. Landsstýrið er sinnað at viðvirka til eina felags endurfígging av kommunalu skuldini, tá verandi lániavtala fer úr gildi.

Kommunulógin
Landsstýrið hevur ætlanir um at leggja fram eitt uppskot til nýggja kommunustýrislóg. Nýggja lógin kemur í stóran mun at byggja á tað arbeiði, sum Kommununevndin hevur gjørt. Lógin skal avloysa verandi kommunulóg, sum er frá 1972. Væntandi verður hetta lógaruppskot lagt fyri løgtingið í august ella september 1999.

Umframt at lógin verður dagførd, soleiðis at hon fer at samsvara við nútímans kommunala umsiting, eru eisini grundleggjandi broytingar í lógaruppskotinum. Ætlanin er at økja kommunala sjálvstýrið, soleiðis at kommunurnar fáa størri avgerðarrætt og eina meiri sjálvstøðuga ábyrgd av egnum málsøkjum.

Við broytingunum er ætlanin, at kommunurnar innan fyri lógarinnar karmar koma at stýra egnum viðurskiftum. Neyðugt verður ikki longur við góðkenning av øllum smálutum frá hægri stað. Eftirlitið við kommununum verður í stóran mun broytt frá at verða góðkenning av smálutum til at verða eitt sokallað legalitetseftirlit, sum skal tryggja, at kommunurnar arbeiða innanfyri karmarnar av lóggávuni.

Nevnast kann sum dømi, at kommunur í dag ikki kunna taka lán uttan samtykt landsstýrisins. Ætlanin er, at kommunur eftir nýggju lógini skulu kunnu taka lán, uttan samtykt landstýrisins, tó treyta av, at nettoskuldin hjá kommununi er undir eina álíkning. Eisini er ætlanin, at møguleikin hjá landsstýrinum at krevja broytingar í fíggjarætlanum verður skerdur, so leingi skuldin er undir eina álíkning.

Á fleiri øðrum økjum verður lógaruppskotið nýskapandi. Uttan at fara í smálutir við broytingunum, kann tó nevnast, at hesar í stóran mun vera ásetingar av reglum fyri arbeiði og viðurskiftini hjá kommunustýrinum og tess limum. Við at áseta tílíkar reglur verður í framtíðini ikki neyðugt hjá kommunustýrunum í heilum at fáa góðkenningar ella aðrar viðmerkingar frá landsstýrinum um arbeiði og avgerðir tess.

Framtíðar kommunubygnaður
Landsstýrið fekk í september 1998 handað eitt álit frá Kommununevndini, hvørs høvuðsendamál m.a. var at gera eitt uppskot til eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Í verandi skipan er uppgávu- og ábyrgdarbýtið í fleiri førum sera ógreitt. Nógvar kommunalar avgerðir í dag krevja, at játtan fæst frá hægri myndugleika, áðrenn avgerðirnar verða settar í verk. Uppgávur, sum áttu at verið kommunalar, verða loystar heilt ella fyri ein part av landinum, og førir hetta við sær, at tann veruligi avgerðarrætturin ikki liggur hjá kommununum. Ein av orsøkunum til, at skipanin er soleiðis, er, at tær útreiðslur, sum hesar avgerðir føra við sær, bert partvís verða fíggjaðar av kommununum.

Meginreglan í nýggju kommunalu skipanini, sum verður skotin upp í álitinum hjá Kommununevndini, er, at tann sum hevur avgerðarrættin eisini skal bera ta fíggjarligu ábyrgdina. Tær uppgávur, sum verða kommunalar, skulu sostatt verða fult og heilt kommunalar. Kommunurnar skulu tískil innan fyri lógarkarmarnar hava fullan avgerðarmyndugleika, men eisini bera fulla fíggjarliga ábyrgd av uppgávunum.

Landsstýrið heldur, at hesi tilmæli Kommununevndarinnar eru røtt. Landsstýrið fer tí sum skjótast at byrjað arbeiðið við at fáa hesi viðurskifti nærri útgreinaði, og er ætlanin m.a. at seta arbeiðsbólkar at útgreina viðurskiftini fyri hvørt øki sær, soleiðis at uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur í komandi tíðum fer at gerast munandi greiðari. Nevnast kann í hesum sambandi, at fyrsti arbeiðsbólkurin við hesum arbeiðssetningi, sum skal viðgera barnaansingarøkið, er undir skipan, og fer til verka fyrsta dagin.

Við greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti verður ongin ivi, hvørt tað er landið ella kommunurnar, ið hava ábygdina av teimum einstøku uppgávunum. Spurningurin er so, hvussu uppgávurnar skulu býtast millum land og kommunur.

Kommununevndin mælir í áliti sínum til, at tað er eitt krav, at kommunurnar sjálvstøðugt skulu kunna umsita tær kommunalu uppgávunar, og at uppgávur ikki verða latnar kommununum at fyrisita, fyrr enn hesar umsitingarliga eru búnar til tess. M.a. í hesum sambandi mælir kommununevndin til, at ein fyritreyt fyri, at uppgávur verða latnar kommununum er, at kommunurnar leggja saman.

Hetta er sambært Kommununevndini avgerandi fyri, at tær sjálvstøðugt eisini kunnu ábyrgdast. Tí skulu bert tær uppgávur leggjast til kommunurnar, sum tær eru førar fyri at røkja sjálvstøðugar, meðan uppgávur, sum kommunurnar ikki kunnu røkja sjálvstøðugar, verða landsuppgávur.

Landsstýrið er partvíst samt við Kommununevndini í hesum spurningi og metir tískil eisini, at kommunurnar fyrisitingarliga eiga at vera førar fyri at átaka sær tær uppgávur, sum teimum verða latnar. Hinvegin er landsstýrið ikki samt við Kommununevndini í spurninginum um tvungna kommunusamanlegging, sum eina treyt fyri, at uppgávur kunnu latast kommununum at umsita. Landsstýrið er av tí áskoðan, at tilmælið kommununevndarinnar um møguleikan fyri tvungnari samanlegging ikki er í samsvari við arbeiðssetningin, sum løgtingið samtykti, har m.a. varð sagt, at broytingar í kommunuskipanini skulu byggja á sjálvbodna samanlegging.

Landsstýrið heldur framvegis, at kommunurnar sjálvbodnar eiga at leggja saman, og metir landsstýrið, at um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur verður framt á ein skinsaman hátt, fara kommunurnar sjálvar at finna fram til best hóskandi loysnina, soleiðis at eisini umsitingin av teimum uppgávum, sum verða kommunalar, verða at fara fram á ein góðan og ráðiligan hátt.

Landsstýrið er ikki í iva um, at størri eindir eru ein fyritreyt, um fleiri uppgávur skulu latast kommununum at umsita. Møguleikarnir fyri, hvussu hesar eindir eiga at verða skipaðar, eru fleiri. Besta loysnin er tó helst, at kommunurnar sjálvbodnar finna saman, um so talan er um samanlegging ella um samstarv. Møguleikin fyri at skipað verða fylki, sum fáa ábyrgdina av at fyrisita tey tyngru málsøkini, er eisini til staðar, men av tí at tað eru fleiri ógreið viðurskifti um, hvussu tílík fylki skulu virka, og at hesi helst vilja verða við til at dýrka um fyrisitingina, er helst rættast, at framhaldandi verður hildið fast við ein tvíbýttan almennan sektor.

 

Viðvíkjandi tí fíggjarliga spurninginum mælir Kommununevndin eisini til at broyta núverandi skipan, har land og kommunur ofta býta útreiðslurnar. Heldur eigur tað at verða soleiðis, at kommunurnar sjálvstøðugt fíggja tær kommunalu uppgávurnar yvir kommunuskattin, tvs. at verða uppgávur fluttar millum land og kommunur, verður samstundis samsvarandi regulering gjørd millum lands- og kommunuskattin. Ein tílík skipan gevur borgaranum eina greiða fatan av, hvat kommunan kostar, og hvat fæst fyri kommunuskattin.

Landsstýrið tekur undir við hesum tilmæli, men metir, at ein tílík skipan fer at verða torfør at umsita í einum tíðarskeiðið, har stórar broytingar skulu fremjast viðvíkjandi uppgávu- og ábyrgdarbýti. Heldur eigur at verða umhugsað, um ikki rættast er, at kommununum verður givin ein blokkstuðul, so hvørt uppgávur verða fluttar frá landi til kommunu. Hesin stuðul eigur at byggja m.a. á søgulig tøl eins og møguligar aðrar objektivar faktorar.

Eftir at arbeiðið við at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu er komið undir land, eiga blokkstuðulsskipanirnar at verða avtiknar, og ístaðin eiga landið og kommunurnar sjálvi at fíggja sínar uppgávur við at krevja inn lands- og kommunuskatt.

Samandráttur og endi
Sum greitt frá í hesi frágreiðing, hevur landsstýrið sett sær fleiri politiskar málsetningar viðvíkjandi kommunumálum, og liggja tí stórar politiskar og fyrisitingarligar avbjóðingar fyri framman.

Landsstýrið fekk í september 1998 handað eitt álit frá Kommununevndini, sum ikki bert er stórt í vavi, men eisini er væl úr hondum greitt. Landsstýrið hevur vegna týdningin av hesum málsøki ynskt eitt aðalorðaskifti um kommunumál, har Føroya Løgting við støði í hesum áliti, fær høvi at viðgerða hetta sera viðkomandi og týðandi málsøkið. 

Á tingfundi 19. apríl 1999 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.