Almannamál - Frágreiðing

 

101-6  Frágreiðing um almannamál

Ár 1999, 16. apríl, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing um almannamál sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini

Á almannaøkinum hevur landsstýrið sett sær fyri at gera munagóð framtøk bæði viðvíkjandi lóggávuni og viðvíkjandi tænastum. Tað er neyðugt at laga almanna lóggávuna til føroyskan tørv og føroysk viðurskifti til tess at skapa eitt haldgott grundarlag undir einum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfestið millum øll verður sett í hásæti.

Landsstýrið hevur sett sær fyri:

  1. at gera nýggja lóggávu, sum skal loysa galdandi donsku forsorgarlógina og donsku barnaforsorgarlógina av, eins og kunngerðir til lóggávu og fyrisiting.
  2. at bøta um støðuna innan eldrarøkt, eins væl og at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum, sum av heilsuávum ella av øðrum ávum ikki longur kunnu búgva heima
  1. at bøta um umstøðurnar hjá rørslu- og menningartarnaðum við at menna bústaðar-, starvs- og samferðslumøguleikar teirra.
  2. at gera eitt greitt uppgávu og ábyrgdarbýti millum land og kommunu innan almanna økið

Fyrireikingarnar til lóggávuna á almannaøkinum, sum landsstýrið skjýtir upp fær felagsheitið trivnaðarlóggávan, er farið í gongd, og verður forsorgarlógin og barnaforsorgarlógin eftir ætlan løgd fyri tingið í heyst.

Í hjáløgdu frágreiðing verður greitt frá, hvussu galdandi lóggáva virkar og verður umsitin í dag, og sagt verður frá, hvørjar dagføringar eru skilagóðar at fremja. Harumframt eru ávís hent skjøl hjáløgd.

Við hesum aðalorðaskifti vil landsstýrið birta uppundir eitt fruktagott kjak, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu nýggja trivnaðarlóggávan skal orðast. Tær lógir sum í fyrstu atløgu skulu gerast eru forsorgarlógin og barnaforsorgarlógin, og snýr frágreiðingin seg tí í høvuðsheitum um hesar báðar lógir.

Somuleiðis eigur aðalorðaskiftið um almannamál at geva eina ábending um, hvar tørvur er á størri játtanum til økið eins og eina ábending um, hvar møguleiki er at rationalisera.

Landsstýrið metir, at tað er umráðandi at so nógv sum møguligt taka lut í orðaskiftinum, tí trivnaðarlóggávan er, og eigur framhaldandi at vera eitt felags trygdarnet undir allar føroyingar. Men av tí at tørvurin á veitingum frá tí almenna tykist at økjast, og av tí at familju- bústaðar og arbeiðsmynstrið er í støðugari broyting, er umráðandi, at vit megna at fylgja við á lóggávuøkinum og at vit menna samskiftið millum borgarar og fyrisiting. Tó mugu vit eisini gera okkum greitt, at betri veitingar og útbyggingar á eitt nú stovnsøkinum bera meirútreiðslur við sær. Tað kann í hesum sambandi vera vert at nevna, at í fleiri av okkara norðurlendsku grannalondum eru útreiðslurnar til almannøkið lutfalsliga væl hægri enn í Føroyum.

Lóggávan og umsitingin skal stimbra familjuna sum eina berandi eind í samfelagnum, men samstundis geva tí alsamt vaksandi tali av einsamallum uppihaldarum trygg kor. Hetta er ein sera trupul uppgáva at sjóða saman í lóggávu, og mugu vit tí heita á allar føroyingar at skilja, at neyðugt er at skilja millum støk og hjún og veitingum teirra.

Spurningurin um pensjónslóggávu verður ikki umrøddur í hesari frágreiðing við teirri grundgeving, at lóg um almennar pensjónir er løgd fyri Løgtingið. Í viðmerkingunum til nevndu lóg er greitt frá, hvørjar ætlanir landsstýrið harumframt hevur til ábøtur á pensjónsøkinum. Millum annað ætlar landstýrið at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum tryggjar, at allir pensjonistar bæði fyritíðar- og fólkapensjonistar fáa pensjón, sama um teir búgva heima, á stovni, røktarheimi ella í sambýli. Eisini kann nevnast, at ásetingarlógin fer at merkja eina munandi hækking av pensjónsviðbótunum, og lóggáva verður løgd fyri Løgtingið, sum skal tryggja, at allir lønmóttakarar hava sína egnu pensjónsuppsparing. Allar hesar lógir fáa gildi frá 1. januar ár 2000. 

Viðvíkjandi nýggjari forsorgarlóg
Bæði lóggávan og útinnandi fyrisitingin á økinum skal hava til endamáls at seta borgaran t.m. viðskiftafólkið í miðdepulin, at seta karmar og geva møguleikar til tess at gera óhjálpin sjálvhjálpin, og at so fáir borgarar sum møguligt verða fastlæstir í einari støðu, sum er treytað av varandi veitingum. Tí varandi veitingar virka ofta sum skaðiligur "upphøggingarstuðul". Í nýggju lóggávuni skal størri dentur leggjast á, at veitingar og málsviðgerð miðvíst hevur til endamáls at búgva førleikaskerdar borgarar út, soleiðis at teir reelt verða førir fyri at taka ábyrgd av egnum lívi og koma í arbeiði, um tað á nakran hátt ber til. Samstundis skal samfelagið tryggja viðskiftafólki í veiku støðu sínari.

Endamálið við lóggávuni er eisini at rationalisera málsviðgerð og mannagongdir á ein tílíkan hátt, at orka verður tøk til verulig sosialpolitisk framtøk. Í triðja lagi er endamálið at áseta sínaámillum skyldur og rættindi millum borgaran og almennu skipanirnar, til dømis í hvønn mun viðskiftafólk hava skyldu at taka av arbeiðs- útbúgvingar ella endurbúgvingartilboðum, og hvørjar umstøður land og kommuna eiga at tryggja í hesum sambandi, t.d. barnaansing.

Í frágreiðingini verður víst á, at bæði nýggja fyrisitingarlógin eins væl og tann alsamt vaksandi tørvurin á veitingum og tænastum frá Almannastovuni hevur økt munandi um krøvini til umsitingina, og hevur umsitingin ikki verið før fyri at halda tørn.

Til tess at loysa henda trupulleika eru tveir kostir í at velja. Annaðhvørt seta vit fleiri fólk at umsita lógirnar ella gera vit forsorgarlógina og barnaforsorgarlógina einfaldari at umsita.

Landsstýrið heldur, at tann rætti vegurin er at gera lóggávuna einfaldari at umsita. Tað krevur, at vit mugu vit ganga burtur frá "metingarprinsippinum", ið altíð krevur størri umsitingarorku, yvir til fastar lógarbundnar veitingar, bygdar á nøkur fá objektiv, umsitingarlig atkomulig tørvskriteriir. Hetta er tað sum verður nevnt "bruttoveitingar". Gera vit tað skulu vit rokna við eini nakað dýrari, men betri tænastu, og við einari bíligari umsiting. Tá ið veitingar eru fast ásettar, mugu vit tryggja okkum, at tær eru so mikið dygdargóðar, at tær taka støði at nøkta tørvinum hjá teimum, ið hava størsta tørvin.

Velja vit at ganga hesa leið, er tað tó ikki neyðugt at gera allar veitingar til bruttoveitingar, men tilvitað at velja á hvørjum økjum tað er rættast og hepnast at grunda veitingarnar á tørv í tí einstaka førinum, og á hvørjum økjum vit velja at veitingarnar í størri mun líkjast tryggingarveitingum.

At leggja um til bruttoveitingar krevur sjálvsagt eftirlit. Á hesum øki umhugsar landsstýrið at finna fram til hóskandi skipanir, ið kunnu umsitast kommunalt, og verður hesin spurningur tí ein táttur í arbeiðinum at gera nýtt uppgávu og ábyrgdarbýti millum land og kommunu. Eins væl og spurningurin um eldrarøkt og barnaansing.

Viðvíkjandi barnaforsorgarlóggávu
Barnaforsorgarlógin hevur til endamáls, at hava almenna umsjón við børnum og teirra korum í kommunum, at hava eftirlit við tí einstaka barninum, at seta í verk fyribyrgjandi fyriskipanir viðvíkjandi uppihaldi, uppaling, upplæring og viðgerð uttanfyri heimið. Lógin heimilar eisini við góðkenning frá Almanna- og heilsumálastýrinum at seta á stovn dag- og døgnstovnar og dagrøktarfyriskipanir fyri børn.

Eisini hesa lóggávu skulu vit evna til føroysk viðurskifti. Nógv viðurskifti verða sjálvsagt tey somu, sum lógin skal áseta reglur um. Men vit eiga at fremja ávísar broytingar og ábøtur. Millum annað hevði tað verið skilagott at minka um talið av barnaverndarnevndum, og at skipa soleiðis fyri, at barnavendarnevndirnar eisini hava fakligan førleika. Landsstýrið metir, at tað er rætt at varðveita eitt ávíst tal av økis barnaverndarnevdum. Somuleiðis átti ein høvuðsnevnd at verið, sum tók tær endaligu avgerðirnar og gjørdi tilmæli til, hvørjar fyriskipanir ið áttu at verið settar á stovn. Í løtuni er bert Føroya Barnaheim og Stovnurin á Argjum fyri atferðartrupul børn.

Sambært galdandi lóg eru tað í høvuðsheitum tær lokalu barnaverndarnevndirnar ið taka støðu til, hvørji tiltøk skulu setast í verk Trupult er tí at stýra útreiðslugongdini, og at tryggja at tilboðini verða nóg munadygg.

Um so er at málsetningurin í kommunuálitinum um færri kommunur í Føroyum verður veruleiki, verða tað sjálvsagt eisini færri lokalar barnaverndarnevndir.

Viðvíkjandi støðuni innan eldrarøkt og bústaðarmøguleikar teirra eldru
Eisini á eldraøkinum standa landsstýri og løgting og ikki minst kommunurnar fyri stórum avbjóðingum. Tí økið er afturúrsilgt. Í neyvum samstarvi við m.a. Eldraráðið arbeiðir landsstýrið við at leggja eina langtíðarætlan fyri menning og útbygging á økinum. Um ikki so langa tíð fyriliggur úrslitið av einari kanning um tørvin á røktarheimsplássum og øðrum bústaðarmøguleikum fyri eldri.

Ábendingar vísa longu nú, at tað kring landið standa uml. 600 – 700 fólk á bíðilista. Landsstýrið miðar eftir at hesin bíðilisti skal minka, og eiga vit sum skjótast at seta skjøtul á at byggja í minsta lagi eitt røktarheim afturat í Føroyum, tí vit mugu ásanna, at tá ið ein borgari hevur tørv á samdøgursrøkt burturav, er neyðugt at hava stovnspláss tøk til hesar borgarar.

Politikkur landsstýrisins er at gera tað møguligt hjá eldri fólki at búgva heima so leingi sum hin einstaki ynskir tað, og er førur fyri tí. Landsstýrið arbeiðir eisini við at gera tað møguligt at fara undir at byggja tarnagóðar íbúðir til eldri fólk. Í hesum sambandi spælir Húsalánsgrunnurin og íbúðagrunnurin ein týdningamiklan leiklut, og tað er at fegnast um, at bæði Húsalánsgrunnurin og fleiri kommunur hava tikið stig til at fremja henda politikk í verki.

Til tess at fullnýta játtanirnar á eldraøkinum, metir Landsstýrið, at vit eiga at umhugsa at samskipa allar tænastur á økinum betri, solieðis at røktarheim, sambýlir og umlætting verða samrikin so væl sum til ber. Tað hevði givið størri fleksibilitet og betri møguleika at veita eina meira umfatandi samdøgursrøkt. Somuleiðis eiga vit at stimbra tær vitjunartænastur, sum eru settar á stovn ymsa staðni í Føroyum.

Viðvíkjandi umstøðunum hjá rørslu og meningartarnaðum
Eisini á hesum øki er tað serstakliga bústaðartrupulleikin, ið er hin mest átrokandi. Til tess at seta skjøtul á at loysa henda trupulleika, er eitt íbúðafelag sett á stovn, sum hevur til endamáls at reka og keypa sambýlir til brekað. Ein tørvsmeting er gjørd viðvíkjandi teimum menningartarnaðu og vísir hon, at 20 menningartarnaði eru í bráðfeingis bústaðarneyð. Harafturat kemur íbúðartørvurin hjá teimum, sum bera rørslubrek og sálarlig brek. Hetta er eitt vandamál, sum vit eiga at leggja stóra orku í at loysa.

Landsstýrið umhugsar at loysa bústaðarspurningin hjá førleikatarnaðum borgarum frá forsorgar og pensjónsviðgerðini. Tó ber ikki enn til at siga á hvønn hátt tað kann gerast. Somuleiðis er ætlanin at eisini fyritíðarpensjonistar varðveita sína pensjón, sama hvar tey búgva. Tað merkir sostatt eisini, at pensjonisturin má rinda fyri sín bústað. Lóggáva um hetta verður løgd fyri tingið í heyst.

Eitt annað afturvendandi mál er trupulleikin viðv. atkomumøguleikum teirra førleikatarnaðu til almennar bygningar og til samferðslukervið. Í samstarvi við Ráðið fyri brekað verður arbeitt við at gera eina byggireglugerð, sum almennir myndugleikar skulu hava skyldu til at fylgja. Ætlanin er at hetta arbeið skal vera liðugt í ár. Somuleiðis átti leiðbeinandi byggireglur at verið í sambandi við privata bygging.

Fyrr í ár vóru Serforsorgin og Heimarøktin løgd undir somu leiðslu. Væntandi fer henda skipan at geva fleiri møguleikar fyri rationaliseringum og sostatt eisini møguleikar fyri at byggja út eitt nú verkstaðstilboðini til tey rørslu- og menningartarnaði, sum stórur tørvur er á nógva staðni í landinum.

Viðvíkjandi greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti millum land og kommunu
Í kommunuálitinum er lagt upp til at umfatandi broytingar eiga at fara fram. Álitið leggur upp til at "alment er forsorgin eitt øki, sum eigur at vera kommunalt." Grundgevingin er, at " Kommunan kennir nógv betur sínar íbúgvar og tørv teirra enn ein miðsavnað umsiting". Landsstýrið metir ikki, at vit eiga at byrja við at leggja forsorgina út til kommunurnar at umsita. Men sum løgmaður hevur greitt frá í orðaskiftinum um kommunumál, verður arbeitt við at leggja barnaansingina út til kommunurnar at hava ábyrgd av, eins væl eiga vit at arbeiða fyri at eldrarøktin verður savnað á einum stað. Við tað at røktarheimini eru ábyrgd kommununar, eiga vit at kanna, um tað er skilagott at øll eldrarøktin er ein kommunal ábyrgd. Løgmaður hevur boðað frá, at í sambandi við broytt uppgávu og ábyrgdarbýti, verður í fyrstu atløgu gjørd ein skipan við blokkstuðli til kommunurnar, ið m.a. byggir á søgulig tøl. Tað verður tó alsamt neyðugt at áseta lógir og reglur fyri karmar og virksemi á barnaansingar og eldraøkinum. 

Endi
Sum tað sæst á hesi frágreiðing, eins væl og á hjáløgdu frágreiðing, standa stórar avbjóðingar fyri framman viðvíkjandi spurninginum um at orða ein føroyskan almanna politikk, at smíða føroyska lóggávu á økinum eins væl og at áseta eitt haldgott tænastu- og játtanarstøði, sum er búskaparliga burðardygt. Mong onnur mál kundu verið tikin fram. Til dømis spurningurin um sektorábyrgd. Men av tí at landsstýrið bæði hevur sett sær fyri og bundið seg til at gera føroyska lóggávu á almannaøkinum í ár, verður við hesari frágreiðing heitt á Løgtingið at skipa fyri einum aðalorðaskifti um á hesum grundarlagi.

Á tingfundi 22. apríl 1999 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.