EBS frágreiðingin

Handils- og búskaparfelagsskapir aðrastaðni í heiminum

6.1 Inngangur
Eisini aðrastaðni í heiminum hava lond eisini tikið seg saman í regiónalar samstarvsfelagsskapir. Hesir hava verið við til at økt handilsliga samskiftið og hava stuðlað upp undir búskaparligu samansjóðingina í økjunum.

Á norðuramerikanska meginlandinum eru Kanada, Mexico og USA gingin saman í "North American Free Trade Agreement" - NAFTA, sum ger tey trý londini til eitt stórt fríhandilsøki.

Í Suðuramerika verður eisini miðað eftir at fáa í lag tættari búskaparligt og handilsligt samstarv millum annað í "The Latin America Integration Association" - ALADI. Hesin felagsskapur hevur í stóran mun verið karmurin um tvílanda samráðingar og sáttmálar millum lond í økinum, og fleirtjóða felagsskapir eru sprotnir úr samráðingum í felagsskapinum.

Fyrireikingarnar til "Free Trade Area of the Americas" - FTAA eru eisini komnar væl áleiðis. FTAA skal eftir ætlan fevna um 34 lond í Suður-, Mið- og Norðuramerika, og miðað verður eftir, at samstarvið skal vera komið at virka í ár 2005.

Londini í landssynningspartinum av Asia hava havt sera stóra búskaparliga framgongd síðani fyrst í sekstiárunum. Eisini har hava londini skipað seg í búskaparligar samstarvsfelagsskapir, sum eitt nú ASEAN.

Ein annar rættuliga nýggjur fleirtjóða felagsskapur er "Asia-Pacific Economic Cooperation" - APEC. Felagsskapurin kom í lag síðst í áttatiárunum, og fevnir um lond báðu megin Kyrrahavið. Hetta er samstundis ein av størstu regiónalu felagsskapum av sínum slagi í heiminum.

Í syðra parti av Afrika miðar samstarvið í SADC eftir at fáa í lag tættari handilsligt og búskaparligt samstarv. Í Vestur-Afrika er ECOWAS felagskapurin, sum skal birta uppundir øktan handil og samstarv millum londini í økinum.

Nevnast kann eisini, at røddir hava verið frammi um at skipa eitt fríhandilsøki tvørtur um hav millum Europa og Norðuramerika í " Trans-Atlantic Free Trade Area" - TAFTA.

Á næstu síðunum verður komið nærri inn á skipaða handils- og búskaparliga samstarvið uttan fyri Europa. Endamálið er bæði at vísa, at búskaparlig samansjóðing ikki bert fer fram í ES og Europa, og at geva eitt yvirlit yvir handils- og búskaparfelagsskapir uttanfyri Europa. Gjørt verður vart við, at yvirlitið ikki er fullfíggjað. Fyrst verður komið inn á samstarv á amerikansku meginlondunum. Síðani verða eyguni vend ímóti Afrika og at enda verður handilssamstarv í Eystur- og Landsynningsasia lýst.

6.2 Norður-, Mið- og Suðuramerika
"North American Free Trade Agreement"- NAFTA er ein handilsavtala millum Kanada, Mexico og USA, sum kom í gildi 1. januar í 1994.

Frammanundan var ein avtala frá 1988 millum USA og Kanada - "The Canada-US Free Trade Agreement" - sum í stóran mun var grundarlagið undir NAFTA.

Stovnsetingin av NAFTA bar í sær, at Kanada, Mexico og USA gjørdust eitt fríhandilsøki. Við einum fólkatali upp á 360 mió. er hetta næststørsta fríhandilsøkið í heiminum, eftir EBS-londini.

Høvuðsendamálið hjá NAFTA er:

  • At beina burtur allar forðingar fyri handli við vørum og tænastum.
  • At skipa so fyri, at kappingin í fríhandilsøkinum er rættvís.
  • At vaksa um íløgumøguleikarnar í fríhandilsøkinum.
  • At verja og handhevja ognarrætt til andsverk (intellectual property).
  • At slóða fyri rúmari samstarvi á øðrum økjum.

NAFTA er eitt fríhandilsøki, og tí varðveita londini í høvuðsheitum rættin at áseta toll í handlinum við triðjalond innan karmarnar av GATT/WTO.

NAFTA fevnir at kalla um øll øki. Serligar reglur er gjørdar fyri serliga viðbrekin øki, sum eitt nú landbúnað, bilídnaðin, fíggjartænastur og klæðnaídnaðin. Serstakar avtalur eru gjørdar um samstarv innan arbeiðsmarknaðarviðurskifti og umhvørvisvernd.

Í Latín-Amerika eru eisini stig tikin fyri at fáa fríari handil millum londini, sum í flestu førum verða bólkað sum menningarlond. Skipaðar eru tollsamgongur, fríhandilsøki og tvílandasáttmálar um handil. Her skulu nakrar av hesum umrøðast.

Montevideo-sáttmálin frá 1960 legði lunnar undir latínamerikanska fríhandilsfelagsskapin LAFTA, ið hevði sum endamál at beina burtur handilsforðingar millum limalondini innan 12 ár. Eftir, at tað í nøkur ár hevði gingið striltið at fáa samstarvið at virka eftir ætlan, samdust londini um at endurskipa felagsskapin í nýggjum og broyttum líki.

Ein nýggjur Montevideo-sáttmáli varð undirskrivaður í 1978, og ALADI "Asociatión Latino-americana de Integratión" ella á enskum "The Latin America Integration Association" avloysti LAFTA.

Endamálið hjá ALADI er at birta upp undir tvílanda handil millum limalondini og millum limalond og triðjalond.

Limalondini í ALADI eru Argentina, Bolivia, Brasilia, Chile, Colombia, Ecuador, Mexico, Paraguay, Peru, Uruguay og Venezuela.

ALADI virkar í stóran mun sum supranatiónalur stovnur, ið hevur verið karmurin fyri at fáa í lag tvílanda samstarv um handil við ymiskum vørum og samstarv innan ávís øki. Í løtuni er 32 slíkir sáttmálar gjørdir, og helvtin av teimum eru undirskrivaðir í 1990-árunum.

Limalondini í GRAN - "Andean Group" eru Bolivia, Colombia, Ecuador, Peru og Venezuela. GRAN varð skipað í 1969, tá Bolivia, Colombia, Chile, Ecuador og Peru undirskrivaðu Cartagena-sáttmálan. Í 1973 kom Venezuela uppí, meðan Chile fór burtur úr í 1976. Høvuðsendamálið hjá GRAN er at beina burtur handilsforðingar millum londini í bólkinum, at skipa eina tollsamgongu, at samskipa búskaparpolitikkin og at seta í verk eina felags ætlan fyri ídnaðargerð.

Tey fyrstu árini eftir, at liberaliseringin varð sett í verk, vaks handilin millum londini í samstarvinum. Vert er tó at hava í huga, at frammanundan hevði lítil samhandil verið millum marknaðirnar.

Men síðani kom stígur í. Í 1987 varð Cartagena-sáttmálin broyttur, og í 1989 vórðu greiðari reglur gjørdar fyri, hvussu skuldi farast fram fyri at fáa eitt fríhandilsøki at virka og at fáa í lag felags toll mótvegis umheiminum. Síðan 1992 hava Colombia, Venezuela, Ecuador og Bolivia stigvíst sett fríhandil í verk sínámillum. Tollur er framvegis ein handilsforðing, og londini hava fingið ymiskar tillagingarskipanir.

Byrjanin til felagsskapin CARICOM - "Caribbean Community and Common Market" varð stovnanin av CARIFTA - "Caribbean Free Trade Agreement" í 1968. Tá settu limalondini sær fyri at bøta um arbeiðsmøguleikarnar í økinum við búskaparligari samansjóðing.

Búskapirnir vóru í høvuðsheitum grundaðir á landbúnað. Limalondini skipaðu eitt fríhandilsøki, fyrst og fremst fyri landbúnaðarvørur. CARICOM varð stovnað í 1973. Sáttmálin leggur upp til at samskipa av búskaparpolitikkin og menningarætlanir í økinum. Tey limalondini, sum eru lítið á leið komin, fáa serviðgerð.

Eitt av endamálinum er at røkka stórvirkisfyrimunum innan tænastuveitingar, eitt nú innan flutning, útbúgving og heilsuverk og at skipa ein regiónalan menningarbanka fyri økið. Endamálið við sáttmálanum er at skipa eina tollsamgongu við felags tollmúri móti triðjalondum, men hetta mál er ikki rokkið enn, fyrst og fremst tí ósemjur eru millum londini um tollgjøldini fyri tær ymsu vørurnar.

Limalondini í CARICOM eru Antiqua og Barbuda, Bahamas, Barbados, Belize, Dominica, Grenada, Guyana, Jamaica, Montserrat, St.Kitts og Nevis, St.Lucia, St.Vincent, Suriname, Grenadinurnar og Trinidad og Tobago.

Sáttmálin fyri miðamerikanska felagsmarknaðin CACM - "Central American Common Market", varð undirskrivaður í 1960 og kom í gildi í 1961. Luttakandi londini vóru Costa Rica, El Salvador, Guatemala, Honduras og Nicaragua.

Sáttmálin fevndi um fríhandil fyri 95% av øllum vørum. Felagsskapurin blómaði og var tann mest væleydnaða regiónala samansjóðingin í Latín Amerika í 1960-árunum. Men 1970- og 1980-árini vóru merkt av politiskum ófriði og búskaparligum trupulleikum bæði í og ímillum londini í felagsskapinum. Hetta gjørdi, at CACM hesi árini, so at siga, bert var eitt eiti.

Sáttmálin var endurstovnaður fyrst í 1990-árunum, og síðani tá hevur framgongd verið í handilsliga og búskaparliga samstarvinum, bæði í CACM og í øðrum handilssáttmálunum, sum eru gjørdir millum londini. Tollur er lækkaður, og slóðað er fyri búskaparligari samansjóðing á nógvum økjum.

Felagsmarknaðurin MERCOSUR - "Mercado Comun del Sur" er ein búskaparlig samstarvsætlan millum Argentina, Brasilia, Paraguay og Uruguay. Høvuðsendamálið er at bøta um búskapirnar í limalondunum við at gera teir virkis- og kappingarførari, og at víðka marknaðin.

Endamálið er eisini at seta ferð á búskaparligu menningina, m.a. við at gagnnýta tøka tilfeingið skynsamari. Somuleiðis er endamálið at samstarva um umhvørvisvernd, at bøta um samskiftiskervið, at samskipa makrobúskaparliga politikkin og at harmonisera krøvini til vinnugreinarnar í londunum.

Handilssamstarvið í MERCOSUR byrjaði í smáum í 1970-árunum, tá fleiri tvílandasáttmálar vórðu gjørdir millum londini. Í 1970 samdust tey fýra londini um at gera ein sáttmála, sum fevndi um øll fýra londini. Endamálið var at seta ein felagsmarknað á stovn, men sáttmálin, ið varð undirskrivaður í 1991, er heldur at rokna sum eitt amboð, sum ger tað møguligt at seta ein felagssmarknað í verk. Sáttmálin er ein semja um búskaparliga samansjóðing á regiónalum stigi. Onnur lond í ALADI-samstarvinum kunnu eisini gerast limir.

Samstarvið í FTAA - "Free Trade Area of the America" er ein ætlan at fáa londini í Norður-, Mið- og Suðuramerika at ganga saman í eitt stórt fríhandilsøki. Á toppfundi í 1994 samtyktu 34 lond í økinum at skipa eitt fríhandilsøki, og samráðingarnar um hetta skulu verða lidnar í ár 2005.

6.3 Afrikanska meginlandið
Samstarvið í ECOWAS - "Economic Community of West African States", varð stovnað í 1975 við tí endamáli at birta upp undir handil, samstarv og sjálvbjargni í Vestur-Afrika.

Limalondini eru Benin, Burkina Faso, Cape Verde, Fílabeinsstrondin, Gambia, Ghana, Guinea, Guinea-Bissau, Liberia, Mali, Mauritania, Niger, Nigeria, Senegal, Sierra Leone og Togo. ECOWAS hevur sum endamál at virka fyri búskaparligum samstarvi og menning og at menna samfelagsligt og mentanarligt virksemi.

Eitt av endamálunum er at fáa í lag handilsligt og peningaligt samstarv, og soleiðis at beina burtur allan toll og aðrar forðingar fyri handli millum londini, samstundis sum felags tollgarður verður settur móti umheiminum.

Ein annar afrikanskur felagsskapur er SADC - "Southern Africa Development Community". Upprunin til felagsskapin var SADCC "Southern African Development Coordination Conference", sum var skipaður í 1980.

Sáttmálin um SADC varð undirskrivaður í 1992. Tey 14 limalondini eru Angola, Botswana, Demokratiska lýðveldi Congo, Lesotho, Malawi, Mauritius, Mozambique, Namibia, Seychellurnar, Suður-Afrika, Swaziland, Tanzania, Zambia og Zimbabwe.

Endamálið hjá SADC á búskaparliga økinum er at fremja menning og búskaparligan vøkstur. Hetta skal m.a. røkkast við at samskipa búskaparpolitikkin hjá limalondunum og at beina burtur allar forðingar fyri at kapitalur, arbeiðsmegi, vørur og tænastur frítt kunnu ferðast millum limalondini. Framtíðar endamálið er at styrkja politisku og búskaparligu støðuna hjá londunum á heimsmarknaðinum.

6.4. Eystur- og Landssynningsasia
Síðani 1960 hava londini í Eystur- og Landssynnings-Asia havt stóran búskaparligan vøkstur, og handilin við útheimin er munandi øktur. Her er fyrst og fremst talan um Japan, Suður-Korea, Taiwan, Singapore, Hongkong, Malaysia, Thailand, Kina og Indonesia. Men onnur lond sum Vietnam og Filipsoyggjar eru eisini komin við. Samanlagt vaks parturin hjá hesum londum í heimshandlinum úr góðum 10% í 1970 upp í 22% í 1992.

Eins og nógva aðrastaðni í heiminum hava londini har um leiðir gjørt avtalur og sett á stovn búskaparligar samstarvsfelagsskapir. Her skulu tríggir teirra verða umrøddir.

Í august 1967 stovnaðu Indonesia, Malaysia, Filipsoyggjarnar, Singapore og Thailand felagsskapin ASEAN - "Association of Southeast Asian Nations". Brunei Darussalam, eitt fyrrverandi bretsk protektorat, gjørdist limur í 1984, stutt eftir at tað hevði fingið fult sjálvstýri. Laos og Myanmar gjørdist limur í 1997.

Endamálið hjá ASEAN er at styrkja regiónala samstarvið og menningina á búskaparliga, samfelagsliga og mentanarliga økinum. Í byrjanini gekk striltið, serliga tí áhugamálini vóru ymisk, søguliga fyritreytirnar ólíkar, og politiska sambandið millum fleiri av londunum var vánaligt.

Í 1980-árunum tók handilsliga og búskaparliga samstarvið av álvara dik á seg. Hetta komst m.a. av, at fallið á vøruprísunum á heimsmarknaðinum hevði við sær afturgongd í búskapunum í fleiri av ASEAN-londunum, og fleiri av londunum vóru noydd at seta í verk búskaparligar broytingar og handilsliberaliseringar. Um sama mundið fóru londini eisini at tosa um at fáa innanhýsis handilsforðingar burtur og at samstarva um vinnuætlanir í altjóða tingingum.

Stovnsetingin av APEC "Asian-Pacific Economic Cooperation" hevur givið londunum enn eitt stað at hittast og skifta orð um mál av felags áhuga. Í 1991 samdust búskaparmálaráðharrarnir í ASEAN-londunum um at arbeiða fyri ASEAN Free Trade Area - AFTA.

Eitt hitt týdningarmesta stigið í royndunum at birta upp undir øktan handil í ASEAN varð tikið í 1992, tá samtykt varð at seta AFTA - "ASEAN Free Trade Area" á stovn. Í 1994 samdust londini um at framskunda stovnsetingina av AFTA. Tíðarætlanin varð stytt úr 15 niður í 10 ár.

Fremsta endamálið hjá AFTA er at styrkja støðuna og kappingarførið hjá ASEAN-londunum á heimsmarknaðinum. Hetta skal fáast í lag við at økja um sínámillum handilin í ASEAN og at fáa størri spesialisering, umframt at troyta stórvirkisfyrimunirnar. Somuleiðis er ætlanin at røkka málinum við at eggja útlendingum at gera íløgur í ASEAN-londunum.

Í tíðarskeiðnum 1993-95 vaks handilin millum ASEAN-londini við 30% í miðal um árið. Hetta er munandi hægri enn samlaði vøksturin í útflutninginum hjá ASEAN-londunum, sum í miðal var 20% um árið í sama tíðarskeiði. Í 1995 vóru eini 60% av útflutninginum millum ASEAN-londini maskinur og ravmagnstól. Hetta vísir, at talan í stóran mun er um handil millum vinnugreinar.

Sum regiónalur felagsskapur hevur AFTA miðað eftir at fáa tættari samband við líknandi regiónalar felagskapir aðrastaðni, eitt nú NAFTA, MERCOSUR, EFTA og SADC . Endamálið er at fáa í lag samstarv um toll, fyrisett mát, íløgur o.t.

Tað tykist sum drívmegin í búskaparligu samansjóðingini í Eystur- og Landssynningsasia í fyrstu atløgu verður búskaparligi vøksturin og økta handilssamskiftið millum londini og ikki felagsskapirnir ASEAN og AFTA, sum kortini styrkja samstarvið í økinum.

Í 1989 setti australski forsetismálaráðharrin Bob Hawke fram uppskot um at halda ein fund millum ráðharrar úr londunum í Asia og Kyrrahavsøkinum. Hetta var byrjanin til APEC - "Asia-Pacific Economic Co-operation", og endamálið var at styrkja búskaparliga samstarvið í økinum.

Síðani fyrsta fundin í november 1989 hava fleiri ráðharrafundir verið. At byrja við var APEC meira at rokna sum ein óformligur bólkur við avmarkaðari luttøku, men sum frá er liðið, er APEC vorðið høvuðsamboðið í royndunum at fáa fríari handil og búskaparligt samstarv millum lond í økinum.

APEC fevnir um tey týdningarmestu londini í økinum, sum eisini eru tey lond í heiminum, sum hava størsta búskaparliga vøksturin. Tey 18 limalondini eru ASEAN-londini Brunei Darussalam, Indonesia, Malaysia, Filipsoyggjarnar, Singapore og Thailand, Australia, Kanada, Chile, Kina, Hong Kong, Japan, Korea, Mexico, New Zealand, Papa-Ný Guinea, Taiwan, USA.

Endamálini hjá APEC eru:

APEC er størsta regiónala verkætlanin av sínum slag. Hon fevnir um lond báðumegin Kyrrahavið, teirra millum tríggjar av teimum fýra risunum í heimsbúskapinum - USA, Japan og Kina. Í APEC-londunum búgva um 40% av heimsins íbúgvum. Tey standa fyri umleið 54% av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni í heiminum og 42% av millumtjóða handli.