EBS frágreiðingin

 

Føroyar í eini EBS-líknandi skipan og tollsamgongu

Inngangur
Sambært arbeiðssetninginum skal nevndin lata løgmanni upplegg til samráðingar við ES um eina avtalu, sum er grundað á fyrra tilmælið í Bláa álitinum frá 1995.

Nevndin, ið varð sett í 1995 at kanna gagnligastu marknaðaratgongdina til ES, mælti til eina serskipan, ið varð sett saman av eini EBS-líknandi skipan og tollsamgongu.

Í grundgevingini fyri tilmælinum verður sagt í Bláa álitinum, at vit øðrumegin fáa fyrimunir av tí víða samstarvinum í EBS og hinumegin fáa marknaðaratgongd í eini tollsamgongu. Nevndin helt, at EBS-leisturin í síni heild gevur okkum fyrimunir, og vísti á, at EBS-avtalan fevnir um samvinnu á nógvum týðandi samfelagsøkjum, sum hava stóran týdning fyri menningarmøguleikarnar og kappingarføri okkara.

Nevndin helt samanumtikið, at ein samanseting av eini EBS-avtalu og tollsamgongu er tann loysnin, sum á nøktandi hátt tænir útflutningsvinnuni og føroyskum áhugamálum annars.

Í Bláa álitinum verður víst á, at EBS-avtalan gevur Íslandi og Noregi á leið somu marknaðarsømdir fyri fisk og fiskavørur í ES, sum vit hava í galdandi handilsavtalu. Til tess at fáa gagnligari marknaðaratgongd fyri fisk og fiskavørur mælti nevndin tí til at royna at fáa eina tollsamgongu fyri hesar vørur.

Ein tollsamgonga gevur í útgangsstøðu føroyskum virkjum somu marknaðartreytir viðvíkjandi fiski, sum virkjum í ES. Samstundis loysir ein tollsamgonga trupulleikarnar við triðjalandsfiski á ES-marknaðinum.

Men hinvegin verður í Bláa álitinum ásannað, at tað helst verður torført at koma á mál við einum tílíkum ynski, og ivasamt er, um ES er sinnað at gera slíka avtalu. Sostatt verður talan um truplar samráðingar.

Nevndin vísti á, at ríkisrættarliga støða okkara ger, at samráðingarnar lutvíst koma at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar/Danmark øðrumegin og ES hinumegin og lutvíst um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.

Víðari vísti nevndin á, at ES hevur ongantíð gjørt tollsamgongu við triðjalond um fisk og fiskavørur, og talan er ikki um eina fasta skipan, har onnur lond hava slóðað fyri, men um eina heilt nýggja serskipan.

Uppgávan hjá hesi nevndini, ið er sett at gera upplegg til samráðingar um hesa loysn, hevur sostatt verið at taka um endan, har Bláa álitið slepti.

Til tess at fáa til vega eitt gott grundarlag til at gera metingar og niðurstøður um uppskotið til eina serskipan, hevur nevndin hugt at gongdini í altjóða handilssligum og búskaparligum samstarvi, at skipanunum í handilssamstarvinum í Vestureuropa og aðrastaðni í heiminum, og hevur útgreinað EBS-skipanina og tollsamgongur.

Í hesum kapitlinum verður spurningurin um Føroyar í eini EBS-líknandi avtalu og tollsamgongu við ES viðgjørdur.

Í fyrsta lagi verður spurningurin um stovnslig og umsitingarlig viðurskifti viðgjørdur. Hetta snýr seg um, hvørjar leiðir kunnu gangast fyri at fáa eina avtalu við ES, sum gevur okkum somu støðu sum EFTA-londini í EBS-sáttmálanum, og hvussu ein møgulig EBS-líknandi avtala við ES kann verða umsitin, herundir hvørjir stovnar og skipanir eru neyðugar, um sáttmálin skal virka eftir ætlan.

Í øðrum lagi verður spurningurin um eina tollsamgongu saman við eini EBS-líknandi skipan viðgjørdur.

Við eini EBS-skipan gerast vit partur av innmarknaðinum hjá ES og mugu í útgangsstøðu halda okkum til meginreglurnar í teimum fýra frælsunum hjá ES.

Í EBS-samstarvinum eru higartil 1239 direktiv. Nevndin hevur sett í verk eina kanning, fyri at fáa eina hylling á, hvørji av hesum direktivum innihaldsliga longu eru sett í verk í Føroyum, hvørji í roynd og veru óbeinleiðis eru galdandi, og hvørji direktiv krevja broytingar í føroyskum viðurskiftum og mannagongdum. Í hesum sambandi hevur nevndin sent fyrispurning til stovnarnar, sum umsita tey ymsu økini í Føroyum. Úrslitið av hesi kanningini er umrøtt í kap. 14.

13.2 Stovnslig og umsitingarlig viðurskifti í eini EBS-líknandi skipan
Tá tosað verður um eina EBS-líknandi avtalu, so er hetta fyrst og fremst grundað á, at ríkisrættarliga støða Føroya ger, at Føroyar bert hava møguleika fyri undir einum ella øðrum formi at fáa eina serskipan. Torføri spurningurin er, hvussu Føroyar stovnsliga og umsitingarliga kunnu verða partur av eini EBS-skipan.

Í kap. 9 verður EBS lýst sum ein skipan við tveimum sjálvstøðugum súlum við EFTA-londunum í aðrari og ES í hinari. Í hvørjari súlu og ímillum tær eru skipanir settar í verk, sum skulu tryggja, at sáttmálin virkar eftir ætlan.

Felags stovnar, ið bæði hava ráðgevandi uppgávur og sum taka avgerðir í sambandi við EBS, eru settir at umsita sáttmálan. Her er talan um EBS-ráðið, EBS-nevndina, Tingmannanevndina og Ráðgevandi nevndina fyri EBS.

Eisini eru ásetingar um, hvussu avgerðir skulu takast í EBS. Endamálið er m.a. at forða fyri, at luttakandi londini ganga hvør sína leið í lógarsmíði og at tryggja, at báðir partar eru við longu frá byrjan, tá nýggjar reglur skulu setast í verk. Her kann nevnast, at íslendingar meta júst hetta, at teir eru við í lógarsmíðinum frá byrjan og hava møguleika fyri at ávirka innihaldið, sum eina av størstu fyrimununum við íslendsku EBS-luttøkuni.

Harumframt eru stovnar, sum ansa eftir, at sáttmálin verður hildin. Í ES er tað ES-nevndin sum skal ansa eftir, at limalondini halda skyldurnar, tey hava átikið sær sambært EBS-sáttmálanum. EFTA-londini settu sína egnu eftiransingarskipan í verk fyri at tryggja, at skyldurnar í EBS-sáttmálanum verða fylgdar í EFTA-økinum.

Somuleiðis hava ES-dómstólurin og EFTA-dómstólurin hvør í sínum lagi til uppgávu at gera bindandi tulkingar av EBS-sáttmálanum. Serlig skipan er eisini fyri at loysa trætumál millum partarnar.

Nevndu stovnar og skipanir eru ein fyritreyt fyri, at EBS skal virka eftir ætlan. Skulu viðurskifti okkara við ES skipast í eini EBS-líknandi avtalu, er fyritreytin, at neyðugu umsitingarligu amboðini eru til staðar, um fyrimunirnir av eini EBS-líknandi skipan skulu koma til høldar á ein hátt, sum í longdini gagnar Føroyum og føroyskum áhugamálum.

Áðrenn ein samráðingarleið verður vald, er neyðugt at taka støðu til, hvat slag av tilknýti til EBS vit ynskja. Her eru tveir møguleikar. Annar er, at vit í fullan mun gerast partur av EBS-skipanini og luttaka á øllum stigum í skipanini. Hin er, at vit binda okkum at EBS-skipanini og taka við øllum ella pørtum av ásetingunum í EBS.

Tann fyrri møguleikin fer at seta stór umsitingarlig krøv. EBS er ein stór og fløkt skipan. Skulu Føroyar verða partur av skipanini, má neyðug umsitingarorka setast av til hetta arbeiðið. Um vit hinvegin bert binda okkum at skipanini og taka við ásetingunum, verður luttøkan ikki so orkukrevjandi umsitingarliga.

13.3 Bygnaðarmøguleikar í eini EBS-líknandi skipan
Niðurstøðan hjá nevndini er, at tvær leiðir eru møguligar at ganga, til tess at knýta Føroyar upp í verandi EBS-skipan. Onnur er, at Føroyar knýta seg til EBS-skipanina ES-megin, og hin at Føroyar gerast partur av EFTA-súluni í EBS-samstarvinum. Hesir báðir møguleikar seta heilt ymsar fyritreytir í samráðingunum.

Verður farið ES-vegin sær nevndin fyri sær prinsipielt tríggjar bygnaðarmøguleikar, og verður farið EFTA-vegin, eru tveir bygnaðarmøguleikar. Nevndin hevur lýst hesar møguleikar, og mett um fyrimunir og vansar. Endamálið hevur verið at seta upp teir teoretisku møguleikar, sum eru til staðar, fyri á tí grundarlagi at kunna meta um, hvør loysn og samráðingarleið er mest sannlíkt at koma á mál við.

13.3.1. Møguleikar fyri EBS-avtalu við ES.
Verður avgjørt at royna at fáa eina EBS-líknandi avtalu við ES, metir nevndin, at tríggir teoretiskir møguleikar eru:

1. Verandi handilssáttmáli verður víðkaður til eina EBS-líknandi avtalu
Henda skipanin ber í sær, at tær ásetingar og skipanir, sum eru í EBS, verða lagdar afturat verandi sáttmála, og at hetta verður grundarlagið fyri einum nýggjum bilateralum sáttmála millum Føroyar og ES. Verandi handilssáttmáli kundi við hesum verið víðkaður til ein samstarvssáttmála millum Føroyar og ES. Henda skipan er víst í talvu 13.1.

Í eini tílíkari avtalu hevði felagsnevndin hildið fram og verið víðkað til at taka sær av umsitingarliga partinum. Nýggjar ásetingar í EBS verða viðgjørdar í felagsnevndini og síðan lagdar fyri løgtingið til góðkenningar, áðrenn tær koma í gildi.

Nevndin metir, at hetta er tann minst víðgongdi møguleikin, sum mest sannlíkt er at koma á mál við. Danmark er uttan iva sinnað at stuðla einum tílíkum ynski hjá Føroyum, og ES er helst eisini sinnað at fara undir samráðingar um eina tílíka skipan. Ein tílík tilgongd er í roynd og veru byrjað, og skundað kann verða undir gongdina. Hetta kann fara fram, samstundis sum aðrar og kanska meira víðgongdar loysnir verða umhugsaðar.

Størsti vansin við hesi skipanini er, at bygnaðurin er veikur, og at vandi er fyri, at tað fer at taka drúgva tíð at fremja nýggjar ásetingar, tí helst verður langt ímillum fundirnar í felagsnevndini. Royndirnar í verandi felagsnevnd eitt nú í sambandi við ynski hjá Føroyum um at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við ES, vísa, at viðgerðin í hesi skipan tekur tíð.

Tí er umráðandi, at tað í avtaluni verður fingin ein skipan við eini fastari mannagongd fyri viðgerð og støðutakan til nýggjar ásetingar, so Føroyar á henda hátt verða partur av teimum støðugu broytingunum, sum fara fram í samstarvinum.

Tað er somuleiðis sera umráðandi, at Føroyar greitt boða ES frá, hvat vit miða eftir, so ES kann taka okkara yvirskipaðu ynski við í sínar fyrireikingar.

Ein annar vansi er, at Føroyar ikki luttaka í avgerðartilgongdini. Ísland leggur stóran dent á at vera við frá byrjan í avgerðartilgongdini, tí hetta gevur møguleika fyri at fyrireika lóggávu og vinnulívið til tær broytingar, sum fara at koma. Eisini hava EFTA-londini møguleika fyri at ansa eftir málum, sum kunnu hava óhepnar avleiðingar, og kunnu gera vart við sína støðu á teimum ymsu viðgerðarstigunum.

Tó er tað so, at ES-lóggáva er grundarlagið undir EBS-samstarvinum, og ES tekur stig til nýggjar ásetingar í samstarvinum. Nevndin metir, at í roynd og veru, hava EFTA-londini sera avmarkaða ávirkan á yvirskipaðu gongdina í EBS.

Nevndin heldur, at tað er av týdningi at Føroyar í eini tílíkari skipan hava møguleika fyri at kunna seg heilt frá byrjan, tá stig verða tikið til nýggjar ásetingar í EBS. Ein tílík kunningarskipan eigur at kunna setast í verk gjøgnum danskar myndugleikar.

Henda loysnin treytar, at bilateralar EBS-líknandi avtalur verða gjørdar við grannalondini Ísland og Noreg.

Ein fyrimunur við eini tílíkari skipan kann verða, at Føroyar verða minni bundnar enn í øðrum skipanum.

2. Serlig umsitingarskipan verður gjørd í eini EBS-líknandi skipan.
Í talvu 13.2 er víst hvørjar fyritreytirnar eru, um Føroyar høvdu ynskt at fáa eina serliga umsitingarskipan fyri eitt EBS-samstarv við ES, har Føroyar einsamallar eru sáttmálaparturin.

Í tí førinum hevði verið neyðugt við fyrimynd í verandi EBS-bygnaði at bygt eina tví-súlu skipan, har Føroyar og ES eru súlurnar. Tað vil siga, at stovnað verður eitt EBS-líknandi ráð, ein EBS-líknandi nevnd, tingmannanevnd og ráðgevandi nevnd við umboðum fyri báðar partar. Harumframt hevði verið neyðugt at skipa okkara egna eftirlitsstovn, sum skuldi havt eftirlit við, at Føroyar halda ásetingarnar í avtaluni, og neyðugt hevði verið, at Føroyar geva seg undir avgerðirnar hjá ES-dómstólinum.

Nevndin hevur tikið henda møguleika við fyri at vísa, hvønn bygnað ein tílík skipan krevur. Hinvegin heldur nevndin, at hesin møguleikin er meira av teoretiskum slagi.

Ein tílík skipan er bygnaðarliga fløkt og orkukrevjandi, og tí er neyvan heldur sannlíkt, at ES hevði verið sinnað at tingast um eitt tílíkt samstarv.

ES-megin verður bygnaðurin í EBS mettur sum ein tung skipan, og ymiskt er, sum bendir á, at ES ikki er sinnað at gera fleiri líknandi serskipanir.

Víst kann verða á, at eftir at Sveis kortini ikki fór upp í EBS-samstarvið, hevur landið tingast við ES um eina bilaterala samstrarvsavtalu, sum hevur víst seg at verða torfør at fáa í lag. Í hesum samráðingunum hevur gongdin verið, at ES hevur sett saman ein pakka, sum Sveis mátti velja í síni heild at taka við ella at vraka. Í hesum samstarvi er ikki ætlanin at hava ein EBS-líknandi bygnað, men heldur eina vanliga felagsnevnd. Leggjast kann afturat, at Sveis er næststørsti handilspartnarin hjá ES eftir USA.

3. Danskir myndugleikar umsita eina EBS-líknandi avtaluna vegna Føroyar.
Í talvu 13.3. er vístur tann møguleiki, at Føroyar fara upp í verandi EBS-samstarv við danskari umboðan ES-megin. Við hesi skipan hevði samskiftið við EBS-skipanina gingið um danskar myndugleikar.

Henda skipanin hevði borið í sær, at danskir ráðharrar umboðaðu Føroyar í EBS-ráðnum og danskir embætismenn umboðaðu Føroyar í EBS-nevndini. Føroyar kundu hinvegin ikki luttikið í tingmannanevndini, men kanska kundu føroyskir fólkatingsmenn luttikið á hesum stigi. Heldur ikki kundu Føroyar luttikið í ráðgevandi nevndini fyri EBS, men hinvegin kundu danskir ella føroyskir serfrøðingar luttikið í serfrøðinganevndunum. Í eini tílíkari skipan hevði Føroyar verið undir eftirlitsstovninum hjá ES, og Føroyar høvdu verið noyddar at givið seg undir avgerðirnar hjá ES-dómstólinum. Trætur høvdu somuleiðis verið loystar eftir skipanini hjá ES.

Viðvíkjandi fráboðanum um broyttar ella nýggjar lógir og reglur, ið hava týdning fyri samstarvið og sum skulu galda í samstarvinum, høvdu eitt nú ES-direktiv verið fráboðað Føroyum umvegis danskar ráðstovur.

Hvussu viðurskiftini og samskiftið millum Føroyar og Danmark kundu verið skipað í eini tílíkari skipan, hevði verið ein samráðingarspurningur millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Fyrimunurin við eini tílíkari skipan hevði verið, at Føroyar luttaka í fullan mun í EBS-samstarvinum. Fyritreytin er, at danskir myndugleikar taka undir við eini tílíkari skipan, og eru sinnaðir at seta av neyðugu umsitingarorkuna. Í øðrum lagi er fyritreytin, at ES er sinnað at tingast um eina tílíka skipan.

Góðtaka Danmark og ES eina tílíka skipan, átti at borið til rímiliga skjótt at komið á mál við henni. Neyðugt er eisini at gera eina sínámillum avtalu við EFTA.

13.3.2. Møguleikar fyri EBS-avtalu gjøgnum EFTA.
Hin leiðin at ganga er, at Føroyar fara upp í EBS-samstarvið EFTA-megin. Verður avgjørt at royna at fáa eina EBS-líknandi avtalu gjøgnum EFTA-felagsskapin, metir nevndin, at tveir møguleikar eru:

1. Føroyar gerast partur av EFTA við danskari umboðan vegna Føroyar.
Í talvu 13.4 er vístur bygnaðurin í eini loysn, har Danmark gerst partur av EFTA súluni vegna Føroyar. Danskir ráðharrar og embætismenn høvdu umboðað Føroyar í ávikavist EBS-ráðnum og EBS-nevndini. Løgtingslimir høvdu ikki kunnað luttikið í tingmannanevndini, men ein møguleiki hevði kanska verið, at føroysku fólkatingsumboðini luttóku á hesum stigi. Í hesi skipan høvdu Føroyar verið undir eftiransingarstovninum og dómstólunum hjá EFTA, og trætumál høvdu verið loyst eftir skipanini hjá EFTA.

Verður valt at royna hesa skipan, er fyrst neyðugt at fáa Danmark at taka undir við hesi loysn. Í øðrum lagi er neyðugt at fáa EFTA at góðtaka hesa skipan, og síðan kemur ES inn í myndina.

Spurningurin um í hvønn mun føroysk umboð kundi luttikið fyri donsku umboðini, er ein samráðingarspurningur millum Føroyar og Danmark.

Fyrimunurin við eini tílíkari skipan er, at vit á jøvnum føti við eitt nú Noreg og Ísland høvdu luttikið í EBS-samstarvinum. Skipanin hevur virkað í nøkur ár, og ein fyrimunur fyri Føroyar er, at vit kundu brúkt teir ymsu stovnarnar, sum eru í EFTA.

Hinvegin er spurningurin um Danmark kann góðtaka eina tílíka loysn, tí hon er umsitingarliga orkukrevjandi. Prinsipielt er loysnin eisini ivasom. Danmark kemur at sita báðu megin borðið í EBS, og spurningurin er um samstarvslondini høvdu havat álit á hesi støðuni.

Ein tílík loysn fyrisetur, at bæði EFTA-sáttmálin og EBS-sáttmálin mugu broytast.

2. Føroyar gerast partur av EFTA við sjálvstøðugari umboðan.
Ein meira víðgongd skipan er, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í EFTA, soleiðis at føroyingar sjálvir eru umboðaðir á øllum stigum í bygnaðinum. Henda skipanin er víst í talvu 13.5.

Henda skipanin fyrisetir, at Danmark í fyrsta lagi góðtekur at royna hesa loysn. Í øðrum lagi skal EFTA góðtaka, at Føroyar gerast limur, hóast vit eru ein partur av danska kongaríkinum. Bert sjálvstøðug lond kunnu vera limur í EFTA. Í triðja lagi krevur ein tílík loysn, at ES-góðkennir hana.

Góðtaka allir partar eina tílíka loysn, eigur tað reint praktiskt ikki at verða trupult at gerast partur av EFTA-síðuni í EBS, men ein tílík skipan fer umsitingarliga at krevja stóra orku.

Ein avleiðing av eini EBS-líknandi skipan gjøgnum EFTA er, at Føroyar tá ikki longur kunnu umvegis Danmark royna at fáa sersømdir frá ES. Vit eru tá bundin at EFTA, og tí sum hesin felagsskapurin megnar í EBS-samstarvinum.

13.4 EBS-líknandi skipan og tollsamgonga
Omanfyri eru umrøddir bygnaðarmøguleikarnir í eini EBS-líknandi skipan. Arbeiðssetningur nevndarinnar ásetir, at nevndin skal gera uppskot um eina loysn, har EBS-skipanin er sett saman við eini tollsamgongu.

Í fyrsta lagi er at siga, at verður valt at fara EFTA-vegin í einum EBS-samstarvi, er ikki gjørligt eisini at royna at fáa eina tollsamgongu.

Í kapittul 8 er greitt frá tollsamgongum. Niðurstøðan hjá nevndini er, at tollur hevur fingið minni týdning sum handilsforðing og støðugt fer at fáa minni týdning, eisini tá tað snýr seg um fisk og fiskavørur. Um nøkur ár kann vónandi roknast við, at tollspurningurin á fiski og fiskavørum er loystur. Hinvegin fara heilsufrøðilig og teknisk krøv at verða handilsforðingin í framtíðini.

Nevndin metir, at skulu vit fáa betri tollsømdir á ES-marknaðinum fyri fisk og fiskavørur enn í verandi handilsavtalu við ES, og betri tollsømdir enn Noreg og Ísland hava fingið í EBS-sáttmálanum, noyðast Føroyar at lata ES okkurt afturfyri.

ES fatar marknaðarskipanina fyri fisk sum ein fult samansjóðaðan part av øllum fiskivinnupolitikkinum, og nevndin metir, at serliga hesi viðurskifti verða trupul í samráðingunum um eina tollsamgongu. Føroyar kunnu neyvan koma upp í tollsamgonguna hjá ES, uttan at góðtaka samlaða fiskivinnupolitikkin hjá ES.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um eina tollsamgongu av tí slagnum, sum ES hevur gjørt við triðjalond, er torført at meta um útlitini fyri at røkka á mál, tí hesar tollsamgongur fevna ikki um fisk og fiskavørur. ES hevur ongantíð gjørt eina tollsamgongu um fisk og fiskavørur við triðjalond. Um ES er sinnað at gera eina tílíka tollsamgongu við Føroyar, kann greiða bert fáast á, um hetta verður roynt í samráðingum.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um at sleppa upp í tollsamgonguna í ES, noyðast Føroyar eisini at taka við handilspolitikkinum hjá ES mótvegis triðjalondum. Tollsamgongan er bert ein partur av handilsliga, búskaparliga og politiska samstarvinum í ES, og tí er torført at meta um, hvørjar aðrar politiskar bindingar fara at liggja í eini tílíkari avtalu við ES.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at ein EBS-líknandi skipan sett saman við tollsamgongu er tað sama sum limaskapur í tí samstarvinum, sum var áðrenn Maastsricht sáttmálin kom í gildi.

Tí er hetta eitt mál, sum metast má um, tá politisk støða verður tikin til, hvørja skipan miðað verður eftir, tá biðið verður um samráðingar við ES um eina nýggja avtalu.

Talva 13.1. Verandi handilssáttmáli verður víðkaður til eina EBS-líknandi skipan.

EBS-bygnaður

Uppgávur

Umboðan

EBS-líknandi bygnaður

 

EBS-ráðið

Ráðið fremur EBS-sáttmálan og setur stevnu-miðini við einmæltum samtyktum. Stjórnarlimir úr hvørjum einstøkum EFTA landi og limir úr ES-ráðnum ella ES-nevndini.  

Ein felagsnevnd umsitur sáttmálan.

Føroyar taka við øllum EBS-ásetingum, sum eru komnar í gildi. Nýggjar ásetingar skulu eftir viðgerð í felagsnevndini

góðkennast í løgtinginum. Føroyar eru ikki við í avgerðartilgongdini. Tað er av stórum týdningi, at ein kunningarskipan verður sett í verk. Somuleiðis er tað av stórum týdningi, at føst skipan verður gjørd fyri viðger av nýggjum ásetingum.

Neyðugt við sínamillum EBS-líknandi avtalum við EFTA-londini

 

EBS-nevndin

Nevndin hevur dagligu umsitingina og samtykkir nýggjar ásetingar við einmæli. Embætisfólk úr EFTA-londunum, embætisfólk úr ES-nevndini ella einstøkum limalondum.
Tingmannanevndin Ráðgevandi nevnd. Limir úr Europatinginum og tinglimir úr hvørjum einstøkum EFTA-landi.
Ráðgevandi nevndin

fyri EBS

Endamálið er at geva vinnulívinum ávirkan á gongdina. Limir úr ráðgevandi nevndini hjá EFTA og úr ECOSOC í ES.
 

 

Avgerðartilgongdin

 

Mannagongd fyri nýggjar ásetingar og broytingar.

Vanliga tekur ES-nevndin stig til nýggjar ásetingar og broytingar. Sakkunnleiki í EFTA og ES er síðan við í fyrireikingunum, áðrenn endaliga málsviðgerð byrjar í skipanini.
 

Eftiransingarskipanin

Skipan fyri eftiransing, so londini halda allar sínar skyldur, og at sáttmálin verður umsitin eins. ES-nevndin umsitir eftiransingina í ES, og óhefta EFTA-eftirlitsnevndin í EFTA-londunum.
 

Dómstólurin

Skipan, har hvør partur ger bindandi tulkingar av EBS-sáttmálanum. ES-dómstólurin fyri ES-londini og EFTA-dómstólurin fyri EFTA-londini. Føroyar geva seg undir avgerðirnar hjá ES-dómstólurin
 

Trætumál

Mannagongdir at loysa ósemjur millum partarnar um tulkingar. Trætur kunnu loysast í EBS-nevndini, í einum gerðarrætti, ella við einsíðugum tiltøkum Trætur verða viðgjørdar eftir somu skipan sum í ES.

Talva 13.2. Serlig umsitingarskipan verður gjørd í eini EBS-líknandi avtalu.

EBS-bygnaður

Uppgávur

Umboðan

 

EBS-líknandi bygnaður

 

EBS-ráðið

Ráðið fremur EBS-sáttmálan og setur stevnumiðini við einmæltum samtyktum. Stjórnarlimir úr hvørjum einstøkum EFTA landi og limir úr ES-ráðnum ella ES-nevndini.   Serligt ráð verður sett á stovn mannað við umboðum fyri ES-ráðið/ES-nevndina og við landsstýrismonnum
 

EBS-nevndin

Nevndin hevur dagligu umsitingina og samtykkir nýggjar ásetingar við einmæli. Embætisfólk úr EFTA-londunum, embætisfólk úr ES-nevndini ella einstøkum limalondum.   Serlig nevnd verður skipað, har embætisfólk úr ES-nevndini ella einstøkum limalondum luttaka saman við føroyskum embætisfólkum
Tingmannanevndin Ráðgevandi nevnd. Limir úr Europatinginum og tinglimir úr hvørjum einstøkum EFTA-landi.   Serlig nevnd við limum úr Europatinginum og løgtinginum.
Ráðgevandi nevndin

fyri EBS

Endamálið er at geva vinnulívinum ávirkan á gongdina. Limir úr ráðgevandi nevndini hjá EFTA og úr ECOSOC í ES.    
 

 

Avgerðartilgongdin

 

Mannagongd fyri nýggjar ásetingar og broytingar.

Vanliga tekur ES-nevndin stig til nýggjar ásetingar og broytingar. Sakkunnleiki í EFTA og ES er síðan við í fyrireikingunum, áðrenn endaliga málsviðgerð byrjar í skipanini.    

Føroyskir serfrøðingar luttaka í arbeiðinum í serfrøðinganevndunum

 

Eftiransingarskipanin

Skipan fyri eftiransing so londini halda allar sínar skyldur, og at sáttmálin verður umsitin eins. ES-nevndin umsitir eftiransingina í ES, og óhefta EFTA-eftirlitsnevndin í EFTA-londunum.    

Føroyar skipa sítt egna eftirlit.

 

Dómstólurin

Skipan, har hvør partur ger bindandi tulk-ingar av EBS-sáttmálanum. ES-dómstólurin fyri ES-londini og EFTA-dómstólurin fyri EFTA-londini.   Føroyar geva seg undir avgerðirnar hjá ES-dómstólinum
 

Trætumál

Mannagongdir at loysa ósemjur millum partarnar um tulkingar. Trætur kunnu loysast í EBS-nevndini, í einum gerðarrætti, ella við einsíðugum tiltøkum   Trætur verða viðgjørdar eftir somu skipan sum í EBS.

Talva 13.3. Danskir myndugleikar umsita eina EBS-líknandi avtalunu vegna Føroyar.

EBS-bygnaður

Uppgávur

Umboðan

 

EBS-líknandi bygnaður

 

EBS-ráðið

Ráðið fremur EBS-sáttmálan og setur stevnumiðini við einmæltum samtyktum. Stjórnarlimir úr hvørjum einstøkum EFTA landi og limir úr ES-ráðnum ella ES-nevndini.   Skiftandi danskir ráðharrar umboða Føroyar ES-megin. Donsku ráðstovurnar kunna landsstýrið. Umboðini fyri Føroyar kunnu ikki hava formansskapin.
 

EBS-nevndin

Nevndin hevur dagligu umsitingina og samtykkir nýggjar ásetingar við einmæli. Embætisfólk úr EFTA-londunum, embætisfólk úr ES-nevndini ella einstøkum limalondum.   Embætisfólk frá donskum ráðstovum umboða Føroyar ES-megin á fundum í nevndini. Samskiftið við landsstýrið fer fram eftir ávísari skipan.
Tingmannanevndin Ráðgevandi nevnd. Limir úr Europatinginum og tinglimir úr hvørjum einstøkum EFTA-landi.   Føroyar kunnu ikki luttaka á hesum stigi.
Ráðgevandi nevndin

fyri EBS

Endamálið er at geva vinnulívinum ávirkan á gongdina. Limir úr ráðgevandi nevndini hjá EFTA og úr ECOSOC í ES.   Føroyar kunnu ikki luttaka á hesum stigi.
 

 

Avgerðartilgongdin

 

Mannagongd fyri nýggjar ásetingar og broytingar.

Vanliga tekur ES-nevndin stig til nýggjar ásetingar og broytingar. Sakkunnleiki í EFTA og ES er síðan við í fyrireikingunum, áðrenn endaliga málsviðgerð byrjar í skipanini.    

Danskir/føroyskir serfrøðingar luttaka í serfrøðinganevndum.

 

Eftiransingarskipanin

Skipan fyri eftiransing so londini halda allar sínar skyldur, og at sáttmálin verður umsitin eins. ES-nevndin umsitir eftiransingina í ES, og óhefta EFTA-eftirlitsnevndin í EFTA-londunum.    

Føroyar eru undir eftiransingarskipanini hjá ES.

 

Dómstólurin

Skipan, har hvør partur ger bindandi tulkingar av EBS-sáttmálanum. ES-dómstólurin fyri ES-londini og EFTA-dómstólurin fyri EFTA-londini.   Føroyar geva seg undir avgerðirnar hjá ES-dómstólinum.
 

Trætumál

Mannagongdir at oysa ósemjur millum partarnar um tulkingar. Trætur kunnu loysast í EBS-nevndini, í einum gerðarrætti, ella við einsíðugum tiltøkum   Trætur verða viðgjørdar á sama hátt sum hjá ES.

Talva 13.4. Føroyar verða partur av EFTA við danskari umboðan vegna Føroyar

EBS-bygnaður

Uppgávur

Umboðan

 

EBS-líknandi bygnaður

 

EBS-ráðið

Ráðið fremur EBS-sáttmálan og setur stevnumiðini við einmæltum samtyktum. Stjórnarlimir úr hvørjum einstøkum EFTA landi og limir úr ES-ráðnum ella ES-nevndini.   Danskir ráðharrar luttaka EFTA-megin vegna Føroyar, og samskifta við avvarandi myndugleika. Føroyar luttaka sum fullur limur, og kunnu hava formansskapin í ráðnum.
 

EBS-nevndin

Nevndin hevur dagligu umsitingina og samtykkir nýggjar ásetingar við einmæli. Embætisfólk úr EFTA-londunum, embætisfólk úr ES-nevndini ella einstøkum limalondum.   Danskir embætismenn luttaka EFTA-megin vegna Føroyar. Samskiftið við føroyska embætisverkið fer fram eftir ávísari skipan.
Tingmannanevndin Ráðgevandi nevnd. Limir úr Europatinginum og tinglimir úr hvørjum einstøkum EFTA-landi.   Føroyar kunnu ikki luttaka á hesum stigi. Ella: Føroysku fólkatingsumboðini luttaka.
Ráðgevandi nevndin

fyri EBS

Endamálið er at geva vinnulívinum ávirkan á gongdina. Limir úr ráðgevandi nevndini hjá EFTA og úr ECOSOC í ES.   Danskir myndugleikar tilnevna donsk/føroysk vinnuumboð í nevndina.
 

 

Avgerðartilgongdin

 

Mannagongd fyri nýggjar ásetingar og broytingar.

Vanliga tekur ES-nevndin stig til nýggjar ásetingar og broytingar. Sakkunn-leiki í EFTA og ES er síðan við í fyrireikingunum, áðrenn endaliga málsviðgerð byrjar í skipanini.    

 

Danskir/føroyskir serfrøðingar luttaka í arbeiðinum í serfrøðinganevndunum.

 

Eftiransingarskipanin

Skipan fyri eftiransing so londini halda allar sínar skyldur, og at sáttmálin verður umsitin eins. ES-nevndin umsitir eftiransingina í ES, og óhefta EFTA-eftirlitsnevndin í EFTA-londunum.    

EFTA-eftirlitsnevndin hevur eftiransingina um hendi.

 

Dómstólurin

Skipan, har hvør partur ger bindandi tulk-ingar av EBS-sáttmálanum. ES-dómstólurin fyri ES-londini og EFTA-dómstólurin fyri EFTA-londini.   Føroyar geva seg undir avgerðirnar hjá EFTA-dómstólinum.
 

Trætumál

Mannagongdir at loysa ósemjur millum partarnar um tulkingar. Trætur kunnu loysast í EBS-nevndini, í einum gerðarrætti, ella við einsíðugum tiltøkum   Trætur verða viðgjørdar eftir somu skipan sum hjá EFTA

Talva 13.5. Føroyar verða partur av EFTA við egnari umboðan

EBS-bygnaður

Uppgávur

Umboðan

 

EBS-líknandi bygnaður

 

EBS-ráðið

Ráðið fremur EBS-sáttmálan og setur stevnu-miðini við einmæltum samtyktum. Stjórnarlimir úr hvørjum einstøkum EFTA landi og limir úr ES-ráðnum ella ES-nevndini.   Landsstýrismenn møta á fundi í ráðnum. Føroyar luttaka sum fullur limur, og kunnu hava formansskapin.
 

EBS-nevndin

Nevndin hevur dagligu umsit-ingina og samtykkir nýggjar ásetingar við einmæli. Embætisfólk úr EFTA-londunum, embætisfólk úr ES-nevndini ella einstøkum limalondum.    

Føroyskir embætismenn møta á fundi í nevndini.

Tingmannanevndin Ráðgevandi nevnd. Limir úr Europatinginum og tinglimir úr hvørjum einstøkum EFTA-landi.   Løgtingslimir møta á fundi í nevndini
Ráðgevandi nevndin

fyri EBS

Endamálið er at geva vinnulívinum ávirkan á gongdina. Limir úr ráðgevandi nevndini hjá EFTA og úr ECOSOC í ES.   Føroysk vinnuumboð møta á fundi í nevndini.
 

 

Avgerðartilgongdin

 

Mannagongd fyri nýggjar ásetingar og broytingar.

Vanliga tekur ES-nevndin stig til nýggjar ásetingar og broytingar. Sakkunnleiki í EFTA og ES er síðan við í fyrireikingunum, áðrenn endaliga málsviðgerð byrjar í skipanini.    

Føroyskir serfrøðingar luttaka í arbeiðinum í serfrøðinganevndunum.

 

Eftiransingarskipanin

Skipan fyri eftiransing so londini halda allar sínar skyldur, og at sáttmálin verður umsitin eins. ES-nevndin umsitir eftiransingina í ES, og óhefta EFTA-eftirlitsnevndin í EFTA-londunum.    

EFTA-eftirlitsnevndin hevur eftiransingina um hendi.

 

Dómstólurin

Skipan, har hvør partur ger bindandi tulkingar av EBS-sáttmálanum. ES-dómstólurin fyri ES-londini og EFTA-dómstólurin fyri EFTA-londini.   Føroyar geva seg undir avgerðirnar hjá EFTA-dómstólinum.
 

Trætumál

Mannagongdir at loysa ósemjur millum partarnar um tulkingar. Trætur kunnu loysast í EBS-nevndini, í einum gerðarrætti, ella við einsíðugum tiltøkum   Trætur verða viðgjørdar eftir somu skipan sum hjá EFTA