Rentur o. a.

 

20.50.1. Rentur av landsins skuld *

20.50.1.01. Rentur at gjalda *

20.50.2. Millumverandi við Tjóðbankan og Landsbankan *

20.50.2.01. Rentuinntøkur av innistandandi *

20.50.2.04. Aðrar rentur *

20.50.2.07. Útgoldið yvirskot frá Landsbanka Føroya *

20.50.2.10. Yvirskot frá Danmarks Nationalbank *


20.50.1. Rentur av landsins skuld

20.50.1.01. Rentur at gjalda

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

416.549

438.000

239.201

225.582

217.187

210.290

01. Rentur av skuld
Útreiðslur

416.549

438.000

239.201

225.582

217.187

210.290

57. Rentuútreiðslur

416.549

438.000

239.201

225.582

217.187

210.290

Fyri lán er tann meginreglan galdandi, at rentur og kurstap verða førd til tað árið, tær eru roknaðar fyri, tvs. at rentur og kurstap verða tíðaravmarkað. Tíðaravmarking merkir, at um renta verður goldin í 1999 fyri tíðarskeiðið 1998, verður rentan tikin við í roknskapin fyri 1998. Rentuútreiðslurnar er sostatt perioduseraðar rentur, tvs. tær sum hoyra til árið.

Lánið, sum landsstýrið hevur frá donsku stjórnini, liggur nú fast sum annuitetslán yvir 20 ár við 5% í rentu pro anno. Í 1999 verður tað 199,7 mió. kr.

Lánsbrøvini, sum landsstýrið hevur útgivið, ganga út í desember 1999. Hóast ein partur av teimum ella øll verða endurfíggjað við nýggjum lánsbrøvum, so liggur rentuútreiðslur landskassans í meira fastari legu, enn tær hava gjørt árini frammanundan. Lánsbrævaskuldin er 570 mió. kr. Í omanfyristandandi meting verður roknað við at tann parturin av skuldini verður uml. 300 mió. kr. minni frá desember 1999.

 

20.50.2. Millumverandi við Tjóðbankan og Landsbankan

20.50.2.01. Rentuinntøkur av innistandandi

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

40.914

35.000

35.000

35.000

35.000

35.000

01. Rentur av innistandandi
Inntøkur

40.914

35.000

35.000

35.000

35.000

35.000

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

40.914

35.000

35.000

35.000

35.000

35.000

Sambært § 2-4 í løgtingslóg um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum kann landskassin ikki standa í nettoskuld til landsbankan. Sambært § 5 í somu lóg ásetir landsbankin rentu fyri innlán og útlán. Rentuáseting má tó ikki merkja rentutap fyri landsbankan. Sum er verður nettoáogn hjá landskassanum í landsbankanum rentað við meðalrentu pro anno fyri fíggjarplaseringar hjá landsbankanum, frádrigið 1%.

Óvissan í at áseta rentuinntøkurnar stavar frá tveimum viðurskiftum, a) gongdini í inn- og útgjaldingum landskassans, og b) gongdini í altjóða rentustigi, sum hevur verið ófriðarligt í eina tíð. Metingarnar um rentuinntøkurnar eru tí nakað óvissar.

Landskassans rentuinntøkur frá landsbankanum verða væntandi 35 mió. kr. í 1999.

 

20.50.2.04. Aðrar rentur

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

4.425

9.000

6.000

6.000

6.000

6.000

01. Aðrar rentur
Inntøkur

4.425

9.000

6.000

6.000

6.000

6.000

67. Rentuinntøkur

4.425

9.000

6.000

6.000

6.000

6.000

Torført er at meta, hvussu nógv verður goldið inn á skuld til landskassan.

Rentur av útláni v.m. 5.000

Aðrar rentuinntøkur 1.000

Tilsamans 6.000

Viðmerkjast skal, at hesar inntøkur áður hava verið á somu høvuðskonto sum rentur av innistandandi.

Roknskaparmeginregla:

Arbeitt verður við 4 sløgum av rentum í skattaskipanini. Hesi eru:

Rentuinntøka av útláni verður inntøkuførd, tá goldið verður.

20.50.2.07. Útgoldið yvirskot frá Landsbanka Føroya

Landsbanki Føroya er stovnsettur við serlóg, løgtingslóg nr. 57 frá 2. oktober 1978 um Landsbanka Føroya. Í løgtingslógini um landsbankan verður ásett hvussu stovnsfæ bankans verður útvegað, eins og stýriskipan og virkisøki bankans er ásett í lógini. Av tí at Landsbankin er skipaður við løgtingslóg, og soleiðis sum stjórnarviðurskifti bankans eru ásett í lógini, er bankin at meta sum ein serligur fyrisitingarligur myndugleiki, uttanfyri vanligu fyrisitingarligu skipanina. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin mótvegis Landsbankanum ikki hevur tær instruktiónsheimildirnar, sum hann vanliga hevur mótvegis stovnum, sum eru beinleiðis undir landsstýrismanninum. Serligir fyrisitingarligir myndugleikar eru vanliga heldur ikki við á fíggjarlógini.

 

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

2.606

2.000

1.000

1.000

1.000

1.000

01. Rentuinntøkur
Inntøkur

2.606

2.000

1.000

1.000

1.000

1.000

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

2.606

2.000

1.000

1.000

1.000

1.000

Stórsta broytingin við ávirkan á yvirskot landsbankans 1999 verður væntandi, at samsýningin fyri at røkja lán landskassans fer at minka. Útgoldna yvirskótið kann minka við einari mió. kr. av hesum.

 

20.50.2.10. Yvirskot frá Danmarks Nationalbank

Sambært § 19 í lóg 116 frá 1936 um Danmarks Nationalbank fer yvirskot hjá bankanum til statin í tann mun yvirskotið ikki verður sett í tiltaksgrunn ella serstakar tryggingargrunnar.

Av tí at bankin tekur upp kursjavnan av lánsbrøvum, gjaldoyra, gulli v. m. pr. 31. desembur á rakstrarúrslitið, er ringt at meta um stødd av upphædd, sum goldin verður til statin, føroyska landskassan og grønlendska landskassan.

Føroyski landskassin fær part av yvirskotsveiting frá nationalbankanum til statin. Partur landskassans verður roknaður sum lutfallið millum tað føroyska seðlaumfarið og samlaða seðlaumfarið í ríkinum ultimo árið.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

23.794

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000

01. Yvirskot
Inntøkur

23.794

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000

65. Flytingar frá Danmark

23.794

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000