Vinnuligur fiskiskapur

 

121  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999,  13. apríl, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið  fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 8, stk. 2 verður sett inn aftaná 1. punktum:
  2. "Tó er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons, til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt".

  3. Í § 8, stk. 3 verður sett inn aftaná 1. punktum:
  4. "Tó er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons, til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt".

  5. § 8, stk. 7 verður orðað soleiðis:
  6. "Stk. 7. Fiskiorkan verður m.a. útroknað eftir miðalveiðitølum fyri hvønn brúktan fiskidag í hvørjum bólki sær, nevndir í §§ 28 og 29. Trolbátar í bólki 4 verða viðgjørdir fyri seg. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting sambært reglunum í stk. 1 – 5."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrisflokkarnir hava í samgonguskjalinum sett sær sum mál, at fiskidagar og kvotur skulu verða so umsetiligar sum gjørligt - útróðrarflotin undir 15 tons tó undantikin. Í tráð við hetta mál skeyt landsstýrið í august 1998 upp broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi umseting av fiskidøgum og kvotum umframt broytingar í sambandi við samanlegging av veiðiloyvum í eitt fiskifar. Løgtingið samtykti broytingarnar.

Umsitingin av teimum nýggju lógarheimildunum um samanlegging av veiðiloyvum hevur birt undir eitt orðaskifti, har serliga hevur verið ført fram, at útróðrarflotin og útróðrarvinnan gerast offur fyri teimum nýggju heimildunum.

Í hesum sambandi hevur verið víst á, at útróðrarflotin hevur serligan týdning fyri samfelagið og samfelagsbygnaðin, og at hann tí eigur at vera tryggjaður betur, fyri ikki at verða útskiftur við størri fiskifør við størri veiðiorku og harvið hvørva úr samfelagsmynstrinum.

Í hesum sambandi skjýtur landsstýrismaðurin upp, at fiskifør undir 40 tons ikki kunnu leggja veiðiloyvi saman við fiskiførum yvir 40 tons.

Tó kunnu fiskifør undir 40 tons leggja veiðiloyvi saman, treytað av at nýggja farið er undir 40 tons og lýkur treytina um ikki størri fiskiorku enn tey fiskiførini, sum veiðiloyvini verða flutt frá, tilsamans.

Landsstýrismaðurin skjýtur tí upp hesa broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum í høvuðsheitum er ein forðan fyri, at veiðiloyvi hjá fiskiførum undir 40 tons kunnu leggjast saman við størri fiskiførum og øvugt.

Hóast fiskiførini eru skipað í 5 bólkar, so hava fiskiførini í hvørjum bólki ymiska fiskiorku. Í bólki 4 eru bæði útróðrarfør og trolbátar, og er ætlanin tí m.a. eisini at taka við í útrokningunum av fiskiorkuni miðalveiðuna í mun til hvønn nýttan fiskidag í hvørjum bólki sær.

Ætlanin er eisini at hyggja nærri at samansetingini av bólkunum til tess at gera greiðari uppbýti millum veiðihættir og skipastødd.

Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta greiðari reglur um útrokning av fiskiorku og um mannagondir fyri samanlegging og umsiting av veiðiloyvum.

Broytingaruppskotið hevur ikki við sær fyrisitingarligar ella figgjarligar avleiðingar.

Uppskotið hevur verið viðgjørt í Fiskivinnu Starvsnevndini. Nevndin hevur viðmerkingar til pkt. 1) og pkt. 2) í hesum uppskoti og mælir til ístaðin at brúka orðingina: "Tað er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá bólkunum 4A og 5 til aðrar bólkar. Heldur ikki er loyvt at leggja loyvir saman í bólkunum 4A og 5". 

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Til 1 og 2.
Í § 8, stk. 2 og stk. 3 verður skoytt uppí henda orðing, sum setir skott í bólk 4 fyri fiskifør undir 40 tons, og kunnu veiðiloyvi ikki verða flutt til fiskifør, sum eru størri og øvugt. Reglan er galdandi fyri fiskifør, sum eru í fiskiflotanum og fyri innflutt fiskifør, har veiðiloyvi verða løgd saman eftir reglunum í § 8.

Til 3. Í útrokningunum av fiskiorkuni verður eisini tikið við miðalveiðan í mun til hvønn nýttan fiskidag í hvørjum bólki sær. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um útrokning av fiskiorku og um mannagondir fyri samanlegging og umsiting av veiðiloyvum.

Vísandi til tingskipanina § 54, stk. 2 viðmæla undirritaðu tingmenn, at uppskotið kann verða  lagt fram og fáa viðgerð, hóast frestin í § 54, stk 1 er farin.

Tórshavn, hin 13. apríl 1999.
23 tingmenn hava skrivað undir (sí gerðabók 75. fund)

1. viðgerð 15. apríl 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 20. apríl 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 16-7-5. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 23. apríl 1999 løgdu tingmenninir Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Niels Th. Pedersen og Jákup Sverri Kass fram soljóðandi  

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

1) § 8, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigarunum tilsøgn um, at veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum, ið eru løgd med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella førini eru strikað í skipaskránni, kunnu verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi ella til innflutt fiskifar."

Viðmerkingar
Hildið verður ikki, at tað er rætt, at loyvt skal vera at leggja meira enn tvey veiðiloyvi saman, og tí vera orðini "ella fleiri" strikað. Harumframt er talan um eina tekniska, málsliga rætting.

Viðlagdar eru verandi § 8, og nýggja orðingin í § 8.

3. viðgerð 23. apríl 1999. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Niels Th. Pedersen og Jákup Sverra Kass samtykt 14-0-13. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, samtykt  14-0-13.

Ll.nr. 49/1999 frá 10.05.1999