EBS frágreiðingin


Samandráttur

3.1. Inngangur
Í hesum kapittlinum er gjørdur ein stuttur samandráttur av frágreiðingini við tí fyri eygað, at geva lesaranum møguleika fyri at fáa eitt yvirlit yvir innihaldið í frágreiðingini. Samstundis eru tiknar við tær niðurstøður, sum nevndin hevur gjørt innan tey ymsu økini.

Sum leiðbeining til lesaran skal verða gjørt vart við, at yvirhøvur verður brúkt heitið ES (Europeiska Samveldið) fyri europeiska samstarvið, hóast EF (Europeisku Felagsskapirnir) framvegis eru til og eru avtaluparturin í EBS-samstarvinum.

Somuleiðis verður gjørt vart við, at tá EFTA-londini verða umrødd sum annar avtaluparturin í EBS-samstarvinum, er talan um EFTA-londini uttan Sveits.

3.2. Altjóða handilsligt og búskaparligt samstarv (kap. 4).
Nú Føroyar ætla at taka stig til at royna at fáa eina nýggja avtalu við ES, hevur nevndin hildið, at tað hevur týdning at lýsa gongdina í altjóða handilsligum og búskaparligum samstarvi, har stórar broytingar eru hendar tey seinnu árini. Endamálið er at lýsa støðu Føroya í hesum samanhangi, so hetta kann vera ein partur av grundarlagnum, tá politisk støða skal takast til, hvør loysn og samráðingarleið er tann frægasta at royna.

Stórar broytingar eru hendar í altjóða búskaparligum og handilsligum samstarvi tey seinnu árini - eisini í tíðini eftir, at Bláa álitið varð skrivað. Við limaskapi okkara í World Trade Organization, WTO, eru Føroyar partur í hesi gongd, og vit hava bundið okkum til at fylgja ásetingunum í WTO-sáttmálunum. Tí er tað ikki bert gongdin í ES, sum hevur týdning, tá metast skal um fyritreytir og støðu Føroya í altjóða handli. Nógv av tí, ið fer fram innanhýsis í ES, er ein avleiðing av einum altjóða ráki.

Vert er at gera sær greitt, at hóast tað framvegis eru tey einstøku londini - natiónalstatirnir - sum taka tær týdningarmestu avgerðirnar í altjóða samfelagnum, so hevur gongdin tey seinastu árini verið, at alsamt fleiri og størri politiskar uppgávur ikki longur verða loystar av einstøku londunum einsamøllum ella á regiónalum stigi, men bert við heimsumfevnandi samstarvi. Talan er um eitt rák, sum hevur til endamáls at skapa fríari handil fyri at menna búskapirnar. Á sama hátt er gongdin í ES eitt rák, sum verður skapt av samstarvi millum londini.

Landamørk eru ikki longur sama forðingin fyri handilssamskifti. Samstundis er kappingin harðnað, og tær fyritøkur, ið virka í altjóða umhvørvi, noyðast støðugt at laga seg til broyttar umstøður. Hetta setir øðrvísi og størri krøv til leiðslurnar, eitt nú viðvíkjandi virkisføri, vitan og kunnleika, vágafýsni og fíggjarorku.

Í kapittul 4 verða teir ymsu samstarvsformarnir lýstir, sum eitt nú fríhandilsøki, tollsamgonga, innmarknaður, felagsmarknaður, peningapolitiskt samveldi og búskaparligt samveldi. Altjóða felagsskapurin GATT verður umrøddur, og nógv verður gjørt burtur úr World Trade Organization, WTO, sum tók við eftir GATT 1. januar 1995.

Umframt vørur fevnir WTO eisini um tænastur og upphavsrætt. Endamálið við WTO er at fáa ein so frælsan handil sum gjørligt, við framhaldandi samráðingum at fáa í lag stigvísa liberalisering av handlinum og at fáa eina óvilduga skipan til at loysa handilstrætur millum lond.

Í hesum samandrátti skal ikki meira verða gjørt burtur úr hesum kapittlinum, men nevndin heldur, at tað er av stórum týdningi, at tað verður ásannað, at gongdin í ES lutvíst er ein partur av einum altjóða ráki, og at tað fyri eitt land sum Føroyar, ið hevur sera stóran uttanríkishandil, hevur týdning at laga seg eftir teimum treytum og tí ráki, sum er í altjóða handilsviðurskiftum og búskaparligum samstarvi.

Skulu føroyskar fyritøkur luttaka í altjóða høpi, er neyðugt, at tær góðtaka tær reglur, sum galda har, og støðugt laga seg eftir teimum broyttu umstøðunum, um tær skulu klára kappingina. Sum partur av danska limaskapinum í WTO hava Føroyar bundið seg til at fylgja ásetingunum hjá WTO og at liva upp til tær skyldur, sum sáttmálarnir áseta. Ein nýggjur sáttmáli við ES skal eitt nú fráboðast WTO.

Føroyar eru sera lítlar í hesum høpi, og vit kunnu ikki rokna við, at umheimurin er til reiðar at gera serligar skipanir fyri okkum. Vit kunnu ikki rokna við at koma á mál við serligum skipanum, sum ganga ímóti tí ráki, ið annars er í altjóða handli og búskaparligum samstarvi. Vit mugu velja, hvørjum skipanum vit ynskja at vera partur av, og innan hesar karmar royna at fáa nøkur undantøk ella skiftisreglur á økjum, sum hava grundleggjandi týdning fyri samfelagið. Í tann mun vit ynskja at standa uttanfyri, mugu vit eisini gera upp, hvønn kostnað tað hevur við sær.

3.3. Høvuðsskipanir í handilssamstarvinum í Europa (kap. 5).
Lunnarnir undir Europeiska Samveldinum vórðu lagdir við Rómarsáttmálanum, sum kom í gildi 1. januar í 1958. Endamálið var at skipa ein felags marknað við fullkomnum fríhandli. Í 1968 varð EEC skipað sum ein tollsamgonga. Allur innanhýsis tollur millum tey seks limalondini varð tá burturbeindur, og felags tollmúrur skipaður mótvegis umheiminum.

Seinni er innmarknaðurin settur á stovn, og við stjórnarráðstevnunum í Maastricht í 1992 og í Amsterdam í 1997 er samstarvið víðkað. Maastricht-sáttmálin er í løtuni grundarlagið undir ES-samstarvinum, men í fjør komu ríkis- og stjórnarleiðararnir ásamt um Amsterdam-sáttmálan, ið skal styrkja og víðka samstarvið enn meira, og sum eitt nú skal vera grundarlagið fyri eini víðkan eystureftir.

Europeiski fríhandilssfelagsskapurin EFTA varð settur á stovn í 1960. Í dag eru bert Noreg, Ísland, Lichtenstein og Sveits eftir í EFTA. Føroyar fóru úr EFTA saman við Danmark í 1972.

Endamálið við EFTA var at fáa í lag fríhandil við ídnaðarvørum. Hetta málið varð rokkið í 1966. Í 1990 varð EFTA-samstarvið víðkað við fríhandli fyri fisk og fiskavørur.

EFTA er ikki ein tollsamgonga, og londunum stendur frítt at reka sín egna handilspolitikk.

Í 1972 gjørdu EFTA-londini hvørt sær fríhandilsavtalur við ES. Hesar høvdu við sær, at allur tollur á ídnaðarvørum varð tikin av í 1977. Tá EBS-sáttmálin varð settur í verk 1. januar 1994, varð komið nærri málinum um ein europeiskan marknað.

EFTA hevur skipað samstarv við nógv ymisk lond. Talan er lutvíst um yvirlýsingar um samstarv og um fríhandilsavtalur.

Central European Free Trade Agreement, CEFTA, er ein fríhandilsavtala millum Tjekkia, Ungarn, Póland, Slovakia, Slovenia og Rumenia. Sáttmálin varð undirskrivaður í 1992. Málið er at fáa eitt fríhandilsøki fyri londini fyri ár 2001. Londini eru í stórari menning á nógvum økjum, og munandi útlendskar íløgur hava havt við sær stóran búskaparligan vøkstur. Eftir fýra árum er handilin millum CEFTA-londini tvífaldaður.

Hesi londini standa í fremstu bíðirøð at gerast limir í ES. Hjá nógvum av londunum er endamálið við CEFTA at fyrireika seg til limaskap í ES.

Um støðu Føroya í gongdini í handilssamstarvinum í Vestureuropa má ásannast, at Føroyar hava ikki havt ynski um at luttaka í samansjóðingini á sama hátt sum hini londini. Fleiri EFTA-lond eru farin upp í ES, og Noreg og Ísland eru saman við hinum londunum, ið vóru eftir í EFTA, farin upp í EBS-samstarvið og eru partur av innmarknaðinum.

Fleiri lond í mið- og eystureuropa leggja í hesum árum stóran dent á at lúka treytirnar fyri at gerast limir í ES. ES leggur í løtuni karmarnar fyri samvinnuna við hesi lond og brúkar stóra umsitingarorku til at fyrireika eina víðkan av felagsskapinum eystureftir. Hetta fer at standa fremst á dagsskránni hjá ES tey næstu árini, og tann karmur, sum verður lagdur fyri samvinnuna við londini í Eystureuropa, verður karmurin um menningina av samstarvinum í ES. Føroyar eiga at fylgja væl við hesi gongd.

Ynski um eina serskipan fyri eitt so lítið øki sum Føroyar, ið eru í ríkisfelagsskapi við eitt limaland í ES, standa ikki frammarlaga hjá ES-myndugleikunum, og tað er helst avmarkað, hvussu nógva orku ES vil brúka til at viðgera ynski um eina skipan, ið er øðrvísi enn tær verandi skipanirnar.

Víst kann verða á, at eftir at Sveits avgjørdi ikki at fara upp í EBS-samstarvið, hevur landið tingast við ES um eina bilaterala samstarvsavtalu. Hesar samráðingar hava verið torførar. ES setti saman ein pakka, sum Sveits í síni heild kann velja at taka við ella at vraka. Í hesum samstarvi er ikki ætlanin at hava ein EBS-líknandi bygnað, men heldur eina vanliga felagsnevnd. Vert er eisini at nevna, at Sveits er næststørsti handilspartnarin hjá ES eftir USA.

3.4. Handils- og búskaparfelagsskapir aðrastaðni í heiminum (kap. 6).
Í hesum partinum er yvirlit yvir regiónalar felagsskapir aðrastaðni í heiminum. Hesir felagsskapir liggja fjart frá Føroyum, og vit hava avmarkaðan samhandil við henda partin av heiminum.

Nevndin hevur tó tikið hetta yvirlit við, fyri at vísa, at gongdin aðrastaðni í heiminum er tann sama sum í Vestureuropa. Londini taka seg saman í handilsfelagsskapir og aðrar samstarvsfelagsskapir fyri at menna handilin og at skapa búskaparligan vøkstur. Endamálið er yvirhøvur at taka burtur forðingar í handilssamvinnuni.

Í hesum partinum av heiminum eru eins og í Vestureuropa mong dømi um, at tá forðingar í handlinum verða tiknar burtur, økist samhandilin.

3.5. Føroyar í millumtjóða handilssamstarvi (kap. 7)
Í kap. 7 er greitt frá teimum sáttmálum og avtalum, sum Føroyar hava við onnur lond, og teimum millumlanda felagsskapum, sum Føroyar luttaka í. Hesum skal ikki verða gjørt meira burtur úr her.

Ríkisrættarliga støðan hevur stóran týdning, tá metast skal um, hvørjar møguleikar Føroyar hava, tá roynt verður at fáa eina nýggja avtalu við ES. Tí skal her verða tikið saman um fyritreytirnar viðvíkjandi samráðingarheimild-unum.

Sambært heimastýrislógini eru málsøkini "innflutningur og útflutningur" og "beinleiðis og óbeinleiðis skattir" føroysk sermál. Hetta ber í sær, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt tolløki við egnari lóggávu um toll og avgjøld á innflutningi. Føroyar kunnu áseta reglur á flestu búskaparligum málsøkjum, eitt nú innan vinnupolitikk, skatta- og avgjaldpolitikk og fyri innflutningi og útflutningi.

Í altjóða samanhangi eru Føroyar á flestu málsøkjum partur at teimum altjóða skyldum, sum Danmark hevur átikið sær. Hetta er tó ikki galdandi, har Danmark hevur tikið fyrivarni viðvíkjandi Føroyum.

Sambært heimastýrislógini er greitt ásett, at ríkismyndugleikarnir hava avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum við útheimin. Hesi mál kunnu sostatt ikki yvirtakast. Tó veitir lógin ríkisstjórnini heimild at geva føroyingum heimild til at samráðast uttanlands um handils- og fiskivinnusemjur.

Eisini kann uttanríkisráðharrin heimila umboðum heimastýrisins ríkisins vegna at tingast beinleiðis við fremmand lond undir viðvirkan av uttanríkistænastuni, tá ið tað ikki verður hildið ósambærligt við ríkisins áhugamál. Undir hesi grein verður nú tingast undir leiðslu føroyinga um undirgrundarmarkið millum Bretland og Føroyar.

Tá Danmark gjørdist limur í EF og samstundis legði heimildir sínar í altjóða fiskivinnupolitikkinum til EF, varð neyðugt at skipa fyri einum nýggjum hugtaki. Eftir hetta varð heitið Danmark (vegna Føroyar) brúkt í nógvum millumlanda samráðingum, eitt nú innan millumtjóða fiskiveiðufelagskapir.

Útgangsstøðið er, at heimastýrið ikki hevur avgerðarrætt í uttanlandsmálum. Føroyskir myndugleikar hava, tó í ávísan mun, virkað sjálvstøðugt á altjóða stigi.

Umsitingarliga siðvenjan er, at Føroyar at kalla sjálvstøðugar kunnu gera sáttmálar, sum eru avmarkaðir í vavi og við lond, sum mentanarliga og landafrøðiliga liggja Føroyum nær. Høvuðsreglan hevur verið, at tess størri politiskan, búskaparligan og prinsipiellan týdning sáttmálin verður mettur at hava fyri ríkið í síni heild, tess størri leiklut hevur danska uttanríkisráðið havt í allari gongdini, frá tí farið verður undir samráðingarnar, til sáttmálin verður undirskrivaður.

Sambært galdandi umsitingarligu siðvenju má roknast við, at Danmark formliga fer at standa á odda fyri samráðingum um ein so týðandi sáttmála sum eina nýggja avtalu við ES.

Tí verður neyðugt fyrst við samráðingum við Danmark, um hvørja loysn og samráðingarleið, danska stjórnin kann stuðla. Tað er av stórum týdningi, at Danmark til fulnar stuðlar ta loysn, sum avgjørt verður at royna.

3.6. Tollsamgongur (kap. 8).
Nevndin, ið skrivaði Bláa álitið, mælti til at royna at fáa avtalu við ES um eina serskipan, ið varð sett saman av eini EBS-líknandi skipan og tollsamgongu. Fiskur og fiskavørur eru ikki við í EBS-samstarvinum, og tí gevur ein EBS-avtala ikki føroyskum fiskavørum stórvegis frægari tollsømdir enn verandi handilssáttmáli við ES. Ein tollsamgonga hevði í útgangsstøðu givið føroyskum virkjum somu marknaðartreytir fyri fisk, sum virkjum í ES.

Í einum fríhandilsøki taka londini burtur allan sínámillum toll, men tey kunnu framvegis reka sín egna toll- og handilspolitikk mótvegis triðjalondum. Ein tollsamgonga er meira víðfevnd, tí londini binda seg til at reka felags toll- og handilspolitikk mótvegis triðjalondum.

ES er ein tollsamgonga. Í 1958 avtalaðu táverandi ES-londini at skipa eina tollsamgongu fyri ídnaðarvørur eftir 12 árum, og komið var á mál við hesum í 1968.

Tollsamgongan var eitt fyrsta stig á vegnum í samansjóðingini í Europa. Hon var ætlað sum eitt stig á leiðini móti tættari handilsligum, búskaparligum og politiskum samstarvi. Tollsamgongan í ES er tí ein samansjóðaður partur av handilsliga, búskaparliga og politiska samstarvinum í ES.

Fleiri av avtalunum, sum ES hevur við onnur lond, verða flokkaðar sum tollsamgongur. Nøkur atlond hjá ES-londum hava tollsamgongur. Eitt atland er eitt land, sum søguliga, ríkisrættarliga, mentanarliga og handilsliga er knýtt at einum ES-limalandi. Atlondini hava tollsamgongu við ES-limalandið, tey eru knýtt at. Føroyar hava ongantíð verið í tollsamgongu við Danmark, og verða roknaðar sum triðja land í ES høpi.

ES hevur gjørt tollsamgongur við triðjalondini Turkaland, Kypros, Malta, Andorra og San Marino. Felags fyri hesar tollsamgongur er, at tær bert fevna um ídnaðarvørur, og fyri nøkur av londunum eru tær ætlaðar sum fyrireiking til limaskap í ES.

Í altjóða handilsskipanini fær tollur støðugt minni týdning sum handilsforðing. Arbeiðið í WTO hevur við sær, at um fá ár fer lítil ella ongin tollur at vera á ídnaðarvørum. Eisini er líkt til, at innan eitt avmarkað áramál fer tollurin á landbúnaðarvørum og fiski at lækka. Tí fáa tollsamgongur, sum frá líður, minni og minni týdning, meðan heilsufrøðilig, djórafrøðilig og teknisk krøv verða forðingin í handlinum.

Endamálið við at fáa tollsamgongu við ES er at tryggja føroyskum fiskavørum gagnligastu atgongdina til ES-marknaðin. Hvørjar avleiðingarnar av eini tollsamgongu við ES verða, velst nógv um, hvat slag av tollsamgongu talan verður um.

Ein møguleiki er, at Føroyar gera eina tollsamgongu eftir tí leisti, sum ES hevur brúkt í tollsamgongum við triðjalond. Hesar tollsamgongur fevna tó ikki um fisk og fiskavørur. Um ES vil gera sína fyrstu tollsamgongu um fisk og fiskavørur við Føroyar, kann greiða bert fáast á, um hetta verður roynt í samráðingum.

Hin møguleikin er, at Føroyar fara upp í tollsamgonguna hjá ES. Hesin møguleiki ber í sær, at Føroyar í høvuðsheitum mugu góðtaka verandi meginreglur í tollskipanini og handilspolitikkinum hjá ES.

Henda skipanin ber í sær, at tollmarkið hjá ES verður víðkað til at fevna um Føroyar, og vit koma undir felags skipan av tollviðurskiftunum. Politiski avgerðarrætturin í handlinum við umheimin verður hjá ES. Nógvar av handilsavtalunum við lond uttan fyri ES mugu broytast, og ES prísir verða á landbúnaðarvørum. Hinvegin verða trupulleikarnir við triðjalandsvørum og upprunareglum beindir burtur, og vørur, sum Føroyar innflyta úr triðjalondum, kunnu frítt seljast á ES-marknaðinum.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at tollur hevur fingið minni týdning sum handilsforðing, og støðugt fer at fáa minni týdning, eisini tá tað snýr seg um fisk og fiskavørur. Hinvegin fara heilsufrøðilig og teknisk krøv at vera handilsforðingin í framtíðini.

Nevndin metir, at skulu vit fáa betri tollsømdir á ES-marknaðinum fyri fisk og fiskavørur enn í verandi handilsavtalu við ES, og betri tollsømdir enn Noreg og Ísland hava fingið í EBS-sáttmálanum, noyðast Føroyar at lata ES okkurt afturfyri, og vit hava neyvan annað at lata enn veiðurættindi í føroyskum sjógvi.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um eina tollsamgongu av tí slagnum, sum ES hevur gjørt við triðjalond, er torført at meta um útlitini fyri at røkka á mál, tí hesar tollsamgongur fevna ikki um fisk og fiskavørur. ES hevur ongantíð gjørt eina tollsamgongu um fisk og fiskavørur við triðjalond. Um ES er sinnað at gera eina tílíka tollsamgongu við Føroyar, kann greiða bert fáast á, um hetta verður roynt í samráðingum.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um at sleppa upp í tollsamgonguna í ES, taka Føroyar við handilspolitikkinum hjá ES mótvegis triðjalondum. Tollsamgongan er bert ein partur av handilsliga, búskaparliga og politiska samstarvinum í ES, og tí er torført at meta um, hvørjar aðrar politiskar bindingar fara at liggja í eini tílíkari avtalu við ES. Sannlíkt er eisini, at Føroyar mugu taka við fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at ein EBS-líknandi skipan sett saman við tollsamgongu, í roynd og veru er tað sama sum limaskapur í tí samstarvi, sum var, áðrenn Maastricht sáttmálin kom í gildi.

3.7. EBS - Europeiska Búskaparliga Samstarvið (kap. 9).
Nógvar handilsforðingar vórðu tiknar burtur í samhandlinum millum ES og EFTA-londini í 80-árunum, men eftir at samansjóðingin av álvara tók dik á seg í ES við innmarknaðinum, varð greitt, at neyðugt varð at skipa samstarvið millum ES og EFTA øðrvísi.

Formaðurin í ES-nevndini Jacques Delors mælti í januar 1989 til at fáa í lag ein nýggjan samstarvsform við stovnum, sum skuldu taka avgerðir og umsita felags mál. Tingingarnar um EBS byrjaðu í juni í 1990 og endaðu við semju í 1991. EBS-sáttmálin kom í gildi 1. januar í 1994.

Endamálið er at skipa eitt europeiskt búskaparligt samstarvsøki. Samstarvið fevnir um, at vørur, tænastur, kapitalur og persónar hava frítt at fara um landamørk. Ásetingarnar skulu verða umsitnar eins í øllum londunum, og skipanin skal forða fyri, at kappingin verður avlagað. Endamálið er somuleiðis at fáa í lag tættari samstarv innan gransking og menning, umhvørvi, útbúgving og viðurskifti viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum.

Við EBS-sáttmálanum eru EFTA-londini Noreg, Ísland og Liechtenstein vorðin partur av innmarknaðinum hjá ES, men londini luttaka ikki í tí yvirskipaða politiska og búskaparliga samstarvinum. Tá EBS varð skipað, tóku EFTA-londini við lógarverkinum, sum innmarknaðurin hjá ES bygdi á.

Bygnaðurin í EBS-samstarvinum er skipaður í tvær súlur, har ES og EFTA eru tveir sjálvstøðugir partar. Millum hesar súlur eru skipaðir felags stovnar, sum umsita EBS-skipanina. Talan er um EBS-ráðið, EBS-nevndina, Tingmannanevndina fyri EBS og Ráðgevandi nevndina fyri EBS. Víst verður til kapittul 9, har bygnaðurin er útgreinaður.

Í EBS-samstarvinum er ein ávís avgerðartilgongd. Meginreglan er, at avgerðir verða tiknar við einmæli, men broytingar og nýggjar ásetingar í EBS fara fram í eini tilgongd, har báðir partar hava møguleika fyri ávirkan á ymiskum viðgerðarstigum.

Nevndin metir, at torførasti spurningurin at loysa, í sambandi við eitt ynski hjá Føroyum um at fáa eina EBS-líknandi skipan er, hvønn bygnað eitt EBS-líknandi samstarv skal hava.

Kanningarnar hjá nevndini benda á, at tað í roynd og veru er ES-skipanin, ið tekur stig til broytingar og nýggjar ásetingar í samstarvinum. Noreg og Ísland leggja stóran dent á at verða við í avgerðartilgongdini frá byrjan. Hetta gevur møguleika fyri beinan vegin at fyrireika seg til broytingar og nýggjar ásetingar og gevur møguleika fyri at ansa eftir og gera vart við ásetingar, sum hava óhepnar avleiðingar fyri vinnulívið í londunum. Nevndin metir kortini, at Noreg og Ísland hava sera avmarkaða ávirkan á gongdina.

Nevndin hevur ta fatan, at ES-megin verður bygnaðurin í EBS-skipanini mettur at vera orkukrevjandi og kostnaðarmikil.

Eftiransingin er annar táttur í bygnaðinum í EBS-samstarvinum. Tað er av týdningi, at ásetingarnar verða umsitnar eins í øllum londunum. Tá EBS-samstarvið varð sett í verk, hevði ES sína egnu eftiransingarskipan, men eisini á hesum øki varð tví-súlu skipanin sett í verk. EFTA skipaði sína egnu eftiransingarskipan.

Ein partur av eftiransingarskipanini eru dómstólarnir. ES hevði sín egna dómstól, tá EBS-samstarvið varð sett í verk, og eisini á hesum øki er tví-súlu skipanin galdandi. EFTA setti sín egna dómstól á stovn. Høvuðsuppgávan hjá dómstólunum er at gera bindandi tulkingar av EBS-sáttmálanum.

Áðrenn EBS-samstarvið varð sett í verk, høvdu tey einstøku EFTA-londini handilssáttmálar við ES. Innmarknaðurin hjá ES varð settur í verk 1. januar 1993, og á honum hava vørur, tænastur, kapitalur og persónar frítt at fara. Hetta verður nevnt tey fýra frælsini. EFTA-londini ásannaðu, at handilssáttmálarnir ikki nøktaðu tørvin, um londini skuldu fáa part í ágóðanum av samansjóðingini í ES.

EBS-sáttmálin er ein tillaging til tey fýra frælsini í ES, og er í høvuðsheitum grundaður á lógarverkið hjá ES á hesum økjum. Í kapittul 9 verður greitt nærri frá karmunum fyri EBS-samstarvi á hesum øki.

Vísandi til kapittul 14 hevur nevndin roynt at kanna, í hvønn mun føroysk lóggáva er tillagað lóggávuni, sum er galdandi í EBS-samstarvinum. Niðurstøðan er, at føroysk lóggáva, í stóran mun, longu er tillagað hesi lóggávu. Hetta hevur samband við, at donsk lóggáva er tillagað ES-lóggávuni, og at føroysk lóggáva í høvuðsheitum fylgir danskari lóggávu.

Hóast lóggávan í EBS-samstarvinum er sera umfevnandi, metir nevndin ikki, at Føroyar fara at hava stórvegis trupulleikar at taka við hesi skipan. Tað fer kortini at krevja umsitingarliga orku formliga at tillaga lóggávuna.

3.8. EBS-og fiskivinnan (kap. 10).
Tá ES og EFTA samráddust um EBS, varð semja um, at samstarvið ikki skuldi fevna um felags landbúnaðar- og fiskivinnupolitikk. Samráðingarnar um fisk snúðu seg um marknaðaratgongd í ES, serliga um toll- og kappingartreytir.

Útgangsstøðið hjá EFTA-londunum var, at fiskur skuldi fáa fult tollfrælsi eins og ídnaðarvørur, men hesum vildi ES ikki ganga á møti. ES kravdi, at EFTA-londini bert kundu fáa betri tollsømdir fyri fisk og fiskavørur, um tey lótu ES veiðirættindi afturfyri.

Samráðingarnar um veiðirættindini fóru fram samstundis sum samráðingarnar um EBS, men veiðirættindini gjørdust ikki partur av EBS-samstarvinum. Úrslitið varð, at Ísland og Noreg lótu ávísar kvotur í sínamillum fiskiveiðusáttmálunum.

Nevndin metir, at ES møguliga í samráðingum um eina EBS-skipan fer at krevja ávísar kvotur í føroyskum sjógvi. Av tí, at Føroyar og ES hava ein sínámillum fiskiveiðusáttmála, roknar nevndin ikki við, at hetta verður nakar stórur trupulleiki.

Biðja Føroyar hinvegin um at fáa betri tollsømdir fyri fisk og fiskavørur, enn EBS-skipanin gevur, fer ES helst at krevja kvotur í føroyskum sjógvi sum gjald. Allar kanningar hjá nevndini benda á, at tað bert ber til at fáa betri tollsømdir, enn EBS-sáttmálin gevur, um Føroyar lata okkurt afturfyri. Men endalig greiða á hesum spurningi kann bert fáast, um hetta verður roynt í sarmáðingum við ES.

Við EBS-avtaluni yvirtóku Noreg og Ísland reglurnar um góðskueftirlit við fiski og fiskavørum. Í fyrsta umfari fevndi sáttmálin ikki um góðskueftirlitið við markið. 1. januar 1997 herdi og samskipaði ES heilsufrøðiliga eftirlitið við landamørkini. Í hesum sambandi varð EBS-sáttmálin endurskoðaður m.a. soleiðis, at góðskueftirlitið av innflutningi av fiski og fiskavørum varð tikið við í sáttmálan. Hetta gevur Noreg og Íslandi stórar fyrimunir.

Nevndin ásannar, at tað er ein stórur trupulleiki hjá føroyskum fiskaútflytarum, at vit ikki hava eina heilsufrøðiliga avtalu við ES. Meðan føroyskur fiskur skal kannast, tá hann fer um markið, kann fiskur úr Noregi og Íslandi fara ótarnaður um markið. Vørurnar hjá teimum føroysku útflytarunum verða seinkaðar, og heilsufrøðiliga eftirlitið er kostnaðarmikið fyri føroysku virkini.

Tað er tí av stórum týdningi, at Føroyar gerast partur í heilsufrøðiligu skipanini hjá ES. Í 1996 bóðu Føroyar gjøgnum felagsnevndina um samráðingar um eina tílíka avtalu, og nú er klárt at fara undir samráðingarnar. Hetta vísir, at málsviðgerðin í verandi skipan við felagsnevndini tekur tíð.

Í EBS er bert loyvt at veita stuðul, sum hevur til endamáls at lætta um menningina av ávísum vinnugreinum ella landspørtum. Hetta er tó treytað av, at studningurin ikki broytir fyritreytirnar fyri samhandlinum á ein hátt, sum er í stríð við felags áhugamál. Loyvt er at veita tann studning, sum er loyvdur sambært EF-skipanum.

Gerast Føroyar partur í EBS-skipanini noyðast vit at góðtaka hesar reglur um almennan studning. Hetta kann bera í sær, at studningsskipanir mugu avtakast ella broytast, men hesi viðurskifti eru ofta ein spurningur um kappingarstøðu, tulkingar og samráðingar. Helst eru tær bindingar, sum vit hava í verandi sáttmálum, líka so strangar.

EBS-sáttmálin fevnir ikki um fiskivinnu, men hinvegin eru fleiri ásetingar í sáttmálanum, sum hava týdning fyri íløgur í fiskivinnuna. Millum annað ásetingarnar um, at arbeiðsmegi og kapitalur hava frítt at fara og møguleikarnir fyri at seta virki á stovn í EBS-londunum.

Noreg og Ísland óttaðust fyri, at fiskimenn og útgerðarfeløg úr ES fóru at flyta til hesi lond og harvið útvega sær part av norskum og íslendskum kvotum, og at samstarvið í EBS fór at hava aðrar óhepnar avleiðingar fyri fiskivinnuna. Tí kravdu londini fleiri týðandi undantøk í EBS-sáttmálanum viðvíkjandi fiskivinnuni.

Tað eydnaðist at fáa ásetingar í sáttmálan, sum í stuttum bera í sær, at Noreg og Ísland í høvuðsheitum kunnu varðveita tað lógarverk, ið tey frammanundan høvdu við tí endamáli at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at gera íløgur í fiskivinnuna. Noreg hevur avmarkingar fyri veiðuliðið, meðan Ísland hevur avmarkingar bæði fyri veiðuliðið og virkisliðið.

Nevndin heldur, at Føroyar mugu taka støðu til, um vit framhaldandi og í hvussu stóran mun vit vilja skerja møguleikarnar hjá útlendingum at gera íløgur í føroysku fiskivinnuna.

EBS-sáttmálin ásetir, at londini skulu hava javnbjóðis atgongd til havnir og landingarstøð hjá hvørjum øðrum. Talan er ikki um fría atgongd, men javnbjóðis atgongd. Tað ber í sær, at fiskifør úr øllum EBS-londum skulu hava somu atgongd til allar havnir.

3.9. EBS og kolvetnisvinna (kap. 11).
ES hevur ikki lagt stóran dent á felags politikk innan olju- og gassframleiðslu. Orsøkin er helst, at lutfalsliga fá ES lond hava stórvegis kolvetnisvirksemi, og í ES hevur felags politikkur innan framleiðslu av EL-orku staðið fremri.

Í sambandi við innmarknaðin varð kortini roynt at samansjóða orkupolitikkin. Loyvispolitikkurin hjá ES hevur síðan 1994 verðið skipaður sambært sonevnda loyvisdirektivinum, ið ásetir treytir fyri veiting og brúki av loyvum til forkanningar, leiting og framleiðslu av kolvetnum. Direktivið ásetir felags reglur á innmarknaðinum, og tað gjørdist partur av EBS-sáttmálanum 1. september 1995.

Harumframt hevur eitt ráðsdirektiv frá 1993 eisini týdning fyri kolvetnisvinnuna. Hetta direktivið er knýtt at loyvisdirektivinum, og hevur ásetingar um keyp, bygging og tænastuveitingar. Endamálið er at tryggja, at sáttmálar um keyp, bygging og tænastuveiting verða tillutaðir eftir grundreglunum um ikki at gera mismun ella geva forrættindi til útvegarar í landinum.

Loyvisdirektivið ásetir í høvuðsheitum, at londini varðveita yvirvaldsrættin yvir kolvetnistilfeinginum á sínum økjum, men londini kunnu ikki fara út um tær generellu avmarkingar, sum Rómarsáttmálin ásetir fyri virksemið hjá almennum myndugleikum. Tá myndugleikar tilluta feløgum loyvi og áseta treytir, skal hetta fara fram á ein hátt, sum tryggjar øllum feløgum somu viðferð, uttan mun til í hvørjum landi tey hava heimstað. Heldur ikki er loyvt at áseta treytir um, at natiónalar vørur og tænastur skulu hava framíhjárætt, ella at leitingar- og útvinningarvirksemi skal hava heimstað í ella verða stýrt úr viðkomandi landi.

Sum heild kann sigast, at oljudirektivið avmarkar leiklutin hjá tí almenna til tvey økir: Staturin skal framvegis hava fíggjarliga ágóðan av tilfeinginum, og staturin hevur í ein ávísan mun heimild til at regulera vinnuna á einum sakligum grundarlagi.

Loyvisdirektivið fekk týdning fyri Noreg, hóast tað ikki var neyðugt við stórvegis broytingum í lógarkarmunum og mannagongdum. Noreg kundi í høvuðsheitum halda fram við sínum kolvetnispolitikki. Sambært EBS-reglunum hevur Noreg framvegis rætt at gera av, hvussu stóran leiklut landið skal hava í teimum einstøku útvinningarloyvunum.

Kortini avmarkar direktivið møguleikarnar hjá norskum myndugleikum at stýra kolvetnisvirkseminum og at veita norskum áhugamálum forrættindi í sambandi við útvinning og veitingar. Hetta merkir, at norsku oljufeløgini Statoil, Hydro og Saga, sum áður hava fingið forrættindi, nú skulu kappast á jøvnum føti við onnur feløg um at fáa lut í leitingar- og útvinningarloyvum á norska landgrunninum.

Nevndin hevur ikki gjørt neyvar kanningar av, hvørjar broytingar eru neyðugar at gera í føroysku oljulóggávuni, um Føroyar gerast partur av EBS-samstarvinum, og oljudirektivið harvið verður sett í verk í Føroyum.

Men staðfestast kann, at neyðugt er helst at gera broytingar í grein 10 í lógini, ið hevur til endamáls at geva føroyskari arbeiðsmegi og føroyskum veitarum fyrimunir, og neyðugt er helst at avmarka skylduna at føra oljuna í land sambært grein 17 í lógini.

Loyvisdirektivið fer hinvegin ikki at forða fyri, at eitt landsoljufelag tekur lut í oljuvinnuni, men eitt sakligt endamál við hesi luttøku kann kortini ikki verða at tryggja føroyskum veitarum framíhjárættindi til skaða fyri útlendskar veitarar.

3.10. Heilsufrøðilig viðurskifti (kap. 12).
Hjá Føroyum, har so at siga alt búskaparliga grundarlagið er útflutningur av fiski, er gagnligt, at millumtjóða handil við matvørum er grundaður á altjóða sáttmálar við ásetingum um dygdar- og reinføriskrøv.

Endamálið við slíkum sáttmálum er umframt at minka um smittuvandan, eisini at forða fyri, at handilin verður darvaður av tekniskum krøvum.

Í europeiskum handli við fiski og øðrum úrdráttum úr sjónum eru serliga tvær skipanir, sum hava týdning.

Á heilsufrøðiliga økinum hava londini í WTO bundið seg til at laga lóggávu sína til meginreglurnar í WTO-sáttmálunum. Føroyar eru partur av danska limaskapinum í WTO, og hava sostatt bundið seg til at halda meginreglurnar og minstukrøvini hjá WTO í okkara skipanum og reglum viðvíkjandi heilsufrøði og matvørutrygd.

Hin skipanin eru reglurnar hjá ES um, hvussu eftirlitið skal skipast, og hvørji krøv verða sett til matvørur og marknaðarføring. EFTA-londini hava gjøgnum EBS lagað sínar lógir og reglur eftir grundreglunum hjá ES. Hóast Føroyar ikki eru við í ES ella EBS, hevur gongdin í ES havt stóra ávirkan á lógarsmíðið á hesum øki, tí ES keypir størsta partin av okkara fiskaútflutningi.

Tveir sáttmálar hava týdning undir WTO. Annar er SPS-sáttmálin, sum skal tryggja, at handilslig tiltøk og krøv í einstøku londunum á heilsu- og reinførisøkinum eru grundað á fakligar metingar og ikki verða brúkt til at avmarka ella at forða handli millum lond, tá fyrilit eru tikin fyri at verja heilsuna hjá fólki, djórum og plantum í móttakaralondunum. Sáttmálin ásetir, at ikki ber til at seta bann fyri innflutningi, um ávís krøv eru lokin.

Hin sáttmálin undir WTO er TBT-sáttmálin, sum snýr seg um tekniskar handilsforðingar, sum ikki eru tiknar við í SPS-sáttmálan. Her er talan um eitt nú ásetingar um merking, góðskureglur og verju av brúkarum.

Samanumtikið avmarka hesir báðir sáttmálarnir rásarúmið hjá einstøkum londum at seta í verk tiltøk, sum víkja munandi frá tí verjustigi, ið er ásett í altjóða skipanum.

Reglurnar í EBS-sáttmálanum um matvørutrygd fevna fyrst og fremst um tekniskar ásetingar um heilsu, reinføri, vørudygd o.t. EFTA-londini hava at kalla somu reglur, sum ES á matvøruøkinum um heilsu og reinføri.

Í byrjanini fevndu ásetingarnar í EBS kortini ikki um reglurnar hjá ES um eftirlit við handlinum, eitt nú í sambandi við djóralæknaeftirlit við landamørkini. Hetta eftirlit snýr seg um skjala-, uppruna- og fysiskt eftirlit. ES kundi kanna fisk og fiskavørur úr EFTA-londunum eins og vørur úr øðrum triðjalondum.

 

ES samskipaði og herdi heilsufrøðiliga eftirlitið við landamørkini 1. januar 1997. Norðmenn og íslendingar ásannaðu, at hetta fór at verða tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið hjá útflutningsvinnuni. Tí var EBS-sáttmálin endurskoðaður, so hann nú eisini fevnir um reglurnar við góðskueftirliti við fiski og fiskavørum, tá útflutt verður til ES.

Hetta lætti munandi um hjá vinnuni í EFTA-londunum, sum nú sleppur undan teimum praktisku trupulleikunum við marknaðeftirlitinum.

Endurskoðaði EBS-sáttmálin bar eisini í sær, at EFTA-londini og ES fingu felags reglur mótvegis triðjalondum.

Seinnu árini eru brúkararnir í ES og í heiminum sum heild vorðnir meira atfinningarsamir í støðu síni í sambandi við hagreiðing og tilvirking av matvørum og brúkaratrygd, og tí má roknast við, at krøvini støðugt fara at verða herd.

Í frágreiðing síni í 1996 um uttanríkismál ásannaði landsstýrið, at týdningurin av tolli sum handilsforðing helst fer at minka, men at álvarsligar forðingar, mótvegis traditionellum triðja londum sum Føroyum, í framtíðini í størri mun fara at liggja í m.a. heilsufrøðiliga eftirlitinum. Hetta fer at verða hert mótvegis londum, har felags góðkendar skipanir og mannagongdir ikki eru tryggjaðar í skipaðum samskifti við ES.

Hóast nógv hevur verið gjørt fyri at lúka heilsufrøðilig krøv frá myndugleikunum í londum, sum keypa fisk og fiskavørur úr Føroyum, eru fleiri viðurskifti á hesum øki, har ikki er komið fram til nøktandi loysnir. Hesi viðurskifti eru í stóran mun ein forðan fyri gagnligum handilssamskifti við keyparalondini í Europa.

Í 1996 bóðu Føroyar gjøgnum felagsnevndina um samráðingar um eina heilsufrøðiliga avtalu við ES, og nú eru klárt at fara undir hesar samráðingar.

Nevndin heldur, at tað hevur skund hjá Føroyum at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við ES, ið keypir størsta partin av føroysku fiskavørunum. Víst verður til viðmerkingarnar undir kap. 3.8.

3.11. Føroyar í eini EBS-líknandi skipan og tollsamgongu (kap. 13)
Arbeiðssetningurin hjá nevndini hevur verið at gera upplegg til samráðingar við ES um uppskotið í Bláa álitinum frá 1995 um eina serskipan. Sostatt hevur uppgávan hjá hesi nevndini verið at taka við, har Bláa álitið slepti.

Tá tosað verður um eina EBS-líknandi skipan, so er hetta fyrst og fremst grundað á, at ríkisrættarliga støða Føroya ger, at Føroyar bert hava møguleika fyri undir einum ella øðrum formi at fáa eina serskipan. Torføri spurningurin er, hvussu Føroyar stovnsliga og umsitingarliga kunnu vera partur av eini EBS-líknandi skipan.

Í EBS-samstarvinum eru stovnar og skipanir, sum skulu tryggja, at skipanin virkar eftir ætlan. Føroyar mugu á ein hvønn hátt fáa tilknýti til henda bygnað, og áðrenn ein samráðingarleið verður vald, er neyðugt, at politisk støða verður tikin til, hvat slag av tilknýti, vit ynskja.

Nevndin metir, at tveir møguleikar eru. Annar er, at vit í fullan mun gerast partur av EBS-skipanini. Hin er, at vit binda okkum at skipanini og taka við øllum ella pørtum av ásetingunum í EBS. Tann fyrri møguleikin krevur stóra umsitingarliga orku, meðan tann seinni ikki er so orkukrevjandi.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at tvær ymsar leiðir eru møguligar at ganga, til tess at knýta Føroyar upp í verandi EBS-skipan. Onnur er, at Føroyar knýta seg til EBS-skipanina ES-megin, og hin at Føroyar gerast partur av EFTA-súluni í EBS-samstarvinum. Hesir báðir møguleikar seta heilt ymsar fyritreytir í samráðingunum.

Verður avgjørt at royna at fáa eina EBS-líknandi avtalu við ES, metir nevndin, at tríggir teoretiskir møguleikar eru:

  • Verandi handilssáttmáli verður víðkaður til eina EBS-líknandi skipan.
  • Serlig umsitingarskipan verður gjørd í eini EBS-líknandi avtalu.
  • Danskir myndugleikar umsita eina EBS-líknandi avtalu vegna Føroyar.

Verður avgjørt at royna at fáa eina EBS-líknandi avtalu gjøgnum EFTA-felagsskapin, metir nevndin, at tveir møguleikar eru:

Í kapittul 13 hevur nevndin mett um fyrimunir og vansar við hesum fimm møguleikum, og nevndin mælir til, at næsta stigið verður, at ein politisk avgerð verður tikin um, hvønn av hesum møguleikum valt verður at royna, um so er, at avgjørt verður at biðja um samráðingar um eina EBS-líknandi skipan.

Arbeiðssetningurin fyrisetir, at samráðingarnar skulu snúgva seg um eina EBS-líknandi skipan saman við tollsamgongu.

Kanningarnar hjá nevndini vísa, at tollur hevur fingið minni týdning sum handilsforðing og støðugt fer at fáa minni týdning, eisini tá tað snýr seg um fisk og fiskavørur.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at skulu vit fáa betri tollsømdir á ES-marknaðinum fyri fisk og fiskavørur enn í verandi handilsavtalu við ES, og betri tollsømdir enn Noreg og Ísland hava fingið í EBS-sáttmálanum, noyðast Føroyar at lata ES veiðurættindi í føroyskum sjógvi afturfyri.

Velja Føroyar at biðja um samráðingar um eina tollsamgongu av tí slagnum, sum ES hevur gjørt við triðjalond, er torført at meta um útlitini fyri at røkka á mál, tí ES hevur ongantíð fyrr gjørt tollsamgongu um fisk og fiskavørur við triðjalond.

Vilja Føroyar hava fult tollfrælsi í eini tollsamgongu, so verður kravið, at vit í fullan mun taka lut í samlaða fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

Gerast Føroyar partur av tollsamgonguni hjá ES, noyðast vit at taka við handilspolitikkinum hjá ES mótvegis triðjalondum. Tollsamgongan er bert ein partur av handilsliga, búskaparliga og politiska samstarvinum í ES, og tí er torført at meta um, hvørjar aðrar politiskar bindingar fara at liggja í eini tílíkari avtalu við ES.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at ein EBS-líknandi skipan sett saman við tollsamgongu í roynd og veru er tað sama sum limaskapur í tí samstarvinum, sum var áðrenn Maastricht sáttmálin varð settur í verk. Tí er hetta eitt mál, sum metast má um, tá politisk støða verður tikin til, hvørja skipan miðað verður eftir, tá biðið verður um samráðingar við ES um eina nýggja avtalu.

3.12. Tillagingarstigið í føroyskari lóggávu (kap. 14).
Fara Føroyar upp í EBS-samstarvið, gerast vit partur av innmarknaðinum hjá ES, og mugu í útgangsstøðuni góðtaka meginreglurnar í teimum fýra frælsunum hjá ES.

Ein av grundreglunum í EBS-samstarvinum er, at lógarkarmurin í EBS-økinum skal vera tann sami, og fara Føroyar upp í EBS-samstarvið, er neyðugt, at Føroyar hava sama lógarkarm innan tey øki, sum samstarvs-avtalan fevnir um.

Í EBS-samstarvinum eru nú galdandi tilsamans 1239 direktiv, men Føroyar noyðast kortini ikki at seta øll hesi direktiv í verk.

Nevndin hevur roynt at kanna, hvussu støðan er í føroyskari lóggávu. Innan karmarnar hjá nevndini hevur kortini bert verið møguligt at gjørt eina breiða kanning, sum kann geva eina ábending av støðuni, so metast kann um, hvussu umfatandi tillagingar krevjast í føroyskari lóggávu, um Føroyar gerast partur av innmarknaðinum.

Nevndin hevur sett seg í samband við tær stovnar og stýri, sum umsita øki av týdningi og heitt á tey, um at gera eina meting av, í hvønn mun føroyski lógarkarmurin samsvarar við EBS-lógarkarmin.

Við grundarlagi í teimum svarum, sum eru komin, metir nevndin, at føroyski lógarkarmurin sum heild samsvarar við galdandi reglur í EBS-samstarvinum. Innan fleiri øki er donsk lóggáva beinleiðis galdandi, og innan onnur øki er føroyski lógarkarmurin, sum heild, gjørdur við fyrimynd í donskum lógum. Í øðrum førum metir nevndin, at føroyskar lógir innihaldsliga fevna um tað sama økið, sum samsvarandi lóg í EBS-samstarvinum.

Tó eru øki, har føroysk lóggáva ikki er tillagað. Nevndin metir, at lóggávan innan landbúnað og kolvetnisvinnu ikki samsvarar við EBS-karmarnar.

Harumframt vísir nevndin á, at í altjóða sáttmálum, sum vit eru partur av, og í sínamillum avtalum við onnur lond, hava Føroyar, í roynd og veru, á nógvum økjum longu bundið seg til at fylgja teimum ásetingum, sum galda í EBS-samstarvinum.

Nevndin leggur dent á, at arbeitt verður víðari við hesi kanning. Líkamikið hvørja støðu Føroyar taka í framtíðini til viðurskiftini mótvegis ES, er neyðugt at gera eina gjølliga og djúptókna kanning av hesum viðurskiftum, og nevndin mælir til, at neyðug umsitingarliga orka, herundir løgfrøðiligur kunnleiki, verður sett av til at fullføra hesa kanning.