EBS frágreiðingin

EBS og kolvetnisvinna

11.1 Inngangur
Orkumál stóðu ikki frammarliga, tá samráðingarnar vóru um EBS-sáttmálan. Hetta komst serliga av, at ES-londini um tað mundið ikki høvdu lagt stóran dent á at skipa ein felags politikk á økinum. Orkumál høvdu í stóran mun hoyrt til undantøkini í Rómarsáttmálanum, og limalondini í ES hava rikið sín sjálvstøðuga politikk á hesum øki.

Men í sambandi við innmarknaðin setti ES-nevndin sær fyri at royna at fáa hesi undantøk burtur, soleiðis at orkupolitikkur, kolvetni íroknað, kom undir felags reglur og gjørdist ein partur av ES-samstarvinum.

Torført hevur kortini verið at komið á mál við ætlanunum at fáa undantøkini burtur. Høvuðsorsøkin er, at mótstøðan er stór í summum limalondum, serliga teimum sum veita almennan studning til kolavinnu, kjarnorku o.a. ES-nevndin hevur tí í fyrsta umfari lagt seg eftir olju- og gassframleiðsluni. Onnur orsøk er ivaleyst, at í ES-høpi hevur henda vinna nógv minni týdning enn t.d. framleiðslan av el-orku. ES innflytir nærum alla sína nýtslu av kolvetni. Hóast Bretland framleiðir nógv, so fer meginparturin av hesi framleiðslu til egna nýtslu. Annars er tað bert Danmark og Niðurlond, sum hava kolvetnisvirksemi av týdningi.

Ta fyrstu tíðina hevði EBS-sáttmálin lítla beinleiðis ávirkan á orkupolitikkin í londunum í samstarvinum. Kortini var greitt, at royndirnar hjá ES at samansjóða orkupolitikkin, sum ein part av innmarknaðinum og tær broytingar, ið har av stóðust, eisini fóru at fáa týdning fyri EFTA-londini. Høvuðsbroytingin kom við tí sonevnda loyvisdirektivinum - eisini nevnt konsessiónsdirektivið. Hetta direktiv er eitt sonevnt innmarknaðardirektiv, og er tí eisini galdandi fyri EBS.

Niðanfyri verður orkupolitikkurin í ES lýstur. Høvuðsdentur verður lagdur á innihaldið í loyvisdirektivinum og øðrum reglum, sum hava týdning fyri kolvetnisvinnu. Nomið verður eisini heilt stutt við royndir Noregs á hesum øki. At enda verður komið inn á spurningin um, hvørjar avleiðingar EBS-líknandi reglur kunnu hava fyri Føroyar, og hvørjar broytingar og tillagingar eru neyðugar at gera í lógaruppskotinum frá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins.

11.2 Felags orkupolitikkurin hjá ES
Áðrenn innmarknaðurin formliga varð settur í gildi í januar 1993, hevði ES ikki lagt seg eftir at fáa í lag felags orkupolitikk. Umsiting og skipan av innlendis marknaðum, val av orkukeldum, orkuavgjøld og orkuskattir o.t. vóru málsøki, ið einstøku londini ráddu fyri. Orkupolitikkurin hevur tí verið ymiskur í teimum einstøku londunum.

Rómarsáttmálin hevur ikki havt serskildar reglur um orku og orkupolitikk. Grein 3 í Rómarsáttmálanum nevnir tó, at tiltøk á orkupolitiska økinum skulu vera ein partur av virkseminum hjá ES. Men av tí, at olja og gass eisini eru vørur, hava meginreglurnar í Rómarsáttmálanum um, at vørur hava frítt at fara, stovningarreglur, forboð móti almennum studningi og øðrum kappingaravlagandi tiltøkum og reglurnar um mannagongdina í samband við almenn keyp umvegis, havt ávirkan á orkumál.

Samstarvið á orkupolitiska økinum í ES, áðrenn innmarknaðurin varð settur í gildi, snúði seg í høvuðsheitum um at tryggja orkuveitingarnar. Talan hevur serliga verið um at hava tiltøk, sum gjørdu londini betur før fyri at standa ímóti oljuveitingarkreppum í friðartíð. Hesar reglur stava frá oljukreppuni fyrst í 1970-árunum. Somuleiðis hevur ES reglur um tiltøk fyri orkusparing og at leggja um til alternativar orkukeldur. Stevnumiðini í orkupolitikkinum hava somuleiðis verið nær tengd at umhvørvispolitikkinum.

Eitt uppskot um, at Rómarsáttmálin skuldi hava serskildar greinar um orkupolitikk, fekk ikki undirtøku í Maastricht í 1991. Í eini yvirlýsing frá ráðstevnuni verður tó sagt, at limalondini skulu taka hendan spurning uppaftur á Stjórnarráðstevnuni í 1996.

11.3 ES-reglur í sambandi við kolvetnisvinnu
Loyvispolitikkurin hjá ES hevur síðani 1995 verið skipaður sambært direktiv 94/22/EF um treytir fyri veiting og brúki av loyvum til forkanningar, leiting og framleiðslu av kolvetnum. ES-ráðið samtykti direktivið 30. mai 1994. Tað kom í gildi 30. juni sama ár og skuldi vera ein partur av lóggávuni í limalondunum 1. juli 1995. EBS-nevndin avgjørdi á fundi 5. apríl 1995, at direktivið skuldi verða ein partur av EBS-sáttmálanum (Ískoyti IV í EBS-sáttmálanum um orku). Direktivið kom í gildi í EBS 1. september 1995.

Umframt loyvisdirektivið hevur Ráðsdirektiv 93/38/EBF frá 14. juni 1993 um samskipan av mannagongdunum innan vatn- og orkuveiting og flutnings- og fjarskifti, eisini týdning fyri kolvetnisvirksemið. Hetta direktiv snýr seg um sáttmálar um keyp, bygging og tænastuveitingar. Endamálið við direktivinum, sum beinleiðis er knýtt at loyvisdirektivinum, er at tryggja, at sáttmálar um keyp og bygging og tænastuveitingar verða tillutaðir sambært grundreglum, sum ikki gera mismun ella geva forrættindi til útvegarar í landinum.

Í innganginum til loyvisdirektivið verður herðsla løgd á, at ES er bundið av at innflyta kolvetni, og at størri samansjóðing og færri handilsforðingar skulu vera stevnumiðið á orkuøkinum hjá ES. Endamálið er at bøta um trygdina fyri veitingum, minka um kostnaðirnar og at bøta um kappingarførið.

Høvuðsendamálið við loyvisdirektivinum er at tryggja, at tøknilig og handilslig fyrilit skulu stýra útvinningini av kolvetni. Direktivið ásetur felags reglur, sum skulu galda í sambandi við olju og gass á innmarknaðinum í ES.

Útgangsstøðið er, at limalondini gera av, hvørjar leiðir á landleiðini og á landi skulu nýtast til leiting eftir og framleiðslu av olju. Limalondini áseta eisini treytirnar fyri oljuvirkseminum. Slíkar treytir og krøv kunnu m.a. vera um trygdarskipanir, trygd og heilsu, trygd í sambandi við flutning, umhvørvisvernd og vernd av livandi tilfeingi, gripum av listarligum, søguligum ella fornfrøðiligum virði, trygd í sambandi við útbúnað, arbeiðaravernd, og umsiting av oljutilfeinginum.

Hetta merkir, at limalondini í høvuðsheitum varðveita yvirvaldsrættin yvir kolvetnistilfeinginum á sínum økjum.

Men hóast loyvisdirektivið staðfestir yvirvaldsrætt, so kunnu limalondini ikki fara út um tær generellu avmarkingar, sum Rómarsáttmálin ásetir fyri virksemi hjá almennum myndugleikum. Í hesum liggur m.a., at tá myndugleikarnir tilluta feløgum loyvi og áseta treytir, skal hetta fara fram á ein hátt, sum tryggjar øllum feløgum somu viðferð, uttan mun til í hvørjum landi tey hava heimstað.

Sambært ES-reglunum er heldur ikki loyvt at seta sum treyt fyri tilluting av rættindum í sambandi við olju, at nasjónalar vørur og tænastur skulu hava framíhjárætt, ella at leitingar- og borivirksemið skal hava heimstað í ella verða stýrt úr viðkomandi limalandi.

Samanumtikið kann sigast, at í oljudirektivinum verður góðtikið, at almennir myndugleikar í EBS-londunum eru ánarar av oljuríkidøminum. Men oljudirektivið avmarkar leiklutin hjá tí almenna til tvey øki: Staturin skal framvegis hava fíggjarliga ágóðan av tilfeinginum, og staturin hevur í ein ávísan mun heimild at stýra vinnuni eftir serligum treytum.

11.4 Ávirkan á norskan kolvetnispolitikk
Oljudirektivið kom í gildi í EBS 1. september 1995, og tað hevði týdning fyri oljulandið Noreg. Norskir myndugleikar høvdu, síðan oljuvinnan tók seg upp í 1960-árunum, havt stóra ávirkan á gongdina. Meginreglan hevur verið, at landið skal stýra og hava eftirlit við vinnuni. Miðað hevur verið eftir at fáa inntøkur av kolvetnisvirkseminum í statskassan.

Samstundis hevur stórur dentur verið lagdur á at bøta um norska førleikan í sambandi við útvinning av olju og gassi, og at styrkja aðrar partar av vinnulívinum á landi við at geva norskum fyritøkum sersømdir í sambandi við veitingar til oljuvinnuna. Vert er eisini at nevna, at í 1976 varð avgjørt, at arbeiðsmegin á norska landgrunninum, sum ikki búði í Noregi, skuldi hava arbeiðsloyvi. Hetta hevði m.a. við sær, at norðmenn sjálvir í størri mun komu at manna vinnuna.

Í orkumálum eru áhugamálini hjá Noreg og ES ymisk. Noreg er nettoútflytari av olju og gassi, og tær stóru íløgurnar í kolvetnisvinnuni gera, at hjá Noregi er tað av alstórum týdningi, at orkuprísirnir eru á einum høgum stigi. ES er hinvegin nettoinnflytari av olju og gassi, og hjá teimum er tað gagnligt, um orkuprísirnir eru lágir.

Loyvisdirektivið førdi kortini ikki við sær, at neyðugt var við munandi broytingum í lógum og forskriftum. Noreg kundi í høvuðsheitum halda fram við sínum kolvetnispolitikki undir direktivinum, og umsitingin av tilfeinginum er enn sum áður ábyrgdarøkið hjá landinum.

Hóast direktivið ikki førdi við sær, at neyðugt var við stórvegis broytingum í lógarkarmunum og mannagongdum, so bar tað samanumtikið í sær skerdar møguleikar hjá norskum myndugleikum at stýra kolvetnisvirkseminum og at veita norskum áhugamálum framíhjárættindi í sambandi við útvinning og veitingar.

Direktivið ásetir m.a., at tá norskir myndugleikar tilluta útvinningarloyvi og áseta treytir, skal hetta fara fram eftir meginregluni um, at mannamunur ikki skal gerast og undir treytum, sum fremja kapping til frama fyri frægastu gagnnýtslu av tilfeinginum hjá limalondunum.

Treytirnar, sum verða settar, skulu hava týdning fyri tað virksemið, loyvið er galdandi fyri. Kravið um ikki-diskriminering fevnir um øll feløg við heimstaði í einum EBS-landið og er óheft av tjóðskapi og ognarviðurskiftum hjá feløgunum.

Fyri Noreg merkir hetta, at norsku oljufeløgini Statoil, Hydro og Saga, sum áður hava fingið framíhjárættindi, skulu kappast á jøvnum føti við onnur feløg um at fáa lut í leiti- og útvinningsloyvum á norska landgrunninum.

11.5 Avleiðingar av EBS-luttøku
Føroyar eru ikki partur av ES ella EBS. Reglurnar hjá hesum felagsskapum hava kortini longu havt og koma ivaleyst at hava stóra ávirkan á føroyskan búskapar- og vinnulívspolitikk.

Í frágreiðing síni um fyrireiking til oljuleiting, hevur Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins eitt brot um ES-/EBS-reglur um loyvis og útbjóðingarpolitikk. Hóast nevndin ger vart við, at talan ikki er um eina fullfíggjaða frágreiðing um ES-/EBS-reglur ella um møguligar avleiðingar fyri Føroyar av tættari tilknýti til ES, og at fylgjurnar eiga at kannast nærri, so ber longu nú til at staðfesta nakrar broytingar, ið mugu gerast í teirri skipan, sum lógaruppskot nevndarinnar mælir til:

Verður avgjørt, at landið skal taka lut í kolvetnisvirkseminum, antin beinleiðis ella um eitt landsoljufelag, fer ikki at vera lógligt endamál við luttøkuni at tryggja føroyskum veitingum o.a. til skaða fyri aðrar útlendingar.