Sjóvinna

 

5.35.1. Ymsar útreiðslur *

5.35.1.01. Sjóvinnufyrisiting og Skráseting Føroya (Rakstrarjáttan) *

5.35.1.04. Bjargingarfeløg *

5.35.1.05. FAS-endurgjald *

5.35.1.10. Trygdarmiðstøð (Løgujáttan) *


5.35.1. Ymsar útreiðslur

5.35.1.01. Sjóvinnufyrisiting og Skráseting Føroya (Rakstrarjáttan)

Sjóvinnufyrisitingin, herundir Skráseting Føroya, er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í Fiskimálastýrinum. Høvuðsmálsetningurin hjá Sjóvinnuumsitingini er at veita holla ráðgeving til tess at tryggja, at millumtjóða sáttmálar og føroysk lóggáva í felagsmálum og sermálum verða framd, og at eftirlit er við hesum reglum til tess at verja mannalív og ognir á sjónum og at haldgóð trygd er fyri, at tey, sum starvast í hesi vinnu, hava neyðuga førleikan.

Høvuðssetningurin hjá Skipaskrásetingini er at umsita føroyska lóggávu í skipaskráseting og Føroya altjóða skipaskráseting, sum eru sermál, og at veita Landsstýri, Løgtingi og borgarum stuðul og ráðgeving í øllum skrásetingarviðurskiftum.

Høvuðsmálsetningurin hjá Felagsskrásetingini er at umsita føroyska lóggávu í felagsskráseting, sum er sermál og felagsmál, og at veita Landsstýri, Løgtingi og borgarum stuðul og ráðgeving í øllum skrásetingarviðurskiftum.

Í 1999 er játtanin hækkað við 1 mió. kr. sett av til fyrireikingar í samband við yvirtøku av skipaeftirlitinum, herundir ta felagslóggávu, sum í dag er felagsmál. Skipaeftirlitið verður fyrisitingarliga skipað í Fiskimálastýrinum saman við Sjóvinnufyrisitingini.

 

 

 

Arbeiðsuppgávur

Sjóvinnuumsitingin

Arbeiðsuppgávurnar eru beinleiðis avleiðingar av ásetingum í løgtingslógum ella ríkislógum, sum eru galdandi fyri Føroyar, og sum binda umsitingina til at veita eina tænastu, sum samsvarar við tørvin hjá vinnuni og borgarum.

Flestu mál eru sermál og fevna um sjóvinnulógina, manningarlógina, mynstringarlógina, sjómanslógina og tann parturin, sum er felagsmál, serstakliga tekniskar fyriskipanir sambært lóg um skipatrygd, sum Sjóvinnufyrisitingin og Skipaeftirlitið hava ábyrgdina av, grundað á samstarvsavtalu millum Landsstýrið og Søfartsstyrelsen. Sjóvinnufyrisitingin hevur umsjón við øllum sjóvinnu- og manningarviðurskiftum, herímillum sjóvinnubrøvum, førleikakrøvum, trygdarskeiðum, manningaráseting, undantøkum í manningarlógini, mynstringareftirliti og umsjón við sjómanslógini, herímillum læknakanningum av sjómonnum, kost- og heilsuviðurskiftum umborð, siglingarbókum, mynstringarlistum v.m. Sjóvinnufyrisitingin er kærustaður við uppgerð skiparans og í sambandi við læknakanningar.

Sjóvinnufyrisitingin er við á altjóða sjóvinnufundum, sum eru týdningarmiklir fyri Føroyar. Harafturat er Sjóvinnufyrisitingin við í norðurlendskum samstarvi og í donskum undirnevndum um teknisk krøv og tryggleika á sjónum, og er við á árligu fundunum hjá norðurlendsku sjóvinnustjórunum.

Skipaskráseting

Skipaskrásetingin umsitur løgtingslógirnar um skipaskráseting og løgtingslógina um Føroya altjóða skipaskrá (FAS).

Umsitingarligu uppgávurnar eru at skráseta nýggj skip og skip flutt úr øðrum skrásetingum, skráseta bátar í Streymoyar sýslu, pantirættindi v.m. og at hava neyvt eftirlit við, um eigarar/feløg lúka øll skrásetingarkrøv.

Skrásetingin skal eisini umsita reglurnar um dupultskráseting (bareboat-skráseting), sum komu í gildi í juni 1997. Henda skipan merkir, at eitt føroyskt skip, sum verður leigað út til ein útlendskan reiðara í eina ávísa tíð og kemur undir fremmant flagg, kann framvegis vera skrásett í Føroyum. Hinvegin, um eitt útlendskt skip verður leigað til Føroyar í eina ávísa tíð, kann hetta eisini vera skrásett í tí landinum, sum tað kemur frá.

Felagsskráseting (Skráseting Føroya)

Skráseting Føroya umsitur parta- og smápartafelagslógina, lógina um vinnurekandi grunnar, lógina um bankar og sparikassar, ársroknskaparlógina v.m., sum eru ríkislógir settar í gildi fyri Føroyar frá 1. januar 1994.

Umsitingarligu uppgávurnar eru at skráseta nýggj feløg ella broytingar.

Skráseting Føroya skal hava eftirlit við, um feløgini lúka øll krøv, sum verða sett til teirra felagshátt, herímillum tíðarfreistir at senda inn ársroknskapir og aðrar kravdar upplýsingar.

Nýggju lógirnar geva fólki møguleika at biðja um upplýsingar úr skrásetingini, og av hesum hevur skrásetingin ávísar inntøkur.

Skráseting Føroya skal, í samráði við vinnuna, geva Landsstýrinum ráð, tá ið nýggjar ríkislógir ella broytingar skulu galda fyri Føroyar.

Undirkonto 4.35.1.01.21. verður nýtt til rakstur av Trygdarmiðstøð fyri sjómenn.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Nettoútreiðslujáttan

976

2.606

4.205

2.962

2.692

2.796

Útreiðslur

2.667

3.773

6.365

5.162

4.933

5.078

Inntøkur

1.691

1.167

2.160

2.200

2.240

2.282

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

2.665

3.498

4.736

3.503

3.592

3.705

11. Lønir o.a.

1.818

2.185

2.174

2.201

2.267

2.335

14. Keyp av vørum og tænastum

642

933

1.846

922

945

974

15. Keyp av útbúnaði, netto

47

150

435

200

200

206

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

64

80

66

10

10

10

75. Skráseting av keyps-MVG

94

150

215

170

170

180

Inntøkur

1.691

1.167

1.320

1.360

1.400

1.442

21. Vørusøla til privat

290

259

220

227

233

240

25. Eftirlits- og umsjónaravgjøld

1.401

658

1.100

1.133

1.167

1202

29. Ymsar rakstrarinntøkur

-

-

-

-

-

-

61. Skattur og avgjøld

-

-

-

-

-

-

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

-

250

-

-

-

-

21. Trygdarmiðstøð

Útreiðslur

2

275

1.629

1.659

1.340

1.373

11. Lønir o.a.

2

150

564

581

598

616

14. Keyp av vørum og tænastum

-

100

372

383

394

406

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

-

500

500

200

200

75. Skráseting av keyps-MVG

-

25

193

195

148

151

Inntøkur

-

-

840

840

840

840

21. Vørusøla til privat (skeiðsinnt.)

-

-

840

840

840

840

 

 

 

Virksemisyvirlit: 20 Vanligt virksemi

 

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

A: Høvuðsendamál lønarútr. (1.000 kr.)

1.818

2.185

2.174

2.201

2.267

2.335

1. Sjóvinnuumsiting

-

411

411

-

-

-

2. Skipaskráseting

-

418

418

-

-

-

3. Felagsskráseting

-

451

451

-

-

-

4. Leiðsla og hjálparfunktiónir (EDV, løgfrøði, reingerð o.a.)

-

905

894

-

-

-

             

B: Virksemi (tal)

           

1.1 Undantaksloyvir, mann.skjøl og sjóvinnubrøv

-

900

900

900

900

900

1.2 Siglingarbøkur, samleikaprógv, manningarlistar og veiðudagb.

-

400

400

400

400

400

1.3 Mynstringareftirlit

-

5000

5000

5000

5000

5000

             

2.1Skráseting av skipum, pantibrøvum og úttøkuváttanum

-

1000

1000

1000

1000

1000

2.2 Kundaavgreiðsla: innkrevjing og fyrispurningar

-

2000

2000

2000

2000

2000

             

3.1 Skráseting av feløgum, broytingum og strikingum

-

1000

1000

1000

1000

1000

3.2 Umsiting: innlesing av feløgum í edv-skipan

-

-

-

-

-

-

3.3 Rokniskapareftirlit

-

- 150

- 150

- 150

- 150

- 150

3.4 Umsiting: lýsing av innk. rokniskapum v.m.

-

1000

1000

1000

1000

1000

             

C: Eindarkostnaður (kr.)

           

1.Sjóvinnuumsiting (kost. fyri hvørja tænastu)

-

65

-

-

-

-

2 Skipaskráseting (kostnaður fyri hvørja sak)

-

139

-

-

-

-

3 Felagsskráseting (kostnaður fyri hvørja skráseting)

-

210

-

-

-

-

             

Starvsfólkayvirlit: 20. Vanligt virksemi

 

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Í lønarflokki 36 ella hægri

1,0

1,0

1,0

1,0

1,0

1,0

Onnur

6,2

7,5

7,5

7,5

7,5

7,5

Fulltíðarstørv

7,2

8,5

8,5

8,5

8,5

8,5

Lønarpartur (mió. kr.)

1,8

2,2

2,2

2,2

2,3

2,3

 

 

5.35.1.04. Bjargingarfeløg

Studningur til tey tíggju bjargingarfeløgini í Føroyum verður býttur millum feløgini, treytað av, at tey føra roknskap/uppgerð yvir virksemið hjá feløgunum. Játtanin er ætlað til útgerð.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

162

180

180

180

180

180

01. Stuðul

           
             

Útreiðslur

162

180

180

180

180

180

54. Stuðul til annað virksemi

162

180

180

180

180

180

             

 

5.35.1.05. FAS-endurgjald

FAS-endurgjald verður latið sambært § 63 A í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt.

Løntakarar í FAS-skipanini eru undir avmarkaðari skattskyldu í Føroyum, har nettoinntøkan verður skattað við 35%. Arbeiðsgevarar, sum koma undir skipanina, skulu hava ein prosentpart av teimum útgoldnu lønunum endurgoldnar. Parturin er í løtuni 28%, og verður endurgjaldið býtt lutfalsliga millum landið og kommunurnar.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

7.228

5.600

10.000

10.000

10.000

10.000

01. FAS-endurgjald
Útreiðslur

7.228

5.600

10.000

10.000

10.000

10.000

53. Stuðul til vinnu

7.228

5.600

10.000

10.000

10.000

10.000

 

5.35.1.10. Trygdarmiðstøð (Løgujáttan)

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

-

1.500

-

-

-

-

10. Trygdarmiðstøð

           
             

Útreiðslur

-

1.500

-

-

-

-

31. Bygging og løguframleiðsla

-

-

-

-

-

-

32. Útvegan av løgu o.ø.

 

1.500

-

-

-

-

75. Skráseting av keyps-MVG

-

-

-

-

-

-