Kanningarstjórafrágreiðing um bygnaðarbroyting

Frágreiðing  frá Dánjal Magnussen, advokati sum kanningarstjóri smb. grein 38, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1995 um stýriskipan Føroya,  í spurninginum um fyrisitingin í málinum í samband við bygnaðarbroytingar í landsumsitingini er útint á  óregluligan hátt.

 

I  Inngangur

II Stutt frágreiðing um gongdina í samband við bygnaðarbroytingar í landsumsitingini

III Munnligar og skrivligar frágreiðingar frá:
    A. Edmund Joensen
    Á. Jóannes Eidesgaard
    B. Finn Norman Christensen
    D. Andreas Petersen
    Ð. Eilif Samuelsen
    E. Ivan Johannesen
    F. Sámal Petur í Grund
    G. Axel H. Nolsøe
    H. Vilhelm Johannesen
    I. Anfinn Kallsberg
    Á. Kristian Magnussen
    J. Finnbogi Arge
    K. Álvur Zachariassen
    L. Tordur Niclasen
    M. Jalgrím Hilduberg
    N. Tummas Magnussen
    O. Rúni Joensen
    Ó. Barbara á Tjaldrafløtti
    P. Herluf Sigvaldsson
    R. Beinta Festirstein


IV Viðmerkingar kanningarstjórans:
    A) Vanlig mannagongd
    Á) Landsstýrisfundurin tann 30. apríl 1996
    B) Landsstýrisfundurin tann 13. mai 1996
    D) Skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21/5-96
    Ð) Fíggjarnevndarfundurin tann 24. mai 1996
    E) Niðurstøða

V Yvirlit yvir tilfar, ið kanningarstjórin hevur nýtt í samband kanningina
Skjal 1. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 2. juni 1995
Skjal 2. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 30. apríl 1996
Skjal 3. Skriv frá Finn N. Christensen, forstjóra til landsstýrisfundin tann 13. mai 1996, dagfest 10. mai 1996
Skjal 4. Skriv frá Herluf Sigvaldsson, fulltrúa til landsstýrisfundin dagfest 10. mai 1996
Skjal 5. Fíggjarnevndarskjal dagfest 10. mai 1996
Skjal 6. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 13. mai 1996
Skjal 7. Fíggjarnevndarskjal dagfest 15. mai 1996
Skjal 8. Skriv frá Løgtingsskrivstovuni til fíggjarnevndarlimirnar dagfest 17. mai 1996
Skjal 9. Telefax frá Landsverkfrøðinginum til løgtingsins fíggjarnevnd dagfest 17. mai 1996
Skjal 10. Skriv frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni til løgtingsins fíggjarnevnd dagfest 21. mai 1996
Skjal 11. Úrrit úr gerðabókini hjá fíggjarnevndini tann 24. mai 1996
Skjal 12. Skriv frá Løgtingsskrivstovuni til Føroya Landsstýri dagfest 24. mai 1996
Skjal 13. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 28. mai 1996
Skjal 14. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 29. mai 1996
Skjal 15. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 31. mai 1996
Skjal 16. Skriv frá Hans Trygva Teirin (áður Henriksen), advokati til Føroya Landsstýri dagfest 6. juni 1996
Skjal 17. Úrrit úr gerðabók landsstýrisins tann 6. juni 1996
Skjal 18. Tíðindaskriv frá Føroya Landsstýri dagfest 6. juni 1996
Skjal 19. Skriv frá Kára D. Petersen, advokati til Jóannes Eidesgaard, fyrrv. landsstýrismann dagfest 7. juni 1996
Skjal 20. Úrrit úr gerðabókini hjá fíggjarnevndini tann 13. juni 1996
Skjal 21. Úrrit úr gerðabókini hjá landsstýrismálanevndini tann 14. juni 1996
Skjal 22. Skriv frá Finn N. Christensen til løgmann dagfest 11. septembur 1995
Skjal 23. Skriv frá landsstýrinum til Finn N. Christensen dagfest 18. septembur 1995
Skjal 24. Brot úr starvssáttmála millum Føroya Landsstýri og Finn N. Christensen dagfestur 20. desembur 1995

I - Inngangur:
Í skrivi dagfest 10. juli 1996 heitir landsstýrismálanevndin á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at gera eina frágreiðing um, hvørt fyrisitingin í málinum um eykajáttan í samband við bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini er útint á óregluligan hátt.

Við skrivi dagfest 4. oktober 1996 útnevnir løgtingsformaðurin sambært § 38, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya Dánjal Magnussen, advokat, sum kanningarstjóra

"at gera frágreiðing um fyrisitingin í málinum um eykajáttan í samband við bygnaðarbroytingar í landsumsitingini er útint á óregluligan hátt.

Tygum verða biðin um í kanningum tygara at fáa greiðu á niðanfyristandandi viðurskiftum:

I. Er grund til at halda, at í skrivi dagfestum 15. mai 1996 frá landsstýrinum til løgtingsins fíggjarnevnd um eykajáttan og skrivi frá Jóannesi Ejdesgaard, landsstýrismanni 21. mai 1996 eru givnar skeivar og villeiðandi upplýsingar, sum eru av stórum týdningi fyri viðgerð fíggjarnevndarinnar av eykajáttanarumsóknini ?

II. Er grund til at halda, at munnligar upplýsingar, givnar frá landsstýrinum til løgtingsins fíggjarnevnd í sambandi við áðurnevndu eykajáttanarumsókn eru skeivar og villeiðandi upplýsingar, sum eru av stórum týdningi fyri viðgerð fíggjarnevndarinnar av eykajáttanarumsóknini, og um svarið er ja, hvør hevur tá givið hesar upplýsingar ?

III. Er grund til at halda, at landsstýrið í samband við viðgerð fíggjarnevndarinnar av áðurnevndu eykajáttanarumsókn hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri viðgerð fíggjarnevndarinnar av eykajáttanarumsóknini, og um so er, at svarið er ja, hvør av landsstýrismonnunum má haldast at vera ábyrgdarhavandi fyri, at hesar upplýsingar ikki eru framkomnar ?

IV. Um so er, at svarið er ja til ein av spurningunum, nevndir undir I-III, er tá grund til at halda, at ávísur/ir landsstýrismaður/menn tilætlað ella av ósketni hava ábyrgd av hesum skeivu upplýsingum?"

Kanningarstjórin hevur fyrst og fremst leitað fram skjalatilfar frá Føroya Landsstýri og Løgtingsskrivstovuni. Tað skjalatilfar, sum kanningarleiðarin heldur hava størsta týdningin í samband við hesa frágreiðing, verður lagt fram sum V partur í hesi frágreiðing.

Kanningarstjórin hevur eisini, vísandi til grein 38, stk. 4 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya frá 26. juli 1994, havt avhoyringar av teimum persónum, ið kanningarstjórin heldur eru viðkomandi fyri kanningina og á henda hátt fingið munnligar upplýsingar frá teimum. Harumframt hevur kanningarstjórin, vísandi til somu heimild, eisini kravt skrivligar spurningar frá fyrrverandi forstjóra Finn Norman Christensen. Tær munnligu frágreiðingarnar umframt tann skrivliga frágreiðingin frá Finn Norman Christensen verða løgd fram sum III partur í hesi frágreiðing.

II - Stutt frágreiðing um gongdina í samband við bygnaðarbroytingar í landsumsitingini:
Ólavsøkudag 1995 bleiv nýggj stýrsskipan sett í gildi í Føroyum sambært løgtingslóg nr. 103 um stýrisskipan Føroya frá 26. juli 1994. Við grein 33 í hesari løgtingslóg bleiv landsstýrið broytt frá at virka sum ein "kollegial skipan" til at virka sum ein "ráðharraskipan", men hendan grein kom tó ikki í gildi fyrr enn ólavsøkudag 1996.

1. juni 1995 bleiv Finn Norman Christensen settur sum forstjóri í Tinganesi. Sambært starvssáttmála (sí tilfarið síða 58) millum Føroya Landsstýri og Finn Norman Christensen undirskrivaður 20. desembur 1995 skal hesin "udarbejde forslag til ændring af Landsstyrets administration med henblik på tilpasning af administrationens opbygning til den ændrede styrelseslov, hvor Landsstyret overgår fra kollegialt ansvar til individuelt ansvar for hver enkelt landsstyresmedlem."

Hansara arbeiðsuppgáva var m.a. at gera uppskot um broytingar í landsumsitingini í samband við, at nýggja stýrisskipanarlógin hevði við sær, at landsstýrið, frá at virka sum ein "kollegial skipan", broyttist til at virka sum ein "ráðharraskipan". Finn Norman Christensen bleiv settur í starv í eitt ár frá 1. juni 1995 at rokna. Seinni bleiv hansara starvstíð longd við tveimum mánaðum, soleiðis at hann varð í starvi til 1. august 1996. Setanin av Finn Norman Christensen sum forstjóra bleiv samtykt á landsstýrisfundi fríggjadagin tann 2. juni 1995 (sí tilfarið síða 3).

Finn Norman Christensen byrjar beinanvegin at arbeiða við uppskoti sínum um bygnaðarbroytingar, og á sumri 1995 hevur hann fund við landsstýrismenninar, har hann leggur fram eina "skitsu" til bygnaðarbroytingar.

Tann 11. septembur 1995 skrivar Finn Norman Christensen skriv til løgmann Edmund Joensen (sí tilfarið síða 56), har hann biður seg verða loystan úr starvi sum forstjóri við tí grundgeving, at hann ikki hevur neyðuga stuðulin frá landsstýrinum og ikki fær tilførda neyðuga arbeiðsmegi til at gera uppskot um broytingarnar.

Við skrivi dagfest 18. septembur 1995 frá Føroya Landsstýri (sí tilfarið síða 57), undirskrivað av løgmanni og øllum landsstýrismonnunum, fráboðar landsstýrið Finn Norman Christensen, at "eitt samlað landsstýri framvegis stendur aftanfyri reorganiseringina av landsumsitingini, og metir landsstýrið hetta arbeiðið líka týdningarmikið nú, sum tá ið tygum vórðu settur í starv."

Í samband við arbeiðið at gera uppskot um bygnaðarbroytingarnar verða settir ymsir stýrisbólkar í landsstýrinum. Eisini verða hildnir fundir við eitt nú formonnunum fyri tingbólkunum, stovnsleiðarunum í almennu fyrisitingini og yrkisfeløgunum á vetri 1995/1996.

Á tíðindafundi tann 20. mars 1996 leggur Finn Norman Christensen fram uppskotið um nýskipan av landsins fyrisiting. Uppskotið verður lagt fram í 7 bindum, og eru øll hesi merkt "Uppskot um nýskipan".

Á landsstýrisfundi mánadagin tann 13. mai 1996 samtykkir landsstýrið, sambært síni gerðabók, at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 (Landsskrivstovan) uppá kr. 2.928.000,- í samband við nýskipan av landsfyrisitingini. Sambært tí fíggjarnevndarskjali, (sum er umsóknin, fíggjarnevndin fær frá landsstýrinum), ið bleiv sent fíggjarnevndini, skuldu m.a. ein løgmanstjóri og 5 aðalstjórar setast í starv. Við avgerð frá 24. mai 1996 heldur fíggjarnevndin seg ikki hava heimild at avgreiða málið.

Við lýsing í Dimmalætting fríggjadagin tann 31. mai 1996 verður søkt eftir løgmanstjóra, og 1. juli 1996 verður Marjun Hanusardóttir sett sum løgmanstjóri. Hetta verður samtykt á landsstýrisfundi týsdagin tann 9. juli 1996. Seinri verða settir 5 aðalstjórar.

III - Munnligar og skrivligar frágreiðingar:

A. Frágreiðing frá Edmund Joensen (EJ):
EJ er sjálvlærdur. EJ er uppvaksin á Oyri í eini handilsfamilju. Hevur arbeitt í fyritøkuni frá barni av. Fór til skips 14 ára gamal. Í 10 ár fiskaði hann ein part av árinum og arbeiddi ein part av árinum í handilsfyritøkuni. Hann hevur verið við til fiskiskap bæði undir Íslandi og í Grønlandi. Eisini hevur hann verið til sildafiskiskap og róð út undir Føroyum. Hevur verið á Føroya Fólkaháskúla veturin 1960/61 og í fyrireikingarflokki til læraraútbúgving í umleið hálvt ár, men gavst við tí. Hevur verið á nógvum skeiðum innan fyri handil, framleiðslu, rakstrarleiðslu og sølu. Rakstrarleiðari og seinni nevndarlimur í P/F Fiskaaling eisini aftaná, at tað almenna hevði yvirtikið partapeningin, heilt fram í nítiárini. Í hesum sambandi var hann á skeiðum í Noregi og Danmark viðvíkjandi sílum og laksi.

Fa. O.C. Joensen bleiv gjørt um til partafelag umleið 1980, og bleiv hann tá annar stjórin í felagnum, eins og nevndarformaður, og bleiv sitandi har, til hann bleiv løgmaður í 1994. Í samband við, at felagið gjørdist partafelag, bleiv virksemið lagt um til framleiðslu av skeljum og rækjum, og fall bygdahandilin burtur eins og tey umboð, ið vóru knýtt at felagnum.

EJ hevur eisini verið umboðsnevndarlimur í Føroya Fiskasølu frá 1985 og í starvsnevndini frá 1987.

Sitið í Sunda bygdaráð frá 1970 til 1980 sum næstformaður. Sat í felagsskúlastýrinum fyri Felagsskúlanum á Oyrabakka og í tess bygginevnd, tá felagsskúlin bleiv bygdur, hetta bæði sum næstformaður og formaður.

Kom í løgtingið í november 1988 fyri Sambandsflokkin. Fyrst formaður í flokkinum á løgtingi frá 1990, og síðani í 1991 verið landsformaður í flokkinum. Í løgtinginum sat EJ í ídnaðarnevndini og marknaðarnevndini. Frá 1989 til 1990 var EJ við til at gera sokallaða fiskivinnuálitið.

EJ hevði ikki verið í landsstýrinum, fyrr enn hann bleiv løgmaður, tá landsstýrið bleiv skipað í september 1994. Hann hevði øll tey mál, sum vanliga hoyrdu til løgmann serliga tey yvirornaðu málini í Tinganesi, so sum lógarmál, uttanríkismál, stýrisskipanarmál, starvsfólkapolitikk v.m. Í einkultum førum, tá ið landsstýrismenn fóru frá, hevði EJ málini hjá hesum, inntil nýggjur landsstýrismaður varð settur. Við umskipan av landsstýrinum í juni 1996 hevði EJ t.d. fíggjar- og búskaparmál og almanna- og heilsumál, inntil nýggja samgongan varð skipað. Eisini hevði EJ málini hjá Sámal Petur í Grund, tá hesin fór frá fyrst í desembur 1997, til málini vórðu endaliga býtt millum hinar landsstýrismenninar um árskiftið.

Nú umsitur løgmaður starvsfólkapolitikk, meðan lønarsáttmálar hoyra undir landsstýrismannin í fíggjarmálum. Setanir av fólki ger hvør landsstýrismaður sær, uttan viðvíkjandi aðalstjórunum, tá er tað landsstýrismaður og løgmaður í felag sum seta.

Viðvíkjandi mannagongdini í samband við landsstýrisfundir vísir EJ til frágreiðingina hjá Jalgrím Hilduberg, frá s. 53 til 55 í tilfarinum. Hann sigur at hendan frágreiðingin er ein nøktandi og góð lýsing av mannagongdini. EJ sigur, at á landsstýrisfundum fór eisini fram ein politisk viðgerð av málum og politisk støðutakan til málini.

Løgmaður leiddi fundirnar, men hvør landsstýrismaður legði síni mál fyri á fundinum og gjøgnumgekk tey soleiðis, sum hann helt vera neyðugt, og vísandi til skjøl í málinum. Um onkur ynskti fleiri upplýsingar, kundi sendast boð eftir fulltrúum til at geva frágreiðing og/ella koma við fleiri skjølum.

EJ fekk soleiðis kenslu av, hvat hvør landsstýrismaður helt um málið, og kendi løgmaður, at allir vórðu samdir, so staðfesti hann, at málið var samtykt. Um onkur ynskti viðmerking førda í gerðabókina um, at hann var ósamdur, so fekk hann hesa.

Ein gekk út frá, at landsstýrismenn áðrenn fundirnar høvdu lisið málini við tilhoyrandi skjølum, sum teir høvdu fingið tilsend vikuna frammanundan, og sostatt vóru væl vitandi um hesi.

Tað var ikki vanligt at lesa skjølini upp á fundunum, og varð hetta bara gjørt, tá onkur ynskti tað.

Var ikki rættilig semja, var tað vanligt, at løgmaður royndi at mýkja málið fyri at fáa semju. Bleiv ikki semja, var tað mest vanligt, at málið bleiv útsett soleiðis, at tað politiskt kundi sodnast.

Viðhvørt tók løgmaður atkvøðugreiðslu á fundi um okkurt mál soleiðis, at hann spurdi hvønn einkultan landsstýrismann, um hann var fyri ella ímóti, og so ráddi meirlutin. Stóðu atkvøðurnar á jøvnum, var atkvøða løgmans avgerandi.

Fyrsta mál á dagsskránni á hvørjum fundi var upplestur av gerðabókini, og varð hon lisin upp "in extenso". Um eingin hevði viðmerking, varð hon góðkend og undirskrivað av landsstýrismonnum. Tað kom tó rættiliga ofta fyri, at landsstýrismenn vildu hava viðmerkingar í bókina, og fingu teir hesar.

Skrivarin, sum vanliga var deildarleiðarin á lógardeildini, skrivaði sjálvur gerðabókina - hon bleiv ikki dikterað av løgmanni.

Tað var ikki óvanligt, at landsstýrið helt meiri óformligar landsstýrisfundir, har eingin dagsskrá varð løgd frammanundan, og eingin fundarfrágreiðing bleiv gjørd. Her vóru oftani politisk orðaskifti um, hvat henda skuldi. Á slíkum fundum blivu ofta viðtiknar ávegis avgerðir í ymsum málum.

Eisini hendi tað ofta, at tá tann formligi landsstýrisfundurin var liðugur, var óformlig viðgerð og orðaskifti um mál, uttan at hetta bleiv endurgivið nakrastaðni. Eisini í slíkum førum blivu tiknar ávegis avgerðir.

Tað kom meiri enn so fyri, um so var, at mál høvdu skund, at fundir blivu hildnir aðrar dagar enn týsdag.

Eftir nýggju stýrisskipanini er mannagongdin tann, at landsstýrið heldur politiskar fundir hvønn mánadag, har landsstýrismenn kunna hvønn annan um ymisk mál, sum teir hava um hendi, og hvar landsstýrismenn kunnu spyrja eftir málum.

Fyrsta og triðja mánadag í hvørjum mánaði hevur lítlasamgonga fund aftaná landsstýrisfundin, har landsstýrismenn og samgongufloksformenn á løgtingi koma saman og tosa um aktuell mál soleiðis, at floksformennirnir kunnu orientera baklandið.

Tað hendi seg, at landsstýrismenn høvdu fund saman við øllum tinglimunum í samgonguni.

Landsstýrið hevur onga skrivliga mannagongd fyri landsstýrisfundir, men helt fram eftir somu skipan, sum hevði verið áðrenn.

Aftaná at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi, varð gjørd ein mannagongd fyri landsstýrisfundir, og verður hendan fylgd.

Tá ið samgongan varð gjørd í 1994, vórðu menn greiðir yvir, at umsitingin mátti víðkast og styrkjast, hetta serliga tí, at tað eftir nýggju stýrisskipanarlógini vildi koma ráðharraábyrgd frá ólavsøku 1996, og varð neyðugt at fáa tillagað umsitingina áðrenn. Eisini varð tað ofta ført fram, at neyðugt varð at styrkja rættartrygdina hjá fólki. EJ tosaði við føroyingar heima og uttanlands og við fólk í Danmark og hinum norðurlondunum, herundir floksformenn í fólkatinginum, ráðharrar og departementsstjórar og bað teir vísa á onkran persón, sum kundi verða skikkaður (kvalifiseraður) til at taka sær av arbeiðinum við at planleggja og gjøgnumføra umskipan av umsitingini í Føroyum.

Endin bleiv, at EJ setti seg í samband við Finn Norman Christensen, sum hevði fingið góð tilmæli allastaðni frá, tí hann hevði verið við, tá danska uttanríkismálaráðið bleiv umskipað, eins og hann hevði arbeitt hjá Sameindu Tjóðum í New York og á donsku ambassaduni í London.

Avtalað varð so, at Finn Norman Christensen skuldi koma til Føroyar í eitt ár og í høvuðsheitum taka sær av at umskipa føroysku landsumsitingina. Hann skuldi gera uppskot til hesa nýskipan og gjøgnumføra hana. Til hetta fekk hann fríar hendur, tó so at umsitingin skuldi svara til føroysk viðurskifti.

Fyri at Finn Norman Christensen skuldi hava víðar heimildir til at arbeiða við bygnaðarbroytingum, bleiv hann settur sum forstjóri.

Finn Norman Christensen setti sær hjálparfólk og fór síðani í gongd við at gera uppskot til umskipanina av landsumsitingini.

Finn Norman Christensen kunnaði ávegis EJ og landsstýrið um, hvussu gekst við arbeiðinum, og varð hetta oftani gjørt á meiri óformligum landsstýrisfundum, aftaná at tann formligi landsstýrisfundurin var lokin. Sostatt vóru landsstýrismenn, eisini áðrenn 20. mars 1996, væl orienteraðir um uppskotið og arbeiðið hjá Finn Norman Christensen.

Skrivligar frágreiðingar um alt arbeiðið saman við uppskoti um umskipan bleiv lagt fram í 7 heftum á fundi í landsstýrinum 20. mars 1996, og fingu landsstýrismenn og løgtingsmenn eintak av hesum tilfari.

Á landsstýrisfundinum 30. apríl 1996 varð bygnaðarbroytingin diskuterað aftaná tann formliga landsstýrisfundin. So vítt løgmaður minnist, so hevði hann ta uppfatan aftaná hetta, at ein var samdur í, hvat skuldi gerast, og at uppskotið hjá Finn Norman Christensen vildi blíva samtykt, og at semja var um at søkja teir neyðugu pengarnar til at seta umskipanina í gongd. Eingin av teimum landsstýrismonnunum, sum vóru á fundinum, ynsktu nakra viðmerking ella mótmælti hesum. EJ minnist ikki, hvussu langa tíð orðaskiftið tók, men hansara fatan var, at menn vóru samdir um uppskotið til nýskipanina, soleiðis sum hetta varð lagt fram av Finn Norman Christensen í áðurnevndu heftum, og at hetta vildi seinni koma á ein landsstýrisfund til formliga samtykt. Soleiðis gav viðgerðin á fundinum tann 30. apríl 1996 grønt ljós til at gjøgnumføra umskipanina.

Í samband við landsstýrisfundin tann 13. mai 1996 sigur EJ, at hann áðrenn fundin hevði fingið skjølini t.v.s. skrivið frá Finn Norman Christensen dagfest 10. mai 1996, tilfarið s. 7, skrivið frá Herluf Sigvaldsson dagfest 10. mai 1996, tilfarið s. 8 og fíggjarnevndarskjal við starvslýsing dagfest 10. mai 1996, tilfarið s. 9.

Hann hevði fingið hesi skjøl í vikuni áðrenn og las tey í vikuskiftinum. Hann hevði ikki verið við til at gera fíggjarnevndarskjalið, men var samdur í innihaldinum og meinti, at hetta var í tráð við tað, sum viðtikið varð tann 30. apríl 1996. Skjølini til landsstýrisfund høvdu bláan lit, men av tí at hetta var torført at kopiera, var fíggjarnevndarskjalið skrivað á hvítum pappíri.

EJ hevði innkallað til fundin 13. mai 1996, sum varð hildin mánadag, fyri at fáa formliga viðtøku av bygnaðarbroytingunum, og fyri at fáa vissu fyri, at allir vóru samdir um málið. Fundurin vardi bert hálvan tíma, tí at síggja til vóru allir samdir. Eingin tók nakað fyrivarni, nakra serstøðu ella ynskti nakra viðmerking í gerðabókina. EJ leiddi fundin, og um hvørjir aðrir vóru á fundi, vísir hann til gerðabókina. Hann heldur fyri vist, at Finn Norman Christensen var við á fundinum. Tað tilfar, ið varð framlagt á fundinum, vóru áðurnevndu skjøl. Sakin fyri sjálvt málið var eisini við á fundinum.

EJ legði málið fyri og tók eina skjóta gjøgnumgongd av málinum í høvuðsheitum soleiðis, sum hetta hevði verið gjørt so mangar ferðir áður, og tá eingin hevði nakað at viðmerkja, hevði mótmæli ella serstøðu, so uppfataði løgmaður tað sum um, at her var full semja um málið, og at samtyktirnar nú skuldu gjøgnumførast.

Fíggjarnevndarskjalið var væl útgreinað og skjalaprógvaði væl øll krøv um pengar, og hvussu hesir skuldu brúkast, soleiðis at málið var klárt at fara til viðgerðar í fíggjarnevndini.

Spurdur, sí tilfarið s. 9, um teksturin í fíggjarnevndarskjalinum frá 10. mai 1996 á fyrstu síðu, næstsíðsta petti, "Við hesum í huga, hevur landsstýrið samtykt at byrja nýskipanina ....." bleiv upplisin, sigur EJ, at hetta ikki bleiv lisið upp. Á somu síðu sama petti "Landsstýrið hevur tess vegna samtykt ....." sigur EJ, at hetta heldur ikki bleiv lisið upp. Viðvíkjandi somu síðu 1. petti "Landsskrivstovan søkir við hesum fíggjarnevndina um ....." so varð heldur ikki hetta lisið upp. Heldur ikki minnist EJ, at starvslýsingin, sí tilfarið s. 15 og 16, varð lisin upp.

EJ helt ikki, at tað var nøkur orsøk til at lesa tað áður siteraða upp, tí her var ikki annað enn tað, sum allir vóru samdir um frammanundan. Tað var heldur ikki vanligt at lesa skjøl upp.

EJ sigur, at hann ikki gjørdi nøkur notatir á fundinum. Tá embætisfólk eru við á fundinum gera hesi sjálvi neyðugu notatini.

Tá ið landsstýrisfundurin tann 13. mai 1996 var liðugur, metti EJ, at politiska viðgerðin av bygnaðarbroytingunum var liðug, og bygnaðarbroytingarnar viðtiknar, eins og samtykt varð at fara undir at seta hesar í verk. Tað var full semja um tilmælið, sum fylgdi við fíggjarnevndarskjalinum.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarskjalinum dagfest 15. mai 1996, sí tilfarið s. 18, sigur EJ, at landsstýrið hevði eina ætlan, sum skuldi setast í verk, og tí mátti landsstýrið søkja fíggjarnevndina, og vónaði hann, at fíggjarnevndin fór at játta umsóknini. Hann er ikki vissur í, um allir hinir landsstýrismennirnir vónaðu tað sama, men hann helt tað,  tí allir royndu at fáa tær sparingar til vega, sum lógu í málinum, soleiðis at teir kundu fáa málið ígjøgnum.

Varð játtanin fingin, vildi ein sjálvandi havt nýtt peningin til størvini samsvarandi fíggjarnevndarskjalinum.

Til spurningin um tað kemur fyri, at orðingin "samtykt" verður skrivað í fíggjarnevndarskjøl og onnur skjøl, uttan at hesar samtyktir neyðturviliga eisini framganga av landsstýrisins gerðabók, sigur EJ, at hann ikki rættiliga veit hetta.

Í samband við skrivið frá Jóannes Eidesgaard frá 21. mai 1996, sí tilfarið s. 31, sigur EJ, at hann einki kendi til hetta skriv, áðrenn tað varð sent, og at hann ikki sá hetta skriv fyrr enn miðskeiðis á fíggjarnevndarfundinum 24. mai 1996, og varð hann rættiliga bilsin av hesum skrivi, tí tað als ikki endurgevur veruleikan. Hann helt, at hetta mátti verða reint politiskt, ella eisini var tað eitt stórt mistak, tí hetta als ikki svaraði til veruleikan. Hann var sjálvandi als ikki samdur við brævskrivaran.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum 24. mai 1996 sigur EJ, at hann bleiv biðin um av fíggjarnevndini at koma á fund, og hevði hann embætismenn við sær, sum hann roknaði við kundu geva svar uppá einhvønn spurning, sum kundi koma frá fíggjarnevndini.

Tað, sum løgmaður greiddi frá á fundinum, var tað, sum stóð í fíggjarnevndarskjalinum, og legði EJ dent á, at hetta, ið landsstýrið hevði samtykt, skuldi fara í gongd 1. august 1996, men var hetta treytað av, at ein fekk hesa eykajáttan. Landsstýrið hevði eisini gjørt sær stóran ómak, fyri at fíggjarnevndarskjalið skuldi verða so greitt sum møguligt, soleiðis at tað var lættari hjá fíggjarnevndini at taka støðu til.

Tá tað verður sagt í gerðabókini, at løgmaður í løgtinginum í november 1995 hevði kunnað landsstýrið um, at hann fór at koma við eini umsókn um eykajáttan, so meinti hann við, at hendan umsókn skuldi koma til løgtingið og ikki til fíggjarnevndina. Av tí at arbeiðið við at gera neyðugu fyrireikingarnar, herundir serliga at fáa sundurgreiningarnar av tølunum fyri sparingarnar, og ikki allir stovnar vóru líka samarbeiðsvilligir, varð trupult, dróg málið út, og bleiv ein tí heldur seinur á sjóvarfallinum. Sostatt var løgtingið farið heim, áðrenn klárt var at søkja um peningin, og tí varð neyðugt at senda umsókn til fíggjarnevndina. Løgmaður helt seg hava eina góða sak at tala fyri og roknaði við, at hetta fór at ganga ígjøgnum.

Tá skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 kom á borðið, miðskeiðis á fundinum, kom líkasum stígur í fundin. Tá sagt verður, at løgmaður segði seg onga serliga viðmerking hava til hetta skriv, so skal tað skiljast soleiðis, at tá hetta var fyrstu ferð, at løgmaður hoyrdi um og sá hetta skriv, helt hann tað vera frægast ikki at siga ov nógv, tí skrivið kanska var ein misskiljing.

Tá ið tað verður sagt, at løgmaður ynskti at fáa greiðu á, hvør orsøkin var til, at nevndin møguliga ikki fór at játta upphæddina, so var hetta tí, at tað var komið fram í avísunum, at fíggjarnevndin, vísandi til grein 44 í stýrisskipanarlógini, kanska ikki fór at játta upphæddina.

Løgmaður sigur, at hann ikki hevur givið fíggjarnevndini aðrar upplýsingar í hesum málinum enn teir, sum framganga av tilfarinum, hetta hvørki munnliga ella skrivliga.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 28. mai 1996 sigur EJ, at tað sum fer fram á hesum fundi undir pkt 1, er góðkenning av gerðabókini, m.a. frá landsstýrisfundinum 13. mai 1996. Gerðabókin, haruppií tann frá landsstýrisfundinum 13. mai 1990, bleiv lisin upp "in extenso" og góðkend, uttan nakrar viðmerkingar yvirhøvur.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 29. mai 1996, sí tilfarið s. 38, sigur løgmaður, at hann ikki minnist hví hesin fundur bleiv hildin mikudag og kl. 8:00 á morgni.

Hann hevur sjálvur innkallað fundin. Um hvør var á fundi, vísir hann til gerðabókina.

Viðvíkjandi dagsskránni fyri fundin sigur EJ, at so vítt hann minnist, viðgjørdi ein bara lýsingina eftir løgmansstjóra, og bygnaðarbroytingarnar sum so vórðu ikki viðgjørdar. Á hesum fundi samtykkir ein bert at lýsa eftir løgmansstjóra. Nú visti ein, at ein ikki fekk játtan úr fíggjarnevndini, og uttan iva hevði ein kannað, hvar ein skuldi fáa pengarnar frá til løgmansstjóran, soleiðis at peningaliga síðan var í lagi. Finn Norman Christensen skuldi skjótt avstað, so tað var neyðugt at fáa løgmansstjóra so skjótt sum møguligt.

Hvørji skjøl vórðu løgd fram á hesum fundi, minnist løgmaður ikki, og hann minnist heldur ikki, hvørjar broytingar blivu gjørdar til lýsingina, eins og hann heldur ikki minnist, hvat sagt bleiv.

Tá tað í gerðabókini verður siterað "Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard taka í prinsippinum undir við ......" dugir EJ ikki rættiliga at siga, hvat teir meina við. Hetta var ein orðing sum Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen sjálvir høvdu gjørt og vildu hava orðarætt í gerðabókina, og mundi tað allarhelst liggja okkurt politiskt aftan fyri hetta. Tá teir siga, at normering og játtan finst, so munnu teir uttan iva meina við, at tað er normeringin, sum hevur hoyrt til Finn Norman Christensen, og at nýggi løgmansstjórin kundi koma beinleiðis inn í hesa normering.

Løgmaður heldur, at uppskot til lýsing við rættingum bleiv einmælt samtykt.

EJ hevur ongantíð diskuterað brævið frá 21. mai 1996 við Jóannes Eidesgaard.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 31. mai 1996 sigur EJ, at fyrst Axel Nolsøe og síðani EJ persónliga góvu Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen boð um at koma á landsstýrisfund, men hvørgin av teimum svaraði aftur ella kom.

Til landsstýrisfundin 6. juni 1996 er at viðmerkja, at alt tað eftirsitandi landsstýrið er samt um, at bygnaðarbroytingarnar vórðu samtyktar, og at tað, sum Jóannes Eidesgaard boðar frá í skrivi sínum frá 21. mai 1996, er skeivt, og tí hevur Jóannes Eidesgaard givið fíggjarnevndini skeivar upplýsingar.

Viðvíkjandi innihaldinum av gerðabókini frá fundinum í fíggjarnevndini tann 13. juni 1996, sigur løgmaður, sum ikki hevur sæð hetta, fyrr enn hann fekk tilfarið í hesi sak, at hann ikki rættiliga kann kennast við tað, sum stendur har, og at hann ikki hevði vilja góðkent hesa gerðabók, um tað kom uppá tal.

Eisini sigur EJ, at tað er hansara uppfatan, at á fundinum 24. mai 1996 í fíggjarnevndini, hevði formaðurin í nevndini ikki ætlað, at brævið frá Jóannes Eidesgaard frá 21. mai 1996 skuldi verða lagt fram, men bleiv hetta neyðugt, tá Tordur Niclasen spurdi eftir brævinum.

Á. Frágreiðing frá Jóannes Eidesgaard (JE):
JE sigur, at hann er útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í 1977, og hevur verið í politikki síðani 1980 fyrst sum býráðslimur og síðani 1990 sum løgtingslimur. Var landsstýrismaður frá januar 1991 til juni 1996 og er ídag framvegis løgtingslimur.

Um hvussu landsstýrisfundir vórðu fyrireikaðir og hildnir vísir JE til frágreiðingina, sum Jalgrím Hilduberg hevur givið til landsstýrismálanevndina, og metir hann, at hendan er rættiliga góð og fullfíggjað. Tó sigur hann, at vísandi til petti mitt á s. 54 í tilfarinum, bleiv tað tó fleiri ferðir atkvøtt á landsstýrisfundi, meðan Edmund Joensen var løgmaður. Hetta fyrikom fleiri ferðir, tá løgmaður eftir Jóannes'ar tykki uppgav at royna ta mýking ella semju, sum tær kollegialu reglurnar kravdu. Tá kundi løgmaður knappliga bara halda atkvøðugreiðslu á tann hátt, at hann spurdi hvønn einkultan landsstýrismann, um hann atkvøddi fyri ella ímóti.

Áðrenn hevði tað verið vanligt, at um semja ikki var á fundinum beinanvegin, at málið so varð tikið av skránni, ella menn fóru til síðis at tosa seg til rættis, og so komu aftur á landsstýrisfundin antin at avgreiða málið, um semja var, ella at málið varð útsett. Tað fyrikom tó, at atkvøðugreiðsla fór fram.

Tað finnst ikki nøkur skrivlig mannagongd fyri landsstýrisfundir.

Í samband við landsstýrisfundin 2. juni 1995, sí tilfarið s. 3, pkt. 18, greiðir JE frá, at semja var um, at umsitingin í landsstýrinum var ov veik, og at hetta mátti broytast. Í 80'unum hevði man gjørt ymsar royndir, og einkultar deildir vórðu stovnaðar, men framvegis var embætistænastan hjá landsstýrismonnum ov veik, og landstýrismenn stóðu ov veikir fyri tí, sum fyrigekk uttan fyri landsstýrið. Serliga stórir trupulleikar vóru í umsitingini av almannaverkinum, tí landsstýrið hevði ikki manning til at syrgja fyri kunngerðum og reglugerðum, sum tað varð álágt landsstýrinum at syrgja fyri. Hetta gav eisini trupulleikar við samarbeiðinum við tær donsku ráðharrastovurnar, sum hildu at okkara umsiting var ov veik.

Tosað hevði ikki verið um nakran ávísan ráðgeva uttanífrá, men knappliga, sum snarljós úr klárum himli, í juni 1995 kom løgmaður við uppskoti um at seta Finn Norman Christensen (FNC) sum ráðgeva hjá landsstýrinum til at arbeiða við broytingini av umsitingini. Hetta kom eisini í lag, tí at danska stjórnin hevði bjóðað hjálp á hesum øki. Tað einasta navn, sum var í uppskoti, var FNC, og nakrar serligar upplýsingar um hansara førleika vórðu ikki givnar. Tó fekk man at vita, at hann hevði fingist við broytingar í umsitingini á onkrari danskari ráðharrastovu. Nøkur skrivlig fyrisiting til FNC varð ikki gjørd, og JE kennir heldur ikki til nakran sáttmála millum løgmann og FNC. Hetta øki hoyrdi annars undir løgmanni. JE heldur, at FNC bleiv brúktur í so nógv sum "ministarasekreterur" hjá løgmanni, og tað vóru aðrir landsstýrismenn, sum hildu tað sama. Løgmaður setti so sín egna "ministarasekreter" Rúna Joensen, og síðani fór FNC at taka sær meira av broytingunum í umsitingini.

Ein av høvuðsgrundunum til broytingina í umsitingini var, at nýggj stýrisskipan kom við ráðharraábyrgd, og mett varð, at ikki bar til at hava hesa ábyrgd uttan so, at man hevði eina góða og sterka umsiting.

Á sumri 1995 var óformellur landsstýrisfundur - eingin førd dagsskrá, eingin skrivari og eingin gerðabók - og her gjøgnumgekk FNC fyri landsstýrismonnum eina skitsu um broyting av umsitingini av landsstýrinum, har hann legði dent á, hvussu man kundi styrkja umsitingina hjá hvørjum einkultum landsstýrismanni. JE helt, hetta verða rættiliga áhugavert uppskot, men var ymiskt, sum honum ikki dámdi, serliga hvar ymisk umsitingarøkir skuldu verða, t.d. um kommunumál skuldu hoyra undir landsstýrismanninum í skúlamálum ella undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Sama var galdandi fyri starvsfólkamál, sum høvdu hoyrt undir løgmanni, men, sum JE metti, kanska áttu at hoyra undir fíggjarmálaráðharranum.

Hetta, metti JE, átti at verðið umrøtt politiskt millum landsstýrismennirnar, og ein slík politisk viðgerð fekst ikki. Tað var bæði ynskiligt og neyðugt, at politikkararnir viðgjørdu bygnaðin, og tá ikki bara landsstýrismennirnir, men eisini løgtingsmenn og flokkarnir, soleiðis at tann broyting, sum nú bleiv gjørd, ikki aftur skuldi broytast, um nýtt landsstýri kom framat. Tað varð sagt frá fleiri politikarum, at teir ynsktu orðaskifti um hetta mál.

Viðvíkjandi landstýrisfundinum 30. apríl 1996 sigur JE, at eingin verulig politisk viðgerð hevði verið um bygnaðarbroytingarnar, og tá tað undir pkt. 9 í gerðabókini frá 30. apríl 1996 verður víst til "uppskot til broyting í uppskoti um eykajáttanir í 1996", so hevur hetta mál einki við bygnaðarbroytingarnar at gera yvirhøvur. Bygnaðarbroytingarnar vórðu umrøddar millum landsstýrismenn meira óformelt á kaffifundum, men nøkur politisk viðgerð var ikki farin fram, heldur ikki á hesum fundinum.

Á fundinum 30. apríl 1996 helt JE, at har hevði verið tosað um pengar til bygnaðarbroytingar, men mintist ikki nærri, hvat har varð avrátt. Hetta mál var ikki á skránni, og hetta er ikki nevnt í fundarfrágreiðingini (gerðabókini).

Uppá fyrispurning frá Kára D. Petersen, hjásita sigur JE, at hann minnist ikki um FNC var á landstýrisfundinum 30. apríl 1996, men tað kom fyri, at bæði Jalgrím Hilduberg og FNC vóru við á landsstýrisfundi.

Tá ið fíggjarnevndarskjølini blivu latin fíggjarnevndini, varð JE greiður yvir, at nú kundi koma politisk viðgerð av málinum, tí fíggjarnevndin hevði havt tann praksis, at slík eykajáttanarmál ikki blivu játtaði í fíggjarnevndini uttan so, at hesi høvdu ógvusligan skund, men blivu víst til løgtingið. Hetta vildi so viðført, at møguleiki varð fyri politiskari viðgerð av málinum.

Um sjálvt fíggjarnevndarskjalið sigur JE, at hann fekk hetta vikuna áðrenn, men at hann ikki hevði nærlisið skjalið, tí hann hevði sett seg rættiliga væl inn í bókarøðina um broytingina í umsitingini, og tí helt hann ikki vera neyðugt at nærlesa tað, sum stóð í fíggjarnevndarskjalinum.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 13. mai 1996 sigur JE, at hetta var ikki vanligur landsstýrisfundur, tí hesin var mánadag, og tann vanligi fasti landsstýrisfundurin var týsdag. Hann vísir á, at í gerðabókini frá fundinum verður víst til j.nr. 300-2, meðan fíggjarnevndarskjølini vísa til eitt j.nr. sum eitur 2500-19/96. Hann minnist ikki rættiliga, um FNC var á fundinum, men hann heldur, at hann var. Hann fekk fundarboð, við at skrivari hansara pr. telefon hevði fingið at vita, nær fundur skuldi verða, og ført hetta í dagbókina hjá honum. Hann heldur, at hann fekk skránna vikuna fyri - allarhelst fríggjadag, men minnist tað ikki. Hann heldur, at løgmaður bað FNC leggja málið fyri fundin, men minnist tað ikki vist. Á fundinum vórðu fíggjarnevndarskjøl og starvslýsing. JE sigur, at tað einasta, sum bleiv viðgjørt á fundinum, var spurningurin um eykajáttan. Bygnaðarbroytingarnar blivu sum so ikki viðgjørdar.

Hjá JE og Andreas Petersen var ta ætlanin at fáa bygnaðarbroytingarnar og eykajáttan viðgjørdar í politiskum høpi - í fíggjarnevnd og kanska løgtingi - og tí vóru teir fyri so vítt nøgdir við, at spurningurin fór niðan í fíggjarnevndina, tí teir vóru greiðir yvir, at fíggjarnevndin, soleiðis sum praksis hevði verið, ikki vildi taka støðu, men senda umsóknina aftur til landsstýrið at leggja fyri løgtingið.

Fíggjarnevndarskjalið bleiv ikki upplisið ella umrøtt á fundinum.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarskjalinum og undirskriftunum á hetta sigur JE, at FNC kom til hansara seint á degi og bað hann um at undirskriva skjalið, hetta tí at hann ikki fekk fatur á løgmanni. Eisini stóð ein triði persónur í hurðini og bíðaði, og roknaði JE við, at hesin skuldi bera fíggjarnevndarskjalið niðan í fíggjarnevndina, tá hetta hevði slíkan skund. JE las ikki skjalið ígjøgnum, men roknaði við, at hetta endurgav tað, sum viðtikið varð á fundinum 13. mai 1996. Hetta er einastu ferð, at JE hevur undirskrivað skjal saman við FNC.

Vanligt var, at fylgibræv varð sent saman við fíggjarnevndarskjølum, men í hesum førinum var av einihvørjari orsøk einki fylgibræv. JE sigur, at hann bleiv ikki gjørdur varugur við, at orðingin í fíggjarnevndarskjalinum ikki svaraði til uppfatilsi hjá honum av tí, sum viðtikið varð 13. mai 1996.

JE sigur, at tá ið hann bleiv varugur við, at orðingin í fíggjarnevndarskjalinum ikki samsvaraði tí, sum hann meinti varð viðtikið á fundinum 13. mai 1996, føldi hann tað sum sína skyldu at siga fíggjarnevndini frá hesum. Tað var ikki óvanligt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði samband við fíggjarnevndina um mál, sum vóru til viðgerðar herundir rættingar í slíkum, og var hetta tí ikki nakað óvanligt stig eftir hansara meting. Eisini varð brævið, dagfest 21. mai 1996, latið til journalina í landsstýrinum til journalisering beinanvegin.

Tá var tað soleiðis, at landsstýrismaðurin, sum hevði tað málið um hendi, sum umsókn til fíggjarnevndina viðvíkti, undirskrivaði skjalið til fíggjarnevndina. Tað kundi koma fyri, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki visti av slíkum umsóknum, sjálvt um tað viðvíkti peningi úr landskassanum. Hetta er broytt nú, soleiðis at í slíkum føri er tað maðurin í fíggjarmálum, sum undirskrivar slík skjøl.

JE hevur sjálvur skrivað og sett saman brævið dagfest 21. mai 1996, og er hetta ikki umrøtt við nakran annan, tí hann helt, tað vera púra klárt, at tað, sum hann skrivaði, var tað, sum viðtikið var.

Uppá fyrispurning um, hvat man í grundini hevur lagt fyri fíggjarnevndina, tá man tann 13. mai 1996 ikki hevur viðtikið bygnaðarbroytingarnar ella setan av størvum, sigur JE, at ikki allir vóru samdir um, hvussu umskipanin skuldi fara fram, men at pengar nokk máttu brúkast til hetta. Umsóknin til fíggjarnevndina varð eisini gjørd fyri at fáa eitt politiskt orðaskifti um hetta mál.

Soleiðis sum hann skilir málið og fundirnar bæði í fíggjarnevndini og landsstýrinum, so hava allir verið samdir um viðtøkuna 13. mai 1996, soleiðis sum hann skilti hana. Ikki fyrr enn komið var út til 29. mai 1996, tá nústandi kom veruligur politikkur í málið.

JE hevði gjørt FNC varugan við, at fíggjarnevndarskjalið ikki var samsvarandi við viðtøkuna, men hevði hann einki svar fingið uppá hetta. JE hevði ikki verið á fundi í fíggjarnevndini um hetta mál, men hann hevði tosað við fíggjarnevndarformannin, áðrenn hann sendi skrivið dagfest 21. mai 1996 við rætting av fíggjarnevndarskjalinum. Hetta varð gjørt fyri at tryggja sær, at fíggjarnevndin ikki viðgjørdi málið og tók nakra avgerð, fyrr enn teir høvdu fingið skrivið hjá sær dagfest 21. mai 1996.

Á landsstýrisfundi 28. mai 1996 lesur løgmaður gerðabókina upp alla sum hon er frá landsstýrisfundinum 13. mai 1996, og vanligt er, at um eingin viðmerking kemur frá nøkrum, so er gerðabókin góðtikin. Í hesum førinum var als eingin viðmerking, sjálvt um menn tá vistu um skrivið frá JE til fíggjarnevndina frá 21. mai 1996. Á hesum fundi 28. mai 1996 varð skrivið frá JE til fíggjarnevndina frá 21. mai 1996 ikki tikið uppá tungu.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 29. mai 1996 greiðir JE frá, at løgmaður kallaði inn til hendan fund, sum var óvanligur, bæði tí at hann var so árla sum kl. 08.00 á morgni, og tí hann var mikudag. Um FNC var á fundi, er JE ikki vissur í, men hann heldur tað. At fundurin var eitt sindur harðligur, komst fyri ein stóran part av, at løgmaður í fjølmiðlunum beint áðrenn hevði sagt frá, at hann ikki fór í tingið við málinum um umskipan av umsitingini. Á fundinum var uppskot til lýsing eftir løgmanstjóra, og hevði JE fingið hetta áðrenn fundin.

Á hesum fundi sigur løgmaður, at alt um bygnaðarbroytingarnar og setanir varð viðtikið á fundium 13. mai 1996, og vóru allir landsstýrismenninir uttan JE og Andreas Petersen samdir í hesum - eisini Sámal Petur í Grund, sum ikki var við á fundinum 13. mai 1996. JE var ógvuliga bilsin um hesa støðu, tí løgmaður hevði kent hansara skriv til fíggjarnevndina frá 21. mai 1996 í hvørs fall síðani 24. mai 1996, og JE hevði onga viðmerking hoyrt um hetta fyrr enn á hesum fundi.

Støðan á fundinum bleiv so tann, at JE og Andreas Petersen øðrumegin vórðu samdir um, at eingin viðtøka fyrilá frá 13. mai 1996, meðan allir hinir landsstýrismenninir meintu, at tað fyrilá ein slík viðtøka. JE og Andreas Petersen gjørdu klárt, at Javnaðarflokkurin ikki kundi góðtaka, at slík umskipan fór fram uttan politiska viðgerð, og at flokkurin vildi royna at fáa hetta fyri løgtingið. Annars vóru teir samdir í, at løgmansstjórin skuldi setast, tí har var normering og játtan í lagi, men meintu ikki at lýsingin hjá FNC kundi nýtast, tí hon forútsetti, at viðtøka fyrilá tann 13. mai 1996.

Um fíggingina av løgmansstjóra, tá eingin eykajáttan kom úr fíggjarnevndini, sigur JE, at hetta bar til, tí hetta snúði seg bert um løn í 1/2 ár til ein løgmansstjóra, og hesin peningur kundi finnast aðrastaðni.

Skrivið hjá JE frá 21. mai 1996 varð nevnt, men var ikki greiniliga viðgjørt. Her varð mest umrøtt um, hvat varð viðtikið tann 13. mai 1996, ella hvat ikki varð viðtikið.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum 24. mai 1996 vísir JE á, at tá ið løgmaður svarar spurninginum um endaligu støðuna hjá landsstýrinum, so er hesin samdur við JE, tá hann sigur, at landsstýrið bert hevur tikið støðu til neyðugu eykajáttan, so teir kundu byrja at seta fólk.

JE sigur, at hann ikki á nakran annan hátt enn við brævinum frá 21. mai 1996 og telefonsamrøðu við formannin hevur givið fíggjarnevndini upplýsingar í hesum máli.

B. Frágreiðing frá Finn Norman Christensen:

Svar på skriftlige spørgsmål til Finn Norman Christensen
i forbindelse med undersøgelsen af, hvorvidt administrationen i sagen angående ekstra bevilling i maj/juni 1996, i forbindelse med ændring af administrationen, er udøvet ulovligt:

1. Giv en redegørelse om Deres uddannelse og stilling.
Jeg er uddannet som cand. polit. og er sekretariatschef i Forskningsministeriets departement med ansvar for departementets administration.

2. Giv en redegørelse om Deres faglige og erfaringsmæssige baggrund for at påtage Dem opgaven at omstrukturere den færøske administration.
Reorganisering, forstået som tilpasning af organisationen til de skiftende opgaver, er en løbende aktivitet i enhver administration. Jeg har arbejdet med organisatoriske spørgsmål i Udenrigsministeriet og i Forskningsministeriet.

I Udenrigsministeriet, hvor jeg var ansat fra 1977 - 1993, har jeg arbejdet med organisation som fuldmægtig fra 1978 - 1980, som souschef i budget- og organisationskontoret fra 1985-1989, som souschef i Udenrigskommissionens sekretariat fra 1989-1991 og som ministerråd og souschef på den danske ambassade i London fra 1991-1993.

Som sekretariatschef i Forskningsministeriet har jeg arbejdet med organisation fra 1993-1995 og efter min tilbagekomst fra Færøerne i 1996.

3. Hvornår tiltrådte De som "forstjóri" i landsstyreadministrationen, og havde De en ansættelseskontrakt med landsstyret og i bekræftende fald, hvad var indholdet af denne.
Jeg tiltrådte som "forstjóri" pr. 1. juni 1995. Jeg påtog mig opgaven som "forstjóri" på baggrund af en henvendelse fra lagmanden, og efter at jeg havde haft en drøftelse med samtlige medlemmer af landsstyret. De gav alle udtryk for, at den daværende landsstyreadministration ikke fungerede hensigtsmæssigt. Der blev indgået en etårig ansættelseskontrakt med landsstyret. Denne kontrakt blev forlænget for en periode på 2 måneder.

4. Fik De nogen skriftlig eller mundtlig arbejdssætning i forbindelse med Deres arbejde med ændring af administrationen, eller havde De frie hænder.
Kontrakten fastlagde reorganiseringsopgaven som følger:
"Direktøren skal udarbejde forslag til ændring af landsstyrets administration med henblik på tilpasning af administrationens opbygning til den ændrede styrelseslov, hvor landsstyret overgår fra kollegialt ansvar til individuelt ansvar for hvert enkelt landsstyremedlem.

Udover arbejdet med ændring af landsstyrets administration skal direktøren også deltage i gennemgangen af den øvrige offentlige virksomhed på Færøerne."

Dette var efter landsstyrets og mit eget ønske et bredt mandat. Et væsentligt element var, at der skulle udarbejdes "forslag til ændring af administrationen". Det var således op til landsstyret at beslutte anvendelsen af det fremlagte forslag.

5. Giv en redegørelse om arbejdet med ændring af administrationen frem til landsstyremødet 30. april 1996, herunder Deres løbende orientering af landsstyremedlemmer, disses holdning til, at ændringer skulle laves, og om hvorvidt spørgsmålet blev drøftet på landsstyremøder.
Jeg fremlagde en skitse til ændring af organisationen på et møde i landsstyret i slutningen af juni eller begyndelsen af juli 1995. Der var tale om en orientering fra min side. Landsstyret drøftede kort og uformelt skitsen.

Fra august 1995 gik jeg videre med arbejdet. I den forbindelse begyndte jeg en besøgsrunde til institutioner under landsstyret. Der blev i løbet af efteråret afholdt et offentligt møde med repræsentanter uden for den offentlige sektor for at inddrage deres syn på den offentlige sektor i overvejelserne.

Arbejdet med reorganiseringen i efteråret blev sinket af varetagelsen af andre opgaver, først og fremmest forberedelsen af landsstyrets forhandlinger med den danske regering i begyndelsen af november.

En revideret skitse til reorganisering og andre administrative tiltag blev fremlagt på et møde med cheferne for samtlige offentlige direktorater og institutioner omkring den 20. november. Der blev samtidig meddelt, at arbejdet med reorganisering ville blive fortsat i en række arbejdsgrupper.

Arbejdet i arbejdsgrupperne pågik i december 1995, januar og februar 1996. Samtidig fortsattes besøgsrækken til institutionerne, således at samtlige institutioner blev besøgt.

På baggrund af drøftelserne i arbejdsgrupperne, besøgene på institutionerne og det øvrige arbejde med reorganiseringen blev der udarbejdet en redegørelse til landsstyret.

Udover forslag til reorganisering og andre administrative tiltag indeholdt redegørelsen skriftlige udsagn fra de institutionschefer, der enten ikke var enige i de fremlagte forslag eller som ønskede at fremsætte supplerende bemærkninger.

Redegørelsen blev, så vidt jeg husker, fremlagt for landsstyret omkring den 20. marts 1996. Redegørelsen blev samtidig offentliggjort, ligesom cheferne for de offentlige institutioner herunder cheferne i landsstyreadministrationen samt landsstyreadministrationens personale modtog en orientering.

Ved fremlæggelsen for landsstyret foreslog jeg, at man først drøftede forslagene efter påske, når landsstyremedlemmerne havde haft lejlighed til at sætte sig ind i den omfangsrige redegørelse.

Timingen var tilrettelagt således, at landsstyret, dersom de ønskede at følge forslaget, kunne iværksætte de centrale dele til olai 1996, hvor ændringerne i styrelsesloven vedrørende landsstyremedlemmernes overgang til individuelt ansvar trådte i kraft. Redegørelsen indeholdt en lang række øvrige forslag, der først skulle iværksættes på et senere tidspunkt efter gennemførelsen af yderligere undersøgelser.

Jeg betragtede proceduren på den måde, at forslagene nu var overgået til politiske overvejelser, og at det herefter var op til landsstyret at drøfte og beslutte sagens videre gang.

Denne politiske drøftelse blev indledt på møder i landsstyret i slutningen af april.

6. I Deres skrivelse af 10. maj 1996, jfr. materialet s. 7, anfører De "Sum avrátt (oversat til "aftalt", undersøgelseslederen) á landsstýrisfundinum 30. april 1996 ....". Deltog De i landsstyremødet den 30. april 1996, og hvad blev aftalt på dette landsstyremøde?
Jeg deltog i landsstyremødet den 30. april 1996. På mødet blev det besluttet, at der skulle fremlægges et konkret forslag til gennemførelse af de centrale dele af reorganiseringen. Forslaget skulle udformes som et forslag til tillægsbevilling, fordi der på finansloven ikke var afsat bevilling til forslaget.

Anmodningen til mig om at udarbejde et konkret forslag blev ikke anført i landsstyrets protokol. Det hang sammen med, at landsstyrets protokol alene anførte landsstyrets stillingtagen til konkrete forslag. Det var i overensstemmelse med den daværende praksis for protokolføring af landsstyrets drøftelser.

7. Redegør for Deres medvirken til udarbejdelse/formulering af henholdsvis finansudvalgsbilaget dateret 10. maj 1996, jfr. materialet s. 9 ff, og stillingsannoncen, jfr. materialet s. 15 f.
Materialet blev udarbejdet af mine medarbejdere i landsstyreadministrationen under min ledelse og mit ansvar.

8. I finansudvalgsbilaget og stillingsannoncen oplyses, at landsstyret har vedtaget en overordnet omstruktureringsplan, at denne skal begynde den 1. august 1996, og at der skal ansættes 6 direktører. Hvem har formuleret finansudvalgsbilaget, og hvornår og hvordan er ovennævnte beslutninger vedtaget?
Efter min erindring er finansudvalgsbilaget og stillingsannoncen udarbejdet af Herluf Sigvaldsson og Barbara á Tjaldrafløtti efter min instruktion. Materialet er udformet som et oplæg til et dagsordenspunkt på landsstyremødet den 13. maj 1996. Materialet er, som anført overfor, formuleret som en ansøgning om en tillægsbevilling.

Forslaget ville blive vedtaget, hvis landsstyret på sit møde den 13. maj vedtog forslaget.

9. Deltog De på landsstyremødet den 13. maj 1996 og i bekræftende fald giv en redegørelse fra mødet herunder, hvad der blev vedtaget, og hvordan vedtagelsen skete.
Jeg deltog i landsstyrets møde.

Jeg har ikke en detaljeret erindring om drøftelsen. Der blev ikke rejst spørgsmål om princippet i forslaget om opdeling af administrationen på generaldirektorater. Der blev stillet visse spørgsmål til den foreslåede indretning af de enkelte generaldirektorater. Jeg bemærkede hertil, at landsstyret efterfølgende ville kunne tage stilling til disse spørgsmål, når spørgsmålet om finansudvalgets stillingtagen til tillægsbevillingen var afklaret.

Efter formuleringen i ansøgningen til aktstykkebevilling til Finansudvalget "har landsstyret besluttet at starte reorganiseringen af landsstyreadministrationen den 1. august 1996". Derved indebærer vedtagelsen efter indholdet af ansøgningen, at man tilsluttede sig at starte reorganiseringen.

Landsstyret havde dermed ikke tilsluttet sig indretningen af de enkelte generaldirektorater. Dette ville skulle drøftes, når spørgsmålet om en tillægsbevilling var afklaret.

Som anført i landsstyrets protokol blev der ikke anført reservationer til forslaget om en tillægsbevilling.

10. Har De kontrasigneret finansudvalgsbilaget dateret 15. maj 1996, jfr. materialet s. 18, og i bekræftende fald giv en redegørelse af omstændighederne i forbindelse med underskrivelsen.
Jeg har kontrasigneret finansudvalgsbilaget dateret den 15. maj 1996.

I det materiale til ansøgning om tillægsbevilling, der blev fremlagt på landsstyremødet den 13. maj 1996, manglede der nogle tekniske bevillingsoplysninger om forslag til overførsler fra andre institutioners budgetter (jfr. brev fra Herluf Sigvaldsson til landsstyremøde dateret 10. maj 1996). Disse oplysninger var først bragt til veje sent på eftermiddagen den 15. maj 1996.

Efter den normale framgangsmåde for fremsendelse af ansøgninger om tillægsbevillinger ville ansøgningen blive underskrevet af landsstyremanden med ansvar for finansspørgsmål og kontrasigneret af afdelingsdirektøren for finansafdelingen.

Da jeg søgte afdelingsdirektøren, efter at materialet var færdigt, fik jeg oplyst, at han var gået hjem. For at overholde tidsfristen for fremsendelse af ansøgninger til finansudvalget kunne fremsendelsen af ansøgningen ikke udsættes.

Jeg opsøgte derfor landsstyremanden for finansspørgsmål og bad ham om at underskrive den ansøgning, som landsstyret havde besluttet på sit møde den 13. maj. Jeg fortalte landsstyremanden at afdelingsdirektøren var gået hjem, og at jeg derfor ville kontrasignere ansøgningen som embedsmand.

Landsstyremanden underskrev og jeg kontrasignerede ansøgningen.

11. Var De bekendt med indholdet af Jóannes Eidesgaards skrivelse til finansudvalget af 21. maj 1996, jfr. materialet s. 31, før dette blev afsendt ?

Er De enig eller uenig i indholdet af skrivelsen og giv en begrundelse for Deres synspunkt.
J
eg var ikke bekendt med Eidesgaards skrivelse til finansudvalget af 21. maj 1996 før den blev afsendt.

Det er min opfattelse, at landsstyret vedtog ansøgningen om tillægsbevilling med den formulering, som var indeholdt i den tekst, der var fremlagt på landsstyremødet den 13. maj 1996, og som efterfølgende blev fremsendt med ansøgningen til finansudvalget af 15. maj 1996.

I ansøgningen står, at landsstyret har tilsluttet sig at begynde reorganiseringen.

Dermed havde landsstyret besluttet at begynde reorganiseringen. Som anført ovenfor under spørgsmål 9 indebar denne beslutning ikke, at landsstyret havde taget stilling til spørgsmålet om indretning af de enkelte generaldirektorater eller andre spørgsmål vedrørende reorganiseringen.

12. Redegør for mødet i finansudvalget den 24. maj 1996, herunder hvad De mundtligt har oplyst over for finansudvalget, og hvad lagmanden oplyste på samme møde.
Jeg har ikke en detaljeret erindring om drøftelsen på mødet i finansudvalget den 24. maj 1996.

Som jeg husker drøftelsen var den præget af, at både lagmanden og jeg først blev bekendt med Eidesgaards brev af 21. maj 1996 på selve mødet. Drøftelsen var efter min erindring præget af proceduremæssige spørgsmål omkring finansudvalgets muligheder for at behandle ansøgningen og om ansøgningens stilling i lyset af Eidesgaards brev. Lagmanden redegjorde for baggrunden for ansøgningen, og i den forbindelse drøftedes en række procedurespørgsmål om finansudvalgets mulighed for at imødekomme ansøgningen.

Ansøgningens indhold blev ikke drøftet.

Jeg mener ikke, at jeg deltog i drøftelsen, men det er muligt, at jeg besvarede spørgsmål af teknisk art.

13. Har De på anden måde givet finansudvalget mundtlige og/eller skriftlige oplysninger i forbindelse med finansudvalgets behandling af ansøgningen om ekstrabevilling til ændring af landsstyreadministrationen?
Nej.

14. Er De vidende om, at andre i landsstyreadministrationen, herunder landsstyremænd og lagmanden, har givet finansudvalget skriftlige og/eller mundtlige oplysninger, udover hvad der fremgår af det fremsendte materiale, dette i forbindelse med finansudvalgets behandling af ansøgningen om ekstrabevilling til ændring af landsstyreadministrationen?
Nej.

15. Deltog De på landsstyremødet onsdag den 29. maj 1996, kl. 8.00, jfr. materialet s. 38, og i bekræftende fald, giv en redegørelse fra dette møde, herunder hvorvidt alle var enige om teksten til stillingsannoncen.
Jeg deltog i mødet.

Jeg har ikke detaljeret erindring om selve debatten på mødet.

Drøftelsen var præget af de forskellige opfattelser i landsstyret om indholdet af landsstyrets forudgående behandling af ansøgningen til finansudvalget af 15. maj 1996.

Som anført i protokollen, ønskede de socialdemokratiske medlemmer af landsstyret, at forslaget om reorganisering blev forelagt finansudvalget i lagtinget.

Jeg har ikke i det fremsendte materiale haft adgang til teksten til stillingsopslaget og har derfor ikke haft mulighed for at genkalde mig de ændringer, der ifølge protokollen for landsstyremødet skulle være foretaget.

16. Hvorfor forlænger De på landsstyremødet den 31. maj 1996, jfr. materialets s. 39, Deres ansættelse i landsstyreadministrationen frem til 31. juli 1996?
Min kontrakt udløb den 31. maj 1996. Jeg ønskede at stille mig til rådighed for landsstyret for en forlænget periode med henblik på at rekruttere en afløser til stillingen som direktør.

17. Har De formuleret eller været med til at formulere pressemeddelelsen fra 6. juni 1996, jfr. materialet s. 46, og i bekræftende fald, hvad menes der, når der står i fjerdesidste afsnit, at Jóannes Eidesgaard med sin skrivelse af 21. maj 1996 har givet lagtingets finansudvalg fejlagtige oplysninger?

Hvilke fejloplysninger har Jóannes Eidesgaard ved sin skrivelse af 21. maj 1996 givet lagtingets finansudvalg?
Jeg har ikke formuleret pressemeddelelsen, men jeg har læst pressemeddelelsen, inden den blev udsendt. Det er muligt, at jeg har bidraget med forslag til formuleringer, men det har jeg ikke erindring om.

Der er tale om en politisk pressemeddelelse. Det er ikke min opgave at kommentere politiske udtalelser.

Min personlige interesse i pressemeddelelsen var affødt af, at Eidesgaard på daværende tidspunkt, som refereret i pressemeddelelsen, havde fremsat offentlige påstande om, at jeg havde ændret på teksten i den ansøgning, der den 15. maj 1996 blev fremsendt til finansudvalget, i forhold til den tekst, der blev behandlet på landsstyrets møde den 13. maj 1996.

Om min opfattelse af indholdet i Eidesgaards brev af 21. maj 1996 i forhold til indholdet i ansøgningen til finansudvalget af 15. maj 1996 henvises til det ovenfor under spørgsmål 11 afgivne svar.

Finn Norman Christensen
(sign.)

D. Frágreiðing frá Andreas Petersen (AP):

AP er útbúgvin cand. med. við Keypmannahavnar Universitet í 1977 og útbúgvin serlækni í almennum medicin smb. autorisatión frá Stokholmi frá 1985. Hevur verið kommunulækni í Gøtu síðani 1985 og er tað framvegis.

AP upplýsir, at hann hevur verið politiskt virkin sum ungur, men ikki sitið á Føroya Løgtingi. Hann hevur verið í kommununi í Gøtu frá 1993, til hann bleiv landsstýrismaður í 1994.

Landsstýrismaður var hann frá 1994 til juni 1996. Sum landsstýrismaður umsat hann almanna- og heilsumál og íbúðarmál.

Um landsstýrisfundir upplýsur AP, at áðrenn landsstýrisfund fekk landsstýrismaðurin eina skrá fyri fundin og kom hendan vanliga í vikuni áðrenn, í seinasta lagi fríggjadagin.

Á fundunum vóru umframt landsstýrismenninar ein skrivari, og var hesin vanliga Jalgrím Hilduberg ella onkur annar fulltrúi í landsstýrinum.

Løgmaður leiddi fundirnar og um hann hevði forfall leiddi varaløgmaður fundirnar. Skráin fyri fundirnar varð býtt upp í økir, soleiðis at hvør landsstýrismaður legði málini fyri á sínum øki. Sjálvar sakirnar (umsløgini) hevði skrivarin hjá sær. Eitt sindur ymiskt var, hvussu nógv bleiv gjørt burturúr hvørjari sak. Um ikki var nokk av tilfari við til fundirnar, kundi skrivarin fara av fundunum fyri at skaffa hetta, ella eisini bleiv málið tikið av skránni fyri at blíva útsett til seinni fund.

Skrivarin gjørdi ikki nakað referat á fundunum, og gjørdi vanliga ikki nevniverdug skrivlig notatir á fundunum.

Vanliga bleiv málið samtykt, og so varð hetta noterað sum samtykt, ella varð málið ikki samtykt, og so varð tað noterað.

Tað kom eisini fyri, at onkur vildi hava onkra viðmerking til málið førda í gerðabókina, og so varð hetta gjørt. Landsstýrismenninir fingu so útkast til gerðabók sendandi, antin dagin eftir ella 2 dagar eftir fundin. Á hesum útkasti var ein stutt kunnan um, hvat varð samtykt ella ikki. Gerðabókin bleiv jú løgd fram á seinni fundum til góðkenningar. Orðaskiftið um málini á landsstýrisfundunum vóru fyri tað mesta stutt, men tað kom fyri, at um tað vóru prinsippmál ella politisk følsom mál, so fór rættiligt orðaskifti fram á fundinum, uttan at hetta tó sæst í gerðabókini. AP sigur, at eingin skrivlig mannagongd er fyri landsstýrisfundir.

Tað var politisk semja um, at landsumsitingin var ov veik og mátti hava ábøtur. Á landsstýrisfundi 2. juni 1995 varð semja um at seta Finn Norman Christensen (FNC) sum sakkønan fyri at gjøgnumganga alla landsumsitingina og at koma við uppskoti um ábøtur á hesa. Hetta var øki undir løgmanni, og hevði hesin havt samband við ríkisumsitingina í Danmark fyri at finna onkran kønan, og úrslitið av hesum var FNC. Hesin varð samstundis forstjóri í landsstýrinum. FNC hevði ongar skrivligar reglur at ganga eftir, men púra fríar hendur um, hvat og hvussu hann vildi gera. AP gongur útfrá, at tað bleiv gjørdur skrivligur sáttmáli við FNC, men veit tað ikki beinleiðis. Lønin hjá FNC var so høg, at tað átti at verið gjørdur skrivligur sáttmáli við hann. FNC byrjaði í juli 1995, men summir hildu, at hann arbeiddi í so nógv sum "ministarasekreterur" hjá løgmanni, og kravdu teir tí, at hetta bleiv broytt, so FNC fekk betri tíð at taka sær av broytingum í umsitingini, tí tað var tað, hann var settur til. Rúni Joensen bleiv settur sum løgmanskrivari í oktober/november 1995, og tá fór FNC veruliga at taka sær av broytingini av landsumsitingini.

AP greiður frá, at vistnokk í august 1995 kunnaði FNC landsstýrismenninar um eina skitsu, hann hevði gjørt til broyting av landsumsitingini. Hetta var ikki landsstýrisfundur sum so, eingin skrivari, eingin fundarskrá, eingin avgerð og eingin gerðabók. Skitsan minti nógv um bygnaðin í Grønlandi. Hon umfataði vistnokk 6 stjórar, umframt fulltrúar. Seinni, vistnokk um várið 1996, tó áðrenn 30. apríl, kunnaði FNC landsstýrið um sítt uppskot til broytingar av umsitingini. Hetta var heldur ikki regluligur landsstýrisfundur, og er heldur einki skrivað ella nøkur gerðabók um hetta. Tað varð ikki nakað veruligt orðaskifti um uppskotið, men tosað varð eitt sindur um heitið á summum stýrum, um tað t.d. skuldi eita veiðumálastýrið ella fiski- og veiðumálastýrið og heilsumálastýrið ella heilsu- og almannamálastýrið. Í tíðarskeiðinum millum august 1995 og apríl 1996 varð ofta tosað um broytingarnar í umsitingini, men eingir regluligir landsstýrisfundir vóru um hetta - tað var meira "korridorsnak".

AP heldur, at støðan á vári 1996 var tann, at nú var hetta uppskotið komið so langt, at har átti at koma ein víðari politisk viðgerð av uppskotinum til broytingar. Bæði tí broytingarnar vórðu so stórar og nógvar, og tí tað var týdningarmikið at fáa so breiða undirtøku fyri hesum, so tað ikki seinni skuldi broytast av nýggjum. Eisini skuldu pengar játtast til hetta, eins og tað enn vóru ymsir leysir endar í uppskotinum at taka støðu til. T.d. bleiv spurningurin, um landsbankin skuldi leggjast inn undir umsitingina í Tinganesi ella halda fram sum sjálvstøðugur landsbanki, umrøddur. At leggja landsbankan inn undir fíggjarmálastýrið sum eina lánitænastudeild hjá landsstýrinum var ein loysn, sum ikki kundi góðtakast av AP og Jóannes Eidesgaard og heldur ikki av øðrum politikarum. Hetta var ein av grundunum til, at man vildi hava málið lagt fyri løgtingið til politiska støðutakan.

AP minnist ikki, at málið um bygnaðarbroytingarnar bleiv viðgjørt á fundinum 30. apríl 1996 og kann heldur ikki minnast, hvat pkt. 9 í gerðabókini viðvíkti.

Áðrenn landsstýrisfundin 13. mai 1996 hevði AP fingið skrivið frá FNC dagfest 10. mai 1996 til landsstýrisfundin 13. mai 1996, skrivið frá Herluf Sigvaldsson dagfest 10. mai 1996 til sama landsstýrisfund og fíggjarnevndarskjalið við starvslýsing dagfest 10/5-1996. Hesi hevði AP fingið í vikuni áðrenn og hevði lisið tey ígjøgnum. Løgmaður hevði innkallað til hendan fund, sum varð hildin mánadag ístaðin fyri sum vanligt týsdag. Men hví hann varð hildin henda dag, veit AP ikki.

AP var sjálvur við á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996 og meinar, at allir hinir landsstýrismenninir vóru á fundinum uttan Sámal Petur í Grund. Skrivari var Jalgrím Hilduberg. Um FNC var við á fundinum, minnist AP ikki. Um nakar annar harumframt var á fundinum, minnist hann heldur ikki.

Dagsskráin var sum víst í gerðabókini "uppskot um nýskipan av fyrisitingini". AP hevði skjølini, sum nevnd eru frammanfyri, við sær á fundin - hetta eru fíggjarnevndarskjalið, starvslýsing, skrivið hjá Herluf Sigvaldsson og skrivið hjá Finn Norman Christensen. AP heldur, at løgmaður, sum leiddi fundin, legði málið fyri, men meinar ikki, at skjølini blivu lisin upp. Tað einasta, sum AP minnist um skjølini, var, at tølini í fíggjarnevndarskjalinum blivu nevnd, men annars blivu tey ikki gjøgnumgingin sum so, og eiheldur bleiv teksturin lisin upp.

Soleiðis sum AP skilti støðuna, so var bert semja um at seta nýggjan løgmanstjóra, sum skuldi avloysa FNC, tá ið hesin fór, og at fáa pening tøkan til hetta, soleiðis at ein kundi fara víðari við hesum málinum. Soleiðis sum AP skilti støðuna, bleiv einki annað viðtikið á fundinum, og var tað, sum framført bleiv, meira at meta sum, at tann reella viðgerðin skuldi koma seinni í tí politisku prosessini, sum, hann metti, fór at koma aftaná.

Tá siterað verður úr fíggjarnevndarskjalinum á s. 9 í tilfarinum, so minnist AP einki til, at teksturin, har sagt verður "Við hesum í huga hevur landsstýrið samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996", bleiv upplisin ella viðtikin, og eiheldur minnist AP, at tað bleiv viðtikið ella upplisið "Landsstýrið hevur tess vegna samtykt, at í fyrstu atløgu einans seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini...". Ikki minnist hann nakað til, at teksturin ovast á síðu 9 í tilfarinum, har sagt verður, at "Landsskrivstovan søkir við hesum fíggjarnevndina um ..." bleiv viðtikin ella upplisin á fundinum. AP minnist ikki, um starvslýsingin, sum var við fíggjarnevndarskjalinum, varð gjøgnumgingin á fundinum, og hann minnist heldur ikki til, at sitatini frá ovast á s. 15 í tilfarinum, "Landsstyret har vedtaget en overordnet omstruktureringsplan for landsstyreadministrationen" og "Til at stå i spidsen for de nye enheder .....", blivu lisin upp ella viðgjørd á fundinum.

Samanumtikið helt AP, at tað bert var til kunning, at skjølini blivu gjøgnumgingin, og at einki lá í hesum her um nakra endaliga avgerð. Her var bert talan um at fáa pengar játtaðar fyri at halda fram við arbeiðinum og serliga at fáa ta politisku viðgerðina av málinum byrjaða.

AP greiðir frá, at tá málið varð sent til fíggjarnevndina, var endamálið við hesum fyrst og fremst at fáa byrjað eina politiska viðgerð av málinum, tí hann roknaði við, at fíggjarnevndin fór at vísa tað frá sær, og tí vildi ein politisk viðgerð koma og málið møguliga enda í tinginum soleiðis, at man fekk eina breiða politiska viðgerð. Tá man sendi umsókn til fíggjarnevndina, var tað sostatt fyri at byrja eina politiska prosess.

Viðvíkjandi skrivinum frá 21. mai 1996 frá Jóannes Eidesgaard til løgtingsins fíggjarnevnd sigur AP, at hann fyrstu ferð frætti um hetta skriv fríggjadagin tann 31. mai 1996, tá Jóannes Eidesgaard fortaldi honum um hetta skriv. Áðrenn hevði hann einki ánilsi um hetta skriv.

Viðvíkjandi innihaldinum í skrivinum er AP samdur við Jóannes Eidesgaard, at landsstýrið ikki hevur samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini ella í fyrstu atløgu at seta ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini v.m.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum 24. mai 1996 sigur AP, at hann ikki var á fundi og var heldur ikki biðin um at koma á fund. Hann hevði einki samband, hvørki munnliga ella skrivliga, við fíggjarnevndina í samband við hetta mál, sum jú fyrst og fremst var eitt mál undir løgmanni.

Viðvíkjandi landstýrisfundinum tann 28. mai 1996, har góðkenning av gerðabókini frá 13. mai 1996 var fyri, varð hendan góðkend uttan nakrað viðmerking.

Tá góðkenning av gerðabókum fór fram, var tað soleiðis, at løgmaður las gerðabókina upp frá viðkomandi fundi, alla sum hon var, og so fór gerðabókin runt til landsstýrismenninar, sum so skuldu undirskriva hana.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum tann 29. mai 1996, so varð hann innkallaður av løgmanni, heldur AP. At hann varð hildin mikudagin kundi verða tí, at okkurt var sum hastaði, og at hetta møguliga var, tí man vildi hava lýsingina í áðrenn 1. juni 1996.

Skrivari var Jalgrím Hilduberg, og AP heldur, at FNC eisini var við á fundinum. Annars vóru teir, sum gerðabókin vísir. Dagsskráin fyri fundin var, sum sagt í gerðabókini: "Uppskot til nýskipan/lýsing eftir løgmanstjóra."

Á hesum fundi var tað púra greitt fyri AP, at hann og Jóannes Eidesgaard høvdu eina heilt aðra uppfatan enn løgmaður og Sámal Petur í Grund um, hvat viðtikið var um nýskipan og lýsing, men kann einki siga um, hvat hinir báðir Aksel H. Nolsøe og Eilif Samuelsen hildu.

AP er ikki vissur í, um allir vóru samdir um lýsingina eftir løgmansstjóra. Av skjølum vóru bert lýsingin eftir løgmansstjóranum, men hvat nærri bleiv sagt av hvørjum einkultum, minnist AP ikki. Tá tað í gerðabókini stendur "Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard taka í prinsippinum undir við, at ein løgmansstjóri verður settur ....", so er hetta at skilja bókstavilga, tí teir í princippinum vóru samdir um hetta, men ikki um nýskipanarætlanirnar.

Tá tað stendur sitat "tí bæði normering og játtan finst", er hetta tí, at løgmansstjóri var settur í 1995, og semja var um, at starvið skuldi setast av nýggjum, tá FNC fór avstað aftur.

At gerðabókin frá 29. mai 1996 ikki er undirskrivað av honum, er tí, at AP ongantíð hevur fingið hana til undirskrivingar og ikki tí, at hann hevur nakað ímóti tekstinum. Honum kann hann taka undir við.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 31. mai 1996 var tað soleiðis, at AP ikki hevði fingið fundarboð.

Ð. Frágreiðing frá Eilif Samuelsen (ES).

ES er útbúgvin sum lærari og hevur havt starv á Venjingarskúlanum síðani 1968. Útbúgvin í 1958. Hevur verið í starvi á Venjingarskúlanum, síðani skúlin byrjaði í 1968. Fyrst 1 ár í Fuglafirði 1958/59, 1959-1965 lærari í Hvalvík, 1965-1968 lærari í Kommunuskúlanum í Tórshavn. Frá 1968/69 skeið á Danmarks Læraraháskúla. ES hevur verið lærari øll árini burtursæð frá 1981-1985 og frá sept. 1994 til í dag, tá hann hevur verið landsstýrismaður. Sitið í løgtinginum frá 1978 til 1990.

Í landsstýrinum frá jan. 1981 til jan. 85 umsat hann undirvísingarmál, almannamál og orkumál.

Í verandi landsstýri umsitur ES undirvísing og gransking, kommunumál, umhvørvis- og orkumál, og frá juni 1996 eisini norðurlandamál.

Viðvíkjandi landsstýrisfundum vísir ES til frágreiðingina hjá Jalgrím Hilduberg á s. 53, 54 og 55 í tilfarinum, tá hendan, eftir hansara tykki, gevur eina góða mynd av, hvussu fundirnir fyriganga.

Landsstýrið hevur onga skrivliga mannagongd í samband við landsstýrisfundir.

Á landsstýrisfundi var tað soleiðis, at tann landsstýrismaður, sum hevði tað øki undir sær, sum málið hoyrdi til, legði málið fyri. Hetta varð oftast gjørt við at vísa til tað bláa skjalið, hvar frágreiðing stóð um málið, og har tilmælið stóð eisini. Nøkur greinilig gjøgnumgongd varð ikki gjørd uttan so, at hetta bleiv kravt av onkrum á fundinum. Tað kom eisini fyri, at onkur vildi hava meiri upplýsingar, og vórðu tá skrivari ella fulltrúar sendir at fáa hesar til vega. Eisini hendi tað, um onkur landsstýrismaður bað um tað, at málið varð útsett til seinni fundir. Vanliga var tað soleiðis, at um man ikki sjálvur kravdi viðmerkingar førdar í gerðabókina, so komu hesar ikki. Um onkur ynskti dissens førdan í gerðabókina, so bleiv hetta gjørt. Hetta fyrigekk seg soleiðis, tí ein gekk út frá, at landsstýrismenn, sum høvdu fingið alt skjalatilfarið til fundirnar í góðari tíð, høvdu sett seg inn í hetta tilfar.

ES greiðir frá, at allir landsstýrismenn vóru samdir um, at okkurt mátti gerast við umsitingina. Fyrr var tað soleiðis, at Jóhan Djurhuus var skrivstovustjóri, og so vóru nakrir fulltrúar undir honum, sum prinsipielt vóru líkastillaðir. Umsitingin var býtt upp í nakrar deildir, men tá Jóhan fór, varð so eingin yvirornaður yvir hesum deildum, og kundi hetta tí skapa rættiliga stórar trupulleikar, tí deildarleiðararnir vóru ikki altíð samdir um, hvør hevði viðkomandi øki og avgerð.

Løgmaður, sum hevði starvsfólkamál, var í samband við forsætismálaráðið fyri at finna ein kønan mann, sum kundi standa fyri teimum neyðugu broytingunum í umsitingini, og varð endin tann, at Finn Norman Christensen (FNC) kom at standa fyri hesum. FNC kom úr granskingarmálaráðnum og hevði fyrr verið við til at umskipa ráðharrastovur og varð roknaður fyri at vera serdeilis kønur á hesum øki.

Tað sum gjørdi, at hetta kom at hasta, var, at nýggj stýrisskipanarlóg kom, sum kom at viðføra ráðharraábyrgd, og bleiv tað tí eisini neyðugt at fáa umsitingina so góða sum møguligt hjá hvørjum landsstýrismanni. Nakra greiða arbeiðsuppgávu um, hvat FNC skuldi gera, fekk hann vistnokk ikki. Í landsstýrinum vóru deildir og roknað varð við, at uppbýtið í so máta bleiv nøkunlunda tað sama, men í hvørjari deild mátti tað gerast soleiðis, at har var ein hægsti myndugleiki, soleiðis at skipanin bleiv tann, man kallar "einstreingjað".

FNC var við á næstan øllum landsstýrisfundum og altíð við, tá tosað varð um umskipanina. Hann arbeiddi saman við ymsum bólkum og kom á vári 1996 við einum uppskoti ella skitsu til broytingarnar, og varð hetta niðurfelt í 6-8 bóklingar við undirheitinum "Uppskot til nýskipan". Her sást týðiliga, hvussu nýskipanin kom at síggja út, um uppskotið varð viðtikið, sjálvt um onkrir leysar endar vóru enn.

Áðrenn 30. apríl 1996 varð umskipanin sum so ikki viðgjørd sum sjálvstøðugt mál á landsstýrisfundi, men varð oftani umrødd á meiri óformellum fundum og við práti millum landsstýrismenninar.

Tað var øllum greitt, at ein umskipan skuldi gerast av umsitingini. Í hesum sambandi vísir ES til skrivið frá FNC til Føroya Landsstýri frá 11. sept. 1995, har FNC, vegna umtalu í fjølmiðlunum av hansara setanartreytum, sigur starvið upp. Eisini visir ES til skriv frá landsstýrinum frá 18. september 1995 til FNC, har allir landsstýrismenn hava skrivað undir uppá, at teir hava fult álit á FNC, og har løgmaður fær blankoheimild til at avgreiða lønarviðurskiftini hjá FNC, so hesin blívur verandi. ES vísir á, at í hesum skrivi verður sagt, at "eitt samlað landsstýri stendur aftanfyri reorganisering av landsumsitingini" og metir, at hetta arbeiðið er líka týdningarmikið 18. sept. 1995 sum áðrenn.

Viðv. fundinum 13. mai 1996 bleiv úr tilfarinum fyrihildið "Sum avrátt á landsstýrisfundi 30. apríl 1996 ..." hetta úr skrivinum hjá FNC frá 10. mai 1996. Til hetta sigur ES, at hann minnist ikki um bygnaðarbroytingarnar vórðu umtalaðar á fundinum 30. apríl 1996, men kann hetta væl vera, sjálvt um tað ikki stendur á fundarskránni, tí tað varð ofta tosað um mál, sum ikki stóðu á skránni.

Tá víst verður til útskrift úr gerðabókini frá 30. apríl pkt. 9) í j.nr. 2500-18 "Uppskot til broyting í uppskoti um eykajáttanir í 1996", so sigur ES, at hann ikki veit, hvat hetta er fyri uppskot. Hann hevur heldur ikki kannað, hvat j.nr. 2500-18 umfatar og kann tí einki siga um, hvat hetta er fyri uppskot.

ES sigur frá, at hann fekk makaskjal av skrivinum frá FNC dagfest 10. mai 1996, tilfarið s. 7, skrivinum frá Herluf Sigvaldsson dagfest 10. mai 1996, tilfarið s. 8 og fíggjarnevndarskjalið dagfest 10. mai 1996 við starvslýsing, sí tilfarið s. 9, áðrenn landsstýrisfundin 13. mai 1996, allarhelst í vikuni áðrenn, og at hann hevði lisið hesi skjøl áðrenn fundin.

Hann heldur, at tað allarhelst er løgmaður, sum hevur innkallað til landsstýrisfundin 13. mai 1996, men hví hann akkurát skuldi haldast henda dag, sum ikki var vanligur fundardagur, veit hann ikki.

Hann var á fundinum sjálvur og vísir annars til gerðabókina um, hvør var á hesum fundi. Hann heldur, at tað er sannlíkt, at FNC eisini var á hesum fundi, tí einasta mál á dagsskránni var "Uppskot um nýskipan av fyrisitingini". Hann kann ikki minnast nágreiniliga, hvussu málið bleiv gjøgnumgingið, men heldur ikki, at skjølini blivu lisin upp, tí allir roknaðu við, at man hevði lisið skjølini, sum man fekk í vikuni áðrenn, og sostatt sett seg inn í málið.

Fyrihildið sitat úr fíggjarnevndarskjalinum dagfest 10. mai 1996, næstniðasta petti á s. 9 í tilfarinum, sitat "Við hesum í huga, hevur landsstýrið samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996", sigur ES, at hann ikki kann minnast, at hetta bleiv lisið upp ella gjøgnumgingið, men tað lá í luftini, at hendan nýskipan skuldi byrja, og tað vistu allir.

Fyrihildið sitat úr sama skjali, sama petti, "Landsstýrið hevur tess vegna samtykt, at í fyrstu atløgu einans seta tey ovastu fyrisitingarligu....." heldur ES, at hetta varð umrøtt, men um tað bleiv lisið upp, minnist hann ikki.

Fyrihildið sitat úr sama skjali, fyrstu síðu, ovasta petti, "Landsskrivstovan søkir við hesum fíggjarnevndina um eina eykajáttan ....." sigur ES, at hann ikki minnist, um hetta bleiv lisið upp á landsstýrisfundinum, men eingin hevði nakra viðmerking til hetta á fundinum. Allir vistu, at hetta var neyðugt, um umskipanin skuldi halda fram.

Starvslýsingin, sum var viðheft fíggjarnevndarskjalinum, bleiv ikki lisin upp á fundinum, tað hann kann minnast.

Fyrihildið úr lýsingini fyrstu síðu, 3. ovasta petti, "Landsstyret har vedtaget en overordnet omstruktureringsplan for landsstyreadministrationen" sigur ES, at hann ikki kann minnast, at hetta bleiv lisið upp ella gjøgnumgingið.

Fyrihildið úr sama skjali fyrstu síðu, 2. ovasta petti, "Til at stå i spidsen for de nye enheder søges 6 direktører ....", sigur ES eisini, at hann ikki minnist, at hetta bleiv lisið upp ella gjøgnumgingið.

ES kann ikki minnast, at tað vóru nakrar munnligar viðmerkingar av týdningi til fíggjarnevndarskjalið, og hann minnist heldur ikki nakað um, at tað bleiv tikið nakað fyrivarni tekstinum viðvíkjandi í fíggjarnevndarskjalinum.

Fyrihildið ovast á s. 17 í tilfarinum, "Samtykt at søkja fíggjarnevndina .... til rakstrarstað 11053.... ", greiður ES frá, at rakstrarstað 11053 er landsskrivstovan, og er tað hon, sum ræður yvir játtanini, sum so møguliga verður býtt út á aðalstýrini, sum eftir ætlan skuldu koma. Ein og hvør landsstýrismaður, sum hevur slíkt um hendi, vil søkja um játtan av peninginum, áðrenn hann setur nakað í gongd. ES heldur ikki, at teksturin í gerðabókini er til at misskilja, tí hetta er uppskot um nýskipan av fyrisitingini og tann tilhoyrandi kostnaður, so hesi bæði hanga neyvt saman. Fíggjarnevndarskjalið er viðlagt skjalatilfarinum til uppskotið, sum er til viðgerðar, og tá eingin hevur nakað at mótmæla, so má hetta roknast sum, at fíggjarnevndarskjalið er viðtikið.

Persónlig notatir hevur ES ikki frá hesum fundi.

Til spurningin, um hann metir, at viðgerðin av bygnaðarbroytingunum er liðug aftaná fundin tann 13. mai 1996, heldur ES, at tað er meira byrjanin til bygnaðarbroytingarnar, sum er liðug, meðan viðgerðin av broytingunum kemur at taka langa tíð.

Tað varð neyðugt at søkja fíggjarnevndina um eykajáttan, tí smb. nýggju stýrisskipanarlógini mátti landsstýrið ikki brúka pengar, fyrr enn teir vóru játtaðir, og allarhelst av løgtinginum. Í einkultum førum, tá málið hevur skund, kann fíggjarnevndin eftir lógini geva eykajáttan, men fíggjarnevndin hevði lagt so stranga linju, at tað var næstan ógjørligt at fáa nakra eykajáttan ígjøgnum. Í hesum føri hevði ES tó væntað, at teir fóru at fáa eina eykajáttan. Um játtanin kom, vildi hon sjálvandi bert verði brúkt til størvini, sum nevnd vóru í fíggjarnevndarskjalinum.

Viðvíkjandi skrivinum hjá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 til løgtingsins fíggjarnevnd sigur ES, at hann einki visti um hetta, áðrenn tað bleiv sent, og at hann fyrstu ferð hoyrdi um hetta, aftaná at løgmaður hevði verið á fundi í fíggjarnevndini 24. mai 1996. ES er púra ósamdur í innihaldinum av hesum skrivi. Menn vóru greiðir yvir, at Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen vóru eitt sindur skeptiskir yvir fyri nýskipanini og hildu kanska ikki so ógvuliga nógv av FNC, men hann heldur, at hetta líktist als ikki Jóannes Eidesgaard, tí hann plagdi at kunna gera vart við seg, um hann hevði okkurt at finnast at. Jóannes Eidesgaard plagdi ikki at vera bangin fyri at fáa mál útsett á landsstýrisfundum, um hann ikki hevði nátt at seta seg inn í málini. Annars var Jóannes Eidesgaard altíð væl fyrireikaður til landsstýrisfundirnar. ES undrast stórliga á, at Jóannes Eidesgaard ikki skal hava lisið fíggjarnevndarskjalið dagfest 10. mai 1996 og eiheldur fíggjarnevndarskjalið dagfest 15. mai 1996, sum er næstan líkt við tað fyrra, eins og hann sjálvur hevur undirskrivað fíggjarnevndarskjalið dagfest 15. mai 1996.

ES heldur, at ein av grundunum til, at javnaðarmenn vóru skeptiskir við umskipanina av umsitingini, var, at teir vildu ikki hava, at tann nýggja stýrisskipanarlógin skuldi kosta nakrar pengar. Hetta kanska serliga tí, at tann nýggja stýrisskipanarlógin hevði verið eitt hjartamál hjá Maritu Petersen, men hetta hjartamál vísti seg kanska nú at fara at kosta eitt sindur av pengum, og tað var ikki so gott í javnaðarmannaeygum.

ES hevði ikki luttikið á nøkrum fundi í fíggjarnevndini um hetta mál, og hevði heldur ikki givið fíggjarnevndini nakrar upplýsingar í hesum máli, hvørki skrivliga ella munnliga. Málið lá alt sum tað var hjá løgmanni, og ES hevði í grundini einki við málið at gera.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 28. mai 1996 bleiv gerðabókin fyri landsstýrisfundin 13. mai 1996 góðkend av øllum, hetta uttan nakrar viðmerkingar.

Um landsstýrisfundin 29. mai 1996 sigur ES, at hann mundi vera innkallaður av løgmanni. Málið um nýskipan og lýsing stóð á dagsskránni fyri 28. mai 1996, men roknaði hann við, at tað varð útsett til tann 29. mai 1996, og tí kom tað fyri her. Tað var ikki óvanligt at halda fundir aðrar dagar enn týsdag, um okkurt mál hevði skund. Um FNC var á fundinum minnist ES ikki. Annars vísir hann til gerðabókina um, hvør var á fundi. Á dagsskránni fyri fundin var, sum gerðabókin vísir, uppskot um nýskipan/lýsing eftir løgmansstjóra sum pkt. 1.

Á fundinum bleiv samtykt at góðkenna lýsingina eftir løgmansstjóra við ymsum rættingum, men hvat annars bleiv umrøtt, er ilt at siga. Hvat sagt bleiv á fundinum av teimum ymsu fundarluttakarunum, er ilt at siga, meira enn tað, at tað var eitt sindur harðligt viðhvørt. ES veit ikki, hvat nærri meinast við, tá sagt verður, at Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen taka í prinsippinum undir við at seta løgmansstjóra, tí bæði normering og játtan finst. Tað kann vera, at teir meina við, at tað er gamla starvið hjá Jóhan Djurhuus, fyrrv. skrivstovustjóri, tí eingin skrivstovustjóri var endaliga settur í starvið hjá Jóhan.

ES meinar ikki, at hetta mál um nýskipan av umsitingini hoyrir heima í tinginum, tí nýggja stýrisskipanarlógin skilur rættiliga skarpt ímillum lóggávusetningin hjá løgtinginum og umsitingarvaldið hjá landsstýrinum. Hvussu umsitingin skal skipast, er ein reinur umsitingarligur spurningur og hoyrir bert heima undir landsstýrinum.

ES meinar, at knortluta støðan hjá javnaðarmonnum komst av, at teir vildu úr landsstýrinum og roknaðu so við at fáa nýval.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 31. mai 1996 sigur ES, at man longdi sáttmálan við FNC til 31. juli 1996, soleiðis at hesin kundi gera ymisk arbeiðir viðvíkjandi umskipanini liðug til ólavsøkuna. Sjálvt um umskipanin í høvuðsheitinum lá føst, so var ein rúgva av tingum, sum skuldu avklárast, so skjótt sum tilbar, og hetta ynskti FNC at gera áðrenn ólavsøku í 1996.

Viðvíkjandi tíðindaskrivinum dagfest 6. juni 1996 sigur ES, at tá man brúkti orðaljóðið, at Jóannes Eidesgaard hevði givið fíggjarnevnd løgtingsins skeivar upplýsingar, so meinti hann, at hetta var rætt orðað. Hann meinar, at tað er rætt at siga, at Jóannes Eidesgaard hevur verið við til at samtykkja nýskipanina, tí hesin hevur verið við í arbeiðinum við hesari umskipan í næstan 2 ár og verið á einum ótali av fundum um hetta mál og ongantíð sagt frá, at hann ikki vildi verða við til umskipanina, men bert funnist at detaljum í skipanini.

Áðrenn 6. juni 1996 hevði man nógvar ferðir gjørt Jóannes Eidesgaard greitt, at man ikki skilti, at hann hevði sent skrivið og tað meining, sum hann har úttrykti, og hevði Jóannes Eidesgaard fingið álvarsligar ábreiðslur fyri hetta mangar ferðir.

E. Frágreiðing frá Ivan Johannesen (IJ):

IJ hevur útbúgving sum maskinmeistari. Útbúgvin í 1958. Hevur starvast sum maskinmeistari fram til 1978 og hevur síðani tá verið politikari.

IJ hevur sitið í løgtinginum frá 1978 til á heysti 1988. Var í landsstýrinum frá 1989 til 1990, har hann umsat fíggjarmál. Valdur inn aftur á ting í 1990 og hevur sitið har síðani. Tá landsstýrið bleiv skipað í september 1994 bleiv IJ landsstýrismaður og fekk fiskivinnumál - á sjógvi og landi - og alivinnuna at umsita. Tá Javnarðarflokkurin fór burtur úr landsstýrinum í juni 1996, fekk IJ vinnumál, alimál og handilsmál. Síðani Sámal Petur í Grund fór úr landsstýrinum, hevur IJ frá 1. januar 1998 eisini umsitið samskiftismál og mentamál.

Um landsstýrisfundir greiðir IJ frá, at gerðabókin frá landsstýrisfundunum bert verður førd sum ein "beslutningsprotokol", tó so, at um onkur ynskir eina viðmerking, so verður hendan førd í gerðabókina.

Málini, sum skuldu fyri á fundum, sum vanliga blivu hildnir týsdag fyrrapart, blivu løgd út til landsstýrismenninar í vikuni áðrenn og í seinasta lagi fríggjadag. Um so var, at mál ikki kom fyrr enn mánadag, bleiv tað oftani útsett, tí menn ikki høvdu havt høvi til at seta seg inn í málini. Roknað varð við, at allir landsstýrismenn høvdu lisið málini ígjøgnum, og soleiðis vóru inni í málinum, áðrenn tað kom til viðgerðar á landsstýrisfundinum. Hetta tí at landsstýrið var kollegialt tá, soleiðis at allir landsstýrismenn høvdu ábyrgdina av øllum, sum bleiv viðtikið á landsstýrisfundi. Um okkurt mál hevði skund ella eitt mál varð útsett, so blivu fundir hildnir viðhvørt seinni í vikuni.

Á landsstýrisfundi legði viðkomandi landsstýrismaður málið fram og greiddi frá tí, sum hevði týdning í málinum, og varð hetta gjørt rættiliga gjølla. Um so var, at eingin hevði nakað at viðmerkja, varð málið samtykt. Løgmaður leiddi altíð fundin, um hann var heima, annars í hansara stað varaløgmaður. Dagsskráin fyri landsstýrisfundin varð útflýggjað fríggjadag.

Landsstýrið hevði onga veruliga yrkisskrá fyri landsstýrisfundir, men lógarfest var, at tað skuldi vera meirluti av landsstýrismonnum á fundi, fyri at hesin var viðtøkuførur. Kravt varð eisini, at landsstýrismenn vóru hjástaddir á fundi.

Skrivari á fundunum var sum oftast skrivstovustjórin í landsstýrinum, sum var Jalgrím Hilduberg. Onkuntíð kundi onkur annar vera skrivari.

Á landsstýrisfundum vóru allir menn klárir yvir, nær full semja var um eitt mál, og so varð skrivað í gerðabókina, at málið var samtykt. Vóru menn ósamdir, bleiv hildin atkvøðugreiðsla, soleiðis at løgmaður spurdi ein og ein, um teir vóru fyri ella ímóti málinum, og skuldi tá svarast ja ella nei. Eisini kundi onkur, sum var ímóti, fáa dissens førdan í gerðabókina. Gerðabókin bleiv lisin á fyrstkomandi landsstýrisfundi.

Í samband við landsstýrisfundin 2. juni 1995, sí s. 3 í tilfarinum pkt. 18, har setan av forstjóra var á skránni, og Finn Norman Christensen (FNC) varð settur fyri eitt ár, greiðir IJ frá, at áðrenn hesa viðtøku hevði nógv verið tosað aftur og fram millum landsstýrismenn, tí allir vistu, at nýggj stýrisskipanarlóg kom, og allir vóru samdir um, at umsitingin ikki var sterk nokk til nýggju skipanina.

Semja var um, at fáa hjálp til hesa broyting uttanífrá, tí okkara kunnleiki nærmast bert var um ta skipan, vit høvdu.

Løgmaður tosaði við danskar ráðharrastovur fyri at fáa ein kønan mann, og úrslitið var, at FNC kom, tí hann varð mettur at verða kønur á hesum øki - hann hevði verið við til at broyta skipanina í onkrari danskari ráðharrastovu. FNC fekk ikki nakran greiðan arbeiðssetning, men kom við einum uppskoti sjálvur, sum varð bygt á royndir frá Danmark. Hetta uppskot bleiv so gjøgnumgingið og umrøtt á fundum við landsstýrismenninar, sum har skuldu siga frá, hvat teir ynsktu. Hetta var fyri á fleiri óformligum landsstýrisfundum, og bleiv einki fundarreferat tikið á fundunum.

IJ greiðir frá, at FNC mundi vera á næstan øllum landsstýrisfundum bæði formellum og óformellum. Hann kunnaði har leypandi landsstýrið um, hvussu gekst við nýskipanini.

IJ metir, at tá ið FNC í skrivinum 10. mai 1996, sí s. 7 í tilfarinum, skrivar "Sum avrátt á landsstýrisfundi 30. apríl 1996...", so er hetta nærmast at meta sum eitt referat frá fundinum 30. apríl 1996, og IJ minnist væl, at allir vóru samdir um, at nú skuldi søkjast um pengar til byrjan av bygnaðarbroytingunum. FNC fekk heimild til at lata gera fíggjarnevndarskjal um eykajáttan og lýsingar til tey einstøku stjórastørvini. IJ minnist einki til, at har var nøkur ósemja um hetta á fundinum tann 30. apríl 1996. Tað tilfar, sum FNC skuldi lata gera, kom so nakrar dagar seinni, og varð sent til teir einstøku landsstýrismenninar.

Skrivið frá FNC dagfest 10. mai 1996, frá Herluf Sigvaldsson dagfest 10. mai 1996 og fíggjarnevndarskjal, íroknað starvslýsingar dagfest 10. mai 1996, øll viðvíkjandi landsstýrisfundinum 13. mai 1996 fekk IJ í vikuni áðrenn 13. mai 1996 soleiðis, at hann fekk lisið skjølini væl ígjøgnum. Fundurin tann 13. mai 1996 var ikki langur, bert ein hálvan tíma, men øll ætlanin varð gjøgnumgingin á fundinum 30. april 1996, so her var stórt sæð einki nýtt. Løgmaður leiddi og byrjaði fundin, men gav síðani orðið til FNC, sum gjøgnumgekk málið. Um hann las fíggjarnevndarskjalið, minnist IJ ikki, men hann metir, at hetta ikki varð gjørt, tí alt hetta var viðgjørt so greiniliga á landsstýrisfundinum 30. apríl 1996. Løgmaður greiddi eisini frá umskipanini av umsitingini á hesum fundi. Eingin var ímóti uppskotinum, og tí varð málið samtykt. IJ minnist ikki til nakrað ósemju, og um ein slík hevði verið, so skuldi hon ført til viðmerking í gerðabókini. Fíggjarnevndarskjalið varð væl og virðiliga sett upp og skuldi verið eitt gott grundarlag hjá fíggjarnevndini til at tikið støðu út frá.

IJ ivaðist ikki í, at málið kom ígjøgnum í fíggjarnevndini, tí hetta var einki óvanligt. IJ hevði stóran kunnleika til hetta, tí hann hevði verið limur í fíggjarnevndini í 12 ár, harav formaður í 4 ár. Málið hastaði, tí nýggja stýrisskipanarlógin við landsstýrismannaábyrgd kom í gildi á Ólavsøku 1996. Til spurningin um tað var vanligt, at man í einum fíggjarnevndarskjali skrivaði, at nakað varð samtykt, meðan hetta ikki framgekk av gerðabókini, so sigur IJ, at hetta var vanligt. Samtyktin í gerðabókin var so ógvuliga stutt, og tí mátti man oftani fara í skjølini fyri at síggja, hvat samtyktin reelt umfataði - í hesum førinum fíggjarnevndarskjalið.

Í samband við skrivið frá Jóannes Eidesgaard til fíggjarnevndina dagfest 21. mai 1996, sí s. 31 í tilfarinum, sigur IJ, at hann ikki hevur sæð hetta skriv fyrr enn nú, hann hevur fingið tað í samband við kanningina. Hann visti einki um hetta skrivið, fyrr enn hann hoyrdi um tað í fjølmiðlunum, og var hetta aftaná 24. mai 1996. IJ er drønandi ósamdur við Jóannes Eidesgaard um tað, hesin hevur skrivað í brævinum. Tað er tann vissa fatanin hjá IJ, at tað, sum stendur í fíggjarnevndarskjalinum, er tað, sum samtykt varð á landsstýrisfundinum 13. mai 1996. Tað er vanligt, at um ivi kemur um, hvat viðtikið er, tá fer man í sakina og hyggur, hvat skjølini vísa, at samtykt er - hetta tí gerðabókin er so stutt.

IJ hevur ikki verið innkallaður til fund í fíggjarnevndini og hevur ikki tosað við nakrar fíggjarnevndarlimir um hetta mál og eiheldur givið teimum nakrar upplýsingar um málið, hvørki skrivligar ella munnligar.

Viðvíkjandi landsstýrisfundunum 28., 29. og 31. mai 1996, so var IJ burturstaddur uttanlands og kann tí einki siga um, hvat fyrigekk á hesum fundum.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 6. juni 1996 sigur IJ, at landsstýrismenn vóru ivasamir, hvussu teir skuldu "grípa hesa sakina ann", og tí varð semja um, at løgmaður bað Hans Trygva Teirin, advokat, um at koma við einum notati um hetta mál.

Tað, sum stendur skrivað í tíðindaskrivinum frá landsstýrinum dagfest 6. juni 1996, sí s. 47 í tilfarinum í erva, er landsstýrisins uppfatan, nevniliga at Jóannes Eidesgaard í brævi sínum dagfest 21. mai 1996 hevur givið løgtingsins fíggjarnevnd skeivar upplýsingar.

F. Frágreiðing frá Sámal Petur í Grund (SPG):

SPG er útbúgvin elektronikmekanikari og fiskiskipari. Útbúgvin sum elektronikmekanikari í 1980 og sum fiskiskipari í 1994. Hevur arbeitt sum sjómaður í 11 ár og sum trúboðari í 4 1/2 ár.

SPG greiðir frá, at hann ikki hevur sitið í løgtinginum og heldur ikki verið landsstýrismaður, áðrenn hann kom í landsstýrið í sept. 1994.

SPG hevur annars ikki verið í politikki uttan í lokalfelagnum hjá Sjálvsstýrisflokkinum í Eysturoynni.

SPG hevði hesi øki undir sær sum landsstýrismaður: Mentan, samskifti, sjóvinnu og afturat tí kom so Matrikulstovan (matrikulering) og rúsdrekkalóggávan.

Um mannagongdir í samband við landsstýrifundir greiðir SPG frá, at vanligur landsstýrisfundur var týsdag frá kl. 10 til 12. Sum oftast í vikuni frammanundan fingu teir skránna og tað tilfar, sum viðvíkti málunum, men tað fyrikom meiri enn so, at hetta ikki kom fyrr enn mánadag, tvs. dagin fyri fundin, og onkuntíð sama dag sum fundurin. Um onkur hevði mál, sum hastaðu ella høvdu serligan týdning, kom tað meiri enn so fyri, at landsstýrisfundir vórðu aðrar dagar enn týsdag. Fundarskrá varð løgd fyri hvønn fund, og blivu málini gjøgnumgingin, sum fundarskráin vísti. Málini blivu løgd fram av viðkomandi landsstýrismanni, sum gjøgnumgekk málið so neyvt, sum hildið varð neyðugt. Við hvørjum máli fylgdi ein frágreiðing frá umsitingini, og sum oftast eitt tilmæli, og varð hetta tilmæli oftast fylgt. Tað kom eisini fyri, at umsitingin í tilmælinum nevndi fleiri møguleikar, og mátti støða takast til hetta á fundinum. Roknað varð við, at landsstýrismenninir høvdu sett seg inn í tað tilfar, sum teir høvdu fingið áðrenn fundin. Um onkur hevði serstøðu ella serligar viðmerkingar til málið, so kundi hann fáa dissens førdan í gerðabókina.

Skrivari á fundinum var sum oftast Jalgrím Hilduberg, men kundi eisini við hvørt verða Súsanna Danielsen ella Rúni Joensen, fulltrúar. Tað blivu ikki gjørd notatir á fundinum av skrivaranum. Uppskot til gerðabókina skuldi dagin eftir sendast til landsstýrismenninar, men hetta hendi ikki altíð. Tað hendi seg eisini, at gerðabókin ikki var komin, áðrenn landsstýrisfundur varð hildin aftur. Gerðabókin var ógvuliga stuttorðað. Tað bleiv bert ført, um málið var viðtikið ella ikki, og so onkuntíð dissensur.

Fundirnir vóru ætlaðir at vara 2 tímar frá kl. 10 til 12, men vórðu oftani longur, og við hvørt so langir, at teir máttu slítast og halda fram annan dag.

Løgmaður leiddi sum oftast fundirnar. Barst honum frá, var tað varaløgmaður, og um ikki hesin so tann, sum hevði størst "anciennitet" av landsstýrismonnunum. Skjølini, sum fylgdu við málunum blivu vanligvís ikki upplisin, tá ein gekk út frá, at landsstýrismenninir høvdu sett seg inn í tilfarið, teir høvdu fingið sendandi. Hetta kom eisini ann uppá, um tað var eitt størri mál ella politiskt følsomt mál. Tá kundu tey fáa gjøllari viðgerð.

Skrivlig mannagongd var eingin fyri landsstýrisfundirnar. Aftaná at nýggja stýrisskipanarlógin var komin, kom mannagongd fyri viðgerð av málum í landsstýrinum, sum viðførdi, at øll mál, sum skuldu til tingið, skuldu verða løgd fyri lógardeildina áðrenn, og øll mál við fíggjarligum avleiðingum skuldu til fíggjardeildina til gjøgnumgongd áðrenn.

Í samband við landsstýrisfundin 2. juni 1995, tá FNC varð settur í starv, greiðir SPG frá, at allir landsstýrismenn vóru samdir í, at umsitingin var alt ov fáment og veik til at tæna landsstýrismonnunum eftir teimum nýggju reglunum í komandi stýrisskipanarlóg og kanska serliga eftir verandi lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tað var tí semja um at finna ein kønan mann uttanífrá, sum kundi hjálpa til at gera hesa umskipan og bleiv tað latið til løgmann at finna slíkan egnaðan persón. Løgmaður hevði samband við danskar ráðharrastovur, og vórðu fleiri í uppskoti, men endaði tað við, at FNC varð settur, tá aðrir ikki vildu koma. FNC hevði góð viðmæli, og hann sigst at hava royndir við umskipan av umsiting í Danmark. FNC varð settur, við tí greiðu arbeiðsuppgávu at umskipa landsumsitingina. SPG sigur, at hann skuldi fáa myndugleika sum ovasti umsitingarligur embætismaður, og bleiv hann tí settur sum forstjóri, soleiðis at hann kundi grípa inn allastaðni í umsitingini.

FNC fekk at vita, hvat politikararnir ynsktu í høvuðsheitum, og bleiv kunnaður um nýggju stýrisskipanarlógina, men skuldi tó koma við sínum egna uppskoti um nýskipan. Hetta skuldi gerast leypandi, soleiðis at FNC eftir hondini kundi fáa avgerðir ella støðutakan frá landsstýrismonnum, men hann skuldi til síðst koma við sínum endaliga tilmæli til umskipan, sum so landsstýrið skuldi taka endaliga avgerð um. SPG veit ikki, um tað bleiv gjørdur nakar skrivligur sáttmáli millum landsstýrið og FNC.

SPG minnist ikki, at málið um umskipan av umsitingini varð viðgjørt sum serligt mál á landsstýrisfundum áðrenn 30. apríl 1996, men málið var oftani umrøtt millum landsstýrismenninar óformelt bæði á fundum og í aðra máta.

SPG greiðir frá, at á landsstýrisfundi 2. juni 1995 bleiv viðtikið, at skapa eina umsitingardeild. Peningurin til hesa deildina bleiv tikin av rakstrarstaði 11034 "kannan av almenna sektorinum", sum var viðtikið frammanundan. Hetta var játtan til eina sokallaða "djúptøknikanning". Smb. viðtøkunum á fundinum 2. juni 1995 skuldi málið leggjast fyri fíggjarnevndina, men SPG veit ikki, hvat úrslitið av hesum bleiv.

Viðvíkandi fundinum 13. mai 1996 sigur SPG, at tá tað í uppskotinum til nýskipan av fyrisitingini stendur, sí tilfarið s. 7, "Sum avrátt á landsstýrisfundinum tann 30. apríl 1996", so følir SPG seg vísan í, at hetta er avrátt, deils tí at ein viss skepsis var í landsstýrinum yvir fyri umskipanini, soleiðis at man vildi hava leypandi tilfar, áðrenn man tók støðu, og deils tí at FNC var ógvuliga punktligur og vanliga noteraði alt niður, herundir nær og hvat hann fekk boð um, og nær hann læt hesi boð víðari. Hjá SPG er sostatt ongin ivi um, at tá ið FNC sigur "Sum avrátt á landsstýrisfundinum", so varð hetta gjørt.

SPG sigur, at hann ikki hevði fingið fíggjarnevndarskjalið áðrenn landsstýrisfundin 13. mai 1996, men hetta uttan iva tí hann var burturstaddur tá. SPG kom aftur 15. ella 16 mai 1996, og setti seg tá inn í hesi skjøl.

Um sjálvan landsstýrisfundin 13. mai 1996 sigur SPG, at hann ikki var á fundinum og tí ikki kann siga, hvat fyrigekk. I samband við fíggjarnevndarskjalið sigur SPG, at tað var neyðugt at søkja fíggjarnevndina um eykajáttan, tí nú hevði málið fingið skund, deils tí at løgtingssetan nú leið ímóti endanum, og deils tí FNC skuldi fara avstað. Tað hevði alla tíðina gingið heldur trekt við málinum, eins og tað hevði verið eitt sindur av politikki uppií. Nú mátti man fáa ordiliga gongd á málið áðrenn ólavsøkuna, tí nýggju reglurnar í stýrisskipanarlógini komu í gildið. Um eitt møguligt úrslit í fíggjarnevndini, so var SPG eitt sindur ivasamur, um játtanin bleiv givin ella ikki. Tann praksis, sum fíggjarnevndin hevði undir tí nýggju lóggávuni, var, at eykajáttan bert kundi væntast, um málið hastaði veruliga nógv og helst var eitt smámál. Størri mál vildi fíggjarnevndin ikki viðgera sum eykajáttan. So eftir hansara meting kundi ein rokna við at fáa trupulleikar við málinum. Um fíggjarnevndin játtaði peningin, so vildi hann verðið brúktur til størvini, sum eru nevnd í fíggjarnevndarskjalinum.

Tað er rættiliga vanligt, at samtyktir verða innskrivaðar í fíggjarnevndarskjøl, uttan at hesar samtyktir neyðturviliga eisini framganga av gerðabókini. Vanligt var, at skjølini vístu greiniliga, hvat samtykt var. Hetta man vera fyrstu ferð, man nýtti heiti "Fíggjarnevndarskjal" um umsókn til fíggjarnevndina. Áður bleiv tað bara kallað "Umsókn til fíggjarnevndina".

Fíggjarnevndarskjalið dagfest 10. mai 1996 er orðað soleiðis, sum tað væntiliga fór at verða samtykt á landsstýrisfundinum 13. mai 1996.

Viðvíkjandi skrivinum frá Jóannes Eidesgaard til fíggjarnevndina frá 21. mai 1996 sigur SPG, at hann einki visti um hetta yvirhøvur, fyrr enn hann frætti tað frá løgmanni aftaná hansara fund við fíggjarnevndina 24. mai 1996. Framferðin hjá JE var klárt brot uppá ta semju, sum var í landsstýrinum um, at einki fór til løgtingið ella til løgtingsnevndir, uttan at hetta hevði verið fyri á landsstýrisfundi. SPG er eisini púra ósamdur við Jóannes Eidesgaard um innihaldið í skrivinum.

SPG hevur ikki luttikið á nøkrum fíggjarnevndarfundi í samband við málið um bygnaðarbroytingar, og hevur ikki verið innkallaður til slíkan fund.

SPG hevur ikki annars givið fíggjarnevndini nakrar upplýsingar í hesum máli, hvørki skrivligar ella munnligar.

Á landsstýrisfundinum 28. mai 1996, varð tað einasta, sum hevði við hetta mál at gera, góðkenning av gerðabókini frá 13. mai 1996, og var hendan góðkend uttan nakra viðmerking.

Viðvíkjandi fundinum 29. mai 1996 sigur SPG, at støðan í landsstýrinum tá var rættiliga torfør og heldur, at tað var tí, at fundurin varð hildin kl. 8 á morgni mikudag.

Hann heldur ikki, at FNC var á fundinum.

Viðvíkjandi dagskrá, so vórðu bæði nýskipan og lýsing eftir løgmansstjóra umrødd, men serliga tað seinna, og varð har viðtikið at lýsa eftir løgmansstjóra og at seta ein slíkan. Uppskot til lýsing eftir løgmansstjóra var á fundinum, men fekk hetta smávegis broytingar, áðrenn tað var viðtikið.

Tá tað í viðgerðini stendur, at Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen í prinsippinum taka undir við, at løgmansstjóri verður settur, so skilir SPG hetta sum, at teir reint faktisk taka undir við setanini.

Viðvíkjandi orðingini hjá Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen um, at normering og játtan finst fyri løgmansstjóran, sigur SPG, at hann meinar, at starvið sum "forstjóri" stóð opið í landsstýrinum, tvs. var normerað, og at pengar til hetta starv vóru tøkir innan fyri lønarkarmin fyri umsitingina.

Lýsingin í rættaðum standi varð góðtikin av øllum á fundinum. Um skrivið frá Jóannes Eidesgaard frá 21. mai 1996 til fíggjarnevndina sigur SPG, at hetta varð lítið umrøtt á hesum fundi.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum tann 31. mai 1996 sigur SPG, at neyðugt varð at leingja sáttmálan við FNC soleiðis, at hann kundi fáa mest møguligt liðugt av umskipanini, og at hann kundi arbeiða saman við nýggja løgmansstjóranum tað seinastu tíðina, áðrenn hann fór. Tað var eisini neyðugt at halda hendan fund, tí starvstíðin hjá FNC gekk út á midnátt 31. mai 1996.

Viðvíkjandi tíðindaskrivinum frá 6. juni 1996, har sagt verður, at Jóannes Eidesgaard hevur givið fíggjarnevnd løgtingsins skeivar upplýsingar, so vóru allir samdir í hesari orðing. Eisini vóru allir samdir um, at einki hald er í teimum álvarsomu skuldsetingunum, sum Jóannes Eidesgaard hevur ført fram ímóti embætismanni í landsumsitingini.

G. Frágreiðing frá Axel H. Nolsøe (AN):

AN er undir útbúgving sum cand.techn.soc. AN starvast á Hagstovu Føroya, men hevur farloyvi í løtuni fyri at gera lesturin lidnan við Roskilde Universitetcenter. Hevur arbeitt á Hagstovu Føroya í uml. 10 ár.

AN hevur ikki sitið í løgtinginum. Blívur landsstýrismaður fyrst í desember 1995 sum avloysari hjá Óla Jacobsen. Er landsstýrismaður til fyrst í oktober 1996.

Umsitingarøkini hjá AN vóru 1. skeið (desember 1995 - juni 1996) vinnumál, arbeiðsmarknaðarmál og lógarmál og 2. skeið (juni 1996 -oktober 1996) almanna- og heilsumál og arbeiðsmarknaðarmál.

Í samband við, hvussu ein landsstýrisfundur fer fram, sigur AN, at fastir fundir vóru týsdag fyrrapart, men oftani vóru fundir eisini aðrar tíðir á degnum og aðrar dagar. Fundirnir blivu fyrireikaðir á tann hátt, at landsstýrismenninir fingu sendandi skránna fyri fundin í vikuni áðrenn, og so fingu teir eisini tey skjøl, sum skuldu fyri á fundinum. Í prinsippinum skuldu hesi koma í vikuni áðrenn landsstýrisfundin, men hendi tað meira enn so, at hesi ikki komu fyrr enn mánadagin ella á sjálvum fundinum. Hvør landsstýrismaður kom við teimum málum, hann ynskti viðgjørd á fundinum. Tó kundi tað henda seg, at umsitingin legði mál til fundin, sjálvt um landsstýrismaðurin ikki hevði biðið um hetta, men tá var tað bert talan um ekspeditiónsmál. Hvør landsstýrismaður legði síni mál fram, men hvussu hetta bleiv gjørt, var rættuliga ymiskt. Tey smærru málini bleiv lítið og einki sagt um, men víst til sakina, meðan í størri málum ella í politisk viðkvæmum málum bleiv gjørt meira burturúr. Um eingin segði seg at verða ímóti einum máli, so bleiv tað roknað sum samtykt, og bleiv hetta ført í gerðabókina. Ógvuliga sjáldan blivu mál sett undir atkvøðugreiðslu. Landsstýrismenn kundu, um teir ynsktu tað, fáa dissens førdan í gerðabókina. Eisini hendi tað, at mál blivu útsett til seinni fund, tí onkur landsstýrismaður ynskti fleiri upplýsingar í málinum, og so varð málið tikið av skránni. At so bleiv gjørt, varð oftast ikki ført í gerðabókina. Fundarskráin hevur tí oftani nógv fleiri punktir, enn gerðabókin um sama fundin vísir. Eingin skrivlig mannagongd (forretningsorden) fanst fyri landsstýrisfundir. Á vinnumáladeildini fanst ein sokallað "landsstýrismannahandbók", men AN hevði ikki sæð nakra slíka á aðrari deild. Tá tað í gerðabókini varð ført, at málið bleiv samtykt, so varð tað í prinsippinum samtykt eftir tilmælinum í sakini.

Um fundin 2. juni 1995 sigur AN, at hann var ikki á hesum fundi og kennir einki til, hvat ið her fyrifórst.

Um fundin 30. apríl 1996 sigur AN, at hann ikki minnist greiniliga, hvat fór fram á hesum fundi. Hann minnist, at á onkrum fundi varð sagt, at nú kom úrslitið av broytingini, soleiðis at hetta skuldi leggjast fyri fíggjarnevndina, tí nú varð neyðugt at fáa pengar fyri at halda fram við broytingunum. Hetta kann hava verið á fundinum 30. apríl 1996.

Skrivið hjá Finn Norman Christensen (FNC) frá 10. mai 1996, tilfarið s. 7, skrivið frá Herluf Sigvaldsson frá 10. mai 1996 tilfarið s. 8, og fíggjarnevndarskjalið dagfest 10. mai 1996 við starvslýsing tilfarið s. 9 hevði AN fingið áðrenn landsstýrisfundin tann 13. mai 1996, og hevði hann sett seg væl og virðiliga inn í hesi skjøl. Hetta tí hann fekk tey í vikuni áðrenn, og um hetta kom ígjøgnum, so vildi hann fingið fleiri persónar til sítt øki, sum var vinnumál, og sum bert hevði 1/2 fulltrúa. Hvør, ið innkallaði til fundin, minnist hann ikki, men innkallingar til fundir kundu koma uppá ymiskar mátar, tí ynskti ein fund, so fekk ein fund. Hví fundurin varð hildin mánadag, veit AN ikki.

Viðvíkjandi fundinum 13. mai 1996 sí s. 17 í tilfarinum, vísir AN til gerðabókina, hvat dagsskránni viðvíkur. Hann minnist ikki greiniliga um fíggjarnevndarskjalið, starvslýsingin ella onnur skjøl vórðu løgd fram á fundinum, men heldur fyri vist, at tey bæði fyrru vóru á fundinum. Hvør førdi orðið, minnist AN ikki, og hann minnist heldur ikki greiniliga, hvussu málið varð gjøgnumgingið.

Hann minnist, at ein viss skepsis var serliga hjá Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen til bygnaðarbroytingarmynstrið hjá FNC.

Skjølini blivu ikki lisin upp, hvørki heilt ella partvíst, sovítt AN minnist.

Fyrihildið sitat úr fíggjarnevndarskjalinum, sí tilfarið s. 9 í neðra "Við hesum í huga, hevur landsstýrið samtykt at byrja nýskipanina.....", so minnist AN ikki, um hetta bleiv lisið upp, gjøgnumgingið ella viðgjørt á landsstýrisfundinum.

Fyrihildið sitat úr sama skjali á somu síðu sama petti "Landsstýrið hevur tess vegna samtykt .......", so er sama svarið, at AN minnist ikki, um tað bleiv lisið upp, gjøgnumgingið ella viðgjørt á landsstýrisfundinum.

Eisini fyrihildið úr sama skjali ovast á somu síðu "Landsskrivstovan søkir við hesum fíggjarnevndina um .....", sigur AN seg heldur ikki minnast, um hesin tekstur bleiv lisin upp, gjøgnumgingin ella viðgjørdur á landsstýrisfundinum.

Um starvslýsingin, sum er viðheft fíggjarnevndarskjalinum frá 10. mai 1996, varð gjøgnumgingin, ella umrødd á landsstýrisfundinum, minnist AN ikki.

Til sitat úr starvslýsingini, sí tilfarið s. 15, 3. petti "Landstyret har vedtaget en overordnet omstruktureringsplan for landstyreadministrationen", sigur AN, at hann minnist ikki, um tað varð lisið upp ella gjøgnumgingið á fundinum.

Fyrihildið sitat av somu síðu úr sama skjali, petti omanfyri "Til at stå i spidsen for ....." sigur AN, at hann minnist heldur ikki, um hetta varð lisið upp ella gjøgnumgingið á landsstýrisfundinum 13. mai 1996.

AN minnist ikki, hvat munnliga bleiv sagt á fundinum, ella hvørjar ítøkiligar viðmerkingar blivu førdar fram til fíggjarnevndarskjalið, men hann heldur seg minnast greitt, at allir vóru samdir um "at seta hol á bygnaðarbroytingarnar", og merkir hetta, at teir vórðu samdir um at seta teir 6 aðalstjórarnar, fyri at hesir kundu verða við til at fremja bygnaðarbroytingarnar, og tí søkti landsstýrið fíggjarnevndina um játtanina.

Einki fyrivarni varð tikið á fundinum viðvíkjandi tekstinum í fíggjarnevndarskjalinum.

At tað í viðtøkuni 13. mai 1996 stendur "samtykt at søkja fíggjarnevndina .... til rakstrarstað 11053...", hevði AN ikki bitið serligt merki í, tá hetta rakstrarstað jú var landsumsitingin. Meiningin var, at peningurin bleiv býttur út á aðalstýrini, tá hesi komu. AN meinar, at fíggjarnevndarskjalið dagfest 10. mai 1996, burtursæð frá budgettsundurgreiningunum fyri Landsverkfrøðingin, Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins og Telefonverk Føroya Løgtings, varð samtykt á fundinum 13. mai.

AN hevði ta uppfatan, at nú var arbeiðið, sum FNC skuldi gera, við at verða liðugt, og nú skuldu aðalstjórarnir halda fram við arbeiðinum.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarskjalinum frá 15. mai 1996 sigur AN, at tað var neyðugt at søkja fíggjarnevndina um eykajáttan, tí man vildi hava hetta avgreitt áðrenn ólavsøku, tí tá kom nýggja stýrisskipanarlógin í gildi fult út, og tí hevði málið skund. Hann roknaði við, at fíggjarnevndin fór at ganga umsóknini á møti, og tað meinti hann eisini, at landsstýrið metti. Um peningurin var blivin játtaður, vildi hann uttan iva verða nýttur, sum sagt í fíggjarnevndarskjalinum.

AN sigur, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur sæð samtyktir skrivaðar inn í fíggjarnevndarskjalið, men hetta við fíggjarnevndarskjølum var rættiliga nýtt, tí nú vildu økonomarnir hava meira skipaði viðurskifti. Hann hevði ikki verið út fyri hesum í øðrum skjølum.

Viðvíkjandi skrivinum frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 til løgtingsins fíggjarnevnd sigur AN, at hann einki kendi til hetta skriv, áðrenn tað fór avstað og hann er heldur ikki samdur í innihaldinum. Um so var, at Jóannes Eidesgaard hevði ta fatan, sum hann sigur í hesum skrivi, so átti hann at verið farin aftur til landsstýrið, áðrenn hann sendi skrivið.

AN hevur ikki luttikið á nøkrum fíggjarnevndarfundi í samband við málið um bygnaðarbroytingar, og hevur hann ikki sjálvur havt samband við fíggjarnevndina um hetta mál, eins og hann heldur ikki hevur givið fíggjarnevndini nakrar upplýsingar málinum viðvíkjandi, hvørki munnligar ella skrivligar. AN heldur tó, at hann um hetta mundið hevur verið í samband við Kristian Magnussen, fíggjarnevndarlim, og kanska fortalt honum, hvat ið hann helt varð viðtikið á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 28. mai 1996 sigur AN, at gerðabókin fyri landsstýrisfundin 13. mai 1996 bleiv undirskrivað. Vanliga plagdi løgmaður at lesa upp fundarbókina "in extenso" og so lata hana fara runt til undirskrivingar, men hann minnist ikki, um hon í hesum føri bleiv lisin upp. Hann góðkendi gerðabókina sjálvur og meinar ikki, at tað á fundinum kom nakað mótmæli um gerðabókina.

Um landsstýrisfundin 29. mai 1996 sigur AN, at hann ikki veit akkurát, hvør ið innkallaði til landsstýrisfundin og hví og heldur ikki akkurát, hví hann bleiv hildin mikudag. Tað kann vera, at fundurin dagin fyri vardi so leingi, og tí hevur man tikið hann uppaftur tíðliga morgunin eftir. Um hvør ið var á fundinum, vísir AN til gerðabókina, men hann minnist ikki, um FNC var á hesum fundi. So vítt AN minnist, so var tað sjálv lýsingin eftir løgmansstjóra, sum bleiv viðgjørd á fundinum, og ikki umskipanin sum so.

Hvat tað vóru fyri rættingar, ið blivu gjørdar í lýsingini eftir løgmansstjóranum, minnist AN ikki, men hann heldur, at tær vóru av reint málsligum slagi.

Jóannes Eidesgaard vildi hava málið í tingið til viðgerðar, áðrenn man fór víðari, og komst hetta nokk av, at um so var, at man viðtók lýsingina soleiðis, sum hon varð orðað, kundi tað skiljast, sum at javnaðarmenn tóku undir við tí, sum teir hildu seg ikki hava viðtikið 13. mai 1996.

Meðan landsstýrisfundurin var 31. mai 1996, sótu Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen inni á skrivstovuni hjá Jóannes Eidesgaard og vildu ikki koma á fund, sjálvt um teir vórðu bidnir um hetta fleiri ferðir.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 6. juni 1996 og tíðindaskrivinum, landsstýrið sendir út sama dag, sigur AN, at hann er samdur í innihaldinum av skrivinum.

H. Frágreiðing frá Vilhelm Johannesen (VJ):

VJ hevur vanligan fólkaskúla, verið á donskum háskúla og verið á ymiskum skeiðum. VJ hevur starvast hjá Postverk Føroya síðani 1962. VJ hevur starv sum útbúgvingarleiðari á Postverk Føroya. Kom í hetta starvið í 1989.

Sitið í býráðnum í Klaksvík frá 1975 til og við 1984. Formaður í Føroya Kommunufelag frá 1977 til 1979. Valdur á løgting í 1980 og hevur verið løgtingsmaður síðani, burtursæð frá 1985 til 1989, tá hann var landsstýrismaður. Landsstýrismaður frá nov. 1979 til jan. 1981, har hann umsat almanna- og heilsumál, ídnaðarmál, lógarmál, og frá 10. jan. 1985 til 18. jan. 1989, har hann umsat alimál, ídnaðarmál, sjóvinnumál, arbeiðsmarknaðarmál og íbúðarmál.

Hevur verið limur í fíggjarnevndini frá aftaná skipanini av landsstýrinum í jan. 1989 til juni 1989. Kom aftur í fíggjarnevndina í jan. 1991 og varð í nevndini fram til august 1996. Var virkandi formaður í 1992 fyri Jørgen Thomsen. Sat sum valdur fíggjarnevndarformaður frá vári 1993 til valið 7. juli 1994.

Aftaná løgtingsvalið í juli 1994 bleiv hann afturvaldur til fíggjarnevndarlim. Í desember 1995 bleiv hann útnevndur til fíggjarnevndarformann og sat sum formaður til august 1996. Er nú varalimur í fíggjarnevndini.

Síðani desember 1997 hevur VJ verið formaður í løgtingsins trivnaðarnevnd.

Viðvíkjandi tí vanligu mannagongdini í samband við fíggjarnevndarfundir greiðir VJ frá, at formaðurin saman við skrivaranum fyrireika fundin og gera fundarskránna. Fundarboðini verða viðhvørt send skrivliga saman við tilfarinum, men eisini oftani munnliga ella gjøgnum telefon, og fáa tá limirnir munnliga upplýsing um evnið. Tað hendir seg, at mál, sum koma inn sama dag sum fundur er, verða tikin við á fundi; men hetta bert um tað er eitt lítið mál, og semja er um tað. Um ein fíggjarnevndarlimur biður um at fáa mál útsett, verður hetta altíð játtað. Skrivari á fundunum vórðu Kristoffur Thomassen, skrivstovustjóri á løgtingsskrivstovuni, ella Marius Rein, avloysari hjá honum. Seinni tók Beinta Festirstein við starvinum, tá hon bleiv skrivstovustjóri. Nú er Marius Rein fastur skrivari hjá fíggjarnevndini. Skrivarin skrivaði sjálvur frágreiðingina frá fundinum, sum so varð løgd fyri næsta fund til góðkenningar. Tað var føst regla, at nevndarlimir ikki blivu refereraðir fyri tað, teir søgdu, men støðan hjá meirluta og/ella minniluta bleiv altíð førd til gerðabókina, eins og limirnir altíð kundu fáa dissens førdan har, um teir ynsktu tað.

Fundirnir blivu hildnir so ofta, sum tørvur var á tí - serliga ofta í tíðarskeiðinum november/desember, tá fíggjarlógin skuldi gerast liðug, og eykafíggjarlógin leggjast fyri løgtingið. Eftir tí gomlu skipanini var tað so, at landsstýrið kundi játta pening í mongum førum, men skuldi hetta góðkennast av fíggjarnevndini. Hetta viðførdi, at fundir ofta máttu haldast.

Eftir tí nýggju skipanini, sum var galdandi frá ólavsøku 1995, var tað soleiðis, at grein 44 í stýrisskipanarlógini varð avgerandi fyri arbeiðið hjá fíggjarnevndini í samband við eykajáttan, tí har stendur í stk. 1, at peningur bert kann játtast á fíggjarlógini, meðan stk. 2 gevur eitt ógvuliga neyvt undantak. Nú blivu bert játtað mál, sum eftir fíggjarnevndarinnar meti høvdu veruligan skund, og helst skuldi tað vera soleiðis, at umsóknin var miðskeiðis í tíðarskeiðinum, har tingið var farið heim og ólavsøku, tá tingið kom saman aftur.

Formaðurin stjórnaði fundunum í nevndini, og var tað soleiðis, at hann gjøgnumgekk málið og kannaði lógargreinir, sum høvdu við málið at gera. So bleiv tikin støða til, um man skuldi innkalla tann landsstýrismann, sum hevði við málið at gera í landsstýrinum, og um ein ynskti onnur innkallað eisini. Málið bleiv síðani umrøtt á fundinum, og avgerð tikin.

Í samband við fíggjarnevndarfundin 24. mai 1996 sigur VJ, at teir fingu fíggjarnevndarskjalið til fundin, men hann meinar ikki, at starvslýsingin fylgdi við. Hann er tó ikki heilt vísur í hesum, men av tí, at lýsingin varð viðgjørd á fundi í Javnaðarflokkinum nakrar dagar seinni, meinar hann, at hann ikki sá lýsingina fyrr enn á tí fundinum. Fundur hevur ikki verið í fíggjarnevndini, áðrenn 24. mai 1996, um hetta mál.

Á fundinum 24. mai 1996 vóru allir teir føstu limirnir uttan Finnbogi Ísakson. VJ hevði, sum formaður í fíggjarnevndini, boðsent løgmanni at koma á fund hjá fíggjarnevndini. VJ legði málið fyri og umrøddu nevndarlimirnir málið og hvørjar spurningar, teir skuldu stilla løgmanni.

Løgmaður bleiv tilkallaður, tí málið hoyrdi undir hansara øki. At Jóannes Eidesgaard ikki varð innkallaður var tí, at málið hoyrdi undir løgmanni, og tá hesin varð innkallaður, var hetta hildið at vera nóg mikið. Løgmaður greiddi á fundinum frá, at málið hevði skund, tí bygnaðarbroytingarnar skuldu byrja frá 1. august 1996. Eisini nevndi løgmaður, at hann í november 1995 hevði sagt løgtinginum frá, at landsstýrið fór at koma við eini umbøn um eykajáttan hesum máli viðvíkjandi.

Uppá spurningin, um landsstýrið hevði tikið endaliga støðu til bygnaðarbroytingarnar, upplýsti løgmaður, at landsstýrið bert hevði tikið støðu at fáa eina eykajáttan, so tað kundi byrja at seta fólk.

Løgmaður fekk fyrivíst skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996, men hevði ongar viðmerkingar til hetta. Hetta var vist fyrstu ferð, at løgmaður sá hetta skriv. Fíggjarnevndin játtaði ikki umsóknini, tí hon helt seg ikki hava heimild til hetta eftir grein 44 í stýrisskipanarlógini. Fíggjarnevndarlimirnir høvdu í fleiri dagar hoyrt, at tað skuldi koma ein umsókn, hetta áðrenn løgtingið fór heim. Soleiðis kundi landsstýrið havt farið til løgtingið og fingið eykajáttan, sjálvt um seinasti framløgudagur var farin. Eisini kundi løgmaður fingið eykatingsetu, tí so var eingin framløgufreist, ella kundi málið bíða til aftaná Ólavsøku og tá koma fyri tingið.

Eisini hildu fíggjarnevndarlimirnir, at um teir góðtóku hesa eykajáttan, so góðtóku teir eisini umskipanina av umsitingini og komu sostatt at binda løgtingið, soleiðis at hetta hevði góðkent uppskotið hjá FNC. Eisini hugsaðu fíggjarnevndarlimirnir um, at upphæddin kr. 2,9 mió. var ógvuliga stór hækking í mun til tað, sum var áðrenn til umsitingina. Undir hesum umstøðum metti fíggjarnevndin, og hon var samd, at hon ikki kundi góðtaka umsóknina, og varð hon tí send aftur til landsstýrið beinanvegin. Grundgevingin var manglandi heimild eftir grein 44 í stýrisskipanarlógini.

VJ sigur, at fyri hansara viðkomandi hevði úrslitið av fíggjarnevndarviðgerðini verið tað sama, um skrivið frá Jóannes Eidesgaard, dagfest 21. mai 1996 var komið ella ikki, og hann helt, at hinir fíggjarnevndarlimirnir høvdu somu støðu. Fyrihildið, at um so var, at næstseinasta petti á fyrstu síðu í fíggjarnevndarskjalinum, sí. s. 18 í tilfarinum, ikki var við, sigur VJ, at tað ikki hevði broytt hansara støðu í málinum, og tað sostatt ongan týdning hevði. VJ sigur, at tað er ikki vanligt, at einkultir landsstýrismenn senda skriv til løgtingsnevndir herundir fíggjarnevndina, men hetta kemur fyri. Eisini upplýsir VJ, at fíggjarnevndin hevði ikki fingið nakrar aðrar skrivligar ella munnligar upplýsingar frá landsstýrinum ella embætismonnum um hetta mál, og hann hevði ikki havt nakað óformelt samband við nakran landsstýrismann uttan tað, at Jóannes Eidesgaard ringdi til VJ fyri at spyrja nær fíggjarnevndin skuldi viðgera umsóknina, tí Jóannes Eidesgaard skuldi senda nevndini eitt bræv. Tað er møguligt, at Jóannes Eidesgaard í hesi samrøðu upplýsti, hví hann skuldi senda bræv.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum 13. juni 1996 sigur VJ, at tey, sum vóru á fundi, eru nevnd í fundarfrágreiðingini. Grundin til, at hetta mál kom fyri tann 13. juni 1996, var tí, at fundarfrágreiðingin skuldi góðkennast. Hvør í góðkendi ella ikki góðkendi gerðabókina framgongur av protokollatinum, sum VJ metir er rætt. Fíggjarnevndin hevur ikki sent hetta mál til landstýrismálanevndina, men meinar VJ, at landsstýrismálanevndin sjálv hevur tikið hetta mál upp eftir tí, sum kom fram í fjølmiðlunum.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarskjalinum dagfest 15. mai 1996, s. 18 í tilfarinum, sigur VJ, at hetta skjal var gjørt eftir teimum nýggju reglunum, sum man hevði innført í samband við eina fíggjarstýringsskipan.

Til spurningin um, um tað er vanligt, ella tað kemur fyri, at samtyktir verða innskrivaðar í fíggjarnevndarskjøl, uttan at hesar samtyktir neyðturviliga eisini framganga av gerðabókini hjá landsstýrinum, so sigur VJ, at hetta avgjørt ikki var vanligt.

I. Frágreiðing frá Anfinn Kallsberg (AK).

AK hevur útbúgving sum skrivstovufólk og bókhaldari. Lærdi hjá Kjølbro frá 1964 til 1967. Havt sjálvstøðugt bókhaldsvirki síðani 1967.

AK hevur verðið í bygdarráðnum á Viðareiði frá 1974 til 1980, og var øll árini bygdarráðsformaður. Valdur inn á løgting í 1980 og hevur verðið valdur síðani. AK hevur latið tingsessin frá sær frá febr. 1983 til jan. 1985, frá jan. 1989 til juni 1989 og frá juni 1996 til í dag, tí tá hevur hann verið landsstýrismaður. Var landsstýrismaður í fiskivinnumálum í báðum teimum fyrru tíðarskeiðunum. Síðani juni 1996 hevur hann havt fíggjar- og búskaparmál.

AK hevur altíð, meðan hann hevur sitið í løgtinginum, verið limur í løgtingsins fíggjarnevnd, burtursæð frá einum hálvum ári mitt í 80'unum. Hevur verið formaður í fíggjarnevndini frá ólavsøku 1989 til valið í nov. 1990. Aftaná valið í 1990 bleiv AK tingformaður og sat inntil apríl 1993.

Hevur frá 1973 sitið sum limur í umsjónarráðnum í Norðoya Sparikassa - frá 1985 sum formaður - inntil hann bleiv landsstýrismaður í fíggjarmálum í juni 1996.

Um vanligu mannagongdina í smb. við fíggjarnevndarfundir greiðir AK frá, at vanligvís koma málini frá landsstýrinum til fíggjarnevndina og verða so skrásett á løgtingsskrivstovuni. Formaðurin saman við skrivaranum, sum vanliga var skrivstovustjórin hjá løgtinginum, fyrireikar málini og ger av fundarskránna. Limirnir verða innkallaðir skrivliga ella pr. telefon ella kanska onkuntíð pr. telegram. Um innkallingin var skrivlig, fingu limirnir málini samstundis við innkallingini.

Skrivarin skrivar gerðabókina. Í høvuðsheitum verður hendan førd sum ein "beslutningsprotokol", men kunnu limirnir fáa innført sína áskoðan í málinu, og var hetta rættiliga vanligt. Formaðurin stjórnaði fundunum.

Viðvíkjandi góðkenning í samband við umsóknir um eykajáttan sigur AK, at áðrenn nýggju stýrisskipanina komu ógvuliga nógv mál til fíggjarnevndina, tí hendan hevði eisini eina umsitingarliga funktión, tí landsstýrið hevði játtanarmyndugleika í mongum førum, men var hesin treytaður av góðkenning av fíggjarnevndini. Tað komu nógvar umsóknir til fíggjarnevndina, og mangar vórðu avgreiddar, men fíggjarnevndin segði nei, um hon helt tað verða rættast.

Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom og lutvíst bleiv sett í kraft á ólavsøku í 1995, bleiv praksis hjá fíggjarnevndini nógv meira restriktivur. Fíggjarnevndin tulkaði grein 44 í stýrisskipanarlógini ógvuliga restriktivt og avgreiddi sum høvuðsreglu bert rættiliga akuttar umsóknir.

Um fíggjarnevndarfundin tann 24. mai 1996 greiðir AK frá, at teir til hendan fund bara fingu fíggjarnevndarskjal dagfest 15. mai 1996, og hann heldur sostatt fyri vist, at starvslýsingin ikki kom til fíggjarnevndina. Fundur um hetta mál hevur ikki verið í fíggjarnevndini áðrenn 24. mai 1996.

Viðvíkjandi teimum, sum vóru á fundinum 24. mai 1996, vísir AK til gerðabókina hjá fíggjarnevndini, sum vísir, at allir vóru á fundi uttan Finnbogi Ísakson. Málið bleiv viðgjørt á fundinum, men AK sjálvur tók ikki stórvegis lut í orðaskiftinum, tí hann helt ikki, at hetta hoyrdi heima í fíggjarnevndini. Tað var hansara uppfatan, at allir fíggjarnevndarlimir vóru samdir um, at eingin støða kundi takast til hetta mál, og tí átti málið at sendast aftur til landsstýrið. Løgmaður var á fundi, men hvør hevði boðsent honum, visti AK ikki. Tað kundi líka so gjarna vera, at løgmaður hevði ynskt at koma á fund. Til tað, sum løgmaður upplýsti á fundinum um hetta mál, vísir AK til gerðabókina hjá fíggjarnevndini. Tað var púra greitt, at løgmaður ikki vildi viðmerkja brævið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996. Á fundinum royndu løgmaður og embætismenninir, sum vóru við honum, at fáa eykajáttanina ígjøgnum.

Tá sagt verður av fíggjarnevndini, at hon ikki játtar umsóknini, tí hon "... ikki hevur heimild til at avgreiða málið..", so sigur AK, at soleiðis skilti fíggjarnevndin grein 44 í stýrisskipanarlógini, og var nevndin samd í hesum.

Til spurningin, um tað hevði stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini í fíggjarnevndini, at landsstýrið hevði samtykt at byrja nýskipanina tann 1. august 1996, og at seta tey ovastu stjórastørvini umframt fulltrúar, meinar AK, at tað hevði tað ikki. Til spurningin um týdningin av, at næstniðasta reglubrot á s. 1 í fíggjarnevndarskjalinum, sí s. 18. í tilfarinum, var við, so meinar AK, at hetta hevði ongan týdning fyri viðgerðina av umsóknini í fíggjarnevndini.

Til spurningin, um skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 hevði stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini í fíggjarnevndini, so meinar AK, at tað hevði als ongan týdning í hvørtfall ikki fyri sína støðutakan, og hann helt, at soleiðis var tað eisini hjá hinum fíggjarnevndarlimunum. Tað var eitt sindur ørkymlandi, at sami landsstýrismaður, sum hevði undirskrivað fíggjarnevndarskjalið, sjálvur sendi brævið dagfest 21. mai 1996 til fíggjarnevndina, men týdning hevði tað ongan. AK upplýsir, at hann ikki hevur fingið nakrar aðrar skrivligar ella munnligar upplýsingar frá landsstýrismonnum ella embætismonnum í samband við fíggjarnevndarviðgerðina av málinum um bygnaðarbroytingarnar. Heldur ikki hevur hann óformelt fingið upplýsingar í hesum sambandi.

AK sigur, at tað var heilt vanligt, at landsstýrismenn einsamallir, vegna landsstýrið, senda skriv til løgtingsins nevndir, herundir fíggjarnevndina, men tað er púra óvanligt, at menn persónliga senda slík skriv. Nú er skipanin tann, at øll fíggjarnevndarskjøl skulu góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum og undirskrivast av honum við medundirskrift, eins og tey skulu undirskrivast av landsstýrismanninum, ið hevur viðkomandi øki, við medundirskrift. Eisini skal fíggjarnevndarskjalið fyri á landsstýrisfundi, áðrenn tað verður latið fíggjarnevndini.

Til fíggjarnevndarfundin tann 13. juni 1996 sigur AK, at tað er heilt óvanligt at hava atkvøðugreiðslu um gerðabókina. Viðvíkjandi teimum, sum vórðu á fundi, vísir AK til gerðabókina, og var løgmaður ikki við á hesum fundi.

Fundurin var helst fyrst og fremst innkallaður fyri at fáa góðkent gerðabókina. AK, Vilhelm Johannesen og Finnbogi Arge góðkendu gerðabókina, soleiðis sum hon var skrivað, meðan Kristian Magnussen og Tordur J. Niclasen tóku ikki undir við gerðabókini. Helena Dam á Neystabø og Finnbogi Ísakson atkvøddu ikki, tí tey ikki høvdu verið við á fundinum tann 24. mai 1996.

AK veit ikki, hvør hevur biðið landsstýrismálanevndina kanna hetta mál.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarskjølum greiðir AK frá, at hesi vóru spildurnýggj tá, og heldur, at hetta fíggjarnevndarskjalið er uppbygt sum vanligt fíggjarnevndarskjal eftir tí nýggju skipanini.

Til spurningin, um tað kemur fyri, at samtyktir verða innskrivaðar ella formuleraðar í fíggjarnevndarskjalið, uttan at hesar samtyktir neyðturviliga eisini framganga av gerðabókini hjá landsstýrinum, sigur AK, at hetta kemur fyri, men er ikki vanligt.

Um fíggjarnevndarskjal er lagt fram og viðgjørt á landsstýrisfundi, og málið annars verður samtykt, so meinar AK, at innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum eisini er viðtikið, um ikki greitt fyrivarni er tikið um hetta á fundinum.

Á. Frágreiðing frá Kristian Magnussen (KM):

KM hevur skrivstovuútbúgving frá 1979 og socialráðgevaraútbúgving frá Den Sociale Højskole i Århus í 1985.

KM starvaðist sum sosialráðgevi hjá Almannastovuni frá 1985 og so hjá Tórshavnar Býráð frá 1990. KM hevur sitið í løgtinginum frá 7. juli 1994 og bleiv landsstýrismaður 30. oktober 1996. KM hevur almanna- og heilsumál, javnstøðumál, íbúðarmál og arbeiðaramál. KM hevur sitið í løgtingsins fíggjarnevnd frá tí, at landsstýrið varð skipað í sept. 1994, til hann fór í Tinganes sum landsstýrismaður. Var tá eisini formaður í Almanna- og heilsunevndini (Trivnaðarnevndini).

Viðvíkjandi mannagongdini í samband við fíggjarnevndarfundir greiðir KM frá, at formaðurin saman við løgtingsskrivstovuni fyrireikaði fundirnar og gjørdi fundarsskránna, eins og formaðurin leiddi fundirnar. Skrivararnir hava verið fleiri og eru komnir frá løgtingsskrivstovuni. Skrivarar hava m.a. verið Kristoffur Thomassen, Marius Rein, Beinta Festirstein, Ernst Hansen, sáli og Rúni Joensen.

Áðrenn tann nýggja stýrrisskipanin kom, hevði fíggjarnevndin rættiliga nógvar fundir, tí hon hevði eisini eina umsitingarliga uppgávu, tí hon skuldi góðkenna nógvar av játtanunum, sum landsstýrið gav.

Tað var ymiskt, hvussu fundarboðini komu, eins og nær tey komu - við hvørt skrivliga og við hvørt pr. telefon. Viðhvørt fekk man tilfar saman við fundarboðunum, men viðhvørt ikki fyrrenn á fundinum.

Skrivarin førdi gerðabókina og heldur KM, at skrivarin skrivaði sjálvur og ikki eftir diktati frá formanninum. Um okkurt serligt var, so syrgdi formaðurin fyri at viðmerking kom um hetta í gerðabókina. Um onkur limur ynskti dissens ella viðmerking citeraða, so kom hetta í gerðabókina.

Formaðurin legði málini fyri og syrgdi fyri, at limirnir fingu greitt frá síni støðu til málini. Viðhvørt varð neyðugt hjá formanninum at mýkja støðuna, soleiðis at størst møgulig undirtøka fekst.

Viðvíkjandi játtanarpraksis í fíggjarnevndini, áðrenn nýggja stýrisskipanin kom, sigur KM, at hvørt mál bleiv umhugsað, men tá landsstýrið ella landsstýrissamgongan sum oftast hevði meirluta í nevndini, komu nokk tey flestu játtanarmálini ígjøgnum. Aftaná, at nýggja stýrisskipanin kom í gildi á ólavsøku 1995 er praksis strammað nógv, tí nú sigur grein 44 í stýrisskipanarlógini klárt, at eykajáttanir skulu ígjøgnum løgtingið, meðan fíggjarnevndin í serligum førum kann veita eykajáttan. Praksis er sostatt, at tað er ógvuliga sjáldan, at fíggjarnevndin gevur nakra eykajáttan.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum tann 24. mai 1996 greiðir KM frá, at fíggjarnevndin, so vítt hann minnist, bert hevði fíggjarnevndarskjalið dagfest 15/5-1996, og minnist sostatt einki til at hava sæð starvslýsingina - sí tilfarið s. 15 og 16. Fíggjarnevndarskjalið hevur hann óivað fingið 17. ella 18. mai 1996 - sí skriv frá løgtingsskrivstovuni í tilfarinum s. 27. Fíggjarnevndin hevur ikki havt fund um umsóknina áðrenn 24. mai 1996.

Viðvíkjandi teimum, sum vóru á fundi, vísir KM til tilfarið s. 32, har útskrift úr gerðabókini er. Hvør hevði biðið løgmann komið á fund, veit KM ikki, men tað kann vera, at løgmaður sjálvur hevur ynskt, at koma á fund. Hví Jóannes Eidesgaard ikki bleiv biðin um at koma á fund, kann KM ikki siga við vissu, men hann heldur, at allir fíggjarnevndarlimir vóru samdir um, at fíggjarnevndin ikki bleiv blandað uppí trupulleikarnar í Tinganesi.

Á sjálvum fundinum, var tann stóra diskusiónin ikki um bygnaðarbroytingarnar, men meira um málið hevði slíkan skund, at fíggjarnevndin átti at avgreiða málið. Fíggjarnevndin var samd um, at málið hevði ikki slíkan skund, at tað átti at avgreiðast av nevndini smb. grein 44 í stýrisskipanarlógini, og tí varð málið ikki játtað, men sent aftur í Tinganes. Tá tað í gerðabókini stendur, at fíggjarnevndin kom til ta niðurstøðu, at hon ikki hevði heimild til at avgreiða málið, so merkir hetta, at nevndin meinti, at málið ikki hevði slíkan skund, at nevndin átti at avgreiða málið.

Til spurningin, um skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 ávirkaði hansara støðutakan til eykajáttan, sigur KM, at hetta als onga ávirkan hevði, tí hetta hevði einki við grein 44 í stýrisskipanarlógini at gera, og hann heldur, at hetta var støðan hjá øllum fíggjarnevndarlimunum. Til spurningin, um tað hevði havt nakran týdning fyri støðutakanina til eykajáttanina um næstniðasta brot á s. 1 í fíggjarnevndarskjalinum frá 15. mai 1996, sí tilfarið s. 18, ikki var við, sigur KM, at tað hevði ongan týdning havt.

Til spurningin, um tað er vanligt, at einkultir landsstýrismenn einsamallir senda skriv til løgtingsins nevndir herundir fíggjarnevndina, sigur KM, at tað undraði allar, at skrivið frá 21. mai 1996 frá Jóannes Eidesgaard var komið; men sum sagt hevði tað onga ávirkan á støðutakanina til játtanina.

Til spurningin, um KM hevði fingið nakrar aðrar upplýsingar í málinum enn tær, tilfarið vísir, antin skrivligar ella munnligar, so sigur KM, at so var ikki. Hann hevði heldur ikki óformelt samband við nakran landsstýrismann, embætismann ella annan í samband við hetta mál.

Í samband við fíggjarnevndarfundin tann 13. juni 1996 sigur KM, at allir limir vóru á fundi og vísir her til gerðabókina. Á hesum fundi er løgmaður ikki við. Um spurningin, hví hann ikki tekur undir við gerðabókini, greiðir KM frá, at tað gekk long tíð, áðrenn man fekk útskrift av gerðabókini, og áðrenn hendan kom, var Vilhelm Johannesen, formaður í fíggjarnevndini, í útvarpinum og umrøddi ósemjuna millum løgmann og Jóannes Eidesgaard um bygnaðarbroytingarnar. Vilhelm Johannesen vísti í hesum sambandi til, hvat sagt var á fíggjarnevndarfundinum. Tá hetta ikki samsvaraði við tað, sum KM mintist, og tá eingin útskrift av gerðabókini var komin, og at tað var umráðandi hjá fíggjarnevndini ikki at blandast uppí ósemjuna í Tinganesi, hevði KM sent út tíðindaskriv dagin eftir og hevði havt samrøðu við útvarpið og sjónvarpið í hesum sambandi. Eisini kundi KM ikki góðkenna gerðabókina, tí tá tað í gerðabókini mitt á s. 33 í tilfarinum verður sagt "Síðani varð spurt um landsstýrið endaliga hevði tikið støðu til .....", so minnist KM einki til, at tað varð spurt um hetta, ella at tað yvirhøvur varð tosað um hetta. Heldur ikki minnist hann til, at endurgevingin í gerðabókini, "Í tí sambandi varð skrivið frá Jóannes Eidesgaard", bleiv umrøtt, og at løgmaður kom við viðmerkingini, sum her er noterað. Tí er gerðabókin eftir hansara tykki ikki røtt, og tekur hann greitt undir við atfinningunum hjá Tordi Niclasen, sí tilfarið s. 51.

Tað avgerandi hjá KM var, at fíggjarnevndin ikki bleiv blandað inn í stríðið millum Jóannes Eidesgaard og løgmann um bygnaðarbroytingarnar, t.v.s. at man ikki vildi blandast inn í tað reint politiska stríðið. Tá hetta sýntist at blíva tilfeldi, var tað, at KM segði seg vera samdan við Tord, uttan at hann akkurát hevði umhugsa orðalagið í Tordursa viðmerking. Avgerandi hjá KM vórðu tær niðastu 3 reglurnar í gerðabókini, sí s. 33 í tilfarinum, har sagt verður, at nevndin "kom til ta niðurstøðu aftaná at hava viðgjørt málið, at vísandi til § 44, stk. 1 og 2 í stýrisskipanarlógini, heldur nevndin seg ikki hava heimild til at avgreiða málið."

Hvør hevur biðið landsstýrismálanevndina kannað málið, veit KM ikki.

Um hvussu fíggjarnevndarskjøl vanliga síggja út, sigur KM, at tað fíggjarnevndarskjal, sum kom til fíggjarnevndarfundin tann 24. mai 1996, var rættiliga útførligt, men um øll síggja soleiðis út, veit hann ikki.

J. Frágreiðing frá Finnboga Arge (FA):

FA er útbúgvin student í 1975. Hevur tikið Exam. art. á Fróðskaparsetrinum í 1977 (hjágrein í norðurlendskum máli) og seinri ávís merkonomfag á Føroya Handilsskúla.

Hevði stuttan lesnað í Danmark frá 1977 til 1978, men fór so heim at arbeiða hjá faðir sínum frá 1978. Í 1981 bleiv FA stjóri í P/F Auto Service.

Keypt meirlutan av partabrøvunum í felagnum í 1985, og hevur síðani verið stjóri á virkinum.

Sett á stovn Team 85, Sejerø Havbrug í 1985, keypt Olaf Sørensen A/S, sum innflutti útlendskan ost til Danmarkar og seldi ostin víðari til ymiskar stórar danskar fyritøkur, í 1986, og sett á stovn P/F Arge International, sum seldi Bridgestone aliringar, í 1986 ella 1987. Í 1989 byrjaði hann at sleppa sær av við feløgini aftur.

Startaði av nýggjum í 1993 við einum felagið, sum eitur P/F Meinhardt Arge, og har er FA í dag stjóri og eigari við 98 % av partapeninginum.

Virksemið hjá felagnum er at selja bilar og reka bilverkstøð. Hetta er tað sama, sum P/F Auto Service og P/F Vilhelm Nielsen høvdu.

Hevur verið formaður í P/F Atlantsflog í 1990 og 1991 og hevur síðani 1990 verið í nevndini hjá P/F Havsbrún - tey flestu árini í hvussu so er.

Bleiv valdur á løgting í 1990 fyri Sambandsflokkin og afturvaldur 7. juli í 1994 eisini fyri Sambandsflokkin. Á valskeiðnum 1990-1994 sat hann trý ár í fíggjarnevndini. Aftaná valið í 1994 bleiv hann formaður í fíggjarnevndini.

Sat sum formaður í fíggjarnevndini til síðst í november 1995, tá ósemja varð í Sambandsflokkinum, og hann fór úr flokkinum. Bleiv sitandi í fíggjarnevndini, men ikki sum formaður.

Á ólavsøku í 1996 gjørdi FA valbólk við samgonguna og fór úr fíggjarnevndini og uppí uttanlandsnevndina sum vanligur limur.

Í september 1997 fer FA úr uttanlandsnevndini og aftur í fíggjarnevndina. FA situr framvegis í fíggjarnevndini.

Viðvíkjandi mannagongdini í samband við fíggjarnevndarfundir sigur FA, at málini komu úr landsstýrinum ella úr løgtinginum til løgtingsskrivstovuna, sum so syrgdi fyri, at málini komu til fíggjarnevndina, har tey verða viðgjørd so skjótt sum tilber. Tilfarið verður latið nevndarlimunum á fíggjarnevndarfundi til viðgerðar á næsta fundi. Men tað kom eisini fyri, at mál blivu viðgjørd á fundinum beinanvegin, vóru allir nevndarlimir samdir um hetta. Um onkur ynskti fleiri upplýsingar í málinum, bleiv tað útsett til seinni fund.

Formaðurin leiddi fundirnar, meðan skrivarin sjálvur skrivaði frágreiðingina til gerðabókina.

Áðrenn nýggja stýrisskipanin kom, komu nógv mál til fíggjarnevndina, sum skuldi góðkenna játtanir, sum landsstýrið hevði gjørt, og eisini kom ein rúgva av málum í samband við umsóknir til grunnin fyri ídnaðarfremjandi endamál.

Tá avgerð skuldi takast, spurdi formaðurin hvønn einstakan lim, um hann var fyri ella ímóti, og so varð endalig støða tikin. Tað er formaðurin, sum avger, nær atkvøðast skal, ella um málið verður útsett eftir umbøn frá onkrum limi.

Áðrenn nýggju stýrisskipanarlógina viðgjørdi fíggjarnevndin umsóknir frá landsstýrinum um eykajáttanir og tók støðu í hvørjum einkultum føri, um hon kundi játta ella ikki. Skuldi játtan gevast, kravdi fíggjarnevndin oftast, at líknandi upphædd bleiv spard onkra aðrastaðni, tí ansast skuldi eftir, at undirskotið á fíggjarlógini ikki vaks. Úrslitið varð, at landsstýrið sum oftast saman við umsóknini segði frá, hvar og hvussu stór sparing kundi fáast aðrastaðni. Um landsstýrið í samband við umsóknina vísti á tilsvarandi sparingar, bleiv málið gjarna avgreitt beinanvegin, meðan í mótsattum føri bleiv tað sent aftur til landsstýrið óavgreitt.

Síðani nýggja stýrisskipanin kom, er viðgerðin hjá fíggjarnevndini púra broytt soleiðis, at næstan alt, sum viðvíkir eykajáttan, verður víst aftur, tí tað skal heldur leggjast fyri løgtingið. Grundsjónarmiðið hjá fíggjarnevndini hevur verið, at allar játtanir skulu yvir fíggjarlógina og harvið gjøgnum tingið. Bert í ógvuliga serligum málum, har málini veruliga hava nógvan skund, kemur tað fyri, at hesi verða viðgjørd í fíggjarnevndini.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum tann 24. mai 1996 sigur FA, at hann ikki minnist greiniliga, um hann hevði fíggjarnevndarskjalið áðrenn fundin 24. mai 1996, men hann hevði fingið okkurt skjal við hesum upplýsingunum, tí hann kennist við innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum. Hann heldur at starvslýsingin var eisini við.

Hetta hevði tó ikki tann stóra týdningin, tí hansara støða var, longu áðrenn fíggjarnevndarfundin, at málið ikki hoyrdi heima í fíggjarnevndini, men í løgtinginum. Hetta var eitt stórt mál, sum framyvir vildi viðføra stórar árligar útreiðslur. Landsstýrið hevði leingi vitað um, at bygnaðarbroytingarnar skuldu fremjast, so hetta mál hevði ikki skund, og meinar FA, at løgmaður var greiður yvir støðuna hjá fíggjarnevndini áðrenn fundin, tí hann ynskti at fáa greiði á beinanvegin, hvør orsøkin var til, at nevndin møguliga ikki fór at játta upphæddina, sum søkt varð um.

Málið hevði ikki verið til viðgerðar í fíggjarnevndini áðrenn fundin 24. mai 1996. Um hvør, ið var á fundinum 24. mai 1996, vísir FA til gerðabókina, sum vísir, at allir limirnir uttan Finnbogi Ísakson vóru á fundi. Harumframt vóru løgmaður og tríggir embætismenn á fundinum.

Um hvat fyrigekk á fundinum,vísir FA til tað, sum stendur í gerðabókini. Løgmaður hevði orðið fyrst og síðani FNC, sum greiddi meiri nágreiniliga um uppskotið. FA segði ikki eitt orð, meðan hetta fyrigekk, tí hann helt hetta vera rættiliga óviðkomandi, tá støðan uppá forhond var tann, at málið, orsakað av at tað ikki hevði skund, ikki bleiv avgreitt í fíggjarnevndini. Hann minnist til telefaksið frá landsverkfrøðinginum frá 17. mai 1996, sí tilfarið s. 28 - 30, og at innihaldið í hesum varð umrøtt á fundinum, og var hann stórt sæð samdur við landsverkfrøðinginum í hansara niðurstøðu.

Um nakar hevði biðið løgmann koma á hendan fund, veit FA ikki. Hann heldur, at løgmaður sjálvur hevði biðið um at koma á fundin. Hann veit ikki, hví Jóannes Eidesgaard ikki bleiv innkallaður til fundin. Tað, sum løgmaður annars segði á fundinum um umskipanina av umsitingini, virkaði rættiliga leyst uppá FA. Tað virkaði, sum um løgmaður bara vildi hava pengar fyri at byrja umskipanina uttan at siga nakað um, hvar ein endaði. Til spurningin, um grundgevingina hjá fíggjarnevndini fyri ikki at avgreiða málið, "hava ikki heimild at avgreiða málið ....", sigur FA, at eftir nevndarinnar meting, hevði málið ikki skund. Tað var eitt stórt mál, ið kravdi veruliga viðgerð og veruligt orðaskifti, helst í løgtinginum. Sostatt uppfylti umsóknin í onga máta treytirnar í grein 44 í stýrisskipanarlógini fyri at kunna viðgerast sum eykajáttan.

Sjálvt um næstniðasta petti á fyrstu síðu í fíggjarnevndarskjalinum, sí tilfarið s. 18, ikki hevði verið, so hevði støðan hjá fíggjarnevndini verið tann sama. Í so máta hevði hetta pettið ongan týdning fyri viðgerðina.

Til spurningin, um skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 til fíggjarnevndina, hevði stóran týdning fyri viðgerðina av umsóknini í fíggjarnevndini, sigur FA, at hetta als ongan týdning hevði,. FA hevði, áðrenn hann kendi hetta skriv, tikið ta støðu, at málið ikki skuldi avgreiðast. Hann heldur, at hetta var støðan hjá øllum fíggjarnevndarlimunum.

Til spurningin, um tað var vanligt, at einkultir landsstýrismenn sjálvir senda skriv til løgtingsins nevndir, herundir fíggjarnevndina, har teir rætta áður framsend skjøl, sigur FA, at hann ikki hevur sæð slíkt áður.

FA sigur, at hann ikki hevur fingið aðrar skrivligar ella munnligar upplýsingar frá landsstýrismonnum ella embætismonnum enn tær, sum vóru fyri á fundinum. Hann hevur ikki havt óformligt samband við nakran landsstýrismann um hetta mál.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum 13. juni 1996 sigur FA, at hvør var á fundinum sæðst í gerðabókini. Har var eingin annar á fundinum. At málið um eykajáttan kom fyri á hesum fundi var tí, at gerðabókin frá 24. mai 1996 skuldi góðkennast. Vilhelm Johannesen, Anfinn Kallsberg og FA góðtóku gerðabókina, meðan Kristian Magnussen og Tordur Niclasen ikki kundu góðtaka hana. At hesir ikki vildu góðkenna gerðabókina, heldur FA stendst av, í hvussu er fyri Tordur'sa viðkomandi, eini politiskari trongd at gera vart við seg. Annars helt FA, at stríðið um gerðabókina hevði so lítlan týdning, at hann ikki hevði givið hesum gætur.

Hvussu hetta mál er komið til landsstýrismálanevndina, veit FA ikki.

K. Frágreiðing frá Álvur Zachariassen (AZ):

ÁZ hevur útbúgving sum skipsførari og bleiv liðugur í mai 1957. Hevur starvast hjá reiðarínum Lauritsen í Danmark í 9 ár, hjá P/F Skipafelagnum Føroyar í 7 ár og hevur verið lærari í 26 ár á sjómansskúlanum í Klaksvík, har hann er framvegis.

Hevur sitið í býráðnum í Klaksvík í 16 ár - frá 1980 til 1996.

Hevur sitið í løgtinginum hetta valskeiðið - frá 7. juli 1994.

Er limur í fíggjarnevndini - hevur verið tað, síðani samgonga varð skipað í sept. 1994 og til januar 1998.

Viðvíkjandi vanligari mannagongd í samband við fíggjarnevndarfundir greiðir ÁZ frá, at fyrireikingarnar til fundirnar, herundir dagsskrá, gjørdi formaðurin saman við skrivaranum. Formaðurin leiddi fundirnar, meðan skrivarin førdi gerðabókina. Skrivarin førdi tað í gerðabókina, sum hann helt skuldi førast. Um onkur nevndarlimur gjørdi vart við, at hann ynskti serstøðu ella onkra viðmerking førda í gerðabókina, so vendi hesin sær til formannin, sum so bað skrivarin um at føra tað ynskta í gerðabókina. Um nevndin ynskti meiri tilfar, bleiv tað álagt skrivaranum at skaffa slíkt.

Fíggjarnevndin viðgjørdi lógaruppskot, sum komu frá løgtinginum, og sum skuldu viðgerast í fíggjarnevndini. Eftir gomlu skipanini hevði fíggjarnevndin eisini ein umsitingarligan lut, hetta tí landsstýrið í vissum førum játtaði pening, men skuldi hetta góðkennast av fíggjarnevndini. Nú viðger fíggjarnevndin mest mál, sum koma frá løgtinginum.

Fíggjarnevndin hevði onga skrivliga yrkisskrá.

Fíggjarnevndarformaðurin leiddi fundirnar, og legði málini fyri nevndina.

Áðrenn nýskipanina komu nógv mál til fíggjarnevndina, eisini tí hon hevði ein umsitingarligan lut, men málini blivu umhugsað hvør sær, so tað var einki við, at nøkur blankogóðkenning var av umsóknum um eykajáttan. Tað ber neyvan til at siga, um tað oftast var ja ella nei frá nevndini til umsóknir um eykajáttan.

Eisini varð tað rættiliga ofta, at nevndin vildi hava meiri upplýsingar um málini, og tí vórðu hesi útsett til seinni fund.

Aftaná nýggju stýrisskipanina frá 1995 kom ein viss broyting í, tí nú segði stýrisskipanin grein 44 klárt, at játtanir skuldu fara um fíggjarlógina, og bert í undantaksføri, um málið hevði skund, kundi fyribilsjáttan fáast frá fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin var av tí áskoðan, at málið skuldi veruliga hava skund og ikki verða "goymt", til tað til síðst hevði skund, fyri at fíggjarnevndin vildi viðgera málið sum eykajáttan.

ÁZ meinar, at teir til fundin 24. mai 1996 fingu fíggjarnevndarskjalið dagfest 15. mai 1996, men ikki starvslýsingina. Málið hevði ikki verið umrøtt á fundi í fíggjarnevndini áðrenn 24. mai 1996. Um hvør var á fundi, vísir ÁZ til gerðabókina, sum vísir at allir teir føstu limirnir vóru á fundi uttan Finnbogi Ísakson. Á fund kom eisini Edmund Joensen, løgmaður, saman við Finn Norman Christensen, forstjóra, og øðrum.

Formaðurin Vilhelm Johannesen legði málið fyri og greiddi frá málinum. Síðani blivu spurningar settir. Seinni kom løgmaður saman við løgmansstjóra og fulltrúum á fundin, har hann svaraði ymsum spurningum frá nevndarlimunum. Løgmaður fekk fyrivíst skrivið frá Jóannes Eidesgaard frá 21. mai 1996, men vildi løgmaður als ikki gera nakrar viðmerkingar til hetta skriv. Løgmaður hevði ikki sæð og visti annars ikki um hetta skriv fyrr enn á fundinum.

Hvør, ið bað løgmann um at koma á fund, ella um hann sjálvur hevði ynskt at koma á fund, veit ÁZ ikki.

Støðan hjá fíggjarnevndini var, at bert tey mál, sum veruliga høvdu skund, kundu fáa eykajáttan smb. grein 44 í stýrisskipanarlógini. Í hesum føri var tað ein spurningur um rættiliga nógvar pengar, og landsstýrið hevði vitað um hetta leingi, tí løgmaður greiddi sjálvur frá á fundinum, at hann longu í november 1995 hevði kunnað løgtingið um, at slík umsókn um eykajáttan fór at koma. Nevndin helt ikki, at tað var rætt av landsstýrinum at bíða við málinum til seinastu løtu, og til løgtingið var farið heim. Orsakað av hesum var tað nevndarinnar metan, at málið ikki hevði skund, og kundi hon tí ikki játta umsóknini og sendi hana tí aftur til landsstýrið. Hetta vóru allir fíggjarnevndarlimir samdir um.

ÁZ sigur, at brævið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996, sí s. 31 í tilfarinum, fyri sítt viðkomandi ongan týdning hevði fyri støðutakanina til umsóknina, og hann helt, at sama var galdandi fyri hinar.

Á fíggjarnevndarfundinum 13. juni 1996 var ÁZ ikki. Hesin fundur var fríggjamorgum kl. 10:00, og tá tað lá illa fyri hjá honum at koma úr Klaksvík, hevði hann biðið Helenu Dam á Neystabø møta fyri seg - hon var tiltakskvinna.

ÁZ sigur, at hann ikki hevur fingið aðrar skrivligar ella munnligar upplýsingar frá landsstýrismonnum, embætismonnum ella øðrum um hetta mál. Heldur ikki hevur hann óformelt fingið upplýsingar um málið um bygnaðarbroytingarnar, tá hetta var til viðgerðar í fíggjarnevndini.

L. Frágreiðing frá Tordur Niclasen (TN):

TN hevur eina fyrisitingarliga útbúgving og eina pedagogútbúgving, sum er ein yvirbygningur av sjúkrasystraútbúgvingini. Fyrisitingarútbúgvingin er tikin á Danmarks Sygeplejerskehøjskole Århus í 1980.

Hevur havt starv sum fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi síðani 1983.

Hevur sitið fast í løgtinginum síðani 1984. Eisini, í tíðarbilum, sitið sum eykamaður frá 1980 til 1984.

Hevur verið landsstýrismaður frá januar 1989 til og við juli 1989. Hevði almanna- og heilsuøki, landbúnaðarøki og eitt nýtt øki - familjupolitiska økið.

Hevur meginpartin av tíðini frá 1984 verið limur í fíggjarnevndini við undantaki frá hálvum ári í 1989.

Viðvíkjandi mannagongdini í samband við fíggjarnevndarfundir, greiðir TN frá, at fundirnir blivu fyrireikaðir av formanninum saman við skrivaranum, sum var frá løgtingsskrivstovuni. Løgtingsskrivstovan avgreiddi fundarboð og fundarskrá. Fundarboðini blivu send antin sum bræv, telefonboð ella munnlig boð. Eisini bleiv viðhvørt avtalað á einum fundi, nær næsti fundur skuldi verða. Saman við fundarboðunum kom viðhvørt tilfar um tey mál, sum skuldu viðgerðast á fundinum. Formaðurin leiddi fundirnar og legði málini fyri fundin. Skrivari var altíð á fundinum, og sum oftast frá løgtingsskrivstovuni. Nøkur skrivlig yrkisskrá fyri fundirnar var ikki.

Viðvíkjandi játtanarpraksis í fíggjarnevndini sigur TN, at áðrenn tann nýggja stýrisskipanarlógin kom, komu ógvuliga nógv mál til góðkenningar í fíggjarnevndini, tí nevndin oftani skuldi góðkenna játtanir, sum landsstýrið hevði givið. Av tí, at landsstýrissamgongan hevði meirlutan í løgtinginum, varð oftast fingin meirluti fyri teimum málum, sum komu til nevndina. Aftaná nýggju stýrisskipanarlógina er praksis hjá fíggjarnevndini blivin ógvuliga restriktivur, og ger nevndin sjálv av, um eitt mál eftir hennara tykki hevur skund, soleiðis sum nevndin skilir grein 44, stk. 2 í nýggju stýrisskipanarlógini. Hevur málið ikki slíkan skund, verður tað ikki avgreitt, men sent aftur til landsstýrið.

Um fíggjarnevndarfundin tann 24. mai 1996 sigur TN, at teir fingu fíggjarnevndarskjalið áðrenn fundin, men so vítt hann minnist, fingu teir ongantíð starvslýsingina. Fíggjarnevndin hevði ikki havt nakran fund um hetta mál áðrenn fundin 24. mai 1996. Viðvíkjandi teimum, sum vóru á fundi, vísir TN til tað, sum skrivað er í gerðabókini, sum vísir, at allir fíggjarnevndarlimirnir uttan Finnbogi Ísakson vóru á fundi. Harumframt var eisini løgmaður saman við trimum embætismonnum.

Spurningurin um bygnaðarbroytingarnar varð umrøddur á fundinum, men ikki í smálutum. Hvør ið hevði biðið løgmann koma á fund, veit TN ikki, men roknar við, at hetta er eftir ynski frá formanninum ella onkrum fíggjarnevnarlimi. Hann minnist ikki, um tað var uppá tal at biðja Jóannes Eidesgaard koma á fund. Hann minnist, at telefaksið frá landsverkfrøðinginum til fíggjarnevndina dagfest 17. mai 1996 varð umrøtt, herundir spurningurin um tað bar til at spara tað, sum landsstýrið forútsetti skuldi sparast. Til hetta svaraði ein av embætismonnunum, at tað var óhoyrt, at ein stovnur, sum fekk boð um at spara, avvísti at spara, men hetta skuldi nokk koma í rættlag. TN minnist ikki, um løgmaður segði, hvussu bygnaðarbroytingarnar skuldu fremjast.

Tá ið nevndin sigur, at hon ikki játtar umsóknini við tí grundgeving, at hon ikki hevur "heimild" til at avgreiða málið, so er hetta tí, at nevndin ikki hevur mett, at málið hevði skund, og tí var heimild ikki eftir grein 44 í stýrisskipanarlógini. Landsstýrið hevði leingi vitað um, at eykajáttan varð neyðug, so málið kundi verið tikið við á fíggjarlógini, ella spurningurin kundi verið lagdur fyri løgtingið, men so var ikki. Ein kundi hava ta uppfatan, at landsstýrið av einihvørjari orsøk helt málið aftur, men hví hetta var so, veit TN ikki.

Um næstsíðsta petti á s. 1 í fíggjarnevndarskjalinum frá 15. mai 1996, sí tilfarið s. 18, ikki varð tikið við, so hevði hetta ikki havt nakran týdning fyri støðutakanina hjá TN til eykajáttanina, og hann heldur, at tað sama var galdandi fyri hinar fíggjarnevndarlimirnar.

Viðvíkjandi skrivinum hjá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 til fíggjarnevndina, sigur TN, at úrslitið hjá nevndini hevði verið tað sama, um skrivið ikki var komið. Tað virkaði sjálvandi eitt sindur ørkymlandi, tí í fíggjarnevndarskjalinum, sum Jóannes Eidesgaard hevði undirskrivað, varð sagt, at somu ting vóru samtykt, sum hann í skrivinum sigur ikki vóru samtykt. Skrivið hjá Jóannes Eidesgaard var ein rætting til fíggjarnevndarskjalið, og tyktist hetta at vísa, at ósemja var um bygnaðarbroytingarnar, og tí var hetta eitt sindur ørkymlandi fyri fíggjarnevndina. Tað var heldur ikki vanligt, at einkultir landsstýrismenn einsamallir senda skriv til løgtingsins nevndir.

TN kann ikki minnast, at hann hevur fingið nakrar aðrar upplýsingar í málinum, skrivligar ella munnligar, enn tað, sum kom fram á fíggjarnevndarfundinum. Hann hevur heldur ikki havt formligt samband við nakran landsstýrismann um hetta mál.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum 13. juni 1996 sigur TN, at tey, sum vórðu á fundi, eru nevnd í gerðabókini - løgmaður var sostatt ikki á fundi.

Grundgevingin fyri, at hann ikki tekur undir við gerðabókini frá 24. mai 1996, er, at hann á fundinum 24. mai 1996 setti spurning til løgmann, sum so svaraði, sum refererað er í gerðabókini frá 13. juni 1996. Hetta átti eftir hansara tykki at framgingið av gerðabókini frá 24. mai 1996, og tá tað ikki er so, kundi hann ikki góðtaka gerðabókina frá 24. mai 1996.

TN veit ikki, hvør biður landsstýrismálanevndina kanna hetta mál.

Til spurningin, um tað kemur fyri, at samtyktir verða formuleraðar í fíggjarnevndarskjøl, uttan at hesar samtyktir neyðturvuliga eisini framganga av gerðabókini hjá landsstýrinum, sigur TN, at tað í summum førum kemur fyri, tí um man vil lýsa málið, so verður man noyddur til at hyggja í skjølini í málinum og ikki bert ganga út frá tí stuttu orðingini, sum framgongur av gerðabókini.

M. Frágreiðing frá Jalgrim Hilduberg (JH):

JH hevur útbúgving sum løgfrøðingur frá 1961. Hevur lisið í Keypmannahavn. Hevur starvast í landsstýrinum frá 1961, til hann gavst í 1997.

JH sigur, at gjøgnum øll hesi árini, hevur hann nokk skift ímillum øll "økir" í landsstýrinum.

Lógardeildin verður sett á stovn í juli 1987, og verður JH tá settur sum stjóri á hesi deild, umframt at hann verður "konstitueraður stjóri" har, sum eingin rættilig deild varð gjørd, og á felagsøkjum, eins og hann verður skrivari á landsstýrisfundum. Hann hevði verið skrivari av og á fyrr, tá ið Jóhan Djurhuus, fyrrv. skrivstovustjóra, barst frá.

Tá Jóhan Djurhuus fór í 1987, varð JH settur sum skrivari í landsstýrinum.

Arbeiðið í lógardeildini umfataði tey økir, sum man í Danmark roknar sum hoyrandi undir løgmálaráðnum og innanríkismálaráðnum. Harumframt skuldi hann gera juridisk responsum í prinsippmálum eins og eftirkanna lógaruppskot, áðrenn tey fóru í tingið. Eisini eftirkannaði hann kunngerðir. Hann hevði einki við tað at gera, sum fór í fíggjarnevndina ella aðrar nevndir.

Viðvíkjandi landsstýrisfundum greiðir JH frá, at fastur landsstýrisfundur var týsdag fyrrapart frá kl. 10 - 12. Tilfarið, sum skuldi leggjast fyri fundin, bleiv í leypi av vikuni áðrenn lagt til fundarskrivarin og í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn. Málini komu frá teimum ymsu deildunum, og samstundis, sum tey blivu løgd til skrivaran, blivu tey latin til landsstýrismenninar. Skrivarin hevði allar sakirnar, har skjølini, sum skuldu fyri á fundinum, lógu ovast, meðan landsstýrismenninir bert fingu tey skjøl, sum skuldu viðgerast á fundinum. Hesi vóru vanliga blá á liti, meðan tey skjøl, sum vórðu heft við, kundu vera hvít. Umsitingin kundi gera eina frágreiðing um málið, men tað kundi eisini vera, at tað bara bleiv víst til skjølini, sum vóru í málinum, ístaðin fyri at skriva frágreiðing. Tilmæli skuldi til í øllum førum. Í tilmælinum kundu vera meira enn eitt uppskot, men var hetta sjáldan.

Løgmaður stjórnaði landsstýrisfundinum, har hvør landsstýrismaður legði fram tey mál, hann hevði við at gera. Skrivarin hevði deilt fundarskránna upp soleiðis, at øll málini hjá einum landsstýrismanni komu beint aftaná hvørt annað.

Framløgan var rættiliga ymisk, men var vanligvís fríur fyrilestur og ikki nakar upplestur av skjølum, sjálvt um hetta kundi koma fyri. Løgmaður spurdi so, hvør var fyri ella ímóti, og vórðu fleiri fyri, staðfesti løgmaður, at málið var samtykt, og varð tá skrivað í gerðabókina samtykt. Um onkur landsstýrismaður kravdi dissens, so bleiv hetta eisini skrivað í gerðabókina.

Tá JH gjørdi dagsskránna til fundin, gjørdi hann oftani sjálvur av, hvussu hann kallaði málið á dagsskránni. Á s. 17 í tilfarinum í j.n. 300-2 kallar hann tað "Uppskot um nýskipan av fyrisitingini", og er hetta svarandi til tað, sum verður nýtt av Finn Norman Christensen í sínum skrivi til landsstýrisfundin sí tilfarið s. 7. JH vildi helst hava, at teir, sum komu við málinum, sjálvir komu við, hvat heiti málið hevði, soleiðis at hann kundi nýta hetta til dagsskránna. At hann hevur protokollerað eitt sindur afturat í gerðabókini á fundinum 13. mai 1996 var tí, at hann helt, at í tilmælinum manglaði at nevna rakstrarstaðið og upphædd, og tí var tilmælið ikki greitt nokk. Tá man søkir fíggjarnevndina um játtan, so má upplýsast upphædd, rakstrarstað, og hvat játtanin skal brúkast til.

Landsstýrið hevði ikki nakrar skrivligar fundarreglur (forretningsorden) fyri landsstýrisfundirnar.

Í gerðabókina blivu vanliga bert førd mál, sum blivu endaliga avgreidd á fundinum, meðan umslagið í sakini altíð fekk átekning um, hvat viðger málið hevði fingið á landsstýrisfundinum.

Aftaná fundin læt JH gerðabókina til reinskrivingar, og bleiv eintak av reinskrivaðu bókini latið landsstýrismonnunum og deildunum sama seinnapart ella dagin eftir soleiðis, at málini kundu avgreiðast. Gerðabókin bleiv løgd fram á komandi landsstýrisfundi til undirskrivingar. Tá kundi tað fyrikoma, at onkur ynskti onkra broyting ella greining av tekstinum í gerðabókini, og bleiv hetta gjørt, um semja annars varð um tað.

Um so er, at tilmælið í sakini er greitt, verður orðaljóðið í tilmælinum nýtt í gerðabókini, sjálvandi treytað av, at málið annars verður samtykt. Verður samtykt annað enn tilmælið vísur, verður greiniliga skrivað í gerðabókina, hvat samtykt er.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 13. mai 1996 greiður JH frá, at tilmælið til fundin var at samtykkja at leggja fíggjarnevndarskjalið fyri fíggjarnevndina, men tá fíggjarnevndin kravdi, at upphæddin varð upplýst, og hvat rakstrarstað hon skuldi fara til, so bleiv hetta ført í gerðabókina. Annars kravdi fíggjarnevndin, at umsóknir til hennara skuldu viðgerast á landsstýrisfundi fyrst. Innføringin í gerðabókina dekkar bert umsóknina til fíggjarnevndina, men sigur einki um, hvat í aðra máta kann vera samtykt á øðrum fundum um nýskipanina av landsfyrisitingini. Um henda umsókn bleiv játtað, so hevði landsstýrið heimild og pening til at seta aðalstjórarnar frá 1. august 1996 og kundi so fara undir hetta, men kundi eisini bíða til seinni við at seta stjórarnar, ella als ikki seta teir. Eru teir ikki settir í fíggjarárinum, so fellur hendan játtanin burtur.

Viðvíkjandi brævi frá Finn Norman Christensen frá 10. mai 1996 til landssstýrisfundin 13. mai 1996 við yvirskrift " Uppskot til nýskipan av fyrisitingini", og har skrivað er "Sum avrátt á landsstýrisfundi 30. apríl 1996 ....", sigur JH, at hann ikki kennir til nakra avgerð á landsstýrisfundi 30. apríl 1996 um hetta mál.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 13. mai 1996 sigur JH, at hetta sær út til at verða ein fundur, sum var neyðugur, áðrenn umsókn um eykajáttan kundi sendast til fíggjarnevndina.

Um landsstýrisfundin 28. mai 1996 sigur JH, at her varð gerðabókin frá landsstýrisfundinum 13. mai 1996 góðkend og undirskrivað uttan nakra viðmerking.

Til landsstýrisfundin 28. mai 1996 var eitt av punktunum lýsing eftir løgmansstjóra, men varð hetta punkt útsett til seinni fund, og varð fundur um hetta mál morgunin eftir kl. 08.00.

Viðvíkjandi fundinum 29. mai 1996 sigur JH, at uppskot til lýsing eftir løgmansstjóra var við á fundinum, og í hesi lýsing blivu gjørdar ymsar broytingar, men hvørjar minnist hann ikki greiniliga. Aftaná ymsar rættingar bleiv uppskotið til lýsing samtykt. Semja var um hesa samtykt.

Í notati frá 21. juni 1996 hevur lógardeildin mælt frá at gera meiri við málið um, at "Jóannes Eidesgaard við skrivinum frá 21. mai 1996 hevur givið skeivar upplýsingar til løgtingsins fíggjarnevnd og soleiðis møguliga brotið løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna", áðrenn løgtingið er liðugt við sína kanning.

Viðv. fundinum 14. juni 1996 í landsstýrismálanevnd løgtingsins sigur JH, at hann var biðin um at koma á hendan fundin av nevndini. Hann veit einki um, hvussu hetta mál er komið í landsstýrismálanevndina.

JH sigur, at hann hevur ikki verið á nøkrum fundi í fíggarnevndini um hetta mál, og hann hevur eiheldur givið fíggjarnevndini nakrar upplýsingar um hetta mál, hvørki skrivligar ella munnligar.

N. Frágreiðing frá Tummas Magnussen (TM):

TM hevur útbúgving sum løgfrøðingur. Útbúgvin á vári 1991. Lisið í Keypmannahavn. TM hevur starvast í landsstýrinum (samskiftisdeildini) í 2 ár, so á Strandferðsluni í 2 ár, og aftur í landsstýrinum (búskapardeildini) gott 2 ár, og so sum deildarstjóri á lønardeildini síðani februar 1997.

Í mai/juni 1996 starvaðist TM á búskapardeildini í landsstýrinum.

TM greiður frá, at arbeiði við at umskipa landsumsitingina í grundini longu var byrjað í 1992, tó var tað tá bert at fáa formaliserað játtanarviðurskiftini. Frá 1996 innførdi man brúki av "fíggjarnevndarskjali", tá tað galt um játtan av peningi frá fíggjarnevndini. Áðrenn hevði tað bert verið nýtt "vanlig brøv", tá søkt var um eykajáttan.

TM upplýsir, at fíggjarnevndarskjalið er uppbygt soleiðis, at pkt. "e. Uppskotið" svarar til lógartekst í løgtingslógum, meðan málsfrágreiðingin undir pkt. b svarar til viðmerkingarnar í løgtingslógum. Hann vil annars lata kanningarstjóranum ymiskt tilfar hesum viðvíkjandi.

TM sigur, at hann ongantíð hevur verið á landsstýrisfundi í smb. við bygnaðarbroytingarnar og heldur ikki verið spurdur um sjálvar broytingarnar.

Hann var við á fíggjarnevndarfundinum 24. mai 1996, tí FNC bað hann koma við. Á fundinum bleiv tosað aftur og fram, mest um tann stóra yvirbygnaðin, sum umskipanarætlanin fór at viðføra, meðan umskipanarætlanin sum so ikki bleiv umtalað serliga nógv. TM sigur, at hann vist segði við Finn Norman Christensen og Edmund Joensen, at teir kundu fara víðari við umskipanini av fyrisitingini uttan at fara til fíggjarnevnd og løgting, um peningur kundi fáast aðrastaðni frá.

TM sigur, at tað er burturav arbeiðið hjá landsstýrinum at organisera umsitingina, og hevur hetta einki við løgtingið at gera, uttan at tær neyðugu játtanirnar skulu fyriliggja. Í prinsippinum eru játtanirnar á fíggjarlógini til landsstýrismannin og ikki til stovnin.

O. Frágreiðing frá Rúna Joensen (RJ):

RJ hevur útbúgving sum juristur frá 1987. Hevur lisið í Århus. RJ hevur starvast sum fulltrúi á fíggjardeildini í landsstýrinum frá 1988 til 1989. Hevur starvast sum fulltrúi hjá Told- og Skattestyrelsen í Danmark frá 1989 til á sumri 1990. Hevur starvast sum prosjektleiðari við MVG skipanini á Toll- og Skattastovu Føroya frá á sumri 1990 til á sumri 1992. Hevur arbeitt sum advokatfulltrúi og advokatur hjá Julionnu Klett, advokati, frá á heysti 1992 til á heysti 1995.

Byrjaði úti í landsstýrinum sum løgmansfulltrúi (tað sama sum "ministersekretær") í november 1995. Nú eitur starvið løgmansritari. Hann er ráðgevi hjá løgmanni. RJ skal fylgja við løgmanni allastaðni í embætinum. RJ skal syrgja fyri, at alt, sum kemur til og skal frá løgmanni, verður avgreitt.

RJ greiðir frá, at hann einki hevur havt við bygnaðarbroytingarnar at gera, hvørki tá ella nú. Áðrenn RJ kom, arbeiddi Finn Norman Christensen nokk so nógv sum næsti ráðgevi hjá løgmanni, men aftaná november 1995, tá RJ var blivin løgmansfulltrúi, arbeiddi Finn Norman Christensen so gott sum bert við bygnaðarbroytingunum. RJ hevur bert verið á einum landsstýrisfundi, har bygnaðarbroytingarnar blivu viðgjørdar, og tað var tann 31. mai 1996, tá sáttmálin við Finn Norman Christensen bleiv longdur. Hann kennir ikki nógv til, hvussu man politiskt ætlaði at viðgera málið um bygnaðarbrtoytingarnar. Hetta varð mest umrøtt í bløðunum og ikki so nógv í Tinganesi.

Viðvíkjandi fundinum í fíggjarnevndini tann 24. mai 1996 sigur RJ, at tað var heldur tilvildarligt, at hann kom við. Hann stóð í durinum í Tinganesi, tá løgmaður var á veg niðan til fíggjarnevndina, og bað løgmaður hann um at koma við. Hann heldur, at løgmaður var biðin um at koma á fund í fíggjarnevndini.

Til tað, sum gekk fyri seg á fíggjarnevndarfundinum tann 24. mai 1996, kann RJ halda seg til tað, sum frágreitt er í gerðabókini, sí tilfarið s. 33. RJ sigur, at hetta var fyrstu ferð, at løgmaður sá skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996, og heldur RJ, at løgmaður bleiv heldur enn ikki bilsin av hesum skrivið, og at tað ikki gekk heilt upp fyri løgmanni fyrr enn aftaná fundin, hvat hetta í veruleikanum var. Tí vildi løgmaður treyðugt gera viðmerkingar til skrivið á fundinum. RJ ráddi løgmanni til at lata advokat gera notat um brævið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 og ikki nýta umsitingina til hetta.

RJ heldur, at løgmaður roknaði við, at eykajáttanin, sum landsstýrið søkti um, fór at verða játtað, sjálvt um man var vitandi um, at praksis hjá fíggjarnevndini, eftir nýggju stýrisskipanarlógini, var ógvuliga restriktivt.

Viðvíkjandi hvussu málið er komið til landsstýrismálanevndina, sigur RJ, at hann heldur, at nevndin sjálv tók málið upp, tí nú var komin so nógvur politikkur í málið.

Í samband við landsstýrisfundin 29. mai 1996 sigur RJ, at tá tað verður sagt, sí tilfarið s. 38 at "Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard taka í prinsippinum undir við, at ein løgmanstjóri verður settur, tí bæði normering og játtan finst", so meina teir helst við, at tá Finn Norman Christensen nú fer, so kemur løgmansstjórin í hansara stað.

Finn Norman Christensen var so gott sum á øllum landsstýrisfundum, meðan hann var í landsstýrinum.

Viðvíkjandi landsstýrisfundinum 31. mai 1996 so var tað so, at Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen ikki vildu koma á fund, sjálvt um teir blivu bidnir um tað meira enn einaferð. Teir sótu á skrivstovuni hjá Jóannes Eidesgaard.

Viðvíkjandi tíðindaskrivinum frá 6. juni 1996 sigur RJ, at tað vóru nógv um at formulera hetta tíðindaskriv, har ímillum var hann sjálvur, Finn Norman Christensen og helst Edmund Joensen. Útkastið varð lagt fyri landsstýrisfund, soleiðis at landsstýrismenninir kundu fáa okkurt innført í skrivið, um teir ynsktu tað. Skrivið varð, áðrenn tað varð sent út, góðkent av øllum landsstýrismonnum, sum vóru á fundi. Á hesum landsstýrisfundi vóru, umframt teir sum eru nevndir í gerðabókini, hann sjálvur, Finn Norman Christensen og Jalgrím Hilduberg.

Viðvíkjandi notatinum frá Hans Trygva Teirin sigur RJ, at hetta bleiv umbiðið av løgmanni.

Um tað var vanligt, at samtyktir á landsstýrisfundum verða innskrivaðar ella formuleraðar í skjøl, uttan at hesar samtyktir eisini neyðturvuliga framganga av gerðabókini hjá landsstýrinum, sigur RJ, at hann einki kennir til hetta. Eftir hansara meting, vísandi til tilfarið síða 9 niðast, so eru tað bert tær stóru linjurnar í bygnaðarbroytingunum, sum eru samtyktar. Ein hevur samtykt at seta ein løgmansstjóra og 5 aðalstjórar, men sundurgreiningina í bygnaðarbroytingunum hevur ein ikki samtykt.

Ó. Frágreiðing frá Barbaru á Tjaldrafløtti (BáT):

BáT hevur útbúgving sum cand. scient. adm. Liðug í mars 1990. Hevur arbeitt á Líkningarráð Føroya/Toll- og Skattstovan, Yviri við Strond, Tórshavn, frá sept. 1990 til nov. 1995 og síðani útlænt til Finn Norman Christensen (FNC) til 1. juni 1996. Aftur á Toll- og Skattstovuni frá 1 juni 1996 til 1. mars 1997. Ráðgevi hjá løgmansstjóranum frá august 1996 til 1. mars 1997. Frá 1. mars 1997 sett í fast starv sum nýskipanarfulltrúi í landsstýrinum. Hetta er eitt nýtt starv.

Uppá spurningin, um hon kennir nakað til mannagongdina í samband við landsstýrisfundir, sigur BáT, at hon ongantíð hevur verið við á landsstýrisfundum, og kennir sum so einki til mannagongdina har.

Í samband við bygnaðarbroytingarnar arbeiddi BáT sum "projektmedarbeiðari" hjá FNC, og arbeiddi hon mest við at fyrireika fundirnar í teimum ymsu bólkunum, sum arbeiddu við bygnaðinum og gera skrá til hesar fundir. Hon fekk so svar frá bólkunum, og legði hon hetta fyri FNC.

Hvussu samarbeiðið var millum FNC og politikararnar, dugir hon ikki at siga nakað um, men FNC brúkti nógva tíð inni hjá løgmanni, men hvat har fyrigekk veit hon ikki. Ta fyrru tíðina arbeiddi FNC eisini sum leiðari av allari umsitingini, samstundis sum hann arbeiddi við umskipanini av umsitingini.

Beint aftaná landsstýrisfundin 30. apríl 1996 fekk BáT at vita frá FNC, at hann hevði fingið grønt ljós frá politikarunum til at fara víðari við umskipanarætlanunum. Í hesum sambandi skuldi gerast figgjarnevndarskjal og lýsing eftir løgmansstjóra v.m. BáT bleiv biðin um at gera uppskot til lýsingina, meðan Herluf Sigvaldsson skuldi gera fíggjarnevndarskjalið.

Lýsingin og fíggjarnevndarskjalið skuldu leggjast fyri landsstýrisfundin 13. mai 1996. Aftaná fundin 13. mai 1996 fekk BáT at vita frá FNC, at óvist var, hvat nú skuldi henda. Alt arbeiðið hjá BáT steðgaði upp, og fór hon yvir aftur á Toll- og Skattstovuna 1. juni - ein mánaða áðrenn hon átti at fara. Hon bleiv tó tilknýtt landsstýrinum sum ráðgevi í samband við nýskipanina.

Ætlanin var at seta løgmansstjóra og aðalstjórar tá beinanvegin, men her kom stígur í, so tað bert var løgmansstjóri, sum bleiv settur í 1996. Hann varð settur 1. august 1996. Marjun Hanusardóttir bleiv sett sum løgmansstjóri, og hevði hon fundir í juli mánaði 1996 við FNC í landsstýrinum, áðrenn hann fór.

Frá tá av hevði BáT fleiri uppgávur fyri landsstýrið, haruppií at gera starvslýsingar til starvsfólkini í Tinganesi.

BáT skilti støðuna soleiðis, at FNC í veruleikanum var liðugur við sítt arbeiði í samband við umskipanina av landsumsitingini. Nú var bara eftir at fáa nýskipanarætlanina gjøgnumførda, men hetta kundi ikki gerast rættiliga, fyrr enn aðalstjórarnir vórðu settir.

P. Frágreiðing frá Herluf Sigvaldsson (HS):

HS hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Lund við høvuðsgrein í stjórnmálafrøði og innan stjórnmálafrøðina við høvuðsdenti á altjóða politikk. Hansara útbúgving hevur heitið Filosofie Magister Examen ella á enskum Master of Social Science.

Harumframt hevur hann lisið enskt í Cambridge í Onglandi í 1 ár.

HS var liðugur við sína útbúgving í Svøríki á vári í 1995.

Arbeitt sum lærari í Miðvágs/Sandavágs skúla í uml. 2 mánaðir á heysti 1995 og fór at arbeiða í landsstýrinum frá 1. desember 1995, tá hann varð fyribils settur sum forstjórafulltrúi.

Settur í fast starv frá 1. august 1996 sum fulltrúi í Løgmansskrivstovuni.

Varð sendur niður til danska uttanríkismálaráðið at arbeiða í 1 ár, og kom so aftur í sítt fasta starv í Tinganesi miðjan august 1997. HS arbeiðir við fyrireikan av upprættan av nýggjari deild í Løgmansskrivstovuni, sum skal hava samskipanarmál, uttanlandsmál, umboðanarmál og kunningarmál um hendi. HS hevur fyribilsábyrgdina av hesum øki.

Um landsstýrisfundir sigur HS frá, at hann ongantíð hevur verið á slíkum fundum, men hann hevði eina ávísa fatan av, hvat og hvussu landsstýrisfundir gingu fyri seg, áðrenn nýggja stýrisskipanin kom. Hetta hevði hann m.a. fingið í sambandi við, at hann var við til at tilevna málsfrágreiðing og tilmæli í málinum. Hetta vóru skjøl, sum skuldu við á landsstýrisfund, tá málini blivu viðgjørd. Skjølini vórðu avritaði í 10 eintøkum og skuldu vera liðug í vikuni áðrenn landsstýrisfundin, tað vil siga í seinasta lagi fríggjadagin í vikuni frammanundan. Hesi skjøl vórðu eisini løgd til tann, sum førdi gerðabókina á fundunum - tað var stjórin á lógardeildini. Hesin hevði so málið við sær á fundin. Tilmælini skuldu vera blá, meðan fylgiskjølini til tilmælini kundu vera hvít.

Ætlanin hjá Finn Norman Christensen fyri nýskipan av landsumsitingini varð liðug 20. mars 1996, og helt FNC fund við umsitingina kl. 9.00 hendan morgun, har hann kunnaði øll um úrslitið og vísti við glarum (overheads), hvussu bygnaðurin fór at verða. Kl. 10 sama dag hevði FNC fund við allar landsstýrismenninar, har hann á sama hátt kunnaði teir um úrslitið. Seinni um dagin var so PR-fundur í Tinganesi, eins og FNC var í 5'aranum sama dag um sama evni. Løgtingsmenninir fingu eisini sama dag eitt eintak hvør, og Løgtingsskrivstovan fekk nøkur eintøk.

Tá komið var út í apríl 1996, var oftani tosað um, hvat í nú fór at henda við hesi nýskipan.

Í sambandi við landsstýrisfundin 30. apríl 1996 skuldi verða óformligt kjak um bygnaðarbroytingarnar, og hvat ið skuldi gerast. Aftaná fundin kom FNC, sum hevði verið við á hesum fundi, í góðum lag og segði frá, at hann hevði fingið grønt ljós frá samdum landsstýri til at fyrireika lýsingarnar eftir forstjóra og aðalstjórum og fyrireika fíggjarnevndarskjal at lata fíggjarnevnd løgtingsins fyri at fáa peningaligu síðuna í lagi.

Hetta fíggjarnevndarskjal skuldi uppfylla øll krøv fyri slíkt skjal, sum fíggjardeildin setti. Eisini skuldi fíggjarnevndarskjalið greitt vísa, hví ein søkir um pening og greiniliga, hvat hesin peningur skuldi nýtast til, eins og eina frágreiðing um hvat málið í heila tikið snúði seg um. Hetta er tað, sum er gjørt í skjalinum undir pkt. a.. til e.. Yvirskriftirnar til hesi punktini eru allar komnar frá fíggjardeildini, og samstundis fekk HS vegleiðing um, hvussu slík skjøl skuldu skrivast. Arbeiðið bleiv gjørt í samsvar við hesa og seinni góðkent av fíggjardeildini.

Eftir landsstýrisfundin tann 30. apríl 1996 kallaði FNC HS og Barbaru á Tjaldrafløtti til fund beinanvegin fyri at fáa tey at fyrireika hetta. Tosað varð um, hvørji størv, sum skuldu við, og semja varð um, at øll størv, sum vórðu neyðug fyri at fáa nýskipanina í gongd, skuldu takast við í umsóknina til fíggjarnevndina.

Barbara á Tjaldrafløtti skuldi taka sær av lýsingunum, og HS av fíggjarnevndarskjalinum. Tá avgerð varð tikin um, hvussu talið á størvum skuldi verða, fór HS beinanvegin í holt við fíggjarnevndarskjalið, og var hetta í samarbeiði við fíggjardeildina, serliga Thomas Magnussen og Kára Petersen. Fíggjarnevndarskjalið varð klárt 10. mai 1996, burtursæð frá budgettsundurgreiningunum, og var hetta tí, at samarbeiði við onkran av stovnunum gekk so illa.

At málið beinanvegin skuldi til fíggjarnevndina var tí, at tað nú hevði bráskund at koma í gongd, og tí at málið var so týdningarmikið.

Um orðingina í fíggjarnevndarskjalinum frá 10. mai 1996, sí tilfarið s. 9, næstsíðsta petti, 1 og 3 reglu, "samtykt" sigur HS, at hetta varð sett í í samráð við FNC, og at tað skuldi verða so, tí at hetta var í samsvar við tað, sum landsstýrið var samt um. Sjálva orðingina hevur HS gjørt. Tá ið landsstýrið hevði gjørt seg kunnugt við skjalið og havt tað fyri á landsstýrisfundi uttan at taka nakað fyrivarni, so hevði landsstýrið gjørt hetta til sítt egna skjal, og varð tað tá bindandi fyri landsstýrið. Hetta skjal innihelt eina rúgvu um tað, sum skuldi til fyri at fáa nýskipanina í gongd, og sjálvandi skuldi hetta ikki alt førast til gerðabók hjá landsstýrinum. Landsstýrið gjørdi eina yvirskipaða samtykt, og inniheldur fíggjarnevndarskjalið nágreinandi undirsamtyktir í málinum.

Í samband við sundurgreiningina í fíggjarnevndarskjalinum, sí s. 13 í tilfarinum, sigur HS, at løgmansstjórin var komin við, tí at roknað varð við, at hann og FNC skuldu arbeiða saman eina tíð, áðrenn FNC fór. Hann heldur, at játtanin til FNC var fyri alt árið 1996. Í samband við orðingina undir pkt. c niðast á s. 13 í tilfarinum, har tað verður skrivað "at ætlanin er at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini 1. august 1996", sigur HS, at hann ikki hevur lagt nakran serligan týdning í orðið "ætlanin"; her varð bara hugsað um at greiða frá málinum.

Viðvíkjandi undirskriftunum í fíggjarnevndarskjalinum, sí s. 26 í tilfarinum, greiðir HS frá, at fíggjardeildin hevði sagt frá, at øll fíggjarnevndarskjøl skuldu undirskrivast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og tí hevur Jóannes Eidesgaard undirskrivað skjalið. Hetta skjal skuldi verið medundirritað av Kára Petersen, fíggjardeildarstjóra, men hesin var akkurát eitt ørindi, tá undirskrivast skuldi, og tí hevur Finn Norman Christensen medundirritað, tí hann kundi medundirrita alt sum forstjóri í landsstýrinum. Hetta hendi á skrivstovuni hjá Jóannes Eidesgaard um 4-5 tíðina seinnapartin tann 15. mai 1996. HS tók síðani skjalið við og legði tað í brævasprekkuna hjá løgtingsskrivstovuni sama dag. At ein vildi hava skjalið avstað komst eisini av, at ein hevði føling av, at løgtingsmenn fíltust á, at tað ikki kom fram og høvdu hug at halda, at umsitingin royndi at draga tað út, til tingið var farið til hús.

Viðvíkjandi málsfrágreiðingini undir pkt. b í fíggjarnevndarskjalinum, so er hendan sett í, tí at landsstýrið skal vita klárt, hvat tað hevur samtykt, fíggjarnevndin vita greitt, hvussu upphæddin, ið teir taka støðu til, skal nýtast, eins og fyrisitingin skal vita, eftir hvørjum fyriskipanum hon skal umsita játtanina.

S. Frágreiðing frá Beintu Festirstein (BF):

BF hevur útbúgving sum løgfrøðingur frá 1992. Hon hevur lisið í Keypmannahavn. Hevur arbeitt hjá bispi sum fulltrúi 1992-1993, verið á Toll- og Skattstovuni sum fulltrúi og deildarleiðari 1993-1995, á løgtingsskrivstovuni frá november 1995, til hon fór í barnsburðafarloyvi í september 1996. Starvast nú aftur á Toll- og Skattstovuni. Hevur ongantíð starvast í landsstýrinum.

Arbeiðið á løgtingsskrivstovuni innibar at vera ráðgevi hjá tingformanninum sambært nýggju tingskipanini. Eisini var hon skrivari í ymsum løgtingsnevndum. Siður hevði verið, at skrivstovustjórin var skrivari hjá fíggjarnevndini. Annars hevði hon alla umsitingina hjá løgtinginum. Á skrivstovuni vórðu 8-9 fólk tilsamans.

Fundirnir í fíggjarnevndini verða fyrireikaðir av formanninum saman við løgtingsskrivstovuni. Fundarskráin verður løgd eftir teimum málum, sum koma inn til viðgerðar á fundinum, og verður hendan sligin upp á einari talvu á løgtingsskrivstovuni. Fundarboð verða viðhvørt givin skrivliga - skrivið í tilfarinum s. 27 er eitt slíkt standardskriv - men ofta verða tey givin pr. telefon, ella verður avtalað á einum fundi, nær næsti fundur verður. Nevndarformaðurin stjórnar fundinum og leggur málini fyri nevndina. Skrivarin ger sjálvur síni notatir á fundinum og skrivar frágreiðingina frá fundinum. Hetta verður gjørt so skjótt sum tilber aftaná fundin, og verður lagt fram á komandi fundi til góðkenningar. Skrivarin eigur at vera løgfrøðingur sambært tingskipanini og skal virka sum ráðgevi hjá nevndini. Tað er eingin skriftlig yrkisskrá fyri nevndirnar.

Um játtanarpraksis hjá fíggjarnevndini sigur BF, at hesin var ógvuliga restriktivur, og var í hesum sambandi víst til grein 44 í nýggju stýrisskipanarlógini frá 1994. Útgangspunktið var nei, tí nevndin metti, at alt, sum kundi fara fyri løgtingið, skuldi fara har. BF heldur seg bert minnast eitt tilfeldi, har nevndin segði ja til umsókn um eykajáttan.

Viðvíkjandi spurninginum um, hvør var á fundinum í fíggjarnevndini tann 24. mai 1996, vísir hon til gerðabókina.

Tey skjøl, sum vóru við á fundinum, meinar BF, vóru skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996, fíggjarnevndarskjalið frá 15. mai 1996 og telefaksskriv frá Landsverkfrøðinginum frá 17.mai 1996. Hetta síðsta virkaði eitt sindur skelkandi uppá onkran av nevndarlimunum. Starvslýsingin, sum er knýtt at fíggjarnevndarskjalinum frá 10. mai 1996, sí tilfarið s. 15-16, heldur BF, var eisini við.

Hví løgmaður var við á hesum fundi, veit hon ikki vist, men heldur, at tað kann vera, tí løgmaður sjálvur ynskti at koma á fundin, ella at nevndarlimirnir hava ynskt, at løgmaður kom á fundin.

Løgmaður segði ikki so ógvuliga nógv á fundinum. Hann vildi ikki rættiliga skifta orð um bygnaðarbroytingarnar, sum Tordur Niclasen annars spurdi um. Hann vildi fyrst og fremst vita, um hann fekk tær umsøktu pengarnar, og hvussu skjótt hann kundi fáa hesa avgerð.

Nevndarlimirnir høvdu ikki so nógvar spurningar til løgmann, tí útgangsstøðið hjá teimum var, at hendan umsókn ikki skuldi avgreiðast av fíggjarnevndini.

Løgmaður vildi ikki gera viðmerkingar til skrivið frá Jóannes Eidesgaard og var rættiliga fámæltur, tá spurt varð um hetta.

BF var skrivari á fundinum, og gjørdi hon á fundinum síni notatir, sum blivu nýtt til skrivingina av gerðabókini. Hon hevði diktafon við, men upptøkan var so vánalig, at hon ikki kundi brúkast. Hesi notatir og diktafonupptøkan eru ikki til longur. Tey blivu forkomin eitt sindur aftaná, at gerðabókin varð skrivað og góðkend.

Tað er skrivarin sjálvur, sum skrivar gerðabókina - hetta verður ikki dikterað av nevndarformanninum.

BF veit ikki, um gerðabókin verður undirskrivað av skrivaranum, men hon verður ikki undirskrivað av fíggjarnevndarlimunum. Fundarfrágreiðingin frá einum fundi verður vanliga løgd fyri næsta fund til góðkenningar, og tá kunnu nevndarlimirnir fáa tilførdar viðmerkingar í gerðabókina.

Gerðabókin verður skrivað á leyst pappír, og verður síðani originalurin settur í serliga mappir, sum verða goymdar á løgtingsskrivstovuni. Um eingin undirskrift er, kann tað verða torført at siga, hvat er originalur og hvat ikki er originalur.

BF sigur, at hon veit ikki um nakrar aðrar skrivligar ella munnligar upplýsingar, sum blivu givnar frá landsstýrismonnum ella embætismonnum til fíggarnevndina, enn tað, sum framgongur av gerðabókini.

Viðvíkjandi fíggjarnevndarfundinum tann 13. juni 1996 greiðir BF frá, at gerðabókin vísir, hvør var á hesum fundi. Grundin til, at málið um eykajáttanina var fyri á hesum fundi, var, tí at gerðabókin frá fundinum 24. mai 1996 skuldi góðkennast. Akkurát hví Kristian Magnussen og Tordur Niclasen ikki vildu góðkenna gerðabókina frá 24. mai 1996, veit BF ikki við vissu. Hon heldur, at Kristian Magnussen var eitt sindur ósikkur í, akkurát hvat var sagt á fundinum 24. mai 1996, og hann var ógvuliga harmur um, at Vilhelm Johannesen, nevndarformaður, í fjølmiðlunum hevði sagt, hvat stóð í gerðabókini, áðrenn nakar nevndarlimur hevði sæð hetta, og enn minni góðkent gerðabókina. Vilhelm Johannesen hevði fingið klædduna frá BF til gerðabókina frá 24. mai 1996 til gjøgnumgongd, og hevði so nýtt hana í fjølmiðlunum.

Viðvíkjandi Tordi Niclasen heldur BF, at hesin gjarna vildi hava sín tekst í gerðabókina, tí tað var hann, sum stillaði løgmanni spurningarnar um bygnaðarbroytingarnar. Annars varð ikki nógv sagt á hesum fundi um bygnaðarbroytingarnar.

BF var eisini skrivari hjá landsstýrismálanevndini.

BF sigur, at hon heldur, at Jóannes Eidesgaard bað landsstýrismálanevndina kanna málið, men hon er ikki viss í tí. Hon heldur ikki, at fíggjarnevndin ella landsstýrið hava heitt á landsstýrismálanevndina, um at taka málið upp og heldur ikki, at nevndin av sínum eintingum hevur tikið málið upp. Eingin visti rættiliga, hvussu landsstýrismálanevndin skuldi virka.

Viðvíkjandi fundinum í landsstýrismálanevndini 14. juni 1996 sigur BF, at nevndarlimirnir vildu hava Jalgrím Hilduberg á fund, tí teir vildu fegin vita, hvussu landsstýrisfundirnir blivu fyrireikaðir og hildnir. Tað vóru limirnir sjálvir, sum ynsktu at fara út í Tinganes og hyggja í gerðabøkurnar hjá landsstýrinum. BF var ikki við í Tinganesi, men fekk aftaná at vita frá nevndarlimunum, at teir høvdu gjøgnumgingið j.nr. 300-2/1996 og 2500-19/96 viðvíkjandi bygnaðarbroytingunum.

Jørgen Niclasen, táverandi nevndarformaður í landsstýrismálanevndini, hevur sagt fyri kanningarstjóranum, at nevndin sjálv gjørdi av at taka málið upp.

IV - Viðmerkingar kanningarstjórans.

A. Vanlig mannagongd í samband við landsstýrisfundir:

Lagt verður til grund, at eingin skrivlig mannagongd ella yrkisskrá var fyri landsstýrisfundir.

Út frá teimum frágreiðingum, ið eru givnar, er komið fram, at undir tí "kollegialu skipanini" var vanligt at halda landsstýrisfundir hvønn týsdag. Í einkultum føri varð landsstýrisfundur hildin aðrar dagar. Vanligt var, at landsstýrismenninir í vikuni frammanundan, at landsstýrisfundur skuldi verða, fingu dagsskránna fyri fundin og skrivliga frágreiðing um málini, sum skuldu viðgerast. Harumframt fingu teir vanliga tilmæli, ið oftast varð skrivað á blátt pappír. Á henda hátt høvdu landsstýrismenninir møguleika at kunna seg um málini, áðrenn landsstýrisfundur var.

Vanligt var, at løgmaður leiddi fundirnar. Vanligt var eisini, at viðkomandi landsstýrismaður, ið hevði tað økið, sum punktið á dagsskránni hoyrdi undir, hevði eina framløgu. Framløgan var vanliga "frit foredrag", og var sostatt ikki vanligt at lesa upp tey skjøl, ið vóru til fundin. Eftir hetta var høvi til at hava orðaskifti v.m. Síðani var vanligt at taka avgerð, og bleiv vanliga avgerð tikin um tað tilmæli, sum var skrivað á tað bláa pappírið. Tað var ikki vanligt at hava beinleiðis atkvøðugreiðslu, men um hetta var neyðugt bleiv tað gjørt. Um landsstýrismaður var ímóti, hevði hann møguleika at fáa sína mótstøðu ella serstøðu førda í gerðabókina.

Tað tíðarskeið (frá sumri 1995 til á sumri 1996), hendan kanning fevnir um, var fyrrverandi skrivstovustjórin Jalgrím Hilduberg vanliga við á landsstýrisfundum, og skrivaði hann gerðabókina.

Vanligt var, at reinskrivaða útkastið til gerðabókina eftir landsstýrisfundirnar bleiv send til landsstýrismenninar til viðmerkingar. Á næstkomandi landsstýrisfundi bleiv hon lisin upp øll sum hon var og síðan handað runt til undirskrivingar. Góðkenningin fór fram, við at teir landsstýrismenn, sum høvdu verið á viðkomandi landsstýrisfundi, undirskrivaðu gerðabókina.

Á. Landsstýrisfundurin tann 30. apríl 1996.

Í gerðabók landsstýrisins er einki nevnt um, hvørt uppskotið til bygnaðarbroytingar varð umrøtt á hesum fundi. Hinvegin upplýsir Finn Norman Christensen við skrivi dagfest 10. mai 1996 (sí tilfarið síða 7), at "sum avrátt á landsstýrisfundinum tann 30. apríl 1996 verður hjálagt fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til seks stjórastørv og onnur einstøk størv". Tað framgongur av sama skrivi, at tað, sum avrátt er, viðvíkir uppskotinum um nýskipan av fyrisitingini. Út frá teimum frágreiðingum, ið eru givnar, herundir serliga frágreiðingini hjá Finn Norman Christensen, leggur kanningarstjórin til grund, at spurningurin um nýskipanina av fyrisitingini hevur verið umrøddur á landsstýrisfundinum tann 30. apríl 1996, hóast hetta ikki hevur verið eitt sjálvstøðugt punkt á dagsskránni og ikki er ført í gerðabókina. Tó heldur kanningarstjórin, at tað ikki er møguligt at fastleggja nærri, hvat bleiv avrátt á hesum fundinum bygnaðarbroytingunum viðvíkjandi. Hinvegin stendur tað kanningarstjóranum greitt, at eftir hendan fundin fór umsitingin at fyrireika umsókn til fíggjarnevndina við tí endamáli at fáa pening til arbeiðið við bygnaðarbroytingunum.

B. Landsstýrisfundurin tann 13. mai 1996.

Til landsstýrisfundin mánadagin tann 13. mai 1996 hava fyrrverandi forstjórin, Finn Norman Christensen, og Herluf Sigvaldsson, fulltrúi, við skrivum dagfestum 10. mai 1996 (sí tilfarið síða 7 og 8), og sum eru skrivaði á blátt pappír, givið landsstýrismonnunum fíggjarnevndarskjal frá sama degi (sí tilfarið síða 9) saman við eini starvslýsing. Vísandi til hetta og vísandi til frágreiðingarnar frá øllum táverandi landsstýrismonnum, sum vóru á landsstýrisfundi tann 13. mai 1996, verður lagt til grund, at allir landsstýrismenninir hava fingið fíggjarnevndarskjalið, saman við starvslýsing, allarhelst fríggjadagin tann 10. mai 1996.

Av skrivinum frá Herluf Sigvaldsson, fulltrúa, framgongur, at umsitingin mælir "landsstýrinum til at samtykkja at leggja fíggjarnevndarskjali fyri fíggjarnevndina."

Tað framgongur av landsstýrisins gerðabók (sí tilfarið síða 17), at einasta punkt á skránni fyri landsstýrisfundin mánadagin tann 13. mai 1996 er "uppskot um nýskipan av fyrisitingini".

Sambært fíggjarnevndarskjalinum (sí tilfarið síða 13) verður søkt um kr. 2.928.122,44, og skulu kr. 2.528.122,44 nýtast til lønarútreiðslur og kr. 400.000,- til annan rakstur. Av lønarútreiðslunum skulu kr. 1.097.435,69 nýtast til løgmansstjóra og aðalstjórar og kr. 1.430.686,75 til fulltrúastørv og onnur størv.

Sambært gerðabókini fyri 13. mai 1996 (sí tilfarið síða 17), samtykkir landsstýrið á hesum fundi at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá kr. 2.928.000,- í samband við nýskipan av landsfyrisitingini. Sambært gerðabókini er eingin viðmerking og eingin serstøða frá nøkrum landsstýrismanni, og hava allir teir landsstýrismenn, ið hava verið á hesum landsstýrisfundi, seinni góðkent hana.

Sambært givnu frágreiðingunum frá landsstýrismonnunum, so minnist eingin nágreiniliga, hvat sagt varð á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996, og kann kanningarstjórin tí ikki staðfesta, hvat er blivið sagt á hesum landsstýrisfundi. Tó staðfestur kanningarstjórin, at fundurin sambært gerðabókini bert vardi í 1/2 tíma, og tá eingin landsstýrismaður hevur ynskt at fingið serstøðu førda í gerðabókina, og allir eftirfylgjandi hava góðkent hana, so bendir hetta á, at menn hava verið samdir á fundinum.

Umrødda fíggjarnevndarskjalið verður dagfest av nýggjum tann 15. mai 1996 (sí tilfarið síða 18), umframt at tað nú fyriliggur ein budgettsundurgreining frá Landsverkfrøðinginum, Postverki Føroya, Strandfaraskip Landsins og Telefonverk Føroya Løgtings um, hvussu kr. 1.112.000,- skulu sparast. Henda upphædd fíggjar partvís eykajáttanina, meðan rest kr. 1.816.000,- verður ein nettoútreiðsla í fíggjarárinum 1996. Hetta nýggja fíggjarnevndarskjal, ið verður sent til løgtingsins fíggjarnevnd, verður undirskrivað av Jóannes Eidesgaard sum landsstýrismanni í fíggjarmálum og av Finn Norman Christensen, forstjóra.

D. Skrivið frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996.

Við skrivi dagfest 21. mai 1996 (sí tilfarið síða 31) til løgtingsins fíggjarnevnd upplýsir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, at ikki allar orðingarnar í fíggjarnevndarskjalinum eru rættar. Hann upplýsir, at tá tað á fyrstu síðu í fíggjarnevndarskjalinum er skrivað "at landsstýrið hevur samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996", og "at landsstýrið hevur samtykt í fyrstu atløgu at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum", so er hetta ikki rætt. Jóannes Eidesgaard upplýsir í skrivinum, at hesar samtyktir hevur landsstýrið ikki gjørt, men bert samtykt "at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá kr. 2.928.000,- í samband við nýskipan av landsfyrisitingini".

Sum tað framgongur av frágreiðingunum herundir hansara egnu, so hevur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, verið einsamallur um skrivið til løgtingsins fíggjarnevnd.

Ð. Fíggjarnevndarfundurin tann 24. mai 1996.

Í skrivi dagfest 17. mai 1996 (sí tilfarið síða 27) boðar løgtingsskrivstovan fíggjarnevndarlimunum frá, at fíggjarnevndin hevur móttikið umsókn frá landsstýrinum um eykajáttan í samband við nýskipan av landsfyrisitingini, og samstundis verður umsóknin send fíggjarnevndarlimunum til kunningar.

Umsóknin um eykajáttan verður viðgjørd á fíggjarnevndarfundi fríggjadagin tann 24. mai 1996. Á hesum fíggjarnevndarfundi verða bæði fíggjarnevndarskjalið (ið er umsóknin) og skrivið frá Jóannes Eidesgaard umrødd.

Ivi er um, hvørt fíggjarnevndarlimirnir hava fingið áður umrøddu starvslýsing tilsenda, og um starvslýsingin hevur verið umrødd á hesum fíggjarnevndarfundi.

Á fíggjarnevndarfundinum vóru allir fíggjarnevndarlimirnir uttan Finnbogi Ísakson. Til staðar vóru eisini Edmund Joensen, løgmaður, Finn Norman Christensen, forstjóri, Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, og Tummas Magnussen, fulltrúi.

Tað framgongur av gerðabókini hjá fíggjarnevndini (sí tilfarið síða 33), at løgmaður uppá fyrispurning um, hvørt landsstýrið hevði tikið endaliga støðu til, hvussu bygnaðarbroytingarnar skuldu fremjast, upplýsti, "at landsstýrið bert hevði tikið støðu til, at neyðugt er at fáa eina eykajáttan, so byrjast kundi við at seta fólk." Eisini framgongur av gerðabókini, at løgmaður onga serliga viðmerking hevði til skrivið frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni. Út frá teimum frágreiðingum, ið eru givnar, leggur kanningarstjórin til grund, at hendan endurgevingin av gerðabókini, gevur eina rætta mynd av, hvat løgmaður hevur upplýst á fíggjarnevndarfundinum.

Sambært gerðabókini hjá fíggjarnevndini, sum eisini er í samsvar við tær frágreiðingar, ið eru givnar, kom ein samd fíggjarnevnd til ta niðurstøðu, at vísandi til § 44, stk. 1 og 2 í stýrisskipanarlógini, so helt nevndin seg ikki hava heimild til at avgreiða málið. Orsakað av hesum boðar fíggjarnevndin við skrivi dagfest 24. mai 1996 (sí tilfarið síða 34) Føroya Landsstýri frá, at fíggjarnevndin ikki heldur seg hava heimild at avgreiða málið.

E. Niðurstøða.

Sambært fíggjarnevndarskjalinum (sum er umsóknin til fíggjar-nevndina), ið er dagfest tann 10. mai 1996, og tí broytta, ið er dagfest aftaná landsstýrisfundin tann 13. mai 1996, nevniliga tann 15. mai 1996, so framkemur upphæddin stór kr. 2.928.122,44 fyrst og fremst við, at tað frá 1. august 1996 skulu setast 15 størv, herundir 5 aðalstjórar, meðan løgmansstjóri verður at seta frá 1. juli 1996. Til nevndu størv skulu nýtast kr. 2.528.122,44 av tí, sum søkt verður um, meðan rest kr. 400.000,- skal nýtast til annan rakstur (sí tilfarið síða 13 og 22).

Tað framgongur av fíggjarnevndarskjalinum, og av tí skjalatilfari annars, sum er komið fram í málinum, at setan av hesum størvum, herundir serliga aðalstjórastørvunum, eru ein avleiðing av uppskotinum hjá Finn Norman Christensen um nýskipan av fyrisitingini, har mynstrið er at býta landsumsitingina upp í stýrir, sum skulu hava ein aðalstjóra hvørt. Peningurin, ið søkt verður um, lønar hesum størvum frá 1. august 1996 til 31. desember 1996, tó løgmansstjóranum frá 1. juli 1996.

Lagt verður til grund, at teir landsstýrismenn, ið vóru á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996, hava fingið fíggjarnevndarskjalið í vikuni frammanundan, allarhelst fríggjadagin tann 10. mai 1996, og sostatt hava havt høvi til at gjøgnumlisið hetta áðrenn fundin 13. mai 1996. Endamálið við at útflýggja skjøl til landsstýrismenninar áðrenn fundirnar, má vera, at hesir skulu hava havt møguleika at kunna seg um málini áðrenn fundirnar.

Út frá teimum frágreiðingum, ið givnar eru, heldur kanningarstjórin, at fundirnir hava verið soleiðis avgreiddir, at tað er gingið út frá, at fundarluttakararnir hava kunnað seg um innihaldið í skjølunum áðrenn fundirnar. Hetta ger seg eisini galdandi fyri landsstýrisfundin tann 13. mai 1996.

Tá eingin landsstýrismaður sæðst hava verið ímóti innihaldinum í fíggjarnevndarskjalinum, og eingin hevur ynskt serstøðu førda í gerðabókina, metir kanningarstjórin, at hetta má takast sum tekin um, at menn hava verið samdir um innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996.

Kanningarstjórin heldur, at gerðabók landsstýrisins, ið er sera stuttorðað, ikki greiniliga vísir, hvat samtykt er á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996. Tí er eisini neyðugt at halda seg til innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum dagfest 15. mai 1996 fyri nærri at staðfesta, hvat samtykt er á nevnda landsstýrisfundi.

Kanningarstjórin staðfestir, at ein meirluti av táverandi landsstýri er av tí áskoðan, at innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum er samtykt, herundir at landsstýrið ætlaði at byrja nýskipanina tann 1. august 1996, tá ráðharraskipanin skuldi koma í gildi.

Vísandi til omanfyri standandi, skilir kanningarstjórin samtyktina á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996 soleiðis, at landsstýrið við at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá góðar kr. 2.928.000,- í samband við nýskipan av landsfyrisitingini, eisini hevur samtykt innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum. Kanningarstjórin heldur ikki, at tað í hesum sambandi hevur týdning, at fíggjarnevndarskjalið ikki er lisið upp á fundinum. Hóast frágreiðingin hjá Jalgrím Hilduberg (sí frágreiðing síða 86) møguliga kann skiljast øðrvísi, heldur kanningarstjórin sostatt, at landsstýrið tann 13. mai 1996 hevur samtykt at byrja nýskipanina av landsumsitingini tann 1. august 1996, og í hesum sambandi at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum.

Tað er serliga at viðmerkja, at kanningarstjórin metir, at landsstýrið á landsstýrisfundinum 13. mai 1996 bert hevur samtykt at seta tey ovastu fyrisitingarligu størvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum, soleiðis at aðalstjórarnir skulu verða við til at skipa og føra út í lívið tann nýggja bygnaðin. Hetta úrslit er serliga grundað á, at álitið hjá Finn Norman Christensen við bygnaðarbroytingunum bert er eitt "uppskot um nýskipan", og at landsstýrið við avgerðini á landsstýrisfundi tann 13. mai 1996 sostatt ikki hevur tikið støðu til sjálvt innihaldið í bygnaðarbroytingunum, men bert at byrja bygnaðarbroytingarnar tann 1. august 1996 við at seta ávís størv í hesum sambandi, tó soleiðis at løgmansstjórin verður settur frá 1. juli 1996.

Tá kanningarstjórin skilir samtyktina á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996 soleiðis, at landsstýrið eisini hevur samtykt innihaldið í fíggjarnevndarskjalinum, herundir at byrja nýskipanina tann 1. august 1996 og at seta tey umtalaðu størvini, so er niðurstøðan hjá kanningarstjóranum, at tá tað verður upplýst í skrivinum frá Jóannes Eidesgaard til løgtingsins fíggjarnevnd dagfest 21. mai 1996 (sí tilfarið síða 31), at landsstýrið ikki "hevur samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996" og "í fyrstu atløgu at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini og onnur einstøk størv í nýggja bygnaðinum", so er hetta skeivt. Sostatt eru upplýsingarnar, ið Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, gevur løgtingsins fíggjarnevnd við skrivi dagfestum 21. mai 1996, ikki rættar.

Hinvegin eru tær upplýsingar, sum givnar eru í fíggjarnevndarskjalinum dagfest 15. mai 1996, og sum Jóannes Eidesgaard hevur undirskrivað, og sum burtursæð frá budgettsundurgreiningunum eru í samsvar við fíggjarnevndarskjalið dagfest 10. mai 1996, rættar.

Kanningarstjórin er í kanning síni biðin um at fáa greiði á, um landsstýrið ella einkultir landsstýrislimir hava givið løgtingsins fíggjarnevnd skeivar munnligar ella skrivligar upplýsingar, sum eru av stórum týdningi í samband við fíggjarnevndarinnar viðgerð av umsóknini um eykajáttan í samband við nýskipan av fyrisitingini, ella um somu hava tagt við slíkum upplýsingum.

Niðurstøða kanningarstjórans er, at hetta ikki er farið fram. Tær skrivligu upplýsingar, ið givnir eru í fíggjarnevndarskjalinum dagfest 15. mai 1996, og tær upplýsingar, ið munnliga eru givnar fíggjarnevndini í samband við hennara viðgerð á fíggjarnevndarfundinum tann 24. mai 1996, eru rættar. Hóast upplýsingarnar, ið eru givnar av Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni, við skrivi dagfest 21. mai 1996, ikki eru rættar, so hava hesar upplýsingar, vísandi til samsvarandi frágreiðing frá øllum teimum fíggjarnevndarlimunum, ið luttóku á fíggjarnevndarfundinum tann 24. mai 1996, als ongan týdning havt fyri viðgerð fíggjarnevndarinnar av umsóknini. Ikki er kanningarstjórin komin fram á, at tagt er við upplýsingum í samband við viðgerð fíggjarnevndarinnar av eykajáttanarumsóknini.

NIÐURSTØÐA KANNINGARSTJÓRANS VERÐUR TÍ:

Kanningarstjórin staðfestir, at tað frá landsstýrinum ella einkultu landsstýrislimunum, herundir í skrivinum frá Jóannes Eidesgaard dagfest 21. mai 1996 til løgtingsins fíggjarnevnd um eykajáttan í samband við nýskipan av fyrisitingini, ikki eru givnar løgtingsins fíggjarnevnd skeivar skrivligar ella munnligar upplýsingar, ella at tagt er við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri viðgerð fíggjarnevndarinnar av eykajáttannarumsóknini.

Sostatt er svarið uppá spurningarnar I til III í fyrispurninginum frá løgtingsformanninum dagfest 4. oktober 1996 noktandi. Orsakað av hesum verður kanningarstjórin ikki at viðgera spurning IV í sama skrivi frá løgtingsformanninum.

Tórshavn, tann 9. juli 1998
Dánjal Magnussen,
kanningarstjóri

Skjal 1
Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb
Ekstrakt-útskrift

Ár 1995, fríggjadagin tann 2. juni kl. 10.00 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Jóannes Eidesgaard, Ivan Johannesen, Sámal Petur í Grund, Andreas Petersen, Óli Jacobsen og Eilif Samuelsen.

Til viðgerðar:
…………………………………………………………………………………………………
…………………………………………………

2) J.nr. 2501-10: Broyting í verandi játtanarskipan.
Samtykt at fara undir arbeiðið beinanveginm skipa umistingardeild við 4 nýggjum fulltrúastørvum og flyta upp til 1.222.000 kr. til arbeiðið av rakstrarstaði nr. 11034: Kannan av almenna saktorinum.
Málið verður at leggja fyri fíggjarnevndina.
…………………………………………………………………………………………………
…………………………………………………………

18) J.nr. 332-10: Setan av forstjóra í tinganesi í 1 ár.
Samtykt at seta Finn Norman Christensen.
…………………………………………………………………………………………………
………………………………………………………………………….

Fundur lokin kl. 16.00

Hesir hava undirskrivað:
Edmund Joensen, Andreas Petersen, Óli Jacobsen, Sámal Petur í Grund Eilif Samuelsen, Ivan Johannesen, Jóannes Eidesgaard

Skjal 2

Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb
Ekstrakt-útskrift

Ár 1996, týsdagin tann 30. apríl kl. 10.00 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Jóannes Eidesgaard, Ivan Johannesen, Eilif Samuelsen, Sámal Petur í Grund, Axel H. Nolsøe og Andreas Petersen.

Til viðgerðar:
………………………………………………………………………………………………
……………………………………………………

9) J.nr. 2500-18: Uppskot til broyting í uppskoti um eykajáttanir í 1996.
Samtykt at senda fíggjarnevndini uppskotið.
…………………………………………………………………………………
…………………………………………………………………………

Fundur lokin kl. 13.00

Hesir hava undirskrivað:
Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard, Andreas Petersen, Sámal Petur í Grund, Axel H. Nolsøe, Eilif Samuelsen, Ivan Johannesen

Skjal 3

Til landsstýrisfundin tann 13. mai 1996 

 Uppskot um nýskipan av fyrisitingini

Sum avrátt á landsstýrisfundinum tann 30. apríl 1996 verður hjálagt fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til seks stjórastørv og onnur einstøk størv. Somuleiðis verður hjálagt uppskot um lýsingar av størvum viðvíkjandi løgmansstjóranum og teimum fimm aðalstjórunum.

Viðmerkjast skal, at uppskotið um lýsingar av størvum verður til skjals á føroyskum mánadagin tann 13. mai 1996.

Tórshavn, tann 10. mai 1996
(sign.) Finn Norman Christensen, forstjóri

Skjal 4

Landsstýrisfundur

J.nr. 2500-19/96

Fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til landsskrivstovuna.

Hjálagt uppskot um fíggjarnevndarskjal viðvíkjandi umsókn um eykajáttan til útreiðslur í sambandi við nýskipan av landsfyrisitingini.

Budgettsundurgreiningar fyri Landsverkfrøðingsskrivstovuna, Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins og Telefonverk Føroya Løgtings verða hjálagdar seinni.

Tilmæli

Mælt verður landsstýrinum til at samtykkja at leggja fíggjarnevndarskjalið fyri fíggjarnevndina. 

Forstjórin, 10. mai 1996
(sign.) Herluf Sigvaldsson, fulltrúi

Skjal 5

Fíggjarnevndarskjal                                                                                                 Tórshavn, 10.05.1996
                                                                                                                                    J. Nr. 2500-19/96 HS/-

a. Inngangur

Landsskrivstovan søkir við hesum fíggjarnevndina um eina eykajáttan uppá tús. kr. 2.928 til útreiðslur í sambandi við nýskipan av landsfyrisitingini frá 1. august 1996 at rokna.

Útreiðslurnar verða lutvíst mótroknaðar við sparingum uppá tús. kr. 1.112 á játtanum til ávikavist Landsverkfrøðingsskrivstovuna, Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins og Telefonverk Føroya Løgtings. Sostatt verða nettomeirútreiðslurnar fyri fíggjarárið 1996 uppá tús. kr. 1.816.

Sum kunnugt, er uppskotið um nýskipan íkomið, av teirri grund, at landsstýrið fer frá einari skipan við felagsábyrgd til eina skipan við ráðharraábyrgd á Ólavsøkudegi 1996.

b. Málsfrágreiðing

Sambært § 58, stk. 3 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, fær § 33 í hesi somu lóg gildi á Ólavsøkudegi 1996. Gildiskoman hevur við sær, at ráðharraábyrgd verður sett í verk.

Verandi bygnaður hjá landsfyrisitingini samsvarar minni væl ásetingina um ráðharraábyrgd sum orðað í stýrisskipanarlógini. Av hesi grund kann tað gerast torført at fáa hendan partin at virka sambært andanum í stýrisskipanarlógini. Landsstýrið hevur fingið tilevnað eitt uppskot um nýskipan, sum leggur uppfyri hesum spurningum.

Við hesum í huga, hevur landsstýrið samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996. Útinningin av nýskipanini av landsfyrisitingini er ein langtíðar tilgongd, sum fer at taka langa tíð, væntandi nógv ár, at fremja. Landsstýrið hevur tess vegna samtykt, at í fyrstu atløgu einans seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum. Sostatt verður størri rásarúm at skipa út í æsir komandi bygnað. Samstundis verða eisini teir nýggju stjórarnir við í skipanini av bygnaðinum.

Hóast miðað verður móti, at nýskipanin heldur givnar játtanarkarmar, verður neyðugt við eykajáttanum. Við øðrum orðum, nýskipanaruppskotið vísir á, at neyðugt verður at seta á stovn eina Løgmansskrivstovu og fimm aðalstýri, sum verða nevnd Fíggjarmálastýrið, Veiðimálastýrið, Vinnumálastýrið, Mentamálastýrið og Heilsumálastýrið.

Løgmansskrivstovan verður stjórnað av einum løgmansstjóra meðan aðalstýrini verða stjórnaði av hvørt sínum aðalstjóra, ið verða kallaðir ávikavist fíggjarmálastjóri, veiðimálastjóri, vinnumálastjóri, mentamálastjóri og heilsumálastjóri.

Umframt omanfyri nevndu størv, verður neyðugt, sambært nýskipanaruppskotinum, at seta ein deildarstjóra og ein fulltrúa á vinnumáladeildina í Vinnumálastýrinum. Harumframt verður neyðugt at seta fimm fulltrúar á samskiftisdeildina í Vinnumálastýrinum.

Á Løgmansskrivstovuni verður umframt løgmansstjóran, eisini neyðugt, at seta tveir nýskipanarfulltrúar á nýskipanarstovuna og ein starvsfólkaráðgeva á starvsfólkadeildina.

Størvini, sum verða umrødd her, eru av sera stórum týdningi fyri nýskipanarætlanina. Mett verður, at tey samfeld fara at virka sum ein kveikjari í sambandi við nýskipanina av landsfyrisitingini. Niðanfyri er ein stutt lýsing av størvunum.

Løgmansstjóri
Sambært nýskipanaruppskotinum verður løgmansstjórin forstjóri landsstýrisins og harvið ovasti embætismaður føroyinga. Umframt at hava leiðsluna á Løgmansskrivstovuni fer hann at hava fyrisæti av teimum samskipandi uppgávunum viðvíkjandi mannagongd í sambandi við fyrireikan av landsstýrismálum og viðvíkjandi starvsfólkapolitikki.

Eisini verður hann ráðgevi hjá aðalstjórunum umframt fremsti ráðgevi løgmans. Hann fer harafturat at hava høvuðsábyrgdina av at nýskipanin av landsfyrisitingini verður framd. Í hesum sambandi verður hann formaður í stýrisbólkinum, sum verður hægsti fyrisitingarligi myndugleiki nýskipanarinnar.

Við tí fyri eyga, at løgmansstjórin skal kunna verða stuðlaður av verandi forstjóra í byrjani av starvstíð síni verður hann settur í starv tann 1. juli 1996. Ætlanin er, at hann skal verða løntur samsvarandi 40. lønarflokki sambært sáttmálanum millum tænastumannafelagið og landsstýrið.

Aðalstjórar
Tey fimm aðalstýrini verða sambært nýskipanaruppskotinum undir leiðslu av hvørt sínum aðalstjóra, sum verða nevndir ávikavist fíggjarmálastjóri, veiðimálastjóri, vinnumálastjóri, mentamálastjóri og heilsumálastjóri. Høvuðsuppgáva teirra verður í høvuðsheitum at hava eftirlitið við rakstri, at menna og at samskipa virksemið í aðalstýrunum.

Umframt at verða fremstu ráðgevar landsstýrismanna hava teir høvuðsábyrgdina av, at nýskipanin innan aðalstýrini verður framd. Í hesum sambandi verða teir limir í áðurnevnda stýrisbólki.

Aðalstjórarnir verða settir í starv tann 1. august 1996. Ætlanin er, at teir skulu verða løntir samsvarandi 39. lønarflokki sambært sáttmálanum millum tænastumannafelagið og landsstýrið.

Deildarstjóri á vinnumáladeildini
Í Vinnumálastýrinum verður ein deild sett á stovn, sum fær heiti vinnumáladeildin. Neyðugt verður av hesi grund at seta ein deildarstjóra á hesa deild. Hann fer at hava høvuðsábyrgdina av at skipa deildina, soleiðis at hon verður ein vinnumennandi táttur í tí føroyska samfelagnum.

Deildarstjórin fer við øðrum orðum, at seta saman eina deild av fyrisitingarliga tilfeingi landsstýrisins, sum hevur við vinnumenning at gera undantikið fiskivinnu og oljuvinnu. Ætlanin er, at hann skal verða løntur samsvarandi 37. lønarflokki sambært sáttmálanum millum tænastumannafelagið og landsstýrið.

Fulltrúi á vinnumáladeildini
Umframt deildarstjóran á vinnumáladeildini verður eisini neyðugt at seta ein fulltrúa í starv á hesi deild. Hann fer saman við øðrum starvsfólkum á deildini, at vera við í menningini av henni, soleiðis at hon verður før fyri at veita tí føroyska vinnulívinum tænastur, sum hava við vinnumenning at gera. Hesum viðvíkjandi, verður hann ein av næstu stuðlum deildarstjórans. Ætlanin er, at hann skal verða løntur sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Fulltrúar á samskiftisdeildini
Afturat vinnumáladeildini verður eisini ein samskiftisdeild í Vinnumálastýrinum. Í hesum sambandi verður neyðugt at seta fimm fulltrúar. Teir fara at hava um hendi høvuðsuppgávu deildarinnar, ið verður at samskipa virksemi innan alt samskifti hjá landsstýrinum.

Skotið verður upp, at størvini verða fíggjaði á tann hátt, at játtanir verða fluttar frá ávikavist Landsverkfrøðingsskrivstovuni (1 ársverk), Postverki Føroya (1 ársverk), Strandfaraskipi Landsins (1 ársverk) og Telefonverki Føroya Løgtings (2 ársverk). Útreiðslurnar verða tískil fíggjaðar við verandi játtan á fíggjarlógini fyri 1996.

Í øllum fimm førunum er talan um játtanir til bæði lønir og samsvarandi játtanir til annan rakstur. Annar rakstur er ásettur til tús. kr. 80 fyri hvørt starvi. Ætlanin er, at teir fimm fulltrúarnir skulu verða løntir sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Nýskipanarfulltrúar
Sum áður nevnt, fer ein nýskipanarstova burtur av at taka sær av nýskipanini. Hon verður tess vegna skrivstova hjá stýrisbólkinum - sum verður samansettur av løgmansstjóranum og teimum fimm aðalstjórunum - og fer samstundis at hava ábyrgdina av, at seta í verk og hava eyga við teimum verkætlanum, ið stýrisbólkurin fer at samtykkja. Hesar verkætlanir verða liðir í verksetanini av nýskipanaruppskotinum.

Sambært nýskipanaruppskotinum verða tveir nýskipanarfulltrúar settir í starv á nýskipanarstovuni. Ætlanin er, at teir skulu verða løntir sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Starvsfólkaráðgevi
Umframt at seta tveir nýskipanarfulltrúar, verður eisini neyðugt at seta ein starvsfólkaráðgeva. Hann fer burtur av at taka sær av tí nýggja starvsfólkapolitikkinum, soleiðis at hann verður framdur í tráð við nýskipanaruppskotið.

Mett verður, at ein virkin starvsfólkapolitikkur fer at virka fyri, at landsfyrisitingin fer at gerast munadyggari í framtíðini. Eisini fer hann at bøta munandi um trivnaðin hjá starvsfólkum landsins. Úrslitið verður ein bíligari landsfyrisiting í longdini. Ætlanin er, at starvsfólkaráðgevin skal verða løntur sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Fíggjartørvurin tilsamans hjá landsskrivstovuni fyri fíggjarárið 1996 verður tí hesin:

§ 2, 11053 Landsskrivstovan (Rakstrarjáttan)

Budgettsundurgreining

tús. kr. J EYJ J+EYJ
Útreiðslujáttan 18.393 2.928 21.321
Útreiðslur
Lønir tilsamans
Annar rakstur
18.393
15.993
2.400
2.928
2.528
400
21.321
18.521
2.800

Samsvarandi starvsfólkatørvur hjá landsskrivstovuni fyri fíggjarárið 1996 verður hesin:

Starvsfólkayvirlit

Starvsbólkar J EYJ J+EYJ
Tal á fulltíðarstørvum
Tænastumenn
Sáttmálasett (akademikarar)
Sáttmálasett (skrivstovufólk)
54
10
24
20
16
7
9
0
70
17
33
20

Viðmerkjast skal til starvsfólkayvirlitið, at tað ikki neyðturviliga verður nøkur øking av tænastumonnum. Møguleiki eigur sostatt at vera fyri sáttmálasetanum/tænastumannalíknandi setanum.

Tann útgreinaði tørvurin fyri eykajáttan í kr. skipaður eftir størvum verður hesin:

Útgreinað yvirlit

Starvsheiti Lønir Annar rakstur Útreiðslur
Starvið sum forstjóri landsstýrisins:
Løgmansstjóri


228.860,94


-


228.860,94
Størvini sum aðalstjórar landsstýrisins:      
Fíggjarmálastjóri
Veiðimálastjóri
Vinnumálastjóri
Mentamálastjóri
Heilsumálastjóri
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
-
-
-
-
-
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
Størv á vinnumáladeildini:      
Deildarstjóri
Fulltrúi
149.168,20
142.390,95
-
-
149.168,20
142.390,95
Størv á samskiftisdeildini:      
Fulltrúi
Fulltrúi
Fulltrúi
Fulltrúi
Fulltrúi
142.390,95
142.390,95
142.390,95
142.390,95
142.390,95
80.000,00
80.000,00
80.000,00
80.000,00
80.000,00
222.390,95
222.390,95
222.390,95
222.390,95
222.390,95
Størv á nýskipanarstovuni:      
Nýskipanarfulltrúi
Nýskipanarfulltrúi
142.390,95
142.390,95
-
-
142.390,95
142.390,95
Starv á starvsfólkadeildini:      
Starvsfólkaráðgevi 142.390,95 - 142.390,95
Tilsamans 2.528.122,44 400.000,00 2.928.122,44

 c. Grundgeving fyri framløgu

Orsøkin til, at atgerðin ikki kann bíða til játtan á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 1997 er sum omanfyri umrøtt, at ætlanin er at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996. Hetta er, sum áður nevnt, neyðugt fyri at fáa eina landsfyrisiting, ið lýkur tær treytir, ið ásetingarnar í stýriskipanarlógini fyriskipa.

d. Tilsøgnir frá øðrum myndugleikum

Avvarðandi myndugleikar eru kunnaðir um nýskipanaruppskotið.

e. Uppskotið

Umsóknin um eykajáttan tekur støði í áður nevndu nýskipan. Sjálv eykajáttanin er ætlað til at fíggja tey nýggju størvini.

Sagt verður, at tað er landsskrivstovan, sum søkir fíggjarnevndina um eykajáttan. Her skal tó havast í huga, at nýskipanin av landsfyrisitingini fær sum avleiðing, at landsskrivstovan verður løgd niður. Hetta vil við øðrum orðum siga, at játtanin til landsskrivstovuna verður sum frá líður býtt millum Løgmansskrivstovuna og tey fimm aðalstýrini.

Vísandi til omanfyristandandi, verður søkt um at fíggjarnevndin veitir eykajáttan til rakstrarstað § 2, 11053 uppá tús. kr. 2.928 soleiðis at tað á uppskotinum um eykafíggjarlóg fyri 1996 verður ásett fylgjandi:

B. Játtanir

    Útreiðslur Inntøkur
§ 2, 11053 Landsskrivstovan(Rakstrarjáttan) J
EYJ
18.393
2.928
-
-
§ 16, 11901 Landsverkfrøðingsskrivstovan (Rakstrarjáttan) J
EYJ
8.150
-222
700
-
§ 16, 13089 Postverk Føroya (Landsfyritøka) J
EYJ
1.608
-222
-
-
§ 16, 13265 Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka) J
EYJ
39.904
-222
-
-
§ 16, 13144 Telefonverk Føroya Løgtings (Landsfyritøka)
(Nýtt rakstrarstað)

EYJ

-445

-

Direktører til landsstyreadministrationen

I forindelse med styrelseslovens omdannelse af Færøernes Landsstyre fra et kollektivt organ til et ministerstyre gennemføres en reorganisering af landsstyreadministrationens opbygning med det formål at udvikle og styrke den samlede centraladministration. Som led i omstruktureringen oprettes 5 nye generaldirektorater og en løgmansskrivstova.

De 5 nye generaldirektorater er:

Fíggjarmálastýrið (Generaldirektoratet for finanser)
Veiðimálastýrið (Generaldirektoratet for fiskeri)
Vinnumálastýrið (Generaldirektoratet for erhverv)
Mentamálastýrið (Generaldirektoratet for kultur)
Heilsumálastýrið (Generaldirektoratet for sociale forhold og sundhed)

Til at stå i spidsen for de nye enheder søges 6 direktører, hvoraf de 5 skal have titel af generaldirektør, mens 1 stilling vil få titel af direktør for lagmandens kontor.

Stillingen som løgmansstjóri ønskes besat med virkning fra 1. juli 1996.

Stillingerne som aðalstjórar ønskes besat med virkning fra 1. august 1996.

Landsstyret har vedtaget en overordnet omstruktureringsplan for landsstyreadministrationen. Generaldirektørernes opgaver bliver således, foruden at forestå det forvaltningsområde, generaldirektoratet står for, at implementere den nye struktur, herunder at fungere som styregruppe for reorganiseringen. Generaldirektørerne kommer derfor at udforme, afgrænske og påvirke generaldirektoratets endelige form.

For samtlige stillinger gælder:

Forståelse for politik og viden om de vilkår, der gælder i en politisk ledet organisation
Generaldirektøren er nærmeste rådgiver for henholdsvis lagmanden og landsstyremændene
Generaldirektøren har ansvar for den daglige ledelse, udvikling og drift i det pågældende generaldirektorat
Generaldirektøren indgår i en styregruppe, som skal afgrænse, udvikle/tilpasse og implementere den nye struktur

Løgmandsstjóri - stillingen
Løgmandsskrivstovan forestår de opgaver, som i landsstyreaftalen er foreskrevet lagmanden. Løgmansstjórin er lagmandens og generaldirektørernes rådgiver. I løgmandsskrivstovan er der hovedsagligt tale om tværgående opgaver. Løgmansstjórin leder løgmansskrivstovuna, som består af tre afdelinger: Personaleafdeling, Koordinationsafdeling og Lovafdelingen. Derudover er der i løgmansskrivstovuni tilknyttet et strukturkontor, som vil være styregruppens sekretariat. Løgmansstjórin er formand i styregruppen.

Hovedopgaver:

Personaleforhold, herunder overenskomstforhandlinger, løn, personalepolitik m.v.
Udenlandspolitik
Undergrund, fiskeri- og sokkelgrænse
Internationale forhandlinger og fiskeriforhandlinger
Nordisk samarbejde
Juridisk vejledning og kontrol m.v.
Hjemmestyreloven
Koordinering af daglige aktiviteter i løgmansskrivstovan og til generaldirektoraterne
Reorganisering og implementering af den nye struktur

Fíggjarmálastjóri - stillingen
Fíggjarmálastýrið forestår Færøernes finansforvaltning. Fíggjarmálastýrið består af fire afdelinger: Skatteafdeling, Gældsafdeling, Finansafdeling og Regnskabsafdeling.

Hovedopgaver:

Udarbejdelse af forslag til finanslov
Økonomisk analyse i forbindelse med landsstyrets behandling af finansloven
Rationalisering
Lovforberedende arbejde, bekendtgørelser og reglementer inden for området
Produktion af statestik, der belyser samfundets finansielle og økonomiske forhold
Tilsyn med kommunerne
Kontrolopgaver i forbindelse med landskassens indtægter

Veiðimálastjóri - stillingen
Veiðimálastýrið forestår landsstyrets fiskeriforvaltning. Veiðimálastýrið består af to afdelinger: Fiskeriafdelingen og Fiskerikontrollen.

Hovedopgaver:

Fiskeriforhandlinger, sammen med løgmansskrivstovan
Lovforberedende arbejde, bekendtgørelser og reglementer inden for området
Internationalt samarbejde, organisationer m.v.
Fiskeopdræt
Hval- og anden fangst
Fiskerikontrol
Vaktar- og bjargingartænasta

Vinnumálastjóri - stillingen
Vinnumálastýrið forestår landsstyrets erhvervsforvaltning. Til forskel fra de andre generaldirektorater er generaldirektoratet for erhverv et nyt generaldirektorat. Der er således tale om sammenlægning af forskellige institutioner, og der er tale om nye stillinger. Vinnumálastýrið består af tre afdelinger: Kommunikationsafdelingen (ny afdeling), Oljumáladeildin og Vinnumáladeildin (fusion af eksisterende institutioner samt nye stillinger). Der er således tale om opbygning af et nyt område. Miljøområdet er også tilknyttet Vinnumálastýrið, men har dog en mere uafhængig status.

Hovedopgaver:

Skabe rammer for erhvervslivet
Lovforberedende arbejde, bekendtgørelser og reglementer inden for området
Planlægning af infrastruktur, kommunikation og trafik, og udarbejdelse af nye selskabsformer for institutionerne
Forestå ressortområdet, råstof i undergrunden
Miljø
Arbejdsmarkedsforhold

Mentamálastjóri - stillingen
Mentamálastýrið forestår landsstyrets kultur- og uddannelsesforvaltning. I Mentamálastyret er tre afdelinger, Mentamálaafdelingen, Afdelingen for erhvervsskoler og Skoleafdelingen. Der er tale om en ny opdeling, således at erhvervsskoler bliver samlet i et område.

Hovedopgaver:

Undervisning
Kultur
Forskning
Lovforberedende arbejde, bekendtgørelser og reglementer inden for området
Udarbejdelse af forslag til ny organisationsstruktur for universitetet og andre kulturinstitutioner med tilknytning til universitetet

Heilsumálastjóri - stillingen
Heilsumálastýrið forestår landsstyrets social- og sundhedsforvaltning. I Heilsumálastýrinum er fire afdelinger, Socialafdeling, Medicinafdelingen, Forvaltningsafdeling og Sundhedsafdelingen. I Heilsumálastyret er der tale om en del udviklingsopgaver og oparbejdelse af nye systemer, både i den primære sundhedssektor, inden for hospitalsvæsenet og inden for det sociale område.

Hovedopgaver:

Koordination af opgaver i sundhedsområdet og det sociale område
Udarbejdelse af samfundsvidenskabelige og økonomiske analyser
Lovforberedende arbejde, bekendtgørelser og reglementer inden for området
Udarbejdelse af forslag til centralisering af personaleadministration og regnskabsfunktion
Tilsynsopgaver af underliggende institutioner

Generelle kvalifikationskrav
Der forudsættes en akademisk uddannelse af økonomisk/samfundsvidenskabelig eller naturvidenskabelig art, erfaring fra offentlig eller privat virksomhed med hovedvægten på lederskab, organisation og fagligt kendskab til området. Personer, som ikke er akademikere, men har erfaringer inden for lignende forretningsområde, suppleret op med relevant uddannelse, kan også søge stillingen

For samtlige stillingers vedkommende stilles der krav om, at ansøgere må besidde gode skriftlige og mundlige formuleringsevner på færøsk, dansk og engelsk. Der lægges vægt på, at ansøgerne besidder moderne lederegenskaber, og at de herunder er resultatorienterede, omstillingsberedte og indstillet på aktivt at videreudvikle egne lederevner.

Ved bedømmelsen af ansøgerne vil der blive lagt vægt på følgende egenskaber:
    Gennemslagskraft
    Politisk flair
    Evner at motivere og udvikle chefer og medarbejdere
    Besiddelse af god menneskekundskab
    Gode samarbejdsevner
    Mobilitets- og rokeringsvilje

Yderligere oplysninger
Til reorganiseringen af landsstyreadministrationen er der udarbejdet en rapport, som kan rekvireres ved henvendelse til landsstyret. Eventuelle yderligere oplysninger omkring nærmere stillingsbeskrivelser kan fås hos Finn Norman Christensen, forstjóri, tlf: 11080.

Ansøgning
Ansøgning med oplysninger om uddannelse og erhvervserfaringer skal være Færøernes landsstyre, boks 65, 110 Tórshavn, i hænde senest mandag den 10. juni 1996.

Skjal 6

Gerðabók hjá Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb
Ekstrakt-útskrift

Ár 1996, mánadagin tann 13. mai kl. 10.30 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Jóannes Eidesgaard, Ivan Johannesen, Eilif Samuelsen, Axel H. Nolsøe og Andreas Petersen.

Til viðgerðar:

1) J.nr. 300-2: Uppskot um nýskipan av fyrisitingini.
Samtykt at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá 2.928.000 kr. í samband við nýskipan av landsfyrisitingini.
………………………………………………………………………………………………
……………………………………………………………

Fundur lokin kl. 11.00

Hesir hava undirskrivað:
Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard, Andreas Petersen, Axel H. Nolsøe, Eilif Samuelsen, Ivan Johannesen

Skjal 7

Fíggjarnevndarskjal
                                                                                                                                    Tórshavn, 15.05.1996
                                                                                                                                    J. Nr. 2500-19/96 HS/-
a. Inngangur
Landsskrivstovan søkir við hesum fíggjarnevndina um eina eykajáttan uppá tús. kr. 2.928 til útreiðslur í sambandi við nýskipan av landsfyrisitingini frá 1. august 1996 at rokna.

Útreiðslurnar verða lutvíst mótroknaðar við sparingum uppá tús. kr. 1.112 á játtanum til ávikavist Landsverkfrøðingsskrivstovuna, Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins og Telefonverk Føroya Løgtings. Sostatt verða nettomeirútreiðslurnar fyri fíggjarárið 1996 uppá tús. kr. 1.816.

Sum kunnugt, er uppskotið um nýskipan íkomið, av teirri grund, at landsstýrið fer frá einari skipan við felagsábyrgd til eina skipan við ráðharraábyrgd á Ólavsøkudegi 1996.

b. Málsfrágreiðing
Sambært § 58, stk. 3 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, fær § 33 í hesi somu lóg gildi á Ólavsøkudegi 1996. Gildiskoman hevur við sær, at ráðharraábyrgd verður sett í verk.

Verandi bygnaður hjá landsfyrisitingini samsvarar minni væl ásetingina um ráðharraábyrgd sum orðað í stýrisskipanarlógini. Av hesi grund kann tað gerast torført at fáa hendan partin at virka sambært andanum í stýrisskipanarlógini. Landsstýrið hevur fingið tilevnað eitt uppskot um nýskipan, sum leggur uppfyri hesum spurningum.

Við hesum í huga, hevur landsstýrið samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996. Útinningin av nýskipanini av landsfyrisitingini er ein langtíðar tilgongd, sum fer at taka langa tíð, væntandi nógv ár, at fremja. Landsstýrið hevur tess vegna samtykt, at í fyrstu atløgu einans seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum. Sostatt verður størri rásarúm at skipa út í æsir komandi bygnað. Samstundis verða eisini teir nýggju stjórarnir við í skipanini av bygnaðinum.

Hóast miðað verður móti, at nýskipanin heldur givnar játtanarkarmar, verður neyðugt við eykajáttanum. Við øðrum orðum, nýskipanaruppskotið vísir á, at neyðugt verður at seta á stovn eina Løgmansskrivstovu og fimm aðalstýri, sum verða nevnd Fíggjarmálastýrið, Veiðimálastýrið, Vinnumálastýrið, Mentamálastýrið og Heilsumálastýrið.

Løgmansskrivstovan verður stjórnað av einum løgmansstjóra meðan aðalstýrini verða stjórnaði av hvørt sínum aðalstjóra, ið verða kallaðir ávikavist fíggjarmálastjóri, veiðimálastjóri, vinnumálastjóri, mentamálastjóri og heilsumálastjóri.

Umframt omanfyri nevndu størv, verður neyðugt, sambært nýskipanaruppskotinum, at seta ein deildarstjóra og ein fulltrúa á vinnumáladeildina í Vinnumálastýrinum. Harumframt verður neyðugt at seta fimm fulltrúar á samskiftisdeildina í Vinnumálastýrinum.

Á Løgmansskrivstovuni verður umframt løgmansstjóran, eisini neyðugt, at seta tveir nýskipanarfulltrúar á nýskipanarstovuna og ein starvsfólkaráðgeva á starvsfólkadeildina.

Størvini, sum verða umrødd her, eru av sera stórum týdningi fyri nýskipanarætlanina. Mett verður, at tey samfeld fara at virka sum ein kveikjari í sambandi við nýskipanina av landsfyrisitingini. Niðanfyri er ein stutt lýsing av størvunum.

Løgmansstjóri
Sambært nýskipanaruppskotinum verður løgmansstjórin forstjóri landsstýrisins og harvið ovasti embætismaður føroyinga. Umframt at hava leiðsluna á Løgmansskrivstovuni fer hann at hava fyrisæti av teimum samskipandi uppgávunum viðvíkjandi mannagongd í sambandi við fyrireikan av landsstýrismálum og viðvíkjandi starvsfólkapolitikki.

Eisini verður hann ráðgevi hjá aðalstjórunum umframt fremsti ráðgevi løgmans. Hann fer harafturat at hava høvuðsábyrgdina av at nýskipanin av landsfyrisitingini verður framd. Í hesum sambandi verður hann formaður í stýrisbólkinum, sum verður hægsti fyrisitingarligi myndugleiki nýskipanarinnar.

Við tí fyri eyga, at løgmansstjórin skal kunna verða stuðlaður av verandi forstjóra í byrjani av starvstíð síni verður hann settur í starv tann 1. juli 1996. Ætlanin er, at hann skal verða løntur samsvarandi 40. lønarflokki sambært sáttmálanum millum tænastumannafelagið og landsstýrið.

Aðalstjórar
Tey fimm aðalstýrini verða sambært nýskipanaruppskotinum undir leiðslu av hvørt sínum aðalstjóra, sum verða nevndir ávikavist fíggjarmálastjóri, veiðimálastjóri, vinnumálastjóri, mentamálastjóri og heilsumálastjóri. Høvuðsuppgáva teirra verður í høvuðsheitum at hava eftirlitið við rakstri, at menna og at samskipa virksemið í aðalstýrunum.

Umframt at verða fremstu ráðgevar landsstýrismanna hava teir høvuðsábyrgdina av, at nýskipanin innan aðalstýrini verður framd. Í hesum sambandi verða teir limir í áðurnevnda stýrisbólki.

Aðalstjórarnir verða settir í starv tann 1. august 1996. Ætlanin er, at teir skulu verða løntir samsvarandi 39. lønarflokki sambært sáttmálanum millum tænastumannafelagið og landsstýrið.

Deildarstjóri á vinnumáladeildini
Í Vinnumálastýrinum verður ein deild sett á stovn, sum fær heiti vinnumáladeildin. Neyðugt verður av hesi grund at seta ein deildarstjóra á hesa deild. Hann fer at hava høvuðsábyrgdina av at skipa deildina, soleiðis at hon verður ein vinnumennandi táttur í tí føroyska samfelagnum.

Deildarstjórin fer við øðrum orðum, at seta saman eina deild av fyrisitingarliga tilfeingi landsstýrisins, sum hevur við vinnumenning at gera undantikið fiskivinnu og oljuvinnu. Ætlanin er, at hann skal verða løntur samsvarandi 37. lønarflokki sambært sáttmálanum millum tænastumannafelagið og landsstýrið.

Fulltrúi á vinnumáladeildini
Umframt deildarstjóran á vinnumáladeildini verður eisini neyðugt at seta ein fulltrúa í starv á hesi deild. Hann fer saman við øðrum starvsfólkum á deildini, at vera við í menningini av henni, soleiðis at hon verður før fyri at veita tí føroyska vinnulívinum tænastur, sum hava við vinnumenning at gera. Hesum viðvíkjandi, verður hann ein av næstu stuðlum deildarstjórans. Ætlanin er, at hann skal verða løntur sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Fulltrúar á samskiftisdeildini
Afturat vinnumáladeildini verður eisini ein samskiftisdeild í Vinnumálastýrinum. Í hesum sambandi verður neyðugt at seta fimm fulltrúar. Teir fara at hava um hendi høvuðsuppgávu deildarinnar, ið verður at samskipa virksemi innan alt samskifti hjá landsstýrinum.

Skotið verður upp, at størvini verða fíggjaði á tann hátt, at játtanir verða fluttar frá ávikavist Landsverkfrøðingsskrivstovuni (1 ársverk), Postverki Føroya (1 ársverk), Strandfaraskipi Landsins (1 ársverk) og Telefonverki Føroya Løgtings (2 ársverk). Útreiðslurnar verða tískil fíggjaðar við verandi játtan á fíggjarlógini fyri 1996.

Í øllum fimm førunum er talan um játtanir til bæði lønir og samsvarandi játtanir til annan rakstur. Annar rakstur er ásettur til tús. kr. 80 fyri hvørt starvi. Ætlanin er, at teir fimm fulltrúarnir skulu verða løntir sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Nýskipanarfulltrúar
Sum áður nevnt, fer ein nýskipanarstova burtur av at taka sær av nýskipanini. Hon verður tess vegna skrivstova hjá stýrisbólkinum - sum verður samansettur av løgmansstjóranum og teimum fimm aðalstjórunum - og fer samstundis at hava ábyrgdina av, at seta í verk og hava eyga við teimum verkætlanum, ið stýrisbólkurin fer at samtykkja. Hesar verkætlanir verða liðir í verksetanini av nýskipanaruppskotinum.

Sambært nýskipanaruppskotinum verða tveir nýskipanarfulltrúar settir í starv á nýskipanarstovuni. Ætlanin er, at teir skulu verða løntir sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Starvsfólkaráðgevi
Umframt at seta tveir nýskipanarfulltrúar, verður eisini neyðugt at seta ein starvsfólkaráðgeva. Hann fer burtur av at taka sær av tí nýggja starvsfólkapolitikkinum, soleiðis at hann verður framdur í tráð við nýskipanaruppskotið.

Mett verður, at ein virkin starvsfólkapolitikkur fer at virka fyri, at landsfyrisitingin fer at gerast munadyggari í framtíðini. Eisini fer hann at bøta munandi um trivnaðin hjá starvsfólkum landsins. Úrslitið verður ein bíligari landsfyrisiting í longdini. Ætlanin er, at starvsfólkaráðgevin skal verða løntur sambært sáttmálanum millum búskapar- og løgfrøðingafelagið og landsstýrið.

Fíggjartørvurin tilsamans hjá landsskrivstovuni fyri fíggjarárið 1996 verður tí hesin:
§ 2, 11053 Landsskrivstovan (Rakstrarjáttan)
Budgettsundurgreining

tús. kr. J EYJ J+EYJ
Útreiðslujáttan 18.393 2.928 21.321
Útreiðslur
Lønir tilsamans
Annar rakstur
18.393
15.993
2.400
2.928
2.528
400
21.321
18.521
2.800

Samsvarandi starvsfólkatørvur hjá landsskrivstovuni fyri fíggjarárið 1996 verður hesin:
Starvsfólkayvirlit

Starvsbólkar J EYJ J+EYJ
Tal á fulltíðarstørvum
Tænastumenn
Sáttmálasett (akademikarar)
Sáttmálasett (skrivstovufólk)
54
10
24
20
16
7
9
0
70
17
33
20

Viðmerkjast skal til starvsfólkayvirlitið, at tað ikki neyðturviliga verður nøkur øking av tænastumonnum. Møguleiki eigur sostatt at vera fyri sáttmálasetanum/tænastumannalíknandi setanum.

Tann útgreinaði tørvurin fyri eykajáttan í kr. skipaður eftir størvum verður hesin:

Útgreinað yvirlit

Starvsheiti Lønir Annar rakstur Útreiðslur
Starvið sum forstjóri landsstýrisins:      
Løgmansstjóri 228.860,94 - 228.860,94
Størvini sum aðalstjórar landsstýrisins:      
Fíggjarmálastjóri
Veiðimálastjóri
Vinnumálastjóri
Mentamálastjóri
Heilsumálastjóri
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
-
-
-
-
-
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
173.714,95
Størv á vinnumáladeildini:      
Deildarstjóri
Fulltrúi
149.168,20
142.390,95
-
-
149.168,20
142.390,95
Størv á samskiftisdeildini:      
Fulltrúi
Fulltrúi
Fulltrúi
Fulltrúi
Fulltrúi
142.390,95
142.390,95
142.390,95
142.390,95
142.390,95
80.000,00
80.000,00
80.000,00
80.000,00
80.000,00
222.390,95
222.390,95
222.390,95
222.390,95
222.390,95
Størv á nýskipanarstovuni:      
Nýskipanarfulltrúi
Nýskipanarfulltrúi
142.390,95
142.390,95
-
-
142.390,95
142.390,95
Starv á starvsfólkadeildini:      
Starvsfólkaráðgevi 142.390,95 - 142.390,95
Tilsamans 2.528.122,44 400.000,00 2.928.122,44

Budgettsundurgreiningarnar hjá Landsverkfrøðingsskrivstovuni, Postverki Føroya, Strandfaraskipi Landsins og Telefonverki Føroya Løgtings í fíggjarárinum 1996 verða sostatt hesar:

§ 16, 11901 Landsverkfrøðingsskrivstovan (Rakstrarjáttan)

Budgettsundurgreining

tús. kr. J EYJ J+EYJ
Útreiðslujáttan
Inntøkujáttan
8.150
    700
-222
     -
7.928
   700
Útreiðslur
Lønir tilsamans
Annar rakstur
Inntøkur
8.150
5.750
2.400
   700
-222
-142
  -80
      -
7.928
5.608
2.320
   700

§ 16, 13265 Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

Budgettsundurgreining

tús. kr. J EYJ

J+EYJ

Inntøkur
SL
Bygdaleiðir
Útreiðslur
SL
Bygdaleiðir
Rentur
Avskrivingar
Rakstrargøgn
Debitorar
Óvanligar útreiðslur/inntøkur
Eyka trygdarkrøv
Søla av rakstrargøgnum
-90.440
-75.008
-15.432
126.666
102.847
  23.913
      480
   4.700
  
2.700
       500
   -
   -
   -
-
-
-
-
-200
  -22
-
-
-
-
-
-
-
-90.440
-75.008
-15.432
126.666
102.647
23.891
    480
  4.700
 
2.700
     500
  -
  -
  -
Nettotal 39.904 -222 39.682

§ 16, 13144 Telefonverk Føroya Løgtings (Landsfyritøka)
(Nýtt rakstrarstað)

Vegna tess, at Telefonverk Føroya Løgtings ikki er at finna á fíggjarløgtingslógini fyri fíggjarárið 1996, er eingin budgettsundurgreining hjáløgd.

§ 16, 13089 Postverk Føroya (Landsfyritøka)

Budgettsundurgreining

tús. kr. J EYJ J+EYJ
Rakstur:
Inntøkur:
Brøv
Pakkar
Peningasendingar o.a.
Bløð
Postur úr og til Føroya
Kursvinningur
Rentur
Annað
Postur íalt
Filatelisøla
Renting av útbúnaði Postur
Renting av útbúnaði Filateli


34.500
  4.600
  4.300
  2.900
  9.500
  -
  1.800
     250
57.850
27.000
     985
     286


-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-


34.500
  4.600
  4.300
  2.900
  9.500
  -
  1.800
     250
57.850
27.000
     985
     286
Inntøkur tilsamans 86.121 - 86.121
Útreiðslur:
Lønir Postur
Lønir Filatelisøla
Lønir íalt
Aðrar útreiðslur Postur
Aðrar útreiðslur Filatelisøla
Aðrar útreiðslur íalt

50.000
  9.800
59.800
15.631
10.286
25.917

-172
  -50
-222
-
-

49.828
  9.750
59.578
15.631
10.286
25.917
Útreiðslur tilsamans 85.717 -222 85.495

Úrslit:

     
Postur -6.796 172 -6.624
Filatelisøla 7.200   50   7.250
Samlað avskriving av bygningum
Avskriving av bygningum Postur
Avskriving av bygningum Filateli
Óvanligar útreiðslur
-
1.169
1.257
-
-
-
-
-
-
1.169
1.257
-
Samlað úrslit -2.021 222 -1.800
Íløgur
Útreiðslur
Inntøkur

2.425
2.425

-
-

2.425
2.425

c. Grundgeving fyri framløgu
Orsøkin til, at atgerðin ikki kann bíða til játtan á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 1997 er sum omanfyri umrøtt, at ætlanin er at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996. Hetta er, sum áður nevnt, neyðugt fyri at fáa eina landsfyrisiting, ið lýkur tær treytir, ið ásetingarnar í stýriskipanarlógini fyriskipa.

d. Tilsøgnir frá øðrum myndugleikum
Avvarðandi myndugleikar eru kunnaðir um nýskipanaruppskotið.

e. Uppskotið
Umsóknin um eykajáttan tekur støði í áður nevndu nýskipan. Sjálv eykajáttanin er ætlað til at fíggja tey nýggju størvini.

Sagt verður, at tað er landsskrivstovan, sum søkir fíggjarnevndina um eykajáttan. Her skal tó havast í huga, at nýskipanin av landsfyrisitingini fær sum avleiðing, at landsskrivstovan verður løgd niður. Hetta vil við øðrum orðum siga, at játtanin til landsskrivstovuna verður sum frá líður býtt millum Løgmansskrivstovuna og tey fimm aðalstýrini.

Vísandi til omanfyristandandi, verður søkt um at fíggjarnevndin veitir eykajáttan til rakstrarstað § 2, 11053 uppá tús. kr. 2.928 soleiðis at tað á uppskotinum um eykafíggjarlóg fyri 1996 verður ásett fylgjandi:

B. Játtanir

    Útreiðslur Inntøkur
§ 2, 11053 Landsskrivstovan (Rakstrarjáttan)
J
EYJ
18.393
2.928
-
-
§ 16, 11901 Landsverkfrøðingsskrivstovan (Rakstrarjáttan)
J
EYJ
8.150
-222
700
-
§ 16, 13089 Postverk Føroya (Landsfyritøka)
J
EYJ
1.608
-222
-
-
§ 16, 13265 Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)
J
EYJ
39.904
-222
-
-
§ 16, 13144 Telefonverk Føroya Løgtings (Landsfyritøka)
(Nýtt rakstrarstað)

EYJ

-445

-

 Skjal 8

LØGTINGSSKRIVSTOVAN
R-110 Tórshavn, 17. maj 1996                                                   j. nr. 7.01-960011
                                                                                                    (at tilskila í svari)
Áarvegur 2, Boks 208. Tlf. (298)-10850. Telefax (298)-10686
Avgreiðslutíð: Kl. 10-15, leygardag stongt.

MR

Til fíggjarnevndarlimirnar

Fíggjarnevndin hevur í dag móttikið umsókn frá landsstýrinum um eykajáttan í samband við nýskipan av landsfyrisitingini, og verður umsóknin hervið send fíggjarnevndarlimunum til kunningar.

Fundarboð, um fund til viðgerð av málinum, verða givin í komandi viku.

N.v.
e.h.
Marius Rein

Skjal 9

LANDSVERKFRØÐINGURIN
                                                               J.nr. 11 HJ/rik 8032
                                                                                          Tórshavn, 17. mai 1996

Føroya landsstýri
Tinganes
100 Tórshavn

Víst verður til skriv landsstýrisins dagf. 14/5-1996, j.nr. 2500-19/96 AM/-.

Tað er væl saktans økkum kunnugt, at síðani hóttafall kom á samfelagið, er skorið í stórum innan tey virkisøki, vit eru sett at umsita; landskassin hevur hesi seinastu níggju árini til hesi endamál nýttí mió kr.:

1988 1989 1990 1991 1992 1993 1994 1995 1996
449 356 290 285 227 154 117 103 94

Taka vit prís- og lønarvøkstur við hesi árini, og at meirvirðisgjald uppá 25% er lagt omaná allar externar tænastur, eru neyvan meira enn góð 15% eftir av orkuni. Og við fíggjarlógarviðgerðini seinast í huga, kemur tað ikki óvart á okkum, um nakrar mió.kr. verða skarvaðar av afturat í 1997.

Søgan prógvar sostatt, at tað ber væl til at spara pening á okkara umistingarøki uttan eina bólgnandi samskiftisdeild í Tinganesi við búskaparligum, løgfrøðiligum og tøkniligum førleika.

Alt annað líka, fer ein slík deild sjálvsagt at kosta nakrar mió. kr. at reka um árið, og vit onnur, sum skulu fóðra eina slíka deild, vera eisini noydd at avseta manning og tímar til hetta, og kostar tað sjálvsagt eisini pening.

So møguliga at geva fíggjarnevndini ta fatan, at vit kunnu spara pening við at seta nøkur onnur fólk til at hava yvirumsjón við virksemi okkara, má sigast at vera tað reina tvætl, og tí verður einki uppskot latið hiðani til nýggja budgetsundurgreining av rakstrarstaði 11901, sum umbiðið í omanfyri nevnda skrivi.

sign.
Henning Jacobsen

c.c.: Fíggjarnevndin

FØROYA LANDSSTÝRI
Samskiftisdeildin
                                                                                Tórshavn, 14.05.1996
                                                                                J.nr. 2500-19/96 AM/-

Landsverkfrøðingurin
Tinghúsvegur 5
100 Tórshavn

Í samband við tær bygnaðarbroytingar, sum verða framdar í næstum innan meginfyrisitingina, verður samskiftisdeildin styrkt munandi við løgfrøðisligum, búskaparligum og tekniskum førleika. Ætlanin er at samskipa ta yvirornaðu ætlanarleggingina innan samskifti á Landsskrivstovuni.

Landsstýrið hevur á fundi 13.05.1996 samtykt at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til endamálið, og at útreiðslurnar innan samskiftisøkið partvís verða mótroknaðar við sparingum á játtanunum til, ella útreiðslum hjá stovnum innan samferðslu og samskiftisøki.

Í hesum sambandi verður landsverkfrøðingurin biðin um at spara 222.000,- kr. av játtanini til rakstrarstað 11901 Landsverkfrøðingsskrivstovan (Rakstrarjáttan), og at senda landsstýrinum nýggja budgetsundurgreining (við telefaksi) mikudagin 15. mai 1996.

L.v.
Jákup Thorsteinsson (sign.)

 Skjal 10

Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður
                                                                                                                  
Tórshavn 21. mai 1996

 

Løgtingsins Fíggjarnevnd
Áarvegur 2
FR-100 Tórshavn

Landsstýrið hevur sent fíggjarnevndini eina umsókn um eykajáttan í samband við nýskipan av landsfyrisitingini, sum er dagfest 15. mai 1996.

Fíggjarnevndarskjalið havi eg sum landsstýrismaður í fíggjarmálum undirskrivað, men eg eri tíverri komin eftir aftaná, at brævið er sent, at ikki allar orðingarnar eru rættar.

Tað verður á fyrstu síðu sagt, at landsstýrið hevur samtykt at byrja nýskipanina av landsfyrisitingini tann 1. august 1996, og síðan verður sagt, at landsstýrið hevur samtykt í fyrstu atløgu at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum.

Hesar samtyktir hevur landsstýrið ikki gjørt.

Landsstýrið hevur á fundi 13. mai 1996 samtykt at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá 2.928.000 kr. í samband við nýskipan av landsfyrisitingini.

Hetta verður hervið gjørt fíggjarnevndarlimunum kunnugt.

Vinarliga
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður (sign.)

 Skjal 11

Gerðabók hjá fíggjarnevndini
BF/EB

Ekstrakt-útskrift
Ár 1996, fríggjadagin 24. mai kl. 13.00 var fundur í fíggjarnevnd løgtingsins.
Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður
Anfinn Kallsberg
Álvur Zachariasen
Kristian Magnussen
Tordur J. Niclasen og
Finnbogi Arge.

………………………………………………………………………………………………………
……………………………………………………..

3. J.nr. 7.01.960011: Bygnaðarbroytingar - umsókn um eykajáttan.

Formaðurin byrjaði at lesa viðmerkingarnar til § 44, stk. 2, í stýrisskipannarlógini viðvíkjandi eykajáttanum. Skriv frá Jóannes Eidesgaard, landsstyrismanni, dagf. 21. mai 1996, og telefax frá landsverkfrøðinginum, dagf. 17. mai 1996, vórðu utbýtt. Málið umrøtt.

Edmund Joensen, løgmaður, Finn Norman Christensen, forstjóri, Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, og Thomas Magnussen, fulltrúi, komu á fund.

Løgmaður byrjaði við at greiða frá, at neyðugt er at søkja eftir fólki, tí stutt er til ólavsøku, tá ið lógin um ráðharraábyrgd kemur í gildi. nevndin spurdi, hvat var akutt við hesi játtanini í samband við ásetingarnar í § 44, stk. 2, og løgmaður svaraði, at fólk skuldu setast tann 1. august 1996. Hann nevndi í hesum sambandi, at tá fíggjarlógin var fyri í tinginum í november 1995, varð løgtingið kunnað um, at landsstýrið fór at koma við eini eykajáttan hesum viðvíkjandi. Síðani varð spurt, um landsstýrið hevði tikið endaliga støðu til, hvussu bygnaðarbroytingarnar skuldu fremjast, og til hetta svaraði løgmaður, at landsstýrið bert hevði tikið støðu til, at neyðugt er at fáa eina eykajáttan, so byrjast kundi við at seta fólk. Í tí sambandi varð skriv frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni, umrøtt, og løgmaður hevði onga serliga viðmerking til tað.

Síðani var telefax frá landsverkfrøðinginum nevnt, og í hesum sambandi varð spurt, um tað kundi fara at verða trupult at røkka teimum sparingum, ið vórðu nevndar í fíggjarnevndarskjalinum, um so var, at sama reaktión fór at koma frá hinum stovnunum, ið fáa sína játtan skerda. Til hetta varð svarað, at tað var heilt óhoyrt, at hetta skuldi skapa trupulleikar.

Løgmaður ynskti at fáa greiði á, hvør orsøkin var til, at nevndin eventuelt ikki fór at játta upphæddina, sum søkt var um. Til hetta varð svarað, at nevndin ikki kann taka støðu til bygnaðarbroytingar, men bert til upphæddirnar av eykajáttanum. Hetta verður gjørt við útgangspunkti í § 44 í stýrisskipannarlógini.

Síðani fóru løgmaður og embætisfólkini av fundi.

Ein samd nevnd kom til ta niðurstøðu aftaná at hava viðgjørt málið, at vísandi til § 44, stk. 1 og 2 í stýrisskipannarlógini, heldur nevndin seg ikki hava heimild til at avgreiða málið.

Fundur lokin
Beinta Festirstein

Skjal 12

LØGTINGSSKRIVSTOVAN
FR-110 Tórshavn, 24. maj 1996                             j. nr. 7.02-096.11
                                                                               (at tilskila í svari)
Áarvegur 2, Boks 208. Tlf. (298)-10850. Telefax (298)-10686
Avgreiðslutíð: Kl. 10-15, leygardag stongt.
BF/EB

Føroya landsstýri
att: Edmund Joensen, løgmann
Boks 64
110 Tórshavn

 

Landsstýrið hevur sent fíggjarnevndini umsókn um eykajáttan til útreiðslur í samband við nýskipan av landsfyrisitingini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 24. mai 1996, og vísandi til § 44, stk. 1 og 2 í stýrisskipannarlógini heldur fíggjarnevndin seg ikki hava heimild at avgreiða málið.

Vilhelm Johannesen
formaður
(sign.)

                                                                                        /Beinta Festirstein (sign.)

 Skjal 13

Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb

Ekstrakt-útskrift

Ár 1996, týsdagin tann 28. mai kl. 15.00 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Jóannes Eidesgaard, Eilif Samuelsen, Axel H. Nolsøe, Sámal Petur í Grund og Andreas Petersen.

Ivan Johannesen, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1) Góðkenning av gerðabókum frá landsstýrisfundum 9., 13. og 20. mai 1996.
Samtykt at góðkenna gerðabøkurnar.

……………………………………………………………………………………
………………………………………………………………………

3) J.nr. 301-16: Uppskot til sparingar á fíggjarlógini fyri 1996.

Samtykt við rætting av § 16, Skálafjarðasiglingin, at taka undir við uppskotinum í síni heild og at seta sparingarnar í verk skjótast tilber.

Fundur lokin kl. 18.45

Hesir hava undirskrivað:

Edmund Joensen, Axel H. Nolsøe, Sámal Petur í Grund og Eilif Samuelsen.

 Skjal 14

Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb

Ekstrakt-útskrift

Ár 1996, mikudagin tann 29. mai kl. 08.00 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Jóannes Eidesgaard, Eilif Samuelsen, Axel H. Nolsøe, Sámal Petur í Grund og Andreas Petersen.

Ivan Johannesen, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1) J.nr. 300-2: Uppskot um nýskipan/lýsing eftir løgmansstjóra.
Samtykt at góðkenna uppskot til lýsing eftir løgmansstjóra, við rættingum. Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard høvdu hesa serstøðu:

"Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard taka í prinsippinum under við, at ein løgmansstjóri verður settur, tí bæði normering og játtan finst, men javnaðarflokkurin kann ikki samstundis binda seg til at taka undir við nýskipanarætlanini hjá Finn Norman Christensen við aðalstýrum, har ikki greið støða er tikin til, hvat hesi fevna um.

Flokkurin tók undir við umsóknini til fíggjarnevndina/løgtingið um eykajáttan, tí flokkurin eisini sær tað neyðuga í, at málið fær breiða politiska viðgerð og vinnur breiða politiska undirtøku.

Flokkurin kann ikki góðtaka, at løgmaður og ein landsstýrismeirluti vilja seta nýskipanina hjá FNC í verk, uttan at geva fíggjarnevndini/løgtinginum møguleika at viðgera málið við serligum atliti til framtíðarbygnaðin, játtan, normering o.a.

Tá nýskipanin m.a. eisini inniber, at Landsbanki Føroya skal takast av, og tá fíggjarnevndin vil hava málið fyri løgtingið, vil javnaðarflokkurin saman við øðrum taka neyðug stig til at fáa málið fram á tingborð."

Fundur lokin kl. 09.00.

Hesir hava skriva undir:
Edmund Joensen, Axel H. Nolsøe, Sámal Petur í Grund og Eilif Samuelsen.

Skjal 15

Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb

Ár 1996, fríggjadagin tann 31. mai kl. 16.00 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Eilif Samuelsen, Axel H. Nolsøe og Sámal Petur í Grund.

Landsstýrismenninir Jóannes Eidesgaard og Andreas Petersen møttu, hóast staddir í Tinganesi, ikki á fundi. Ivan Johannesen, landsstýrismaður, var burturstaddur uttanlands.

Til viðgerðar:

1) J.nr. 333-72: Leingjan av sáttmálanum við Finn Norman Christensen.
Samtykt at leingja sáttmálan til 31. juli 1996.

Fundur lokin kl. 17.00

Hesir hava undirskrivað:
Edmund Joensen, Axel H. Nolsøe, Sámal Petur í Grund og Eilif Samuelsen

Skjal 16

Hans Trygvi Henriksen, advokatur
Tórshavn, hin 06-06-1996
Málsnr.: 960004

Føroya landsstýri
Tinganes
100 Tórshavn

Viðv. málsviðgerð í sambandi við umsókn landsstýrisins, dagfest 15. mai 1996, til løgtingsins fíggjarnevnd um eykajáttan til nýskipan av landsfyrisitingini

Føroya Landsstýri hevur heitt á undirritaða um løgfrøðiliga at lýsa ta málsviðgerð/mannagongd, nýtt er í sambandi við málið um nýskipan av landsfyrisitingini við serligum atliti til landsstýrisfundin tann 13. mai 1996, eftirfylgjandi umsókn landsstýrisins um eykajáttan til løgtingsins fíggjarnevnd, dagfest 15. mai 1996, og "rættingarskriv" landsstýrismansins í fíggjarmálum/varaløgmanni, dagfest 21. mai 1996.

Til tess at svara hesum spurningum er frægast at skifta spurningin í trinni lið:

1) Hvat avgjørdi landsstýrið viðvíkjandi nýskipan landsfyrisitingarinnar tann 13. mai 1996.

2) Var umsókn landsstýrisins um eykajáttan til nýskipan av landsfyrisitingini - tað sonevnda fíggjarnevndarskjalið dagfest 15. mai 1996 - í samsvar við avgerð landsstýrisins tann 13. mai 1996.

3) Var "rættingarskriv" landsstýrismansins í fíggjarmálum/varaløgmanni í samsvar við landsstýrissamtyktina frá 13. mai 1996.

Ad sp. 1:
Sambært gerðarbók landsstýrisins fyri 13. mai 1996 varð fundur settur kl. 10.30, har allir landsstýrismenn uttan Sámal Petur í Grund vóru møttir. Til viðgerðar var:

1) J.nr. 300-2: Uppskot um nýskipan av fyrisitingini.

Samtykt at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 upp á 2.928.000 kr. í samband við nýskipan av landsfyrisitingini.

Fundur lokin kl. 11.00.

Skal skrivaða avgerðín takast sum skrivað, so er talan um at søkja fíggjarnevndina um
a) at hækka verandi játtan á rakstrarstaðið 11053 í løgtingsins fíggjarlóg við 2.928.000 kr.
b) at henda eykajáttan skal nýtast til nýskipan av landsfyrisitingini.

Er lesarin ókunnugur við málið um nýskipan av landsfyrisitingini, so er ikki nógv at heinta úr upplýsingunum í gerðarbók landsstýrisins henda 13. mai 1996. Kortini sigur gerðarbókin ikki so lítið, tá ið hugsað verður um tær upplýsingar, sum almenningurin hevur fingið gjøgnum fjølmiðlarnar um tær sonevndu "bygnaðarbroytingarnar" í almennu fyrisitingini, og sum landsstýrið fyri umleið einum ári síðan setti í gongd at gera uppskot um, og sum fyri landsstýrisfundin tann 13. mai 1996 er almannakunngjørt.

Dentur eigur tó ikki at verða lagdur á almannavitan, men á tann kunnleika og fortreytir, sum avgerð landsstýrisins bygdi á fyri og undir sjálvum fundinum tann 13. mai 1996.

Vanlig mannagongd er, at landsfyrisitingin (t.e. dagligu embætisfólkini kring landsstýrismenninar) ger eitt álit ella uppskot, sum verður lagt fyri landsstýrismenninar fyri fundin. Hetta verður gjørt á serligum pappíri í bláum liti, einans ætlað landsstýrismonnunum til nýtslu fyri og undir fundinum og eftirfylgjandi til embætisfólkini.

Tað er vanligur siður at føra gerðarbók landsstýrisins við stuttum orðingum, tí landsfyrisitingin kortini hevur "bláu skjølini" at halda seg til, tá ið avgerðir landsstýrisins seinni skulu setast í verk.

Tann 10. mai 1996 fingu allir landsstýrismenn "bláa álitið", og hvørs forsíða er soljóðandi:

Til landsstýrisfundin tann 13. mai 1996

Uppskot til nýskipan av fyrisitingini

Sum avrátt á landsstýrisfundinum tann 30. apríl 1996 verður hjálagt fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til seks stjórastørv og onnur einstøk størv. Somuleiðis verður hjálagt uppskot um lýsingar av størvum viðvíkjandi løgmansstjóranum og teimum fimm aðalstjórunum.

Viðmerkjast skal, at uppskotið um lýsingar av størvum verður til skjals á føroyskum mánadagin tann 13. mai 1996.

Tórshavn, tann 10. mai 1996
(sign.) Finn Norman Christensen, forstjóri

Síða 2 (uttan paginering) og undirskrivað av Herluf Sigvaldsson, fulltrúa, og dagsett 10. mai 1996, er soljóðandi:

Fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til landsskrivstovuna.

Hjálagt er uppskot um fíggjarnevndarskjal viðvíkjandi umsókn um eykajáttan til útreiðslur í sambandi við nýskipan av landsfyrisitingini.

Budgettsundurgreingingar fyri Landsverkfrøðingsskrivstovuna, Postverk Føroya, Strandfaraskip Landsins og Telefonverk Føroya verða hjálagdar seinni.

Tilmæli

Mælt verður landsstýrinum ti lat samtykkja at leggja fíggjarnevndarskjalið fyri fíggjarnevndina.

Tað er sera týdningarmikið at leggja sær í geyma hetta seinasta um "Tilmæli", tí tað er hetta, sum eitt samt landsstýrið tekur avgerð um, nevniliga at leggja fíggjarnevndarskjalið fyri fíggjarnevndina.

Nú ber til at svara spurninginum um, hvat tað var, landdsstýrið tók avgerð um á fundi tann 13. mai 1996, tí fíggjarnevndarskjalið fyrst og fremst svarar hesum spurningi. Kortini skal viðmerkjast, at aðrar keldur sjálvandi finnast, men umrødda skjal er meginkeldan til avgerð landsstýrisins tann 13. mai 1996.

Í stuttum kann staðfestast, at umrødda fíggjarnevndarskjal inniheldur upplýsingar um, at landsstýrið ynskir eina ávísa eykajáttan (netto 1.816.000 kr.) við tí endamáli at fáa pening tøkan til at seta í starv ein løgmansstjóra 1. juli 1996, fimm aðalstjórar 1. august 1996 umframt nøkur deildar- og fulltrúastørv í 1996 (á donskum) og á føroyskum tann 13 mai 1996).

Hetta er samstudis tað veruliga innihaldið í avgerð landsstýrisins tann 13. mai 1996.

Ad sp. 2:
Umsókn, ið send var fíggjarnevndini, dagfest 15 mai 1996, um eykajáttan til nýskipan av landsfyrisitingini, er í sínum orðaljóði fult í samsvar við upprunaliga fíggjarnevndarskjalið uttan síðurnar 6 og 7, sum eru komnar afturat tí, sum er dagfest 10. mai 1996 og latið landsstýrismonnunum til fundin tann 13. mai 1996.Viðmerkjast skal, at síðurnar 6 og 7 snúgva seg um "Budgettsundurgreiningar hjá Landsverkfrøðingsskrivstovuni, Postverki Føroya, Strandfaraskipum Landsins og Telefonverk Føroya Løgtings í fíggjarárinum 1996 ………..". Henda sundurgreining skal nýtast til at vísa, hvaðani spardur peningur kann útvegast at fíggja nettomeirtørvin upp á 1.816.000 kr. Tað sæst eisini á síðu 2 (ikki paginerað) í "bláa álitinum", at nevndu sundurgreinningar skulu koma seinni. Landsfyrisitingin hevur upplýst, at henda sundurgreining ongantíð varð løgd fyri landsstýrismenninar og var heldur ikki millum tilfarið, sum var á landsstýrisborði tann 13. mai 1996.

Tann innihaldsligi munurin millum "avgerðina" hjá landsstýrinum og "umsóknina um eykajáttan" er eingin, tí "budgettsundurgreiningin" nemur ikki við høvuðsinnihaldið í avgerðini frá 13. mai 1996.

Vert er at geva sær far um, at gerðarbók landsstýrisins tann 13. mai 1996 ikki upplýsir, at nakar landsstýrismaður hevur treytað sína góðkenning av umrøddu budgettsundurgreining, eins og ongar upplýsingar eru um, hvørt nakar landsstýrismaður hevur eftirlýst umrøddu budgettsundurgreining.

Eisini er vert at hava við, at gerðarbókin umrøður eina sokallaða brutto-umsókn uttan at treytað hana av eini netto-játtan.

Endaliga svarið upp á sp. 2 er, at fult samsvar er millum umsókn landsstýrisins um eykajáttan til nýskipan av landsfyrisitingini og avgerð landsstýrisins tann 13. mai 1996.

Ad sp. 3:
Tá ið tað í hesum spurningi verður sipað til "rættingarskriv" landsstýrismansins í fíggjarmálum/varaløgmaður, so er talan um eitt skriv, dagfest 21. mai 1996, har Jóannes Eidesgaard kunnar løgtingsins fíggjarnevnd um, at (sitat úr skrivinum)

Fíggjarnevndarskalið (……………) ikki allar orðingar rættar.

Tað verður á fyrstu síðu sagt, at landsstýrið hevur samtykt at byrja nýskipan av landsfyrisitingini tann 1. aug. 1996, og síðan verður sagt, at landsstýrið hevur samtykt í fyrstu atløgu at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur einstøk størv í tí nýggja bygnaðinum.

Hesar samtyktir hevur landsstýrið ikki gjørt.

Landsstýrið hevur á fundi 13. mai 1996 samtykt at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá 2.928.000 kr. í samband við nýyskipan av landsfyrisitingini.

Eftir øllum at døma leggur landsstýrismaðurin einans dent á beinleiðis orðingina í gerðarbók landsstýrisins tann 13. mai 1996 og ikki fylgiskjølini til fundin og annars tað, sum farið er fram um bygnaðarspurningin í skjótt eitt ár.

Soleiðis sum arbeiðslagið hjá landsstýrinum/landsfyrisitingini hevur verið og mær vitandi er, so verður gerðarbók landsstýrisins ikki førd sum "mødereferat" við gjølligum endurgevingum um, hvat hvør landsstýrismaður bar fram á fundi, og heldur ikki verða avgerðir skrivaðar,

í smálutum. Gerðarbók landsstýrisins verður førd sum "beslutningsprotokol", har avgerðin í stuttum verður innskrivað - t.d. at tikið verður undir við tilmælinum um (og so eyðmerking av málinum).

Givið er, at Føroya Landsstýri, landsstýrismenn, landsumsitingin o.s.fr. høvdu illa kunnað sett í verk avgerðir landsstýrisins, um ikki øll fylgiskjøl til landsstýrisfundirnar høvdu týdning, tá ið avgerðirnar skulu setast í verk.

Tað stríðir móti galdandi siðvenju einans at leggja dent á sjálva orðingina í gerarbók landsstýrisins. Vit kunnu siga, at avgerðin hjá landsstýrinum er formliga góðkenningin, meðan vegleiðingin um útinningina liggur í fylgiskjølunum. Hetta er náttúrligt, tí embætisfólkini vita, at fylgiskjølini hava ligið til grund fyri avgerðini hjá tí samlaða landsstýrinum.

Viðmerkjast skal, at gerðarbók landsstýrisins frá 13. mai 1996 er góðkend á landsstýrisfundi tann 28. mai 1996 uttan viðmerkingar.

Samanum tikið kann sigast, at tað í fyriliggjandi upplýsingum og tilfari ikki kann gerast onnur niðurstøða enn, at solkallaða "rættingarskrivið", dagfest 21. mai 1996, hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og virkandi løgmanni um tað mundið ikki var í samsvari við avgerðina hjá landsstýrinum tann 13. mai 1996, tí landsstýrið hevði júst avgjørt tað, sum í rættingarskrivinum verður "rættað".

Hans Trygvi Henriksen, adv. (sign.)

Skjal 17

Gerðabók hjá landsstýrinum
JH/nb

Ár 1996, fríggjadagin tann 6. juni kl. 09.00 var fundur í landsstýrinum. Á fundi vóru løgmaður og landsstýrismenninir Ivan Johannesen, Eilif Samuelsen, Sámal Petur í Grund og Axel H. Nolsøe.

Til viðgerðar:

1) J.nr. 300-2: Uppskot til tíðindaskriv um málsviðgerðina í sambandi við umsókn landsstýrisins til løgtingsins fíggjarnevnd um eykajáttan til nýskipan av landsfyrisitingini.
Til nýtslu í málinum hevur landsstýrið biðið Hans Trygva Henriksen, advokat, gera eina frágreiðing um málsviðgerðina í málinum.
Samtykt at góðkenna uppskotið til tíðindaskriv við skjølum.

Fundur lokin kl. 10.30

Hesir hava undirskrivað:
Edmund Joensen, Axel H. Nolsøe, Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen

Skjal 18

FØROYA LANDSSTÝRI

Tíðindaskriv

Sambært skrivi hin 3. juni 1996 tók Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, seg úr landsstýrissamgonguni. Beint undan hesum hevði Jóannes Eidesgaard tikið stig í sambandi við umsóknina til fíggjarnevndina um eykajáttan, sum neyðugt er hjá Føroya Landsstýri at gera viðmerkingar til.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, sendi tann 21. mai 1996 í egnum navni bræv til fíggjarnevndina sum ískoyti til bræv landsstýrisins um eykajáttan tann 15. mai 1996. Umsóknin var um eina eykajáttan til nýskipan av landsfyrisitingini.

Jóannes Eidesgaard vísir í brævi sínum til fíggjarnevndina á, at ávísir partar av samtykt landsstýrisins í hesum máli ikki eru galdandi. Sambært Jóannes Eidesgaard hevur hann einans verið við til at samtykt tølini í samtyktini og ikki tekstin, sum liggur til grundar fyri umsóknini. Brævið er sent, uttan at hann hevur kunnað landsstýrið. Løgmaður verður ikki gjørdur varugur við brævið fyrr enn á fíggjarnevndarfundi tann 24. mai 1996.

Umsóknin um eykajáttan er ein heild samansett av teksti og tølum. Tað vil siga, at teksturin sigur, hvat eykajáttanin skal nýtast til. Hetta er neyðug mannagongd, fyri at fíggjarnevndin skal kunna vita, hvat hon játtar pening til.

Umsóknin verður á fíggjartøknimáli nevnd "fíggjarnevndarskjal". Føroya Landsstýri viðgjørdi og samtykti fíggjarnevndarskjalið tann 13. mai 1996. Landsstýrið hevur við hesi samtykt bundið seg til tað, ið stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Landsstýrið kann einans við einari nýggjari samtykt broyta samtykt sína tann 13. mai 1996.

Í tíðindasendingini hjá Útvarpi Føroya tann 3. juni kl. 18.30 og í tíðindablaðnum Sosialinum tann 5. mai sigur Jóannes Eidesgaard, at teksturin í umsóknini, ið fíggjarnevndin hevur fingið, er broyttur ("orðingar eru sníktar inn") í mun til tekstin, sum varð viðgjørdur á landsstýrisfundinum tann 13. mai 1996.

Teksturin í umsóknini, sum varð viðgjørd á landsstýrisfundinum tann 13. mai og teksturin í umsóknini, sum fíggjarnevndin hevur fingið, eru teir somu. Í tilmælinum til landsstýrisfundin tann 13. mai varð boðað frá budgettsundurgreiningum. Tær eru lagdar fyri fíggjarnevndina.

Við at samanbera uppskotið til fíggjarnevndarskjal, dagfest tann 10. mai, viðgjørt og samtykt á landsstýrisfundi tann 13. mai, og fíggjarnevndarskjalið, dagfest tann 15. mai, ið varð sent Løgtingsins Fíggjarnevnd, sæst, at teksturin í teimum er ein og hin sami.

Føroya Landsstýri staðfestir við hesum, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður og virkandi løgmaður um tað mundi, við brævi sínum, dagfest tann 21. mai 1996, hevur givið Fíggjarnevnd Løgtingsins skeivar upplýsingar.

Landsstýrið staðfestir samstundis, at einki hald er í teimum álvarsomu skuldsetingum, sum Jóannes Eidesgaard, fyrrv. landsstýrismaður, hevur ført fram móti embætismanni í landsfyrisitingini.

Til nýtslu í málinum hevur landsstýrið biðið Hans Trúgva Henriksen, advokat, gera eina frágreiðing um málsviðgerðina í málinum.

Frágreiðingin og øll skjøl í málinum kunnu fáast við at venda sær til Landsskrivstovuna.

FØROYA LANDSSTÝRI, 6. juni 1996

Skjal 19

ADVOKATARNIR
    Kári D. Petersen Sjúrður Rasmussen
                                                  Tórshavn, 7. juni 1996

Jóannes Eidesgaard
fyrrv. landsstýrismaður.

Í tíðindaskrivi frá landsstýrinum, dagfest 6. juni 1996, verður Jóannes Eidesgaard skuldsettur fyri at hava givið fíggjarnevnd løgtingsins skeivar upplýsingar í einum brævi frá 21. mai 1996.

Í hesum brævi verður víst til umsókn frá 15. mai 1996 til fíggjarnevndina um eina eykajáttan í sambandi við nýskipan av landsfyrisitingini og verður víst á, at ikki allar orðingar í nevndu umsókn eru rættar.

Orðingarnar, sum Jóannes Eidesgaard sipar til, eru:

At landsstýrið hevur samtykt at byrja nýskipanirnar tann 1. august 1996, og

at landsstýrið hevur samtykt í fyrstu atløgu at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur størv í fyrisitingarliga bygnaðinum.

Í skrivinum frá 21. mai 1996 ger Jóannes Eidesgaard vart við, at tað, sum er samtykt á landsstýrisfundi 13. mai 1996, er:

at søkja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til rakstrarstað 11053 uppá 1.928.000 kr. í samband við nýskipan av landsfyrisitingini.

Spurningurin er nú: Er hetta skriv frá 21. mai 1996 ein villeiðing av fíggjarnevndini, ella er skrivið frá 15. mai ein villeiðing?

Eftir tí upplýsta var soljóðandi uppskot til landsstýrisfundin 13. mai 1996:

"Sum avrátt á landsstýrisfundi tann 30. apríl 1996 verður hjálagt fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til 6 stjórastørv og onnur einstøk størv. Somuleiðis verður hjálagt uppskot um lýsingar av størvum viðvíkjandi løgmansstjóranum og teimum fimm aðalstjórunum".

Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at einki stendur í gerðabók landsstýrisins frá 30. apríl um hesar eykajáttanir.

Sum tað framgongur av omanfyrinevnda, bleiv einki av hesum samtykt, einans at søkja um eina eykajáttan til nevnda rakstrarstað og av nevndu upphædd. At hetta er so framgongur eisini av gerðabók landsstýrisins frá 28. mai 1996, har tilskilað er, at m.a. gerðabókin frá 15. mai verður góðkend. Tað er í hesum sambandi vert at viðmerkja, at tá hevði Jóannes Eiddesgaard skrivað til fíggjarnevndina og gjørt vart við skeivleikan í tí sonevnda fíggjarnevndarskjali, og at fíggjarnevndarfundur hevði verið 24. mai, har løgmaður fekk kunnleika til skrivið frá 21. mai.

Á landsstýrisfundinum tann 28. mai varð eisini viðgjørt uppskot til lýsing eftir løgmansstjóra. Hesa lýsing kundu Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard ikki góðkenna, tí hon segði frá um bygnaðarbroytingar, sum teir ikki høvdu góðkent. Hetta má takast sum prógv fyri, at teir heldur ikki høvdu góðkent tær broytingar, sum eru ummældar í fyrrnevnda fíggjarnevndarskjali. Á landsstýrisfundi tann 29. høvdu Andreas Petersen og Jóannes Eidesgaard uppskot um, hvussu lýsingin eftir løgmansstjóra skuldi orðast, og er hetta eitt týðuligt prógv um teirra støðu til málið.

Niðurstøðan verður tí henda:

Sambært galdandi stýrisskipanarlóg (galdandi til ólavsøku) tekur landsstýrið avgerð á landsstýrisfundi við vanligum meirluta. Standa atkvøður á jøvnum, er løgmansins atkvøða avgerandi.

So leingi tað ikki er ført til gerðabók landsstýrisins, at symtykt er at broyta bygnaðin av landsfyrisitingini, so hevur landsstýrið ikki samtykt hetta.

Tá tað í sonevnda fíggjarnevndarskjali er tilskilað: "at landsstýrið hevur samtykt at byrja nýskipanina tann 1. august og ……………. at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini ………..", so er hetta ikki í samsvar við veruleikan.

Skal talan vera um villeiðing av fíggjarnevndini, so fer at henda fram við, at Jóannes Eidesgaard sendir "fíggjarnevndarskjalið" til fíggjarnevndina við upplýsingum um

at landsstýrið hevur samtykt í fyrstu atløgu at seta tey ovastu fyrisitingarligu stjórastørvini umframt onnur størv í fyrisitingarliga bygnaðinum.

Tá hann gerst varur við skeivleikan, er tað hansara skylda at geva nevndini eina rættleiðing, og tað ger hann við skrivinum frá 21. mai 1996.

Tórshavn, 7. juni 1996
Kári D. Petersen

Skjal 20

Gerðabók hjá fíggjarnevndini
BF/BJ

Ekstrakt-útskrift

Ár 1996, fríggjadagin 13. juni kl. 10.00 var fundur í fíggjarnevnd løgtingsins.

Á fundi vóru:

Vilhelm Johannesen, formaður
Anfinn Kallsberg
Helena Dam á Neystabø
Kristian Magnussen
Finnbogi Ísakson
Tordur J. Niclasen og
Finnbogi Arge.

Til viðgerðar:

Pkt. 1. Gerðabók frá 24. mai 1996. Formaðurin las gerðabókina upp. Kristian Magnussen góðtók ikki orðingarnar í pkt. 3, stk. 3.

Tordur J. Niclasen hevði hesar viðmerkingar til gerðabókina 24. mai 1996. "Vísandi til skriv frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni, dagfest 21. mai 1996, varð gjørt vart við tað ørkymlandi í at fáa mótstríðandi upplýsingar frá landsstýrinum og spurt, um 1. august 1996 nú var tann ásetti dagurin, tá nýskipan av landsfyrisitingini skuldi byrja - ella ikki.

Til hetta svaraði løgmaður, at einki bleiv byrjað, fyrrenn peningur var tøkur til endamálið, og legði aftrat, at skrivið frá Jóannes Eidesgaard í so máta hevði ongan týdning,."

Atkvøtt var um gerðabókina, har Vilhelm Johannesen, Anfinn Kallsberg og Finnbogi Arge tóku undir við gerðabókini.

Kristian Magnussen og Tordur J. Niclasen tóku ikki undir við gerðabókini.

Helena Dam á Neystabø og Finnbogi Ísakson atkvøddu ikki, av tí at tey ikki vóru á fundinum tann 24. mai 1996.

Kristian Magnussen tekur undir við viðmerkingunum hjá Tordi J. Niclasen.

Nevndin samdist um, at viðmerkingarnar hjá Tordi J. Niclasen skuldu førast í gerðabókina fyri fundin tann 13. juni 1996.

……………………………………………………………………………………………………………
………………………………………………..

Fundur lokin kl. 11.40
Beinta Festirstein

Skjal 21

Gerðabók hjá landsstýrismálanevndini
BF/ÁS

Ár 1996, fríggjadagin 14. juni kl. 10.00 var fundur í landsstýrismálanevnd løgtingsins.

Á fundi vóru:

Jørgen Niclasen, formaður
Jákup Olsen
Heini O. Heinesen

1. Frágreiðing frá skrivstovustjóra í landsstýrinum Jalgrim Hilduberg viðv. vanligari mannagongd við gerðabók landsstýrisins.

Regluligir landsstýrisfundir eru hvønn týsdag kl. 10.00. Í tí sambandi verður skrá gjørd fyri fundin, og verður henda í seinasta lagi gjørd fríggjadagin vikuna áðrenn yvir tey mál, ið eru løgd til landsstýrisfundin gjøgnum vikuna. Á skránni verður hvør deild sett upp fyri seg.

Fyrsta punkt á skránni er altíð gerðabókin frá seinasta fundi, og síðani koma málini hjá teim ymsu deildunum, umleið 10 - 20 mál. Saman við hvørjum máli skal fylgja ein frágreiðing frá fyrisitingini, sum endar við einum tilmæli. Alt hetta tilfarið skal verða býtt út til landsstýrismenninar allar helst fríggjadagin og onkuntíð mánadag, men tá kann man koma út fyri, at onkur landsstýrismaður sigur, at tað kemur ov seint til teirra, at teir hava stundir at seta seg inn í málið til týsdagin.

Frágreiðing og tilmæli skal altíð fylgja við málinum, og hetta verður skrivað á blátt pappír, tí so er gjørligt at síggja, at hetta er til landsstýrisfund, og hetta skjalið er bert roknað til innanhýsis nýtslu.

Fundurin er so týsdag, og har verður hvørt málið tikið fyri seg, har ið viðkomandi landsstýrismaður, ið eigur málið, leggur málið fram og greiðir frá tí, og har er møguligt, at deildarleiðarin er við á fundi, um málið krevur nærri frágreiðing. Viðkomandi landsstýrismaður sigur so sína støðu í málinum. Málið kann blíva samtykt, men tað kann í onkrum føri vera onkur, ið heldur, at málið er ov illa upplýst, ella málið er soleiðis háttað, at onkur landsstýrismaður má spyrja baklandið, og onkur heldur, at tað átti at verðið samgongufundur, og í tílíkum førum verður málið útsett.

Um so er, at ein landsstýrismður ynskir at fáa málið útsett, tí hann ikki hevur havt tíð at seta seg inn í málið, so verður hetta vanliga játtað.

Tá ið fundurin er av, verður gerðabókin skrivað, og skrivað verður, hvat ið er samtykt.

Fastir fundir vara vanliga einar 2 - 3 tímar. Síðani verður gerðabókin skrivað so skjótt sum gjørligt aftan á fundin.

Gerðabókin verður síðani útbýtt til landsstýrismenninar dagin eftir. Tey mál, ið hava verið á landsstýrisfundi, verða stemplað við dagfesting, so tað sæst, at málið hevur verið á landsstýrisfundi.

Hetta er so manngongdin við teimum regluligu fundunum. Onkuntíð vísir tað seg, at tað eru so nógv mál á skránni, at ikki er gjørligt at avgreiða øll málini, og tá er neyðugt við einum eykafundi. Helst er tað, tá ið mál skulu í løgtingið, tá ið løgtingið er saman.

Onkuntíð kunnu fundir í landsstýrinum knappliga stinga seg upp, t.d. tá ið tað er okkurt mál, sum hastar og skal viðgerast beinanvegin.

Tá ið avgerðir skulu takast á landsstýrisfundi, og allir eru samdir, so verður skrivað "samtykt" í gerðabókina, men um t.d. ein landsstýrismaður er ósamdur, so verður ikki atkvøtt, so verður skrivað, at málið er samtykt, men at tann ávísi landsstýrismaðurin ikki tók undir við málinum. Teir kunnu eisini, um teir ynskja tað, koma við eini viðmerking til gerðabókina.

Vanligt er, at øll skjølini, ið eru í málinum, hava tað j.nr., sum málið á skránni hevur.

Tá ið mál hava verið á landsstýrisfundi, verða tey stemplað og latin aftur til viðkomandi deild, sum hevur sent tey á landsstýrisfund.

Gerðabókin hjá landsstýrinum er ein beslutningsprotokoll, tó verður tað soleiðis, at aftan á ólavsøku er landsstýrið ikki longur eitt kollegium, og tá fer gerðabókin allarhelst at verða førd sum referat, tí tá er tað ikki neyðugt at atkvøða, tá tað ikki longur er soleiðis, at meirlutin av landsstýrinum ræður, tá krevst tað bert ein vanlig politisk semja.

Um so er, at landsstýrið hevur sent eitt mál til fíggjarnevndina sbrt. § 44, 2 í stýrisskipannarlógini, og nevndin hevur felt ella samtykt umsóknina, er tað soleiðis, at um málið er samtykt av fíggjarnevndini, so kemur tað ikki aftur á landsstýrisfund, men

er tað broytt á einhvønn hátt, so eigur tað at koma aftur á landsstýrisfund, áðrenn tað kann fara útaftur.

Aftaná, at Jalgrim Hilduberg var liðugur við frágreiðingina, varð avtalað, at limirnir í landsstýrismálanevndini fara út í Tinganes at hyggja í gerðabøkurnar hjá landsstýrinum, og hetta verður kl. 13.30.

Jalgrim Hilduberg fór síðani av fundi.

Í sambandi við hetta málið ynskti Heini O. Heinesen, at alt málið viðv. bygnaðarbroytingunum verður kannað, og ynskti eisini at kanna, hvussu málið varð reist, og hví bíðað varð at senda umsókn til aftaná, at tingið var farið heim, ístaðin fyri at leggja málið fyri tingið saman við hinum eykajáttanunum.

Fundurin lokin kl. 11.30 við avtalu um at hittast í landsstýrinum kl. 13.30.

Kl. 13.30 møttust limirnir úti í Tinganesi, har j.nr. 300-2/96 og 2500-19/96 viðv. bygnaðarbroytingunum ……………………………………… vórðu gjøgnumgingin.

Beinta Festirstein
skrivari

Skjal 22

Tórshavn, 11. september 1995

Lagmand Edmund Joensen
Tinganes
100 Tórshavn

På baggrund af den seneste uges medieomtale af mine ansættelsesforhold må jeg konstatere, at den opgave, jeg er blevet ansat til at varetage, er blevet en brik i det færøske indenrigspolitiske spil.

Det er min opfattelse, at gennemførelsen af reorganiseringsopgaven forudsætter en bred og entydig tilslutning fra landsstyret. Jeg har mine alvorlige tvivl om, hvorvidt denne tilslutning er til stede.

Endvidere kan jeg konstatere, at der tilsyneladende er ved at brede sig den opfattelse i offentligheden, at ændringerne i organisationsforholdene vil kunne gennemføres med et minimalt brug af ressourcer.

Heroverfor er det min vurdering, efter nogle måneders arbejde med oplæg til ændret organisation, at en yderligere indsats af administrative ressourcer kan være nødvendig for at få projektet til at lykkes.

Yderligere må jeg konstatere, at stillingen som direktør fortsat er belastet med en række opgaver, der burde ligge hos en ministersekretær.

Da jeg således ser ganske betydelige forskelle mellem de rammer, som jeg, landsstyret og omverdenen anser for nødvendige for en gennemførelse af reorganiseringsopgaven, skal jeg anmode om, at jeg snarest bliver løst fra opgaven som direktør for landsstyrets administration.

Finn Norman Christensen
(sign.)

Skjal 23

FØROYA LANDSSTÝRI
Tórshavn, 18. september 1995

 

Finn Norman Christensen, forstjóri
Tinganes
Tórshavn

Í skrivi, dagfestum 11. september 1995, hava tygum m.a. ført fram, at reorganiseringin af landsumsitinini krevur breiða undirtøku frá landsstýrinum, men at tygum vegna umtalu í fjølmiðlunum í seinastuni ivast í, um neyðuga undirtøkan longur er til.

Alt landsstýrið umrøddi brævið á fundi tann 12. í hesum, og var full semja um at boða frá, at eitt samlað landsstýri framvegis stendur aftan fyri reorganiseringina af landsumsitingini, og metir landsstýrið hetta arbeiðið líka týdningarmikið nú, sum tá ið tygum vórðu settur í starvið.

Semja var eisini um, at løgmaður fær heimild til at avgreiða lønarviðurskifti tygara.

(sign.) Edmund Joensen
løgmaður

(sign.) Andreas Petersen,landsstýrismaður (sign.) Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
(sign.) Óli Jacobsen, landsstýrismaður (sign.) Sámal P. í Grund, landsstýrismaður
(sign.) Eilif Samuelsen, landsstýrismaður (sign.) Ivan Johannesen, landsstýrismaður

 

 Skjal 24

ANSÆTTELSESKONTRAKT

§ 1. Ansættelsesperiode
Færøernes Landsstyre ansætter Finn Norman Christensen som direktør for Landsstyrets administration for en ét årig periode fra den 1. juni 1995 til den 31. maj 1996. Ansættelsesperioden kan forlænges ved gensidig aftale mellem parterne.

§ 2. Ansvar og kompetence
Det påhviler direktøren at lede Landsstyrets administration under iagttagelse af lovgivningens regler og de af Landsstyret faslagde administrativer forskrifter.

Direktøren skal udarbejde forslag til ændring af Landsstyrets administration med henblik på tilpasning af administrationens opbygning til den ændrede styrelseslov, hvor Landsstyret overgår fra kollegialt ansvar til individuelt ansvar for hver enkelt landsstyremedlem.

Udover arbejdet med ændring af Landsstyrets administration skal direktøren også deltage i gennemgangen af den øvrige virksomhed på Færøerne.

Direktøren kan ansætte og afskedige personale i Landsstyrets administration og fastsætter personalets arbejdsområder og beføjelser.

Tórshavn, den 20. des. 1995

(sign.) Edmund Joensen / Súsanna Danielsen
for Landsstyret

(sign.) Finn Norman Christensen
direktøren