7.23.7. Lestrarstuðul

7.23.7. Lestrarstuðul *

7.23.7.04. Lestrarstudningur (Lógarbundin játtan) *

7.23.7.13. Stuðul til útlendingar ið lesa í Føroyum. *

7.23.7.16. Næmingastudningur til listamenn *


7.23.7.04. Lestrarstudningur (Lógarbundin játtan)

Útbúgvingarstuðulin fatar um stuðul og lán. Útbúgvingargrunnurin er avtikin, og verður nú játtað beinleiðis yvir høvuðskonto 7.23.7.04. á fíggjarlóg 1998.

Veitt lán verða afturgoldin eftir nærri reglum, sum Stuðulsstovnurin ásetir. Um leið 3.100 fólk rinda aftur lestrarlán.

Sundurgreinað ætlan

 

1997

1998

1999

2000

2001

2002

tús. kr.

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Nettoútreiðslujáttan

42.248

44.118

42.004

42.004

42.004

42.004

Útreiðslujáttan

42.248

50.983

47.402

47.402

47.402

47.402

Inntøkujáttan

-

6.865

5.398

5.398

5.398

5.398

01. Stuðulsveitingar

           
             

Útreiðslur

42.248

46.419

43.964

43.964

43.964

43.964

52. Tilskot til einstaklingar

-

46.419

43.964

43.964

43.964

43.964

             

02. Útlán

           
             

Útreiðslur

-

4.564

3.438

3.438

3.438

3.438

02. Útlán (tilgongd)

 

4.564

3.438

3.438

3.438

3.438

             

Inntøkur

-

6.865

5.398

5.398

5.398

5.398

67. Rentuinntøkur

 

1.955

494

494

494

494

86. Afturgjaldan av útlánum v.m.

 

4.910

4.904

4.904

4.904

4.904

             

Metta talið av ÚS-umsøkjarum og lesandi uttanlands viðførir, at tilsamans 44 mió.kr. verða nýttar til studning. Av hesum vera 37,8 mió. kr. brúktar til lesandi í Føroyum og 6,2 mió. kr. til lesandi føroyingar uttanlands.

Áhugin fyri at taka lestrarlán hevur ikki verið so stórur seinastu árini, játtanin er tí lækkað niður í 3,4 mió.kr.

ÚS-stuðul er til næmingar í útbúgvingum eftir fólkaskúlan í Føroyum. Í 1999 verður mett at 2.000 fólk fara at fáa stuðul eftir hesi skipan.

Lógargrundarlagið undir ÚS-stuðlinum er løgtingslóg nr. 109 frá 1. august 1988 við seinni broytingum við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars 1990.

Stuðulsupphæddirnar eru treytaðar av aldri og bústaði umsøkjarans. Tær galdandi upphæddirnar, sum eru ásettar í Ll. nr. 43 frá 30. mars 1990, eru um árið:

ÚS-stuðulsupphæddir

Stuðulsbólkur

Studningur

Lán

Íalt

Heimabúgvandi undir 18 ár

7.303

0

7.303

Útibúgvandi undir 18 ár

16.430

0

16.430

Heimabúgvandi yvir 18 ár

17.343

13.692

31.035

Útibúgvandi yvir 18 ár

26.471

13.692

40.163

Ískoytisstuðul er stuðul til føroyingar, sum lesa uttanlands. Mett verður, at 1.500 fólk fáa stuðul eftir hesi skipanini í 1999. Stuðulin verður veittur sambært kunngerð nr. 43 frá 16. mars 1995 um ískoytisstuðul til føroyingar, ið lesa uttanlands.

Grundískoyti er ferðarekvisitión og ískoytislán. Endamálið við veitingini er, at lesandi uttanlands kunnu koma heim til Føroya eina ferð um árið. Umsøkjari, sum er uppihaldari, fær eisini ferðarekvisitión fyri børn.

Annað ískoyti er annar stuðul og annað lán og verður veitt til skúlagjald og serstakar útbúgvingarverkætlanir. Størsta upphæddin til skúlagjald er 20.000 kr. um árið, av teimum verður helvtin veitt sum lán. Eingin ávís upphædd er til at stuðla serstøkum verkætlanum, men ráðgevandi 4-mannanevnd Stuðulsstovnsins ger tilmæli til hvørja einstaka umsókn.

ÚSUN er stuðulsskipan fyri føroyingar, ið lesa aðrastaðni enn í Norðurlondum. Í 1998/99 fáa uml. 40 stuðul eftir hesi skipan. Stuðulin verður veittur sambært kunngerð nr. 21 frá 11. mars 1997 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond. Stuðulskipanin er samskipað við Statens Uddannelsesstøtte og verður veittur til skúlagjald.

Rentan verður inntøkuførd, so hvørt hon verður góðskrivað.

7.23.7.13. Stuðul til útlendingar ið lesa í Føroyum.

Ætlanin við veitingini er at stuðla granskarum ella studentum, ið koma til Føroyar í náms- ella granskingarørindum. Ferðin skal verða liður í námi ella verkætlan, sum hevur við føroysk viðurskifti at gera. Viðkomandi skal hava tilknýti til Fróðskaparsetrið ella aðrar stovnar, Fróðskaparsetrið samstarvar við. Setursráðið gevur tilmæli í hesum máli.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

35

35

35

35

35

35

01. Stuðul

           
             

Útreiðslur

35

35

35

35

35

35

52. Tilskot til einstaklingar

35

35

35

35

35

35

             

 

7.23.7.16. Næmingastudningur til listamenn

Játtanin er ætlað til at stuðla føroyskari myndlist. Fólk, sum lesa hægri lestur og sum við framsýning(um) hava víst góðar gávur, kunnu søkja um studning. Listafelag Føroya gevur tilmæli í hesum máli.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

40

100

100

100

100

100

01. Stuðul

           
             

Útreiðslur

40

100

100

100

100

100

52. Tilskot til einstaklingar

-

100

100

100

100

100