Tingskipanin

 

118  Uppskot til  samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður fram soljóðandi

U p p s k o t
t i l
samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina 

Løgtingið samtykkir at seta eina nevnd, sbr. tingskipanini § 25, við einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki saman við formansskapinum at umhugsa og møguliga gera uppskot um at broyta Tingskipan Føroya Løgtings.

Viðmerkingar:
Tá nýggja stýrisskipanin var samtykt, varð nýggj tingskipan gjørd fyri løgtingið. Uppskotið varð gjørt av einari nevnd, sum var sett saman av táverandi løgtingsformanni og fyrrverandi løgtingsformonnum. Sjúrður Rasmusen advokatur var skrivari hjá nevndini.

Tingið samtykti nýggju tingskipanina 31. mai 1995, men samtykti samstundis, at nevndin skuldi verða sitandi sum millumtinganevnd at arbeiða víðari við uppskotinum.Tingskipanin kom í gildi samstundis sum stýrisskipanarlógin, og førdi hetta eisini við sær, at millumtinganevndin fall burtur.

Vald varð nýggj nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki at viðgera og koma við møguligum broytingum til tingskipanina. Nevndin gjørdi uppskot um ávísar broytingar. Hesar vórðu samtyktar 15. mai 1996 og komu í gildi á ólavsøku í 1996.

Tingið hevur sostatt nú í skjótt 3 ár arbeitt eftir hesi tingskipan, og virkar hon sum heild væl. Formanskapurin heldur, at tørvur er á ávísum broytingum, og hava tingmenn eisini gjørt vart við hetta. Formanskapurin hevur haraftrat fingið skrivliga áheitan frá tingmonnum um at skipa fyri ávísum broytingum.

Formaðurin fer tí at mæla tinginum til at seta nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki, sum saman við fomansskapinum skal umhugsa og møguliga gera uppskot um broytingar í tingskipanini.

Málið verður við hesum lagt fyri tingið.

1. viðgerð 9. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 11. mars 1999. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0.

Á tingfundi 12. mars 1999 vóru valdir í nevndina tingmenninir Jógvan Durhuus, Bjarni Djurholm, Henrik Old, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana.