8.21.7. Sosialar skipanir

 

8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan) *

8.21.7.07. Tiltøk fyri ung *


8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

Vanlig forsorg verður veitt við heimild í Lbkg. nr. 100 frá 2. mars 1988 um almenna forsorg í Føroyum við seinni broytingum.

Játtanir eftir forsorgarlógini eru bygdar á metingar. Tó er tað so, at lógin ásetir, nær ið hvør skal hava stuðul. T.e., at berst okkurt á, t.d. sjúka, hjúnaskilnaður ella eyka útreiðslur av breki, so hevur umsøkjarin rætt til veiting, ið ikki í øllum lutum er lógarásett, men sum lógin setir rættiliga neyvar rammur fyri saman við góðkendari niðurskrivaðari siðvenju.

Fyribils hjálp eftir § 9 av sjúkrávum o.a.

Hjálpin eftir § 9 er ætlað sum ein fyribils hjálp undir sjúku ella annað kemur á, ella sum ein umskiftishjálp um t.d. hjúnafelagin doyr.

Lógin ásetir ikki fasta upphædd, men gevur bert ábendingar um, hvussu stór hjálpin skal vera. Tó er ásett eitt hægstamark, sum samsvarar mesta dagpeningi, sum kann verða veitt eftir lógini um dagpening fyri sjúku og barnsburð. Hjálpin verður givin neyvt eftir, hvussu tørvurin verður hildin at vera.

Stuðul til arbeiðsleys, eftir § 9, 3

Arbeiðsloysisforsorg verður veitt við heimild í Lbkg. nr. 100 frá 2. mars 1988 um almenna forsorg í Føroyum við seinni broytingum. Rætt til arbeiðsloysisforsorg/ískoyti hava arbeiðsleys, sum eitt skifti ikki eru før fyri at vinna sær og sínum til uppihalds, og sum ikki fáa arbeiðsloysistrygging størri enn fólkapensiónsupphæddina.

Varandi hjálp eftir § 13:

Um so er, at tað ikki tykist at vera møguligt hjá onkrum at gerast fíggjarliga sjálvbjargin á nakran hátt, og fólk heldur ikki hevur rætt til avlamispensión, verður hjálpin veitt eftir § 13 í forsorgarlógini. Henda grein verður bert nýtt í undantaksførum, tá ongin møguleiki tykist at vera fyri, at fólk fer at bjarga sær, um tað almenna ikki hjálpir.

Veitingin eftir § 13 samsvarar fólkapensiónsstøði, t.e. grundarupphædd + pensiónsviðbót møguligari barnaviðbót, við frádrátti av møguligum inntøkum í veitingartíðini. Í serligum undantaksførum kann størri veiting verða latin.

Hjálp til stakútreiðslur eftir § 15:

Treytin fyri veiting - undantikið hjálp til sjúkraútreiðslur - er hin sama sum eftir § 9, at okkurt hevur borist á (sjúka e.a.) , so at fólk ikki klára seg fíggjarliga. Stuðul kann verða veittur til rímiligar stakútreiðslur, sum fara at gera tað sera torført at bjarga sær fíggjarliga, um fólk sjálvi skulu gjalda tær.

Rímiligar stakútreiðslur eru vanligar og neyðugar útreiðslur hjá einum fólki ella húski. Einki er ásett nágreiniliga hvørjar stakútreiðslur fólk kunnu fáa hjálp til. Útreiðslan skal vera neyðug og rímilig og fólk skulu ikki kunna gjalda hana sjálvi, uttan at vandi er fyri, at ein annars hóskilig fíggjarætlan ikki fer at halda.

Hjálp til foreldur at brekaðum børnum eftir § 17:

Treytin fyri at fáa stuðul eftir hesari lógargrein er, at barnið hevur varandi brek ella varandi sjúku, at barnið býr heima og ikki á stovni - og at serkunnleiki kann vísa á ella vátta meirútreiðslur, sum eru av brekinum ella sjúkuni. Sum dømi um stuðul til meirkostnað til foreldur at brekaðum/varandi sjúkum børnum, kunnu verða nevnd: endurgjald fyri inntøkumiss, stuðul til umlætting á stovni(til stuðulsfólk), endurgjald fyri heilivág, meirútreiðslur av serkosti, endurgjald fyri meirkostnað av klæðum og skóm, tí at hesi eru slitin á óvanligan hátt.

Hjálp til endurútbúgving eftir § 18:

Treytin fyri at fáa stuðul til endurútbúgving, t.e. upplæring, útbúgving, umskúling, egið virki, arbeiðsamboð og maskinur, er, at fólk síggja sær eingi ráð, av tí at tey hava fingið sálarligt ella likamligt brek, ella av umstøðunum sum heild. Herumframt er treytin, at hildið verður, at fólk megnar ætlaðu endurbúgvingina, bæði fakliga og fíggjarliga, og at endurbúgvingin hevur við sær, at fólk fara at bjarga sær fíggjarliga, ella at tey í minsta lagi gerast munandi leysari av almennum stuðli.

Stuðul til endurútbúgving verður veittur sum reinur stuðul ella sum partvísur stuðul og partvíst rentufrítt lán, sum skal rindast aftur, tá útbúgvingin er lokin. Upphæddin er ein tørvsupphædd, sum verður útroknað eftir somu grundreglum , sum fyribils hjálp eftir § 9 í forsorgarlógini, tó í mesta lagi upp til metta nettoinntøku eftir lokna útbúgving.

Játtast kunnu vard størv, vinnuroyndir, umskúling v.m. til avlamin og onnur, sum av einhvørji orsøk eru vorðin avmarkað í sínum vinnuførleika. Lønarískoytið til vardu størvini kann veitast.

Fólk, sum eru avlamin ella hava varandi brek av sjúku ella av elli, kunnu fáa stuðul til hjálpartól og annað, um so er, hildið verður, at stuðulin er neyðugur fyri, at fólk kunnu vera í vinnu, ella stuðulin hevur við sær, at bøtt verður munandi um sjúkuna/brekið, ella at munandi verður lætt um gerandisdagin hjá fólki heima.

Truplu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum sum heild hava við sær, at alt fleiri hava ikki arbeitt leingi (fimm ár og meira), at tey mugu fáa endurútbúgving, skal vón vera um at fáa tey út aftur á arbeiðsmarkanaðin. Samstundis bera arbeiðsmarknaðarviðurskiftini við sær, at ikki longur er trygd fyri, at vinnumøguleikarnir hjá viðskiftafólkinum veruliga verða betri, sjálvt um tey fáa endurútbúgving í onkrari grein, sum vissa er fyri, at viðskiftafólkið megnar at gjøgnumføra. Hetta, saman við, at eingir veruligir endurútbúgvingarstovnar eru í Føroyum, hevur við sær, at neyðugt er at fáa heilt øðrvísi og betri samskifti við vinnulívið, so at vit tryggja, at fólk verða endurútbúgvin til vinnu, har rímilig trygd er fyri, at tørvur er á teirra arbeiðsmegi. Hetta hevði ivaleyst eisini stytt um einstøku endurútbúgvingina, og harvið gjørt hana bæði bíligari og betri, samstundis sum tað hevði kunnað havt við sær eitt veruligt umskifti frá passivari veiting til aktiva hjálp til at gerast sjálvhjálpin.

Hjálp til hjálparamboð og heilivág v.m. eftir § 18:

Møguleiki er eisini fyri, at stuðul verður veittur til heilivág, serkost, serklæðir (stuðulshosur, v.m.), at stuðul verður veittur til at læna hjálpartól, til tannviðgerð o.s.fr.

Við kunngerð nr. 151 frá 24. november 1997 vórðu avmarkingar settar fyri fíggjarligan stuðli til heilivág til persónar, ið eru avlaminir, varandi sjúkir ella ellisbrekaðir, har Almannanstovan eftir umsókn veitir stuðul til ávísan heilivág. Almannastovan kann veita stuðul til útreiðslur omanfyri kr. 400,- um ársfjórðingin. Til pensiónistar kann veitast stuðul til útreiðslur omanfyri ávíkavist kr. 200 - 400 og 600 um ársfjórðingin, alt eftir hvussu stóra inntøku pensiónisturin hevur.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

1997

R

1998

J

1999

F

2000

Æ

2001

Æ

2002

Æ

Útreiðslujáttan

91.512

82.610

85.000

86.141

87.303

88.491

Inntøkujáttan

6.177

5.578

5.739

5.815

5.893

5.973

01. Fyribils hjálp § 9

           
             

Útreiðslur

9.952

10.200

12.000

12.240

12.485

12.735

52. Tilskot til einstaklingar

9.952

10.200

12.000

12.240

12.485

12.735

             

Inntøkur

672

689

810

826

843

860

77. Flyting frá kommunum

672

689

810

826

843

860

             

02. Arbeiðsloysisforsorg § 9,4

           
             

Útreiðslur

28.560

26.000

28.000

28.000

28.000

28.000

52. Tilskot til einstaklingar

28.560

26.000

28.000

28.000

28.000

28.000

             

Inntøkur

1.928

1.755

1.890

1.890

1.890

1.890

77. Flyting frá kommunum

1.928

1.755

1.890

1.890

1.890

1.890

             

03. Varandi veiting § 13

           
             

Útreiðslur

1.392

1.530

1.300

1.326

1.353

1.380

52. Tilskot til einstaklingar

1.392

1.530

1.300

1.326

1.353

1.380

             

Inntøkur

94

103

88

90

91

93

77. Flyting frá kommunum

94

103

88

90

91

93

             

04. Stakútreiðslur § 15

           
             

Útreiðslur

2.171

3.060

2.500

2.550

2.600

2.653

52. Tilskot til einstaklingar

2.171

3.060

2.500

2.550

2.600

2.653

             

Inntøkur

147

207

169

172

176

179

77. Flyting frá kommunum

147

207

169

172

176

179

             

05. Meirútreiðslur brekað barn § 17

           
             

Útreiðslur

11.823

10.200

12.000

12.240

12.485

12.735

11. Lønir v.m.

4.098

-

-

-

-

-

14. Keyp av vørum og tænastum

4

-

-

-

-

-

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

116

-

-

-

-

-

52. Tilskot til einstaklingar

7.605

10.200

12.000

12.240

12.485

12.735

             

Inntøkur

798

689

810

826

843

860

77. Flyting frá kommunum

798

689

810

826

843

860

             

06. Endurútbúgving § 18

           
             

Útreiðslur

15.327

15.300

13.000

13.260

13.525

13.796

11. Lønir v.m.

96

-

-

-

-

-

14. Keyp av vørum

1

-

-

-

-

-

52. Tilskot til einstaklingar

15.231

15.300

13.200

13.260

13.525

13.796

             

Inntøkur

1.035

1.033

878

895

913

931

77. Flyting frá kommunum

1.035

1.033

878

895

913

931

             

07. Hjálparamboð, heilivág v.m. § 18

           
             

Útreiðslur

22.287

16.320

16.200

16.525

16.855

17.192

52. Tilskot til einstaklingar

21.663

16.320

16.200

16.525

16.855

17.192

71. Innanhýsis flytingar millum alm. Stovnar

2

-

-

-

-

-

75. Skráseting av keyps-MVG

622

-

-

-

-

-

             

Inntøku

1.504

1.102

1.094

1.115

1.138

1.160

77. Flyting frá kommunum

1.504

1.102

1.094

1.115

1.138

1.160

             

Virksemisyvirlit

1997

1998

1999

2000

2001

2002

R

J

F

Æ

Æ

Æ

A:

Høvuðsendamál (1000 kr.)

91.512

82.610

85.000

86.141

87.303

88.491

1.

Fyribils hjálp § 9

9.952

10.200

12.000

12.240

12.485

12.735

2.

Arbeiðsloysisforsorg § 9,4

28.560

26.000

28.000

28.000

28.000

28.000

3.

Varðandi veiting § 13

1.392

1.530

1.300

1.326

1.353

1.380

4.

Stakútreiðslur § 15

2.171

3.060

2.500

2.550

2.600

2.653

5.

Meirútreiðslur brekað barn § 17

11.823

10.200

12.000

12.240

12.485

12.735

6.

Endurútbúgving § 18

15.327

15.300

13.000

13.260

13.525

13.796

7.

Hjálparamboð, heilivág v.m. § 18

22.287

16.320

16.200

16.525

16.855

17.192

B:

Virksemi (tal)

3.052

3.106

3.058

3.094

3.132

3.169

1.1

Fyribils hjálp § 9

605

622

715

730

745

760

2.1

Arbeiðsloysisforsorg § 9,4

1.305

1.340

1.280

1.280

1.280

1.280

3.1

Varðandi veiting § 13

29

31

27

28

29

30

4.1

Stakútreiðslur § 15

447

500

415

423

432

440

5.1

Meirútreiðslur brekað barn § 17

418

390

426

434

443

452

6.1

Endurútbúgving § 18

248

223

195

199

203

207

C:

Eindarkostnaður (kr.)

29.984

26.597

27.796

27.841

27.875

27.924

1.2

Fyribils hjálp § 9

16.450

16.399

16.783

16.767

16.758

16.757

2.2

Arbeiðsloysisforsorg § 9,4

21.885

19.403

21.875

21.875

21.875

21.875

3.2

Varðandi veiting § 13

48.000

49.355

48.148

47.357

46.655

46.000

4.2

Stakútreiðslur § 15

4.857

6.120

6.024

6.028

6.019

6.030

5.2

Meirútreiðslur brekað barn § 17

28.285

26.154

28.169

28.203

28.183

28.175

6.2

Endurútbúgving § 18

61.802

68.610

66.667

66.633

66.626

66.647

 

8.21.7.07. Tiltøk fyri ung

Í 1997 vóru kr. 6 mió avsettar á rakstrarstaðnum - Tiltøk fyri ung. Stuðulin verður veittur kommununum til løn til ung sambært reglugerð frá mai 1997 um "Ung í Arbeiði".

Tá ið árið er úti, hava væntandi eini 100-150 ungfólk verið við í verkætlanum fyri Ung í Arbeiði. Hvør ungur hevur verið við í umleið 6 mánaðir. Kostnaðurin fyri hvønn hevur ligið millum kr. 23.000,- og 45.000,- hálvárliga.

Í 1999 verða kr. 5 mió. settar av á rakstrarstaðnum.Ein partur av játtanini skal verða nýttur til verkætlan, har ung fólk, sum fáa forsorgarveiting, fáa boðið arbeiði, og har forsorgarveitingin er treytað av, at tikið verður av arbeiðstilboðnum. Ein samskipari er settur á Almannastovuni.

Sundurgreinað ætlan

tús. Kr.

1997

1998

1999

2000

2001

2002

 

R

J

F

Æ

Æ

Æ

Útreiðslujáttan

6.0005.737

6.000

5.000

5.000

5.000

5.000

01. Arbeiðsskapandi tiltøk

           
             

Útreiðslur

5.7376.000

6.000

5.000

5.000

5.000

5.000

11. Lønir o.a.

-

300

300

300

300

300

52. Tilskot til einstaklingar

5.7376.000

5.700

4.700

4.700

4.700

4.700