Skattur

 

103  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Álit II
F. Framhaldandi 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis:
  2. "13) Aldursviðbót eftir § 10, barnaviðbót eftir § 13, persónlig viðbót eftir § 14 og hjálpar- og røktarviðbót eftir § 16 í lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 um fólkapensjón við seinni broytingum, avlamisviðbót eftir § 4, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, barnaviðbót eftir § 14, persónlig viðbót eftir § 15, avlamisveiting eftir § 16, stk. 1, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 16, stk. 2, avlamisískoyti eftir § 45, stk. 1, og hjálpar- og røktarviðbót eftir § 45, stk. 4, í lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 um avlamispensjón við seinni broytingum og veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtir eftir § 13, stk. 2, og persónligt ískoyti eftir § 29, stk. 2, í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 um almenna forsorg við seinni broytingum og barnagjald og onnur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. við seinni broytingum."

  3. § 29, nr. 16 verður strikað.
  4. Eftir § 30 verður sett:
  5. "§ 30a. Seljarar av fiskalivur skulu rinda eitt avgjald til landskassan uppá 25 % av avrokningarvirðinum, sum keyparin dregur frá avrokningarvirðinum og rindar Toll- og Skattstovu Føroya saman við MVG-avrokningini hjá virkinum.
    Stk. 2. Inntøkur av fiskalivurlandingum, sum eru avroknaðar sambært stk. 1, skulu ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuni hjá seljara.
    Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi, tá keypt verður frá persóni ella felag, sum er MVG-skrásett. Vanligu reglurnar í hesi lóg eru tá galdandi.
    Stk. 4. Somu reglur, sum eru galdandi fyri innkrevjing og panting v.m. av meirvirðisgjaldi, eru eisini galdandi fyri innkrevjing og panting v.m. av avgjaldinum sambært hesi grein."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. § 1, nr. 3, kemur tó í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi 1. januar 2002.

Almennar viðmerkingar
Uppskotið snýr seg partvís um dagføring av skattalógini soleiðis, at samsvar er millum almannalóggávuna og skattalóggávuna og partvíst um skatting við sølu av fiskalivur.

Við gildi frá 1. januar 1999 varð skattalógin broytt við lóg nr. 101 frá 29. desember 1998, har m.a. orðingin av § 5 viðvíkjandi inntøkuni hjá børnum varð broytt. Áðrenn broytingina stóð, at børn vórðu sett sjálvstøðugt í skatt av allari inntøku síni, herí eisini eftirløn, barnaviðbót, einkjubarnapeningi v.m.

Hóast tað sambært almannalóggávuni er uppihaldarin, sum fær veitingina, vóru inntøkurnar skattaðar hjá børnunum, sbr. tágaldandi § 5 í skattalógini. Men tá flestu børn onga inntøku hava, varð eingin skattur goldin av hesum veitingum.

Tá § 5 varð broytt, varð § 29 eisini broytt, men bert ein partur av teimum veitingum, sum áður vóru nevndar í § 5, komu undir § 29, nr. 13, sum eitt undantak. Tað var barnapeningur. Barnaviðbøtur til eitt nú avlamispensjónistar vórðu ikki tiknar við í § 29, nr. 13. Hetta hevði við sær, at hesar veitingar, sum áður vórðu skattaðar hjá børnunum, verða skattaðar hjá uppihaldarunum/pensjónistunum. Tað var óivað ikki ætlanin at fara yvir til, at uppihaldarin skuldi gjalda skatt av hesum veitingum í staðin fyri barnið.

Skotið verður tí upp at gera hesar veitingar skattafríar. Inntøkurnar hava sum so ikki verið skattafríar, men av tí, at tær hava verið skattaðar hjá børnunum, og flestu børn onga inntøka hava, hevur eingin skattur verið goldin av teimum. Broytingin kostar tí ikki landskassanum nakað.

Ynskir hava verið frammi um at gera meira fyri at gagnnýta allan fiskaúrdrátt. Vit hava virkir í dag, sum hava gjørt royndir at gagnnýta part av innvølunum í fiski, men ymiskir trupulleikar hava ofta staðist av at fáa neyðugu rávøruna til hesi virki. Skip og manning meta eitt nú ikki livrina í fiski sum eina søluvøru, ið er verd at fáa til høldar.

Virkini aftan fyri royndirnar at gagnnýta livur hava vent sær til landsstýrið við spurninginum og víst á, hvussu trupult tað hevur verið at skipa eina vinnu burtur úr hesum tilfeingi, tí sera trupult hevur verið at fingið hendur á rávøruni. Eftir teirra meting er ein av grundunum, at menninir, sum taka livur, skulu gjalda B-skatt av hesi inntøku. Hesir meta seg at verða lutfalsliga hart skattaðar av eykainntøkuni. Hartil kemur, at teir við árs enda skulu gera endaliga vinningin upp. Í flestu førum var tað soleiðis, at henda rávørusøla var ein eyka inntøka hjá monnunum, sum fingu rávøruna til høldar, og blandaði skipið seg sum so ikki upp í hetta. Eyka skatturin og uppgerðarhátturin gav eftir teirra meting ikki nóg stóra úrtøku fyri ómakin, so teir góvust við at taka livur.

Landsstýrið er vanliga ikki fyri, at ávísar vinnuinntøkur skulu vera skattafríar hjá móttakara, men í hesum føri heldur landsstýrið, at ein roynd eigur at verða gjørd í eitt styttri tíðarskeið at hjálpa hesi vinnu við einum óbeinleiðis studningi yvir skattalógina. Ein annar møguleiki er at áleggja skipunum at gagnnýta allan fiskaúrdrátt, sum marknaður er fyri, men hetta er neyvan gongd leið í hesum føri, tí at hava eftirlit við, at hetta verður gjørt, verður bæði trupult og kostnaðarmikið.

Inntøkan frá hesi vinnugrein kemur at verða rættiliga avmarkað í mun til inntøkuna frá fiskivinnuni annars, og í hesum lutfalsliga stutta tíðarskeiði fæst vónandi at vita, um henda vinna hevur eina framtíð fyri sær, so hon kann geva teir prísir, sum gera tað áhugavert hjá monnum at taka sær av hesum úrdrátti, sjálvt um inntøkan ikki verður skattafrí hjá seljara. Sjálvi meta virkini, sum hava gjørt royndir við at virðisøkja livur, at tað snýr seg um eina rávørunøgd, sum hevur eitt árligt virði upp á umleið 3 mió. kr. Hetta skuldi givið eina intøku upp á 750.000 kr. í landskassan, sum henda vinna neyvan gevur í dag. Lógin kemur ikki at geva Toll- og Skattstovuni økta umsiting.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Til nr. 1. Barnaviðbót eftir § 13 í lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 um fólkapensjón, barnaviðbót eftir § 14 í lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 um avlamispensjón, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 um almenna forsorg og barnagjald og onnur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 eru sett inn og verða sostatt skattafríar hjá móttakara frameftir. Avlamisviðbót eftir § 16 í lóg nr. 58 frá 15 mars 1967 og veitingar eftir §§ 31 og 32 í lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 eru strikað.

Til nr. 2. Tá lógin um barnastyrk er tikin av, er ikki neyðugt við hesi reglu, og verður henda strikað.

Til nr. 3. Stk. 1 og 2. Skotið verður upp, at í 1999, 2000 og 2001 skulu seljarar av fiskalivur rinda eitt avgjald upp á 25% til landskassan av avrokningarvirðinum, men virkið, ið keypir livrina, skal avrokna avgjaldið til Toll- og Skattstovu Føroya saman við MVG-avrokningini, men avgjaldið skal vera givið upp á MVG-avrokningini sum ein serstøk upphædd. Umrødda inntøka hjá seljara skal ikki roknast við í vanligu árligu skattskyldugu inntøkuna hjá honum.

Stk. 4. Er talan um persónar ella feløg, sum eru MVG-skrásett og selja livur, so eru reglurnar í stk. 1, 2 og 4 ikki galdandi, men koma hesi sum nú undir vanligu reglurnar í skattalógini. Innkrevjing, panting v.m. fer fram eftir reglunum í MVG-lógini.


1. viðgerð 10. mars 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum 17. mars 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 5. mars 1999 og eftir 1. viðgerð 10. mars 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 8. apríl 1999. Uppskotið um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-1-9. Formaðurin beindi málið  í fíggjarnevndina, sum tann 15. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t  II

Málið varð við 2. viðgerð tann 8. apríl 1999 beint aftur í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 14. og 15. apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, aðalstjóran fyri Fíggjarmálastýrið og stjóran fyri Toll- og Skattstovu Føroya.

Upplýst er fyri nevndini, at tá Livravirkið í Gøtu byrjaði, varð avtalað við landsstýrið, at virkið fekk loyvi at keypa livur beinleiðis frá fiski- og útróðrarmonnum uttan um skattaskipanina, tí talan var um nýggja vinnu. Tað vísti seg tó, at talan var um størri upphæddir enn væntað, og at skattaeftirlitið í Eysturoy tí hevði verið á staðnum og kannað málið. Løgtingið samtykti í løgtingsmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttnarløgtingslóg fyri oktober 1998, undir grein 5, Studningur til vinnur, konto 5.34.4.19. Størri verkætlanir, eina eykajáttan upp á 5 mió. kr., av hesi høvuðskonto kunnu játtast upp til 1,4 mió. kr. til skattafrían studning vegna keypararnar fyri livrakeyp í 1994, 1995 og 1996. Studningurin skuldi latast til virkið, sum síðani skuldi gjalda skatt fyri livrakeypið. Upplýst er, at síðani er skattasak reist um málið, og Toll- og Skattstova Føroya hevur tí hildið aftur játtaðu peningaupphæddina.

Livarvirkið hevur ligið stilt eina tíð, og fyriliggjandi uppskot hevur einki við fortíðina at gera. Talan er um livur, sum útróðrar- og fiskimenn avreiða beinleiðis til virkið. Upplýst er, at tað eru smáar nøgdir, sum verða latnar, og sum skulu lata eitt avgjald í staðin fyri skatt. Henda skipan er løtt at umsita, tí skal skattur gjaldast fyri avreiðingarnar í staðin fyri avgjald, verður talan um meira enn 1000 smár B-skattgjaldarar. Virkið skal avrokna avgjaldið beinleiðis til landskassan, meðan avreiðarin fær sín part útgoldnan. Er talan um keyp beinleiðis frá skipi, kemur hetta undir vanliga avrokning og sostatt undir vanliga skattskyldu. Landsstýrismaðurin vísti á, at skipanin við 25% avgjaldinum skal vera í gildi frá 1. apríl 1999 til 1. januar 2002. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið, at rávørunøgdin, virkið keypir árliga, hevur eitt virði upp á umleið 3 mió. kr.

Við verandi framleiðslu roknar Livravirkið við einum árligum útflutningsvirði av lýsi upp á umleið 20 mió. kr., men at ætlanir eru at góðska lýsið meira, og virkið tá væntar, at árliga útflutningsvirðið hækkar til umleið 100 mió. kr. sum frálíður.

Upplýst er fyri nevndini, at undir viðgerðini av hesum málinum hevur Fíggjarmálastýrið havt fund við felag, sum keypir rogn. Her er talan um aðrar umstøður, tí øll virkir keypa rogn, og rogn verða eisini seld um uppboðssølu.

Ein samd nevnd vísir á, at talan er um eina skipan, sum skal galda í eitt avmarkað tíðarskeið, og tí má metast sum ein ígongdsetan av nýggjari vinnu. Skipanin er løtt at umsita, og upphæddin, talan er um, er lítil. Tí mælir nevndin løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Framhaldandi 2. viðgerð 16. apríl 1999. §§ 1 og 2 samtyktar. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 20. apríl løgdu tingmenninir Bjarni Djurholm, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund  fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

Í § 1, nr. 3 verður henda broyting gjørd:

Skoytt verður uppí § 30a, stk. 3: "Tó er henda regla ikki galdandi fyri mvg-skrásett fiskifør."

Viðmerkingar:
Uppskot landsstýrisins hevur við sær, at manningarnar umborð á fiskiførum, sum selja livur, koma undir regluna um at rinda avgjald í staðin fyri vanligan inntøkuskatt av avrokningarvirðinum. Er talan um ein seljara (persónur ella felag), sum er mvg-skrásettur, so kemur ein slíkur seljari ikki undir regluna, men skal rinda vanligan inntøkuskatt av avrokningarvirðinum.

Við hesum broytingaruppskoti verður møguligt hjá fiskiførum at koma undir regluna um at rinda avgjald, hóast tað er mvg-skrásett, og sostatt verða eitt nú eigarar av einum fiskifari javnsettir við manningina umborð.

3. viðgerð 20. apríl 1999. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Bjarna Djurholm, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund til § 1, nr. 3 samtykt 23-3-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 18-6-2. Málið avgreitt.

J.nr. 688-2/98
L.l. nr. 32/1999 frá 23.04.1999