EBS frágreiðingin


Arbeiði nevndarinnar

Á vári 1997 avgjørdi løgmaður at seta nevnd av serkønum at gera upplegg til samráðingar við ES um eina nýggja avtalu millum Europeiska Samveldið og Føroyar.

Uppleggið skuldi grundast á fyrra tilmælið í "Bláa álitinum" frá august 1995 um eina serskipan, ið er ein "EBS-líknandi avtala saman við eini tollsamgongu".

Í nevndina vórðu valdir Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, form., Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrøðingur, Arne Poulsen, vinnumálastjóri, Óli Samró, ráðgevi, Jan Mortensen, skrivstovustjóri, Tommy Petersen, løgfrøðisligur ráðgevi, Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni og Torbjørn Mikkelsen, varastjóri á Toll- og Skattstovu Føroya. Jens Helgi Toftum varð samstundis settur sum skrivari hjá nevndini.

Um miðjan oktober 1997 varð nevndin umskipað til tess at lúka ásetingarnar í javnstøðulógini. Úr nevndini fóru Arne Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Jens Helgi Toftum og Óli Samró. Nýggir nevndarlimir vórðu Maria Róin, fulltrúi í Vinnumálastýrinum, Annsy Høghamar, fulltrúi á Toll- og Skattstovu Føroya, og Gloria Kalsø, handilsskúlalærari. Jens Helgi Toftum og Óli Samró hildu fram sum skrivarar hjá nevndini.

Á fyrstu fundunum í nevndini tann 27. mai og 17. juni 1997, varð arbeiðs-setningurin útgreinaður, og nevndararbeiðið lagt til rættis. Á fundi við løgmann 24. juni 1997 vórðu hesir spurningar umrøddir.

Í hesum sambandi varð upplýst, at politiskt varð undirtøka fyri at kanna uppskotið í Bláa álitinum um eina EBS-líknandi avtalu saman við tollsamgongu.

Arbeiðið hjá nevndini varð eisini umrøtt í uttanríkispolitiska orðaskiftinum í løgtinginum 23. mai 1997. Orðaskiftið vísti, at politiska semjan um at seta nevndina bygdi á, at nevndin skuldi gera eitt uppskot til samráðingar, og at ein breið politisk viðgerð skuldi fara fram, áðrenn endalig avgerð varð tikin um at biðja ES um samráðingar. Hetta hevur nevndin havt í huga í sínum arbeiði.

Á kunnandi fundinum við løgmann varð eisini avtalað, at fyrsta uppgávan hjá nevndini var at lýsa møguleikarnar og avleiðingarnar fyri Føroyar í eini EBS-líknandi skipan saman við tollsamgongu. Avtalað varð somuleiðis, at arbeiði nevndarinnar umframt frágreiðingar og útgreiningar, eisini skuldi fevna um ætlan og framferð í samráðingunum við ES.

Uppgáva nevndarinnar var somuleiðis at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at koma á mál við føroyskum ynskjum um eina nýggja avtalu við ES.

Undir nevndararbeiðinum er løgmaður kunnaður um gongdina. Í hesum sambandi hevur arbeiðssetningurin verið umrøddur, og hevur nevndin fingið heimild til at tulka arbeiðssetningin soleiðis, at hon m.a. kundi kanna og meta um fleiri bygnaðarmøguleikar fyri einum føroyskum tilknýti til EBS-skipanina. Annars kundi nevndin vísa á aðrar møguleikar, ið kanningar nevndarinnar møguliga kundu geva ábendingar um.

Nevndin hevur bygt sítt arbeiði á rúgvismikið skrivligt tilfar sum sáttmálar, frágreiðingar o.t. Í sambandi við nevndararbeiðið hava kunnandi óformligir fundir verið við embætismenn í norsku, íslendsku og donsku uttanríkistænastuni og við einstakar ES-embætismenn. Harumframt hevur nevndin sett í verk kanning av, í hvussu stóran mun føroysk lóggáva er tillagað lóggávuni í EBS.

Kanningarnar hjá nevndini vísa, at fleiri møguleikar eru fyri at royna at røkka teimum málum, sum liggja aftanfyri uppskotið um eina serskipan við eini "EBS-líknandi avtalu saman við eini tollsamgongu".

Teir ymsu møguleikarnir fyri skipanum reisa ymsar spurningar og seta ymisk krøv. Tí er talan um ymsar samráðingarleiðir, alt eftir hvørja loysn avgerð verður tikin um at royna.

Áðrenn ein samráðingartilgongd verður sett í verk, er neyðugt at taka politiska avgerð og velja burtur úr ta loysn, sum verður mett at vera tann frægasta og mest sannlíka at koma á mál við í samráðingum.

Nevndin hevur í hesi frágreiðing útgreinað og kannað uppskotið í arbeiðssetninginum um eina "EBS-líknandi skipan saman við tollsamgongu". Til tess ikki at seinka eini samráðingartilgongd, heldur nevndin, at tað á núverandi stigi í arbeiðinum er rættast at leggja fram hesa frágreiðing til politiska viðgerð og støðutakan.

Tá politisk avgerð er tikin um eina samráðingarleið, kunnu tær endaligu fyrireikingarnar til samráðingarnar verða gjørdar, herundir uppskot til ætlan og framferð í eini samráðingartilgongd.

Frágreiðingin er skipað soleiðis, at í kapittul 2 er tikið saman um niðurstøður nevndarinnar. Í kapittul 3 er ein samandráttur av frágreiðingini saman við teimum niðurstøðum, sum nevndin hevur gjørt innan tey ymsu økini, ið eru kannað. Í kapittlunum 4-14 eru frágreiðingarnar um teir spurningar, sum nevndin hevur arbeitt við.

Nevndin hevur valt ikki at tilmæla nakra ávísa samráðingarleið til eina serskipan við eini "EBS-líknandi skipan saman við tollsamgongu".

Hetta er gjørt við tí í huga, at fyritreytirnar fyri nevndararbeiðinum vóru, at ein breið politisk viðgerð skuldi fara fram, áðrenn avgerð varð tikin um at seta eina samráðingartilgongd í verk.

Hinvegin vónar nevndin, at frágreiðingin nóg gjølla lýsir fyrimunir og vansar við uppskotinum til eina tílíka serskipan, og at hon kann verða grundarlag undir eini politiskari viðgerð og politiskari avgerð um, hvør loysn skal roynast í samráðingum.

Verandi ríkisrættarliga støðan hevur stóra ávirkan á, hvussu Føroyar kunnu skipa sítt handilsliga og búskaparliga samstarv við onnur lond. Nevndin hevur í sínum metingum gingið út frá verandi ríkisrættarligu støðu, og hevur sostatt ikki tikið við í sínum metingum, at danska stjórnin og landsstýrið í avtaluni frá juni 1998 eru komin ásamt um, at tingingar kunnu takast upp um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum.

Tórshavn, 22. juni 1998.

Jógvan Jespersen      Tommy Petersen       Kjartan Kristiansen

Jan Mortensen     Annsy Høghamar       Maria Róin          Gloria Kalsø

Jens Helgi Toftum   /skr.  Óli Samró      /skr.