Fólkaskúlin

 

104  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, vegna Signar á Brúnni, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

§ 1

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlar verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 7 verður sett sum nýtt stk. 3:
  2. "Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva, at næmingar í 10. flokki fáa undirvísing í alis/evnafrøði og fara til próvtøku í fráfaringarroynd fólkaskúlans í alis/evnafrøði."
    Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 4 og 5.

  3. § 16, stk. 1 verður strikað, og stk. 2-10 verða hereftir stk. 1-9.
  4. Í kapitli 3 verður yvirskriftin: "Skipanin av skúlaverkinum" broytt til: "Skipanin".
  5. Í § 31 verður stk. 2 orðað soleiðis: "Stk. 2. Greiniligari reglur um samarbeiði og um val av felagsskúlastýri og um, hvørt og hvussu teir einstøku skúlamyndugleikarnir skulu kunna fara burtur úr felagsskapinum, verða at seta í ein sáttmála, sum landsstýrismaðurin góðkennir, smbr. § 57, stk. 5."
  6. Í § 36 verða orðini "til at røkja undirvísing í frítíðini eftir § 4, 5. stk." broytt til: "til at røkja undirvísing í frítíðini eftir § 4, stk. 6".
  7. Í kapitli 7 verður yvirskriftin: "Yvirleiðsla og yvirumsjón" broytt til: "Meginfyrisiting og yvirumsjón".
  8. Í § 57, stk. 1 verða orðini: "Landsstýrismaðurin hevur ta yvirskipaðu leiðsluna og yvirumsjónina av fólkaskúlanum" broytt til: "Landsstýrismaðurin hevur meginfyrisitingina og yvirumsjónina av fólkaskúlanum".
  9. § 67, stk. 3, verður orðað soleiðis:
  10. "Stk. 3 Ásetingin í § 5, stk. 2, nr. 2, viðvíkjandi lærugreinini náttúru/tøkni í 4.-6. flokki verður sett í gildi eftir trimum árum soleiðis, at byrjað verður í 4. flokki, 5. flokki og 6. flokki ávikavist 1. august 1999, 1. august 2000 og 1. august 2001."

  11. Í § 67 verður sett sum nýtt stk. 6:
  12. "Stk. 6. Teir í § 31, stk. 2 nevndu sáttmálar eru í gildi til 1. januar 2001, tá nýggir sáttmálar verða settir í gildi".
    Stk. 6, 7 og 8 verða hereftir ávikavist stk. 7, 8 og 9.

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Talan er um broytingar í sambandi við eftirmeting við endan av 7. flokki, alis-/evnafrøði í 10. fl. og nattúr/tøkni í 4. - 6. fl. Tær broytingar, ið skotið er upp at gera í omanfyri nevndu løgtingslóg, hava avmarkaðan týdning fyri heildina í lógini.

Tað er ikki í tráð við tey sjónarmið, sum eru grundarlag undir lógini sum heild, at serstøk eftirmeting skal verða gjørd av úrtøku næminganna við endan á 7. skúlaári, samstundis sum undirvísingarskyldan er longd til 9 skúlaár. Tá ið undirvísingarskyldan er lokin, verður fráfaringarroynd skipað. Harumframt skal úrtøka næminganna javnan verða eftirmett (samanber § 14). Víst verður til viðmerkingarnar til uppskotið um at strika § 16, stk. 1, í lógini.

Í verandi lóg, samanborið við gomlu fólkaskúlalógina, hava næmingar í 10. flokki, sum ikki hava havt alis/evnafrøði í 8. og 9. fl., ikki møguleika at fáa undirvísing í hesi lærugrein í 10. flokki. Lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum møguleika til at geva undantaksloyvi til undirvísing í alis/evnafrøði í 10. flokki og til at lata næmingarnar fara til fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesi lærugrein. Henda lógarbroyting styrkir møguleikarnar hjá næmingunum í 10. fl. at søkja sær útbúgving og arbeiði eftir lokna skúlagongd.

Mælt verður til, at undirvísingin í náttúr/tøkni í 4. – 6. fl. verður sett í verk eftir trimum árum soleiðis, at bara 4. fl. fer undir hesa undirvísing 1. august 1999.

Orsøkin til, at undirvísingin stigvíst verður sett í verk, er, at fakliga grundarlagið undir lærugreinini má leggjast við byrjanarundirvísingini í 4. fl.

Ávísar tekniskar villur eru í verandi fólkaskúlalóg. Her verður sipað til, at øll tøl á §§ og stk. standa framman fyri heitini og ikki aftanfyri, sum vanligt er. Hetta hevur ikki týdning fyri innihaldið í lógini, og eftir samráð við lógardeildina er gjørt av ikki at broyta hetta.

Tær broytingar, sum her verða skotnar upp at gera, koma ikki at hava øktar fíggjarligar útreiðslur fyri landskassan.  

Viðmerkingar til tær ymisku lógargreinirnar

Ad. § 1

1). Eftir fólkaskúlalógini Ll nr. 21 frá 22.03.1979 hava næmingar í 10. flokki havt høvi til at fingið 1 ára undirvísing í alis/ evnafrøði og at farið til fráfaringarroynd fólkaskúlans. Tað er óheppið at skerja hendan valmøguleikan hjá næmingunum í 10. flokki, samstundis sum nýggja lógin leggur áherðslu á at menna næmingarnar í 10. fl., so at teir verða betur førir fyri at velja sær útbúgving og arbeiði aftan á lokna skúlagongd í fólkaskúlanum, tí verður skotið upp, at lógarheimild verður fyri, at næmingar í 10. flokki hava høvi til at velja alis/evnafrøði treytað av, at skúlin fær skipað hesa undirvísing við tillutaða pultstímatalinum. 

2) Skotið verður upp, at § 16, stk. 1 verður strikað úr lógini.

Fólkaskúlalógin ásetir, at úrtøka næminganna skal javnan verða eftirmett (samanber § 14).

Grundgevingarnar í álitinum til lógina eru m.a. hesar: "Tílík eftirmeting hevur til endamáls at upplýsa lærarar, næmingar og foreldur um, hvørt undirvísingarúrslitið samsvarar við tað, miðað var eftir, og hvussu tann komandi undirvísing skal verða ráðløgd og framd í verki. Tað er við støði í hesari eftirmeting, at hvør einstakur næmingur kann verða leiðbeindur. Tílík eftirmeting, ið somuleiðis er neyðug til tess at fyrireika og fremja eina nóg góða næmingalagaða undirvísing, kann t.d. verða gjørd við royndum, spurnarbløðum, eygleiðingum, samrøðum o.a."

Nýggja grein 3 í lógini sigur: "Innan fyri settar karmar hevur tann einstaki skúlin ábyrgdina av undirvísingardygdini …."

Undirvísingarskyldan er sum kunnugt longd, so at hon nú er 9 ár ístaðin fyri 7 ár, og samsvarandi hesum er ásett í § 4, at: "Fólkaskúlin er ein 9 ára grundskúli og ein 1 árs 10. flokkur."

Í løgtingslógaruppskotinum sigur meirilutin í løgtingsins mentanarnevnd: " Meirilutin er ikki sannførdur um, at gamla 13-ársroyndin var tann besta, og mælir tí til, at eftirmetingin verður lagað til broyttu undirvísingarmøguleikarnar í fólkaskúlanum. Meirilutin er av teirri fatan, at gagnið, skúlaverkið fær av, at kunnleikastøðið verður staðfest við endan á grunddeildini, verður fólkaskúlanum at frama."

Verður omanfyri nevnda grundgeving meirilutans í løgtinginum tikin bókstavliga, so hevur skúlin, sum nú er, fráfaringarroynd, tá ið grundskúlin, t. e. tá ið 9 ára undirvísingarskyldan, endar. Andin í lógini viðvíkjandi fráfaringarroyndunum er tann, at tað er næmingurin, sum í samráð við foreldrini og skúlan, ið tekur avgerð um, hvørt hann skrivar seg inn til hesar royndir ella ikki. Hetta hevur staðið næmingunum í boði síðan 1979.

Tá ið skúlin í síni tíð hevði sokallaðu 13-ársroyndina, var tað við tí endamáli, at tá ið 7 ára skúlagongdin var liðug, endaði undirvísingarskyldan samstundis. Fyri at kanna, hvørjum støði næmingarnir vóru á eftir lokna skúlagongd, skipaðu myndugleikarnir fyri eini og somu roynd fyri øllum hesum næmingunum í skrivligum føroyskum, donskum og skrivligari rokning.

Hetta kundi hava sína meining tá, av tí at 7 ára kravda undirvísingarskyldan tá var liðug. Men meiningin við hesum fall burtur, tá ið flest allir næmingarnir sjálvkravdir ynsktu at halda fram við skúlagongdini í 8., 9. og 10. flokki.

At halda eina roynd, tá ið næmingarnir hava gingið 7 ár í skúla, er ikki í samsvari við tær námsfrøðiligu hugsanirnar í galdandi fólkaskúlalóg. Næmingarnir kunnu ikki fara úr skúlanum, fyrr enn 9 ára undirvísingarskylda teirra er endað, og tá verður skipað fyri fráfaringarroynd, men við tí námsliga aðalsjónarmiði, at tað er næmingurin, sum saman við foreldrunum ger av, um hann skrivar seg inn til royndina.

Henda fráfaringarroynd fólkaskúlans hevur til endamáls at geva næmingunum møguleika at fáa eina kannaða meting um, í hvørjum vavi teir hava nomið sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbering, ið sett er sum mál fyri undirvísingini.

Lógarbroytingarnar fáa gildi dagin eftir, tær eru lýstar. Hetta hevur við sær, at eftirmetingin í 7. flokki í skúlaárinum 1998/99 ikki verður sambært ásetingunum í verandi § 16, stk. 1.

3) Í kapittul 3 verður yvirskriftin: "Skipanin av skúlaverkinum" broytt til: "Skipanin"

Orsøkin til hesa broyting er tann, at hugtakið skúlaverk, sum er úr løgtingslógini um skúlafyrisiting, fevnir vanliga um allar skúlar í undirvísingarskipanini og ikki bert um fólkaskúlan, sum meiningin er í hesum førinum.

4). Við heimild í § 31, stk. 2 í fyrrverandi fólkaskúlalógum og galdandi fólkaskúlalóg hava tveir ella fleiri skúlamyndugleikar á staðnum kunnað gingið saman í eitt skúlasamband til heilt ella lutvíst at skipa síni skúlaviðurskifti felags í øki skúlamyndugleikanna.

Samsvarandi hesum hava fleiri skúlasambond verið skipað ymsastaðni í landinum, har serliga hevur verið miðað eftir, at so at siga allir teir næmingar, ið áhuga hava havt fyri tí, hava kunnað farið upp til preliminer-/realpróvtøku og nú fráfaringarroyndir fólkaskúlans og kortini verðið búgvandi heima. Í nøkrum førum fevna tílík skúlasambond eisini um næmingarnar í teimum yngru flokkum fólkaskúlans.

Felags fyri mestsum øll hesi skúlasambond er, at tey eru sett á stovn, uttan at nakar skrivligur sáttmáli tykist at hava verið gjørdur, soleiðis sum bæði fyrrverandi fólkaskúlalógir og verandi og komandi fólkaskúlalóg allar hava ásett.

Orsøkin til tess er m.a. helst tann, at tá á døgum var so umráðandi at fáa sum mest av næmingum til tær nýggju framhaldsdeildirnar, sum komu um tað mundið, og tí vóru allir næmingar "uttanífrá" sera væl komnir, og lítið og einki var hugsað um tann formliga partin, t.e. skrivligar sáttmálar, tá ið næmingar fóru yvir um kommunumarkið at ganga í skúla.

Tað var tí ikki, fyrr enn vit fingu tveir av teimum síðstu felagsskúlunum, Sandoyar Meginskúla og Felagsskúlan á Oyrarbakka, at sáttmálar vórðu gjørdir, so sum 62-lógin eisini ásetti.

Tað má ásannast, at komandi fólkaskúlalóg, sum í § 31, stk. 2 eisini staðfestir, at ein sáttmáli skal verða gjørdur, tá ið tveir ella fleiri skúlamyndugleikar á staðnum ganga saman í eitt skúlasamband, ongar ásetingar eru í kapitli 6 um fyrisitingina av einum tílíkum skúlasambandi. Harafturímóti eru nágreiniligar ásetingar í komandi lóg um lut kommunustýrisins og skúlastýrisins í sambandi við tann einstaka fólkaskúlan í kommununi.

Samsvarandi hesum verður mælt til, at § 31, stk. 2, verður broytt, so heitið felagsskúlastýri kemur við í lógina í sambandi við kommunur, sum ganga saman í eitt skúlasamband.

Sambært § 67, stk. 8, fáa ásetingarnar í §§ 46-56 um fyrisitingina ikki gildi fyrr enn 1. januar 2001, og eru tá áður nevndu tveir sáttmálar viðvíkjandi Sandoyar Meginskúla og Felagsskúlanum á Oyrarbakka longu farnir úr gildi.

6) Í kapitli 7 verður yvirskriftin "Yvirleiðsla og yvirumsjón" broytt til: "Meginfyrisitingin og yvirumsjónin".

Hildið verður, at orðingin "yvirskipaðu leiðsluna" er ikki heppisliga vald, og at hon tískil kann verða misfatað.

Við tí í huga, at bæði tann meginfyrisitingarligi og yvirumsjónarligi parturin, sum Landsskúlaráð/-fyrisiting vóru sett at røkja landsstýrisins vegna sambært skúlafyrisitingarlógini, nú lutvíst er fluttur í kapittul 7, so verður mælt til samsvarandi hesum at broyta heitini til "Meginfyrisitingin og yvirumsjónin."

Hildið verður eisini, at hesi nýggju heiti samsvara betur við tær uppgávur og heimildir, landsstýrismanninum eru tillutaðar í nýggju fólkaskúlalógini.

7). Talan er um tekniskar og málsligar tillagingar, sum ikki broyta innihaldið í ásetingunum.

8). Í hesum broytta pettinum eru gjørdar skiftisreglur, ið staðfesta,
at byrjað verður við lærugreinini náttúr/tøkni í 4 flokki 1. august 1999, í 5. flokki 1. august 2000 og 6. flokki 1. august 2001. Hetta er orsakað av námsfrøðiligum orsøkum.

9). Í hesum nýggja pettinum verður staðfest
a) at umrøddu sáttmálar eru galdandi til 1. januar 2001 og
b) at nýggir sáttmálar, sum eru í samsvari við tann fyrisitingarliga táttin um skúlasambond í teirri nýggju lógini, tá samstundis skulu koma í gildi í staðin fyri verandi sáttmálar.

Ad. § 2.

Skotið verður upp, at henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er lýst.

1. viðgerð 19. mars 1999. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 15. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 19. mars 1999 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25., 29. og 31. mars, 7., 12. og 14 apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við Signar á Brúnni, landsstýrismann, aðalstjóran í undirvísingarmálum og Petur J. Sigvardsen, fyrrverandi deildarleiðara á fólkaskúladeildini í Landsskúlafyrisitingini. Harumframt hevur nevndin fingið skrivlig ummæli frá Tórshavnar kommunu og Felagsskúlanum á Oyrabakka um uppskotið.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, men heldur, at tað tykist løgið, at í uppskotinum § 1, nr. 1 er bara alisfrøði/evnafrøði nevnd og ikki eisini týskt, tí hesar báðar lærugreinarnar hava nøkunlunda somu støðu í fólkaskúlanum. Talan er um vallærugreinir í 8. og 9. flokki og um at styrkja møguleikarnar hjá næmingunum at søkja sær útbúgving og arbeiði eftir lokna skúlagongd. Tí setir samd nevnd fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 nr. 1 verður stk. 3 orðað soleiðis:
"Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva, at næmingar í 10. flokki fáa undirvísing í alis/evnafrøði og týskum og fara til próvtøku í fráfaringarroynd fólkaskúlans í alis/evnafrøði og týskum."

Ein meiriluti (Jógvan á Lakjuni, Jóanis Nielsen, Álvur Kirke og Heðin Mortensen) heldur ikki, at tað er rætt at strika § 16, stk. 1, har ásett er ein eftirmeting av úrtøku næminganna við endan av 7. skúlaári. Víst verður til viðmerkingarnar hjá meirilutanum í mentanarnevndini í álitinum til fólkaskúlalógina (løgtingstíðindi 1996 bls. 591), sum varð samtykt í mai 1997, har mælt verður til, at eftirmetingin verður lagað til broyttu undirvísingarmøguleikarnar í fólkaskúlanum. Sostatt er ætlanin við hesi eftirmeting ikki tann gamla, sokallaða 13-árs royndin. Í § 16, stk. 1 hevur landsstýrismaðurin eisini heimild til í kunngerð at áseta innihaldið og vavið av eftirmetingini, og meirilutin heldur, at hetta saktans kann verða gjørt soleiðis, at eftirmetingin er í samsvari við tær námsfrøðiligu hugsanirnar í galdandi fólkaskúlalóg. Meirilutin setir tí fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 2 verður strikað. § 1, nr. 3-9 verður §1, nr. 3-8.

 

2. viðgerð 20. apríl 1999. Uppskot frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 2-1-24. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini til § 1, nr. 2 fall 13-1-14. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1, nr. 1 samtykt 27-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-1. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-2-0. Málið avgreitt.

J.nr. 690-12/99
Ll.nr. 46/1999 frá 10.05.1999