Grannskoðan

 

113  Uppskot til  løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður vegna formansskapin fram (samandráttur viðmerkingar til framløgu) soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

§ 1.

Innan ein mánað eftir, at nýtt løgting er valt, velur løgtingið millum limir sínar 4 løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Starvstíð teirra er valskeiðið hjá tí løgtingi, sum hevur valt teir.
Stk. 2. Formaður løgtingsgrannskoðaranna er hin fyrst valdi, næstformaðurin hin næst valdi.
Stk. 3. Leggur løgtingsgrannskoðari frá sær, velur løgtingið skjótast gjørligt annan í hansara stað.

§ 2.

Formaðurin hjá løgtingsgrannskoðarunum boðar til fundar við hóskandi freist, tá tørvur er á tí, ella tá ein ella fleiri av hinum løgtingsgrannskoðarunum biðja um fund.
Stk. 2. Formaðurin stýrir fundunum. Berst formanninum frá, tekur næstformaðurin við starvi hansara.
Stk. 3. Løgtingsgrannskoðararnir eru viðtøkuførir, tá í minsta lagi 3 løgtingsgrannskoðarar eru møttir. Uppskot eru samtykt, tá meira enn helmingurin av teimum, sum eru á fundi, atkvøða fyri.
Stk. 4. Gerðabók verður skrivað um arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum. Gerðabókin verður løgd fram til góðkenningar á næsta fundi.
Stk. 5. Løgtingsgrannskoðari kann fáa síni sjónarmið førd í gerðabók. Somuleiðis kann løgtingsgrannskoðari fáa sínar viðmerkingar og grundgevingar við í tær frágreiðingar v.m., sum løgtingsgrannskoðararnir lata úr hondum.

§ 3.

Løgtingsgrannskoðararnir fáa fundarpening eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins. Formaðurin fær harumframt eina fasta samsýning, sum er kr.30.000 árliga.

§ 4.

Løgtingsgrannskoðararnir fara ígjøgnum:

  1. árliga landsroknskapin
  2. roknskapir hjá landsstovnum o.l., um hesir ikki eru við í landsroknskapinum.

Stk. 2. Løgtingsgrannskoðararnir ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.
Stk. 3. Løgtingsgrannskoðararnir ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði. Harumframt verður ansað eftir, at tað er hóskandi atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um.
Stk. 4. Sum grundarlag undir virki sínum, kunnu løgtingsgrannskoðararnir nýta tær váttanir, frágreiðingar o.t., ið roknskapargrannskoðanin letur úr hondum.

§ 5.

Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum skal kunna grunda seg á eina roknskapargrannskoðan, sum formansskapur løgtingsins stílar fyri.
Stk. 2. Formansskapur løgtingsins tilnevnir eftir tilmæli frá løgtingsgrannskoðarunum ein Landsgrannskoðara at standa fyri roknskapargrannskoðanini.
Stk. 3. Landsgrannskoðarin er óheftur í virki sínum.
Stk. 4. Landsgrannskoðarin setir sjálvur starvsfólk síni, og kann sjálvur siga tey úr starvi.
Stk. 5. Uppskot til játtan á fíggjarlógini fyri Landsgrannskoðanina verður viðgjørt saman við fíggjarætlan løgtingsins.

§ 6.

Landsgrannskoðarin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra. Landsgrannskoðarin er skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum.

§ 7.

Roknskapargrannskoðanin fevnir um:

  1. tann árliga landsroknskapin, t.v.s. roknskapir fyri virkseminum hjá landsumsitingini og hjá landsstovnum o.l. umframt roknskapir hjá øðrum stovnum v.m., hvørs rakstrarætlan er tikin við í játtanarlóg.
  2. roknskapir hjá landsstovnum o.l., um hesir ikki eru við í landsroknskapinum.

Stk. 2. Tá roknskapir, sum koma undir stk. 1, verða grannskoðaðir, verður kannað, um tey í § 4, stk. 2 og 3, nevndu krøv til roknskapin eru hildin. Harumframt skal regluliga gerast ein gjøgnumgongd av roknskapar- og eftirlitsskipanum fyri at kanna, um hesar eru tryggar.

§ 8.

Roknskapargrannskoðanin verður útinnt av Landsgrannskoðanini, løggildum og skrásettum grannskoðarum.
Stk. 2. Landsgrannskoðanin útinnir grannskoðanina av roknskapum, sum koma undir § 7, um annað ikki er ásett í stk. 3.
Stk. 3. Løggildir ella skrásettir grannskoðarar útinna grannskoðanina av roknskapum, sum koma undir § 7, tá hetta er ásett í løgtingslóg, kunngerð e.l.
Stk. 4. Formansskapur løgtingsins stílar fyri grannskoðanini av roknskapi løgtingsins.

§ 9.

Formansskapur løgtingsins ger av, eftir tilmæli frá løgtingsgrannskoðarunum, um grannskoðanin av roknskapum, sum sambært § 8, stk. 2, verður útinnt av Landsgrannskoðanini, frameftir skal útinnast av løggildum ella skrásettum grannskoðarum.
Stk. 2. Formansskapur løgtingsins ger av, eftir tilmæli frá løgtingsgrannskoðarunum, um grannskoðanin av roknskapum, sum sambært § 8, stk. 3, verður útinnt av løggildum ella skrásettum grannskoðarum, frameftir skal útinnast av Landsgrannskoðanini, um annað ikki er ásett í ella sambært løgtingslóg.
Stk. 3. Landsgrannskoðanin kann samskipa og gera avtalur við løggildar og skrásettar grannskoðarar um grannskoðanina av ávísum roknskaparøkjum.

§ 10.

Roknskapargrannskoðanin og landsstýrismaðurin kunnu gera av, at grannskoðanaruppgávur, sum koma undir § 8, stk. 2 og 3, kunnu útinnast í einum formliga skipaðum samstarvi ímillum roknskapargrannskoðanina og eina innanhýsis grannskoðan.

§ 11.

Í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok letur landsstýrismaðurin løgtingsgrannskoðarunum og Landsgrannskoðanini tann árliga landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin letur løgtingsgrannskoðarunum roknskapir hjá landsstovnum o.l., um hesir ikki eru við í landsroknskapinum, í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok.
Stk. 3. Í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok letur landsstýrismaðurin løgtingsgrannskoðarunum og Landsgrannskoðanini frágreiðing um frávik ímillum játtanar- og roknskapartøl.

§ 12.

Tá grannskoðanin av einum roknskapi, sum kemur undir § 7 er lokin, sendir roknskapargrannskoðanin landsstýrismanninum eina skrivliga fráboðan um úrslitið av grannskoðanini til viðmerkingar. Eftir áheitan skal roknskapargrannskoðanin kunna landsstýrismannin um, í hvønn mun og á hvønn hátt grannskoðað hevur verið.
Stk. 2 Innan 10 mánaðir eftir fíggjarárslok letur roknskapargrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum frágreiðingar um úrslitið av grannskoðanini sambært stk. 1. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu leingja hesa freist.
Stk. 3. Áðrenn ein frágreiðing, sambært stk. 2, verður latin løgtingsgrannskoðarunum, skal hon leggjast fyri landsstýrismannin til viðmerkingar, uttan so at brævaskifti áður hevur verið um tey mál, sum eru umrødd í frágreiðingini. Í frágreiðingina til løgtingsgrannskoðararnar skulu takast við møguligar viðmerkingar og fráboðanir frá landsstýrismanninum um tiltøk og ætlanir, sum frágreiðingin hevur elvt til.
Stk. 4. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu áseta nærri reglur um uppseting og innihald í teimum grannskoðanarfrágreiðingum, sum koma undir stk. 2.

§ 13.

Ein og hvør kann krevja at fáa høvi at kunna seg um tær frágreiðingar, ið eru latnar løgtingsgrannskoðarunum sambært § 12.

§ 14.

Løgtingsgrannskoðararnir kunnu áleggja roknskapargrannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið løgtingsgrannskoðararnir vilja hava lýst, herundir frágreiðingar um víðkaða fyrisitingargrannskoðan á ávísum roknskaparøkjum.
Stk. 2. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu áleggja Landsgrannskoðanini at gera frágreiðingar um víðkaða fyrisitingargrannskoðan á øllum roknskaparøkjum.

§ 15.

Løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin kunnu beinleiðis ella frá landsstýrismanninum krevja at fáa til kanningar roknskapir hjá stovnum, feløgum, grunnum v.m.:

  1. hvørs útreiðslur ella roknskaparliga hall verður goldið við landsstudningi ella við gjøldum, avgjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg
  2. sum fáa kapitalinnskot, studning, lán, veðhald o.t. ella annan stuðul frá landinum, ella frá einum stovni v.m., sum kemur undir nr. 1, ella sum fáa gjøld, avgjøld ella aðra inntøku sambært lóg.

Stk. 2. Løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin kunnu beinleiðis ella frá landsstýrismanninum krevja at fáa til kanningar roknskapir hjá parta- og smápartafeløgum, um øll partabrøvini eru ogn landskassans. Løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin kunnu frá landsstýrismanninum krevja at fáa til kanningar roknskapir hjá øðrum parta- og smápartafeløgum, sum landið eigur partabrøv í.
Stk. 3. Roknskapir sambært stk. 1 og 2 fevna um ársroknskapir við møguligum koncernroknskapum og ársfrágreiðingum, roknskapir fyri styttri tíðarskeið, roknskapartilfar, herundir bókhaldstilfar og skjøl, gerðabøkur e.l. hjá leiðsluni, grannskoðanarprotokollir, aðrar grannskoðanarfrágreiðingar o.l. umframt annað tilfar og upplýsingar, sum løgtingsgrannskoðararnir ella Landsgrannskoðanin meta hava týdning fyri at útinna virki sítt.

§ 16.

Løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin kanna tann partin av teimum kommunalu roknskapunum, ið viðvíkir virksemi, har avroknað verður við landið.

§ 17.

Tá ið roknskapir verða kannaðir sambært §§ 15 og 16, eigur serliga at verða ansað eftir, at roknskapirnir eru hóskandi grannskoðaðir, at treytirnar fyri studningi v.m. eru loknar, og at tað er hóskandi atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapirnir fevna um.
Stk. 2. Landsgrannskoðanin letur løgtingsgrannskoðarunum frágreiðingar um úrslitið av kanningum sambært §§ 15 og 16.

§ 18.

Løgtingsgrannskoðararnir kunnu lata løgtinginum tær frágreiðingar, ið nevndar eru í §§ 12, 14 og 17 saman við møguligum viðmerkingum. Slíkar frágreiðingar verða at senda landsstýrismanninum, samstundis sum tær verða latnar løgtinginum.

Stk. 2. Áðrenn ein frágreiðing verður latin løgtinginum, kunnu løgtingsgrannskoðararnir biðja roknskapargrannskoðanina, landsstýrismannin ella aðrar landsmyndugleikar um at útvega fleiri upplýsingar viðvíkjandi teimum málum, sum eru umrødd í frágreiðingini.

§ 19.

Í seinasta lagi 14 mánaðir aftaná, at fíggjarárið er liðið, leggja løgtingsgrannskoðararnir fyri løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum saman við viðmerkingum sínum.
Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 fevna eisini um roknskapir hjá landsstovnum o.l., sambært § 4, stk. 1, nr. 2.

§ 20.

Øll skriv og viðmerkingar frá løgtingsgrannskoðarunum og roknskapargrannskoðanini viðvíkjandi grannskoðan og gjøgnumgongd av roknskapum skulu svarast innan 6 vikur, um longri freist ikki verður sett.

§ 21.

Løgtingsgrannskoðararnir og roknskapargrannskoðanin kunnu frá einum og hvørjum almennum myndugleika krevja allar tær upplýsingar og øll tey skjøl, sum hesir meta vera av týdningi fyri at útinna starv sítt. Upplýsingar og skjøl skulu latast løgtingsgrannskoðarunum og/ella roknskapargrannskoðanini innan 6 vikur aftaná umbønina, um longri freist ikki verður ásett.
Stk. 2. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu útvega sær upplýsingar sambært stk. 1 við kanningum á staðnum. Roknskapargrannskoðanin kann til eina og hvørja tíð grannskoða og gjøgnumganga roknskapir á staðnum, har roknskaparhaldið fer fram, ella har tað neyðuga tilfarið annars finst.

§ 22.

Um skjøl verða útflýggjað sambært § 21, sum sambært løgtingslóg um innlit í fyrisitingina eru innanhýsis skjøl og undantikin rættinum til innlit, verða hesi framhaldandi undantikin rættinum til innlit, eftir at tey eru útflýggjað.

§ 23.

Avvarandi landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av teimum roknskapum, sum koma undir § 7, skal geva roknskapargrannskoðanini fráboðan um allar ásetanir viðvíkjandi roknskaparhaldi og øðrum viðurskiftum, ið kunnu metast at hava týdning fyri grannskoðanina.
Stk. 2. Áðrenn landsstýrismaðurin, sambært stk. 1, ger broytingar í roknskaparskipanum ella mannagongdum, ið hava týdning fyri grannskoðanina, skal roknskapargrannskoðanin hava fráboðan um hesar.

§ 24.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Lógin er eisini galdandi fyri roknskapir sambært §§ 15 og 16, fyri tíðarskeið, sum liggja framman undan gildiskomuni.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 16 frá 26. apríl 1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum.
Stk. 3. § 1, stk. 1, kemur í gildi eftir fyrstkomandi løgtingsval, aftaná at lógin er kunngjørd. Teir løgtingsgrannskoðarar, ið seinast eru valdir eftir § 1 í løgtingslóg nr. 16 frá 26. apríl 1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum við seinni broyting, verða sitandi til § 1, stk. 1, kemur í gildi.
Stk. 4. Tær tíðarfreistir, ið ásettar eru í §§ 11, stk. 2 og 3, 12, stk. 2 og 19 koma í gildi fyri grannskoðan v.m. av roknskapum frá roknskaparárinum, ið byrjar 1. januar 1999.
Stk. 5. § 13 hevur gildi fyri frágreiðingar um grannskoðan v.m. av roknskapum frá roknskaparárinum, ið byrjar 1. januar 1999.
Stk. 6. Tær uppgávur, ið eru álagdar Landsgrannskoðanini sambært hesi lóg, verða røktar av teimum starvsfólkum og innan tann fíggjarkarm, ið er játtaður til "Innanvirkis grannskoðan" í § 1 í fíggjarløgtingslógini fyri fíggjarárið 1999.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Almennar viðmerkingar:
Inngangur
Grannskoðanin av landsroknskapinum og øðrum almennum roknskapum, viðgerðin og góðkenningin í løgtinginum, eru týðandi tættir í løgtingsins eftirliti við fíggjarviðurskiftum landsins, og sostatt við fyrisiting landsstýrisins. Á fleiri økjum eru galdandi reglur ikki tíðarhóskandi, viðurskiftini ímillum teir ymsu partarnar eru ikki nóg greitt fyriskipað, og á fleiri økjum er ivi um heimildir og skyldur. Endamálið við hesum uppskoti er at bøta um hesi viðurskifti, og leggja fastari karmar um grannskoðanina.

Sambært § 1 í stýrisskipanarlógini er lóggávuvaldið á yvirtiknum málum hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum og dómsvaldið hjá dómstólunum.

Í stýrisskipanarlógini eru ásettar nakrar meginreglur, sum tryggja løgtinginum tað avgerandi ræði á og eftirlit við fíggjarviðurskiftum landsins:

Løgtingið er tann játtandi myndugleikin og skal góðkenna "fíggjarkarmarnar" fyri virki landsstýrisins. Ein játtan kann bara gevast í lógarformi, og sambært stýrisskipanarlógini kann hetta gerast við løgtingsfíggjarlóg, (bráðfeingis játtanarlóg), aðrari játtanarlóg ella eykafíggjarlóg.

Galdandi lóggáva viðvíkjandi roknskaparframløgu, grannskoðan og løgtingsins góðkenning

Galdandi reglur fyri roknskaparframløgu, grannskoðan og løgtingsins góðkenning av roknskapum fyri útreiðslur og inntøkur landskassans eru ásettar í:

Lýsing av mannagongd og ivamálum viðvíkjandi gjøgnumgongd og góðkenning av roknskapum

Í § 21 í gomlu stýrisskipanarlógini (Ll. nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum) varð ásett, at eingin útreiðsla má vera goldin, ið ikki er heimilað í fíggjarlóg ella aðrari galdandi heimildarlóg, og sambært § 23 skuldu løgtingsvaldu grannskoðararnir granska ársroknskapirnar og leggja teir fyri tingið til viðgerðar og samtyktar.

Í § 22 í gomlu stýrisskipanarlógini var talan um "roknskapir", sum skuldu granskast og góðkennast. Hóast stýrisskipanarlógin á hesum øki var orðað við danskari fyrimynd, vóru ongar nærri reglur ásettar, t.d. við støði ella fyrimynd í donsku lógini frá 1926 um "Statens regnskabsvæsen og revision". Í hesi lóg vóru nágreiniligar ásetingar um roknskapar- og grannskoðanarviðurskifti, og m.a. var álagt fíggjarmálaráðharranum at leggja fram ein samlaðan statsroknskap í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok.

Manglandi ásetingar um roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftini í Føroyum hava óivað gjørt sítt til, at nógv ivamál vóru, í sambandi við at roknskapir skuldu leggjast fyri tingið í fimtiárunum. Í tingsetuni 1961 vórðu hópin av roknskapum lagdir fyri tingið. Ein av hesum bar heitið landskassaroknskapur. Í 1965 kom lógin um grannskoðan av almennum roknskapum, sum fevnir um uppgávur og heimildir hjá løgtingsgrannskoðarunum. Í tingsetuni 1968 løgdu løgtingsgrannskoðararnir almennar roknskapir fyri tingið til góðkenningar, m.a. vórðu landskassaroknskapir fyri 9 ár tá lagdir fyri tingið. Síðandi hava løgtingsgrannskoðararnir lagt landskassaroknskapin og aðrar roknskapir hjá ymsum landsstovnum fyri tingið við ávísum millumbilum.

Í hjálagda skjali nr. 1 er eitt yvirlit yvir teir roknskapir, sum eru lagdir fyri løgtingið til góðkenningar.

Orsøkin til, at landsstýrið hevur mett, at roknskapir fyri ávísar stovnar og grunnar skulu leggjast fyri løgtingsgrannskoðararnar, og at løgtingsgrannskoðararnir hava hildið seg havt skyldu (og myndugleika) til at gjøgnumganga roknskapirnar og leggja teir einkultvís fyri løgtingið til góðkenningar, er uttan iva, at talan er um roknskapir fyri virksemi, sum bæði landsstýrið og løgtingsgrannskoðararnir meta fevnir um "inntøkur/útreiðslur landsins", hóast virksemið hjá fleiri av hesum stovnum/grunnum ikki verður játtað á fíggjarlógini. Talan kann vera um landsstovnar, landsgrunnar v.m., sum liggja heilt uttan fyri vanligu játtanar- og roknskaparskipanina, men sum við lóg ella á annan hátt hava fingið litið upp í hendi at røkja eitt ávíst virksemi, og í hesum sambandi hava útreiðslur og inntøkur. Sum dømi um størri stovnar og grunnar av hesum slagi, hvørs roknskapir løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fyri løgtingið til samtyktar, kunnu nevnast:

Harumframt hava løgtingsgrannskoðararnir lagt fyri tingið roknskapir hjá stovnum, sum vórðu tiknir við á fíggjarlógina undir § 6 Landsstovnar. Henda grein á fíggjarlógini varð í mong ár nýtt sum játtanargrein til ávísar stovnar, sum í stóran mun fíggjaðu sítt virksemi við "egnum" inntøkum ella gjøldum. Fleiri av hesum stovnum høvdu sín egna likviditet, og nakrir umsótu eisini sjálvir síni lán. Møgulig yvirskot vórðu ikki avroknað í "landskassan", men vórðu umvegis § 23 "tekniskt" flutt yvir á eina statuskonto. Sum dømi um størri stovnar og grunnar av hesum slagi, hvørs roknskapir løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fyri løgtingið til samtyktar, kunnu nevnast:

Hesir stovnar, sum høvdu eitt leysari tilknýti til fíggjarlóg, landsbókhald og landskassans gjaldføri, førdu oftast sjálvir bókhald og settu upp egnan roknskap.

Við eykafíggjarlógini fyri 1992 duttu játtanir undir § 6 burtur, og so kom ólag á hesa skipan. Løgtingsgrannskoðararnir spurdu landsstýrið, um tað var í tráð við stýrisskipanarlógina, at telefonverkið og aðrir líknandi stovnar ikki longur vórðu tiknir við á fíggjarlógina. Landsstýrið svaraði, at hetta ikki var í tráð við stýrisskipanarlógina. Burtursæð frá Apoteksverkinum komu allir stovnar, sum vóru á § 6, so við og við aftur á fíggjarlógina undir játtanarslagnum "Landsfyritøka".

Harumframt kann nevnast, at løgtingsgrannskoðararnir eisini hava lagt fyri tingið til góðkenningar roknskapir hjá stovnum, sum ikki hava ein øðrvísi roknskap ella øðrvísi tilknýti til fíggjarlóg enn aðrir landsstovnar, t.d. roknskapir hjá Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.

Vísandi til omanfyristandandi hevur ikki alt, sum hevur verið mett sum landskassaútreiðslur/-inntøkur sambært stýrisskipanarlógini, verið tikið við á fíggjarlógina. Sambært galdandi løgtingslóg um grannskoðan av landsins almennu roknskapum (Ll. 16/1965) er ein av uppgávunum hjá løgtingsgrannskoðarunum at ansa eftir hesum, og løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir sett spurnartekin við, um tað er í tráð við stýrisskipanarlógina, at virksemið hjá fleiri almennum stovnum/grunnum ikki er tikið við á fíggjarlógina.

Nýggj stýrisskipanarlóg og nýggj roknskaparlóg

Í mars 1994 samtykti løgtingið fyri fyrstu ferð eina lóg um roknskaparviðurskifti landsins, har tað í § 1, stk. 1, er ásett, at landsstýrið skal leggja fyri tingið ein samlaðan landsroknskap, sum skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins umframt aktiv og passiv landsins. Í § 1, stk. 2, er ásett, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið.

Sostatt kann sigast, at við nýggju roknskaparlógini og nýggju stýrisskipanarlógini er ásett, at alt virksemi hjá "landsstýrinum" og hjá øllum landsstovnum skal játtast á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, og at gerast skal ein samlaður landsroknskapur, sum fevnir um allar inntøkur og útreiðslur landsins umframt aktiv og passiv landsins.

Men í § 45, stk. 1, í stýrisskipanarlógini er álagt løgtingsgrannskoðarunum at fara ígjøgnum árliga landskassaroknskapin og sambært stk. 4 eisini "roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap". Eingin greið lýsing er av, hvørjir hesir almennu stovnar eru, sum hava "sjálvstøðugan" roknskap. Í viðmerkingunum í stýrisskipanarálitinum stendur einans: " Í stk. 4 er ásett, at reglurnar eisini eru galdandi fyri landsstovnar, sum hava sjálvstøðugan roknskap, t.d. telefonverkið, apotekið og rúsdrekkasøluna".

Ein orsøk til roknskaparorðingarnar í § 45 í stýrisskipanarlógini kann vera, at nakað líknandi orðingar hesum viðvíkjandi eru í Ll. nr. 16/1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum. Sambært § 2, stk. 2, og § 6 í hesi lóg skulu landskassans roknskapir og "aðrir roknskapir hjá stovnum landsins" sendast løgtingsgrannskoðarunum til gjøgnumgongd.

Roknskaparhugtøkini, ið nýtt verða í § 45: "landskassaroknskapurin" og "roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap", samsvara ikki við tey hugtøk, sum nýtt verða í Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., sum varð lýst 23. mars 1994, t.v.s. áðrenn stýrisskipanarlógin varð samtykt. Sambært § 1 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald skal landsstýrið, sum áður umrøtt, leggja fyri tingið tann "samlaða landsroknskapin", sum í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins.

Sum dømi kann nevnast, at higartil eru hvørki umsitingarútreiðslur ella útlánsvirksemið hjá Húsalánsgrunninum, Menningargrunninum, Ídnaðargrunninum, Íleggingargrunninum ella Jarðargrunninum játtað á árligu fíggjarlógini, og er tí heldur ikki tikið við í játtanarroknskapin. Eginogn/ogn og skuld hjá hesum landsstovnum/landsgrunnum er higartil heldur ikki skrásett í fíggjarstøðuni í landsroknskapinum.

Nevnast kann eisini, at í løgtingslóg nr. 33/1992 um avtøku av landskassagrunnum vórðu nakrir grunnar umskipaðir til sokallaðar eksternar grunnar, t.d. Grunnurin til Ídnaðarfremjandi Endamál og Grunnur Ferðavinnunnar. Um/tá stuðul til hesar grunnar er játtaður á fíggjarlógini, verður peningurin settur á bankabók hjá grunnunum. Men ætlaða nýtslan úr hesum grunnum í einum fíggjarári verður ikki játtað á fíggjarlógini.

Nú stýrisskipanarlógin og roknskaparlógin eru samtyktar, og farið er yvir til nýggja játtanarskipan, er tørvur á at endurskoða og broyta skipanina viðvíkjandi omanfyri nevndu grunnum og framyvir játta umsitingarútreiðslur og ætlað stuðuls-/útlánsvirksemi í einum fíggjarári beinleiðis á fíggjarlógini.

Nevnast skal, at tað í ávísum føri í lóg er ásett, at virksemið hjá einum landsstovni ikki skal við á fíggjarlóg. Í Ll. nr. 63/1966 um Føroya Lívstrygging er ásett, at hvørki rakstrarútreiðslur ella virksemið annars skal blandast við landskassan. Eitt annað dømi er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum varð stovnaður og skipaður sambært avtalu millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri undir heilt serligum umstøðum. Talan er her um ein "landsgrunn", sum gevur vinningsbýti, men sum verður rikin sum ein vinnurekandi grunnur, leysur av árligu fíggjarlógini. Eginognin hjá grunninum er higartil ikki tikin við í landsroknskapin, men tað verður gjørt frameftir.

Niðurstøðan má verða, at sambært stýrisskipanarlógini skulu umsitingarútreiðslur og virksemið annars hjá øllum landsstovnum/landsgrunnum játtast á árligu fíggjarlógini og takast við í játtanarroknskapin, um ikki heilt serligar umstøður gera seg galdandi, og tað t.d. sum undantak við lóg er ásett frávik frá hesum. Men undir øllum umstøðum eigur fíggjarstøðan í landsroknskapinum at fevna um eginogn/ogn og skuld hjá øllum landsstovnum/landsgrunnum, óansæð um virksemið er undantikið í játtanarroknskapinum.

Flest øll aðalstýri, gjaldstovan og lønardeildin vísa á, at tað er av alstórum týdningi sum skjótast at fáa fulla greiði á ognarrætti og tilknýti til fíggjarlóg og landsroknskap annars, bæði viðvíkjandi umsitingarútreiðslum og fíggjarligum virksemi hjá fleiri stovnum/grunnum so sum ALS, Landsbankanum, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Frítíðargrunninum, Jarðargrunninum, Trygdargrunninum fyri Avreiðingar og Lønir, Íleggingargrunninum, Føroya Realkreditstovni, Húsalánsgrunninum, Ídnaðargrunninum, Endurgjaldsgrunni Alivinnunar, Forskotsgrunni Fiskiflotans o.s.fr.

Løgmaður hevur upplýst, at hann áður hevur vent sær til formansskap løgtingsins og til løgtingsgrannskoðararnar viðvíkjandi spurninginum um at fáa staðfest, hvørjir roknskapir talan er um í § 45, stk. 4, í stýrisskipanarlógini, til tess at fáa hesi viðurskifti í eina fasta legu. Løgmaður upplýsir, at hann fer at taka stig til at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gjøgnumganga viðurskiftini hjá stovnum/grunnum, sum ikki eru við á fíggjarlóg/í landsroknskapinum til tess at meta um:

Niðurstøðan av hesi kanning er eisini avgerandi fyri, hvussu umrøddu stovnar/grunnar verða fevndir av hesi lóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

Lýsing av galdandi reglum og ivamálum viðvíkjandi grannskoðan

Í løgtingslóg nr. 16 frá 26. apríl 1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum eru ásettar nærri reglur um arbeiðsøki og heimildir løgtingsgrannskoðaranna í sambandi við gjøgnumgongd teirra og løgtingsins góðkenning av almennum roknskapum. Í § 4 í lógini er m.a. ásett, at løgtingsgrannskoðararnir kunnu taka váttanir o.t. frá roknskapargrannskoðanini sum nóg gott prógv fyri beinleikan av tí, sum stendur í roknskapinum. Sambært § 8 í lógini stílar fíggjarnevndin fyri roknskapargrannskoðanini. Í løgtingssamtykt frá 27. mars 1985 um reglugerð um val og virki løgtingsgrannskoðaranna er ásett, at løgtingsgrannskoðararnir undir virki teirra kunnu nýta frágreiðingar frá Grannskoðanardeild Landskassans og uttanhýsis privatu grannskoðanini. Roknskapargrannskoðanin er ikki nærri lýst í lógini ella í løgtingssamtyktini.

Søguliga hevur skipanin bygt á, at ein undirliggjandi "faklig" grannskoðan hevur ta grundleggjandi grannskoðanina av landskassaroknskapinum og av øðrum roknskapum um hendi, og at hesir síðani verða gjøgnumgingnir av politiskt valdum løgtingsgrannskoðarum, áðrenn roknskapirnir verða lagdir fyri løgtingið til samtyktar.

Í fimti- og fyrst í sekstiárunum var tað løgtingsins grannskoðaradeild, sum hevði roknskapargrannskoðanina um hendi, eitt skifti í samstarvi við eitt danskt ríkisviðurkent grannskoðaravirki. Sambært fylgiskjølunum til fíggjarløgtingslógina 1964/65 var grannskoðaradeild løgtingsins tikin av frá 1. apríl 1964 eftir samtykt fíggjarnevndarinnar, og øll roknskapargrannskoðanin varð yvirtikin av einum ríkisviðurkendum grannskoðara í Føroyum. Burtursæð frá serligu grannskoðanaravtaluni frá 15. oktober 1991 millum fíggjarnevndina og "Socialministeriet", viðvíkjandi grannskoðan av tí partinum av almannaútreiðslunum, har talan var um ríkisendurgjald, hevur fíggjarnevndin ikki ásett nærri reglur fyri roknskapargrannskoðanini.

Í 1976 varð ein almenn grannskoðanardeild (Grannskoðanardeild Landskassans) aftur sett á stovn. Reglurnar fyri deildina eru ikki lógarfestar, men vórðu ásettar av landsstýrinum í "reglugerð fyri internu grannskoðanardeild landskassans" frá 9. juni 1976. Sambært reglugerðini verða landskassans roknskapur og bókføring grannskoðað av internu grannskoðanardeild landskassans, sum er ein sjálvstøðugur stovnur undir eftirliti av løgtingsins statsautoriseraða grannskoðara. Arbeiðsøki stovnsins er tann "landskassabókføring, sum verður førd og umsitin av Føroya Gjaldstovu." Í reglugerðini er eisini ásett, at "teir stovnar, sum hava sjálvstøðuga bókføring og roknskap, koma ikki undir grannskoðan av grannskoðanardeildini".

Løgtingslóg nr. 16 frá 26. apríl 1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum hevur "Lov om revision af statsregnskabet" frá 1928 sum fyrimynd. Lógin fevnir einans um reglur, heimildir og krøv viðvíkjandi arbeiðinum hjá løgtingsgrannskoðarunum - ikki um reglur fyri roknskapargrannskoðanina. Í Danmark vóru/eru viðurskiftini ímillum ta undirliggjandi og ta parlamentarisku grannskoðanina - ávikavist "rigsrevisionen" og "statsrevisorerne" - skipað við lóg, men í Føroyum eru viðurskiftini hjá tí undirliggjandi grannskoðanini ongantíð nærri ásett við lóg.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur gjørt vart við, at reglugerðin og lógargrundarlagið fyri grannskoðanini ikki er tíðarhóskandi, at ivi er um fleiri grundleggjandi viðurskifti so sum krøv til grannskoðanina, heimildir, arbeiðsøki og uppgávur, ábyrgd og skyldur, tíðarfreistir, fráboðan, samskifti og samstarv við løgtingsgrannskoðararnar, ta eksternu grannskoðanina, landsstýrið, løgtingið og fíggjarnevndina. Eisini privatu grannskoðararnir hava ynskt nærri reglur hesum viðvíkjandi.

Í 1992 heitti fíggjarnevndin á løgtingsgrannskoðararnar um at viðgera eina umskipan av grannskoðanini av teimum almennu roknskapunum og lata Formansskapi løgtingsins eitt álit um hetta.

Í mars 1993 lótu løgtingsgrannskoðararnir Formansskapi løgtingsins eitt álit viðvíkjandi grannskoðanini av tí almenna virkseminum. Mælt varð til at umskipa grannskoðanina við lóg, við tí tilsvarandi danska lógargrundarlagnum sum fyrimynd, og hjáløgd vórðu:

- uppskot til løgtingslóg um løgtingsgrannskoðararnar - (lm. nr. 4/13-1992)
- uppskot til reglugerð um val og virki løgtingsgrannskoðaranna - ( lm. 4/15-1992)
- uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsins almennu roknskapum - (lm. 4/14-1992)

Formansskapur løgtingsins legði uppskotini fyri tingið, og vórðu tey beind í fíggjarnevndina. Av tí at løgtingsval varð útskrivað í 1994, fullu uppskotini burtur.

Samandráttur av nýskipanum í lógaruppskotinum

Síðani er spurningurin um umskipan av grannskoðanini aftur viðgjørdur av løgtingsgrannskoðarunum og Grannskoðanardeild Landskassans. Hetta lógaruppskotið hevur í minni mun enn uppskotini frá 1993 tað tilsvarandi danska lógargrundarlagið sum fyrimynd, og er á fleiri økjum ein lógarfesting av verandi praksis í Føroyum.

Ætlanin við hesum lógaruppskoti er at tryggja, at reglurnar fyri grannskoðan og løgtingsins góðkenning eru neyvar og tíðarhóskandi. Nýskapandi við hesum uppskoti í mun til galdandi reglur er, at:

Fíggjarligur kostnaður av lógaruppskotinum

Mett verður, at á summum økjum vil lógaruppskotið ikki hava nakran meirkostnað við sær. Løgtingsgrannskoðararnir fáa sambært uppskotinum somu løn sum eftir galdandi lóg. Sambært lógaruppskotinum verða tær uppgávur, ið eru álagdar Landsgrannskoðanini, røktar av teimum starvsfólkum og innan tann fíggjarkarm, ið er játtaður til "Innanvirkis grannskoðan" á § 1 á løgtingsfíggjarlógini.

Væntandi førir lógarfestingin av vanligari fyrisitingargrannskoðan tó nakað av meirkostnaði við sær fyri privatu grannskoðanina. Vanlig fyrisitingargrannskoðan kann gerast samstundis, sum fíggjargrannskoðanin fer fram, og skal ætlandi ikki økja um samlaðu tíðarnýtsluna til grannskoðan. Í byrjanini má tó roknast við nakað av meirkostnaði til grannskoðan, eftirsum fyrisitingargrannskoðan á flestu økjum er eitt nýtt fyribrigdi, sum skal innarbeiðast.

Sambært lógaruppskotinum kunnu løgtingsgrannskoðararnir áleggja roknskapargrannskoðanini víðkaða fyrisitingargrannskoðan, og kann hetta føra meirútreiðslur við sær, men tað er ikki gjørligt at meta um, hvussu stór ein møgulig meirútreiðsla verður.

Eftirsum endamálið við fyrisitingargrannskoðan eisini er at eggja til sparsemi, produktivitet og effektivitet í fyrisitingini, kann roknast við, at meira fæst burtur úr játtanunum á fíggjarlógini, og at hetta kann føra við sær lægri útreiðslur sum heild.

Ummæli av lógaruppskotinum

Hesi hava havt høvi at ummæla lógaruppskotið:

Løgmansskrivstovan
Fíggjarmálastýrið
Føroya Gjaldstova
Lønardeildin
Vinnumálastýrið
Almanna- og Heilsumálastýrið
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Fiskimálastýrið
Felagið hjá lóggildum grannskoðarum
Felagið hjá skrásettum grannskoðarum.

Eitt lógaruppskot varð sent omanfyristandandi til ummælis 20. november 1998, og í hjálagda skjali 2 er gjørdur ein skipaður samandráttur av viðmerkingunum til tær einstøku greinarnar í lógaruppskotinum, ið var sent til ummælis. Hesar viðmerkingar hava ført við sær, at lógaruppskotið, ið nú er lagt fyri tingið, er broytt á nøkrum økjum.

Eisini skal nevnast, at Peter Christensen frá donsku Ríkisgrannskoðanini hevur veitt ráð og vegleiðing í sambandi við, at lógaruppskotið er tilevnað.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar í lógaruppskotinum:

Til § 1
Sambært § 45, stk. 2 í stýrisskipanarlógini (Ll. nr. 103/1994) velur løgtingið nakrar grannskoðarar. Hvussu mangir grannskoðarar skulu vera og virki teirra, verður at áseta í løgtingslóg.

Sambært galdandi lóg um grannskoðan (Ll. nr. 16/1965) verða 4 løgtingsgrannskoðarar og 4 tiltakslimir valdir. Sambært uppskotinum skulu 4 løgtingsgrannskoðarar veljast, men tiltakslimir verða ikki valdir fyri hesar. Hetta er grundað á, at tað verður mett óheppið fyri arbeiðsgongdina, at tiltakslimir taka við, tá løgtingsgrannskoðarar hava forfall.

Løgtingsgrannskoðararnir eru ikki ein løgtingsnevnd, ið skal veljast eftir reglunum í tingskipan Føroya Løgtings, men talan er um eitt starv. Sambært § 20 í Ll. nr. 103/1994 um stýrisskipan Føroya fer val av limum í nevndir og størv fram við lutfalsvali.

Í lógaruppskotinum er ásett ein freist uppá 1 mánað fyri vali av løgtingsgrannskoðarunum, eftir at nýtt løgting er valt. Í verandi lóg er eingin freist, og tað er komið fyri, at nærum 1 ár er gingið, áðrenn løgstingsgrannskoðarar eru valdir.

Stk. 2 er ein endurtøka av § 1, stk. 2, 1. pkt., í gomlu reglugerðini frá 1985 um val og virki løgtingsgrannskoðaranna. Henda áseting verður tulkað soleiðis, at løgtingsgrannskoðararnir verða valdir og skipa seg eftir floksstødd á sama hátt, sum Formansskapur Løgtingsins skipar seg við vali av næstformonnum.

Til § 2
Sambært stk. 1 skal formaðurin fyri løgtingsgrannskoðararnar boða til fundar við hóskandi freist. Sum vegleiðing fyri, hvat "hóskandi freist" merkir, kann vísast á tað, sum tingskipan Føroya Løgtings ásetir fyri fráboðan til nevndarfundir í løgtingsnevndum. Í galdandi tingskipan er henda freist, sambært § 30, stk. 1, í minsta lagi 18 tímar.

Sambært verandi løgtingssamtykt ræður formansins atkvøða, stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu. Hetta er broytt í hesum uppskotinum, tí í stk. 3 er ásett, at uppskot eru samtykt, tá meira enn helmingurin av teimum, sum eru á fundi, atkvøða fyri.

Løgtingsgrannskoðararnir umboða alt løgtingið, og ásetingin í stk. 5 er gjørd fyri at verja rættindini hjá einum møguligum minniluta.

Til § 3
Løgtingsgrannskoðararnir eru ikki ein løgtingsnevnd, men talan er um eitt starv, tí verður mett, at teir skulu hava samsýning fyri arbeiði teirra eftir somu reglum, sum higartil hava verið galdandi.

Til § 4
Í § 4, stk. 1 er ásett, at løgtingsgrannskoðararnir ganga ígjøgnum:

    1. árliga landsroknskapin
    2. roknskapir hjá landsstovnum o.l., um hesir ikki eru við í landsroknskapinum.

Í § 1 í Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., er ásett, at landsstýrið árliga skal leggja fyri tingið ein samlaðan landsroknskap, sum skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins umframt aktiv og passiv landsins. Í § 1, stk. 2, er ásett, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið.

Vísandi til almennu viðmerkingarnar, er orðingin í nr. 2 at meta sum ein fyribils "uppsamlingaráseting", sum tryggjar eftirlit við roknskapum hjá landsstovnum o.l., sum eiga at vera við í landsroknskapinum. At neyðugt er við hesari áseting kemst av, at landsroknskapurin, sum er, ikki er fullfíggjaður. Arbeitt verður fram ímóti, at landsroknskapurin verður fullfíggjaður, og sum frálíður, eigur henda áseting at missa týdning sín.

Í § 4, stk. 2 og 3 er ásett, hvørjum løgtingsgrannskoðararnir skulu ansa eftir, tá teir gjøgnumganga roknskapirnar.

Sum grundarlag undir virki sínum kunnu løgtingsgrannskoðararnir sambært stk. 4 nýta frágreiðingar frá roknskapargrannskoðanini umframt frágreiðingar frá landsstýrinum um frávik millum játtanar- og roknskapartøl, sum landsstýrismaðurin sambært § 11, stk. 3 skal lata løgtingsgrannskoðarunum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok.

Sambært § 4, stk. 2 skulu løgtingsgrannskoðararnir ansa eftir: "at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg".

Henda orðing er ein endurtøka av ásetingini í § 45, stk. 2, í stýrisskipanarlógini. Her er talan um játtanareftirlit, t.v.s. eftirlit við at landsstýrismaðurin heldur seg innan fyri tær játtanir, ið løgtingið hevur veitt á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

Í § 4, stk. 3, í uppskotinum er ásett, hvørjum løgtingsgrannskoðararnir annars skulu ansa eftir, tá farið verður ígjøgnum roknskapirnar.

Eftirlits-/grannskoðanaruppgávurnar sambært § 4, stk. 2 og 3, eru tær somu, sum eru álagdar roknskapargrannskoðanini sambært § 7, stk. 2, 1. pkt. Í § 7, stk. 2, 2. pkt., er harumframt álagt roknskapargrannskoðanini regluliga at gera eina gjøgnumgongd av roknskapar- og eftirlitsskipanum fyri at kanna, um hesar eru tryggar.

Eftirlitsuppgávurnar sambært §§ 4, stk. 3 og 7, stk. 2 fevna um at ansa eftir:

Vaksandi skjalamongd hevur gjørt tað neyðugt, at grannskoðanin í størri mun má leggja dent á at meta um, um fyrisitingin hevur fyriskipað eina virkna og trygga mannagongd á teimum ymsu økjunum, og er hetta eisini galdandi í sambandi við ta vaksandi edv-nýtsluna.

Grannskoðanin av omanfyrinevndu viðurskiftum verður vanliga undir einum nevnd fíggjargrannskoðan (finansiel revision).

Her er talan um "vanliga" fyrisitingargrannskoðan, sum ætlandi skal fara fram samstundis, sum fíggjargrannskoðanin fer fram. Sambært § 14 kunnu løgtingsgrannskoðararnir harumframt áleggja roknskapargrannskoðanini at gera "víðkaða" fyrisitingargrannskoðan.

Orðingin í lógaruppskotinum um, at ansast skal eftir, "at tað er hóskandi atborið fíggjarliga", innihaldsliga er ætlað at svara til orðingina, "varetages på en økonomisk hensigtsmæssig måde", sum er nýtt í "lov nr. 318 af 14 maj 1997 om ændring af lov om kommunernes styrelse", og sum merkir, at "vanlig fyrisitingargrannskoðan" (løbende forvaltningsrevision) frá 1. januar 1998 er vorðin ein lógarfestur partur av grannskoðanini á tí kommunala økinum í Danmark. Í viðmerkingunum (Lovforslag nr. L 137 frá 22. januar 1997) er hetta hugtak allýst soleiðis:

"Forvaltningsrevision omfatter en bedømmelse af, om enkeltdispositioner, aktiviteter, programmer eller en myndigheds samlede opgaver er gennemført på en økonomiskt hensigtsmæssig måde, og om resultaterne svarer til de opstillede mål.

Forvaltningsrevision er ikke et præcist og velafgrænset begreb, der kan defineres klart i lovgivningen. Indholdet af begrebet forvaltningsrevision udvikler sig over tid i takt med udviklingen i samfundet. Fra at være en økonomisk-kritisk revision, der i høj grad var rettet mod enkeltsager, har forvaltningsrevision gradvist ændret sig til i højere grad at være en ledelsesrevision, der vurderer helheder.

Forvaltningsrevision retter sig dels mod den måde, hvorpå en kommune anskaffer sine ressourcer: Om det sker billigst muligt under hensyn til den ønskede kvalitet (sparsommelighedsanalyse), dels mod kommunens præstationer, bedømt i forhold til de anvendte ressourcer (produktivitetsanalyse). Endvidere undersøges, om der sker en opfyldelse af de opstillede mål for virksomheden, set i forhold til de anvendte ressourcer (effektivitetsanalyse). Endelig bedømmes kommunens samlede aktiviteter ud fra en gennemgang af kommunens styringsfunktioner (ledelsesrevision)."

"I teori og praksis skelnes mellem løbende og udvidet forvaltningsrevision. Med den foreslåede lovændring stilles alene krav om, at forvaltningsrevision udføres som løbende forvaltningsrevision sideløbende med den almindelige finansielle revision."

Í viðmerkingunum verður harumframt víst til, at:

"Forvaltningsrevision skal forstås i overensstemmelse med det almindelige begreb, som er blevet fastlagt i praksis i form af standarder og normer for god offentlig revisionsskik."

Í hesum sambandi kann vísast til vegleiðingina frá "folketingets statsrevisorer" frá 1993: "Vejledende retningslinier for revision af statsstøttede institutioner mv. (rigsrevisorloven § 4)", og her serliga bilag 2: "Praktisk vejledning i forvaltningsrevision vedrørende statsstøttede institutioner mv." frá donsku ríkisgrannskoðanini.

Her verður meira ítøkiliga víst á dømi um, hvussu "vanlig fyrisitingargrannskoðan" (løbende forvaltningsrevision) kann fara fram, og hvørjar spurningar grannskoðanin kann seta leiðsluni á einum stovni/fyrisiting. Somuleiðis verður víst á, hvør munur er á "vanligari" fyrisitingargrannskoðan (løbende forvaltningsrevision) og "víðkaðari" fyrisitingargrannskoðan (udvidet forvaltningsrevision/større undersøgelser).

Sambært stýrisskipanarlógini hevur løgtingið lóggávuvaldið, herundir valdið á fíggjarmálum landsins. Landsstýrið hevur útinnandi valdið. Løgtingið og løgtingsgrannskoðararnir hava eftirlit við fyrisiting landsstýrisins, og frágreiðingar frá roknskapargrannskoðanini, herundir frágreiðingar um fyrisitingargrannskoðan, er ein liður í hesum eftirliti.

Í tingskipanini eru hægri fyriskipað formkrøv til lógaruppskot umframt krøv til viðmerkingarnar um at lýsa innihald og ætlanir við lógargreinunum.

Ein stórur partur av útreiðslum landsins hava serstaka heimild í stuðulslóggávu, og tá verður mett rættast, at ein neyv endamálsáseting er í lógini, og at tað í viðmerkingunum eru ítøkiligar ásetingar fyri, hvørji úrslit/eyðkenni kunnu nýtast sum mát fyri, um endamálið er rokkið.

Fíggjarlógaruppskotini seinnu árini eru sett upp eftir serligum leisti. Hvør játtan er frámerkt við einum játtanarslagi, sum vísir til tær ræðisreglur, sum eru galdandi. Í nøkrum førum er ein átekning á fíggjarlógini, sum inniheldur serstakar ásetingar um ræði ella heimildir til ávísa játtan. Sambært nýggju játtanarskipanina skulu viðmerkingarnar til tær einstøku játtanirnar setast upp á henda hátt:

  1. Inngangur, har greitt verður frá endamáli og uppgávum (møguligt lógargrundarlag, bygnaður o.t.).
  2. Sundurgreinað ætlan, sum skal vísa ætlaða virksemið, útgreinað á inntøkur og útreiðslur á standardroknskaparkontostøði.
  3. Starvsfólkayvirlit. Tal av fulltíðarstørvum, býtt eftir starvsbólkum.
  4. Virksemisyvirlit. Í tann mun tað er gjørligt, skal gerast eitt yvirlit, har roynt verður at bólka ætlaða virksemið í ítøkiligar høvuðsuppgávur og lýsa hesar við orðum og møguligum virksemistølum, umframt starvsfólka- og peninganýtslu.

Á flestu økjum vísa roknskapir hjá landsstovnum ikki eitt rakstrarúrslit í vinnuligum týdningi, men vísa fyrst og fremst, um landsumsitingin hevur hildið seg til tær játtanir, sum løgtingið hevur veitt. Í flestu førum kann tí ikki metast um dygdina hjá landsumsitingini einans út frá hesum roknskapartølum. Men sambært § 7, stk. 1-3 í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 um roknskaparverk landsins o.a., skulu innanhýsis skrásetingar gerast av framleiðslu og tilfeingisnýtslu, so til ber at lýsa endamál, virksemi og uppgávur í nøgd og krónum, herundir lýsa produktivitetin.

Fyrisitingargrannskoðan skal fara fram í samstarvi og í samskifti við leiðsluna á einum stovni ella fyrisiting og skal m.a. vera við til at útgreina og staðfesta:

Fyrisitingargrannskoðan er tann »fíggjarligi kritiski« parturin av grannskoðanini. Landsins peningur skal fyrisitast best møguligt, soleiðis at uppgávurnar hjá landsumsitingini og hjá stovnum, grunnum v.m. verða loystar best møguligt í tráð við tað endamál, teimum er álagt innan verandi fíggjarkarmar, og soleiðis, at tær inntøkur, ið heimild er at krevja, verða kravdar inn best gjørligt. Samanumtikið kann sigast, at fyrisitingargrannskoðan fevnir um metingar av, í hvønn mun ein stovnur, ella partar av fyrisitingini, á ávísum økjum ella sum heild hava loyst sínar uppgávur á ein sparnan og virknan hátt, og um úrslitini svara til endamálið og fyritreytirnar fyri játtanini.

Í stk. 4 verður ásett, at løgtingsgrannskoðararnir kunnu nýta váttanir, frágreiðingar, grannskoðanarprotokollir o.t. frá roknskapargrannskoðanini sum grundarlag undir virki sínum. Henda áseting svarar til § 4 í Ll. nr. 16/1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum.

Til § 5
Sambært § 8 í lóg um grannskoðing av landsins almennu roknskapum stílar fíggjarnevndin fyri roknskapargrannskoðanini, men eftir stk. 1 í hesi grein verður tað hereftir formansskapur løgtingsins, sum kemur at stíla fyri hesum. Eftir reglugerð landsstýrisins frá 9. juni 1976 hevur Grannskoðanardeild landskassans tikið sær av internu granskoðan landskassans. Við hesi lóg fellur interna grannskoðanin burtur. Til tess at standa fyri roknskapargrannskoðanini tilnevnir formansskapurin ein Landsgrannskoðara. Av tí at Landsgrannskoðarin eftir § 6 eisini skal vera skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum geva teir tilmæli til formansskapin um, hvør skal vera tilnevndur. Eins og tað er galdandi í grannalondum okkara, verður ásett í stk. 3, at Landsgrannskoðarin er óheftur í virki sínum. Er formansskapurin ikki nøgdur við roknskapargrannskoðanina, kann hann ikki geva beinleiðis boð um, hvussu hetta eigur at veða gjørt, men kann loysa Landsgrannskoðaran úr starvi. Stjórin á Grannskoðanardeild Landskassans er, sum er, tænastumaður landsins. Setanarviðurskifti hansara mugu broytast soleiðis, at hann frameftir verður settur undir formansskapi løgtingsins, eins og skrivstovustjóri løgtingsins er tað.

Landsgrannskoðarin setir eins og higartil starvsfólk síni og loysir tey úr starvi og verður fíggjarætlanin eins og higartil viðgjørd saman við fíggjarætlan løgtingsins.

Til § 6
Ein høvuðsuppgáva hjá Landsgrannskoðanini verður at stuðla løgtingsgrannskoðarunum í gjøgnumgongdini av landsroknskapinum og øðrum roknskapum hjá landsstovnum og lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðingar um viðurskifti, teir vilja hava lýst.

Sambært siðvenju hevur stjórin á grannskoðanardeildini virkað sum skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum, og Grannskoðanardeild Landskassans er nýtt sum skrivstova teirra, hóast ongar ásetanir eru hesum viðvíkjandi, hvørki í Ll. 16/1965 ella í reglugerðini fyri Grannskoðanardeild Landskassans. Talan er sostatt um lógarfesting av praksis.

Tað verður ikki mett rætt at byggja upp eina heilt nýggja fyrisiting at hjálpa løgtingsgrannskoðarunum í dagliga arbeiði teirra. Tí verður hetta álagt Landsgrannskoðanini, og ásett er eisini, at Landsgrannskoðarin er skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum.

Til § 7
Sambært § 7, stk. 1, fevnir roknskapargrannskoðanin um somu roknskapir, sum løgtingsgrannskoðararnir skulu gjøgnumganga sambært § 4, stk. 1, og víst verður til viðmerkingarnar til hesa grein.

Í teimum førum, tá rakstrarætlanin hjá stovnum, grunnum v.m., sum landið ikki eigur, verður tikin við á fíggjarlóg javnbjóðis vanligum landsstovnum, so eru hesir fevndir av grannskoðan sambært § 7, nr. 1, t.d. Føroya Handilsskúli, Tekniski skúli í Havn, Tekniski skúli í Klaksvík, Listasavn Føroya, Hvíldarheimið Naina, Føroya Barnaheim, Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, Frítíðarheimið Dáin, Sólteigur og Blindastovnurin.

Grannskoðanaruppgávurnar, sum eru álagdar roknskapargrannskoðanini sambært § 7, stk. 2, 1. pkt., eru tær somu sum eftirlitsuppgávurnar, sum eru álagdar løgtingsgrannskoðarunum sambært § 4, stk. 2 og 3. Víst verður til viðmerkingarnar til § 4, stk. 2 og 3.

Til § 8
Í greinini er ásett, hvør útinnir grannskoðanina. Heitið "roknskapargrannskoðanin" merkir Landsgrannskoðanin, løggildir og skrásettir grannskoðarar. Ávísar greinar í lógaruppskotinum fevna bert um Landsgrannskoðanina.

Í Føroyum hevur siðvenja verið, at privatir grannskoðarar hava havt ábyrgdina av roknskapargrannskoðanini av stórum pørtum av almenna virkseminum. Lógaruppskotið sum heild staðfestir hesa skipan. Fyri nakrar landsstovnar o.l. eru ásetingar í løgtingslóg, kunngerð, reglugerð, viðtøkum e.l. um, at løggildir ella skrásettir grannskoðarar grannskoða stovnin. Í øðrum førum er hetta sambært avtalu ella siðvenju. Her er talan um stovnar/grunnar so sum Postverkið, Sjúkrahúsverkið, Strandferðsluna, Útvarpið, Sjónvarpið, Menningargrunnin, Ídnaðargrunnin, Húsalánsgrunnin, Hvíldarheimið Naina og Sernámsdepilin. Í flestu førum eru ongar nágreiniligar reglur ásettar viðvíkjandi endamáli og innihaldi av hesi grannskoðan, hvørjar frágreiðingar skulu gerast, og hvør skal hava hesar. Endamálið við hesum lógaruppskotinum er fyrst og fremst at tryggja eina einsháttaða grannskoðan, og at samskipa alla grannskoðanina innan tað almenna.

Lagt er upp til formansskapin at taka avgerð um, hvør og á hvønn hátt roknskapur løgtingsins skal grannskoðast. Roknskapur løgtingsins, sambært stk. 4, fevnir eisini um játtanina/roknskapin hjá grannskoðanardeildini.

Til § 9
§ 9, stk. 1 leggur upp til Formansskap løgtingsins at gera av, um Landsgrannskoðanin skal lata frá sær uppgávur til privatar grannskoðarar á økjum, har hetta verður mett hóskandi. Her verður serliga hugsað um avmarkað roknskaparøki, har stovnar/grunnar heilt ella partvíst hava egnar inntøkur, egna roknskaparskipan ella sum fyrisitingarliga eru tengd at stovni/grunni á roknskaparøkjum, sum frammanundan verða grannskoðað av privatum grannskoðarum. - Við at lata frá sær tílíkar uppgávur kann grannskoðanardeildin í størri mun uppbyggja eina servitan og nýta starvsfólkaorku sína til tey roknskaparøki, sum meira beinleiðis eru tengd at sentralu roknskaparskipanini og landsroknskapinum.

Tað eru stovnar, sum áður hava havt sjálvstøðugt bókhald og egnan roknskap, og sum hava verið grannskoðaðir av privatum grannskoðarum, men har roknskaparskrásetingarnar heilt ella partvíst eru ella verða fluttar til sentralu roknskaparskipanina. Við ásetingini í § 9, stk. 2 er eisini heimild til, at formansskapurin kann gera av, at t.d. onkur av hesum roknskapum frameftir verða grannskoðaðir av Landsgrannskoðanini.

Mannagongdin eigur at vera, at avvarðandi landsstýrismaður/aðalstýri og Landsgrannskoðanin í felag gjøgnumganga roknskapar- og grannskoðanarviðurskifti á øllum málsøkjum við tí fyri eyga at meta um, um broytingar viðvíkjandi roknskapargrannskoðanini skulu gerast á einum málsøki. Hesar metingar skulu gerast í samráð við løggildar og skrásettar grannskoðarar, ið útinna grannskoðanina á avvarðandi málsøki. Uppskot um møguligar broytingar við viðmerkingum og grundgevingum verður latið løgtingsgrannskoðarunum til viðgerðar, og verða hesir síðani at gera tilmæli til formansskapin.

Ætlanin er ikki at tílíkar broytingar skulu gerast árliga, men at tað helst skulu ganga ár ímillum. Men eftirsum grannkoðanarviðurskiftini ikki hava verið undir einari fastari skipan, eigur at farast undir eina gjøgnumgongd av øllum verandi grannskoðanarviðurskiftum skjótast tilber, og miðast skal ímóti at gera tilmæli um møguligar broytingar á øllum málsøkjum innan ár 2000.

Ætlanin er at miðja ímóti, at privatir grannskoðarar í so stóran mun sum gjørligt skulu taka sær av roknskapargrannskoðanini á øllum økjum, har hetta verður mett hóskandi. M.a. í sambandi við at privatir grannskoðarar grannskoða stovnar, sum bóka á gjaldstovuni, er tørvur á einum myndugleika, sum kann samskipa grannskoðanina av t.d. internum millumrokningskonti og øðrum roknskaparkonti, sum eru felags fyri fleiri stovnar, ella sum eru partar av einari størri heild. Henda uppgáva er áløgd Landsgrannskoðanini við ásetingini í § 9, stk. 3.

Til § 10
§ 10 snýr seg um eitt møguligt samstarv ímillum roknskapargrannskoðanina og eina innanhýsis grannskoðan.

Ein innanhýsis grannskoðan er ein eftirlitsfunktión á einum stovni ella t.d. á einum roknskaparøki undir einum landsstýrismanni, sum virkar undir og eftir boðum frá landsstýrismanninum, sum raðfestir og útgreinar eftirlitsuppgávurnar. Hevur landsstýrismaðurin t.d. varhugan av veikleikum í mannagongdum á ávísum økjum í umsitingini, kann hann áleggja innanhýsis grannskoðanini at kanna tílík viðurskifti, geva umsitingini ráð og vegleiðing um ábøtur og síðani lata honum frágreiðing um hetta. Ein innanhýsis grannskoðan er sostatt ikki óheft av landsstýrismanninum, men er eitt amboð hjá landsstýrismanninum, sum skal verða við til at tryggja, at umsitingin virkar í tráð við lógir, kunngerðir og aðrar ásetingar á økjum, sum landsstýrismaðurin í síðsta enda hevur ábyrgdina av.

§ 10 leggur upp til, at roknskapargrannskoðanin og landsstýrismaðurin kunnu gera av, at ávísar grannskoðanaruppgávur kunnu útinnast í einum formliga skipaðum samstarvi ímillum roknskapargrannskoðanina og eina innanhýsis grannskoðan. Her verður hugsað um eina skrivliga avtalu, sum m.a. tryggjar:

Til § 11
Í stk. 1 verður álagt landsstýrismanninum (í fíggjarmálum) í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok at lata løgtingsgrannskoðarunum og Landsgrannskoðanini landsroknskapin.

Í stk. 2 verður álagt avvarðandi landsstýrismanni í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok at lata løgtingsgrannskoðarunum roknskapirnar hjá landsstovnum o.l. á hansara málsøki, um hesir ikki eru við í landsroknskapinum.

Í stk. 3 verður álagt avvarandi landstýrismanni at lata eina frágreiðing um frávik ímillum játtan og nýtslu. Hetta er ein sera týðandi nýskipan. "Landsstýrismaðurin" skal í hesum føri skiljast, sum tann landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av teimum játtanum, roknskapum stovnum, grunnum v.m., sum hansara málsøki fevnir um.

Til § 12
Í stk. 1 er ásett, at landsstýrismaðurin skal hava eina skrivliga fráboðan um úrslitið av grannskoðanini. Vanligt er, at leiðslan á einum stovni v.m. frammanundan fær høvi at gera viðmerkingar til grannskoðanarviðmerkingarnar frá grannskoðanini. Hetta er fyri at tryggja, at ongar misskiljingar eru, og at tey skriv, sum verða send landsstýrismanninum, vera so objektivt røtt sum gjørligt, og at allir partar fáa høvi at lýsa síni sjónarmið. Eftirsum landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av roknskaparviðurskiftunum á sínum málsøki, er tað náttúrligt, at hann, sambært pkt. 2, kann krevja at verða kunnaður nærri um grannskoðanina.

Sambært stk. 2 skulu frágreiðingar um grannskoðan av roknskapum í einum fíggjarári latast løgtingsgrannskoðarunum innan 10 mánaðir eftir fíggjarárslok. Roknskapargrannskoðanin ger sjálv av, hvussu nógvar frágreiðingar verða gjørdar. Vanliga verður ein árlig frágreiðing gjørd fyri hvønn stovn/roknskap.

Í stk. 3 er ásett, at áðrenn ein frágreiðing verður latin løgtingsgrannskoðarunum, skal hon - um so er, at brævaskifti ikki hevur verið um tey mál, sum eru umrødd í henni - sendast landsstýrismanninum til viðmerkingar til tess at tryggja, at tað tilfar, sum verður latið løgtingsgrannskoðarunum, verður so objektivt rætt sum gjørligt, og at eisini landsstýrismaðurin fær høvi at lýsa síni sjónarmið.

Ásetingin í stk. 4 er serliga ætlað til nýtslu viðvíkjandi fyrisitingargrannskoðan. Mett verður, at tað er ein fyrimunur, at løgtingsgrannskoðararnir hava heimild at áseta nærri reglur um uppseting og innihald í frágreiðingunum, so tær fevna um upplýsingar, lyklatøl, sundurgreiningar o.l., sum løgtingsgrannskoðararnir, út frá einum hægri fyriskipaðum sjónarmiði, kunna nýta sum grundarlag fyri at meta um sparsemi, produktivitet, og effektivitet.

Til § 13
Hvørki løgtingsgrannskoðararnir ella roknskapargrannskoðanin koma undir løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.

Ásetingin í § 13 merkir, at tá biðið verður um hetta, kunnu løgtingsgrannskoðararnir og roknskapargrannskoðanin útflýggja tær frágreiðingar, sum latnar eru løgtingsgrannskoðarunum sambært § 12, men ikki undirliggjandi skjøl. Frágreiðingarnar kunnu tó ikki útflýggjast, fyrr enn tær eru latnar løgtingsgrannskoðarunum.

Roknskapargrannskoðanin er óheft, og ásetingin í § 13 tryggjar, at almenningurin uttan drál kann kunna seg um frágreiðingar, sum roknskapargrannskoðanin letur løgtingsgrannskoðarunum.

Til § 14
Henda greinin fevnir um tær kanningar og frágreiðingar, ið roknskapargrannskoðanin ger um viðurskifti, sum løgtingsgrannskoðararnir vilja hava lýst. Slíkar frágreiðingar kunnu ikki útflýggjast eftir reglunum í § 13. Løgtingsgrannskoðararnir gera sjálvir av, um tílíkar frágreiðingar skulu latast løgtinginum, ella um tær verða umrøddar ella tiknar við sum fylgiskjal í sambandi við, at løgtingsgrannskoðararnir leggja fyri tingið uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum.

Sambært stk. 1 kunnu løgtingsgrannskoðararnir áleggja roknskapargrannskoðanini víðkaða fyrisitingargrannskoðan (udvidet forvaltningsrevision/større undersøgelser) á ávísum økjum, og teir kunnu sambært stk. 3 áleggja Landsgrannskoðanini at gera tvørgangandi fyrisitingargrannskoðan, sum fevnir um fleiri játtanir/stovnar v.m.

Víðkað fyrisitingargrannskoðan er ein størri og meira djúptgangandi kanning enn vanlig fyrisitingargrannskoðan og kann gerast sum ein gjøgnumgongd av eini deild/stovni, eini serligari funktión, virksemi ella umsiting av lóggávu o.a. Víðkað fyrisitingargrannskoðan skilir seg hvørki endamáls- ella evnisliga frá vanligari fyrisitingargrannskoðan, men her eru tað løgtingsgrannskoðararnir, sum nærri útgreina endamálið við kanningini og kunnu seta víðkað krøv til tað tilfar, sum verður tikið við í kanningina, og til hvussu grannskoðanarfrágreiðingin verður gjørd. Ein nágreinilig ætlan, bæði í tíð og evnisliga, umframt ein kostnaðarmeting og støðutakan til fígging av kanningini, skal gerast, áðrenn kanningin kann byrja. Tað kundi verið ein fyrimunur, at løgtingsgrannskoðararnir høvdu eina játtan at nýta til hetta endamál. (Víst verður annars til viðmerkingarnar til § 4, stk. 3).

Roknskapargrannskoðanin eigur at lata landsstýrismannin fáa høvi til at at kunna seg um og gera viðmerkingar til kanningina og úrslitið av henni, áðrenn ein endalig niðurstøða verður gjørd, og ein frágreiðing latin løgtingsgrannskoðarunum.

Til § 15
§ 15, stk. 1, nr. 1, samsvarar við § 2, stk. 2, nr. 1, í Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald, og fevnir um stovnar, feløg, grunnar v.m., hvørs útreiðslur ella rakstrarhall í fullan mun antin beinleiðis verða goldnar av landinum ella óbeinleiðis, við at útreiðslur ella rakstrarhall verða goldin við lógarásettum gjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg. Talan er um stovnar v.m., sum landið ikki eigur, men hvørs rakstur ella hall sum heild verður fíggjað við stuðli frá landinum ella við inntøku sambært lóg, og hvørs rakstrarætlan ikki er tikin við á fíggjarlóg, javnbjóðis vanligum landsstovnum. Tað, at ein stovnur frá øðrum enn landinum, fær tilvildarligar inntøkur ella hevur inntøkur, har upphæddin hevur lítið at týða, merkir ikki, at § 15, stk. 1, nr. 1, ikki fevnir um stovnin. Sum dømi um stovnar, hvørs útreiðslur í so at siga fullan mun verða goldnar av landinum kunnu nevnast Húsarhaldsskúli Føroya, Føroya Fólkaháskúli, Heilbrigdið og Blákross.

§ 15, stk. 1, nr. 2 fevnir um stovnar v.m., har leikluturin hjá landinum er avmarkaður til stuðul av ymsum slag, ella har inntøkur, sum stovnarnir fáa sambært lóg, ikki fíggja allan raksturin. Sum dømi kunnu nevnast Fiskasjúkutænastan, Djóralæknatænastan, barnagarðar og vøggustovur hjá sjálvsognarstovnum, MFS, Deyvahúsið, Blindastovnurin, MBF, Adventistaskúlin, ÍSF, Fótbóltssambandið og ÍSB.

Endamálið við § 15, stk. 2 er at tryggja, at løgtingsgrannskoðararnir, sum vegna løgtingið hava eftirlit við fíggjarmálum landsins, eisini kunnu útvega sær innlit í virksemið í teimum partafeløgum, sum landið eigur, og har landsstýrismaðurin, umboðandi aðalfundin, umboðar evsta vald í felagnum.

§ 15, stk. 2, 1. pkt. fevnir um roknskapir hjá partafeløgum og smápartafeløgum, har landið eigur allan partapening í. Her kunnu løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin krevja roknskapin beinleiðis frá felagnum ella gjøgnum landsstýrismannin. Nevnast kann, at landskassin eigur allan partapeningin í P/F Atlantic Airways, P/F Telefonverkinum og P/F Fiskaaling.

Frá øðrum partafeløgum, har landskassin eigur ein part av partabrøvunum, kunnu løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin sambært § 15, stk. 2, 2. pkt. krevja roknskapin umvegis gjøgnum landsstýrismannin. Hetta er tó treytað av, at landsstýrismaðurin hevur, ella hevur heimild til at krevja, roknskapin v.m. frá felagnum.

Tær grannskoðanarfrágreiðingar v.m. sambært stk. 3, sum eru tengdar at roknskapum partafelagsins, koma vanliga undir tagnarskyldu. Tá løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin krevja roknskapir hjá partafeløgum til kanningar, hava teir tí ikki heimild til at geva tær upplýsingar, sum koma undir tagnarskylduna, víðari.

Fyri at eingin ivi skal vera um, hvat kemur undir ein roknskap sambært § 15, stk. 1 og 2, er hetta ásett í stk. 3.

Til § 16
Her verður hugsað um tann partin av teimum kommunalu roknskapunum, har landskassin heilt ella partvís endurrindar útreiðslur hjá kommununum til íløgur ella rakstur av t.d. kommunalum barnagørðum, skúlabarnaflutningi, fólkabókasøvnum og bygdasøvnum.

Til § 17
Her verður nærri lýst, hvussu teir roknskapir, ið nevndir eru í §§ 15 og 16, skulu kannast. Tá ein roknskapur, sum kemur undir §§ 15 og 16, verður grannskoðaður, er vanliga bert talan um fíggjargrannskoðan. Í § 17 er ásett, at tá løgtingsgrannskoðararnir ella Landsgrannskoðanin krevja ein roknskap til kanningar, eigur m.a. at verða ansað eftir, at roknskapurin er hóskandi grannskoðaður, at treytirnar fyri studningi v.m. eru loknar, og at hóskandi er atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um.

Ein stórur partur av útreiðslunum á fíggjarlógini er stuðul/studningur av ymsum slag. Í summum førum verður stuðulin veittur vísandi til serliga stuðulslóggávu, og í øðrum førum eru stuðulstreytirnar útgreinaðar í átekning ella í viðmerkingum til fíggjarlógina.

Er talan um lógarbundnar útreiðslur, hevur studningsmóttakarin vanliga eitt rættarligt krav um at fáa studningin, tá ásettar fyritreytir eru loknar. Í lóggávuni kann vera ásett, at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri treytir í kunngerð, herundir reglur fyri roknskap og grannskoðan. Um tað ikki í lóggávuni eru ásetingar, sum heimila at seta reglur um roknskap og grannskoðan, er sum meginregla ikki heimild at seta tílíkar, tí hesar tá vera at meta sum óheimilaðar studningstreytir.

Men tá talan er um aðrar studningar á fíggjarlógini, har studningsmóttakarin ikki hevur eitt rættarligt krav uppá studning, ger landsstýrismaðurin av, um studningur skal veitast. Í tílíkum førum kann landsstýrismaðurin treyta studningin av, at roknskapur verður gjørdur og verður grannskoðaður eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Við ásetingum í § 17 kunnu løgtingsgrannskoðararnir m.a. krevja roknskapin til kanningar við tí fyri eyga at kanna, um tær í lóggávu ella á annan hátt settu treytir fyri studningi eru loknar, tað verið seg treytir viðvíkjandi grannskoðan, roknskaparuppseting ella aðrar treytir.

Til § 18
At løgtingsgrannskoðararnir kunnu lata løgtinginum frágreiðingar, sum ásett er í § 18, er ein nýskipan. Talan er ikki um frágreiðingar, sum verða lagdar fyri tingið sum uppskot til samtyktar, og sambært tingskipanini verður ein tílík frágreiðing tí viðgjørd eftir § 80, stk. 2, sum ásetir, at "skriv til løgtingið verða ikki skrivað í gerðabók ella upplisin á tingfundi uttan í teimum førum, løgtingsformaðurin heldur, at talan er um serligt undantak. Skrivini verða fjølritað, eitt eintak til formannin í hvørjum flokki á tingi…".

Verður tingskipanin ikki broytt, kann orðaskifti e.a. vanliga ikki verða um tær frágreiðingar, sum løgtingsgrannskoðararnir lata løgtinginum. Men sambært § 52 í tingskipanini kunnu løgtingsmenn seta munnligar og skrivligar fyrispurningar um almenn viðurskifti til løgmann ella landsstýrismenn. Sostatt hava løgtingsgrannskoðararnir og aðrir tingmenn møguleika til at seta løgmanni ella landsstýrismanni fyrispurning viðvíkjandi viðurskiftum, sum eru lýst í einari frágreiðing, sum verður latin løgtinginum sambært § 18.

Til § 19
Sambært § 45, stk. 3 og 4 í stýrisskipanarlógini skulu landsroknskapurin og roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap, við viðmerkingum frá løgtingsgrannskoðarunum leggjast fyri løgtingið til samtyktar. § 19 er orðað við útgangsstøði í § 4, stk. 1, soleiðis at samsvar er ímillum teir roknskapir, løgtingsgrannskoðararnir skulu gjøgnumganga og leggja fyri tingið til góðkenningar. Í § 19 í lógaruppskotinum er ásett ein 14 mánaða freist fyri, nær løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja hesar fyri løgtingið.

Sambært lógaruppskotunum verður fíggjarumsitingin hjá landsstýrismonnunum fyri eitt fíggjarár góðkend, tá ið uppskotini til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum fyri fíggjarárið er samtykt.

Góðkenning løgtingsins av roknskapunum fyri eitt ávíst fíggjarár fevnir tó bert um viðurskifti, ið eru eyðsæð í roknskapunum ella umrødd í viðmerkingunum hjá løgtingsgrannskoðarunum, soleiðis at løgtingið kann sigast at hava verið vitandi um tey. Hóast góðkenningina er sostatt gjørligt seinni at draga landsstýrismann til svars, um tað - t.d. í einari seinni frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini ella løgtingsgrannskoðarunum - verður gjørt vart við (týðandi) viðurskifti, ið ikki vóru sjónlig í roknskapinum ella umrødd av løgtingsgrannskoðarunum, tá roknskapurin varð góðkendur.

Til § 20
Her er ásett ein svarskylda uppá skriv og viðmerkingar frá løgtingsgrannskoðarunum og roknskapargrannskoðanini við einari freist uppá 6 vikur.

Við lógarfestingini av hesi svarskyldu kann landsstýrismaður, um hann ikki svarar, koma undir § 5, stk. 1, í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna, sum ásetir, at løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann, tilætlað ella av grovum ósketni, skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.

Til § 21
Roknskapargrannskoðanin og Løgtingsgrannskoðararnir kunnu frá einum og hvørjum almennum myndugleika krevja allar upplýsingar og tilfar, sum grannskoðanin metir vera av týdningi fyri útinnan av starvi sínum.

Greinin fevnir eisini um upplýsingar viðvíkjandi tí partinum av teimum kommunalu roknskapunum, ið viðvíkir virksemi, har avroknað verður við landið. Roknskapargrannskoðanin kann biðja kommunustýrið/bygdaráðið um tær upplýsingar, grannskoðanin metir seg hava tørv á.

Til § 22
Talan er um innanhýsis skjøl, so sum arbeiðspappír o.t. Við hesi áseting kann sleppast undan, at umsitingin, við at vísa til løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, ber seg undan at útflýggja innanhýsis skjøl.

Til § 23
Endamálið við greinini er at tryggja, at grannskoðanin verður kunnað um øll týðandi roknskaparviðurskifti og broytingar hesum viðvíkjandi, so at grannskoðanin betur kann leggja til rættis og tillaga arbeiði sítt.

1. viðgerð 9. mars 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 17. mars 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Málið varð lagt fram av formansskapinum tann 5. mars 1999 og eftir 1. viðgerð 9. mars 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við løgtingsformannin, løgtingsskrivstovustjóran og landsgrannskoðaran.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot formansskapsins.

2. viðgerð 8. apríl 1999. Uppskotið samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 25/1999 frá 21.04.1999