EBS frágreiðingin

EBS og fiskivinna

10.1 Inngangur
Tá farið varð undir EBS-samráðingarnar, vóru EFTA og ES samd um, at felags landbúnaðar- og fiskivinnupolikkur ikki skuldi setast í verk í EBS. Samráðingarnar á fiskivinnuøkinum snúðu seg um marknaðaratgongd í ES, serliga um toll og kappingartreytir.

Útgangsstøðið hjá EFTA-londunum var, at fiskur skuldi fáa somu viðferð sum ídnaðarvørur, tvs. fult tollfrælsi. Hesum vildi ES ikki eftirlíka.

Umframt samráðingar um marknaðaratgongd vóru eisini tvílanda samráðingar millum tey einstøku EFTA-londini øðrumegin og ES hinumegin um at víðka um sínámillum fiskiveiðusamstarvið. Flestu EFTA-londini høvdu longu frammanundan fiskiveiðuavtalur við ES. Samráðst varð tí um at víðka samstarvið innan karmarnar av hesum avtalum.

Niðanfyri verða umrøddar ásetingar í EBS-sáttmálanum, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hava týdning fyri fiskivinnu. Fiskivinnan er - í stóran mun - undantikin teimum fýra frælsunum og øðrum meginreglum í EBS. Her er fyrst og fremst talan um marknaðaratgongd fyri fisk og møguleikar hjá útlendingum at gera íløgur í íslendska og norska fiskivinnu. Av øðrum ásetingum, sum hava týdning fyri fiskivinnuna, kunnu nevnast reglur um almennan studning og kappingartreytir, atgongd til havnir og transitt. Veiðurættindi eru - sum so - ikki partur av samstarvinum.

10.2 Marknaðaratgongd
ES-londini hava í nógv ár havt sínámillum fríhandil við fiski og fiskavørum. Millum EFTA-londini hevur fríhandil verið fyri fisk og fiskavørur síðani 1. juli 1990. Millum EFTA og ES hevur hinvegin verið og eru framvegis forðingar í handlinum fyri fisk. Her er serliga talan um høgan toll á tilvirkaðum vørum úr EFTA-londum til ES-marknaðin. Hóast EBS-sáttmálin førdi við sær fríari og smidligari handilstreytir, so broyttist støðan hjá fiski og fiskivørum lítið. Tollur á fiski og fiskavørum forðar framvegis fyri handli úr EFTA-londunum til ES-marknaðin.

ES hevur, síðan felags fiskivinnupolitikkurin kom seint í 1960-árunum, havt skipanir, sum hava vart ES-marknaðin móti innfluttum fiski- og fiskavørum úr triðjalondum. Her hevur serliga verið talan um toll á fiskavørum. Fyri frystar og feskar fiskavørur er triðjalandstollurin millum 8 og 15%, fyri fløk millum 12 og 18% og fyri viðgjørdar fiskavørur millum 20 og 30%. Høvuðsreglan hevur verið og er, at tess meira fiskurin er tilvirkaður, tess hægri eru tollsatsirnir.

Hóast útgangsstøðið í EBS-sáttmálanum er, at allar vørur skulu hava frítt at fara millum ES og EFTA-londini, so er hetta frælsi ikki galdandi fyri landbúnaðarvørur og fisk.

Longu tíðliga í EBS-samráðingunum gjørdist greitt, at hesin spurningur var trupul at loysa, serliga tí at ES helt fast uppá, at fiskivinnupolitikkurin var ein heild, ið ikki kundi liðast sundur. ES gjørdi púra greitt, at betri tollsømdir fyri fisk bert kundu veitast ímóti, at ES fekk veiðurættindi í EFTA-sjógvi. Tí kundi ES ikki góðtaka kravið um fría marknaðaratgongd og fult tollfrælsi fyri fisk úr EFTA-londunum á ES-marknaðinum.

Undir samráðingum førdu fleiri limalond í ES eisini fram, at tey als ikki kundu góðtaka at veita tolllætta fyri laks, sild og makrel. Hesar vørur vóru mettar at vera viðbreknar. Seinni komu so rækjur, jákupsskel og hummari á listan yvir viðbreknar fiskavørur.

Úrslitið av samráðingunum varð samanumtikið, at EFTA-londini ikki fingu síni krøv um handilslættar fyri fisk eftirlíkaði. Ístaðin fyri fult tollfrælsi var fiskur og fiskavørur flokkaðar í tríggjar høvuðsbólkar (sí talvu 10.1).

Talva 10.1: Tollur á fiski og fiskavørum í EBS-sáttmálanum.
Bólkur Fiskaslag/-vørur
 

1. Fult tollfrælsi frá 1. januar 1993

Toskur, hýsa, upsi, kalvi, svartkalvi (feskt og fryst).

Fryst og fesk fløk av toski, hýsu, upsa, svartkalva og kalva.

Saltaður og turrur toskur

Fiskapinnar og kaviarlíki.

 

2. Ongar tolllækkingar

("viðbrekin fiskasløg")

Sild, makrelur, laksur, rækjur, jákupsskel, hummari. Fiskamjøl og lýsi.
 

3.Tollurin lækkaður við 70%

innan 1.1. 1997

 

Annað, sum ikki er nevnt í bólki 1 og 2.

Kelda: Grein 2 í protokoll 9 í EBS-sáttmálanum.

ES er nettoinnflytari av fiski og fiskavørum. Hetta ger saman við tí, at Noreg og Ísland hava lágan ella ongan toll á innflutningi av fiskavørum, at tær tollsømdir, sum EFTA hevur veitt ES, hava lítlan praktiskan týdning. Hinvegin hava tollsømdirnar, sum ES hevur givið EFTA, alstóran týdning fyri Noreg og Ísland.

Noreg útflytir eini 90% av sínum fiski og fiskavørum, og fara eini 60% á ES-marknaðin. Hjá Íslandi eru 78% av útflutninginum fiskur, og eini 70% fara á ES-marknaðin.

Hóast Ísland og Noreg fingu frægari tollsømdir við teimum fríhandilsskipanum, sum vórðu undirskrivaðar fyrst í 1970-árunum, so vóru tollgjøldini mett sum ein forðing fyri handlinum við fiski úr EFTA-londunum til ES, serliga við tilvirkaðum fiskavørum. Tolleftirgevingarnar frá ES í EBS-sáttmálanum á flestu hvítfiskavørum gagna sum heild Noregi og Íslandi. Fyri flestu fiskavørur fór tollurin niður á null, meðan hann á øðrum vørum - teimum viðbreknu - liggur millum 0,9 og 4%.

Nevnast skal í hesum sambandi, at tolllættarnir í EBS-samráðingunum byggja á fríhandilsavtalurnar frá 1972.

Samanumtikið kann sigast, at hóast talan er um munandi frægari tollsømdir fyri EFTA-fisk á ES-marknaðinum, so er ikki farið so langt, sum EFTA-londini upprunaliga kravdu í samráðingunum. Sum nevnt fingu tey "viðbreknu" fiskasløgini t.d. sild, makrelur, rækjur og ikki minst laksur ongan tolllætta. Hóast ES-tollur ikki er so høgur fyri feskan og frystan laks, so fekst eingin tollniðurskurður á royktum laksi. Sum er, gjalda norðmenn 13% í tolli, tá ið teir útflyta tilvirkaðar laksavørur til ES.

Í sambandi við EBS og marknaðaratgongd fyri fisk og fiskavørur til marknaðin í ES, skal eisini nevnast, at saman við tolli mettu EFTA-londini heilsufrøðiliga marknaðareftirlitið hjá ES sum eina forðing fyri handlinum við fiski. EBS-sáttmálin bar í sær, at EFTA-londini yvirtóku reglurnar hjá ES um góðskueftirlit við fiski og fiskavørum. Men í fyrsta umfari fevndi sáttmálin ikki um heilsufrøðiligt eftirlit við ES-markið. Hetta hevði við sær, at sama ES-eftirlit var við norskum og íslendskum fiskaútflutningi, sum við fiski úr øðrum triðjalondum.

ES samskipaði og herdi heilsufrøðiliga eftirlitið við landamørkini 1. januar 1997. Norðmenn og íslendingar hildu, at henda skipanin fór at vera enn meira tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, og at hon fór at hava við sær stórar trupulleikar, serliga fyri fiskaútflutningin.

Farið varð tí undir samráðingar um at endurskoða EBS-sáttmálan, og tær endaðu við, at reglurnar um góðskueftirlit við fiski- og fiskavørum í sambandi við innflutning til ES, eru komnar við í sáttmálan.

Hesar broytingar góvu fiskivinnuni í EFTA-londunum fyrimunir og rúmari møguleikar at vaksa um útflutningin til høvuðsmarknaðin í ES. Fiskaútflytarar sluppu undan teimum praktisku trupulleikunum á marknaðarliðunum. Somuleiðis spardu teir kostnaðin, ið hevði staðist av víðkaðum eftirliti við ES-markið. Vanliga vóru millum 3 og 5% av fiski og fiskavørum kannað. Um EBS-sáttmálin ikki varð endurskoðaður, hevði hetta havt við sær, at eftirlitið við sendingum av fiski og fiskavørur úr EFTA-londunum, hevði hækkað upp í 20%, og fyri summar fiskarvørur - eitt nú royktan laks - upp í heili 50%.

10.3 Almennur studningur og kappingarreglur
EBS-sáttmálin hevur eisini ásetingar um kappingaravlaging í sambandi við almennan studning og onnur almenn marknaðarinntriv. Høvuðsreglan í EBS-sáttmálanum er, at almennur studningur til fiskivinnuna, sum avlagar kappingina, skal takast av.

Tá metast skal um, hvat er kappingaravlagandi, skulu reglurnar í Rómarsáttmálanum og aðrar ásetingar í fiskivinnulóggávuni hjá ES leggjast til grund. Rómarsáttmálin ásetir, at við ávísum undantøkum er ikki loyvt at lata almennan stuðul, ið avlagar ella hóttir við at avlaga kappingina, ella sum ávirkar handilin millum limalondini. Rómarsáttmálin heimilar ES-nevndini at áseta nærri reglur um hetta. Loyvt er hinvegin at veita studning, sum hevur til endamáls at lætta um menningina av ávísum vinnugreinum ella landspørtum. Hetta er tó treytað av, at studningurin ikki broytir fyritreytirnar fyri samhandlinum á ein hátt, sum er í stríð við felags áhugamál.

Ásetingarnar um kappingaravlagandi studning høvdu ikki kollveltandi ávirkan á fiskivinnuna í EFTA-londunum, tí longu í 1989 samtyktu EFTA-londini, at innan árslok 1993 skuldi allur kappingaravlagandi almennur studningur til fiskivinnuna avtakast. Sambært løgfrøðiligum metingum av fiskivinnuásetingunum í EBS-sáttmálanum er ikki talan um, at EFTA-londini skulu yvirtaka ES-reglur um fiskamarknað og fiskaumsetning. Lóggávan í EFTA-londunum skal bert halda seg innan karmarnar av EF-reglunum, og tað gjørdi hon, í stóran mun, longu tá EBS-sáttmálin varð undirskrivaður. EFTA-londini kunnu veita tey sløg av studningi, sum eru loyvd sambært ES-skipanum.

EFTA-londini mugu broyta ella avtaka allar lógir og reglur innan keyp og sølu av fiski, sum avlaga kappingina millum partarnar í EBS-samstarvinum. Tá metast skal um, hvat er kappingaravlaging, skulu ES-reglurnar í marknaðarskipanini fyri fisk og fiskavørur leggjast til grund. Partar av marknaðarskipanini eru undantøk frá høvuðsreglunum í Rómarsáttmálanum um kapping o.a. Produsentfeløg og prísskipanin fyri fisk- og fiskavørur verða t.d. ikki roknað sum kappingaravlagandi.

Eitt mál, sum EFTA-londini løgdu stóran dent á í samráðingunum, var spurningurin um anti-dumpingar-tiltøk móti útflutninginum av fiski úr EFTA-londum til ES-marknaðin. Sambært grein 26 í EBS-sáttmálanum skulu anti-dumping og líknandi tiltøk ikki nýtast fyri ídnaðarvørur. Í grein 13 er tó ásett, at hendan áseting bert er galdandi á samstarvsøkjum, har reglurnar hjá ES til fulnar eru tiknar við í sáttmálan.

Av tí, at fiskivinnulóggávan hjá ES ikki er partur av EBS, er grein 26 um anti-dumping ikki galdandi fyri fisk og fiskavørur. Ístaðin er grein 4, nr. 3 í protokoll 9 galdandi. Har verður sagt, at sáttmálalondini skulu tryggja kappingartreytir, so hini sáttmálalondini ikki brúka anti-dumpingar atgerðir ella verjutoll. EFTA-londini høvdu upprunaliga vónað, at møguleikin fyri at nýta anti-dumpingar atgerðir fyri fiskavørur als ikki skuldi takast við í EBS-sáttmálanum, men ES kravdi, at hesin møguleikin skuldi vera til staðar.

10.4 Atgongd til havnir
EBS-sáttmálin ásetir, at fiskifør úr sáttmálalondunum skulu hava javnbjóðis atgongd til havnirnar hjá hvørjum øðrum. ES-londini høvdu longu javnbjóðis atgongd til havnirnar hjá hvørjum øðrum, og EFTA-londini høvdu sett líknandi skipan í verk um tað mundið, farið varð undir samráðingarnar.

Endamálið við hesi áseting er tí at tryggja fiskiførum úr sáttmálalondunum javnbjóðis atgongd til havnir og landingarstøð hjá hvørjum øðrum. Talan er um javnbjóðis atgongd og ikki fría atgongd. Hetta merkir, at eitt land, sum er partur av EBS, skal veita fiskiførum úr øðrum sáttmálalondum somu atgongd til havnir, sum tað veitir sínum egnu fiskiførum. Eitt land kann ikki skerja atgongdina til havnir við støði í tjóðskapi. Hinvegin ber til at avmarka atgongdina við støði í objektivum faktorum, sum eitt nú skipastødd, ella hvat slag av fiski skipini hava í lastini.

Hesar ásetingar hava í fyrsta lagi við sær, at møguleikin verður skerdur hjá EFTA-londunum at áleggja egnum fiskiførum at avreiða heima, eitt nú fyri at tryggja arbeiðspláss í fiskiídnaðinum.

Sáttmálalondini kunnu seta landingarbann fyri veiðu úr fiskastovnum av felags áhuga, og sum álvarslig umsitingarlig ósemja er um. Hóast tað ikki verður nærri tilskilað í sáttmálanum, so er helst talan um felagsstovnar, tvs. stovnar sum eru í ella ferðast millum sjóøkini hjá tveimum ella fleiri londum. Ella stovnar, ið bert eru í økinum hjá einum sáttmálaparti, men sum ein annar partur heldur seg hava rætt til at fiska.

Talan kann eisini vera um stovnar, sum eru í ella ferðast út í altjóða sjógv. Tað er ikki óvanligt, at trætur taka seg upp um slíkar stovnar. Sum dømir kunnu nevnast tvídrátturin millum Noreg og ES um fiskastovnar í Norðsjónum og Skagerrak, fiskiskapurin í Smoguni í Barentshavinum og leiðirnar í altjóða sjógvi við New Foundland. Norðmenn styðjaðu seg til EBS-sáttmálan, tá teir eitt skifti settu nótabátum úr ES forboð at landa norðhavssild í Noreg.

10.5 Transitt
ES ynskti frían rætt til at flyta fisk og fiskavørur gjøgnum londini. Tað vil siga, at ES-fiskifør skuldu kunna leggja veiðuna upp í einum EFTA-landi, og at veiðan síðan kundi flytast yvir land gjøgnum eitt nú Noreg til virkini í ES, uttan at neyðugt varð at tollavgreiða fiskin í Noregi.

Men vegna fyrivarni frá EFTA fekst eingin semja um hendan spurning undir samráðingum um EBS-sáttmálan. Norðmenn vildu sínumegin hava, at ES-veiðan, sum varð løgd upp í Noreg, skuldi fara um norsku salgslags-skipanina. Í EBS-sáttmálanum er bert ein einsíðug yvirlýsing frá ES um transitt.

10.6 Útlendskar íløgur í fiskivinnuni
EBS-sáttmálin umrøður ikki beinleiðis spurningin um atgongd til at gera íløgur í fiskivinnuna. Hinvegin eru fleiri aðrar ásetingar í sáttmálanum, sum hava týdning fyri hesi viðurskifti. Hesar ásetingar snúgva seg um frítt at fara hjá arbeiðsmegi og kapitali, og møguleikarnar fyri at seta á stovn virkir.

Sum nevnt aðrastaðni er høvuðsreglan í EBS-sáttmálanum, at arbeiðsmegin hevur frítt at fara millum ES-lond og EFTA-lond. Hetta frælsið í ES var víðkað til eisini at fevna um EFTA-londini. Av tí, at ES-dómstólurin hevur gjørt úrskurð um, at fiski- og útróðrarmenn eru "arbeiðsmegi", hava hesir eisini frítt at fara úr einum EBS-landi í annað at arbeiða sum fiskimenn.

Meginreglan í EBS-sáttmálanum er eisini fult frælsi at seta á stovn virki. Hetta merkir, at ein vinnurekandi í einum EBS-landi kann flyta til eitt annað EBS-land og fara undir vinnu undir somu treytum og reglum, sum fólkið har. Fyritøkur kunnu eisini seta á stovn nýggjar fyritøkur ella dótturfeløg í einum øðrum sáttmálalandi.

Eitt mál, sum var frammi í sambandi við fiskivinnu og EBS, var tann sonevnda kvotuhoppanin í ES og úrskurðurin hjá ES-dómstólinum í hesum málum. Hesi mál snúðu seg um, at fiskimenn úr einum ES-landi búsettu seg í øðrum ES-londum og fiskaðu av kvotunum hjá viðkomandi landi. Hetta varð annaðhvørt gjørt við at stovna feløg í viðkomandi landi og at skráseta fiskifør har ella við at keypa fiskifør, sum longu stóðu í skipaskrásetingini har. Bretar royndu at steðga hesi mannagongd við at herða reglurnar um manning, rakstur og ognarviðurskifti, men spaniumenn hildu bretska stigið vera í andsøgn við meginreglurnar í ES-samstarvinum og løgdu málið fyri ES-dómstólin.

Niðurstøðan hjá Dómstólinum var, at vinnurekandi í einum ES-landi kunnu skráseta skip síni í einum øðrum ES-landi og fiska av kvotum, sum viðkomandi land hevur fingið tillutað sambært býtislyklinum í felags fiskiveiðupolitikkinum. Hendan mannagongd, sum verður rópt kvotuhoppan, hevur serliga verið brúkt av spaniumonnum, ið hava skrásett skip síni í Írlandi og Bretlandi og fiska av kvotum hjá hesum londum.

Íslendingar og norðmenn stúrdu fyri, at meginreglan í EBS-sáttmálanum um frítt at seta virki á stovn og úrskurðurin í málinum um kvotuhoppan fóru at hava við sær, at fiskimenn og útgerðarfeløg úr ES fóru at seta seg niður í Íslandi og Noreg og skráseta skip síni har. Á henda hátt kundu tey útvega sær veiðurættindi í norskum og íslendskum sjógvi, har tey frammanundan høvdu avmarkað rættindi. Hesin óttin var orsøkin til, at fleiri týðandi undantøk eru tikin við í EBS-sáttmálan viðvíkjandi fiskivinnuni.

Í grein 9 í fylgiskjali VIII í EBS-sáttmálanum, sum snýr seg um rættin at seta virki á stovn, at gera íløgur o.a., verður sagt, at Ísland kann varðveita tær avmarkingar, sum eru fyri útlendingar at fara undir virksemi í fiskiveiðu og fiskavirking.

Fyri Noreg fevnir undantakið bert um veiðuliðið. Tá EBS-sáttmálin varð undirskrivaður, høvdu bæði Ísland og Noreg lógarverk, sum avmarkaðu rættin hjá útlendingum at eiga í fiskiførum, og alt bendir á, at eingin beinleiðis kvotuhoppan fer at verða sum avleiðing av EBS-sáttmálanum.

Ísland og Noreg bóru tó ótta fyri, at frælsið at seta vinnuvirksemi á stovn fór at hava óhepnar avleiðingar fyri partar av fiskivinnuni. Eitt nú var óttast fyri, at fiskivinnufyritøkur í útjaðaraøkjum fóru at flyta til miðøkini, ella at útlendskar íløgur í skip fóru at gera, at fiskurin fór at verða avreiddur aðrastaðni og sostatt taka grundarlagið undan fiskavirkingini á staðnum.

Fyri at sleppa undan hesum hevur EBS-sáttmálin fleiri týðandi undantøk frá høvuðsregluni um, at kapitalur hevur frítt at fara. Ásetingarnar merkja í stuttum, at Ísland og Noreg í høvuðsheitum kunnu varðveita tað lógarverk, sum avmarkar møguleikarnar hjá útlendingum at gera íløgur í fiskivinnuni.

10.7 Veiðurættindi
Longu í byrjanini av EBS-samráðingunum setti ES sum treyt fyri at EFTA-londini skuldu fáa betri handilssømdir á ES-marknaðinum, at EF fekk veiðurættindi í EFTA-sjógvi. Hóast samráðingarnar um veiðurættindi fóru fram samstundis sum EBS-samráðingarnar, so gjørdust veiðurættindini ikki ein beinleiðis partur av endaliga EBS-sáttmálanum. Tey vóru knýtt at sjálvstøðugu fiskiveiðusáttmálunum millum ES og tey einstøku EFTA-londini. Hesir sáttmálar komu í gildi samstundis sum EBS-sáttmálin. Talan er um fiskiveiðusáttmálar við Noreg, Ísland og Svøríki.

Rammusáttmálin millum Noreg og ES er upprunaliga frá 1980. Sáttmálin er grundaður á somu meginreglur sum okkara fiskiveiðusáttmáli við ES. Í sambandi við EBS-sáttmálan var ásett í fiskiveiðusáttmálanum fyri 1992 millum Noreg og ES, at Noreg skal økja partin hjá ES av norska arktiska toskastovninum frá 2,14% í 1991 til 2,9% frá 1993.

Harafturat skuldi Noreg lata ES eina eyka toskakvotu fyri tíðarskeiðið 1993-1997, sum stigvíst skuldi hækkast úr 6.000 tonsum í 1993 upp í 11.000 tons í 1997. Noreg skuldi eins og frammanundan lata ES eina kongafiskakvotu upp á 1.500 tons. ES viðurkendi sínumegin, at nevndu rættindi skuldu geva Noreg samsvarandi rættindi í ES-sjógvi, og at kvotubýtið skuldi tryggjað javnvág í sínámillum veiðurættindum.

ES-før høvdu ikki havt veiðurættindi í íslendskum sjógvi í nógv ár. Sínámillum sáttmálin millum Ísland og ES var tí heilt nýggjur. Fiskiveiðusáttmálin sigur, at Ísland skal lata ES 3.000 tons av kongafiski, og at íslendsk fiskifør afturfyri fáa 30.000 tons av lodnu í Eystur-Grønlandi.

Í Íslandi var stór mótstøða móti fiskiveiðusáttmálanum, men hann hevur higartil ikki verið stórvegis missur fyri íslendingar, og hann hevur ikki havt óhepnar avleiðingar fyri íslendingar. Eitt nú hevur ES bert fiskað ein ógvuliga lítlan part av sínum kongafiskakvotum í íslendskum sjógvi, meðan íslendingar hava gagnnýtt síni rættindi til fulnar.

Sáttmálin við Svøríki, sum seinni gjørdist limur í ES, var minni í vavi enn hinir báðir. Har varð ásett, at sínámillum veiðurættindini hildu fram á sama stigi, sum í ES-Svøríki sáttmálanum frá 1977.

Samanumtikið er gongdin í EBS-samráðingunum og teir tríggir fiskiveiðusáttmálarnir eitt dømi um politikkin og hugburðin hjá ES mótvegis triðjalondum.

Hesin politikkur er í stuttum, at treytin fyri at fáa betri marknaðarsømdir í ES er, at ES-fiskifør fáa veiðurættindi frá viðkomandi landi. Hesin politikkur er m.a. eitt úrslit av, at tá Spania og Portugal komu upp í ES í 1986, vóru tey í fyrsta umfari hildin uttan fyri felags fiskiveiðupolitikkin hjá ES, og fingu at kalla eingi veiðurættindi í ES-sjógvi. Undir samráðingunum við portugisar og spaniólar um limaskap bant ES seg til at útvega teimum veiðurættindi aðrastaðni, serliga í Afrika og Suður-Amerika.

10.8 Samandráttur
EBS-sáttmálin áleggur ikki EFTA-londunum at seta í verk ES-lógarverk á fiskivinnuøkinum. Tað er bert ávís øki, har tað verður kravt, at EFTA-lóggávan skal fylgja meginreglunum í ES-lóggávuni. EBS-sáttmálin hevur tí ikki sum endamál at fáa í lag ein serligan EBS-fiskivinnupolitikk. EBS-sáttmálin fevnir ikki um lóggávu og umsiting av veiðureguleringum, kvotuásetingum og øðrum reglum í veiðustýringini.

Sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um liberalisering av handlinum við fiski og fiskavørum millum ES- og EFTA-londini. Avleiðingarnar av eini slíkari liberalisering eru eitt nú reglur, sum skulu forða fyri kappingaravlaging í sambandi við almennan studning og almenn marknaðarinntriv. Kappingin í EBS skal fara fram undir einsháttaðum treytum. Skipanir, ið eru við til at avlaga kappingina, skulu ikki brúkast.

ES kundi ikki taka undir við fríhandli fyri fisk og fiskavørur. Sjónarmiðini hjá verjuáhugamálunum í ES um, at summar fiskavørur vóru viðbreknar, vunnu frama. ES var tískil ikki sinnað at veita tollsømdir fyri laks, sild, makrel og rækjur. Samráðingarúrslitið var tó samanumtikið ein bati í tolltreytunum, samanborið við støðuna frammanundan.

EBS-sáttmálin tryggjar fiskiførum úr sáttmálalondunum javnbjóðis atgongd til ES- og EFTA-havnir.

Sínámillum veiðurættindi eru sum so ikki partur av EBS-sáttmálanum. Sjálvstøðugar fiskiveiðuavtalur geva ES-fiskiførum rúmari ræsur í íslendskum og norskum sjógvi sum kompensasjón fyri betri marknaðarsømdir í ES.

EBS-sáttmálin hevur eisini ásetingar og serskipanir, sum í rættuliga stóran mun skerja møguleikarnar hjá ES-borgarum at gera íløgur í íslendska og norska fiskivinnu.