EBS frágreiðingin

Tillagingarstigið í føroyskari lóggávu

14.1. Inngangur
Fara Føroyar upp í EBS-samstarvið gerast vit partur av innmarknaðinum hjá ES, og mugu í útgangsstøðuni góðtaka meginreglurnar í teimum fýra frælsunum hjá ES.

Ein av grundreglunum í EBS-samstarvinum er, at lógarkarmurin í EBS-økinum skal vera tann sami, og fara Føroyar upp í EBS-samstarvið, er neyðugt, at Føroyar hava sama lógarkarm innan tey øki, sum samstarvs-avtalan fevnir um.

Í EBS-samstarvinum eru nú galdandi tilsamans 1239 direktiv. Føroyar noyðast kortini ikki at seta øll hesi direktiv í verk, tí direktiv um eitt nú kjarnorku, jarnbreytir og onnur øki, hava ikki týdning fyri Føroyar.

Áðrenn EBS-samstarvið gjørdist veruleiki, var í Íslandi og í Noregi stórur ótti fyri hesum rúgvusmikla ES-lógarkarmi, sum skuldi setast í verk. Fleiri óttaðust, at meginparturin av galdandi norsku og íslendsku lóggávuni skuldi broytast til ES-lógir- og kunngerðir.

Kravið frá ES var, at lógarverkið innihaldsliga skuldi vera tað sama sum innihaldið í direktivunum.

Royndirnar vístu tó, at meginparturin av lóggávuni í Íslandi og Noregi innihaldsliga var tað sama. Tað vísti seg, at orðingarnar vóru smidligari, enn roknað varð við frammanundan. Innan ávís øki var tó neyðugt við ymsum tillagingum. ES kravdi eftir norðmanna tykki rættiliga umfatandi tillagingar til meira liberalar karmar innan fiskivinnuøki í Noreg. Ísland hevði longu frammanundan framt stórar liberaliseringar innan fiskivinnuna (sí kapittul 10).

14.2. Kanningin av føroyska lógarkarminum
Nevndin hevur roynt at kanna, hvussu støðan er í føroyskari lóggávu.

Innan arbeiðskarmarnar hjá nevndini hevur tó bert verið gjørligt at gera eina breiða kanning, sum kann nýtast sum grundarlag fyri at geva eina rímiliga góða ábending av støðuni, so nevndin á hesum grundarlagi kundi gera eina meting av, hvussu umfatandi tillagingar krevjast í føroyskari lóggávu, um Føroyar gerast partur av innmarknaðinum.

Endamálið hevur í øðrum lagi verið at seta skjøtil á at fáa hesi viðurskifti gjølla kannað. Líkamikið hvørja støðu Føroyar taka í framtíðindi í viðurskiftunum mótvegis ES, er neyðugt at gera eina gjølliga og djúptókna kanning av hesum viðurskiftum, og nevndin mælir til, at neyðug orka, herundir løgfrøðiligur serkunnleiki, verður sett av til at fullføra hesa kanning.

Kanningin er farin fram á tann hátt, at nevndin setti seg í sambandi við 18 útvaldar stovnar og stýri, sum umsita øki av týdningi, og heitt varð á tey um at gera eina meting av, í hvønn mun lógarkarmurin í Føroyum samsvarar við EBS-lóggávuna.

Fyrst varð bræv sent til avvarðandi stovnar og stýri saman við einum yvirliti yvir tey 1239 direktivini í EBS. Stovnarnir fingu síðan í boði at fáa ráðgeving og vegleiðing, herundir hjálp til at útvega tey direktiv og skipanir, sum samsvara við myndugleikaøkið hjá avvarðandi stovni, so tað á hesum grundarlagi kundi gerast ein sammeting av galdandi føroyskari lóggávu og EBS-lógarkarminum.

Sum skjøl er viðlagt skrivið til stovnar og stýri, og avrit av skrivligu svarunum frá stovnunum. Fleiri stovnar hava eisini vent sær munnliga til nevndina og sagt, at innan teirra øki er bert danskur lógarkarmur galdandi (t.d. Flogvøllurin í Vágum). Aðrir stovnar hava vent sær til nevndina og boðað frá, at tann lógarkarmur, ið er í gildi ella sum er í umbúna, samsvarar við EBS-lóggávuna (t.d. SEV og Telefonverk Føroya Løgtings).

Stovnarnir hava sum heild víst stóran áhuga fyri at samstarva, hóast nakrir stovnar ikki hava havt neyðugu umsitingarligu orku til at gera eina gjølliga kanning innan ta stuttu tíðarfreist, teir hava fingið.

Talan er um eitt rúgvusmikið lógartilfar í EBS-samstarvinum, og nevndin leggur áherðslu á, at í endaligu fyrireikingunum til samráðingar er neyðugt at gera eina gjølligari og djúptøkna kanning. Neyðugt er, at aðalstýrini og stovnarnir seta orku av til hetta kanningararbeiði, so ein greið mynd fæst av, á hvørjum økjum brúk er fyri tillagingartíð ella varandi undantøkum.

Innan karmarnar hjá hesi nevndini hevur ikki verið gjørligt at gjørt eina so djúktøkna kanning. ES-lóggáva er grundarlagið undir EBS-lóggávuni, og tí er neyðugt at fáa eina klárari mynd av hesum viðurskiftum, líkamikið hvat slag av tilknýti vit í framtíðini fáa til europeisku samansjóðingina.

Tó metir nevndin, at tey svar, sum higartil eru komin, geva eina góða ábending av støðuni á hesum øki.

14.3. Niðurstøða
Við grundarlagi í teimum svarum, sum nevndin hevur fingið frá stovnum og stýrum, metir nevndin, at føroyski lógarkarmurin sum heild samsvarar við galdandi reglur í EBS-samstarvinum. Innan fleiri øki er donsk lóggáva beinleiðis galdandi, og innan onnur økir er føroysk lóggávan sum heild gjørd við fyrimynd í donskum lógum. Í øðrum førum metir nevndin, at føroyskar lógir innihaldsliga fevna um tað sama økið sum samsvarandi lóg í EBS-samstarvinum.

Tó eru øki, har føroysk lóggáva ikki er tillagað. Nevndin metir, at føroysk lóggáva innan tey landbúnaðøkir, ið eru við í EBS, og innan kolvetnisvinnu ikki samsvarar við EBS-karmarnar.

Lógarkarmurin fyri føroyskan landbúnað er sum heild gamal. Lógirnar kunnu á mangan hátt fatast sum serføroyskar. Lógargrundarlagið er sera avmarkað innan djóralæknaøkið eins og innan gróðrarlóggávu o.t. Innan EBS er eitt sera stórt lógarverk á hesum øki.

Skal eitt føroyskt EBS-samstarv eisini fevna um landbúnaðarøkið krevjast uttan iva sera nógvar tillagingar innan alt hetta økið.

Sum heild má metast, at lógin um kolvetnisvinnu samsvarar við EBS-lógarkarmin. Tó er sera ivasamt, um ávísir partar av lógini um kolvetnisvinnu kunna góðtakast at vera samsvarandi við EBS-lógarkarmin. Í lógini verður í ávísan mun gjørdur mismunur millum føroysk virkir og útlendsk virkir. (Sí kapittul 11).

Uppskotið frá Oljuráðleggingarnevndina bygdi meira á, at myndugleikarnir við kunngerðum kundu áseta krøv um, at vørur og tænastur skuldu um føroyskan keikant. Ein tílík skipan hevði helst verið góðtikin innan karmarnar í EBS-samstarvinum.

Nevndin vil harumframt vísa á, at Føroyar sum limur í WTO hava bundið seg til at fylgja altjóða avtalum um eitt nú handilsforðingar og veitan av almennum stuðuli. Somuleiðis hava Føroyar fríhandilsavtalur við fleiri lond eins og við ES. Í hesum avtalum hava Føroyar somuleiðis bundið seg til ikki at taka føroyska vinnu fram um vinnur í avtalulondunum. Sostatt fer ein EBS-avtala ikki at seta størri krøv um at taka burtur kappingaravlagandi skipanir, enn tær avtalur, vit longu hava gjørt.