EBS frágreiðingin

Føroyar í millumtjóða handilssamstarvi

7.1 Inngangur
Føroyski búskapurin er sera opin og bundin av handli við umheimin. Meginparturin av framleiðslukapitalinum og nýtsluvørunum verður innfluttur. Hesin innflutningur verður fíggjaður við útflutningi av fiski og fiskavørum og blokkstuðlinum. Í 1988 var útflutningurin av vørum og tænastum 43% av mettu bruttotjóðarúrtøkuni. Hetta eru tey nýggjastu tølini.

Sambært heimastýrislógini eru málsøkini "innflutningur og útflutningur" og "beinleiðis og óbeinleiðis skattir" føroysk sermál. Hetta ber í sær, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt tolløki við egnari lóggávu um toll og avgjøld á innflutningi. Føroyar kunnu áseta reglur á flestu búskaparligum málsøkjum, eitt nú innan vinnupolitikk, skatta- og avgjaldpolitikk og fyri innflutningi og útflutningi.

Í altjóða samanhangi eru Føroyar á flestu málsøkjum partur at teimum altjóða skyldum, sum Danmark hevur átikið sær. Hetta er tó ikki galdandi, har Danmark hevur tikið fyrivarni viðvíkjandi Føroyum.

Sambært heimastýrislógini skulu altjóða sáttmálar, sum Danmark er vorðin partur av, leggjast fyri heimastýrið og vera samtyktir har fyri at fáa gildi í Føroyum. Føroyar eru m.a. partur av danska limaskapinum í ST og OECD. Síðani 1954 hava Føroyar verið partur av teimum skyldum, Danmark hevur átikið sær sambært GATT, í tann mun ítøkilig fyrivarni ikki eru tikin. Frá

1. januar 1995 eru Føroyar partur av WTO-sáttmálanum.

Í sáttmálanum, sum legði støðið undir EFTA, varð ásett, at limaskapur Danmarkar ikki fevndi um Føroyar, men at sáttmálin seinni kundi víðkast til at fevna um Føroyar. Hetta varð gjørt í 1967. Tá Danmark fór upp í EF í 1973, fóru Føroyar saman við restini av kongaríkinum úr EFTA.

Niðanfyri verða karmarnir um handilssamstarv Føroya við útheimin lýstir. Fyrst verður komið inn á uttanríkismál í heimastýrisskipanini og ta umsitingarligu siðvenju, sum hevur ment seg undir skipanini. Síðani verða lýstir handilssáttmálarnir, sum Føroyar hava við onnur lond.

7.2 Uttanlandsmál í heimastýrisskipanini
Sambært heimastýrislógini er greitt ásett, at ríkismyndugleikarnir hava avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum við útheimin. Hesi mál kunnu sostatt ikki yvirtakast. Tó veitir lógin ríkisstjórnini heimild at geva føroyingum heimild at samráðast uttanlands um handils- og fiskivinnusemjur.

Eisini kann uttanríkismálaráðharrin heimila umboðum heimastýrisins ríkisins vegna at tingast beinleiðis við fremmand lond undir viðvirkan av uttanríkistænastuni, tá ið tað ikki verður hildið ósambærligt við ríkisins áhugamál. Eftir hesi grein (§8,stk.3) verður nú tingast undir leiðslu føroyinga um undirgrundarmarkið millum Bretland og Føroyar.

Síðani millumlanda samstarvið fekk størri týdning fyri Føroyar fyrst í 70-árunum, hevur ávís umsitingarlig siðvenja ment seg. Hetta er serliga hent í sambandi við kvotusamráðingarnar í millumlanda fiskiveiðunevndum sum NEAFC og ICNAF og samráðingar um støðu Føroya í sambandi við upptøkusamráðingar hjá Danmark við EF í 1972.

Eftir at Danmark gjørdist limur í EF og samstundis legði heimildir sínar í altjóða fiskivinnupolitikkinum til EF, varð neyðugt at skipa fyri einum nýggjum hugtaki. Danmark (vegna Føroyar) kom at vera heitið í nógvum millumlanda samráðingum.

Danmark hevur t.d. verið limur í NEAFC, NAFO og NASCO vegna Føroyar. Sjálvt Danmark hevur verið umfatað av limaskapinum hjá EF í nevndu felagsskapum. Í øðrum førum hava ríkismyndugleikarnir ikki góðtikið tílíka loysnir, t.d. í sambandi við limaskap Føroya í IWC. Tá hevur støðan hjá ríkismyndugleikunum sambært Stýrisskipanarálitinum verið, at heimastýrið hevur havt tillagingartrupulleikar.

Síðani 1977 hevur høvuðsreglan verið, at í rammusáttmálunum um fiskiskap, sum eru gjørdir við hini norðurlondini, hava Føroyar einsamallar verið við sum sáttmálapartur. Tá rammusáttmálar um fiskiskap eru gjørdir við lond uttan fyri norðurlond, hevur danska stjórnin luttikið saman við heimastýrinum. Hetta er galdandi fyri EF, USA og Baltisku londini.

Seinast eru handilssáttmálar gjørdir við EF og EFTA-lond. Fríhandilssáttmáli er undirskrivaður við Estland og roynt verður at fáa sáttmálar við onnur lond í Eystur- og Miðeuropa.

Avtalan um hval og kóp, NAMMCO, ið føroyska heimastýrið hevur gjørt beinleiðis við fiskimálaráðini í Noreg, Íslandi og Grønlandi, er eitt annað slag av sáttmálum. Í hesum føri tók uttanríkistænastan ikki lut í samráðingunum, men uttanríkisráðið varð kunnað um innhaldið og kundi vissa seg um, at sáttmálin ikki gekk móti almennum donskum ríkispolitikki í hvalaveiðumálum.

Vanligt hevur verið, at danska uttanríkismálaráðið stendur fyri samráðingunum um rammusáttmálarnar við onnur lond um handil og fiskiskap. Eitt nú stóð uttanríkismálaráðið fyri handilssamráðingunum frá 1990 til 1993 og fiskiveiðusáttmálunum við Baltisku londini. Uttanríkismálaráðið hevði samráðingarleiðaran, og umboð fyri heimastýrið høvdu ábyrgdina av innihaldinum í samráðingarheimildunum og av at útvega neyðugt tilfar og støðutakan frá føroyskum myndugleikum.

Útgangsstøðið er sostatt, at heimastýrið ikki hevur avgerðarrættin í uttanlandsmálum. Hetta merkir sambært Frederik Harhoff, at "..... hjemmestyremyndighederne ikke kan indgå internationale aftaler med fremmede folkeretssubjekter i eget navn; at de ikke på egen hånd kan etablere diplomatiske forbindelser med andre land eller internationale organisationer; samt at de ikke kan indtale krav eller gøre fordringer gældende i eget navn ved mellemfolkelige retsinstanser" (s.228).

Føroyskir myndugleikar hava tó, í ávísan mun, virkað sjálvstøðugt á altjóða stigi. Hetta vísa dømini, ið eru nevnd og teir handilssáttmálar, sum verða umrøddir niðanfyri.

Umsitingarliga siðvenjan er, at Føroyar at kalla sjálvstøðugar kunnu gera sáttmálar, sum eru avmarkaðir í vavi og við lond, sum mentanarliga og landafrøðiliga liggja Føroyum nær. Frederik Harhoff vísir á, at høvuðsreglan hevur verið, at tess størri politiskan, búskaparligan og prinsipiellan týdning sáttmálin verður mettur at hava fyri ríkið í síni heild, tess størri leiklut hevur danska uttanríkisráðið havt í allari gongdini, frá tí farið verður undir samráðingarnar, til sáttmálin verður undirskrivaður.

7.3 Handilsskipanin við EF frá 1974
Upptøkusáttmáli Danmarkar í EF, fevndi sum nevnt ikki um Føroyar. Í sáttmálanum varð tó sagt, at Danmark áðrenn árslok 1975 kundi boða frá, at Føroyar vórðu partur av danska limaskapinum. Eftir eina einmælta samtykt í løgtinginum, boðaði landsstýrið á vári 1974 frá, at Føroyar ikki skuldu gerast partur av EF. Síðani tá hava viðurskifti okkara við EF verið skipað við handilsskipanini frá 1974 og handilsavtalunum frá 1992 og 1997, og einum rammusáttmála um sínámillum veiðurættindi frá 1977.

Eftir at løgtingið hevði samtykt, at Føroyar skuldu standa uttanfyri EEC, fekk landsstýrið samstundis heimild at fara undir samráðingar við EEC um eina skipan fyri handilin millum partarnar. Úrslitið gjørdist ein handilssáttmáli, sum kom í gildi 1. september 1974.

Sambært skipanini bant EEC seg til stigvíst at lækka tollin á føroyskum ídnaðarvørum við 80%, og ein líknandi skipan var gjørd fyri ávísar fiskavørur. Tollfrælsið í Stórabretlandi fyri tær vørur, sum høvdu frælsi sambært EFTA, helt tó fram. Í 1979 lækkaði EF tollin á ídnaðarvørum til 0. Skipanin fevndi ikki um innflutning úr Føroyum til Danmarkar. Har var eins og frammanundan eingin tollur, men føroyskar vørur kundu ikki frítt fara víðari í ES.

Í hesum umfari skal ikki gerast so nógv burtur úr handilsskipanini frá 1974, men nevnast kann, at samanborið við teir handilssáttmálar, sum Ísland og Noreg gjørdu við ES um sama mundið, gav føroyski sáttmálin gagnligari marknaðaratgongd enn tann norski, meðan íslendingar høvdu ein heldur frægari sáttmála enn føroyingar.

Í sambandi við handilssamráðingarnar í 1970-árunum, er eisini vert at hava í huga, at tá høvdu handilspolitisk viðurskifti Føroya nógv minni týdning, enn í dag. Stóra stríðsmálið tá vóru fiskimørk og veiðurættindi. Hetta vigaði eisini tyngst, tá løgtingið gjørdi av, at Føroyar skuldu standa uttanfyri EEC. Men sum fráleið broyttist framleiðslumynstrið og samansetingin av útflutninginum. Tá komið var út í 1980-árini, gjørdist greitt, at handilsskipanin var ótíðarhóskandi.

7.4 Handilssáttmálin við ES frá 1991/1996
Í 1988 tók ES-nevndin stig til at finna ein nýggja skipan fyri handilsligu samvinnuna millum Føroyar og ES. Á vári í 1988 boðaði ES-nevndin donsku stjórnini frá, at hon var ónøgd við partar av skipanini frá 1974 og ta tollviðgerð, sum føroyskar vørur fingu í ES. Eitt nú í sambandi við komandi innmarknaðin bar ikki til, at vørur úr Føroyum fingu ymiska tollviðgerð í ymiskum pørtum av ES, og fyrst og fremst at tær fingu tollfrælsi í Danmark.

Danska stjórnin og landsstýrið søgdu seg vera sinnað at samráðast um eina nýggja skipan við tí í hyggju at fáa einsháttaða tollviðgerð í øllum ES, men hildið varð kortini, at henda skipan átti at taka útgangsstøði í verandi tollfrælsi í Danmark, og at fyrilit áttu at takast fyri, at føroyski búskapurin var so bundin at fiskivinnu og sølu av fiski.

Semja fekst á fundi í Havn í juni 1991, og nýggi sáttmálin varð undir-skrivaður í Brússel í desember 1991.

Sáttmálin er í prinsippinum ein fríhandilssáttmáli, og ES og Danmark hava boðað GATT frá, at sáttmálin er ein fríhandilssáttmáli. Sáttmálin gevur ídnaðarvørum frítt at fara millum Føroyar og ES, tó eru fiskur og landbúnaðarvørur undantiknar. Av tí, at føroyski útflutningurin til ES, at kalla bert er fiskur, er týdningurin av handilsavtaluni eitt sindur avmarkaður.

Sambært sáttmálanum hevur ES øðrumegin og Føroyar hinumegin tikið av

allar toll- og avgjaldskipanir, sum gera mun á vørum hjá pørtunum. Hetta hevði við sær, at føroyska toll- og avgjaldskipanin varð munandi broytt. Frammanundan bygdi skipanin á fiskal innflutningsgjøld, sum á ávísum økjum vardu føroyska framleiðslu.

1. februar í 1992 kom nýggj tolllóg í gildi, sum í høvuðsheitum svaraði til ta donsku. Tollgjøldini mótvegis umheiminum tóku hædd fyri GATT-skyldunum hjá Danmark. Limaskapur Danmarkar í GATT ger, at hesar eru líkar teimum hjá ES. Síðan 1. januar 1993 hevur MVG skipanin verið í gildi saman við punktavgjøldum, ið skulu vera tey somu á føroyskt framleiddum vørum sum á innfluttum vørum.

Sambært avtaluni fær ES tollfrælsi fyri allar vørur, mjólkaúrdráttir og seyðakjøt undantikið. ES veitir føroyskum ídnaðarvørum tollfrælsi á sínum marknaði. Hinvegin veitir avtalan okkum ikki fult tollfrælsi á øllum fiskavørum. Sum yvirlitið niðanfyri vísir, eru tær fiskavørur av føroyskum uppruna, ið fingu tollfrælsi í 1992, í høvuðsheitum vørur, sum føroyingar kundu vísa á, hava verið útfluttar.

Fyri teir mest týðandi vørubólkarnar er tollfrælsi hinvegin avmarkað við tollloftum og -kvotum. Hesi eru ásett við støði í teimum nøgdum, sum Føroyar útfluttu til ES í einum referansutíðarskeiðið millum 1985 og1988. Í ávísum førum vórðu fyrilit tikin fyri verandi ella væntaðum útflutningsvøkstri.

Tær vørur, sum eru reguleraðar við kvotum, verða álagdar triðjalandstoll, tá kvotan er uppi. Skipanin við toll-loftum virkar soleiðis, at tollur kann leggjast á tær, tá loftið er rokkið. Harumframt verður fylgt við útflutningstølunum fyri ávísar vørubólkar, soleiðis ES-nevndin kann biðja um fund, um tað vísir seg, at útflutningurin úr Føroyum veksur óvanliga nógv.

Fyritreytin fyri tollfrælsinum er harumframt, at føroyskir útflytarar halda seg til referansuprísirnar hjá ES. Talva 7.1 vísir eitt yvirlit yvir tollkvotur og -loft fyri føroyskar fiskavørur á ES-marknaðinum.

Talva 7.1: Kvotur og loft  
Kvotur:
3. landstollur verður álagdur, tá kvotan er uppi.

Tons

Síl - livandi, fesk, fryst, flak íroknað
Laksur - livandi, feskur, frystur, flak íroknað
Síl/laksur - tilvirkað og haldevnað
Aðrar fiskavørur - tilvirkaðar og haldevnaðar1
Rækjur - pilkaðar

700
4.925
2.000
2.000
2.000

Loft:
3. landstollur kann áleggjast, tá loftið er rokkið

Tons

Sild - fesk, fryst, fryst flak íroknað
Makrelur - feskur
Fryst upsaflak og upsafars
Saltfiskur - onnur fiskasløg enn toskur
Royktur fiskur
Kongafiskur - køldur, frystur, fløk íroknað
Fesk fløk - toskur og kongafiskur undantikin
Fryst longufløk
Svartkjaftaflak og -fars - fryst
Saltfiskur av øðrum enn toski - flak undantikið
Rækjur - pilkaðar undantiknar
Sild - saltað, í saltlaka, hálvliðug vøra

2.000
3.000
25.000
5.000
1.000
12.600
3.000
550
1.800
1.400
11.000
500

1) Frá 1. januar 1995 varð henda kvotan tikin burtur  

Fyri ávísar fiskavørur, sum í sáttmálanum verða bólkaðar sum landbúnaðarvørur, er eisini tollfrælsi. Hetta er m.a. galdandi fyri fiskamjøl og djóra- og fiskafóður, har ein tollfræls kvota er upp á 5.000 tons. Umframt fyri eitt sindur av seyðakjøti, hava Føroyar ikki fingið tollfrælsi á landbúnaðarvørum.

Handilssáttmálin hevur eisini allar tær vanligu ásetingarnar um upprunareglur, trygdarklausular og kappingarreglur. Eisini er ein felagsnevnd sett at ansa eftir, at sáttmálin verður fylgdur.

Í sáttmálanum er ein generellur menningarklausulur, ein serligur menningarklausulur viðvíkjandi tollfrælsi fyri føroyskar fiskavørur í ES og ein sonevndur EFTA-klausulur. Um annar parturin veitir EFTA fyrimunir, sum eru gagnligari, kann umhugsast at veita mótpartinum somu sømdir.

Síðani avtalan kom í gildi í 1992, hava onkrar broytingar verið gjørdar. Fyrst í 1995 fekst semja við ES um at broyta avtaluna soleiðis, at kvotan á "øðrum virkaðum og haldevnaðum fiskavørum" varð tikin burtur. Hendan broyting hevur serliga týdning fyri útflutningin av paneraðum fiskavørum.

Í 1995 fingu Føroyar gjøgnum handilsavtaluna støðu sum triðjaland í granskingarhøpi. Hetta merkir, at Føroyar kunnu vera við í felags europeiskum granskingar verkætlanum, um Føroyar gjalda sín part. Í 1998 hevur ES-nevndin góðkent, at samráðst verður við Føroyar um at tær koma við í víðkaða veterinera samstarvið.

7.5 Handilssáttmálar við EFTA-londini og onnur lond
Í 1993 vórðu fríhandilssáttmálar gjørdir við EFTA-londini Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland. Eftir at Svøríki og Finnland fóru upp í ES í 1995, er handilssáttmálin við ES broyttur, og er eisini galdandi fyri tey bæði londini.

Um ársskiftið 1993/1994 vórðu handilssáttmálar gjørdir við Sveis og Eysturríki. Sáttmálin við Eysturríki kom ongantíð í gildi. Handilssáttmáli er eisini síðan gjørdur við Estland, og samráðingar um handilssáttmála eru tiknar upp við Póland og Litavia.

7.6 Samanumtikið
Handilsviðurskifti Føroya við onnur lond eru regulerað við sínámillum sáttmálum. Hetta er í høvuðsheitum sáttmálar, sum geva føroyskum vøruútflutningi sømdir á marknaðinum hjá mótpartinunum. Harumframt eru ásetingar, sum hava við handilin av gera, eitt nú upprunareglur, trygdarklausular og kappingarreglur.

Sáttmálin millum Danmark/Føroyar og EF gevur ídnaðarvørum frítt at ferðast millum Føroyar og ES, tó er fiskur undantikin. Av tí, at føroyski útflutningurin til ES, at kalla bert er fiskur, er handilsavtalan ikki so áhugaverd, sum um hon veitti fullan fríhandil fyri fisk.

Sáttmálarnir við Ísland, Noreg og Estland geva vørum frítt at fara millum londini.

Sáttmálarnir snúgva seg í høvuðsheitum um handil við vørum og ásetingar, sum hava týdning fyri vøruhandilin. Samstarvið fevnir ikki um onnur øki, men sáttmálarnir kunnu víðkast.