Tingskipan Fųroya Lųgtings

 

122  Uppskot til  broyting ķ tingskipan Fųroya lųgtings

A. Upprunauppskot
B. skriv frį serligu nevndini
C. 1. višgerš
D.2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 1999, 13. aprķl, legši formašurin fram soljóšandi 
 

Uppskot
til
broyting ķ Tingskipan Fųroya lųgtings

§ 1

  1. § 8, stk. 2 veršur strikaš.
  2. Ķ § 12 veršur aftanį "sbr. §" sett "2".
  3. § 14, stk. 3, 1. pkt. veršur strikaš.
  4. § 15, stk. 3 veršur oršaš soleišis: "Reglurnar ķ § 30, stk. 3 og § 31 galda į sama hįtt fyri formansskapin."
  5. Ķ § 22, stk. 1, nr. 4 veršur ķstašin fyri "Tingmannrįši Śtnoršurs" sett "Śtnoršurrįšnum".
  6. Ķ § 24 veršur nżtt stk. 3 oršaš soleišis: "Fķggjarnevndin vķsir teim tįttum ķ fķggjarlógaruppskotinum, sum snśgva seg um mįlsųki hjį ašrari nevnd, til ummęlis hjį hesum nevndum. Hetta skal gerast, įšrenn ein vika er lišin frį tķ, at mįliš er beint ķ fķggjarnevndina, og skulu nevndirnar senda fķggjarnevndini sķtt ummęli ķ seinasta lagi 14 dagar eftir, at tęr hava fingiš mįliš til ummęlis. Fķggjarnevndin kann eisini undir višgeršini av eykajįttanarlųgtingslógum ķ serligum fųrum senda uppskotiš ella part av tķ til ummęlis smb.1. pkt., tó skal nevndin ķ slķkum fųri geva sķtt ummęli ķ seinasta lagi eina viku eftir, at hon hevur fingiš mįliš til ummęlis. Stk. 3 veršur hereftir stk. 4."
  7. § 26 veršur oršaš soleišis: "§ 26.Lųgtingsnevndir, umrųddar ķ § 24, sita alt valskeiš lųgtingsins, uttan so er, at tingiš viš atkvųšugreišslu eftir įheitan frį tingmanni ger av at velja nevndirnar av nżggjum. Stk. 2. Veršur nevndarsessur leysur av tķ, at nevndarlimur gerst lųgmašur, landsstżrismašur ella fer frį av ašrari orsųk, tilnevnir tann bólkur, sum ķ lutfalsvalinum tilnevndi frįfarandi nevndarlimin, nżggjan nevndarlim ķstašin. Sama er galdandi, tį onnur val hava samband viš, at nevndarlimur gerst lųgmašur, landsstżrismašur ella leggur tingsessin frį sęr".
  8. § 27, stk. 2 veršur oršaš soleišis: "Lųgtingsformašurin kann tó verša valdur ķ nevndir, settar smb. § 25 at višgera višurskifti lųgtinginum višvķkjandi".
  9. Nżggj § 27 a veršur oršaš soleišis: "§ 27 a.Varamašur, sum fęr sęti į tingi fyri tingmann ķ farloyvi, tekur viš teim nevndarsessum, sum tingmašurin hevur sęti ķ. Hetta er ikki galdandi fyri uttanlandsnevndina og landsstżrismįlanevndina, har varamašurin smb. § 24, stk. 1 mųtir fyri nevndarlim ķ farloyvi."
  10. § 29, stk. 3 veršur oršaš soleišis: "Um so er, at skrivstovustjórin ella tann, hann tilnevnir, hevur forfall, skrivar formašurin ella ein, hann tilnevnir, geršabók nevndarinnar og skrivar uppskot til įlit."
  11. § 30, stk. 4 veršur oršaš soleišis: "Lųgtingsmašur, sum ikki er nevndarlimur ķ nevndunum sambęrt § 24, stk. 1, nr 1, 4, 5, 6 og 7 og § 25, hevur heimild at mųta į fundum ķ hesum nevndum sum eygleišari. Lųgtingsformašurin og varamenninir ķ įvikavist uttanlandsnevndini og landsstżrismįlanevndini hava eisini rętt at mųta sum eygleišarar ķ hesum bįšum nevndunum. Harumframt hevur umboš fyri flokk, sum ikki hevur umboš ķ uttanlandsnevndini, rętt at senda eygleišara į fund ķ nevndini. Eygleišara er ikki loyvt at taka oršiš į fundunum, at fįa skrivaš sjónarmiš ķ geršabókina ella ķ įlitiš. Hann skal annars geva seg undir somu reglur, sum galdandi eru fyri nevndarlimir."
  12. § 38, stk. 1 veršur oršaš soleišis: "Lųgtingslógaruppskot er framlagt, tį lųgtingsformašurin bošar frį tķ av tingsins rųšarapalli. Eintak av uppskotinum veršur latiš hvųrjum tingmanni ķ seinasta lagi sama dag. Endaligt oršaš uppskot skal verša lųgtingformanninum ķ hendi 3. yrkadagin fyri framlųgufundin. Lųgtingsformašurin kann ķ heilt serligum fųri gera frįvik frį įsetingini ķ 3. pkt., men skulu ongantķš ganga minni enn 2 tķmar frį tķ, at formašurin hevur endaligt oršaš uppskot ķ hendi, til taš kann leggjast fram į tingfundi."
  13. Ķ § 41, stk. 2 veršur seinasta pkt. strikaš.
  14. Ķ § 41, stk. 4 veršur seinasta pkt. oršaš soleišis: "Sķšan fer uppskotiš soleišis samtykt til 3. višgerš".
  15. Ķ § 42, stk. 1 veršur "3. yrkadagin" broytt til "2. yrkadagin", og seinasta pkt. veršur strikaš.
  16. § 43, stk. 3, seinasta pkt. veršur oršaš soleišis: "Talutķširnar vera tó sum įvķkavist undir 2. og 3. višgerš".
  17. Ķ § 52 veršur nżtt stk. 5 oršaš soleišis : "Lųgtingsformašurin kann av og į seta ófrįbošašar spurningar til lųgmann og landsstżrismenn į dagsskrįnna. Lųgtingsmenn kunna tį uttan frįbošan seta lųgmanni og landsstżrismonnum spurning, sum teir skulu svara beinanvegin. Lųgmašur og landsstżrismašur kunnu boša frį, at teir ikki fįa svara beinanvegin, men vķsa spyrjaranum til at seta spurningin fram av nżggjum eftir stk.2 og 3 ella § 53".
  18. Ķ § 52 veršur nżtt stk. 6 oršaš soleišis: "Ófrįbošašir spurningar skulu saman viš mųguligum višmerkingum kunna setast fram innan fyri talutķš uppį 1 minutt. Lųgtingslimur kann bert seta fram ein hųvušsspurning. Svariš frį lųgmanni ella landsstżrismanni mį bert vara 2 minuttir. Spyrjarin kann sķšan fįa oršiš aftur 1 ferš ķ 1 minutt. Ašrir tingmenn kunnu fįa oršiš ķ mesta lagi 1 ferš ķ 1 minutt. Lųgmašur ella landsstżrismašur kann fįa oršiš ķ 1 minutt eftir hvųnn tingmann, sum tekur oršiš. Ófrįbošašir spurningar kunnu ķ mesta lagi vara tilsamans ein ½ tķma, og mį hvųr spurningur ķ mesta lagi vara ķ 10 minuttir".
  19. § 53, stk. 3 veršur oršaš soleišis: "Fyrispurningurin skal verša svarašur skrivliga, og skal lųgtingsformašurin hava svariš ķ hendi ķ seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at spurningurin var góškendur sbrt. stżrisskipanarlógini § 21. Lųgtingsformašurin kann ķ serligum fųri gera av, at svarfreistin skal gerast styttri."
  20. Ķ § 54, stk.2 veršur aftanį oršiš "tingmonnum" sett "ella fleiri".
  21. § 55, stk. 2 veršur strikaš.
  22. § 67, stk. 2 veršur oršaš soleišis: "Veršur tingmašur ella landsstżrismašur nevndur ķ rųšu, eigur hann at verša nevndur bęši viš fornavni og eftirnavni. Lųgmašur eigur at verša nevndur lųgmašur".
  23. § 68, stk. 1 veršur oršaš soleišis: "Endurgeving kann bara verša nżtt avmarkaš.Veršur endurgiviš śr ųšrum enn tķ, sum er til višgeršar, krevst loyvi formansins."
  24. § 69, stk. 1 veršur oršaš soleišis: "Tį mįl kemur til 1.višgerš, spyr lųgtingsformašurin, įšrenn oršaskifti byrjar, hvųrjir framsųgumenn bišja um oršiš. Teir fįa oršiš eftir floksstųdd. Tingformašurin kann geva einum lųgtingsmanni śr hvųrjum flokki oršiš til ķ 1 minutt at seta fram višmerking, eftir at hvųr framsųgumašur hevur havt oršiš. Uppskotssetarin kann fįa oršiš eftir framsųgumenninar. Ašrir tingmenn, lųgmašur og landsstżrismenn fįa oršiš ķ teirri rašfylgju, teir bišja um taš."
  25. § 69, stk. 3, seinasta pkt. veršur strikaš.
  26. Ķ § 69, stk. 4 veršur aftanį "2 minuttir"sett "jvb. tó stk. 1".
  27. Ķ § 69, stk. 5 veršur punktum sett aftanį "fundum", og restin veršur strikaš.
  28. § 70, stk. 1, 1. pkt. veršur oršaš soleišis: "Talar rųšari longur, enn loyvt er, kann formašurin taka oršiš frį honum, tį iš hann eina ferš hevur mint hann į, at talutķšin er śti".
  29. § 70, stk. 2, seinasta pkt.veršur strikaš.
  30. § 73 veršur oršaš soleišis: "Almenningurin skal, uttan at mųta į tingfundi, kunna fylgja viš ųllum umrųšum į almennum lųgtingsfundum".
  31. § 78, stk. 4 veršur strikaš.
  32. § 81, stk. 2 veršur oršaš soleišis: "Lųgtingsformašurin kann loyva rķkisovastum og fremmandum tingformonnum at halda rųšu fyri lųgtingsmonnum į lųgtingsfundi".
  33. Ķ § 85 veršur seinasta pkt. strikaš.
  34. § 87, stk. 3 veršur strikaš.
  35. Skjališ til tingskipanina viš talutķšum veršur oršaš soleišis:

Talutķšir

Framlųgutķširnar eru ķ mesta lagi fyri uppskot til lųgtingslóg, rķkislógartilmęli og uppskot til samtyktar 10 minuttir, til lųgmansrųšuna 1 tķmi, til ašrar frįgreišingar frį lųgmanni og landsstżrismonnum og uppskot til fķggjarlųgtingslóg 30 minuttir.

I. Uppskot til lųgtingslóg og rķkislógartilmęli

1. višgerš 1. ferš 2. ferš 3. ferš
Uppskotssetari, framsųgumenn, lųgmašur og landsstżrismenn 15 5 5
Lųgtingsmenn 10 5 5
2. višgerš 1. ferš 2. ferš 3. ferš
Nevndarlimir, uppskotssetari og framsųgumenn fyri flokkar uttan fyri nevnd 10 5 5
Onnur 5 5 0
3. višgerš 1. ferš 2. ferš 3. ferš
Uppskotssetari og framsųgumenn 5 5 0
Onnur 5 0 0

II. Uppskot til samtyktar

Somu talutķšir, sum tį uppskot til lųgtingslóg eru til 1. og 2. višgerš.

III. 1. višgerš av uppskoti til fķggjarlųgtingslóg, lųgmansrųšan, frįgreišingar frį lųgmanni ella landsstżrismanni og uppskot til misįlitisvįttan į lųgmann ella landsstżrismann

  1. ferš 2. ferš 3. ferš
Uppskotssetari, framsųgumenn, lųgmašur og landsstżrismenn 20 10 5
Lųgtingsmenn 10 5 5

Talutķširnar til 2. og 3. višgerš av uppskoti til fķggjarlųgtingslóg eru tęr somu, sum tį uppskot til ašrar lųgtingslógir eru til 2. og 3. višgerš.

IV. Skrivligir fyrispurningar

  1. ferš 2. ferš 3. ferš
Spyrjari 10 5  
Svarari 15 5  
Onnur 10 5  
Spyrjari     5
Svarari     5

V. Munnligir fyrispurningar

  1. ferš 2. ferš 3. ferš
Spyrjari 2    
Svarari 2    
Onnur 1    
Spyrjari   2 2
Svarari   2 2

§ 2

Henda broyting ķ tingskipanini fęr gildi ólavsųkudag 1999.

  

Almennar višmerkingar:
Formašurin fekk 7. aprķl 1999 skriv frį nevndini, sum saman viš formansskapinum var sett at endurskoša tingskipanina, har męlt veršur til at gera įvķsar broytingar ķ tingskipanini. Formašurin er sum partur ķ mįlinum samdur ķ tķ, sum nevndin skjżtur upp, og męlir tinginum til at samtykkja uppskotnu broytingarnar. Skriv frį nevndini er hjįlagt.

Višmerkingar til tęr einstųku broytingarnar:
ad 1. Eftir § 13 kunnu bęši formašurin og nęstformenninir leggja frį sęr. Taš veršur ikki hildiš at vera sambęrligt viš hesa reglu, at tingmenn smb. § 8, stk. 2 ikki kunnu bera seg undan at manna hesar sessir, og veršur tķ skotiš upp at strika hana.

ad 2. Rętting til villu ķ verandi tingskipan.

ad 3. Sķ višmerking til nr. 29.

ad 4. Formansskapur lųgtingsins er ikki ein vanlig nevnd, og heldur nevndin tķ, at bara reglan um, at minst helmingurin skal vera mųttur fyri at kunna halda fund, og reglan um, at geršabók skal skrivast, skal varšveitast. Skotiš veršur upp, at reglurnar ķ verandi tingskipan um, at fundir ķ formansskapinum skulu innkallast viš somu freist sum ašrir nevndarfundir, og at skrįin fyri fundin veršur almannakunngjųrd, verša strikašar.

ad 5. Henda broyting stavar frį, at Tingmannarįš Śtnoršurs hevur broytt navn til Śtnoršurrįšiš.

ad 6. Hetta er ein av teimum grundleggjandi broytingunum, sum skotiš veršur upp at gera ķ tingskipanini į hesum sinni.Tį tingskipanin var til višgeršar ķ 1995, var ķ arbeišsuppskotinum skotiš upp at hava eina slķka skipan, sum hevur fyrimynd ķ ķslendsku tingskipanini. Hetta fekk ikki undirtųku ķ lųgtingsformansnevndini.

Seinasta heyst heittu 6 lųgtingsmenn į formansskapin um at skipa fyri, at reglan kemur ķ gildi. Nevndin tekur undir viš hesum. Sambęrt uppskotinum skal fķggjarnevndin senda tęr einstųku greinarnar til ummęlis hjį sernevndunum. Talan er bert um ummęlisrętt, og kunnu tęr einstųku nevndirnar ikki gera uppskot til broytingar ķ teim uphęddum, sum įsettar eru.

Reglan er sum hųvušsregla bara galdandi fyri ta įrligu lųgtingsfķggjarlógina, men kann fķggjarnevndin eisini ķ serligum fųri senda uppskot um eykafķggjarlųgtingslóg til ummęlis. Taš veršur ķ hesum fųri serliga hugsaš um, at landsstżriš fer undir nżggj tiltųk, sum ikki hava veriš til višgeršar ķ lųgtinginum įšur, og sum ikki krevja lógarheimild fyri at verša sett ķ verk, men bert ein fķggjarkarm.

ad 7. Lųgtingsnevndirnar verša valdar fyri alt valskeišiš, og hevur nevndarlimur skyldu at taka viš vali. Henda regla er sett ķ tingskipanina fyri at fįa kontinuitet ķ nevndararbeišiš. Um so er, at nevndirnar skulu veljast av nżggjum, er neyšugt at seta uppskot til samtyktar um hetta. Skotiš veršur upp at broyta hetta soleišis, at tingiš, eftir at hava atkvųtt um įheitan frį tingmanni um at velja nevndirnar av nżggjum, kann velja nevndirnar.

Reglan hevur tó framvegis ta óhepnu fylgju, at um tingmašur doyr, ella hann veršur landsstżrismašur, so er neyšugt at velja allar nevndirnar av nżggjum, um so er, at flokkur vil hava annan tingmann ķ hesar nevndir enn varamannin į tingi ella varamannin ķ nevndini. Serliga tį talan er um, at tingmašur gerst landsstżrimašur ķ valskeišnum, er ofta av politiskum grundum neyšugt viš eini umskipan, sum ikki kann gerast sambęrt verandi tingskipan.

Skotiš veršur tķ upp, at um tingmašur fer śr tinginum, kann flokkur hansara ella valbólkurin umskipa nevndarsessir floksins ella valbólksins.

ad. 8. Eftir galdandi tingskipan kann lųgtingsformašurin ikki hava sęti ķ tingnevndum. Nevndin heldur tó, at tį nevndir verša settar at višgera višurskifti tinginum višvķkjandi, er rętt, at formašurin er viš ķ hesum arbeiši, og veršur tķ skotiš upp, at hann kann vera limur ķ nevndum, settum eftir § 25, sum višgera hesi višurskifti.

ad 9. Sķšan verandi tingskipan kom ķ gildi į ólavsųku ķ 1996, hevur taš veriš ein afturvendandi spurningur, hvųr tekur sęti ķ nevndunum fyri tingmann ķ farloyvi. Formansskapurin gjųrdi av į vįri 1997, at taš įtti at verša varamašurin eftir § 24, stk. 1, men broytti hesa avgerš aftur į heysti 1997 til, at taš skuldi verša varamašurin, sum kom į ting.

Oršingin ķ tingskipanini er ógreiš, og veršur tķ skotiš upp at gera greišar reglur hesum višvķkjandi, so at taš veršur varamašurin į tingi, sum tekur viš nevndarsessunum hjį tingmanni ķ farloyvi. Skotiš veršur samstundis upp, at gjųrd verša tvey undantųk. Ķ uttanlandsnevndini og landsstżrismįlanevndini veršur taš altķš varalimurin eftir § 24, stk. 1, sum fęr sęti ķ nevndini, um fasta liminum berst frį, jvb. tó reglurnar ķ § 26, stk. 2. Orsųkin til hesi undantųk er, at hesar nevndir ofta višgera sera višbrekin mįl, sķ višmerkingarnar til nr. 11.

ad 10. Skotiš veršur upp, at taš er nevndarformašurin, sum hevur įbyrgdina av, at geršabókin veršur skrivaš, um fasti skrivarin hevur forfall.

ad 11. Skipanin viš eygleišarum ķ nevndunum var sett ķ tingskipanina ķ 1995, og hevur skipanin sum heild virkaš vęl. Nevndin heldur tó, at skipanin eigur at avmarkast nakaš. Uttanlandsnevndin višger ofta sera višbrekin trśnašarmįl, og veršur taš mett at vera óheppiš, at eygleišarar ķ stórum tali kunnu vera viš į hesum fundum. Sama er galdandi fyri landsstżrismįlanevndina, iš sum kęrustovnur kann koma at višgera sera persónlig mįl hjį borgarum landsins.

Męlt veršur tó til, at varamenninir ķ hesum nevndum fįa hųvi at fylgja hesum mįlum eins og lųgtingsformašurin, sum hevur yvirumsjónina viš, at nevndararbeišiš veršur gjųrt til fulnar, eisini kann vera eygleišari ķ hesum bįšum nevndunum. Somuleišis veršur skotiš upp, at flokkur, sum ikki hevur umboš ella varamann ķ uttanlandsnevndini, kann senda eygleišara į fund ķ nevndini.

ad 12. Skotiš veršur upp, at lógaruppskot ikki longur skulu leggjast munnliga fram į lųgtingsfundi, men at uppskot er framlagt, tį formašurin bošar frį uppskotinum, og at taš nakaš samstundis veršur bżtt śt til lųgtingsmenn.

Reglan um, at formašurin skal hava endaligt oršaš uppskot ķ hendi 3. yrkadagin, įšrenn hann bošar frį uppskotinum, veršur framvegis galdandi. Viš endaligt oršaš uppskot er at skilja uppskot, sum bęši ķ formi og innihaldi inniheldur taš, sum uppskotssetarin ynskir at seta fram, men kann t.d. Lųgtingskrivstovan ķ eftirkanning sķni sambęrt § 22 ķ tingskipanini gera mįlsligar og lųgfrųšisligar ręttingar, uttan at tķšarfreistin av hesi orsųk veršur longd. Hetta er ķ samsvari viš verandi mannagongd. Formašurin kann tó ķ serligum fųrum, t.d. ķ sambandi viš kreppulóggįvu, vķkja frį trķggja daga regluni, men kann tķšarbiliš ongantķš vera styttri enn tveir tķmar.

ad 13. Uppskotiš ber ķ sęr, at mįl ikki longur kunnu verša višgjųrd undir einum viš 2. višgerš.

ad 14. Sambęrt uppskotinum skal ikki longur atkvųšast um, at taš, sum er samtykt viš 2. višgerš, kann fara til 3. višgerš. Tį atkvųtt er viš 2. višgerš, fer mįliš soleišis samtykt til 3. višgerš.

ad 15. Eftir hesum veršur tķšarfreistin millum 2. og 3. višgerš stytt viš einum yrkadegi. Eisini veršur tann broyting gjųrd, at mįl ikki kunnu verša višgjųrd undir einum viš 3. višgerš.

ad 16. Verandi oršing er ógreiš, tķ vķst veršur bert til 2. višgerš, hóast taš eisini kann vera talan um framhaldandi 3. višgerš. Eftir uppskotinum er henda ógreiša burtur.

ad 17 og 18. Ķ tingskipanini frį 1995 var fingin til vega heimild at seta lųgmanni og landsstżrismonnum munnligar fyrispurningar. Hesir fyrispurningar eru tó somikiš fyrireikašir, at lųgmašur og landsstżrismašur fįa tann munnliga fyrispurningin skrivliga ķ hendi dagin fyri, hann skal svarast. Tingmenn hava gjųrt vart viš, at teir kundu hugsaš sęr - ķ hvussu so er sum eina roynd - at mųguleiki veršur fyri at seta fram ófrįbošašar spurningar.

Nevndin skjżtur tķ upp, at formašurin av og į kann seta ófrįbošašar spurningar į skrįnna. Tķšin, sum kann nżtast til hetta, veršur ķ mesta lagi ein hįlvur tķmi, og kunnu bert 10 minuttir nżtast til hvųnn einstakan spurning. Lųgmašur og landsstżrismenn kunnu tó bišja tingmannin seta spurningin fram sum frįbošašan munnligan ella sum skrivligan fyrispurning. Hóast einki veršur sagt um, at hetta er ein royndarskipan, mį taš helst metast sum slķk, tķ hetta veršur ein heimild til formannin, ikki ein skylda.

ad 19. Nevndin skjżtur upp, at freistin at svara skrivligum fyrispurningum veršur stytt. Eftir galdandi skipan skal fyrispurningurin verša svarašur ķ tinginum innan 20 yrkadagar eftir, at fyrispurningurin er góškendur. Hetta veršur skotiš upp at broyta soleišis, at tingformašurin skal hava svariš ķ hendi ķ seinasta lagi 14 dagar eftir, at atkvųtt er, og er hetta sostatt ein stytting uppį 5 yrkadagar. Formašurin kann tó ķ serligum fųri gera av, at freistin skal vera styttri. Hugsaš veršur ķ hesum fųri um mįl, sum t.d. kann vera sera aktuelt, ella at fyrispurningur veršur settur fram fįar dagar, įšrenn tingiš fer ķ summarfrķ.

ad 20. Teknisk broyting.

ad 21. Nevndin skjżtur upp, at um uppskotssetari tekur uppskot aftur, so kann lųgmašur, landsstżrismašur ella tingmašur ikki longur kunna taka uppskotiš uppaftur. Um uppskotiš skal setast fram av nżggjum, mį vanliga mannagongdin verša fylgd.

ad 22. Ein afturvendandi trupulleiki hjį tingmonnum og harviš eisini formanninum er, at tingmenn ikki ķ rųšu nevna tingmenn, lųgmann og landsstżrismenn soleišis, sum tingskipanin įsetir. Nevndin heldur, at hesar reglur eiga at verša varšveittar, men veršur viš uppskotinum įsett, at taš ikki er neyšugt at siga landstżrismašur aftanį for- og eftirnavn. Lųgmašur eigur framvegis at verša nevndur lųgmašur, men um fornavn og eftirnavn veršur nżtt ķstašin ella saman viš lųgmanni, veršur hetta ikki longur įtalaš.

ad 23. Nevndin skjżtur upp, at reglurnar fyri endurgeving verša broyttar soleišis, at taš ikki longur krevst loyvi frį formanninum at endurgeva śr mįlinum, sum er til višgeršar, t.e. uppskot, višmerkingar og annaš tilfar, sum er bżtt śt saman viš uppskoti og įliti. Talari skal tó framvegis tilskila, nęr endurgeving byrjar og endar, og hvųrjum endurgiviš veršur śr.

ad 24. Įvķst oršaskifti hevur veriš um, um loyvt skal vera at gera stuttar višmerkingar til framsųgumenn. Formansskapurin gjųrdi av seinasta summar, at frį byrjanini av tingsetuni 1998 kundi eitt umboš fyri hvųnn flokk gera stutta višmerking til hvųnn framsųgumann. Henda skipan hevur virkaš vęl, og veršur tķ skotiš upp at seta taš ķ tingskipanina, tó soleišis at slķk višmerking bara mį vara ķ 1 minutt móti annars 2 minuttum. Eisini skjżtur nevndin upp at orša stk. greišari um, nęr lųgmašur og landsstżrismenn fįa oršiš. Verandi oršing kann misskiljast.

ad 25. Nevndin skjżtur upp, at reglan um longda talutķš veršur gjųrd samsvarandi verandi sišvenju. Taš er ikki vanligt, at bišiš veršur um longda talutķš, įšrenn tingvišgeršin byrjar.

ad 26. Ein fylgja av broytingini um stuttar višmerkingar eftir framsųgumenninar.

ad 27. Nevndin heldur, at taš sigur seg sjįlvt, at lųgmašur, landsstżrismenn og rķkisumbošsmašurin halda tingskipanina, tį teir koma til oršanna.

ad 28. Tęr strongu reglurnar um at taka oršiš frį tingmanni, sum talar longur enn loyvt er, verša ikki hildnar. Skotiš veršur tķ upp at linka tęr, so at formašurin kann og ikki skal taka oršiš frį tingmanni, um hann talar ov leingi. Somuleišis veršur skotiš upp, at įsetingin um, at hann ikki kann fįa oršiš aftur į sama fundi, veršur strikaš.

ad 29. Her veršur skotiš upp, at formansskapurin ikki longur kann gera av at śtihżsa tingmanni frį lųgtingsfundi ķ upp ķ 14 lųgtingsfundardagar, um hann ikki lżšur formansins boš um oršaval ella heldur skilhaldsreglurnar annars. Sum ein fylja av hesi broyting veršur eisini skotiš upp at strika stk. 3.

ad 30. Framburšurin innan kunningartųkni v.m. ger, at reglan um hųvi at ringja inn og hoyra oršaskiftiš ikki er tķšarhóskandi, og veršur tķ skotiš upp, at hųvi skal verša hjį almenninginum at fylgja viš oršaskiftinum į tingi, men at taš er ein umsitingarspurningur at gera av, hvussu hetta veršur gjųrt.

ad 31. Skotiš veršur upp, at reglan veršur strikaš, tķ nevndin heldur, hon er óneyšug. Reglur eru įsettar fyri, hvussu boriš veršur at, tį nevndarsessur gerst leysur, tķ tingmašur fer frį, og viš taš, at tingiš so at siga ikki velur fólk ķ ašrar nevndir enn lųgtingsnevndir, veršur mett, at reglan kann strikast.

ad 32. Broytingin er ein nįgreining.

ad 33. Męlt veršur til at strika hetta pkt., tķ nevndin metir, at mųguleiki tingsins at vķkja frį tingskipanini ikki eigur at vera avmarkašur meira ķ § 85, 1. pkt.

ad 34. Henda broyting ber ķ sęr, at § 83, sum snżr seg um lųgtingstķšindi, kemur ķ gildi ųll sum hon er. Skriv til tingiš, akvųšuskrįsetingar og geršabųkur hjį lųgtingsnevndum skulu hereftir vera til taks į teldumišli, og taš vil ķ hesum fųri serliga siga į heimasķšu lųgtingsins.

ad 35. Viš 1. višgerš er bert tann broyting skotin upp, at lųgtingsmenn kunnu fįa oršiš 3. ferš ķ 5 minuttir.

Viš 2. višgerš er skotiš upp at stytta talutķširnar 1. ferš. Uppskotssetari og framsųgumenn fįa 10 minuttir móti verandi 15 minuttum, og onnur, herundir lųgmašur og landsstżrismenn, sum ikki eru uppskotssetarar, 5 minuttir móti 15 og 10 minuttum.

Ķ sambandi viš višgeršina av fķggjarlųgtingslógini er tķšin til framlųgu avmarkaš til 30 minuttir. Skotiš veršur upp, at talutķširnar viš 1. višgerš verša tęr somu sum ķ verandi skipan, men at talutķšin viš 2. og 3. višgerš veršur tann sama sum fyri onnur lógaruppskot.

Annars veršur skotiš upp at gera reglurnar um talutķšir til munnligar og skrivligar fyrispurningar greišari.

  

Vķsandi til tingskipanina § 54, stk. 2 višmęla undirritašu tingmenn, at uppskotiš kann verša lagt fram og fįa višgerš, hóast frestin ķ § 54, stk 1 er farin.

Tórshavn, hin 13. aprķl 1999.
19 tingmenn hava skrivaš undir (sķ geršabók 75. fund)

 

Skriv, dagfest 7. aprķl 1999,  til Finnboga Ķsakson, lųgtingsformann, frį Nevndini at endurskoša tingskipanina

Lųgtingiš samtykti 11. mars 1999 - lųgtingsmįl nr. 118/1998 – at seta nevnd viš einum umboši śr hvųrjum flokki at endurskoša tingskipanina. Uppgįvan hjį nevndini var saman viš Lųgtingsins Formansskapi at umhugsa og gera mųgulig uppskot til broytingar ķ tingskipanini.

Lųgtingiš valdi ķ nevndina 12. mars 1999 hesar limir: Fyri Tjóveldisflokkin Jógvan Durhuus, fyri Fólkaflokkin Bjarna Djurholm, fyri Javnašarflokkin Henrik Old, fyri Sambandsflokkin Alfred Olsen, fyri Sjįlvstżrisflokkin Sįmal Petur ķ Grund og fyri Mišflokkin Jenis av Rana.

Nevndin hevur havt fundir 15., 18., 22. og 29. mars.

Nevndin hevur višgjųrt tingskipanina sum heild og er komin įsamt um at skjóta upp at gera įvķsar broytingar. Nevndin įsannar, at skįbrįiš, nevndin hevur havt at arbeiša ķ, hevur veriš stutt, og hevur nevndini tķ valt at avmarka arbeiši sķtt til taš, sum veršur hildiš mest neyšugt at fremja beinanvegin. Nevndin heldur, at tingskipanin eigur at verša endurskošaš regluliga og heitir į formansskapin um at skipa fyri, at hetta veršur gjųrt, og at betri tķš veršur til arbeišiš enn ķ hesum fųri.

Mišaš hevur veriš eftir, ķ tann mun taš er mųguligt, bert at skjóta upp broytingar, sum § 25 nevndin og formansskapurin hava veriš samd um. Višmerkjast skal tó, at umboš Fólkafloksins ķ nevndini Bjarni Djurholm ikki tekur undir viš, at varamašur fyri tingmann ķ farloyvi fęr sęti ķ teim nevndum, sum tingmašurin hevši sęti ķ. Hansara įskošan er, at taš er varamašurin ķ nevndini, iš eigur at taka sęti ķ nevndini ķ slķkum fųrum. Harumframt heldur hann, at skipanin viš varamonnum eigur at verša broytt soleišis, at formenninir ķ teim einstųku tingbólkunum kunnu fįa heimild at gera av, hvųr tingmašur fyri flokkin mųtir į fundi, um nevndarlimi og varamanni berst frį at mųta.

Av nżggjum i tingskipanini veršur m.a. skotiš upp, at

Til hinar broytingarnar er taš at siga, at nakrar teirra eru skotnar upp fyri at gera ręttarstųšuna greišari, t.d. skipanin viš varamonnum ķ nevndum, og at formašurin kann vera limur ķ nevndum, sum verša settar at endurskoša višurskifti tingsins. Ašrar broytingar eru gjųrdar fyri at fįa ręttarstųšuna ķ samsvar viš verandi praksis, t.d. hvussu mįlburšurin er ķ tinginum og frįvik frį talutķšum. Aftur ašrar eru at gera oršingarnar greišari og ręttar mįlsliga.

Nevndin heitir į lųgtingsformannin um at bera so ķ bandi, at hjįlagda uppskot til broytingar ķ tingskipanini kann verša lagt fyri tingiš ķ hesi tingsetuni soleišis, at broytingarnar kunnu fįa gildi frį į ólavsųku ķ įr.

1. višgerš 15. aprķl 1999. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš.

Į tingfundi 19. aprķl 1999 legši lųgtingsformašurin fram soljóšandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

Ķ § 1, nr. 7 verša ķ stk. 2 seinasta pkt. millum oršini "ella" og "leggur" sett inn "av ašrari orsųk"

Ķ § 1 veršur nżtt nr. 13 oršaš soleišis: "§ 38, stk. 2 og 3 verša strikaš". Nr. 12 til 35 verša hereftir nr. 13 til 36.

Ķ § 1, nr. 35, sum nś veršur nr. 36 veršur inngangurin til talutķšir oršašur soleišis: "Framlųgutķširnar eru til lųgmansrųšuna 1 tķmi og til ašrar frįgreišingar frį lųgmanni og landsstżrismonnum 30 minuttir".

Višmerkingar
Undir 1. višgerš av uppskotinum var gjųrt vart viš višurskifti, sum vóru ógreiš, og onnur, sum vóru ķ andsųgn viš tingskipanina, serliga broytingin ķ § 38. Fyri at fįa hetta ķ ręttlag veršur skotiš upp at gera omanfyrinevndu broytingar.

2. višgerš 19. aprķl 1999. Broytingaruppskot frį lųgtingsformanninum til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 30-0-0. At mįliš soleišis samtykt kann fara til 3. višgerš samtykt uttan atkvųšugreišslu.

Į tingfundi 23. aprķl 1999 legši formansskapurin fram soljóšandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. višgerš

§ 30, stk. 1 veršur soljóšandi::

"Nevndarformašurin ķ lųgtingsnevnd bošar nevndarlimunum til fundar viš ķ minsta lagi 18 tķma freist samstundis, sum hann sigur frį dagsskrįnni fyri fundin. Fundartķš og –skrį veršur almannakunngjųrd"

Višmerkingar:
Ķ galdandi tingskipan er nįgreiniliga įsett, hvussu nevndarfundir skula lżsast, m.a. viš uppslagi og į telefonsvarara. Tann tųkniliga menningin er so stór, at taš er neyvan rętt longur at įseta įvķsar kunngeršarhęttir ķ sjįlvari tingskipanini.

Eftir hesi nżggju oršingini verša taš formansskapurin og umsitingin, sum gera av, hvussu nevndarfundir verša lżstir.

3. višgerš 23. aprķl 1999. Broytingaruppskot frį Finnboga Ķsakson, Eyšun Viderų, Vilhelm Johannesen og Edmund Joensen til § 30 samtykt 29-1-0. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš og soleišis broytt viš 3. višgerš, endaliga samtykt 30-0-0. Mįliš avgreitt.