EBS frágreiðingin

EBS - Europeiska Búskaparliga Samstarvið

9.1 Inngangur
Síðani seinna heimsbardaga eru fleiri stig tikin fyri at fáa fríari og einsháttaðar reglur í millumtjóða handli. Á altjóða stigi hevur GATT, sum frá 1. januar 1995 varð avloyst av WTO, havt ein týdningarmiklan leiklut. Somuleiðis eru regiónalir handilsfelagsskapir settir á stovn eitt nú ES, EFTA og norðuramerikanska fríhandilssamgongan NAFTA. Í hesum felagskapum hevur tað mangan gingið skjótari at koma fram til úrslit, enn í GATT/WTO.

Síðani seinna heimsbardaga eru tveir handilsfelagsskapir settir á stovn í Vestureuropa. Europeiski fríhandilsfelagsskapurin EFTA, sum varð stovnaður í 1960, er ein rein fríhandilsskipan, og arbeiðið hjá felagsskapinum hevur í høvuðsheitum snúð seg um at fáa fríhandil fyri vørur. Europeiska Samveldið, sum lunnar vórðu lagdir undir í 1957, hevur rúmari politisk stevnumið. Hjá ES er fríhandil eitt av nógvum amboðum í royndunum at fáa tættari politisk samstarv, sum kann birta upp undir búskaparligan og sosialan javna og tryggleika.

Miðvísa arbeiðið við at taka burtur handilsforðingar og formliga stovnanin av innmarknaðinum í ES gjørdi, at vinnulívið í og uttanfyri ES kom at virka undir øðrvísi og liberalari treytum enn frammanundan. EFTA-londunum gjørdist skjótt greitt, at skuldu tey ikki gerast eftirbátur, var neyðugt við eini skipan, sum tryggjaði teirra fyritøkum somu kor, sum kappingarneytarnir í ES.

Eftir at allur tollur á ídnaðarvørum varð avtikin í samhandlinum millum ES og EFTA við árslok í 1983, vóru partarnir samdir um at arbeiða fyri at taka aðrar handilsforðingar burtur og at víðka samstarvið til at fevna um onnur øki enn fríhandil. Í tíðarskeiðnum 1984-1989 vórðu nógvar handilsforðingar linkaðar ella tiknar burtur. Men hildið varð kortini, at tað bar illa til at sameina hesa "stig fyri stig" gongd við samansjóðingina í ES, serliga við tey ES-direktiv, sum komu í sambandi við innmarknaðin. Neyðugt var at skipa samstarvið millum EFTA-londini og ES øðrvísi.

Formaðurin í Europanevndini, Jacques Delors, skjeyt í januar 1989 upp, at fáa í lag ein nýggjan samsstarvsform við stovnum, sum skuldu taka avgerðir og umsita felags mál. Stjórnarleiðararnir í EFTA-londunum tóku í høvuðsheitunum undir við hugsanum Delors, og farið varð undir formligar samráðingar um EBS í juni 1990. Hesar tingingar endaðu við eini semju millum ES og EFTA ráðharrar í Luxembourg tann 21. oktober 1991. Sjálvur sáttmálin varð undirskrivaður í Oporto 2. mai 1992 og kom í gildi 1. januar 1994.

Í dag eru 18 lond við í EBS. Fyri 1. januar 1995 fevndi samstarvið um tey 12 ES-londini og EFTA-londini Eysturríki, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki. Frá 1. januar 1995 gjørdust Eysturríki, Finnland og Svøríki limir í ES. Sostatt fevnir sáttmálin nú um tey 15 ES-londini og tey trý EFTA londini Ísland, Liechtenstein og Noreg.

Sveis undirskrivaði EBS-sáttmálan, men á eini fólkaatkvøðu í desember 1992 havnaði ein meiriluti av fólkinum, at landið skuldi fara upp í EBS. Liechtenstein samráddi seg fram til tollsamgongu við Sveis, og landið gjørdist fullur limur í EBS í mai 1995.

Endamálið við EBS-sáttmálanum er at skipa eitt europeiskt búskaparligt samstarvsøki, og at fáa EFTA-londini upp í innmarknaðin. Hetta skal fáast í lag við at birta upp undir handilsliga og búskaparliga samvinnu millum sáttmálapartarnar at virka undir somu kappingartreytum og at halda seg til felags regluverk.

Samstarvið fevnir um hesi øki:

  • At vørur, tænastur, kapitalur og persónar hava frítt at fara um landamørk.
  • At fáa í lag eina skipan, sum forðar fyri, at kappingin verður avlagað, og at ásetingarnar verða umsitnar eins í øllum samstarvsøkinum.
  • At fáa í lag eitt tættari samstarv á øðrum økjum, eitt nú gransking og menning, umhvørvi, útbúgving og viðurskifti viðvíkjandi arbeiðslívinum.

EBS-sáttmálin hevur harumframt stevnumið um breiðari samfelagspolitiskt og búskaparligt samstarv. Politiskir karmar eru settir fyri búskaparligari menning og umsiting av umhvørvi og tilfeingi. Á hesum økjum skal menningin vera burðardygg. Somuleiðis er stevnumiðið arbeiði til allar hendur, og stórur dentur verður lagdur á ta sonevndu sosialu dimensiónina.

EBS fevnir ikki um:

Á næstu síðunum verður EBS-skipanin lýst. Endamálið er at geva eitt yvirlit yvir EBS og høvuðstættirnar í samstarvinum. Mest verður gjørt burtur úr teimum samstarvsøkjum, sum verða mett at hava týdning fyri Føroyar. Fyrst verður ein stutt lýsing givin av londunum í samstarvinum. Síðani verður komið inn á institutiónellu karmarnar fyri EBS og felags stovnar, og avgerðartilgongdin verður lýst. Síðan verða tey fýra frælsini lýst. Komið verður inn á høvuðstættirnar í reglunum fyri frælsari flutningi av vørum, tænastum, kapitali og persónum.

9.2 Lyklatøl um EBS
EBS fevnir um ES og øll EFTA-londini uttan Sveis. Í hesum 18 londunum búgva tilsamans eini 375 mió. fólk. Økið fevnir um meira enn 40% av heimshandlinum og er heimsins størsta og mest víðfevnda fleirtjóða handilssamstarv í heiminum.

Talva 9.1: Fólkatal og landaøki í ES og EFTA londum í 1995
Land

Fólkatal

(í 1000)

Landaøkið

1000 km2

Fólkatættleiki

fólk/km2

Danmark

5.216

43

121

Belgia

10.131

31

332

Finnland

5.099

338

15

Frakland

58.027

552

105

Grikkaland

10.442

132

79

Írland

3.577

70

51

Italia

57.248

301

190

Luxembourg

407

3

157

Niðurlond

15.423

42

371

Portugál

9.912

92

107

Spania

39.170

505

78

Svøríki

8.816

450

20

Týskland

81.539

357

228

UK

58.476

244

240

Eysturríki

8.040

84

96

ES samantalt

371.523

3244

146

Ísland

267

103

3

Liechtenstein

30

0,2

188

Noreg

4348

324

13

Sveis

7021

41

170

EFTA samantalt

11666

468,2

93,5

ES + EFTA

383189

3712,2

103,2

9.3 Institutiónell og umsitingarlig viðurskifti
EFTA og ES eru ikki skipað á sama hátt og virka ikki eftir somu meginreglum. EFTA-londini hava síðani 1960 samstarvað um fríhandil, har avgerðir verða tiknar við einmæli. ES-londini hava rúmari politisk og búskaparlig stevnumið í sínum samstarvi, og á nógvum økjum verða mál samtykt við vanligum meiriluta. Ein týðandi grundregla í EBS-skipanini er, at EFTA og ES eru tvær súlur í samstarvinum, og hvør súla er ein sjálvstøðugur partur (sí mynd 9.2.).

EFTA-londini samstarva á fólkarættarligum grundarlagi. Tað vil siga, at EFTA-sáttmálin frá 1960 og tær avgerðir, sum eru tiknar av stovnum, ið sáttmálin hevur skipað, binda bert myndugleikarnar í einstøku londunum og ikki borgarar og fyritøkur í somu londum. Borgarar og fyritøkur eru ikki bundin av fólkarættarligum avgerðum, fyrr enn tær eru samtyktar í tjóðartingunum og eru vorðnar ein partur av lógarverkinum í viðkomandi landi.

Samstarvið í EF er grundað á yvirnatiónalar grundreglur. Lóggevandi vald á nógvum økjum er innan karmarnar av EF samstarvinum flutt úr limalondunum til EF-ráðið. Summar EF avgerðir (lógskipaninar) fáa beinleiðis gildi í lógarverkinum í limalondunum. Eisini aðrar avgerðir í EF-ráðnum (direktivini) kunnu í einstøkum førum hava beinleiðis ávirkan á borgarar og fyritøkur í limalondunum.

 

9.3.1 Felags stovnar í EBS
Tá EBS-sáttmálin kom í gildi, vórðu samstundis fýra nýggir stovnar skipaðir. Teir hava bæði ráðgevandi uppgávur og taka avgerðir. Teir fýra stovnarnir eru:

EBS-ráðið er evsti felags stovnur í EBS-samstarvinum. Ráðið hevur ábyrgdina av, at sáttmálin verður settur í verk, og setir stevnumiðini fyri arbeiðnum hjá EBS-nevndini. Ráðið tekur politisk stig um møguligar broytingar í sáttmálanum. Ráðið er samansett av stjórnarlimum úr hvørjum EFTA-landi, limum í EF-ráðnum og limum í EF-nevndini. Á fundum í Ráðnum hava umboðini fyri hvørt EFTA-land sær møguleika at føra síni egnu sjónarmið fram. Ráðið tekur tó avgerðir við einmæltari samtykt. Formanskapurin í EBS-ráðnum skiftir fyri hvørjar seks mánaðir millum stjórnarlimir úr EFTA-landi og limir úr EF-ráðnum. Ráðið kemur regluliga saman tvær ferðir um árið, ella tá tað verður mett at vera neyðugt.

EBS-nevndin hevur dagligu umsitingina av EBS-samstarvinum um hendi. Hon skal tryggja, at EBS-sáttmálin virkar í samsvari við endamálið.

Nevndin samtykkir nýggjar EBS-ásetingar við einmæli. Allir partar í EBS-samstarvinum eru umboðaðir í nevndini. Vanliga møta embætisfólk úr EFTA-londunum á fundi. Embætisfólk úr EF-nevndini umboða EF, uttan so at talan er um viðgerð av málum, sum ikki hoyra undir myndugleikaøkið hjá EF. Tá møta umboð úr limalondunum í EF og luttaka við rættindum sum sáttmálapartur.

Tingmannanevndin fyri EBS er samansett av limum úr Europatinginum og úr tjóðartingunum í einstøku EFTA-londunum. Hvørt EFTA-land sær avger, hvussu umboðanin í parlamentarikaranevndini er samansett. Nevndin, sum kemur saman tríggjar ferðir um árið, er ráðgevandi.

Ráðgevandi nevndin fyri EBS er sett saman av sama tali av umboðum úr ráðgevandi nevndini hjá EFTA og úr ECOSOC í EF. Endamálið við nevndini er at geva pørtunum í arbeiðslívinum betri møguleikar at ávirka gongdina í EBS.

Mynd 9.2: Tvísúlubygnaðurin í EBS

9.3.2 Avgerðartilgongdin
EBS-sáttmálin hevur eitt rættiliga stórt virkisøki. Sáttmálin fevnir um so at siga allar tættir, sum hava týdning fyri millumtjóða búskaparligt samskifti og kappingarkorini hjá vinnulívinum. Endamálið við ásetingunum um, hvussu avgerðir skulu takast í EBS, er at tryggja, at felags ásetingarnar í sáttmálanum, sum frá líður, eisini kunnu mennast og samansjóðast. Fyri at forða fyri at EFTA-londini og EF ganga hvør sína leið í lógarsmíði, er umráðandi, at samstarvið um nýggjar ásetingar byrjar tíðliga (sí mynd 4.3).

EBS-nevndin virkar eftir meginregluni um einmæli. Undir samráðingunum um sáttmálan løgdu EFTA londini stóran dent á at varðveita sjálvsavgerðarrættin og at forða fyri, at lóggávuvald verður flutt frá tjóðartingunum í EFTA-londunum til EBS-nevndina. Í hesum liggur eisini, at fyrivarni er tikið um, at innanhýsis mannagongdir í sambandi við at taka avgerðir ikki verða broyttar av EBS-sáttmálanum.

Tær skyldur, sum sáttmálin og undirskjøl leggja á EBS-londini, svara í høvuðsheitum til lógarverkið í EF, sum er sett í verk fyri at fáa innmarknaðin at virka. EF hevði longu umsitingarligu amboðini til hetta. Avgerðartilgongdin í EBS er tí, í stóran mun skipað eftir stigunum í avgerðarskipanini í EF. Sum tað sæst á mynd 4.3, er tað EF-nevndin, sum tekur stig til tiltøk og broytingar.

Vanliga mannagongdin er, at um EF-nevndin ætlar at skjóta upp nýggjar ásetingar ella at broyta ásetingar fyri eitt øki, sum liggur undir EBS-sáttmálanum, skal hon longu frá byrjan kunna seg um sjónarmiðini og spyrja seg fyri hjá sakkunnleikanum í EFTA-londunum, eins og hjá sakkunnleikanum í EF. Hesin sakkunnleikin er óheftur og umboðar ikki almennu sjónarmiðini hjá einstøku londunum. Endamálið er at bera so í bandi, at fyrilit verða tikin fyri serligum umstøðum í EFTA-londunum, tá uppskotini verða evnaði til, og at bøta um líkindini fyri, at uppskotini verða samtykt sum EBS-ásetingar.

Síðani koma partarnir í tvísúlu-skipanini við upplýsingum og føra fram síni sjónarmið í málinum, samstundis sum málið gongur sína gongd innanhýsis í EF. Endamálið er at koma fram til semju um nýggjar felags ásetingar í EBS-nevndini.

Fæst semja, samtykkir EBS-nevndin ásetingar við sama innihaldi, sum stovnarnir í EF samtykkja. Samtyktir í EBS-nevndini skulu vera einmæltar, tvs., at bæði EFTA londini og EF skulu taka undir við uppskotunum. Hetta ber t.d. í sær, at er eitt av EFTA-londunum ímóti einum uppskoti í EBS-nevndini, verður uppskotið ikki gjørt til EBS-reglur.

9.3.3 Eftiransingarskipanin í EBS
EBS-sáttmálin áleggur teimum 18 londunum í samstarvsøkinum skyldur. Tí er tað týdningarmikið, at ásetingarnar í sáttmálanum verða umsitnar eins í øllum EBS. Longu tá sáttmálin kom í gildi, hevði EF-nevndin til uppgáva at ansa eftir, at EF-limalondini hildu seg til tær skyldur, tey høvdu átikið sær sambært EF ásetingum. Tá EBS-sáttmálin varð settur í verk, gjørdist hann ein partur av innanhýsis EF-rætti. EF-nevndin skal ansa eftir, at limalondini halda skyldurnar, tey hava átikið sær sambært EBS-sáttmálanum.

EFTA-londini settu sína egnu eftiransingarskipan í verk fyri at tryggja, at skyldurnar í EBS-sáttmálanum verða fylgdar í EFTA-økinum. Tí er tví-súlu-skipanin eisini galdandi fyri eftiransing. EFTA-stovnurin er óheftur av hvørjum einstøkum EFTA-landi, eins og EF-nevndin er óheft av hvørjum einstøkum EF-landi.

Eftiransingarstovnurin í EFTA skal ansa eftir, at partarnir halda treytirnar í sáttmálanum yvirhøvur, herundir skyldurnar við almennum stuðli, og at vinnulívið heldur seg til felags kappingarreglurnar. Eftiransingarstovnurin í EFTA hevur í høvuðsheitum somu uppgávur sum EF-nevndin.

9.3.4 Dómstólurin
Dómstólurin er liður í eftiransingskipanini í EBS. Eisini her er talan um ein tví-súlu-skipan. EBS sáttmálin sigur, at EFTA-londini skulu hava sín egna EFTA-dómstól. Ásetingarnar um dómstólin eru í EFTA-sáttmálanum. Mótvegis EFTA-londunum hevur EFTA-dómstólurin at kalla somu uppgávur, sum EF-dómstólurin hevur í EF. Báðir dómstólarnir hava einsamallir myndugleika at tulka EBS-sáttmálan á ein hátt, sum bindir partarnar á viðkomandi virkisøki.

EFTA-dómstólurin tekur sær sostatt av málum í EFTA-londunum, meðan EF-dómstólurin tekur sær av málum, sum hava við EF og EF-londini at gera. Hvørki EFTA- ella EF-dómstólurin hava myndugleika at avgera stríðsmál millum eitt EFTA-land og EF. Avgerðir hjá dómstólunum kunnu ikki kærast.

Sambært grein 108 í EBS-sáttmálanum hevur EFTA-dómstólurin myndugleika til at:

Borgarar og fyritøkur kunnu ikki stevna einum landi fyri EFTA-dómstólin fyri brot á EBS-sáttmálan. Tað kunnu EF-lond ella EF-nevndin heldur ikki gera tað. Um eftiransingarstovnurin í EFTA avger ikki at leggja sak ímóti einum EFTA-landi, kann eitt annað EFTA-land tó gera tað.

Um hvørki eftiransingarstovnurin í EBS ella eitt annað EFTA-land vilja halda fast um eitt mál í EFTA-dómstólinum, kann úrskurður kortini í nógvum førum gerast innan fyri karmarnar av dómstólskipanini. Málið kann verða lagt fyri ein nasjónalan dómstól, men úrskurður verður ikki gjørdur, fyrr enn málið hevur verið fyri EFTA-dómstólin til tulkingar. Tulkingin hjá EFTA-dómstólinum er formliga ikki bindandi fyri dómstólin í landinum. EFTA-dómstólurin ger bert úrskurð um, hvussu EBS-sáttmálin skal skiljast.

9.3.5 Loysn av trætumálum
Ósemjur millum partarnar kunnu altíð viðgerast í EBS-nevndini. Ásetingar eru um mannagongd o.a., tá ið ósemjur taka seg upp millum partarnar um tulking og nýtslu av EBS-sáttmálanum.

Verður EBS-nevndin ikki samd um loysn á tulkingarósemjum innan seks mánaðir frá tí, málið er lagt fram, kunnu partarnir annaðhvørt seta einsíðug verjutiltøk í verk ella seta ávísar sáttmálaásetingar úr gildi. Avleiðingarnar av hesum báðum valmøguleikunum gerast á leið tær somu.

Í ávísum førum kann nýtslan av klausulinum um verjutiltøk í viðurskiftunum millum eitt ella fleiri EFTA-lond og EF takast upp í gerðarrætti. Slíkar ósemjur kunnu ikki leggjast fyri gerðarrætt fyrrenn tríggjar mánaðir eftir, at málið fyrstu ferð varð lagt fyri EBS-nevndina.

Spurningurin um vav og gildistíð á verjutiltøkum kann leggjast fyri gerðarrætt. Hetta er galdandi, bæði tá verjutiltøkini verða sett í verk vegna ósemjur um EBS-sáttmálan, ella tá álvarsligir trupulleikar, sum eru nevndir í almenna verjuklausulinum í sáttmálanum, taka seg upp.

Almenni verjuklausulurin ber í sær, at ein sáttmálapartur einsíðugt kann gera av at seta treytirnar í sáttmálanum til viks, um so er, at álvarsligir búskaparligir, samfelagsligir ella umhvørvisligir trupulleikar eru við at taka seg upp á einum øki ella í einum landsparti. Harumframt kann spurningurin, um tey móttiltøk, sum hinir partarnir seta í verk, eru rímilig og samsvarandi, eisini roynast í gerðarrætti.

9.4. Tey fýra frælsini

9.4.1. Inngangur
Síðani EF varð sett á stovn í 1957 og EFTA í 1960, hevur verið arbeitt fyri at fáa í lag tættari handils- og búskaparliga samvinnu millum londini í felagsskapunum. Sáttmálin um Europeiska Búskaparliga Samstarvið, er ein týdningarmikil liður í hesum.

Handilin hjá EFTA-londunum við EF hevur vanliga verið skipaður innan karmarnar av sínámillum sáttmálum millum EF øðrumegin og einstøku EFTA-londini hinumegin. Hesir sáttmálar hava verið handilssáttmálar, og hava bert fevnt um einstakar partar av búskaparligu samvinnuni millum londini. Í høvuðsheitum hevur talan verið um tolllækkingar á ídnaðarvørum.

Í 1985 samdust EF-londini um at seta á stovn innmarknaðin, og at hesin skuldi fara at virka frá 1. januar 1993. Á innmarknaðinum hava vørur, tænastur, kapitalur og persónar frítt av fara um landamørk. Hetta verður undir einum nevnt tey fýra frælsini. Londini samstarva harumframt um umhvørvis-, granskingar-, útbúgvingar-, og arbeiðsumhvørvismál.

EFTA-londini ásannaðu, at tær gomlu fríhandilsavtalurnar bert í avmarkaðan mun megnaðu at nøkta tørvin hjá londunum í samstarvinum við EF-londini og at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið komu við handilsligu og búskaparligu samansjóðingini í EF. EBS-sáttmálin er ein tillaging til tey fýra frælsini í EF og er í høvuðsheitum grundaður á lógarverkið á hesum øki í EF. Tey fýra frælsini eru við fáum undantøkum galdandi fyri alt EBS-økið.

9.4.2 Vørur
Eins og hjá okkum eru búskapirnir í EFTA-londunum sera opnir og nógv tengdir at handli við umheimin. Meginparturin av hesum handli hevur verið og er við hini londini í EBS-økinum. Eitt nú eru góðir tríggir fjórðingar av norska vøruútflutninginum farnir til EFTA- og EF-økið, og umleið 70% av norska vøruinnflutninginum stavar frá EFTA- og EF-londum.

Somu kappingartreytir
Endamálið við felags kappingarreglunum í EBS-sáttmálanum er at tryggja javnbjóðis kapping millum vinnulívið í EF og EFTA-londunum. Kappingarreglurnar skulu forða fyri, at fyritøkur misnýta sína marknaðarstøðu ella ganga saman um marknaðarsamstarv, sum skaðar aðrar fyritøkur ella brúkararnar.

Hugsanin er, at uttan felags kappingarreglur og munadygga umsiting av teimum, er vandi fyri, at eingin kapping verður, ella at kappingin verður avlagað á ein hátt, sum skaðar týdningarmikil samfelagsfyrilit. Vantandi kapping kann ávirka bæði príslegu og framleiðslukostnað og ger ofta, at tilfeingið í samfelagnum ikki verður brúkt til fulnar.

Kappingarreglurnar í EFTA og EF eru grundaðar á somu meginreglur, tó fara tær í EF meira í smálutir. Felags kappingarreglurnar í EBS byggja á EF-ásetingar og líknandi ásetingar í EFTA-sáttmálanum.

Felags reglurnar verða brúktar, tá kappingaravmarkandi tiltøk ávirka handilin millum londini í EBS-økinum. Um kappingaravmarkingin bert hevur ávirkan á innlendis marknaðin í einum landi, eru tað ásetingarnar í tí landinum, sum verða brúktar. EF brúkar eisini sínar kappingarreglur móti londum uttan fyri EF, um kappingaravmarkandi samstarv hevur ávirkan á EF-marknaðin.

EBS-sáttmálin setur forboð ímóti kappingaravmarkandi avtalum, viðtøkum ella marknaðarsamskipan millum tvær ella fleiri fyritøkur. Hetta kann t.d. vera avtalur millum kappingarneytar um prísáseting og býti av marknaðum ella framleiðslukvotur.

EBS-ásetingar raka eisini fyritøkur, sum á óhóskandi hátt gera sær dælt av sterku støðu síni á EBS-marknaðinum ella týðandi pørtum av honum. Ein fyritøka kann misnýta støðu sína við t.d. ikki at geva veitarum somu sømdir, at nokta at veita vørur ella við at veita loyalitetavsláttur. Forboðið vendir sær bæði móti fyritøkum, sum sjálvar hava dominerandi støðu á marknaðinum, og ímóti fyritøkum, sum í samstarvi við aðrar fyritøkur taka ræði á marknaðinum.

Kappingarreglurnar í EBS-sáttmálanum skulu brúkast, eftiransast og tulkast eins í øllum EBS. Teir stovnar, sum taka sær av eftiransing, hava skyldu at kunna fyritøkurnar um tey mál, tær eru partur í, og fyritøkurnar hava rætt at koma til orðanna á øllum stigum í viðgerðini av málinum. Tær kunnu somuleiðis krevja at fáa kærur sínar viðgjørdar í eftiransingarstovninum, og at málini verða løgd fyri ávikavist EFTA-dómstólin og EF-dómstólin.

Stovnarnir, sum hava við eftiransing av gera, hava heimild at krevja upplýsingar frá fyritøkum, at gera kanningar í fyritøkum, at seta bann fyri ítøkiligum kappingaravmarkandi tiltøkum og geva bót og sekt, tá fyritøkur ikki halda seg til ásetingarnar.

Mál, sum bert hava týdning fyri handilin millum tvey ella fleiri EFTA-lond, verða viðgjørd í eftiransingarstovninum hjá EFTA. Samsvarandi skulu mál, sum bert hava týdning fyri handilin millum EF-lond, viðgerast í EF-nevndini.

Tey flestu málini um kapping, hava tó týdning fyri bæði EFTA og EF-økið. Tá er mannagongdin, at EFTA og EF býta málini sínámillum sambært nærri ásettum treytum (sí EBS art.56).

Anti-dumpingartiltøk
Tá talan er um dumping, verður vanliga hugsað um, at útflutningsvørur verða seldar fyri ein prís, sum liggur niðanfyri vanliga prísin á vørum, tvs. heimamarknaðarprísin ella annan prís, sum kann samanberast við. Dumping verður vanliga roknað sum illoyal kapping, við tað at prísirnir á útflutningsmarknaðum verða hildnir á einum óveruligum stigi.

Endamálið er sum oftast at koma inn á nýggjar marknaðir ella at fáa størri part av verandi marknaðum. Dumping kann eisini brúkast sum eitt amboð til at reka kappingarneytar, sum fíggjarliga eru verri fyri, burtur av marknaðinum.

Í GATT/WTO skipanini ber til at seta í verk móttiltøk ímóti slíkum handli. Við at vísa til GATT/WTO hevur EF ásett reglur, sum skulu byrgja fyri dumping av vørum úr londum uttanfyri EF-økið. Av tí, at EF er ein tollsamgonga við egnum felags tollgjøldum úteftir og felags kappingarreglum, ber ikki til at nýta anti-dumpingartiltøk ímóti vørum úr øðrum EF-londum.

Mótvegis triðjalondum hevur EF ferð eftir ferð ætlað at sett í verk anti-dumpingar tiltøk, men tað er sjáldan at hesi eru vorðin veruleiki. Viðvíkjandi fiski og fiskavørum hevur EF tó sett í verk minstaprísir á innfluttum fiski sambært marknaðarskipanini í EF, eitt nú fyri innfluttan fisk úr Noregi.

Um eitt EBS-land ella fyritøka í einum EBS-landið heldur, at innfluttar vørur úr triðjalondum verða seldar fyri dumpingprísir, kann ES-nevndin ella eftiransingarstovnurin hjá EFTA áseta minstaprísir ella áleggja revsitoll. Í EBS-sáttmálanum binda partarnir seg til ikki at brúka anti-dumpingar tiltøk móti hvørjum øðrum.

Anti-dumping í sambandi við fisk og fiskavørur var ein av teimum torføru samráðingarspurningunum. Hetta kemst av, at EF og EFTA-londini hava ikki somu marknaðarskipan fyri fiskavørur. Semja fekst ikki um spurningin. EBS-sáttmálin veitir heldur ikki trygd fyri, at EF ikki fer at brúka anti-dumpingartiltøk móti fiskaútflytandi londum í EFTA. Men um so er, at støðan verður tann, at slík tiltøk kunnu brúkast, hava partarnir bundið seg til at tala saman í eini roynd at sleppa undan, at anti-dumpingartiltøk verða sett í verk.

Norskar royndir vísa annars, at sjálvt um ætlanir um anti-dumping ikki gerast veruleiki, eru tær ein byrða fyri tær vinnugreinar og fyritøkur, ið verða hóttar. Óttin fyri dumpingarákærum og tann ótryggleiki, sum stendst av slíkum ákærum, serliga tá tær eru ógrundaðar, eru mangan ein forðing hjá vinnulívinum fyri at kappast á jøvnum føti við vinnulívið í EF, og tær føra við sær kostnaðir fyri tær fyritøkur, sum tær raka. Trupulleikin gerst ikki minni av, at anti-dumpingarvápnið ofta verður drigið fram, tá støðan á marknaðinum er trupul, og tá fyritøkurnar longu eru sperdar.

Toll- og upprunareglur
Ein tollsamgonga er ein semja um at seta á stovn eitt felags tolløki. Tey lond, sum eru við í eini tollsamgongu, taka av allan toll og aðrar beinleiðis forðingar í handlinum sínámillum. Tey hava felags toll og reka felags handilspolitikk mótvegis triðjalondum.

Vørur, sum verða innfluttar til eitt land í tollsamgonguni úr einum triðjalandi, sum ikki hevur serliga preferansuavtalu, verða vanliga álagdar ein felags toll. Vøran kann síðani vera í fríum umfari innan fyri tollsamgonguna. Sostatt er tørvur ikki á serligum upprunareglum í handilssamvinnuni millum londini í tollsamgonguni.

Eitt fríhandilsøki er ein semja um at seta á stovn fríhandil við vørum, sum eru framleiddar í økinum. Tollur og aðrar beinleiðis handilsforðingar millum tey londini, sum eru við í fríhandilsøkinum, verða tiknar burtur, men londini kunnu hvør sær hava ymsar tollásetingar og handilsreglur mótvegis triðjalondum. Tá londini hava ymiskan handilspolitikk mótvegis umheiminum, er neyðugt at hava upprunareglur í einum fríhandilsøki sum EBS.

EBS-sáttmálin ásetir treytir, sum skulu lúkast, fyri at ein vøra skal fáa serliga viðgerð, tvs. fáa tollætta ella sleppa undan tolli og kunna ferðast frítt í EBS-økinum. Hesar ásetingar byggja á reglurnar í bilateralu handilssáttmálunum, ið EFTA-londini hava við EF.

Sambært upprunareglunum í EBS-sáttmálanum ber m.a. til at virka somu vøru í fleiri sáttmálalondum og sostatt røkka sonevndari fullari kumulatión. Upprunareglurnar staðfesta, hvar ein vøra er framleidd. Skal vøran kunna umsetast frítt í EBS, eigur vøran annaðhvørt at vera framleidd úr tilfarið úr einum EBS-landi ella vera tilvirkað sambært upprunareglunum, soleiðis at tann lidna vøran er ein EBS-framleiðsla.

Her skal ikki farast út í æsir við upprunareglunum, men víst verður til protokoll 4 í EBS sáttmálanum. Tó skal nevnast, at fyri EBS-londini ber sáttmálin samanumtikið í sær, at krøvini til skjalaprógvan av upprunanum hjá eini vøru er munandi einfaldari, og at formligu krøvini til toll og eftirlit, tá vørur fara um landamørk, eru einfaldari enn frammanundan.

Tekniskar handilsforðingar
Tekniskar handilsforðingar eru vanliga eitt úrslit av at lógir, forskriftir og standardir eru ymisk frá landi til land. Hetta hevur við sær ólík vørukrøv og góðkenningar- og eftirlitsskipanir í sambandi við vøruhandil. Hetta avmarkar handilin landanna millum.

Tekniskar handilsforðingar kunnu standast av, at londini seta ólík krøv til marknaðarføring, skjalprógvan og merking og vantandi góðkenning av heilsuroyndum. Tær kunnu føra til drúgva og kostnaðarmikla málsviðgerð.

Skulu vørur hava frítt at fara um landamørk, er neyðugt, at krøvini til vørurnar eru so einsháttað sum gjørligt. Krøvini til vørur í einstøku londunum hava ofta til endamáls at taka serlig fyrilit fyri t.d. umhvørvi, heilsu, trygd, brúkaraáhugamál o.ø.

Í millumtjóða handilssamvinnu seinnu árini hevur tí verið miðað eftir at fáa einsháttað vørukrøv. Tey einsháttaðu vørukrøvini mugu tó vera av slíkum slag, at tey megna at fremja tey endamál, tey skulu røkka. Umráðandi er, at krøv, sum verða sett í verk viðvíkjandi tilevning, dygd og trygd, tæna sínum ætlaða endamáli og ikki hava sum endamál at verja egnar marknaðir.

Arbeiðið við at taka burtur tekniskar handilsforðingar fer fram bæði í GATT/WTO og á europeiskum og norðurlendskum stigi. Felags lógarverk hevur verið ein týdningarmikil partur í sambandi við at fáa innmarknaðin í EF at virka. Síðani 1984 hava EFTA-londini og EF samstarvað um at fáa tekniskar handilsforðingar burtur.

EF hevur eitt rúgvismikið lógarverk um vørukrøv. Í EBS-sáttmálanum eru ásetingar, ið svara til EF-reglurnar, og sum eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at vørurnar kunnu hava frítt at fara í EBS-økinum. Fylgisskjal II í EBS-sáttmálanum hevur ásetingar um matvørur, kemisk evni, akfør og traktorar.

Lógarsmíðið í EFTA-londunum og EF byggir á millumtjóða semjur um at beina tekniskar handilsforðingar burtur. Eitt nú undirskrivaðu EFTA og EF í 1989 avtalu um at kunna hvønn annan um uppskot um tekniskar forskriftir.

Longu tá EBS-sáttmálin varð undirskrivaður, høvdu flestu EFTA-londini tí lagað seg til nýggju ásetingarnar, sum eru komnar seinastu árini, eitt nú í sambandi við WTO-sáttmálarnar. Í høvuðsheitum hevði bert Noreg tørv á eini serligari tillagingarskipan.

Almenn keyp av vørum og tænastum
Almenn keyp eru í hesum samanhangi tær vørur, byggingar og tænastur, sum almenni sektorurin útvegar sær til nýtslu og íløgur. Tað almenna eru land og kommunur, lands- og kommunalt handilsvirksemi. El-veiting, telekommunikatión o.t. koma eisini undir reglurnar um alment keyp, men almenn partafeløg verða ikki roknað uppí.

Tá innmarknaðurin í EF var settur á stovn, var samstundis latin upp ein marknaður fyri almennum keypi. Í europeisku londunum hava hesir marknaðir vanliga verið merktir av lítlari altjóða kapping. Tað almenna hevur aloftast útvegað sær vørur og tænastur frá innlendis veitarum og hevur í nógvum førum givið teimum framíhjárættindi.

EBS-sátttmálin førdi við sær, at settur varð á stovn ein felags marknaður fyri almennum keypi við felags lógarreglum. Hetta ber í sær, at frí kapping er um keyp av vørum og sáttmálar um byggi- og anleggsarbeiðir, sum í virði liggja omanfyri eitt nærri ásett minstamark.

Almenn keyp av vørum og tænastum, sum liggur omanfyri hesi minstumørk, skulu bjóðast út í altjóða kapping. Tað er eisini galdandi fyri privatar fyritøkur, sum grunda sítt virksemi á serlig rættindi, ið tað almenna hevur veitt teimum.

Almennur stuðul
Royndirnar at fáa fríari heimshandil hava í flestu førum snúð seg um at koma tolli, kvotum og øðrum forðingum í handlinum landanna millum til lívs.

Seinastu 10-15 árini eru tollgjøld og kvotuavmarkingar í millumtjóða handli stigvíst minkað ella tikin burtur. Men eyguni hava eisini verið vend ímóti øðrum skipanum, sum hava handilsavlagandi ávirkan.

Almennur stuðul er ein av hesum skipanum. Í altjóða samfelagnum tykist semja verða um, at almennur studningur avskeplar handil landanna millum, og minni vinningur fæst burtur úr øktum altjóða handilssamskifti. Tí er neyðugt at hava altjóða reglur um, hvussu almennur stuðul skal nýtast.

Í EBS høpi er almennur stuðul allur stuðul, sum hevur við sær nettoflytingar frá tí almenna. Felags ásetingar á hesum øki avmarka møguleikarnar hjá londunum at veita vinnulívinum kappingaravlagandi almennan stuðul.

EBS-samráðingarnar snúðu seg mest um grundreglurnar fyri almennum stuðli. Farið varð sostatt ikki í smálutir, og einstakar skipanir vórðu ikki umrøddar í fyrsta umfari. Høvuðsreglan í EBS er kortini, at kappingaravlagandi almennur stuðul, sum ávirkar handilin landanna millum, ikki skal brúkast. Ásetingarnar loyva tó almennum stuðli til landspartar við tillagingartrupulleikum og økjum við serliga stórum arbeiðsloysi.

Eftiransingarstovnurin í EFTA og EF-nevndin hava eftirlit við, at reglurnar verða fylgdar, og at ymisku sløgini av almennum studningi eru í samsvari við ásetingarnar í EBS-sáttmálanum.

EBS-sáttmálin veitir londunum møguleika fyri at fáa upplýsingar um allar skipanir við almennum stuðli í EFTA og EF. Ásetingarnar um almennan stuðul geva myndugleikunum í t.d. EFTA-londunum møguleikar fyri at kanna stuðulskipanir í øðrum londum nærri. Fyrr læt hetta seg næstan ikki gera.

Harumframt hevur EBS-sáttmálin ásetingar um, hvussu mál um brot á stuðulsreglurnar skulu fremjast. Hetta ger, at kærur um handilsavlagandi almennan stuðul í øðrum londum kunnu geva úrslit. Í EBS-sáttmálanum hevur EF eisini bundið seg til ikki at brúka síni egnu anti-dumpingartiltøk á økjum, har EF-reglur eru tær somu sum í EBS-sáttmálanum.

9.4.3 Kapitalur og tænastur

Inngangur
Vaksandi handil við tænastum og alheimsgerðingin av kapitalmarknaðunum hevur knýtt búskapirnar í londunum nærri hvør at øðrum. Ólíkar reglur í einstøku londunum á hesum øki, eru tó enn ein forðing fyri, at tænastur og kapitalur frítt kunnu fara um landamørk.

Hesar forðingar hava nógvar av teimum somu avleiðingum sum forðingarnar fyri millumtjóða vøruhandli. Forðingarnar gera, at fyrimunirnir av altjóða arbeiðsbýtinum, spesialisering og kapping ikki verða troyttir til fulnar. Í EBS-sáttmálanum eru felags reglur, so fyrimunirnir við millumtjóða búskaparligari samvinnu eisini kunnu troytast í sambandi við tænastur og kapital.

Ein grundregla í sáttmálanum viðvíkjandi kapitalflytingum og handli við tænastum er, at slík samvinna skal fara fram, uttan at mismunir verða gjørdir við støði í tjóðskapi. Hvørki fríhandilsavtalurnar millum EFTA-londini og EF ella EFTA-sáttmálin frá 1960 fevndu um frían kapitalflutning ella tænastur. Sostatt komu tveir nýggir og týdningarmiklir tættir aftur at í búskaparligu samvinnuni millum londini í Vestureuropa.

Høvuðsendamálið við felags ásetingum um tænastuhandil og kapitalflytingar er:

Sáttmálin hevur eisini ásetingar um samstarv innan búskapar- og pengapolitikk. Hetta samstarv fevnir m.a. um at veita hvørjum øðrum búskaparligar upplýsingar um útinning av sáttmálanum og búskaparligu avleiðingarnar av sáttmálanum. Hetta samstarv er kortini ikki bindandi.

Kapitalur
Fríur kapitalflutningur ber í sær, at ongar forðingar eru fyri at flyta kapital í EBS-økinum. Sáttmálin staðfestir sostatt grundregluna um, at mismunur ikki skal gerast við støði í tjóðskapi. Londini skulu heldur ikki hava reglur, sum gera mismun, tá talan er um keyp av fastari ogn, stovnseting av vinnuvirksemi ella keyp av pørtum av verandi fyritøkum.

Frælsi at seta á stovn vinnuvirksemi merkir, at hetta skal fara fram eftir teimum treytum sum eru galdandi í landinum, har virksemið verður stovnað. Sama er galdandi fyri plasering av kapitali, har borgarar úr einum øðrum EBS-landi skulu hava javnbjóðis rættindi sum borgarar í landinum, har kapitalurin verður plaseraður. Tí er útgangsstøðið, at allar skipanir og ásetingar um eitt nú serrættindi, loyvisskipanir o.a., sum gera mun á útlendingum og borgarunum í landinum, skulu takast burtur.

Tænastur
Tær tænastuvinnur, sum EBS-sáttmálin hevur serligar ásetingar um, eru fíggjartænastur (trygging, bankar og virðisbrævahandil), flutningsvinna (vegir, jarnbreytir, flogferðsla, millumlanda sigling og innlendis sigling), telesamskifti og sjónvarp.

Tá tænasturnar skulu hava frítt at fara um landamørk, skulu ongar forðingar vera hjá tænastuveitarum at sleppa at selja sínar tænastur í øðrum londum.

Heldur ikki skulu avmarkingar vera hjá einstaklingum og fyritøkum at keypa tænastur aðrastaðni. Samsvarandi frælsinum at seta vinnuvirksemi á stovn ber eisini til at veita tænastur við at stovna felag í landinum, har tænasturnar skulu veitast.

Tá EBS-sáttmálin nevnir tænastur, er talan um tænastur av ídnaðarligum ella handilsligum slagi ella tænastur, sum verða veittar í sambandi við handverkarayrki ella útinning av fríum yrki. Sambært sáttmálanum er talan um tænastur, sum vanliga verða veittar móti samsýning. Tí fevnir sáttmálin ikki um flestu almennu tænasturnar.

Fíggjartænastur
Ásetingarnar í EBS-sáttmálanum um fíggjartænastur fevna um trý høvuðsøki:

Reglurnar um fíggjartænastur eru nær tengdar at reglunum um kapitalflutning og frælsi at seta vinnuvirksemi á stovn. Uttan frían kapitalflutning ber illa til hjá fíggjartænastum at fara ótarnaðar um landamørk. Tá frælsi er at seta á stovn vinnuvirksemi, kunnu fíggjarstovnar í einum landi t.d seta á stovn dótturfeløg í einum øðrum landi sum eitt ískoyti til at veita tænastur í heimlandinum.

EBS-reglurnar um fíggjartænastur svara í høvuðsheitum til lógarverkið hjá EF. Ein týðandi grundregla viðvíkjandi fíggjartænastum er, at ein fíggjarstovnur, sum hevur loyvi at reka vinnuvirksemi heima, eisini kann veita tænastur ella seta seg niður í øðrum EBS-londum. Neyðugt er bert við einum loyvi fyri at kunna veita tænastur í øllum EBS-økinum.

Tað áliggur myndugleikunum í landinum, har fíggjarstovnurin hevur fingið vinnuloyvi at hava eftirlit við fíggjarstovnunum. Hetta treytar so aftur, at ásetingarnar um eftirlit eru einsháttaðar, og at londini góðkenna ásetingar og eftirlitsskipanir hjá hvørjum øðrum í teimum førum, hesar eru ymiskar.

Umframt at seta karmar fyri felags eftirlitsásetingum og javnbjóðis kapping, miða EBS-reglurnar ímóti at tryggja soliditet í fíggjarstovnunum og at røkja áhugamálini hjá brúkarum og íleggjarum.

Trygging
Innmarknaðurin fyri tryggingar ber í sær, at í EBS-økinum kunnu tryggingartakarar frítt velja millum innlendsk og útlendsk tryggingarfeløg. Somuleiðis kunnu tryggingarfeløg í EBS frítt bjóða fram sínar tænastur í øllum EBS-økinum. Endamálið er at geva feløgunum rúmari ræsir at kappast og á tann hátt fáa fram betri og bíligari tryggingartænastur.

Frælsi at tekna tryggingar er tó avmarkað. EBS-sáttmálin veitir t.d. ikki fult frælsi í sambandi við skaðatryggingar fyri smá og meðalstór virki og húski. Fyri at kunna bjóða hetta slagið av tryggingum, kann krevjast loyvi frá myndugleikunum í tí landinum, tænastan verður bjóðað fram.

Viðvíkjandi lívstryggingum kunnu feløgini ikki beinleiðis marknaðarføra sínar tænastur í einum øðrum landi uttan loyvi frá myndugleikunum har. Borgarar og fyritøkur kunnu tó tekna øll sløg av tryggingum í einum øðrum EBS-landi, um so er, at tey sjálvi taka stig til tað. Høvuðsreglan er annars, at lóggávan í landinum, har tryggingartakarin býr, er galdandi, um partarnir ikki hava avtalað okkurt annað.

Bankar og aðrir fíggingarstovnar
Í EBS verður eins og í EF nýtt hugtakið fíggjarstovnar (kreditinstitutiónir). Talan er fyrst og fremst um bankar, men eisini fíggingarfeløg og kredittfeløg.

Við loyvi frá og undir eftirlitið av myndugleikunum í heimlandinum, kunnu bankar reka virksemi í øllum EBS-økinum. Frælsi er at veita tænastur um landamørk ella gjøgnum undirdeildir.

Børsur og virðisbrævahandil
Reglurnar fyri børs- og virðisbrævavirksemi fevna um viðurskiftini millum børsin og tær fyritøkur, sum vilja vera skrásettar á børsinum og um virðisbrævahandil og tænastuveitingar í tí sambandi.

Endamálið er at fáa í lag ein eindarmarknað fyri virðisbrøv í EBS-økinum. Við lógarásetingunum verður miðað ímóti at tryggja atgongd til marknaðin og at geva teimum, sum útskriva virðisbrøv, møguleika fyri at skráseta tey á børsinum, eisini tvørtur um landamørk. Somuleiðis verður miðað ímóti at røkja áhugamálini um trygd og marknaðarupplýsingar mótvegis íleggjarum.

Flutningur
Ásetingarnar í EBS-sáttmálanum um flutning fevna um sigling, flogferðslu og flutning á vegum og jarnbreytum. Endamálið við felags flutningsmarknað er m.a., at gagnnýta flutningstólini og at minka kostnaðin bæði hjá brúkarunum og flutningsvinnuni.

Vanliga hevur flutningsmarknaðurin, tá uttanlandssigling er undantikin, verið millum teir mest lógaravmarkaðu í EF-londunum eins og í nógvum øðrum londum. Kvotur, loyvi og nógvar natiónalar og altjóða reglur hava borið í sær, at flutningsmarknaðurin hevur verið sera uppbýttur og í nógvum førum vardur móti kapping.

Seinnu árini hevur EF lagt seg eftir at fáa ein innmarknað fyri flutning at virka. Hetta hevur verið gjørt við at taka av allar millumtjóða og innlendis skipanir, sum forða fyri, at flutningstænastur hava frítt at fara um landamørk. Arbeitt hevur verið við at fáa felags lógarverk til tess at røkja almenn áhugamál viðvíkjandi trygd, umhvørvi o.a., og til tess at fáa einsháttaðar kappingartreytir í limalondunum.

Enn er EF tó ikki komið á mál við ætlanum sínum, men hendan gongdin hevur alstóran týdning fyri alt EBS-økið og rakar stórar partar av flutningsvinnuni í EFTA-londunum.

Eitt nú hevur EBS-sáttmálin ásetingar um flogferðslu í øllum EBS-økinum. Sáttmálin fevnir tó ikki um flúgving til lond uttan fyri sáttmálaøkið. Flogfeløg í einum EBS-landi kunnu flúgva millum øll EBS-londini. Einki forðar einum flogfelag at flúgva innlendis í einum øðrum EBS-landi.

EBS-sáttmálin hevur felags reglur um góðkenning av flogfeløgum. Somuleiðis hevur sáttmálin reglur um t.d. endurgjald fyri yvirbooking, sínámillum góðkenning av loyvisbrøvum fyri flogfólk og felags teknisk/operativ krøv fyri flogfólk og flogfeløg.

Viðvíkjandi millumlanda farma- og ferðafólkasigling fáa sáttmálalondini atgongd til alt EBS-økið. Strandfarasigling er tó undantikin. Kappingartreytirnar verða samskipaðar, og EFTA-londini eru ikki í vanda fyri at vera fyri anti-dumpingar tiltøkum frá EF á hesum øki.

Telesamskifti
EBS-sáttmálin ber í sær felags reglur um kapping og einkarrætt innan teleøkið. Reglurnar eru ein avleiðing av gongdini og menningini á hesum øki seinnu árini. Serliga hevur samanrenningin av tele- og datatøkni havt ávirkan á útboðið av teletænastum. Samanrenning á tekniska økinum hevur gjørt, at tað er torført at seta mørk millum tær ymisku teletænasturnar.

Tá talan er um kapping og einkarrætt, hevur gongdin í flestu londum verið alsamt meira kapping og minni einkarrættur. EBS-sáttmálin áleggur EBS-londunum at fáa í lag kapping innan teletænastur.

Ásetingarnar um teleútgerð eru partar av reglunum fyri handli við vørum. Hesar fevna um teknisk krøv til telenetið og miða eftir at fáa samskipað skipanirnar fyri góðkenning av útgerð. Endamálið er at fáa tekniskar handilsforðingar burtur. Útgerð, sum er góðkend í einum EBS-landi, kann seljast í øðrum EBS-landi uttan nýggja góðkenning.

Í sambandi við teletænastur kann eisini nevnast, at limalondini í WTO á vári 1997 samtyktu ein sáttmála, sum ber í sær, at nógv sløg av teletænastum fáa fríari marknaðaratgongd. Hesin sáttmálin kom í gildi 1. januar í 1998. Hetta er fyrstu ferð bindandi altjóða reglur verða gjørdar fyri marknaðaratgongd fyri teletænastur. 68 av teimum 127 limalondunum í WTO hava longu latið sínar marknaðir upp fyri øðrum WTO-londum, samstundis sum tey hava bundið seg til ikki at seta nýggjar avmarkingar í verk. Hesi lond standa fyri meira enn 90% av umsetningum í heimshandlinum við teletænastum.

Sjónvarp
Reglurnar í EBS-sáttmálanum byggja á EF-direktivið um sjónvarp, sum í høvuðsheitum hevur útgangsstøði í konventiónini hjá Europaráðnum um sjónvarping um landamørk.

Direktivið ásetir kvotur fyri at tryggja framleiðslu og útbreiðslu av europeiskum sendingum. Fyri ávís sløg av sendingum skulu í minsta lagi 50% av senditíðini vera av europeiskum uppruna. Somuleiðis verður eggjað til, at sjónvarpsstøðir skulu seta í minsta lagi 10% av síni fíggjarorku til at keypa sendingar frá framleiðarum, sum eru óheftir av sjónvarpsstøðini.

Direktivið hevur eisini ásetingar, sum banna lýsingum fyri eitt nú tubbaksvørum og heilivági. Somuleiðis eru reglur um vernd av børnum og ungum. Bannað er at varpa út sendingar við pornografi ella harðskapi og aðrar sendingar, sum kunnu vera til ampa fyri likamligu, sálarligu ella moralsku menningina hjá børnum og ungum.

Við skjótu tøkniligu menningini, sum hevur verið á hesum øki, er kortini ringt hjá EBS-londunum at verja seg móti fylgisveinasjónvarpi frá umheiminum.

9.4.4. Persónar
Meginreglan um, at persónar hava frítt at fara um landamørk, ber í sær, at ríkisborgarar úr einum EBS-landi uttan serligar forðingar kunnu fara í annað EBS-land at leita sær arbeiði. Fær viðkomandi arbeiði, kann hann ella hon vera búgvandi. Ein borgari úr øðrum EBS-landi kann eisini fara undir sjálvstøðugt vinnuvirksemi í øllum EBS-økinum.

Lesandi, pensjónistar og onnur, ið ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, kunnu eisini fáa uppihaldsloyvi í einum øðrum EBS-landi. Treytin er, at tey sjálvi hava til lívsins uppihald og hava egna sjúkratrygging. Sáttmálin tryggjar eisini, at møguliga strangari ásetingar fyri uppihald í einum landi, ikki skulu galda fyri ríkisborgarar úr øðrum EBS-londum

Rættindi hjá EBS-borgarum í EBS-londunum
Frælsið hjá persónum at flyta millum EBS-lond hevur fyrst og fremst týdning fyri tey, ið leita sær arbeiði. Hesi kunnu frítt fara til eitt annað EBS-land, at leita sær arbeiði. Um so er, at tey hava rætt til arbeiðsloysisstuðul heima, hava tey í tríggjar mánaðar rætt til at fáa útgoldið arbeiðsloysisstuðulin í tí landinum, tey flyta til. Flyta tey ikki heimaftur, tá hesir tríggir mánaðirnir eru farnir, missa tey vunnin rættindini í heimlandinum.

Fáa tey arbeiði, hava tey samstundis rætt at búseta seg í landinum. Familjan hevur rætt til at flyta við. Familjan fevnir í hesum føri um hjún og børn undir 21 ár ella tey, sum viðkomandi familja forsyrgir. Arbeiðstreytirnar eru tær somu sum fyri landsins egnu borgarar. Børnini hava rætt til skúlagongd í viðkomandi landi, og familjan hevur rætt til at fáa sær arbeiði.

Frælsið at flyta millum EBS-lond fevnir eisini um rættin at seta seg niður sum sjálvstøðugt vinnurekandi og at seta feløg á stovn í einum øðrum EBS-landi. Somu reglur eru galdandi fyri tilflytarar sum fyri landsins egnu borgarar.

Frælsi á arbeiðsmarknaðinum er ikki galdandi fyri størv hjá tí almenna, sum eru knýtt at útinning av almennum myndugleika. Sama er galdandi fyri stovnseting av sjálvstøðugum vinnuvirksemi, sum hevur samband við útinning av almennum myndugleika.

Uppihaldsrættindini eru eisini galdandi fyri lesandi, pensjónistar og onnur, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum og familjur teirra. Hesir persónar hava eingi rættindi í sambandi við trygdar- og sosialskipanir, men mugu sjálvi hava tað, sum krevst til lívsins uppihald.

Sínámillum góðkenning av yrkisførleika og útbúgvingum
Í EBS-sáttmálanum eru ásetingar um sínámillum góðkenning av prógvum fyri yrkisførleika. Hesar fevna í høvuðsheitum um yrki, sum krevja almenna góðkenning, løggilding ella loyvi, og sum verða givin persónum, ið hava útbúgvingar longri enn trý ár. Arbeitt verður við at fáa líknandi skipanir fyri styttri útbúgvingar, sum krevja almenna góðkenning, men enn er ikki komið á mál við hesum.

Meginreglan í EBS-sáttmálanum er, at um ein hevur loyvi, góðkenning ella annað prógv fyri at reka yrki í heimlandinum, kann ein uttan krøv um skjalprógv fáa samsvarandi prógv í hinum EBS-londunum. Fyritreytin er, at tann upprunaliga góðkenningin er givin við støði í eini nærri lýstari útbúgving, sum varir í eitt ávíst tíðarskeið.

Í flestu førum kunnu myndugleikarnir í vertslandinum ikki seta krøv um, at tey sum søkja um góðkenning, skulu hava kunnleika til mál ella reglur í vertslandinum innan tað økið, tey virka. Hinvegin kunnu arbeiðsgevarar seta slík krøv. Fólk úr øðrum EBS-londum eru undir somu lógum og reglum, sum fólkið í landinum.

Tey, sum lúka krøvini um góðkenning ella loyvi, hava rætt at nýta yrkisheitið í vertslandinum. Viðkomandi hevur rætt at nýta sítt akademiska heiti frá tí stovni, har útbúgvingin stavar og á málinum hjá landinum. Vertslandið kann tó krevja, at tilskilað verður, hvar útbúgvingin er tikin.

Sosial rættindi o.a.
Eftir ásetingunum í EBS-sáttmálanum hevur ríkisborgari úr einum EBS-landi, sum arbeiðir í einum øðrum EBS-landi, somu sosialu rættindi sum borgararnir í avvarðandi landi. Høvuðsreglan er, at hesi rættindi mugu verða vunnin sambært ásetingum í vertslandinum á jøvnum føti við borgarar har.

Fyritreytin fyri at vinna sosial rættindi í einum øðrum EBS-landi er, at viðkomandi hevur arbeiði, ella at forsyrgjarin hjá viðkomandi hevur arbeiði.

Pensiónistar, lesandi og onnur, sum ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, mugu sjálvi borga fyri útreiðslum til uppihald, heilsutænastur o.t..

EBS-sáttmálin fevnir um alla almannalóggávu við hesum veitingum: Læknaviðgerð í sambandi við sjúku og barnsburð, sjúkrapengar, veitingar til brekað, veitingar í sambandi við endurútbúgving, barnastuðul o.a., veitingar til eftirsitandi, veitingar í sambandi við yrkisskaða ella -sjúku og arbeiðsloysisstuðul.

9.5 Onnur samstarvsøki í EBS

Inngangur
EBS-sáttmálin fevnir eisini um samstarv á økjum, sum ikki beinleiðis eru knýtt at teimum fýra frælsunum. EF-samstarvið fevnir um umhvørvisvernd, spurningar í sambandi við arbeiðsumhvørvi, gransking og menning, útbúgving, brúkaravernd, vinnufelagsrætt, hagtøl, smáar og meðalstór virkir, fjølmiðlar, ferðavinnu og tilbúgvingar í sambandi við vanlukkur. EBS-sáttmálin skapar karmar og áleggur pørtunum at menna samstarvið innan nevndu samfelagsøki.

Umhvørvismál
Seinnu árini hevur semja verið um, at størstu vandamálini í umhvørvisspurningum bert kunnu loysast við bindandi samstarvi um landamørk. Í EBS-sáttmálanum eru londini samd um at fáa í lag bindandi samstarv um reglur og framferðarhátt í umhvørvismálum. Samstarvið millum EFTA og EF innan umhvørvi miðar eftir, at fyrilit skal takast til umhvørvið á øllum økjum, sum sáttmálin fevnir um.

Samstarvið um umhvørvið í EBS er býtt í tvey. Í fyrsta lagi fevnir tað um umhvørviskrøv til vørur og framleiðslu. Í øðrum lagi fevnir tað um øki, har politikkurin hjá einum landi ávirkar umstøðurnar í einum øðrum landið, annaðhvørt talan er um umhvørvistrupulleikar ella ávirkan á kappingarviðurskifti.

Tá talan er um dálking, hevur EBS-sáttmálin beinleiðis týdning fyri bæði reglur, tiltøk og umsiting. Sáttmálin hevur eisini ásetingar um avgerðartilgongd og sáttargerð í umhvørvismálum. Sáttmálin ásetur stevnumið og meginreglur viðvíkjandi umhvørvi, sum skulu vera leiðbeinandi fyri øll samstarvsøki, sáttmálin fevnir um. Felags umhvørvispolitikkurin skal birta upp undir at varðveita, verja og bøta um umhvørvi, verja heilsustøðuna hjá fólki og tryggja skynsama troyting av náttúrutilfeingi.

Sáttmálin ásetur somuleiðis meginreglur fyri, hvussu farast skal fram í sambandi við umhvørvistrupulleikar. Serligur dentur verður lagdur á fyribyrgjandi umhvørvisarbeiði, og ein meginregla er, at tann, ið elvir til dálking, skal gjalda fyri uppruddingina.

Sáttmálin ásetir minstukrøv fyri tiltøk, sum skulu setast í verk fyri at verja umhvørvið. Her er talan um ásetingar um m.a. vatn- og luftdálking, um viðgerð av burturkasti og um at byrgja fyri størri ídnaðarvanlukkum.

Eisini eru ásetingar um samstarv fyri at menna felags krøv fyri tilevning av vørum, dygd, trygd og aðrar eginleikar, sum kunnu hava ávirkan á umhvørvið.

Arbeiðsumhvørvið og arbeiðaramál. Sosiala dimensiónin
Sosiala dimensiónin er felags heiti á ymiskum tiltøkum innan nógv samfelagsøki, sum fyrst og fremst snúgva seg um arbeiðs- og livikorini hjá fólki. Hon fevnir m.a. um stevnumiðið um arbeiði til allar hendur, um at bøta um arbeiðsumhvørvið, arbeiðsrættarmál, medavgerðarrætt í arbeiðslívinum, brúkaravernd, javnstøðu, yrkisupplæring og býti og javna millum bólkar og landspartar.

Sáttmálin leggur lunnar undir eitt rúmari og bindandi samstarv um menning av tí sosialu dimensiónini, soleiðis at búskaparliga samansjóðingin eisini tænir rúmari samfelagspolitiskum endamálum. Sáttmálin ásetir grundarlagið fyri samstarvi um arbeiðsumhvørvi, arbeiðsrættarmál, javnstøðu og samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Til tess at tryggja heilsu og trygd á arbeiðsplássinum skulu minstukrøvini til arbeiðsumhvørvi setast í verk. Hesi krøv forða kortini ikki pørtunum at varðveita ella seta í verk strangari lóggávu á økinum.

Sáttmálapartarnir skulu halda seg til meginregluna um, at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði, og at menn og kvinnur skulu hava javnbjóðis viðferð.

Sáttmálapartarnir skulu eisini royna at stimbra samskiftið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er m.a. gjørt við at seta á stovn eina ráðgevandi nevnd fyri EBS, ið er mannað við limum úr Ráðgevandi nevndini hjá EFTA og Búskaparligu og sosialu nevndini hjá EF (ECOSOC). Sambært EBS- sáttmálanum hava EFTA-londini harumframt rætt til at taka lut í praktiskum samstarvstiltøkum, sum m.a. fevna um at bøta um umstøðurnar hjá arbeiðsleysum, eldri (Helios II), brekaðum børnum og ungum.

Brúkaravernd
EBS-sáttmálin legði lunnar undir ein innmarknað við 370 milliónum fólkum, har vørur og tænastur hava frítt at fara um landamørk. Fyri vanliga brúkaran hevði hetta við sær, at útboðið av vørum og tænastum verður størri og valmøguleikarnir fleiri.

Skal innmarknaðurin í EBS virka, er ein fyritreyt, at brúkarin hevur álit á teimum vørum, sum eru á marknaðinum. Hetta krevur høg og einsháttað krøv til vøruna. Tá vørur verða keyptar um landamørk, krevjast somuleiðis upplýsingar um vøruúrval og trygd fyri at verja áhugamál og rættindi hjá brúkarunum.

Sáttmálin hevur eisini reglur um m.a. brúkarakreditt, villleiðandi lýsingar, prísmerking av nýtsluvørum, elektroniskar gjaldhættir og brúkararættindi í sambandi við pakkaferðir. Talan er um minsturkrøv, og londini kunnu varðveita sínar reglur, um tær eru strangari ella víðfevndari.

Gransking, teknologisk menning og kunningartænastur
Millumtjóða samstarv er av stórum týdningi fyri at loysa granskingar-uppgávur og trupulleikar, sum eru teir somu í øllum londum. Summar uppgávur eru ov kostnaðarmiklar, til at londini kunnu loysa tær einsamøll.

Í øðrum førum er tað sjálvsagt og neyðugt, at londini samstarva fyri at røkka hægri málum. Hetta er t.d. galdandi fyri gransking innan umhvørvi, læknavísindi, náttúruvísindi og troytan av tilfeinginum í sjónum. Somuleiðis gevur samstarv innan vinnugransking møguleikar fyri at bøta um teknologiska grundarlagið og altjóða kappingarførið hjá fyritøkunum.

Gransking er fyrst og fremst ábyrgdin hjá einstaka landinum, men innan EF eru fleiri samstarvstiltøk sett í verk sum eitt ískoyti til møguleikarnar í einstøku londunum.

EBS-sáttmálin ber í sær, at EFTA-londini eru partur av rammuætlanum hjá EF um gransking og menning. Hesar ætlanir ganga vanliga yvir eitt ávíst áramál og fevna um at kalla allar tættir innan gransking, granskaraútbúgving og skifti av granskarum millum lond.

Í fjórðu rammuætlanini, sum gongur frá 1994-1998, verður dentur lagdur á gransking innan øki, sum hava týdning fyri kappingarevni og arbeiðspláss. Eitt nú hevur styrkur verið veittur til gransking innan umhvørvisvernd, landbúnaðar- og fiskivinnugransking og tiltøk fyri at økja mobilitetin hjá granskarum.

Sáttmálin ásetir reglur um útreiðslur í sambandi við luttøku í rammuætlanunum hjá EF. Skipanin virkar soleiðis, at parturin hjá EFTA-londunum verður ásettur eftir einum býti, sum hevur útgangsstøði í bruttotjóðarúrtøkuni hjá londunum.

Útbúgving
Við EBS-sáttmálanum eru EFTA-londini partur av ES-samstarvinum á útbúgvingarøkinum. Samstarvið er skipað í tveimum rammuætlanum: SOCRATES (fyri almennu útbúgvingarnar) og LEONARDO da Vinci (fyri yrkisútbúgvingarnar).

Endamálið er at birta upp undir dygdarútbúgvingar og -upplæring við at fáa í lag samstarv og skifti av næmingum. Sama er galdandi fyri yrkisútbúgvingarnar. Miðað verður eisini eftir øktum skifti av bæði lesandi og lærarum og av kunnleika og royndum. Endamálið er ikki at fáa í lag ein felags europeiskan útbúgvingarpolitikk, men at útbúgvingarætlaninar skulu vera eitt ískoyti til egna politikkin hjá londunum á útbúgvingarøkinum.

Annað
EBS-sáttmálin fevnir eisini um samstarv millum EFTA-londini og EF innan hagtøl, felagsrætt, smá og meðalstór virki, ferðavinnu, mentan og fjølmiðlar og tilbúgving í sambandi við vanlukkur.

Endamálið við samstarvinum um hagtalsskipanir í EBS er at kunna lýsa gongdina á teimum økjum, sum EBS-sáttmálin fevnir um, við eins hagtølum. Samstarvið skal eisini kunna lýsa, hvørjar avleiðingar samansjóðingin hevur á búskaparlig, sosial og umhvørvislig viðurskifti í EBS-londunum.

Eitt av høvuðsendamálunum við EBS-ásetinginum um vinnufelagsrætt er at veita partaeigarum, sáttmálapørtum og kreditorum ávís vernd, líkamikið í hvørjum EBS-landi felagið hevur heimstað. Tey, sum seta virkir á stovn í einum øðrum EBS-landi, kunnu somuleiðis rokna við, at lóggávan har er á leið tann sama sum í heimlandinum.

Tiltøkini, sum EF hevur sett í verk fyri smá og meðalstór virki, eru serliga ætlað at gera hesi virki betri før fyri at laga seg til tær nýggju umstøðurnar, sum verða skaptar av innmarknaðinum. Sambært EBS-sáttmálanum kunnu EFTA-londini vera við í tiltøkum og ætlanum, sum EF hevur sett í verk á hesum øki.