EBS frágreiðingin


Niðurstøður nevndarinnar


Inngangur

Arbeiðssetningur nevndarinnar er at gera upplegg til samráðingar við ES um eina nýggja avtalu, ið verður grundað á tilmælið í Bláa álitinum frá 1995 um eina serskipan, ið er ein "EBS-líknandi avtala saman við eini tollsamgongu".

Nevndin, ið skrivaði Bláa álitið, grundar sítt uppskot á, at ein EBS-líknandi skipan gevur okkum fyrimunir við tí víða samstarvinum í EBS innan eitt nú arbeiðsmarknað, heilsufrøðislig viðurskifti, útbúgving og gransking, samskifti og mangt annað. Samvinna á hesum øki hevur alstóran týdning fyri menningarmøguleikarnar og kappingarføri okkara.

Men viðvíkjandi fiski og fiskavørum gevur EBS-avtalan einsamøll á leið somu marknaðarsømdir í ES sum galdandi handilsavtala, og tí varð mælt til eina tollsamgongu við ES, fyri at fáa betri marknaðaratgongd fyri hesar vørur.

Nevndin, ið skrivaði Bláa álitið ásannar samstundis, at tað verður torført at koma á mál við einum slíkum ynski, tí ivasamt er, um ES er sinnað at gera eina slíka avtalu. Nevndin skrivar í álitinum, at tað finnast ongar lættar loysnir, sum tryggja okkum gagnligastu marknaðaratgongd til ES, og samstundis ganga ynskjum og áhugamálum føroyinga á møti í øllum lutum. Nevndin sigur, at talan verður um truplar samráðingar millum annað tí:

at ríkisrættarliga støða okkara ger, at samráðingarnar lutvíst koma at snúgva seg um viðurskifti millum Føroyar/Danmark øðrumegin og ES hinumegin, og lutvíst um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.

at ein fyritreyt er, at Danmark sum limur í ES vegna ríkisfelagsskapin nýtir alla orku til at ávirka ES at ganga ynskjum okkara á møti.

at Føroyar hava fiskivinnu sum høvuðsvinnu. Í ES høpi er fiskivinna politiskt ein sera viðkvom vinnugrein. Fiskivinnupolitiskar samráðingar eru truplar m.a. tí, at andsagnirnar millum ES-londini á hesum øki eru sera stórar. Tað er trupult hjá ES at fáa innanhýsis kabaluna at ganga upp.

at ES hevur ongantíð gjørt tollsamgongu við triðjalond um fisk og fiskavørur.

at ein skipan, har EBS og tollsamgonga er sett saman, er trupul at samráða seg fram til. Talan er ikki um fasta skipan, har onnur lond hava slóðað fyri, men um eina heilt nýggja serskipan. Harumframt er ivasamt, um ES yvirhøvur er sinnað at gera eina slíka serskipan fyri Føroyar.

Uppgávan hjá hesi nevndini hevur verið at taka við, har Bláa álitið slepti. Út frá teimum kanningum og niðurstøðum, sum nevndin hevur gjørt, er hon sum heild samd við viðmerkingunum hjá nevndini, ið skrivaði Bláa álitið.

Samráðingarleiðir

Niðurstøðan hjá nevndini er, at fleiri samráðingarleiðir eru møguligar fyri at royna at røkka teimum málum, sum liggja aftanfyri eina serskipan við eini "EBS-líknandi avtalu saman við eini tollsamgongu". Tær ymsu loysnirnar og teir ymsu møguleikarnir reisa ymiskar spurningar, seta ymisk krøv, og hava ymsar avleiðingar.

Tí er neyðugt, at politisk avgerð verður tikin um, hvør samráðingarleiðin skal vera. Nevndin hevur tí á hesum stigi valt at leggja fram eina frágreiðing til politiska viðgerð. Tá ein samráðingarleið er vald, ber til at leggja endaliga ætlan fyri samráðingarnar.

Nevndin hevur viðgjørt spurningin um eina EBS-líknandi avtalu fyri seg og spurningin um tollsamgongu fyri seg.

2.2.1. Bygnaðurin í eini EBS-skipan

Viðvíkjandi eini EBS-líknandi skipan eru tveir høvuðsspurningar. Annar er, hvønn bygnað eitt tílíkt samstarv skal hava, og hin hvørjar avleiðingarnar verða, um Føroyar verða partur av innmarknaðinum.

Torføri spurningurin er, hvussu Føroyar stovnsliga og umsitingarliga kunnu vera partur av eini EBS-líknandi skipan. Í EBS-samstarvinum eru stovnar og skipanir, sum skulu tryggja, at skipanin virkar eftir ætlan.

Nevndin metir, at tveir møguleikar eru. Annar er, at vit í fullan mun gerast partur av EBS-skipanini. Hin er, at vit binda okkum at skipanini og taka við øllum ella pørtum av ásetingunum í EBS. Tann fyrri møguleikin krevur stóra umsitingarorku, meðan tann seinni ikki er so orkukrevjandi.

Nevndin metir, at tvær leiðir eru møguligar at ganga til tess at knýta Føroyar upp í verandi EBS-skipan. Onnur er, at Føroyar knýta seg til EBS-skipanina ES-megin, og hin at Føroyar gerast partur av EFTA-súluni í EBS-samstarvinum. Hesir báðir møguleikar seta heilt ymsar fyritreytir í samráðingunum.

Verður avgjørt at royna at fáa eina EBS-líknandi avtalu við ES, metir nevndin, at tríggir teoretiskir møguleikar eru:

Verandi handilssáttmáli verður víðkaður til eina EBS-líknandi skipan.

Serlig umsitingarskipan verður gjørd í eini EBS-líknandi avtalu.

Danskir myndugleikar umsita eina EBS-líknandi avtalu vegna Føroyar.

Verður avgjørt at royna at fáa eina EBS-líknandi avtalu gjøgnum EFTA-felagsskapin, metir nevndin, at tveir møguleikar eru:

Føroyar gerast partur av EFTA við danskari umboðan vegna Føroyar.

Føroyar gerast partur av EFTA við sjálvstøðugari umboðan.

Í kapittul 13 hevur nevndin mett um fyrimunir og vansar við hesum fimm møguleikum. Nevndin hevur valt ikki at tilmæla nakra ávísa av hesum loysnum, men leggur møguleikarnar fram til politiska støðutakan. Tó skal verða sagt, at nevndin metir, at fyrsti møguleikin at víðka verandi handilssáttmála til eina samstarvsavtalu er tann minst víðgongdi, og tann, sum mest sannlíkur er at koma á mál við í teimum tættum, sum vit hava størst áhuga fyri. Innan verandi sáttmála er ein tílík tilgongd byrjað.

2.2.2 Føroyar partur av innmarknaðinum.

Fara Føroyar upp í EBS-samstarvið, gerast vit partur av innmarknaðinum hjá ES, og mugu í útgangsstøðuni góðtaka meginreglurnar í teimum fýra frælsunum hjá ES.

Ein av grundreglunum í EBS-samstarvinum er, at lógarkarmurin í EBS-økinum skal vera tann sami, og fara Føroyar upp í EBS-samstarvið, er neyðugt, at Føroyar hava sama lógarkarm innan tey øki, sum samstarvs-avtalan fevnir um.

Í EBS-samstarvinum eru nú galdandi tilsamans 1239 direktiv, men Føroyar noyðast kortini ikki at seta øll hesi direktiv í verk.

Nevndin hevur kannað, hvussu tillagingarstigið er í føroyskari lóggávu sammett við EBS-lóggávuna. Innan karmarnar hjá nevndini hevur kortini bert verið møguligt at gjørt eina breiða kanning, sum kann geva eina ábending av støðuni, so metast kann um, hvussu umfatandi tillagingar krevjast í føroyskari lóggávu, um Føroyar gerast partur av innmarknaðinum.

Nevndin hevur sett seg í samband við teir stovnar og stýri, sum umsita øki av týdningi og heitt á tey, um at gera eina meting av, í hvønn mun føroyski lógarkarmurin samsvarar við EBS-lógarkarmin. Samstundis hevur nevndin veitt stovnunum ráðgeving og hjálp til at útvega lógartilfarið.

Við grundarlagi í teimum svarum, sum eru komin, metir nevndin, at føroyski lógarkarmurin sum heild samsvarar við galdandi reglur í EBS-samstarvinum. Innan fleiri øki er donsk lóggáva beinleiðis galdandi, og innan onnur øki er føroyski lógarkarmurin sum heild gjørdur við fyrimynd í donskum lógum. Í øðrum førum metir nevndin, at føroyskar lógir innihaldsliga fevna um tað sama økið, sum samsvarandi lóg í EBS-samstarvinum.

Tó eru øki, har føroysk lóggáva ikki er tillagað. Nevndin metir, at lóggávan innan tættir í EBS, sum hava týdning fyri landbúnað, og innan kolvetnis-vinnu ikki samsvarar við EBS-karmarnar.

Harumframt vísir nevndin á, at í altjóða sáttmálum, sum vit eru partur av, og í sínamillum avtalum við onnur lond hava Føroyar í roynd og veru longu á nógvum økjum bundið seg til at fylgja teimum ásetingum, sum galda í EBS-samstarvinum.

Nevndin mælir til, at landsstýrið setir fólk at arbeiða víðari við hesi kanning. Líkamikið hvørja støðu Føroyar taka í framtíðini til viðurskiftini mótvegis ES, er neyðugt at gera eina gjølliga og djúptókna kanning av hesum viðurskiftum. Tí eigur umsitingarlig orka, herundir løgfrøðiligur kunnleiki, at verða settur av til at fullføra hesa kanning.

2.2.3. EBS og tollsamgonga

Nevndin hevur viðgjørt spurningin um tollsamgongu fyri seg.

Kanningarnar hjá nevndini vísa, at tollur hevur fingið minni týdning sum handilsforðing og støðugt fer at fáa minni týdning, eisini tá tað snýr seg um fisk og fiskavørur. Roknað verður við, at hesin spurningurin verður loystur um nøkur ár.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at skulu vit fáa betri tollsømdir á ES-marknaðinum fyri fisk og fiskavørur enn í verandi handilsavtalu við ES, og betri tollsømdir enn Noreg og Ísland hava fingið í EBS-sáttmálanum, noyðast Føroyar helst at lata ES veiðurættindi í føroyskum sjógvi afturfyri.

Vilja Føroyar hava fult tollfrælsi í eini tollsamgongu, so verður kravið, at vit í fullan mun taka lut í samlaða fiskvinnupolitikkinum hjá ES.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um eina tollsamgongu av tí slagnum, sum ES hevur gjørt við triðjalond, er torført at meta um útlitini fyri at røkka á mál, tí ES hevur ongantíð fyrr gjørt tollsamgongu um fisk og fiskavørur við triðjalond. Svarið fæst bert, um hetta verður roynt í samráðingum.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um at sleppa upp í tollsamgonguna í ES, noyðast Føroyar at taka við handilspolitikkinum hjá ES mótvegis triðjalondum. Tollsamgongan er bert ein partur av handilsliga, búskaparliga og politiska samstarvinum í ES, og tí er torført at meta um, hvørjar aðrar politiskar bindingar fara at liggja í eini tílíkari avtalu við ES.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at ein EBS-líknandi skipan sett saman við tollsamgongu í roynd er tað sama sum limaskapur í EF, t.v.s.limaskapur í tí samstarvi sum var, áðrenn Maastricht sáttmálin kom í gildi.

Tí er hetta eitt mál, sum metast má um, tá politisk støða verður tikin um, hvørja skipan miðað verður eftir, tá biðið verður um samráðingar við ES um eina nýggja avtalu.

2.3 Almennar viðmerkingar

Ongin ivi er um, at talan verður um torførar samráðingar. Í ES er áhugin í løtuni vendur móti eini víðkan eystureftir, og trupulleikarnir hjá Føroyum við marknaðaratgongd til ES-marknaðin hava helst lítlan áhuga hjá ES. Sæð við ES eygum er uttan iva lættasta loysnin, at Føroyar gerast limur í ES sum partur av danska limaskapinum ella gerast partur av innmarknaðinum gjøgnum EBS. Tí er ivasamt, hvussu nógva orku ES vil seta av til at viðgera ynski um eina skipan, sum er øðrvísi enn tær verandi skipanirnar.

Tað ger eisini samráðingarstøðuna truplari, at Føroyar einsamallar skulu fara undir tingingar við ES um eina serskipan. Lættari hevði verið, um vit kundu knýtt okkum upp í onkra tilgongd, har onnur lond eisini tingaðust við ES um broytt sáttmálaviðurskifti. Tá Ísland tingaðist um at fara upp í EBS-samstarvið varð tað ein stórur fyrimunur, at EFTA, sum tá var ein rímiliga stórur felagsskapur, stóð fyri hesum samráðingum.

Uttan iva verður eisini talan um drúgvar samráðingar. Tí er umráðandi, at málið verður gjølla umhugsað á núverandi stigi, og at breið politisk semja verður um ta loysn, sum verður mett at geva frægasta úrslitið, og sum mest sannlíkt er at koma á mál við. Enda samráðingar við ES um eina nýggja avtalu úrslitaleysar, fara helst at ganga fleiri ár, áðrenn vit aftur fáa eitt høvi til at taka málið upp aftur.

Nevndin vil samstundis vísa á, at verður avgjørt ongi stig at taka á hesum øki, er tað eisini ein avgerð, sum hevur avleiðingar. Føroyar hava higartil valt í stóran mun at standa uttanfyri samansjóðingina í Europa. Øll londini um okkara leiðir eru partur av innmarknaðinum hjá ES, og nøkur fyrrverandi EFTA-lond eru farin upp í ES. Fleiri lond í Mið- og Eystureuropa fyrireika seg av øllum alvi til limaskap í ES. Verða ongar broytingar gjørdar í samstarvinum við ES, verða Føroyar støðugt meira avbyrgdar, og føroyskt vinnulív fær støðugt truplari at kappast á marknaðinum.

ES-marknaðurin er høvuðsmarknaðurin hjá Føroyum eins og hjá Noregi og Íslandi. Hesin marknaðurin er tann mest áhugaverdi hjá okkum, tí hann er tann besti útflutningsmarknaðurin fyri flestu útflutningsvørurnar hjá okkum. Tí ber ikki til at loysa trupulleikarnar við at leita á aðrar marknaðir.

Sum nevndin, ið skrivaði Bláa álitið, vísir á, hevur ríkisrættarliga støða Føroya stóran týdning og ávirkan á, hvørjir møguleikar eru, nú viðurskiftini við ES skulu takast upp til nýggja viðgerð. Fyrsta stigið í samráðingunum um eina nýggja avtalu við ES er tí at fáa greiðu á, hvørjar loysnir eru møguligar innan ríkisfelagsskapin.

Nevndin hevur - í sínum metingum - gingið út frá verandi ríkisrættarligu støðuni, og hevur ikki tikið við í sínum metingum, at danska stjórnin og landsstýrið í avtaluni frá juni 1998 eru komin ásamt um, at tingingar kunnu takast upp um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum.

Eftir galdandi umsitingarligu siðvenju má roknast við, at Danmark fer at standa á odda fyri hesum samráðingum. Tí er fyrsta stigið í fyrireikingunum til samráðingar um eina nýggja avtalu við ES at fáa greiðu á, hvørjar loysnir danska stjórnin kann taka undir við, tí tað er av stórum týdningi, at Danmark arbeiðir fyri at fremja ynskini hjá føroyingum.

Tá avgerð verður tikin um at royna eina samráðingarleið, er av stórum týdningi, at neyðug orka verður sett av til at fyrireika samráðingarnar út í allar smálutir, tí hetta er ein trupul samráðingarpartur, sum vit standa yvir fyri. Tí er samráðingarúrslitið eisini treytað av, hvussu væl samráðingarnar eru fyrireikaðar.

Líkamikið hvør avgerð verður tikin á hesum øki í framtíðini, so verða spurningarnir um handilsligt og búskaparligt samstarv við umheimin so avgerandi í framtíðini, at nevndin heldur, at fólk átti burtur av at verið sett til at arbeiða við hesum spurningum, og at samskipa tann kunnleika, sum er á stovnum og stovum innan hetta økið.

Nevndin mælir somuleiðis til, at tann kanning, sum nevndin hevur sett í verk av avleiðingunum fyri føroyska lóggávu, um Føroyar gerast partur av innmarknaðinum, eigur at halda fram og verða gjørd liðug.