EBS frágreiðingin


 

Lesaraleiðbeining

AFTA
Stytting fyri ASEAN Free Trade Area, sum ASEAN-londini á fundi í 1992 samtyktu at fáa at virka fyri ár 2003. Óttin fyri at gerast eftirbátur í mun til ætlaninar um APEC, hevur kortini skundað undir ætlaninar um AFTA. Fyrimyndin hjá AFTA er innmarknaðurin í ES. AFTA hevur eina felags preferansuskipan, sum ásetir lægst møguligan toll millum londini (0-5%) á tilvirkaðum vørum, framleiðslutólum og summum tilvirkaðum landbúnaðarvørum. Londini hava eisini bundið seg til at beina burtur allar handilsforðing, sum ikki hava við toll at gera. Fríhandilin fevnir kortini ikki um allar landbúnaðarvørur.

ALADI
Stytting fyri Asociatión Latino-americana de Integratión, sum er latínamerikanskur felagsskapur, stovnaður í 1978 við tí endamálið at birta uppundir tvílandahandil millum limalondini og millum limalondini og triðjalond. Limalondini eru Argentina, Bolivia, Brasilia, Chile, Colombia, Ecuador, Mexico, Paraguay, Peru, Uruguay og Venuzuela.

Amsterdam-sáttmálin
er nýggi sáttmálin fyri Europa, sum ríkis- og stjórnarleiðarirnir í ES komu ásamt um í juni 1997.

Anti-dumping
Felagsheiti fyri tiltøk, sum verða sett í verk fyri at byrgja fyri negativari ávirkan av dumping (sí niðanfyri).

APED
(Asia-Pacific Economic Co-operation). Búskaparligur samstarvsfelagsskapur, sum fevnir um lond við Kyrrahavið (ASEAN-londini, Australia, Kanada, Chile, Kina, Hong Kong, Japan, Suður-Korea, Mexico, New Zealand, Papa-Ný Guinea, Taiwan og USA). Í hesum londum búgva eini 40% av heimsins fólki. Londini standa fyri 54% av BTÚ í heiminum og 42% av heimshandlinum. Endamálið hjá APEC er búskaparligt samstarv, íroknað ætlaninir um at beina burtur handilsforðingar. APEC er størsta regiónala verkætlan av sínum slag.

Acquis communautaire
Hugtak, sum serliga verður nýtt í sambandi við, at lond gerast limir í millumtjóða felagsskapum. Lond, sum gerast limir í t.d. ES, mugu í útgangsstøðu góðtaka acquis communautaire, tvs. galdandi meginreglur og ásetingar, sum verandi limalond eru komin ásamt um.

ASEAN
(Association of Souteast Asian Nations) er búskaparligur og politiskur felagsskapur av londum í landsynningspartinum av Asia, stovnaður í 1967. Limalondini eru Brunei, Indonesia, Malaysia, Filipsoyggjar, Singapore, Thailand, Vietnam, Burma og Laos.

Assosierings-avtalur
eru avtalur, sum ES ger við lond, sum ynskja limaskap í ES, men sum ikki lúka treytirnar, ið ES setir fyri búskapi, demokratii, mannarættindum o.a. Endamálið við avtalunum er at stuðla londunum, soleiðis at tey, sum frá líður, kunnu gerast limir í ES.

Atland
er land ella øki, sum er knýtt at einum øðrum landi við ávísum sjálvstýrisheimildum mótvegis heimlandinum (t.d. Føroyar - Danmark og Áland - Finnland)

BTÚ
bruttotjóðarúrtøka

CARICOM
(Caribbean Community and Common Market) varð stovnað í 1973. Limalondini eru Antiqua og Barbuda, Bahamas, Barbados, Belize, Dominica, Grenada, Guyana, Jamaica, Montserrat, St.Kitts og Nevis, St.Lucia, St.Vincent, Suriname, Grenadinurnar, og Trinidad og Tobago. Sáttmálin leggur upp til at samskipa búskaparpolitikkin og menningarætlanir, og at tey limalond, sum eru lítið á leið komin, fáa serviðgerð. Eitt av endamálinum er at røkka stórvirkisfyrimunum innan tænastuveitingar í økinum, eitt nú innan flutning, útbúgving og heilsuverk. Somuleiðis at skipa ein regiónalan menningarbanka fyri øki. Endamálið við sáttmálanum er at skipa eina tollsamgongu við felags tolli úteftir, men hetta hevur ikki gingið sum ætlað. Felag tollskipan úteftir er gjørd, men er ikki sett í verk í øllum londunum, fyrst og fremst vegna ósemjur um satsirnar á ymisku vørunum.

COREPER
(Comité des Representants Permanents) er heiti á føstu sendiharraumboðanini hjá limalondunum við ES-stovnar í Brússel.

Dumping
er vanliga ein avleiðing av, at ein útflytari heldur seg til útflutningsprísir, sum liggja undir prísunum á heimamarknaðinum. Hetta kann m.a broyta millumtjóða handilsmynstur.

EBS
(Europeiska Búskapar Samstarvið). EBS-sáttmálin fevnir um EFTA-londini og ES. (á donskum/norskum EØS: Europæisk Økonomisk Samarbejdsområde; á enskum EEA: European Economic Area).

ECOSOC
The Economic and Social Committee of the European Community, eisini stytt ESC, varð stovnað í 1957 við tí endamálið at fáa búskaparligar og samfelagsligar áhugabólkar at vera við í stovnanini av felagsmarknaðinum og fyri at fáa eina skipan, sum tryggjaði, at Nevndin og ES-ráðið vórðu kunnað. Teir 222 limirnir í ECOSOC verða skotnir upp av stjórnunum í limalondunum og valdir av ES-ráðnum fyri fýra ár í senn. Limaskarin er býttur í tríggjar bólkar: Arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og annað. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at ráðgeva ES-nevndini og Ráðnum.

ECOWAS
(Economic Community of West African States) varð stovnað í 1975 við tí endamálið at birta upp undir handil, samstarv og sjálvbjargni í Vestur-Afrika. Limalondini eru Benin, Burkina Faso, Cape Verde, Fílabeinsstrondin, Gambia, Ghana, Guinea, Guinea-Bissau, Liberia, Mali, Mauritania, Niger, Nigeria, Senegal, Sierra Leone og Togo. ECOWAS hevur sum endamál, at virka fyri búskaparligum samstarvi og menning, at menna samfelagsligt og mentanarligt virksemi. Eitt av endamálunum er at fáa í lag eitt handils- og monetert samstarv, tvs. beina burtur allan toll og aðrar forðingar fyri handli millum londini og at seta felags toll móti umheiminum.

EEC
(European Economic Community). Felagsskapur stovnaður í 1957. (á donskum EØF). Onnur nøvn: Felagsmarknaðurin.

EF
(Europeisku Felagsskapirnir). Fevnir um tríggjar samstarvsfelagsskapir: Europeiska Kol- og Stálfelagsskapin, EKSF (stovnaður 1952), Europeiska Búskaparliga Felagskapin, EEC (stovnaður 1957) og Europeiska kjarnorkufelagsskapin EURATOM (stovnaður í 1958).

EFTA
(European Free Trade Association). Europeiskur fríhandilsfelagsskapur stovnaður í november 1959. Limirnir vóru Bretland, Noreg, Svøríki, Danmark, Portugal, Sveis og Eysturríki. Finnland hevur havt eina assosieringsavtalu og hevur í praksis verið roknað sum limur. Seinni er Ísland komið uppí. Danmark (og Føroyar) og Bretland fóru úr EFTA í 1973, tá Danmark og Bretland gjørdust limir í ES. Sama gjørdi Portugal í 1986, og Finnland, Svøríki og Eysturríki í 1994. Limalondini í EFTA eru Ísland, Liechtenstein, Noreg og Sveis. EFTA er eitt fríhandilsøki, tvs. at allur tollur millum limalondini er avtikin, og hvørt landið sær kann varðveita tann toll, tey høvdu mótvegis triðjalondum. EFTA-avtalan fevndi upprunaliga bert um fríhandil við ídnaðarvørum. Seinni er samstarvið víðkað til eisini at fevna um m.a. fisk og fiskavørur. EFTA og ES undirskrivaðu í 1992 EBS-sáttmálan, sum gjørdi, at Innmarknaðurin í ES varð víðkaður til eisini at fevna um EFTA. Undantiknar eru tó landbúnaðar- og fiskavørur. Føroyar gjørdust partur av EFTA í 1967, men fóru burtur úr aftur saman við restini av ríkinum, tá Danmark avgjørdi at fara upp í ES í 1973.

Eindarskjalið
varð samtykt í 1986 og bar í sær broytingar í Rómarsáttmálanum, sum komu í gildi 1. juli 1987. Broytingarnar miðaðu m.a. ímóti at knýta ES og EPS nærri saman. Virkisøkið hjá EPS varð víðkað til eisini at fevna um trygdarpolitikk. Við at geva ES-tinginum størri heimildir varð roynt at koma "demokratiska undirskotinum" til lívs. Eindarskjalið gjørdi harumframt, at umhvørvis- og granskingarpolitikkur gjørdist partur av samstarvinum. Tann mest týðandi broytingin var tó, at samstarvið í størri mun skuldi byggja á meginregluna um kvalifiseraðan meiriluta. (á donskum Fællesakten ella EF-pakken)

EKSF
Stytting fyri Europeiski Kol- og Stálfelagsskapurin, stovnaður í 1952.

ES
(Europeiska Samveldið) varð sett á stovn við Maastricht-sáttmálanum í 1993. Í hesi frágreiðing verður ES brúkt sum stytting fyri tað samstarv, sum hevur verið millum europeisk lond síðan 1952. (á donskum og enskum EU).

ES-dómstólurin
er settur saman av 13 dómarum úr limalondunum. Hann hevur ikki bert dømandi vald við støði í ES-lóggávuni (lógskipanir og direktivir), men hevur eisini lógartulkandi vald. Í teimum førum, har ES-lóggávan ikki hevur verið heilt greið, hevur dómstólurin við úrskurðum sínum í stóran mun verið lógarsmiður.

ES-nevndin
er ovasti umsitingarligi (útinnandi) stovnur í ES. Teir 20 limirnir í nevndini verða valdir av stjórnunum í limalondunum. Tey størstu londini velja tveir limir í part. Hini hava ein lim. Í arbeiði sínum eru limirnir í nevndini óheftir. Teir taka ikki avgerðir vegna heimlandið, men vegna ES. Limirnar býta uppgávur og ábyrgdarøki sínámillum, men taka avgerðir og leggja fram uppskot í felag. Umsitingin hjá nevndini er sett saman av deildum við hvør sínum málsøki (á donskum Kommissionen).

ES-ráðið
er lóggevandi vald í ES og er stovnur við umboðum fyri stjórnirnar í limalondunum. Ráðið er sett saman av ráðharrum úr limalondunum, alt eftir hvørji málsøki, tey mál, ið eru til viðgerðar, hoyra undir. Ráðið er evsta vald, tá nýggjar reglur skulu samtykkjast. Tað limalandið, sum hevur formansskapin, leiðir arbeiðið í ráðnum. Formansskapurin skiftir millum limalondini í tveimum raðfylgjum, soleiðis, at eitt limaland skiftivís hevur formanskapin fyrra og seinna hálvár. Tað landið, sum hevur formansskapin, røkir hesa uppgávu á øllum stigum í ráðnum: Í sjálvum ráðnum, í nevndini við føstum sendiharrum úr limalondunum (COREPER), í øllum arbeiðsbólkum undir ráðnum, umframt í uttanríkis- og trygdarpolitiska samstarvinum og samstarvinum í løgmálum.

EU
donsk stytting fyri Europeisk Union og ensk stytting fyri European Union.

Europa-avtala
er vanligt heiti á avtalum, ES hevur gjørt við londini í Eystureuropa, ið ynskja limaskap, men sum ikki lúka krøvini, sum ES setir til búskap, demokrati, mannarættindi osfr. Endamálið er at hjálpa eystureuropeisku londunum, so at tey kunnu gerast limir í ES. Dømi: Baltalond, Slovenia, Kekkia.

Europa-ráðið
er sett saman av stats- og stjórnarleiðarunum í limalondunum, umframt formanninum í ES-nevndini. Europa-ráðið heldur fund tvær ferðir um árið. Eisini rópt toppfundirnir í ES.

Europta-tingið
(ES-tingið) er samansett av 625 umboðum, sum eru vald við beinleiðis vali í limalondunum. Tinglimirnir eru býttir millum limalondini í mun til fólkatalið. Tinglimirnir skipa seg í politiskar bólkar tvørtur um landamørk. Teir størstu bólkarnir eru sosialistar og kristiligir demokratar. Europatingið skal takast við upp á ráð, tá formaðurin fyri ES-nevndini verður útnevndur, og skal síðani góðkenna samansetingina av allari ES-nevndini. Harumframt hevur ES-tingið útnevnt sítt egna umboð, sum skal taka ímóti og kanna kærur frá fólki ella fyritøkum í limalondunum, í sambandi við óreglusemi og vansketni hjá ES-stovnum. ES-tingið hevur eisini týðandi uppgávur í sambandi við at hava eftirlit við hinum stovnunum. ES-nevndini er álagt at geva Tinginum árligar frágreiðingar um virksemi sítt. Bæði nevndin og ráðið hava skyldu at møta í tinginum og svara spurningum frá tinglimum. ES-tingið kann við 2/3 av atkvøðunum og einum meiriluta av limunum samtykkja misálitisváttan á ES-nevndina. Europatingið skal góðkenna fíggjarætlanina hjá ES.

Fríhandils-avtala/øki
Avtala millum lond um at beina burtur allar sínámillum handilsforðingar, so sum toll o.a. Londini kunnu kortini varðveita tann toll, sum tey frammanundan høvdu mótvegis triðjalondum. Dømi: EFTA, NAFTA.

FTAA
(Free Trade Area of the Americas) er ein ætlan um at fáa londini í Norður-, Mið- og Suðuramerika at ganga saman í eitt fríhandilsøki. Ætlanin varð samtykt av 34 londum í 1994 og samráðingarnar um at skipa eitt fríhandilsøki, skulu eftir ætlan vera lidnar í ár 2005.

Tey fýra frælsini
Tey fýra frælsini snúgva seg um, at vørur, tænastur, kapitalur og arbeiðsmegi skal hava frítt at fara í ES. Til tess at tryggja hetta er felags búskaparpolitikkurin grundaður á frían, t.e. minst møguliga alment stýrdan, kappingar- og marknaðarbúskap, prísstabilitet fyri at forða fyri prísbólgnan og øllum sløgum av tekniskum handilsforðingum og kappingaravlaging í samstarvinum millum limalondini.

GATS
(General Agreement on Trade in Services). GATS er ein av avtalunum undir WTO um handil við tænastum.

GATT
(General Agreement on Tariffs and Trade). Sáttmáli undirskrivaður í 1947. Endamálið er at menna millumtjóða handil við at minka um handilsforðingar millum londini, sum eru partar í sáttmálanum. Í kjalarvørrinum av Uruguay-umfarinum varð nýggjur GATT-sáttmáli undirskrivaður og altjóða handilsfelagsskapurin WTO settur á stovn.

GATT 1994
Verður brúkt um endurskoðaða GATT-sáttmálan frá 1994. GATT 1994-sáttmálin er ein grundleggjandi og týdningarmikil partur av WTO-skipanini.

GDP
Ensk stytting fyri Gross Domestic Product, ið er tað sama sum BTÚ.

GRAN
Eisini nevnt Andean Group. Suðuramerikanskur handilsfelagsskapur, stovnaður í 1969. Limalondini eru Bolivia, Colombia, Ecuador, Peru og Venuzuela. Endamálið er at beina burtur handilsforðingar, at skipa tollsamgongu, at samskipa búskaparpolitikkin og at seta í verk ein felags ætlan fyri íðnaðargerð.

GTM
Gransking og teknologisk menning.

Inn-marknaðurin
nnmarknaðurin í ES varð formliga settur í gildi 1. januar 1993. Hetta merkir, at ES er ein fríur marknaður fyri vørur og tænastur, arbeiðsmegi, kapital og vinnurekandi, tvs., at ongar forðingar eru við landamørk. Hetta verður gjørt við direktivum, t.d. viðvíkjandi tekniskum standardum, reglum um almenn innkeyp, partafelagslóggávu, um kapitalmarknað o.a.

Komparativir fyrimunir
Tjóðarbúskaparligt hugtak, sum sigur, at øll lond hava eina ávísa samanseting av tilfeingi (arbeiðsmegi, tøkni, rávørur og kapital), sum ger landi serliga egna til framleiðslu av ávísum vørum.

Konvergens-krøvini
Fyri at gerast fullur limur í Búskapar- og pengapolitisku samgonguni í ES skulu limalondini hava verið í gjøgnum ein konvergens, tvs., at tey skulu vera komin nærri hvørjum øðrum í búskaparpolitikkinum, eitt nú, tá talan er um hall á almennum fíggjarlógum, almennari skuld, inflasjón og rentustøði.

Kvotuhoppan
er framferðarháttur, sum fiskimenn í ES hava nýtt fyri at útvega sær fiskirættindi hjá øðrum ES-londum. Mannagongdin er í stuttum, at fiskimenn í einum ES-landi seta seg niður í øðrum ES-londum og fiska av kvotunum hjá viðkomandi landi. Hetta hevur annaðhvørt verið gjørt við at stovnseta feløg í viðkomandi landi og at skráseta fiskifør í landinum ella við at keypa fiskifør, sum longu standa í skipaskrásetingini.

Maastricht-sáttmálin
er heitið á Sáttmálanum um Europeiska Samstarvið (ES), sum kom í gildi 1. november 1993. Sáttmálin fevnir um Rómarsáttmálan við teimum broytingum, sum vórðu gjørdar á fundinum í Maastricht í 1992. Onnur heiti eru Samveldis-sáttmálin ella ES-sáttmálin. Maastricht-sáttmálin varð víðkaður við Amsterdam-sáttmálanum í 1997.

MERCOSUR
(Mercado Comun del Sur) er eitt búskaparligt samstarvsætlan millum Argentina, Brasilia, Paraguay og Uruguay. Høvuðsendamálið er at bøta um búskapin í limalondunum við at gera teir virkis- og kappingarførari og at víðka marknaðin og at skumpa undir búskaparligu menningina, m.a. við at gagnnýta tøka tilfeingið skynsamari. Endamálið er eisini at samskipa makrobúskaparliga politikkin og samskipa krøvini til vinnugreinarnar í londunum. Handilssamstarvið í MERCOSUR byrjaði í smáum í 1970-árunum. Í 1970-árunum vórðu fleiri tvílandasáttmálar gjørdir millum londini. Í 1970 samdust tey fýra londini um at gera ein sáttmála, sum fevndi um øll fýra londini. Endamálið var at fáa í lag ein felagsmarknað. Hesin sáttmálin - ofta nevndur Asunición-sáttmálin - varð undirskrivaður í 1991. Sáttmálin er sum so ikki ein endaligur sáttmáli um at seta ein felagsmarknað á stovn, men heldur eitt amboð, sum ger tað møguligt at seta ein felagsmarknað í verk. Sáttmálin er ein semja um búskaparliga samansjóðing á regiónalum stigi. Onnur lond í ALADI-samstarvinum kunnu eisini gerast limir.

Most-Favoured Nation-Principle
(MFN-meginreglan) er ein týdningarmikil regla í allari WTO-skipanini. Í hugtakinum liggur, at allar sømdir, eitt WTO-land veitir einum øðrum, skulu galda fyri øll WTO-londini.

NAFO
(North West Atlantic Fisheries Organization). Felagsskapur stovnaður sambært millumtjóða avtalu í 1978. Endamálið er at tryggja optimala gagnnýtslu og skynsama røkt av fiskatilfeinginum í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Kom ístaðin fyri ICNAF.

NAFTA
(North American Free Trade Area). Fríhandilsøkið, sum fevnir um USA, Kanada og Mexico. Stovnað í 1992.

NASCO
(North Atlantic Salmon Conservation Organization). Felagsskapur stovnaður sambært millumtjóða avtalu í 1982. Endamálið er at útvega vísindaligt tilfar, sum hevur týdning fyri laksastovnarnar í Norðuratlantshavinum umframt at tryggja skynsama røkt av stovnunum við millumtjóða samstarvi.

NEAFC
(North East Atlantic Fisheries Commission). Stovnað í 1980 við tí endamáli at konsultera og geva upplýsingar um støðuna hjá fiskastovnunum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og um stýringstiltøk, sum tryggja vernd og skynsama troytan av hesum stovnum. Endamálið er eisini at koma við tilmælum um stovnsverndartiltøk fyri stovnar, sum eru í altjóða sjógvi í konvensjónsøkinum.

OECD
(Organization for Economic Cooperation and Developement), felagskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning.

Protektiónisma
er felagsheiti á handilspolitiskum tiltøkum ella hugsjónum, sum miða eftir av verja innlendis framleiðslu móti útlendskari kapping við handilsatgerðum.

Relativur stabilitetur
er meginreglan í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES um, at limalondunum skal verða tryggjaður ein fastur prosentpartur av heildarkvotunum. Býtið, sum varð ásett í 1983, er í høvuðsheitum grundað á søgulig veiðutøl hjá limalondunum.

Rómar-sáttmálin
er sáttmálin sum samstarvsfelagsskapirnir Europeisku Kol- og Stálfelagsskapurin, Europeiska Búskaparliga Felagsskapurin (EEC) og europeiski kjarnorkufelagsskapurin (Euratom) undirskrivaðu í 1957. Sáttmálin varð broyttur í 1986 (Eindarskjalið) og í 1993 (Maastricht-sáttmálin) (sí EF, ES).

SADC
(Southern Africa Development Community). Upprunin til felagsskapin var SADCC (Southern African Development Coordination Conference), sum var skipað í 1980. Sáttmálin, sum setti SADC á stovn og kom í staðin fyri SADCC, varð undirskrivaður í 1992. Tey 14 limalondini eru Angola, Botswana, Demokratiska lýðveldi Congo, Lesotho, Malawi, Mauritius, Mozambique, Namibia, Seychellurnar, Suður-Afrika, Swaziland, Tanzania, Zambia og Zimbabwe. Endamálið hjá SADC á búskaparliga økinum eru menning og búskaparligum vøkstur. Hetta skal m.a. fáast í lag við at samskipa búskaparpolitikkin hjá limalondunum, at beina burtur allar forðing fyri at kapitalur, arbeiðsmegi, vørur og tænastur frítt kunnu ferðast millum limalondini. Uppá longri sikt er eitt av endamálunum at styrkja politisku og búskaparligu støðuna hjá londunum á heimsmarknaðinum.

SMV
Smá og meðalstór virki.

Subsidaritets-prinsippið
Subsidaritets-prinsippið, sum eisini verður rópt nærleikaprinsippið, merkir í ES-høpi, at politiskar avgerðir skulu takast á lægst møguliga umsitingarliga stigi, og at avgerðarrætturin bert skal liggja hjá ES, um ES megnar at loysa uppgávurnar betur enn limalondini ella regiónir í limalondunum.

Tollsamgonga
Samgonga millum tvey ella fleiri lond, sum taka av allan innanhýsis toll og samstundis seta felags toll mótvegis øllum londum uttan fyri tollsamgonguna (dømi ES).

TRIMs
Ensk stytting fyri Trade-Related Investment Measures. TRIMs er avtala undir WTO um handilslig tiltøk í sambands við íløgur.

TRIPs
(Trade-Related Aspects of Intellectual Property Rights). TRIPs er avtala undir WTO um handilslig viðurskifti í samband við upphavsrættindi/ognarrætt til andsverk.

Uppruna-reglur
Ásetingar í handilssáttmálum um handil við upprunavørum millum lond. Tær veita toll-lætta á vørum, um hesar hava sín uppruna í sáttmálaøkinum sambært nærri ásettum upprunareglum. Ein upprunavøra er ein vøra, sum lýkur upprunatreytirnar og tískil eigur at veitast serliga tollsømdir sambært sáttmálanum.

Uruguay-umfarið
Seinasta samráðingarumfarið í GATT um handilsliberaliseringar. Byrjaði í Punta del Este í Uruguay í 1986 og endaði í Marrakesh í Marokko í 1994. Førdi við sær týdningarmikil stig á leiðini móti frælsari heimshandli, og at WTO varð sett á stovn.

WTO
(World Trade Organization). Heimshandilsfelagsskapurin, sum avloysti GATT í 1994, fevnir ikki bert um handil við vørum, men eisini um handil við tænastum, íløgur og ognarrætt til andsverk.