Flóttafólk

 

123  Uppskot til  samtyktar viðvíkjandi flóttafólki

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 19. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan og tingmenninar Marjus Dam, Bjarna Djurholm, Jógvan Durhuus, Annitu á Fríðriksmørk, Heina O. Heinesen, Finn Helmsdal, Torbjørn Jacobsen, Edmund Joensen, Vilhelm Johannesen, Jákup S. Kass, Álv Kirke, Jógvan á Lakjuni, Kristian Magnussen, Heðin Mortensen Hergeir Nielsen, Henrik Old, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Lisbeth L. Petersen, Páll á Reynatúgvu, Hans Paula Strøm og Joan Ziskason fram soljóðandi

 U p p s k o t
til
samtyktar

 Heitt verður á landsstýrið um skjótast tilber at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar bjóða seg fram til at hýsa einum ávísum tali av flóttafólki úr Kosovu, og leggja frágreiðing fyri løgtingið um málið. 

Viðmerkingar:
Syrgiliga støðan í Kosovu ger, at hópur av fólki nú fyri at bjarga lívinum roynir at leita sær friðskjól í øðrum londum. Millum tey lond, sum bjóða seg fram at hýsa hesum flóttafólkum, eru okkara næstu grannar eitt nú Ísland, Danmark og Noregi.

Flóttafólkapolitikkur er mál, sum liggur hjá donskum myndugleikum, men tað er tó eingin politisk forðing fyri, at Føroyar og føroyingar í verki vísa ein vilja til at stuðla okkara medmenniskjum, sum hava hjálp fyri neyðini.

Samstundis, sum vit á henda hátt kunnu hjálpa, kunnu vit eftir okkara førimuni luttaka í altjóða samfelagnum, sum vit hóast alt eru ein partur av.

Somu tingmenn viðmæla sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram.

1. viðgerð 21. apríl 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Á tingfundi 23. apríl 1999 bað Anfinn Kallsberg, løgmaður, um orðið uttan um skránna sambært § 51, stk. 3 í tingskipanini at geva eina serliga fráboðan málinum viðvíkjandi.

2. viðgerð 23. apríl 1999. Uppskotið til samtyktar endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.