Ríkisstuðul

 


20.54.1. Heildarveiting o. t.

20.54.1.01. Heildarveiting o. t.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Inntøkujáttan

898.929

922.600

944.300

944.800

944.800

12.000

01. Heildarveiting
Inntøkur

886.100

908.300

932.800

932.800

932.800

-

64. Flytingar frá Danmark

886.100

908.300

932.800

932.800

932.800

-

02. Endurgjøld
Inntøkur

12.829

14.300

11.500

12.000

12.000

12.000

64. Flytingar frá Danmark

12.829

14.300

11.500

12.000

12.000

12.000

01. Heildarveiting

Við avtaluni frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya landsstýri varð heildarveitingin ásett til 932 mió. kr. fyri árini 1999, 2000 og 2001 óbroytt uppá 1999-støðið realt. Heildarveitingin hækkar við sama prosenti, sum rakstrarútreiðslurnar hjá danska statinum í meðal vera hækkaðar. Spurningurin um heildarveitingina fyri árið 2002 og framyvir verður tikin upp til umrøðu undir samráðingunum millum ríkisstjórnin og landsstýrið um føroyskt fullveldi og tí verður eingin upphædd sett fyri ár 2002.

02. Endurgjøld

Kontoin "Endurgjøld" er endurgjald úr ríkiskassanum fyri eftirlønir til tænastumenn o.o., sum sett hava verið í føroyska fólkaskúlanum. Útreiðslurnar til læraraeftirlønir eru bókaðar á høvuðskonto 7.23.2.07. Til 30. juni 1997 hevur ríkiskassin endurrindað 80% av øllum útreiðslunum til læraraeftirlønir, men frá 1. juli 1997 verður endurrindað eftir L. nr. 474 frá 10. juni 1997 "Lov om ophævelse af lov om tjenestemænd m.fl. i folkeskolen på Færøerne". Eftir lógini verður skilnaður gjørdur millum eftirlønaraldur, sum vunnin er fyri og eftir 31. desember 1987. Frá 1. juli 1997 endurrindar ríkiskassin 80% av teimum eftirlønarútreiðslum, sum eru fyri eftirlønarrætt, sum vunnin er fyri 31. desember 1987. Útreiðslurnar til læraraeftirlønir vaksa støðugt, men lutfallið millum útreiðslurnar til læraraeftirlønir og tað, ríkiskassin endurrindar, fer at minka ár fyri ár.