Kommunulógin

 

120  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Tikið aftur

Ár 1999, 16. mars, legði Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan og tingmenninar Kristian Magnussen og Jógvan Durhuus fram soljóðandi  

U p p s k o t
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 29. mai 1985, verður § 14, stk. 2, orðað soleiðis:
"Stk. 2. Val av teimum í stk. 1 umrøddu nevndum fer fram beint aftaná val av formanni og næstformanni. Valt verður eftir lutfalsvalháttinum. Hesar nevndir skulu hvør sær altíð vera í minniluta í bygda(r)ráðnum. Í starvstíð bygda(r)ráðsins kann fara fram nýval av nevndum, og § 10, stk. 2 verður tá nýtt samsvarandi."

§ 2.

Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 29. mai 1985, úr gildi.

Viðmerkingar:
Sambært kommunulógini er ikki samsvar millum umskipan og val af kommunalum nevndum. Hetta hevur víst seg at vera óheppið, og verður tí skotið upp at broyta lógina soleiðis, at samsvar verður millum umskipan og val av nevndum.

Í uppskotinum verður nevnt, at nýval av nevndum kann fara fram. Hetta merkir, at nýval til staka nevnd ikki kann fara fram. Fíggjarnevndin og allar føstu nevndirnar mugu veljast av nýggjum.  

Vísandi til tingskipanina § 54, stk. 2 viðmæla undirritaðu tingmenn, at uppskotið kann verða lagt fram og fáa viðgerð, hóast frestin í § 54, stk 1 er farin.
Tórshavn, hin 12. mars 1999.
(18 tingmenn hava skrivað undir, sí gerðabók)

1. viðgerð 25. mars 1999. Málið beint í rættarnevndina.

Á tingfundi 7. apríl 1999 boðaði tingformaðurin frá, at uppskotssetararnir tóku uppskot sítt aftur. Eingin annar tingmaður tók upp uppskotið.

Málið burturfallið.