EBS frágreiðingin

Heilsufrøðilig viðurskifti

12.1 Inngangur
Støðuga altjóðagerðin gevur betri møguleikar fyri handli landanna millum. Hetta er eisini galdandi fyri handil við matvørum. Altjóða og regiónalir sáttmálar seta karmarnar fyri handlinum landanna millum. Íroknað hesum eru ásetingar, sum hava týdning fyri matvørutrygd, heilsu og umhvørvið.

Hjá londum við nógvum uttanríkishandli er tað ein fyrimunir, at greiðar og frammanundan kendar reglur eru fyri handilsligu samvinnuni. Hjá Føroyum, har alt búskaparliga grundarlagið er útflutningur av fiskavørum, er gagnligt, at millumtjóða handil við matvørum er grundaður á altjóða sáttmálar við ásetingum um dygdar- og reinføriskrøv.

Endamálið við slíkum sáttmálum er vanliga ikki bert at vera eitt amboð at nýta í sambandi við eitt nú at minka um smittuvandan, sum kann standast av øktum handli við matvørum. Endamálið er eisini at forða fyri, at handilin ikki verður darvaður av tekniskum krøvum, sum ikki eru grundað á fakligar heilsufrøðiligar metingar og fyrilit.

Í europeiskum handli við fiski og øðrum úrdrátti úr sjónum, eru tað serliga tvær skipanir, sum hava týdning. Hetta eru reglurnar, sum eru galdandi í ES/EBS og í WTO-sáttmálanum.

EBS-sáttmálin ber í stóran mun í sær, at londini í samstarvinum skulu laga lógir og reglur eftir grundreglunum hjá ES. Hetta er eisini galdandi fyri heilsufrøðilig viðurskifti. ES-reglurnar fevna um, hvussu eftirlitið verður skipað, og hvørji krøv verða sett til matvørur og marknaðarføring.

WTO er altjóða karmurin fyri umsiting av handilssamvinnu millum lond. Á heilsufrøðiliga økinum hava WTO-londini bundið seg til at laga lóggávu sína til meginreglurnar í WTO-sáttmálunum. Umframt sjálvan WTO-sáttmálan, eru nógvir aðrir altjóða felagsskapir, sum fyriseta teknisk og heilsufrøðilig mát í sambandi við handil við matvørum. Fyri matvørur hevur serliga Codex Alimentarius týdning. WTO-sáttmálin er grundaður á fyrisett mát, leiðbeiningar og tilmæli frá Codex Alimentarius.

Nevndu skipanir hava alstóran týdning fyri Føroyar sum fiskaútflytara. Føroyar standa formliga uttan fyri EBS og ES, men av tí, at ES-londini eru størstu keyparar av fiski og fiskavørum okkara, hevur gongdin í ES stóra ávirkan á lógarsmíð okkara á økinum. Føroyar eru partur av danska limaskapinum í WTO, og vit hava sostatt skyldu til at halda okkum til meginreglurnar og minstukrøvini hjá WTO í okkara skipanum og reglum viðvíkjandi heilsufrøði og matvørutrygd.

Føroyar eru sostatt - beinleiðis og óbeinleiðis - ein partur av altjóða sáttmálaskipanini viðvíkjandi matvørutrygd og heilsufrøðiligum ásetingum. Hendan skipan er dynamisk og í støðugari broyting. Altjóðagerðin av vinnulívi og lógarverki verður støðugt framd, og sáttmálarnir gerast alsamt meira víðfevndir.

Gongdin í heimshandlinum seinnu árini hevur verið, at tollgarðar verða tiknir niður. Úrslitið av samráðingunum í Uruguay-umfarinum var, at íðnaðarlondini bundu seg til at lækka innflutningstollin við millum 35 og 40%.

WTO-sáttmálarnir fevna eisini um fleiri vinnugreinar og vørusløg, sum ikki vóru við í gomlu GATT-skipanini. Eitt nú hava tey stóru ídnaðarlondini - Japan, USA og ES - bundið seg til munandi tollniðurskurð á innfluttum fiski. ASEAN-londini hava somuleiðis bundið seg til at veita lagaligari marknaðarsømdir fyri innfluttan fisk.

Tí er mangt sum bendir á, at tollur sum frá líður helst fær minni týdning sum forðing í millumtjóða matvøruhandli. Onnur viðurskifti, sum eitt nú heilsufrøðilig krøv, hava longu víst seg at fáa alsamt størri týdning fyri millumtjóða matvøruhandil.

Endamálið við arbeiðinum at fáa altjóða viðurkendar reglur á heilsufrøðiliga økinum er lutvíst at fáa í lag felags heilsu- og reinførisreglur í sambandi við tilvirking og sølu av matvørum. Men av tí, at tílíkar reglur eru ólíkar í ymiskum londum, er hetta ofta ein forðing fyri handli. Fyri at millumtjóða handil við matvørum skal vera smidligari, er neyðugt at samskipa lógir og reglur á hesum øki. Hetta skal tryggja, at handilin við matvørum fer fram eftir einsháttaðum treytum, og at marknaðeftirlitið við matvørum verður sum minst.

Niðanfyri verður komið inn á altjóða ásetingar um matvørutrygd og heilsufrøðilig viðurskifti, sum hava týdning fyri EBS. Høvuðsdentur verður lagdur á at lýsa viðurskifti, sum hava týdning fyri handilin við fiski og fiskavørum. Fyrst verður hugt at heilsufrøðiligum ásetingum í WTO-sáttmálanum. Síðani verður komið inn á ásetingar í EBS. Reglurnar í EBS-sáttmálanum um matvørutrygd fevna fyrst og fremst um tekniskar ásetingar um heilsu, reinføri og vørudygd. EBS-sáttmálin hevði við sær, at EFTA-londini hava at kalla somu reglur, sum ES á matvøruøkinum viðvíkjandi heilsu og reinføri.

12.2 WTO-sáttmálin
Heimshandilsfelagskapurin WTO er ein altjóða felagskapur, sum bæði fevnir um vøruhandil, tænastuhandil og upphavsrættindi. WTO-sáttmálin avloysti GATT-sáttmálan og kom í gildi 1. januar 1995. Í WTO eru 130 limalond. Sáttmálin er tí at rokna sum ein alheims sáttmáli við greiðum stevnumiðum fyri altjóða handil.

Føroyar eru partur av danska limaskapinum í WTO. Harvið hava vit bundið okkum til at fylgja meginreglunum í sáttmálunum í lógarsmíði á matvøru- og heilsufrøðiliga økinum.

Umframt almennar reglur fyri vøruhandilin, eru tveir sáttmálar undir WTO, sum hava týdning fyri matvørur og heilsufrøðilig viðurskifti.

Annar sáttmálin hevur heitið "Sanitary and Phytosanitary Measures". Hann snýr seg um atgerðir fyri at verja heilsuna hjá fólki, djórum og plantuvøkstri. Hin sáttmálin hevur heitið "Technical Barriers to Trade", og snýr seg um tekniskar handilsforðingar, sum ikki eru tiknar við í SPS-sáttmálanum. Her er talan um eitt nú ásetingar um merking, góðskureglur og verju av brúkarum.

Endamálið við SPS-sáttmálanum er at tryggja, at handilslig tiltøk og krøv í einstøku londunum á heilsu- og reinførisøkinum eru grundað á fakligar metingar og ikki verða brúkt til at avmarka ella at forða handli millum lond, tá fyrilit eru tikin fyri at verja heilsuna hjá fólki, djórum og plantum í móttakaralandinum.

SPS-sáttmálin hevði við sær, at ikki ber til at seta bann fyri innflutningi, um ávís heilsukrøv eru lúkað. Kravið er, at treytirnar eru greiðar og kendar frammanundan. Tí eiga innflutningstreytirnar greitt at verða ásettar í lógum ella fyriskipanum.

Heilsukrøvini skulu verða ásett við støði í einum nærri ásettum verjustigi. Tá mett verður um heilsuligan vanda, skal hetta verða grundað á vísindaligt tilfar, um hetta er tøkt. Á hesum øki er SPS-sáttmálin grundaður á Codex Alimentarius, Office International des Epizooties (OIE), European and Mediterranean Plant Protection Organization (EPPO) og aðrar altjóða serfrøðingafelagsskapir. Reglurnar vísa til vísindaligar standardir og metingar av vanda.

Codex Alimentarius-nevndin er ein stovnur undir alheims matvøru- og landbúnaðarfelagsskapinum FAO og alheims heilsufelagsskapinum WHO. Øll lond, sum eru limir í FAO og/ella WHO kunnu gerast limir. Í løtuni eru eini 150 lond limir í Codex. ES-londini og ES-nevndin taka lut í Codex-arbeiðnum.

Endamálið við Codex er at lætta um og birta upp undir millumtjóða handil við matvørum, samstundis sum neyðugu fyrilitini verða tikin til heilsumál og brúkaravernd. Hetta verður roynt at røkka við at fáa í lag altjóða fyrisett mát og reglur fyri matvørur og framleiðslu av matvørum. Codex-skjøl um reglur fyri handlinum við matvørum verða evnað til í fleiri ymsum fleirtjóða Codex nevndum. Ein av hesum er "Codex Committee on Fish and Fishery Products".

Tvey sløg eru av Codex-nevndum. Í fyrsta lagi er talan um almennar nevndir, sum arbeiða við merking, kontaminantum, útílatingarevni, reinføri, analysuhættum o.t. Í øðrum lagi er talan um vørunevndir, sum taka sær av ávísum vørubólkum sum mjólk, kjøt, fisk, grønmeti o.t. Seinnu tíðina er meira orka brúkt til almennar ásetingar.

Tey fyrisettu mát, sum Codex kemur við, eru ikki bindandi fyri limalondini. Londini verða eggjað til at góðkenna tey og gera tey til partar av egnum lógarverki. Tá WTO-sáttmálin beinleiðis vísir til og styðjar seg at Codex, er skyldan hjá londunum at halda hesar reglur nógv størri. Sostatt hevur Codex Alimentarius fingið nógv størri týdning enn fyrr. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at ES hevur tikið avleiðingar av hesum. ES-nevndin er limur í FAO og hevur ein virknan leiklut í Codex-arbeiðinum.

Office International des Epizooties (OIE) verður ofta nevndur heimsins djóraheilsufelagsskapur. OIE er settur á stovn fyri at forða fyri útbreiðslu av djórasjúkum í sambandi við millumtjóða handli. Felagsskapurin ásetir minstukrøv fyri innflutningi av djórum og djóravørum. Á tann hátt ger OIE millumtjóða handil smidligari. Atgerðir móti ávísum djórasjúkum í sambandi við handil verða samskipaðar í einstøku londunum. Fyrisettu mátini hjá OIE eru í stóran mun støði undir lógarsmíðið í sambandi við handil við djórum og djóravørum í EBS og WTO.

European and Mediterranean Plant Protection Organization (EPPO) er regiónalur europeiskur felagsskapur, sum er tengdur at samsvarandi altjóða felagsskapi (IPPO). Uppgávan hjá felagsskapinum er at meta um, hvussu forðast kann fyri spjaðing av vandamiklum plantutýnarum og at veita ráð um, hvussu stríðast kann ímóti hesum. EPPO ráðgevir stovnum í ymsum londunum, sum hava ábyrgdina av stríðnum móti plantusjúkum og skaðadýrum.

Einki forðar fyri, at einstøku londini sjálvi seta strangari krøv enn tey, sum eru samtykt í omanfyrinevndu felagsskapum og stovnum. Fyritreytin er, at londini sjálvi kunnu vísa á, at tiltøkini eru neyðug fyri at tryggja egin krøv, ella tí at londini seta strangari krøv, enn altjóða skipanirnar áseta. Hesi mál eiga at vera ikki-diskriminerandi. Ein týdningarmikil fyritreyt fyri egnum meginreglum er, at viðkomandi land skjalaprógvar, at grundarlag er fyri strangari krøvum.

Um eitt land ætlar at seta sítt verjustig hægri enn altjóða markið, liggur próvbyrðan fyri heimildini hjá viðkomandi landi. Í TBT-sáttmálanum eru samsvarandi reglur. Tekniskar forskriftir í einstøku londunum skulu byggja á altjóða meginreglur, um slíkar eru.

Samanumtikið avmarka bæði SPS og TBT-sáttmálin rásarúmið hjá einstøkum londum at seta í verk tiltøk, sum víkja munandi frá tí verjustigi, ið er ásett í altjóða skipanum.

12.3 EBS-sáttmálin
EBS-sáttmálin kom í gildi 1. januar 1994. Reglurnar í EBS-sáttmálanum viðvíkjandi matvørutrygd fevna fyrst og fremst um tekniskar ásetingar um heilsu, reinføri, vørudygd o.t. EBS-sáttmálin ber í sær, at EFTA-londini hava at kalla somu reglur, sum ES á matvøruøkinum um heilsu og reinføri. Regluverkið er lutvíst alment og lutvíst útgreinað, har farið verður meira út í æsir við einstøkum vørubólkum sum eitt nú fiski og fiskavørum.

Hóast reglurnar viðvíkjandi matvørum í EBS-sáttmálanum eru meinlíkar ES-reglum, varð regluverkið hjá ES um eftirlit við handlinum, herundir heilsufrøðiliga eftirlitið ES-markið, í fyrsta umfari hildið uttanfyri EBS-sáttmálan.

Í EBS-sáttmálanum eru eisini umhvørvisligar ásetingar, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hava týdning fyri reglur og lógir um góðsku á matvørum og brúkaratrygd. Sáttmálin hevur almennar ásetingar um, at fyrilitini fyri heilsu, trygd, umhvørvið o.a. skulu vera støði undir lóggávuni í sáttmálalondunum, tá hetta ikki er tilskilað í EBS-sáttmálanum. Í EBS-sáttmálanum er tó reglur, ið liggja á markinum millum umhvørvið og heilsu, og sum hava týdning fyri góðskuna á matvørum. Nevnast kann m.a. reglur um góðkenning av sonevndum "genmodifiseraðum" vørum, reglur um merking av kemikalium og krøv um vatngóðsku.

EBS-sáttmálin ber í sær, at EFTA-londini í høvuðsheitum hava sama lógarverk sum ES viðvíkjandi krøvum til heilsu og reinføri í sambandi við handil við livandi djórum og vørum av animalskum uppruna, fiskur íroknaður.

Í byrjanini fevndu ásetingar í EBS kortini ikki um reglurnar hjá ES um eftirlit við handlinum, eitt nú í sambandi við djóralæknaeftirlit við landamørkini. Djóralæknaeftirlit við landamørkini snýr seg um skjala-, uppruna- og fysiskt eftirlit. ES kundi kanna fisk og fiskavørur úr EFTA-londunum á markinum til ES á sama hátt sum vørur úr øðrum triðjalondum. Somu reglur vóru galdandi fyri útfluttar landbúnaðarvørur.

ES samskipaði og herdi heilsufrøðiliga eftirlitið við landamørkini 1. januar 1997. Hetta bar í sær, at eitt nú Noreg varð roknað sum eitt triðjaland í sambandi við eftirlitið á markinum. Norðmenn og íslendingar hildu, at henda skipanin fór at verða bæði tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, og at hon fór at tarna fiskaútflutninginum.

Farið varð tí undir samráðingar um at endurskoða fylgiskjal I í EBS-sáttmálanum um heilsufrøðilig viðurskifti. Nú vórðu reglurnar um góðskueftirlit við fiski og fiskavørum, tá útflutt verður til ES, tiknar við í sáttmálan.

Broytingarnar í EBS-sáttmálanum lættu munandi um hjá vinnuni í EFTA-londunum. Eitt nú sleppa útflytarar av fiski og landbúnaðarvørum undan teimum praktisku trupulleikunum, ið standast av víðkaða marknaðar-eftirlitinum hjá ES, og sleppa somuleiðis undan kostnaðinum av víðkaða eftirlitinum.

Áðrenn ES gjørdi av at herða marknaðareftirlitið, vórðu millum 3 og 5% av vørunum kannaðar. Varð EBS-sáttmálin ikki endurskoðaður, hevði markið fyri stakroyndir hækkað upp í 20 prosent og fyri ávísar fiskarvørur heilt upp í 50 prosent.

Endurskoðaði EBS-sáttmálin á heilsufrøðiliga økinum bar harumframt í sær, at EFTA-londini og ES fingu felags reglur mótvegis triðjalondum. Hetta hevði m.a. við sær, at Noreg gjørdist partur av markinum hjá ES úteftir. Landið skal sostatt hava eftirlit við vørum, sum koma inn í EBS-økið um Noreg.

12.4 Gongdin í ES
Seinnu árini eru brúkarnir í ES og í heiminum sum heild vorðnir meiri atfinningarsamir í støðu síni til vandatættir í sambandi við hagreiðing og tilvirking av matvørum og brúkaratrygd.

Ein høvuðsorsøkin er BSE-málið í Bretlandi. Eftir at hetta mál tók seg upp, hevur ES-nevndin sett í verk fleiri fyriskipanir, og ætlanir eru um at fremja broytingar í lóggávuni.

Vísindaligar nevndir og eftiransingarstovnar hava ligið undir direktoratinum, sum umsitur lóggávuarbeiðið á hesum øki. Hetta er nú broytt. Vísindaligu nevndirnar og eftirlitsstovnarnir eru ella verða flutt til DG XXIV, ið tekur sær av brúkaratrygd. Endamálið við broytingunum er at endurreisa álitið á myndugleikarnar á hesum øki.

ES endurskoðar samstundis lóggávuna í sambandi við matvørur. Hetta fer at bera í sær, at eitt fløkt lógarverk verður gjørt einfaldari, og at galdandi reglur verða gjørdar meiri tíðarhóskandi og nágreiniligar.

12.5 Støða Føroya
Sum partur av danska WTO-limaskapinum, eru Føroyar bundnar av at fylgja WTO-reglum um matvørutrygd og heilsufrøðilig viðurskifti. Meginparturin av fiskaútflutningi Føroya fer til marknaðin í ES-londunum. Høvuðsamboðið til at umsita hendan útflutning er sínámillum handilsavtalan frá 1991/96. Hesin sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um tollloft og tollkvotur. Á øðrum økjum, sum eisini hava alstóran týdning fyri handilin, eru vit triðjaland. Vit eru ikki við í altjóða avtalum um heilsufrøðilig viðurskifti. Tí er tað ES og onnur lond, sum áseta heilsufrøðiligu treytirnar.

Hetta staðfesti landsstýrið eisini í frágreiðingini til løgtingið í 1996 um uttanlandsmál. Sagt verður, at landsstýrið ikki metir toll sum einastu hóttanina ella forðingina fyri útflutningi okkara til ES. Týdningurin av tolli sum handilsforðing fer helst at minka, so hvørt sum liberarliseringstilgongdin í kjalarvørrinum av Uruguay-umfarinum í GATT tekur dik á seg. Víðari verður sagt:

Álvarsligar forðingar mótvegis "traditiónellum" 3. londum, sum vit og Schweiz eru, fara framyvir í størri mun at liggja í m.a. økta heilsufrøðiliga eftirlitinum, sum fer at verða hert mótvegis londum, har felags góðkendar skipanir og mannagongdir ikki eru tryggjaðar í integreraðum samskifti við ES.

Í frágreiðingini frá landsstýrinum verður eisini upplýst, at Ísland og Noreg longu hava sæð og fyribyrgt hesum vanda við luttøku teirra í EBS, og við endurskoðanini av EBS-sáttmálanum.

Hóast Føroyar ikki formliga eru partur av teimum felagsskapum í Europa, sum samstarva um heilsufrøðilig viðurskifti, hevur altjóða gongdin havt stóra ávirkan á karmarnar fyri fiskavirking og fiskaútflutningi okkara.

Í 1994 fóru føroysk fiskavirkir og verksmiðjuskip undir at byggja upp innaneftirlitsskipanir fyri at tryggja eitt ávíst góðskustig á vørunum. Landsstýrið setti krøvini um innaneftirlit, fyri at fiskiídnaðurin kann lúka altjóða krøv á hesum øki. Skulu Føroyar útflyta matvørur til ES, er neyðugt, at virkini hava góðkendar góðskustýringarskipanir. Líknandi krøv eru eisini sett í verk í USA. Innaneftirlitið krevur, at virki og skip hava eina góðskustýringarskipan, sum tryggjar, at matvørulógin verður hildin. Skipanin byggir á HACCP-aðalreglurnar.

Hóast nógv hevur verið gjørt fyri at lúka heilsufrøðilig krøv frá myndugleikunum í londunum, sum keypa fisk og fiskavørur úr Føroyum, eru framvegis nógv viðurskifti á hesum øki, har ikki er komið fram til nøktandi loysnir. Hesi viðurskifti eru í stóran mun ein forðan fyri gagnligum handilssamskifti við keyparalondini í Europa.

Í 1996 bóðu Føroyar gjøgnum felagsnevndina um samráðingar um eina heilsufrøðiliga avtalu við ES, og nú er klárt at fara undir hesar samráðingar.