EBS frágreiðingin

 

Altjóða handilsligt og búskaparligt samstarv

4.1. Inngangur
Fyri eitt land sum Føroyar við sera opnum búskapi og nógvum handilssamskifti við umheimin er gagnligt, at greiðar og frammanundan kendar reglur eru í altjóða handli.

Síðan 1945 - og serliga síðan fyrst í 1970-árunum - er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein avleiðing av hesum er tað, sum ofta verður nevnd búskaparlig altjóðagerð. Ein partur av búskaparligu altjóðagerðini er handilsliberaliseringar.

Altjóða handil er vorðin meira opin. Hetta er eitt úrslit av samráðingunum í GATT og síðan 1995 í WTO. Hetta hevur havt við sær, at tollur er lækkaður, og at aðrar handilsforðingar eru beindar burtur. Á regiónalum stigi eru felagsskapir settir á stovn við tí endamálið at beina forðingar í sínámillum handlinum burtur.

Gongdin seinnu árini hevur verið, at handilsavtalur millum lond ikki bert snúgva seg um toll og kvotur, men eisini um fleiri onnur sløg av handilsforðingum. Tekniskar forðingar, standardisering, handil við tænastum og heilsufrøðilig viðurskifti eru týðandi partar av samstarvinum. Tollur hevur fingið alsamt minni týdning sum handilsforðing.

Nevndin heldur, at av tí, at altjóða búskapurin og institusjónellu karmarnir fyri altjóða handli eru broyttir so nógv seinnu árini, er neyðugt fyrst at lýsa høvuðstættirnar í hesum broytingum. Endamálið er millum annað at vísa, at tað ikki bert er gongdin í ES, ið hevur týdning, tá metast skal um fyritreytir og støðu Føroya í altjóða handli. Nógv av tí, ið fer fram innanhýsis í ES, er partur av einum altjóða ráki.

Hesin fyrsti parturin av útgreiningini snýr seg um altjóða handilsligt og búskaparligt samstarv. Fyrst verður komið inn á høvuðsrákið í altjóða viðurskiftum, sum hava týdning fyri handilin millum lond. Dentur verður lagdur á, at búskaparligu viðurskiftini í dag eru ein partur av undanfarnu søguligu gongdini. Eitt høvuðseyðkenni við hesi gongd er ein alsamt vaksandi samansjóðing av búskapunum í einstøku londunum.

Høvuðsskipaninar í handilsligum og búskaparligum samstarvi millum lond eitt nú fríhandilsøki, tollsamgonga og felagsmarknaður verða stutt lýstar. Altjóða handilsfelagsskapir og leiklutur teirra í millumtjóða handli og liberaliseringum verða eisini umrøddir. Rættuliga nógv verður gjørt burtur úr World Trade Organization, WTO, sum avloysti GATT í 1995. Orsøkin til hetta er m.a., at WTO er einasti altjóða felagskapur, ið hevur altjóða handil sum virkisøki, og sum umsitur reglur fyri handlinum millum lond. Tær meginreglur fyri altjóða handli, sum eru samtyktar í WTO, eru í stóran mun støðið undir handilsligum samstarvi í regiónalum felagsskapum, sum ES, EBS og NAFTA.

4.2. Búskaparlig altjóðagerð
Árini síðan seinna heimsbardaga hava verið merkt av stórum broytingum í handilsligu og búskaparligu viðurskiftunum í heiminum. Búskaparligi vøksturin í ídnaðarlondunum meginpartin av tíðarskeiðnum hevur verið drívmegin í broytingini í heimsbúskapinum, sum undir einum verður nevnd altjóðagerð.

Altjóðagerð er sum so ikki nýtt fyribrigdi. Skifti av vørum millum lond hevur verið í øldir. Rættilig gongd kom í búskaparligu samansjóðingina, tá við m.a. fingu bíligari og virkisførari flutningsskipanir síðst í 19. øld. Seinni kom so menningin av framleiðsluhættum, grundaðir á hópframleiðslu og stórvirkisfyrimunir. Bíligari og betri samskiftismiðlar birtu eisini uppundir samansjóðingina. Bøttir tekniskir møguleikar at tilvirka og selja vørur til ein størri marknað gjørdu, at eyguni eisini vórðu vend ímóti handilsforðingum í teimum einstøku londunum.

Í kjalarvørrinum av búskaparliga skrædlinum og arbeiðsloysinum í 1930-árunum tók eitt proteksjónistisk rák seg upp í millumtjóða handli. Nógv lond royndu at verja heimavinnuna við tolli og øðrum avmarkingum á innflutninginum.

Síðan 1945 - og serliga síðan fyrst í 1970-árunum - hevur altjóðagerðin og búskaparliga samansjóðingin av álvara tikið dik á seg. Hon er víðfevndari og fevnir um alsamt fleiri málsøki. Hetta vísir seg á nógvum økjum. Til dømis er handilin við vørum og tænastum millum lond vaksin skjótt. Hjá flestu londum hevur parturin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum verður útfluttur, verið vaksandi.

Vøksturin í heimshandlinum hevur millum annað havt við sær størri kapping, og hetta birtir uppundir altjóðagerð av framleiðslu og vinnulívi. Tær stóru fyritøkurnar leita sær til onnur lond fyri at koma inn á nýggjar marknaðir ella at spara lønarútreiðslur.

Øktur altjóða handil, vøkstur í útlendskum íløgum, deregulering av kapitalmarknaðunum og nýggj tøkni hava borið í sær sera stóran vøkstur í kapital- og valutastreymum um landamørk. Búskapirnir í einstøku londunum eru vorðnir meira opnir. Landamørkini eru ikki tann sama forðingin fyri handilssamskifti, sum áður.

Vaksandi samansjóðingin sæst eisini á talinum og virkseminum hjá millumtjóða búskaparligum samstarvsfelagsskapum, sum eru settir á stovn eftir kríggið, bæði á alheims- og regiónalum stigi. Heimsbankin, IMF og samstarvið í GATT eru dømi um altjóða samstarv. EFTA og ES eru dømi um regiónalar handilsfelagsskapir. Í summum førum hava regiónalir felagsskapir fingið yvirnatiónalan myndugleika. Londini hava latið stovnum í felagsskapunum avgerðarrættin í summum málum. Besta dømi um hetta er Europeiska Samveldið.

Hóast tað framvegis eru tey einstøku londini - natiónalstatirnir - sum taka tær týdningarmestu avgerðirnar í altjóða samfelagnum, so hevur gongdin seinnu árini gjørt, at alsamt fleiri og størri politiskar uppgávur ikki longur kunnu verða loystar av einstøku londunum einsamøllum ella á regiónalum stigi, men bert við heimsumfevnandi samstarvi.

Hugtøk sum tjóð, sjálvsavgerðarrættur, trygd og millumtjóða samstarv hava so við og við fingið nýtt innihald. Í handils- og búskaparviðurskiftum eru londini vorðin meira bundin hvørt at øðrum. Til tess at tryggja búskaparliga menning og javnbjóðis kappingartreytir, hava alsamt fleiri lond ásannað, at felags reglur eru ein fyritreyt fyri, at millumtjóða handil skal vera lættari og smidligari, og at vinningurin av altjóða arbeiðsbýtinum verður størst møguligur.

Eftir at heimshandilin í nøkur ár hevði verið merktur av protektiónistiskum atgerðum, vunnu sjónarmiðini um fríhandil aftur frama tey fyrstu árini eftir seinna heimsbardaga. Fleiri altjóða búskaparligir felagsskapir vórðu settir á stovn. Høvuðsendamálið var at beina burtur forðingar fyri frælsum heimshandli.

Í fyrsta umfari var talan um vørumarknaðin (GATT) og altjóða gjaldoyraskipanina (IMF). Samstarvið í GATT hevur serliga ført til handilslættar, sum eru ein avleiðing av, at tollforðingar eru tiknar burtur. Seinni eru so kapitalmarknaðirnir tiknir við, og kapitalflytingar um landamørk hava fingið størri týdning. Somuleiðis vóru 1980-árini merkt av stórum vøkstri í beinleiðis íløgum millum lond. Tænastur eru eisini vorðnar ein alsamt størri partur av millumtjóða handli.

Samanumtikið hevur altjóðagerðin havt við sær, at landamørk ikki eru sama forðing fyri handilssamskifti sum áður. Altjóðagerðin av búskapunum hevur broytt fortreytirnar hjá vinnulívinum, einstøkum fyritøkum og londum um allan heim. Kappingin er harðnað, og hetta krevur millum annað, at fyritøkurnar í størri mun enn áður mugu vera førar fyri at laga seg eftir støðugt skiftandi umstøðum. Hetta setir øðrvísi og størri krøv til leiðslurnar, eitt nú viðvíkjandi virkisføri, vitan og kunnleika, vágafýsni og fíggjarorku, skal ein gera sær vónir um at virka í altjóða høpi.

4.3 Millumlanda samstarvshættir
Samstarv millum lond fer fram bæði á altjóða og regiónalum stigi. Dømi um altjóða samstarv eru felagsskapirnir Sameindu Tjóðir og GATT-skipanin, sum hon virkaði fram til 1995. Luttøka í nevndu felagsskapum hevur vanliga ikki verið so bindandi og hevur vanliga ført við sær, at londini bert á summum samstarvsøkjum lata sjálvræðið frá sær og lata felags stovnar umsita málsøki.

Búskaparligt samstarv og samansjóðing á regiónalum stigi er avmarkað til ein bólk av londum, sum eitt nú samstarvið í Europeiska Samveldinum, ES, og fríhandilsøkini EFTA (European Free Trade Association) og NAFTA (North American Free Trade Agreement). Regiónalt samstarv innan handil og búskap er vanliga meira bindandi og hevur størri ávirkan á politikkin hjá limalondunum og skerjir ofta politiska rásarúmið hjá luttakaralondunum í stýringini av nógvum innlendis viðurskiftum.

Regiónalt samstarv innan búskap og handil er nógv økt seinnu árini. Í hesum sambandi kann nevnast, at síðan fyrsti GATT-sáttmálin kom í gildi í 1947 eru 163 regiónalar handilsskipanir fráboðaðar GATT/WTO. Í tíðarskeiðnum 1986-1991 vórðu bert fimm skipanir skrásettar í GATT/WTO, meðan samsvarandi talið var 77 fyri tíðarskeiðið 1992-1996. Av nevndu 163 skipanum eru eini 60% í gildi í dag. Meira enn 75% av fráboðaðum skipanum, sum eru virknar, eru settar í verk eftir1992.

Umframt henda stóra vøksturin í talinum av regiónalum skipanum, er eisini áhugavert, at samstarvsformarnir eru øðrvísi í vavi og innihaldi. Samstarvið í ES fevnir støðugt um alsamt fleiri øki, og størri myndugleiki verður lagdur til felagsstovnar.

Hetta er kortini ikki gongdin bert í ES. Aðrastaðni í heiminum hevur regiónala samansjóðingarrákið eisini tikið dik á seg. Til dømis kann nevnast, at uppskotið um "Free Trade Agreement of the Americas" (FTAA) fevnir um 34 lond í Suður-, Mið- og Norður-Amerika. Í hesum marknaði búgva eini 500 mió. fólk. Størsta regiónala verkætlanin av øllum er "Asian Pacific Economic Cooperation" (APEC), sum fevnir um lond báðumegin Kyrrahavið herundir USA, Japan og Kina. APEC fevnir um 40% av heimsins íbúgvum, og stendur fyri umleið 54% av bruttotjóðarúrtøkuni í heiminum og 42% av millumtjóða handli.

Nevndu altjóða og regiónalu felagsskapir, sum hava týdning fyri millumtjóða handil, verða umrøddir seinni. Skilt verður millum ymisk sløg av samansjóðing millum lond, alt eftir hvussu umfevnandi og djúptøkt samstarvið er. Mynd 4.1 vísir vavið og innihaldið í teim ymsu regiónalu samstarvsformunum.

Mynd 4.1: Regiónalir samstarvsformar

Frí-handils-
øki

Toll-
samgonga

Felags marknaður

Innmarknaður

Pengapolitiskt samveldi

Búskaparligt samveldi

Sjónligar handilsforðingar burtur,
egnan tollmúr úteftir
Sjónligar handils-forðingar burtur,
felags tollmúr úteftir
Vørur og framleiðslufaktorar hava frítt at fara
Felags regluverk viðvíkjandi handli og framleiðslu- faktorum
Felags penga-
politikkur og gjaldoyra
Felags búskapar- og fíggjarpolitikkur

Ovasta røðin vísir bólkarnar, sum samstarvið vanliga verður flokkað í. Teigurin til vinstru vísir tey ymisku samstarvsøkini. Myndin er í stóran mun grundað á gongdina í tí, sum í dag er ES. Samstarvið har byrjaði í 1950-árunum. Í 1968 varð komið á mál við tollsamgonguni. Síðani er samstarvið støðugt ment, og í dag verður arbeitt við at skipa ES sum eitt pengapolitiskt og búskaparpolitiskt samveldi.

Tá lond ganga saman í fríhandilsøki beina tey burtur allan toll og kvotur í handlinum sínámillum, men varðveita hvør sær rættin til sjálvi at avgera, hvørjar handilsavmarkingar skulu setast mótvegis londum, sum ikki eru limir. Fríhandilsøki verða vanliga roknað sum eitt av fyrstu stigunum í bindandi búskaparligum samstarvi millum lond.

Í eini tollsamgongu hava limalondini harafturímóti bundið seg bæði til ikki at brúka sjónligar handilsforðingar í sínámillum handli og at hava felags tollgarðar og aðrar handilsligar avmarkingar mótvegis londum, sum eru uttanfyri tollsamgonguna. Tollsamgongur verða nærri umrøddar í kap.8.

Ein felagsmarknaður ber í sær, at allar beinleiðis forðingar fyri innanhýsis handli og flutningi av tænastum, kapitali og arbeiðsmegi millum londini í felagsmarknaðinum verða tiknar burtur. Ein felagsmarknaður er eins og ein tollsamgonga grundaður á felags handilspolitikk mótvegis umheiminum.

Við innmarknaðinum verða allar sjónligu og serliga tær minnu sjónligu avmarkingarnar í frælsinum fyri innanhýsis handli, tænastum, kapitali og arbeiðsmegi millum londini burturbeindar. Hesar seinnu eru m.a. fjaldar handilsforðingar, ið standast av, at limalondini nýta ymisk fyrisett mát á vørum, og at myndugleikarnir veita heimavinnuni sersømdir í sambandi við almenn keyp av vørum og tænastum. Í einum innmarknaði verða regluverkini, sum ávirka tey fýra frælsini í einstøku londunum, broytt til felags innmarknaðarregluverk.

Ein innmarknaður fevnir sostatt umframt um ein felagsmarknað fyri vørur, eisini um frælsi hjá framleiðslufaktorum og fíggjartænastum at fara um landamørk. Ríkisborgarar í einum felagsmarknaði kunnu uttan forðingar leita sær arbeiði í øllum londunum, sum eru við. Frælsi er eisini at gera íløgur og at seta virksemi á stovn í hinum londunum, sum eru við í felagsmarknaðinum. Sama er galdandi fyri eitt nú innskot í peningastovnar ella keyp av virðisbrøvum.

Ein innmarknaður nýtist ikki í øllum lutum at hava eina tollsamgongu sum fyritreyt. EBS er ein innmarknaður, sum fevnir um eitt fríhandilsøki (EFTA) og eina tollsamgongu (EF). Orsakað av serliga fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikkinum hjá EF eru fiska- og landbúnaðarvørur ikki umfataðar av EBS-innmarknaðinum.

Í einum pengapolitiskum samveldi (moneterari unión) verður farið enn longur. Eitt slíkt samstarv fevnir um samstarv um peningaskipanina í limalondum, grundað á felags gjaldoyra. Hugsanin er, at av tí at alt fíggjarligt samskifti millum londini fer fram við sama gjaldoyra, verður ótryggleikin í gjaldoyraviðurskiftunum beindur burtur.

Eitt búskaparligt samveldi er eitt pengapolitiskt samveldi har búskaparpolitikkurin hjá limalondunum er samskipaður. Eitt pengapolitiskt samveldi ber í sær, at londini halda somu kós í pengapolitikkinum. Eitt búskaparlig samveldi ber í sær, at fíggjarpolitikkurin verður samskipaður.

Fyritreytin fyri, at eitt búskaparligt samveldi skal virka til fulnar, er sostatt, at somu reglur og mannagongdir eru á skatta- og avgjaldøkinum, og at ásetingarnar fyri ymsum sløgum av almennum veitingum eru tær somu. Somuleiðis skal fíggjarpolitiska konjunkturstýringin vera felagsmál fyri øll limalondini. Umframt penga- og fíggjarpolitikk snýr ein búskaparlig samgonga seg eisini um felags samskipan av vinnupolitikkinum. Fyritreytirnar hjá vinnulívinum skulu vera tær somu allastaðni.

4.4 Aðalsáttmálin um toll og uttanríkishandil, GATT
Aðalsáttmálin um toll og uttanríkishandil "General Agreement on Tariffs and Trade" GATT var eitt av trimum fleirtjóða tiltøkum, ið vóru sett í verk beint eftir seinna heimsbardaga. Hinir báðir stovnarnir vóru Heimsbankin og IMF. Endamálið var at hjálpa til við at stýra heimsbúskapinum og at forða fyri, at farið varð aftur til proteksjónistiska politikkin í 1930-árunum.

GATT var upprunaliga ein partur av ST-stovninum ITO, International Trade Organization, ið ikki bert fevndi um handil, men eisini um m.a. arbeiðsmarkn-aðarviðurskifti, altjóða íløgur og tænastur. Hesin felagsskapur fekst tó ongantíð at virka, fyrst og fremst tí USA ikki vildi viðurkenna hann. Ætlanin varð tí slept, so meginpartin av eftirkrígstíðini var GATT einasta fleirtjóða stýringsamboðið í millumtjóða handli. Í 1995 varð GATT avloyst av "World Trade Organization" - WTO.

GATT hevur verið tað grundleggjandi regluverkið fyri millumtjóða handli í eftirkrígsárunum. Endamálið hjá GATT hevur verið at birta upp undir eina fríari og greiðari skipan í altjóða handli. GATT hevur havt ein týðandi lut í tí búskaparliga vøkstri, sum serliga londini í Vesturheiminum høvdu frá síðst í 1940-árunum og fram til fyrst í 1970-árunum. GATT var bert galdandi fyri handilin við ídnaðarvørum og fevndi ikki um tænastuhandil og altjóða kapitalstreymar.

GATT hevur verið karmurin um fleirtjóða samráðingar um handils-liberaliseringar og reglur fyri heimshandilin. Hetta hevur ført til, at nógvar handilsforðingar eru tiknar burtur. Samráðingarnar í GATT eru farnar fram í fleiri umførum. (sí talvu 4.1).

 

Talva 4.1: GATT-umfør
1. Geneve

2. Annecy

3. Torqueray

4. Geneve

5. Dillon- umfarið

6. Kennedy-umfarið

7. Tokyo-umfarið

8. Uruguay-umfarið

1947

1949

1951

1956

1960-62

1963-67

1971-79

1986-94

Úrslitið av fyrsta samráðingarumfarinum var, at nógv av verjutiltøkunum, sum vórðu sett í verk eftir skrædlið í 1930-árunum, vórðu tikin burtur. Tey 23 londini, sum stovnsettu GATT, luttóku í hesum umfarinum. Tey fylgjandi umførini gjørdust fløktari og tóku longri tíð, fyrst og fremst, tí at fleiri lond gjørdust limir, og fleiri nýggj mál komu á dagsskránna. Tey sjey fyrstu umførini førdu tó samanumtikið við sær, at meðaltollurin á ídnaðarvørum minkaði úr góðum 40%, tá sáttmálin varð gjørdur, niður í eini 5% í 1990.

Umframt burturtøku av handilsforðingum, virkaði GATT eftir nøkrum meginreglum:

Harumframt hevði GATT eina skipan fyri tveyparta-tingingar og loysn av trætum í handilsmálum.

4.5 Uruguay-umfarið - frá GATT til WTO
Fyrst í 1980-árunum versnaði støðan í heimshandlinum. Hetta komst serliga av, at nógv lond høvdu búskaparliga afturgongd, og nógvar smogur gjørdust sjónligar í GATT-skipanini. Fleiri lond settu í verk handilspolitisk tiltøk, sum lógu uttanfyri og vóru í stríð við meginreglurnar í GATT-sáttmálanum. Nógvastaðni varð ásannað, at menningin og gongdin í heimsbúskapinum er nær tengd at samanspælinum millum búskaparligan politikk, fíggjarpolitikk og handilspolitikk.

Tað var m.a. hetta, sum gjørdi, at fleiri lond hildu, at neyðugt varð at styrkja og víðka multilateralu skipanina fyri handli. GATT hevði ikki amboðini at byrgja fyri tí protektiónistiska rákinum, sum tók seg upp fyrst í 1980-árunum. Á fundi í Punta del Este í Uruguay í 1986 varð samtykt at fara undir áttanda samráðingarumfarið í GATT, tað sonevnda Uruguay-umfarið.

Høvuðsevnini og stevnumiðini í samtykta samráðingarupplegginum , ið verður nevnt "Punta del Este-yvirlýsingin", vóru hesi:

Á dagsskránni fyri Uruguay-umfarið, vóru sostatt ikki bert spurningar um handil við vørum. Samráðingarnar fevndu eisini um tað alsamt vaksandi tænastuøkið, sum lá uttanfyri virkisøkið hjá táverandi GATT. Tænastur vóru miðskeiðis í 1980-árunum eini 20% av heimshandlinum.

Somuleiðis varð roynt at finna nøktandi skipanir í sambandi við ognarrætt til andsverk ella upphavsrættindi (intellectual property rights) fyri at byrgja fyri ikki loyvdari nýtslu av telduforritum, tónleiki, sjónbondum, urum o.a. Harumframt varð miðað eftir at fáa greiðari karmar fyri sambandið millum handil og onnur øki, eitt nú búskaparligan vøkstur og menning, eins og áhugamálini og serliga støðan hjá menningarlondum varð tikin við.

Upprunaliga settu partarnir sær fyri at fáa samráðingarnar lidnar í desember 1990. Hetta eydnaðist ikki, og eitt skifti tóktist naggatódn at koma í. 117 lond við eini ørgrynnu av mótstríðandi sjónarmiðum og áhugamálum luttóku í samráðingunum, og longu frá byrjan varð roknað við, at landbúnaðarsam-ráðingarnar fóru at gerast tað stóra stríðsmálið. Semja á landbúnaðarøkinum var ein fyritreyt fyri avtalum á øðrum økjum.

Hóast samráðingarnar vóru truplar, varð roynt at halda lív í teimum. Í desember 1993 eydnaðist at koma fram til semju, ið varð fest á blað í 29 sjálvstøðugum lógartekstum, sum fevndu um allar tættir í samráðingunum, umframt 25 yvirlýsingar. "The Final Act Embodying the Results of the Uruguay Round of Multilateral Trade Negotiations", sum er almenna heitið á úrslitinum av Uruguay-umfarinum, varð undirskrivað í Marrakesh í Marokko 15. apríl 1994.

Semjan bar í sær, at World Trade Organization, WTO, varð stovnað og avloysti gomlu GATT-skipanina 1. januar 1995. Grundarlagið undir stovnanini og virkseminum hjá WTO er GATT-sáttmálin við teimum broytingum, sum avtalur og skipanir, ið komið varð ásamt um undir Uruguay-umfarinum, høvdu við sær. (sí mynd 4.3).

WTO er nógv meira víðfevnt enn GATT. Skipanin fevnir ikki bert um handil við vørum, men eisini tænastur og upphavsrætt. WTO hevur eisini rúmari heimildir og virkar á jøvnum føti við IMF og Heimsbankan. Sum stovnur var GATT sera lítil, og nógvar av ásetingunum og skipanunum vóru bert fyribils. GATT var í roynd og veru eingin stovnur, men bert karmurin um altjóða samráðingar um handilslættar.

GATT hevði eisini avmarkaðar heimildir. Í GATT-skipanini kundi eitt land t.d. fella eina avgerð, tikin av einum av sonevndu kanningarpanelunum í einum handilstrætumáli. Hetta kundi viðkomandi land eisini gera, um tað var partur í málinum.

Hetta er bøtt um í WTO, ið er at rokna sum ein veruligur fleirtjóða stovnur.

4.6 Høvuðstættirnir í WTO
WTO er einasti altjóða stovnur, sum hevur altjóða handil sum virkisøki og umsitur reglur fyri handlinum millum lond. Á mynd 4.2 er bygnaðurin í WTO vístur.

4.6.1 Skipan og endamál
Evsti myndugleiki í WTO er "Ministerial Conference", ið kemur saman í minsta lagi annaðhvørt ár. "General Council" hevur regluligt eftirlit við, at ásetingarnar í sáttmálanum og samtyktirnar hjá ráðharrunum verða fylgdar. "General Council" virkar bæði sum "Dispute Settlement Body" og sum "Trade Policy Review Mechanism", ið taka sær av øllum handilsmálum undir GATT-skipanini. Undir sær hevur "General Council" sett á stovn "Goods Council", "Services Council" og "TRIPs Council."

WTO hevur høvuðssæti í Geneve, og árliga fíggjarætlanin er góðar 80 mió. dollarar.

Endamálini við WTO-sáttmálunum eru trý:

At fáa so frælsan handil sum gjørligt.
At fáa í lag stigvísa liberalisering við framhaldandi samráðingum.
At fáa eina óvilduga skipan til loysn av handilstrætum millum lond.

Eins og í gamla GATT-sáttmálanum ganga nakrar grundleggjandi meginreglur aftur í øllum WTO-sáttmálunum: Ikki-diskriminering - "most-favoured-nation" - viðgerð og "nation" - viðgerð, frælsari handil, greiðar og frammanundan kendar handilsreglur at birta upp undir kapping, og at serlig fyrilit skulu takast fyri menningarlondum.

 

WTO-sáttmálarnir fevna sum nevnt um vørur, tænastur og upphavsrættindi. Teir áseta meginreglurnar fyri liberalisering, og hvørji undantøk eru loyvd. Teir áleggja londunum skyldur um at lækka toll, at fáa burtur handils-forðingar og at lata upp og framhaldandi hava opnan marknað fyri tænastur.

Sáttmálarnir áseta reglur og mannagongdir tá handilstrætur skulu loysast, og geva menningarlondum serligar sømdir. Reglurnar áseta eisini, at stjórnirnar skulu gera sín handilspolitikk gjøgnumskygdan við at boða WTO frá galdandi reglum, og hvørji tiltøk verða sett í verk.

Innihaldsyvirlitið í "The Results of the Uruguay Round of Multilateral Trade Negotiations: The Legal Texts", vísir ein rúgvismiklan lista við 60 avtalum, ískoytum, avgerðum og yvirlýsingum. Í mynd 4.3 er yvirlit, ið lýsir bygnaðin í sáttmálunum, sum undir einum verða nevndir WTO-sáttmálin.

 

Mynd 4.3: Yvirlit yvir bygnaðin í WTO-sáttmálunum

Vørur

Tænastur

Upphavsrættindi

Trætumál

Grundreglur

GATT 1994
General

Agreement on Tariffs and Trade

GATS
General

Agreement on Trade in Services

TRIPS
Agreement on Trade-Related Aspect of Intellectual Property Rights

Skipan at
loysa trætumál

Staklutir og eykasáttmálar

Aðrar avtalur og ískoyti um vørur


Ískoyti viðvíkjandi tænastum

 

Bindingar viðv. marknaðar-atgongd

Yvirlit yvir bindingar hjá einstøkum londum

Yvirlit yvir bindingar hjá einstøkum londum

WTO-sáttmálin er settur saman av fleiri sáttmálum: Handil við vørum (GATT 1994), handil við tænastum (GATS) og ognarrætt í sambandi við handil við andsverkum (TRIPS). Undir hesum eru fleiri sáttmálar, sum snúgva seg um serlig evni og viðurskifti. Harumframt eru sonevndir plurilateralir sáttmálar, ið eru sáttmálar millum eitt avmarkað tal av londum, og sum bert eru galdandi fyri tey londini, sum hava undirskrivað sáttmálan. T.d. kunnu nevnast sáttmáli um reglur í sambandi við almenn keyp av vørum og tænastum og sáttmáli um sivila loftferðslu. Heitið WTO-sáttmálin er tí eitt felagsheiti fyri allar sáttmálarnar.

Avtalurnar um tey tvey størstu handilsøkini - vørur og tænastur - hava felags høvuðseyðkenni, hóast tær í summum smálutum eru rættuliga ólíkar:

  • WTO-sáttmálarnir byrja við breiðum grundreglum fyri GATT-vørur og GATS-tænastur. TRIPS-sáttmálin verður eisini flokkaður her, hóast eingir partar eru lagdir afturat.
  • Síðani koma eykasáttmálarnir og ískoyti, sum fevna um serligar treytir fyri ávísar sektorar ella málsøki.
  • At enda koma drúgvir listar við bindingum hjá einstøkum londum um at loyva serligum útlendskum vørum ella tænastuveitarum atgongd til sínar marknaðir. Í GATT er vanliga talan um bindingar um toll á vørum yvirhøvur og samanseting av tolli og kvotum fyri ávísar landbúnaðarvørur. Í GATS snúgva bindingarnar seg vanliga um, í hvønn mun útlendskir tænastuveitarar hava atgongd til ávísar sektorar. Har eru eisini listar við ymiskum sløgum av tænastum, har meginreglan um "most-favoured-nation" ikki verður nýtt.

Meginparturin av samráðingunum í Uruguay-umfarinum snúði seg um teir báðar fyrstu partarnar: Grundreglur og meginreglur fyri ávísar sektorar. Samstundis vóru samráðingar um marknaðaratgongd fyri ídnaðarvørur. Tá meginreglurnar í hesum vóru greiddar, varð farið undir onnur øki, eitt nú landbúnað og tænastur.

Tær samráðingar, sum hava verið eftir Uruguay-umfarið, hava yvirhøvur snúð seg um bindingar í sambandi við marknaðaratgongd fyri fíggjartænastur, telesamskifti, sjóvegis flutning undir GATS og kunningartøkni undir GATT.

Tveir aðrir bólkar av sáttmálum, sum eisini eru týdningarmiklir, eru ikki tiknir við í yvirlitinum í mynd 4.3. Hetta eru sáttmálin um endurskoðan av handilspolitikki og teir fýra sonevndu "plurilateralu" sáttmálarnir, sum bert fá lond hava undirskrivað. Hesir snúgva seg um sivila flogferðsla, almenn keyp, mjólkaúrdráttir og kjøt.

Í hesum sambandi verður ikki farið í smálutir við úrslitinum av Uruguay-umfarinum og WTO, men niðanfyri verða lýst nøkur øki, sum nevndin heldur hava størsta handilsliga týdning fyri Føroyar. Nøkur øki í WTO verða eisini nærri umrødd í sambandi við lýsingina av EBS-skipanini í kapittul 9.

4.6.2 Tollur
Rúgvismesti parturin av úrslitinum av Uruguay-umfarinum eru tær umleið 22.500 síðurnar við listum yvir einstøk lond og tær skyldur, tey hava viðvíkjandi ávísum sløgum av vørum og tænastum. Hesar skyldur fevna í høvuðsheitum um at lækka og "læsa" tollsatsir á innfluttum vørum og tænastum.

Talan er ikki um nakra einstaka bindandi avtalu, sum ásetir karmarnar fyri tolllækkingunum ella ásetir prosentsatsir fyri, hvussu nógv tollurin skal lækka. Heldur er talan um bindingar og treytir fyri einstøk lond, sum eru festar á blað í serskiltum ískoytum til "Marrakesh Protocol to the General Agreement on Tariffs and Trade 1994". Hesi skjøl eru juridisk bindandi avtalur um tolllækkingar.

Partarnir settu sær fyri at minka um allar tollforðingar við einum triðingi innan fimm ár frá 1. januar 1995 at rokna. Úrslitið gjørdist kortini, at tey størstu ídnaðarlondini í heiminum samdust um enn størri niðurskurð.

Tollur á øllum ídnaðarvørum verður lækkaður við 40%, úr í meðal 6,3% niður í 3,8%. Nøgdirnar av innfluttum ídnaðarvørum, sum ikki skulu tollavgreiðast í ídnaðarlondunum, fara úr 20% uppí 40%. Í ES lækkar tollurin úr 6,8 niður í 4,1%, og í USA úr 6,6 niður í 3,4%.

Somuleiðis verða færri vørur álagdar ein høgan toll. Parturin av innflutninginum hjá ídnaðarlondunum, sum hevur toll omanfyri 15%, minkar úr 7% niður í 5%. Parturin av útflutninginum hjá menningarlondum, sum verður álagdur toll omanfyri 15% í ídnaðarlondunum, minkar úr 9% niður í 5%.

Á summum økjum og fyri summar vørur hava tey stóru ídnaðarlondini lækkað toll niður í null, meðan menningarlond hava gjørt munandi niðurskurð fyri somu vørubólkar. Vørurnar, talan er um, eru bygging og landbúnaðarútgerð, stál, bjór, heilivágur, læknaútbúnaður, leikur, pappír, innbúgv og destillerað spritt. Hesar vørur hava stóran týdning fyri búskapin og útvega nógv arbeiðspláss.

Sum nevnt aðrastaðni hildu samráðingarnar um toll og marknaðaratgongd fram eftir Uruguay-umfarið. Sum dømi kann nevnast, at 26. mars 1997 samdust 40 lond at taka burtur allan innflutningstoll og onnur gjøld á útgerð til kunningartøkni fyri ár 2000. Fyri nøkur lond er freistin tó sett til 2005. Hesi lond standa fyri meira enn 92% av heimshandlinum av hesum vørum.

Eins og í øðrum tollspurningum eigur hvørt av teimum luttakandi londunum at geva útflutningi úr øllum WTO-londum somu viðgerð eftir "most-favoured-nation" regluni, eisini úr limalondum, sum ikki hava átikið sær somu skyldur.

4.6.3 Tænastur
Aðalsáttmálin um handil við tænastum "The General Agreement on Trade in Services", sum er partur av WTO-sáttmálanum, er skipaður í tríggjar høvuðspartar. Tann fyrsti er rammuavtalan við ásetingum og skyldum fyri øll limalondini. Annar partur snýr seg um bindingar hjá einstøkum londum um framhaldandi liberaliseringar, og tann triði er ein hópur av ískoytum um serstøðu hjá einstøkum tænastusektorum og londum.

Tá sáttmálin varð undirskrivaður, vóru stevnumiðini eisini sett fyri tey øki, sum ikki var komið á mál við, tá Uruguay-umfarið endaði. Hetta er m.a. galdandi fyri fíggjartænastur, fjarskifti og farma- og ferðafólkaflutning.

Í sambandi við fjarskiftistænastur kann nevnast, at 15. februar 1997 komu limalondini ásamt um ein sáttmála, sum ber í sær fríari marknaðaratgongd fyri nógvar teletænastur.

Sáttmálin kom í gildi 1. januar 1998. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at bindandi reglur eru gjørdar fyri marknaðaratgongd fyri teletænastur. 68 av teimum 127 limalondunum í WTO hava longu latið marknaðin upp fyri øðrum WTO-londum, samstundis sum tey hava bundið seg til ikki at seta nýggjar avmarkingar í verk. Hesi lond standa fyri meira enn 90% av umsetninginum í heimshandlinum við teletænastum.

GATS ásetir reglur fyri allar tænastusektorar. Á nógvum økjum er slóðað fyri, so komandi samráðingar um greiðari og rættvísari handil við tænastum gerast lættari. Møguleikar eru eisini at forða fyri, at lógarkarmarnir fyri tænastusektorinum í einum landi føra við sær órættvísa kapping. Serligan týdning hevur tað, at sáttmálin í høvuðsheitum er grundaður á "most-favoured-nation" regluna.

GATS lættir munandi um hjá útflytarum av tænastum, tá teir skulu kunna seg um, hvørji rættindi teir hava í øðrum limalondum.

4.6.4 Almennur stuðul og útjavningartiltøk
Sáttmálin um almennan studning og útjavningartiltøk "Agreement on Subsidies and Countervailing Measures" hevur tvinnar uppgávur. Hann hevur ásetingar um nýtslu av almennum studningi og ásetingar um, hvørjar atgerðir lond kunnu seta í verk fyri at verja seg ímóti óhepnum avleiðingum av studningi.

Sáttmálin gevur londunum møguleika at nýta skipanina hjá WTO til at loysa trætumál, at fáa studningin burtur ella at fáa óhepnu avleiðingarnar av studninginum burtur. Eisini kann landið seta í verk sínar egnu kanningar og síðani áleggja eykatoll ella útjavningartoll á innfluttar vørur, ið fáa studning, og sum eru innlendis framleiðarum til skaða.

Nýggi sáttmálin hevur eisini eina allýsing av almennum studningi. Studningur er allar fíggjarligar veitingar frá landinum, so sum ískoyti, lán, stuðul til rakstrarhall, skattafyrimunir og aðrar almennar veitingar.

Við nýggja sáttmálanum er eisini komið hugtakið "serligur" studningur. Hetta er góðkendur studningur, sum bert verður veittur einari fyritøku, vinnugrein, bólki av fyritøkum ella fleiri vinnugreinum. Reglurnar í sáttmálanum eru bert galdandi fyri "serligan" studning. Hann kann vera veittur innlendis ella sum útflutningsstudningur.

Sambært sáttmálanum um almennan studning og útjavningartiltøk verður studningur býttur í tríggjar høvuðsbólkar: Ikki loyvdur studningur, studningur, har móttiltøk kunnu setast í verk, og studningur, har móttiltøk ikki kunnu setast í verk. Hetta verður serliga brúkt í sambandi við landbúnaðarvørur og ídnaðarvørur. Tó er undantikin studningur, sum er í samsvari við landbúnaðarsáttmálan.

Ikki loyvdur studningur ("prohibited subsidies").
Her er talan um studning fyri at røkka ávísum útflutningsmálum ella at fáa fólk at brúka innlendis framleiddar vørur ístaðin fyri innfluttar vørur. Hesin studningur er ikki loyvdur, tí hann avskeplar altjóða handil og kann hava skaðiligt árin á handilin hjá øðrum londum.

Mál um tílíkan studning kunnu leggjast fyri WTO-skipanina til støðutakan. Kemur WTO eftir, at studningurin er ikki loyvdur, eigur hann at takast av alt fyri eitt. Annars kann landið, ið sendur klagu til WTO, seta í verk móttiltøk. Um tað eitt nú vísir seg, at innflutningur av studningsvørum er innlendis vinnulívi og framleiðarum til skaða, kann útjavningartollur áleggjast.

Studningur, har móttiltøk kunnu setast í verk ("actionable subsidies"):
Í hesum bólki áliggur tað tí landi, ið reisir eina kæru, at prógva, at studningurin hevur óhepnar avleiðingar og skaðar áhugamálini hjá viðkomandi landi. Annars er studningurin loyvdur.

Sáttmálin nevndir trý sløg av skaðum, sum studningurin kann hava við sær. Studningsveitingar hjá einum landi kunnu hava skaðilig árin á heimaídnaðin í landinum, sum innflytir vøruna. Studningurin kann skaða útflytarar úr øðrum londum, sum kappast á sama marknaði í einum triðja- landi. Studningur í einum landi kann somuleiðis skaða útflytarar, sum royna at kappast á heimamarknaðinum hjá landinum, sum veitir studning.

Nevnast kann í hesum sambandi, at sambært nýggja sáttmálanum verður roknað við, at skaði er elvdur vinnugrein í øðrum landi, um samlaði studningurin til eina vøru liggur omanfyri 5% av virðinum.

Um "Dispute Settlement Body" í WTO ger úrskurð um, at studningurin hevur óheppin og skaðilig árin, eigur studningurin at verða settur úr gildi, ella óhepnu avleiðingarnar av honum fyribyrgdar. Eisini kann útjavningar-tollur áleggjast, um innfluttar vørur við studningi hava skaðiligt árin á heimaídnaðin.

Studningur, har móttiltøk ikki kunnu setast í verk ("non-actionable subsidies").
Hesin studningur kann annaðhvørt verða studningur, sum ikki er serligur, ella serligur studningur veittur til vinnugransking, menningarstuðul, stuðul til landspartar, sum eru illa fyri, ella studningur til at laga seg til nýggj umhvørviskrøv, treytað av, at stuðul bert verður veittur einaferð og er avmarkaður til 20% av kostnaðinum.

Mál í sambandi við henda bólkin av studningi kunnu ikki leggjast fyri WTO, og útjavningartollur kann ikki áleggjast innflutningi, sum fær studning í heimlandininum. Studningurin skal fylgja ávísum treytum, sum skulu vera góðkendar frammanundan av studningsnevndini í WTO.

Samstundis, sum roynt verður at fáa betur tamarhald á almennum studningi til vinnulívið, hevur sáttmálin um studning og útjavningartiltøk strangari reglur um útjavningartoll. Krøvini eru munandi herd samanborið við undanfarna sáttmála.

Útjavningartollur, sum hevur nógv til felags við anti-dumpingartoll, kann bert áleggjast, um innflytandi landið hevur gjørt nágreiniligar kanningar í málinum, eins og tað verður kravt í sambandi við anti-dumpingar tiltøk. Nágreiniligar reglur eru fyri, hvussu tað skal staðfestast, at ein vøra fær almennan studning. Millum annað er ein rættiliga fløktur rokniháttur.

Somuleiðis eru nágreiniligar treytir fyri, hvussu tað skal avgerast, um innflutningur av vørum, sum fær studning, hevur skaðiligt árin á heimaídnaðin. Harumframt eru reglur um mannagongdir, tá farast skal undir at kanna viðurskiftini. Eisini eru reglur um, hvussu útjavningartiltøkini skulu setast í verk, og hvussu leingi tey kunnu vera í gildi. Vanliga eru tey avmarkað til fimm ár. Ein, sum útflytir vørur við studningi, kann eisini gera semju um at hækka útflutningsprísirnar, so tað slepst undan, at útjavningartollur verður álagdur.

Almennur studningur hevur mangan stóran týdning í menningarlondum og í sambandi við skifti frá planbúskapi til marknaðarbúskap. Sera lítið á leið komin lond og menningarlond, sum hava niðanfyri 1000$ í BTÚ fyri hvønn íbúgva, eru undantikin ásetingunum um útflutningsstuðul.

Onnur menningarlond skulu sleppa sær av við útflutningsstudningin fyri ár 2003. Sera á lítið leið komin lond, skulu sleppa sær av við øll sløg av útflutnings-stuðlandi studningi fyri ár 2003. Fyri onnur menningarlond er evstamarkið 2000. Menningarlond fáa eisini serviðgerð, um teirra útflutningur verður kannaður í sambandi við útjavningargjøld. Fyri lond, sum eru við at laga seg til marknaðarbúskap, skal allur ikki loyvdur studningur verða tikin burtur fyri ár 2002.

Sáttmálin um studning og javningargjøld er galdandi fyri øll londini í WTO.

4.6.5 Anti-dumping
Tá ein fyritøka útflytur eina vøru fyri ein prís, sum er niðanfyri prísin, ið vanliga fæst fyri vøruna á heimamarknaðinum, tosa vit um dumping av vøruni. Um hetta er óreiðilig kapping ella kappingaravlagandi, eru øll ikki á einum máli um, men tað er ikki ókent, at nógv lond seta tiltøk í verk ímóti dumping fyri at verja heimaídnaðin.

WTO-sáttmálin tekur ikki dagar ímillum, men hevur ásetingar um, hvørjar reglur galda, tá anti-dumpingaratgerðir verða settar í verk. Tí verður sáttmálin ofta nevndur "Anti-dumpingarsáttmálin". Formliga navnið er "Agreement on the implemention of Article VI of the General Agreement on Tariffs and Trade 1994"

Nýggi sáttmálin um anti-dumping hevur reglur um áseting av normalprísi og krøv um, at tað skal kunna ávísast greiður samanhangur millum dumping og tann skaða, hetta hevur fyri heimaídnaðin. Neyvar lýsingar av skaðanum skulu ikki verða grundaðar á gitingar, men nærri ásettar fíggjarligar fyritreytir.

Sáttmálin um anti-dumping hevur reglur um íverksetan av kanningum í sambandi við anti-dumping. Myndugleikarnir í einstøku londunum hava ábyrgdina av at ansa eftir, at áheitanir um nærri kanning fylgja ásettum krøvum. Allir partar í málinum skulu hava møguleika fyri at leggja síni sjónarmið fram. Hetta er eisini galdandi fyri brúkarafelagsskapir. Reglurnar um bráfeingis tiltøk, prískrøv, og hvussu leingi anti-dumpingar tiltøkini kunnu vera í gildi, eru somuleiðis herdar.

Sambært grein VI í GATT-sáttmálanum, kann eitt land seta anti-dumpingar tiltøk í verk móti eini vøru, sum verður innflutt fyri ein prís, sum liggur niðanfyri "normalan" prís fyri vøruna, um so er, at innflutningurin er innlendis vinnu til skaða.

Ein týdningarmikil táttur í nýggja sáttmálanum um anti-dumping er, at hann er galdandi fyri øll limalondini í WTO, samanborið við gamla sáttmálan, sum bert hevði undirtøku frá 25 londum.

4.6.6 Landbúnaðarvørur
Gamli GATT-sáttmálin var ikki galdandi fyri handil við landbúnaðarvørum. Hetta gjørdi sítt til, at millumtjóða handilin við landbúnaðarvørum var rættuliga avskeplaður. Ein høvuðsorsøkin til trupulleikarnar í heimshandlinum við landbúnaðarvørum, var tann stóra nýtslan av almennum stuðli, serliga útflutningsstuðli.

Stuðul til útflutning úr ídnaðarlondum troðkaði vørur úr menningar-londunum burtur av heimsmarknaðinum, og harvið mistu tey týdningarmiklar útflutningsinntøkur. Landbúnaðarsemjan á Uruguay-umfarinum er eitt týdningarmikið stig á leiðini at fáa greiðari reglur á hesum øki. Sum frá líður skuldi hetta birt upp undir javna kapping og ført til, at landbúnaðurin verður ein minni avskeplað vinna.

Landbúnaðarsamráðingarnar endaðu við eini semju, sum nam við nakrar partar av WTO-sáttmálunum: Sjálvan landbúnaðarsáttmálan, eftirgevingar og skyldur hjá londunum viðvíkjandi marknaðaratgongd fyri landbúnaðarvørur, innlendis studning og útflutningsstuðul, sáttmálan um heilsufrøðilig viðurskifti og niðurstøðuna viðvíkjandi lítið á leið komnum londum og menningarlondum, ið eru nettoinnflytarar av matvørum.

Fyri landbúnaðarvørur førdi WTO-sáttmálin við sær, at skipanin fyri millumtjóða handil varð broytt soleiðis, at tann innflutningsverja, sum hevði verið við kvotu- og loyvisskipanum var skift út við verjuskipanir, ið vórðu grundaðar á tollsatsir.

Í sáttmálanum eru ásetingar um, hvørji tollgjøld londini kunnu nýta, og ásetingar um, at tollgjøld skulu minka stigvíst fram ímóti ár 2000. Hetta hevur við sær, at allir tollsatsir, bæði teir, sum vóru galdandi, og teir sum vóru settir, skulu lækka við 36% í miðal innan seks ár. Minstamark fyri lækking á einari vøru er 15%.

Í landbúnaðarpartinum verða hugtøkini verandi marknaðaratgongd og minsta marknaðaratgongd nýtt. Verandi marknaðaratgongd verður varðveitt á sama stigi sum í 3 ára basis tíðarskeiðnum frá 1986 til 1988. Minsta marknaðaratgongd verður nýtt í sambandi við vørur, har eingin innflutningur hevur verið ella innflutningur hevur verið niðanfyri 5% av innlendis nýtsluni í basistíðarskeiðnum. Í hesum førum skulu tollkvotur setast í verk, tvs. lægri tollsatsir.

Í WTO-sáttmálanum um landbúnað eru eisini reglur um almennan stuðul til landbúnaðin. Sáttmálin setir samlað mát fyri stuðli (AMS) fyri at kunna rokna niðurskurðin í almennum stuðli. Hesin skal lækkast við 20% innan seks ár og síðani frystast fastur á hesari leguni. Hetta verður nevnt "gulur" stuðul.

Einstøk sløg av stuðli kunnu kortini halda fram. Hesin verður nevndur "bláur" stuðul, og er talan vanliga um beinleiðis útgjaldingar innan ávísar avmarkaðar verkætlanir, sum eru grundaðar á ávís øki, aling, ella eitt ávíst tal av dýrum.

Stuðul, sum hevur lítla ella onga ávirkan á handil, verður nevndur "grønur" stuðul. Henda stuðul hava londini ikki skyldu til at skerja. Her er t.d. talan um stuðul til umhvørvi, útjaðarar, beinleiðis inntøkustuðul, stuðul til gransking, matvørugoymslur og kreppuhjálp.

WTO-sáttmálin hevur eisini ásetingar um, hvussu útflutningsstuðul kann brúkast. Tann nógvi útflutningsstuðulin er ein av høvuðsorsøkunum til trupulleikarnar í altjóða handli við landbúnaðarvørum. Sambært sáttmálanum skal útflutningstuðulin skerjast við 36% innan seks ár. Samstundis skulu nøgdirnar, sum vera útfluttar við stuðli, minkast við 21%. Serligar reglur eru eisini fyri matvøruhjálp. Endamálið er at forða fyri, at henda hjálp verður brúkt til at smoyggja sær uttanum reglurnar viðvíkjandi útflutningsstuðli.

Samanumtikið setir úrslitið av samráðingunum karmarnar fyri broytingum í handlinum við landbúnaðarvørur, og hvørjar reglur londini kunnu seta í verk í komandi árum. Samráðingarúrslitið er eitt stórt stig fram ímóti málinum um at skipa handilin við landbúnaðarvørum eftir marknaðartreytum. Reglurnar fyri handilin eru herdar. Hetta skuldi gjørt sítt til, at støðugari handilsumstøður fáast, og at handilin fer fram eftir reglum, sum eru kendar frammanundan.

4.6.7 Sáttmálin um heilsufrøðilig viðurskifti o.a. - SPS-sáttmálin
Heilsufrøðiligar ásetingar verða mangan nýttar at ávirka og stýra innflutningi av vørum. Hetta verður vanliga gjørt fyri at verja heilsuna hjá fólki, dýrum og plantum. Tvídráttur stingur seg ofta upp, tí slíkar ásetingar verða mettar sum handilsforðing. SPS-sáttmálin undir GATT í WTO snýr seg um at loysa trætur millum verndar- og handilsáhugamál.

Hetta málsøkið varð tikið upp í samráðingunum í Uruguay-umfarinum, tí heilsufrøðiligar ásetingar vóru vorðnar ein støðugt størri handilsforðing. Altjóða reglurnar, sum vóru galdandi á hesum øki, góvu londunum lítið at halda um.

SPS er stytting fyri "Agreement on Application of Sanitary and Phytosanitary Measures". Endamálið við sáttmálanum er at fáa skipaði viðurskifti viðvíkjandi handilstreytum, sum verða settar í sambandi við heilsuna hjá fólki, djórum og plantum. Í sambandi við matvørur er tað serliga fyrilitini fyri heilsuni hjá fólki, sum hava týdning.

SPS-sáttmálin eggjar londunum at fylgja altjóða fyrisettum mátum, reglum og tilmælum um heilsufrøðilig viðurskifti. Sáttmálin staðfestir kortini, at londini sjálvi kunnu avgera, hvussu stóran vanda tey góðtaka. Londini kunnu sostatt hava strangari reglur enn ásett er í altjóða felagsskapum. Tað trygdarstig, sum verður valt, eigur tó at nýtast eins mótvegis øllum pørtum. Eitt nú ber ikki til ógrundað at seta ólík krøv til innlendskar og innfluttar vørur.

Ein annar sáttmáli, sum eisini hevur týdning í hesum samanhangi, er "Agreement on Technical Barriers to Trade" - TBF-sáttmálin, ið snýr seg um tekniskar handilsforðingar. Hesin sáttmáli er galdandi fyri viðurskifti, ið ikki eru tikin við í SPS-sáttmálanum. Viðvíkjandi matvørum og heilsufrøðiligum krøvum, snýr hesin sáttmálin seg um reglur sum merking, brúkaraverju og tílíkt.

Í báðum sáttmálunum gongur aftur, at eru altjóða fyrisett mát á viðkomandi øki, eiga hesi at vera støði undir natiónalum reglum á økinum.

Í hesum umfari verður ikki gjørt so nógv burtur úr ásetingum um heilsufrøðilig viðurskifti í WTO-skipanini. Nevndin heldur, at hesir spurningar hava og fara at hava so stóran týdning í sambandi við altjóða handil við matvørum, at teir verða umrøddir fyri seg í kapittul 12.

4.6.8 Tekniskar handilsforðingar
Tekniskar handilsforðingar eru vanliga eitt úrslit av, at lógir, forskriftir og fyrisett mát eru ymisk frá landi til land. Hetta førir við sær ólík vørukrøv og ólíkar góðkenningar- og eftirlitsskipanir í sambandi við vøruhandil. Hetta kann avmarka handilin landanna millum. Tekniskar handilsforðingar kunnu standast av, at londini seta ólík krøv til marknaðarføring, skjalaprógv og merking, vantandi góðkenning av heilsuroyndum umframt drúgva og kostnaðarmikla málsviðgerð.

Úrslitið av Uruguay-umfarinum var, at greiðari reglur og mannagongdir fingust fyri tekniskar handilsforðingar ella "non-tariff barriers" - NTB. Hesin sáttmálin er ein víðkað og greiðari útgáva av "Agreement on Technical Barriers to Trade", sum GATT-londini komu ásamt um í Tokyo-umfarinum (1971-1979).

Við sáttmálanum verður miðað eftir, at fyrisett teknisk mát, avgreiðsla við landamørk, og mannagongdir í sambandi við royndir og lóggilding, ikki føra við sær óneyðugar forðingar fyri millumtjóða handil.

Endamálið við hesum broytingum er at tryggja, at upplýsingar um krøv o.a. eru tøkar at minka um pappírsarbeiðið og at tryggja, at skjøl verða avgreidd skjótari. Sáttmálin góðkennir kortini, at londini kunnu seta í verk verjutiltøk, sum tey halda vera hóskandi, eitt nú fyri at verja fólka-, djóra- og plantulív. Sáttmálin leggur upp til, at londini skulu nýta altjóða fyrisett mát, har hesi eru hóskandi, men krevur ikki, at londini skulu broyta innihaldið í verjutiltøkunum sum avleiðing av altjóða standardiseringum.

4.6.9 Upphavsrættindi
Semjan um immateriell rættindi "Agreement on Trade-Related Aspects of Intellectual Property Rights" er eitt nýtt øki í GATT-høpi. TRIPS-sáttmálin gevur munandi betri verju av upphavsrættindum sum eitt nú vørumerkjum, geografiskum vøruheitum, patentum, copyrights og øðrum.

Nýggja WTO-skipanin, til at loysa handilstrætumál landanna millum, er eisini galdandi fyri TRIPS-sáttmálan.

Lagt var upp til, at ídnaðarlondini skuldu seta TRIPS-sáttmálan í verk innan 1996, meðan onnur lond hava fingið eina longri skiftistíð. Menningarlondini hava fingið fimm ár, og tey stytst á leið komnu londini fáa 11 ár til at gera neyðugu rættarligu og bygnaðarligu broytingarnar.

Í sáttmálanum eru kortini onkur undantøk, eitt nú um skráseting av patentrættindum. Spurningurin um patent var nógv tann torførasti parturin av samráðingunum, men úrslitið varð, at veitt verður í minsta lagi 20 ára patentvernd. Menningarlondini fáa longri skiftistíð.

TRIPS-sáttmálin er ein neyðug víðkan av GATT-skipanini. Semja er fingin um stevnumið, sum hava týdning fyri uttanríkishandilin hjá flestu londum. Fyrst og fremst tí nú eru ásettir standardir, reglur fyri ídnaðarlig mynstur o.a., sum hevur serligan týdning fyri vørur sum uttan loyvi verða kopieraðar á útflutningsmarknaðunum.

4.6.10 Almenn keyp
Samstundis, sum samráðingarnar í Uruguay-umfarinum fóru fram, vóru samráðingar um nýggjan, víðkaðan og bøttan GATT-sáttmála um almenn keyp. Í hesum samráðingunum luttóku Eysturríki, Finnland, Hong Kong, Ísrael, Japan, Kanada, Singapore, Sveis, Svøríki, Suður-Korea, USA og ES vegna limalondini. Sáttmálin, sum kom í gildi 1. januar 1996, er ein av teimum sonevndu plurilateralu sáttmálunum í GATT.

Samanborið við undanfarna GATT-sáttmála frá 1988 um almenn keyp, ber nýggi sáttmálin í sær, at skipanin er munandi víðkað. Sáttmálin hevur ásetingar um størri almenn keyp. Hetta er galdandi bæði sentralt, regiónalt og lokalt, og fevnir eisini um fyritøkur og stovnar hjá tí almenna, sum ikki hava handilsligt og vinnuligt endamál. Nýggi sáttmálin fevnir samanborið við 1988-sáttmálan ikki bert um vørukeyp, men eisini um at útvega tænastur og sáttmálar um bygging o.a., sum eru omanfyri eina ávísa upphædd.

Sáttmálin hevur nágreiniligar reglur um mannagongdir í sambandi við útbjóðing, nýtslu av tekniskum spesifikatiónum í útbjóðingarlýsingum, treytir um førleika hjá veitarum, lýsing av útbjóðingum, tíðarfreistir fyri tilboðum og veiting, innihaldinum í útbjóðingarskjølum, framløgu, móttøku og upplating av tilboðum, umframt tilluting av sáttmálum og kunning um tilluting av sáttmálum.

Í sambandi við reglur um almenn keyp, kann nevnast, at í EBS-sáttmálanum eru reglur, sum eru víðfevndari, enn GATT-sáttmálin leggur upp til. Eitt nú áleggja EBS-reglurnar Noregi fleiri skyldur enn GATT-sáttmálin um almenn keyp. EBS fevnir eisini um alt orkuøkið og telesamskiftisøkið.

4.6.11 Loysn av trætumálum
Ein týðandi leiklutur hjá WTO verður at umsita nýggju skipanina at loysa handilstrætumál millum limalondini. GATT-umfarið førdi við sær munandi batar í hesi skipan, sum nú er greiðari og effektivari.

Í hesum umfari verður ikki farið í smálutir við mannagongdini, tá handilstrætumál skulu loysast millum limalondini í WTO. Kortini skal nevnast, at vanliga verður roknað við, at trý sløg av trætumálum kunnu stinga seg upp.

Í fyrsta lagi kunnu trætur taka seg upp um, hvussu sáttmálateksturin skal tulkast ella brúkast, eitt nú um, hvørjar avgerðir stovnar í WTO hava heimild at taka.

Í øðrum lagi kann talan vera um sonevndar "violent complaints". Hesi mál snúgva seg vanliga um, at eitt limaland heldur, at ein verandi ella ætlað skipan í einum øðrum limalandi ikki er í samsvari við tær skyldur, sum viðkomandi landi eru álagdar sambært WTO/GATT-sáttmálunum.

Í triðja lagi kann talan vera um trætumál, har einki krav er um, at tiltøk eru í stríð við sáttmálatekstin, men at eitt limaland kortini heldur, at fyrimunir, tað eigur at hava sambært sáttmálunum, verða settir til viks av tiltøkum hjá einum øðrum limalandi. Hetta slagið av trætumálum verða nevnd "non-violation complaints."

WTO-sáttmálin hevur í nógvum lutum styrkt um skipanina at loysa handilstrætumál millum lond. Ásettar eru ávísar tíðarfreistir fyri einstøku stigini í viðgerðini av kærumálum. Tað er torførari hjá tapandi partinum at steðga útgreiðing frá panelum ella at blokkera avgerðir, sum WTO-stovnar hava tikið. Konsensusreglan er so at siga endavend. Harafturat er ein kæruskipan komin. Hugsandi er, at serliga tær báðar fyrstu broytingarnar fara at gera sítt til, at brotini á reglurnar gerast færri, enn tey høvdu verið, um broytingarnar ikki komu.

Hinvegin kann ein effektivari semingsskipan eisini bera í sær, at londini gerast grammari at nýta skipanina. Tí er eisini hugsandi, at ein størri partur av samlaðu brotunum enda sum klagur í WTO-skipanini. Talið av klagumálum kann eisini vaksa av tí at handil við tænastum og landbúnaðarvørum gjørdist virkisøki hjá WTO eftir Uruguay-umfarið.