EBS frágreiðingin

Høvuðsskipanir í handilssamstarvinum í Vestureuropa

5.1 Inngangur
Síðani 1945 hevur hugmyndin um at sameina Europa verið ein týðandi táttur í uttanríkispolitikkinum hjá nógvum londum í Vestur-Europa. Hetta eru teir nógvu fleirtjóða búskaparfelagsskapir, ið eru settir á stovn, eitt tekin um.

Seinnu árini hava royndirnar at sameina og samansjóða serliga verið gjørdar innanfyri karmarnar av ES. Men hóast tað ber til at staðfesta samansjóðing á nógvum økjum, og at hetta sum frá líður, kann bera í sær eitt europeiskt sambandsríki, so ber eisini til at staðfesta, at verandi tjóðareindir eru farnar sundur í minni eindir.

Hetta er galdandi fyri Sovjetsamveldið, Jugoslavia og Tjekkoslovakia. Eisini í Vestur-Europa eru tekin um, at landspartar vilja hava størri sjálvsavgerðar-rætt. Dømi um hetta finna vit í Belgia (flamlendingar og wallonarar), Spania (katelonar), og í Stórabretlandi (skotar).

Talva 5.1: Yvirlit yvir skipan av felagskapum í Europa eftir 1945
Vestureuropa Eystureuropa
Búskaparligt samstarv OEEC 1948
® OECD 1960
EKSF 1952
EF 1957
® ES 1993
EFTA 1959
CEFTA 1993
EBS (ES+EFTA) 1994
COMECON 1949
Politiskt samstarv Europaráðið 1949
EPS 1970
Cominfom 1947
Hernaðarligt samstarv Bruxellespaktin 1948
WEU 1954
Atlantssáttmálin 1949
Warszawasáttmálin 1955

 

Í hesum umfari skulu vit halda okkum til búskaparligt samstarv í Vestureuropa og tey tiltøk, sum hava havt og hava týdning fyri handilin millum londini síðan seinna heimsbardaga.

5.2 Europeiska Samveldið, ES
Eftir seinna heimsbardaga hava nógvar royndir verið gjørdar at fáa tættari samstarv millum londini í Vestur-Europa. Europeiska Samveldið er tann týdningarmesti felagsskapur av hesum slagi, bæði tí at breiddin og dýpdin í samstarvinum í ES miðjar nógv longri enn hjá øðrum regiónalum felagsskapum í heiminum. ES-londini hava við limaskapi sínum bundið seg til at samstarva á at kalla øllum politiskum og búskaparligum málsøkjum og hava, í stóran mun, latið yvirvaldsrætt til felags myndugleikar.

Lunnarnir til samstarvið vórðu lagdir í 1957, tá Rómarsáttmálin varð undirskrivaður og EEC (European Economic Community) varð sett á stovn. Rómarsáttmálin kom í gildi 1. januar 1958.

Tey seks londini, sum stovnaðu EEC vóru Belgia, Frakland, Italia, Luxembourg, Holland og Vestur-Týskland. Londini høvdu longu frammanundan tikið stig á samansjóðingarleið. Í 1952 stovnaðu tey Europeiska Kol- og Stálfelagskapin. Hesin bar í sær, at allar forðingar fyri handli við koli og stáli landanna millum vórðu beindar burtur. Høvuðsendamálið var at røkka stórvirkisfyrimunum og at taka kappingina upp við USA og onnur lond.

Við EEC varð farið enn longur. Endamálið var at fáa í lag ein felags marknað, har fullkomin fríhandil var fyri allar vørur millum limalondini, og har arbeiðsmegi og kapitalur hevði frítt at fara um landamørk. Við at sameina londini í Vestur-Europa varð samstundis vóna, at stríðið í sambandi við teir báðar heimsbardagarnar ikki fór at endurtaka seg.

Hugsanin var somuleiðis, at samstarvið í EEC kundu gera londini til eitt politiskt og búskaparligt heimsveldi. Um tað mundi var heimurin merktur av politisku risunum USA og Sovjettsamveldinum. Búskaparliga var USA eitt stórveldi, og seinni gjørdist Japan tað sama.

Miðað var eftir stigvíst at taka av allan toll limalandanna millum og samskipa felags toll mótvegis øðrum londum, og í 1968 var fyrsta stig við samstarvinum rokkið, tá komið var á mál við fullari tollsamgongu. Við hesum gjørdist EEC ein tollsamgonga. Nógvar forðingar vóru framvegis fyri innanhýsis handli, eitt nú lógar-, umsitingarligar-, fiskalar- o.a. forðingar. Endamálið við samstarvinum var tó framvegis at skipa ein fullkomnan felagsmarknað.

EEC ella Felagsmarkaðurin, sum tað seinni varð nevnt, var ein tollsamgonga á tann hátt, at felags tollur var við umheimin, meðan eingin tollur var innanhýsis. Felagsskapurin var kortini í lutum ein felagsmarknaður. Felags politikkur var t.d. fyri landbúnað, fiskivinnu, regiónalar skipanir og monopol og avlagandi tiltøk. Skattaskipanir, flutningspolitikkur og almannapolitikkur var eisini í ein ávísan mun samskipaður.

Eftir nøkur ár við stórum framstigum, kom fyrst í 1970-árunum stígur í royndirnar at samansjóða europeiska marknaðin. Millum annað elvdu oljukreppurnar til búskaparliga afturgongd nógvastaðni, og londini høvdu ovmikið av trupulleikum, ið skuldu loysast innanhýsis. Men miðskeiðis í 1980-árunum tóku royndirnar at samansjóða á búskapar- og handilsøkinum aftur dik á seg. Tá varð samtykt at seta á stovn innmarknaðin.

Hetta stigið var í stóran mun ein staðfesting av, at tollsamgongan frá 1968, ikki var nóg mikið til at tryggja einsháttaðar innanhýsis kappingartreytir. Nógvar minni sjónligar handilsforðingar vóru framvegis. Londini nýttu ólík fyrisett mát á ídnaðarvørum, mannagongdir í sambandi við almenn keyp vóru ymiskar o.t. Avgerðin um at seta innmarknaðin á stovn, var í ein ávísan mun, eisini ein roynd hjá EF at steðga protektiónistiska rákinum, sum eyðmerkti globalu handilsskipanina í kjalarvørrinum av oljukreppunum í 1970-árunum.

Síðani samtykt var at seta innmarknaðin á stovn og stjórnarráðstevnurnar í Maastricht í 1992 og í Amsterdam í 1997, er samstarvið víðkað og er samstundis vorðið djúptøknari, og tað er víðkað til at fevna um fleiri lond.

Talva 5.2. Limalond í ES, fólkatal, landøki, fólkatættleiki og politisk ávirkan
Land

Gjørdist limur í ES

(ár)

Fólkatal

(í 1000)

Landa-øki

1000 km2

Fólka-tættleiki

fólk/km2

Atkvøður í Ráðharra-ráðnum

Fólk fyri hvørja atkvøðu

(í 1000)

Danmark

1972

5.216

43

121

3

1.739

Belgia

1957

10.131

31

332

5

2.026

Finnland

1995

5.099

338

15

3

1.700

Frakland

1957

58.027

552

105

10

5.803

Grikkaland

1982

10.442

132

79

5

2.088

Írland

1972

3.577

70

51

3

1.192

Italia

1957

57.248

301

190

10

5.725

Luxemb.

1957

407

3

157

2

204

Niðurlond

1957

15.423

42

371

5

3.085

Portugál

1986

9.912

92

107

5

1.982

Spania

1986

39.170

505

78

8

4.896

Svøríki

1995

8.816

450

20

4

2.204

Týskland

1957

81.539

357

228

10

8.154

UK

1972

58.476

244

240

10

5.848

Eysturríki

1995

8.040

84

96

4

2.010

Samantalt

371.523

3.244

146

87

Somuleiðis fevnir samstarvið í ES um alsamt fleiri øki. Nærum øll tey vanligu búskapar-politisku stýringsamboðini sum fíggjarpolitikkur og pengapolitikkur eru ella verða samskipað, og uttanríkispolitikkurin er lutvíst komin undir felagsskapin. Heitið ES kom fram í 1993, eftir at Maastricht-sáttmálin varð góðtikin av teimum 12 limalondunum. Áðrenn tað varð felagsskapurin vanliga nevndur EF.

Sáttmálin um Europeiska Samveldið ella Maastricht-sáttmálin er tað støðið undir ES-samstarvinum, soleiðis sum tað er víðkað og broytt síðani í 1952 (sí søguligt yvirlit í skjali 5A í bláa álitinum). Maastricht-sáttmálin er settur saman av eini yvirtrom, ið eru felags reglurnar, og reglum fyri tey einstøku málsøkini, ið eisini verður nevnt súlurnar.

Felags reglur eru settar saman av innleiðandi og endaligum ásetingum. Tær innleiðandi snúgva seg m.a. um stovnsetingina av ES, stevnumiðini hjá ES, Europeiska Ráðið og subsidiaritetsprinsippið. Endaligu ásetingarnar eru m.a. ásetingar um broytingar í sáttmálanum og upptøku av nýggjum limalondum.

Súlurnar eru: Europeiski Felagsskapurin (EF), Europeiski kol- og stálfelagsskapurin (EKSF), europeiski kjarnorkufelagsskapurin (Euratom), ásetingar um felags uttanríkis- og trygdarpolitikk og ásetingar um samstarv í rættarligum viðurskiftum og innanríkismálum. Í mynd 5.1 eru EF, EKSF og Euratom lagdir saman.

EF er tað størsta einstaka samstarvsøkið. EF-sáttmálin ella Rómarsáttmálin hevur ásetingar um borgararætt í samveldinum, um at kapitalur, vørur, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara, tollsamgongu, felags handilspolitikk, felags landbúnaðar- og fiskivinnupolitikk, flutning, búskapar- og pengapolitiska samgongu, reglur um kapping og almennan stuðul, fiskalar ásetingar, sosialpolitikk, útbúgving og gransking, mentan, heilsumál, brúkaravernd, transevropeiska netið, ídnað, regiónalpolitikk, umhvørvi og menningarsamstarv.

EKSF fevnir um reglurnar fyri felags marknað fyri kol- og stálframleiðslu, meðan Euratom eru reglurnar um nýtslu av kjarnorku til sivil endamál.

Samstarvið um rættar- og innanríkismál snýr seg um løgreglu- og rættarsamstarv og samstarv um flóttafólka- og asylpolitikk.

Í juni 1997 komu ríkis- og stjórnarleiðarnir í ES ásamt um ein nýggjan sáttmála fyri Europa. Hetta er Amsterdam-sáttmálin, ið er ein roynd at styrkja samstarvið. Hetta hevur ES lagt stóra áherðslu á síðani Maastricht-sáttmálan í 1993.

 

5.3 Europeiski fríhandilsfelagsskapurin, EFTA
Europeiski fríhandilsfelagsskapurin, EFTA (European Free Trade Association) varð settur á stovn í 1960. Sáttmálin varð undirskrivaður í Stockholm í januar 1960, og verður tí ofta nevndur Stockholm-konventiónin.

Londini, sum skrivaðu undir, vóru Danmark, Eysturríki, Noreg, Portugal, Svøríki, Sveis og Stórabretland. Endamálið var at fáa burtur innflutningstoll, kvotur og aðrar forðingar fyri handli í Vestur-Europa, umframt at tryggja frælsar, ikki-diskriminerandi reglur í heimshandlinum. Finnland gjørdist assosieraður limur í 1961 og fullur limir í 1986. Í 1972 fóru Danmark og Stórabretland upp í ES. Føroyar, sum fór uppí EFTA í 1967, fóru tá saman við Danmark burtur úr EFTA. Í 1985 gjørdist Portugal limur í ES. Ísland gjørdist limur í EFTA í 1970 og Liechtenstein í 1991. Við árslok í 1994 minkaði felagskapurin munandi, tá Eysturríki, Finnland og Svøríki valdu at fara upp í ES. Í dag eru sostatt bert Ísland, Liechtenstein, Noreg og Sveits eftir í EFTA.

Talva 5.3: Limalond, fólkatal, landaøki, fólkatættleiki í EFTA
Land

Fólkatal

(í 1000)

Landaøki

(1000 km2)

Fólkatættleiki

fólk pr km2

Ísland

267

103

3

Liechtenstein

30

0,2

188

Noreg

4.348

324

13

Sveis

7.021

41

170

EFTA

11.666

468,2

93,5

Fremsta málið hjá londunum, sum settu EFTA á stovn, var at fáa í lag sínámillum fríhandil við ídnaðarvørum. Hetta mál varð rokkið í 1966. Tollur og innflutningsgjøld á øllum ídnaðarvørum, landbúnaðarvørur og fiskur undantikin, vórðu beind burtur. Í juli 1990 varð fríhandilin víðkaður til eisini at fevna um fisk og fiskavørur.

Samstundis sum handilsforðingar eru tiknar burtur í handlinum millum EFTA-londini, hava londini ikki sett í verk nýggjar forðingar í sínamillum handli, og heldur ikki í samhandlinum við onnur lond. EFTA er ikki ein tollsamgonga, og limalondunum stendur frítt at reka sín egna handilspolitikk mótvegis londum, sum ikki eru limir.

ES er og hevur verið týdningarmesti handilspartnarin hjá EFTA-londunum. EFTA hevur eisini víðkað fríhandilsøkið við at gera fríhandilsavtalur við lond í Eystur- og Mið-Europa.

Tøttu handilsligu bondini millum londini, sum mynda EFTA og ES, var ein av orsøkunum til, at tað longu í 1950 vórðu gjørdar royndir at fáa í lag eitt fríhandilsøki, sum fevndi um tey seks EEC-londini og onnur vestur-europeisk lond. Hesar royndir miseydnaðust. Sjey av hesum londum valdu síðan at ganga saman í EFTA og ætlaðu at brúka henda felagsskapin til at røkka málum sínum um ein felags europeiskan marknað.

Eitt týdningarmikið stig varð tikið í 1972, tá EFTA-londini gjørdu fríhandilsavtalur við ES. Hesar høvdu við sær, at allur tollur á ídnaðarvørum varð tikin av í 1977. Ætlanin um ein felag europeiskan marknað kom enn nærri málinum við EBS-sáttmálanum, sum verður lýstur nærri í næsta parti.

Stjórnin í EFTA er EFTA-ráðið, sum vanliga kemur saman tvær ferðir um mánaðin á embætismannastigi (Heads of Permanent Delegations to EFTA) og tvær ferðir árliga á ráðharrastigi. Hvørt land er umboðað og hevur eina atkvøðu. Ráðið umsitur viðurskiftini millum EFTA-londini eftir Stockholm-konventiónini.

Ráðið viðger og tekur avgerðir í málum viðvíkjandi sambandinum hjá EFTA við triðjalond og umsitur fríhandilsavtalurnar við hesi lond og sambandið við ES. Umsitingarlig og fíggjarlig viðurskifti í EFTA eru eisini ábyrgdarøkið hjá Ráðnum. Undir sær hevur EFTA-ráðið fleiri nevndir, sum taka sær av sermálum (sí mynd 5.2).

Umframt fakligu nevndirnar, vísir myndin Ráðgevandi Nevnd, har vinnulívið og arbeiðstakarar í EFTA-londunum eru umboðað og kunnu leggja síni sjónarmið fyri EFTA-ráðið. Í Tjóðartingsnevndini skifta tjóðartingslimir úr EFTA-londunum orð um ymisk mál.

EFTA hevur høvuðssæti í Geneve, har regluligu embætismannafundirnir verða hildnir. Umframt skrivstovuna í Geneve, sum í høvuðsheitum tekur sær av triðjalands málum, er ein partur av EFTA umsitingini í Brússel. Hesin parturin tekur sær av EBS, og ein annar partur er í Luxembourg, ið samskipar hagtalssamstarvið í Eurostat.

EFTA hevur skipað samstarv við nógv lond. Yvirlýsingar um samstarv eru undirskrivaðar við Ungarn, Tjekkoslovakia og Póland í juni 1990, við Bulgaria, Estland, Latvia, Letland og Rumenia í desember 1991, Slovenia í mai 1992, Albania í desember 1992, Egyptaland, Marokko, og Tunesia í desember 1995, Makedonia í mars 1996, PLO í desember 1996, Jordan og við Libanon í juni 1997.

Fríhandilsavtalur eru gjørdar við Tjekkoslovakia í mars 1992, (frá apríl 1993 við Tjekkia og Slovakia), Póland og Rumenia í desember 1992, Bulgaria og Ungarn í mars 1993, og við Slovenia í juli 1995. Somuleiðis hevur EFTA gjørt fríhandilsavtalur við Turkaland í desember 1991, Ísrael í september 1992, Estland, Latvia og Letland í desember 1995, og við Marokko í juni 1997.

 

Mynd 5.2: EFTA-ráðið og bygnaðurin í EFTA.

5.4 Central European Free Trade Agreement, CEFTA
CEFTA er ein fríhandilsavtala millum Tjekkia, Ungarn, Póland, Slovakia, Slovenia og Rumenia. Sáttmálin fevnir um eitt øki við umleið 90 mió. fólkum. Limirnir í CEFTA eru lond, sum eru í eini skiftistíð. Felags málið hjá øllum CEFTA-londunum er at fáa í lag marknaðarbúskap og tryggja framhaldandi menning, betri livikor fyri fólki, mannarættindi, fólkaræði og felags skipanir við onnur lond.

CEFTA-sáttmálin varð undirskrivaður í Krakow í desember 1992 og kom í gildi í mars árið eftir. Londini, sum vóru við frá byrjanini, vóru Póland, gamla Tjekkoslovakia og Ungarn. Í 1996 kom Slovenia upp í samstarvið og í 1997 eisini Rumenia.

Við sáttmálanum verður miðað ímóti at fáa fríhandilsøki fyri limalondini fyri ár 2001 (sambært CEFTA-skyldum í GATT (grein 24)). Endamálið við sáttmálanum er at samskipa menningina av búskaparligu viðurskiftunum millum londini við at vaksa um handilin, at fáa gongd á handilsligu

menningina, at hækka livifótin og at tryggja vinnumøguleikarnar, og at fáa betri kappingarføri og fíggjarligt støðufesti.

Eitt annað endamál er at tryggja rættvísan handil millum limalondini og at fáa burtur handilsforðingar, sum kunnu birta upp undir javna menning og vøkstur í heimshandlinum.

Sáttmálin fevnir um ídnaðar- og landbúnaðarvørur og hevur generellar reglur um uppruna, samskipan av tollviðurskiftum, innanhýsis skatt, kapping, statsmonopol, almenn keyp, intellektuellan ognarrætt, dumping, trygd, bygnaðarligar tillagingar, og trupulleikar við gjaldjavna. Harumframt eru ásetingar um generell undantøk, menningarklausulur og reglur um umsiting av skipanini.

Sáttmálin er grundaður á meginreglurnar í GATT og WTO. Tó kann nevnast, at sáttmálin er settur saman av einum multilateralum parti, ið er grundteksturin, og einum bilateralum sáttmálum um liberaliseringar av handlinum millum limalondini.

Samstarvið verður ment stigvíst. Eitt nú hava Tjekkia og Slovakia skipað tollsamgongu sínámillum. Síðani 1. januar í ár hevur fríhandil verið á ídnaðarvørum millum Tjekkia, Slovakia og Slovenia, meðan Ungarn og Póland í fyrsta umfari ikki eru við í hesum fríhandli. Póland hevur tollverju móti innflutningi av bilum, men hesin verur stigvíst tikin burtur fram til ár 2002. Ungarn hevur toll á nøkrum vørum.

Eins og í øðrum felagsskapum og í millumtjóða handli yvirhøvur hevur liberaliseringin av handlinum við landbúnaðarvørum verið eitt av teimum torførastu málunum í CEFTA. Tó hevur tað, í ein ávísan mun. eydnast at fáa burtur tollforðingar á landbúnaðarvørum. Luttøkan hjá londunum í WTO førir í sær sjálvum eisini við sær lægri tollverju, avmarkaðar møguleikar fyri almennum studningi til landbúnaðarvørur og útflutning av landbúnaðarvørum, og gevur framleiðarum aðrastaðni betri møguleikar á heimamarknaðinum.

Frá 1992 og til árslok í fjør nærum tvífaldaðist handilin millum CEFTA-londini. CEFTA-londini hava tikið forðingar burtur, og kappingin uttanífrá er vaksandi. Stórar fremmandar íløgur hava havt við sær skjóta búskaparliga framgongd.

Hetta ger eisini sítt til, at tað serliga eru CEFTA-londini, sum standa frammarliga í bíðirøðini at sleppa upp í ES. Londini, sum undirskrivaðu sáttmálan í 1992, høvdu longu frammanundan gjørt assosieringsavtalur við ES. Hjá nógvum av londunum er endamálið við CEFTA at fyrireika seg til fullan limaskap í ES.