Almennar viðmerkingar

 

Almennar viðmerkingar

Almennar viðmerkingar.

Framlagda fíggjarlógaruppskotið fyri 1999 vísir eitt avlop aftaná rakstrar- og løguútreiðslur uppá 250 mió. kr. Í 1999 eru avdráttirnir av láninum til danska statin 123 mió. kr. Sostatt verður avlopið á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 aftaná avdráttir av lánum til danska statin uppá 127 mió. kr.

Búskaparliga virksemið í landinum er vaksið støðugt síðan 1994, og hesin vøkstur heldur fram. Bruttotjóðarúrtøkan er seinasta árið vaksin við umleið 10 % og lønargjaldingarnar somuleiðis við 10 %. Hetta sást aftur á landskassans inntøkum, og skatta- og avgjaldsinntøkurnar eru nógv vaksnar seinastu árini.

Vøksturin stavar serliga frá fiskivinnuni. Fiskiskapurin hevur verið góður og prísirnir høgir. Tí er umráðandi at vera varin í inntøkumetingunum framyvir, hóast tað í løtuni er stórur vøkstur. Fortíðin eigur at hava lært okkum at brádliga kann skifta.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar at vera 3 mia og 85 mió. kr., tað er 98 mió. kr. ella 3,3 % meira í 1999 enn á fíggjarlógini fyri 1998. Tó skal viðmerkjast, at inntøkurnar í 1998 vera væl hægri enn mett var á fíggjarlógini fyri 1998.

Vøksturin er serstakliga væntandi í vanliga inntøkuskattinum og felagsskattinum.

Vanligi inntøkuskatturin er mettur at vaksa við 59 mió. kr. ella 7,2 % frá 1998 til 1999 og felagsskatturin við 20 mió. kr. ella 20 %.

Harafturímóti er ikki væntandi tann stóri vøksturin í meirvirðisgjaldi og avgjøldum annars við undantaki av skrásetingargjaldinum, sum væntandi verður 15 mió. kr. hægri í 1999 enn í 1998.

Meirvirðisgjaldið er á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 mett bert 6 mió. kr. hægri enn í 1998.

Nettorakstrarútreiðslurnar eru 2 mia. og 457 mió kr., tað er 79 mió kr. ella 3,3 % hægri enn á fíggjarlógini fyri 1998.

Av samlaða útreiðslunum uppá 2.4 mia. kr. eru lønirnar 42,2 % og lógarbundnu útreiðslurnar

33,9 %.

Lønirnar eru vaksnar við 42,1 mió. kr. frá 1998 til 1999. Tað er ein hækking uppá 4,2 %.

Í kreppuárinum 1993 vórðu nógvar avgerðir tiknar, ið høvdu til endamáls at fremja eina skjóta tillaging av almennu útreiðslunum til minkandi inntøkugrundarlagið. Ein av hesum avgerðum var at lækka almennu lønirnar 8,5 %. Landsstýrið gjørdi í fjør avtalu við fakfeløgini, sum hevur við sær, at 1. januar 1999 koma almennu lønirnar aftur á tað støðið, ið tær vóru á, áðrenn 1993. Hetta er høvuðsorsøkin til at almenna lønarstøðið veksur við 4,2 % frá 1998 til 1999.

Hinvegin eru lógarbundu útreiðslurnar 8 mió. kr. lægri í 1999 enn í 1998.

Tað er serliga innan fiskivinnuna at minkingin er farin fram.

Rentuútreiðslurnar eru minkaðar úr 438 mió. kr. í 1998 til 239 mió. kr. í 1999. Minkingin uppá knapt 200 mió. kr. stavar frá avtaluni, sum var gjørd millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina 10. juni 1998, har skuldin var minkað og rentan lækkað.

Í avtaluni var skuldin løgd um til eitt annuitetslán, har rentur og avdráttir verða tilsamans 323 mió. kr. um árið yvir 20 ár.

Í 1999 verður rentan 200 mió kr. og avdrátturin 123 mió. kr.

Hóast ásannast má, at ein løgutørvur hevur hópað seg upp seinastu árini, er neyðugt ikki at fara ov ógvusliga fram á løguøkinum, nú vøksturin í búskapinum er stórur, og sokallaðir fløskuhálsar eru sjónligir serliga á byggimarknaðinum. Tó verður tað hildið at vera forsvarligt at hækka løgurnar nakað.

Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 er løgujáttanin sett til 139 mió. kr., meðan 126 mió. kr. vóru settar av í 1998.

Í desember 1999 falla virðisbrævalánini uppá 300 mió. kr. og 270 mió. kr., tilsamans 570 mió. kr. til gjaldingar. Avgerð er enn ikki tikin um møguliga endurfígging. Men í løtuni sær út til, at gjaldføri landskassans er so mikið gott, at bert 270 mió. kr. verða endurfíggjaðar. Um tann avgerðin verður tikin, verður avdráttur landskassans av lánum 300 mió. kr. umframt tær 123 mió. krónurnar í avdrátti, sum skulu gjaldast til danska statin.

Í samgonguskjalinum hevur samgongan millum annað sett sær fyri, at rikin verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur. Og til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má bygnaðurin endurskoðast og rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur í betri jávnvág við vinnuliga sektorin. Harafturat hevur samgongan sett sær fyri, at fyrisitingarliga lógarverkið verður endurskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum.

Tað stuttu tíð, landsstýrið hevur sitið, hava ikki verið møguleikar fyri at gera lógarbroytingar, sum minka um lógarbundnu útreiðslurnar ella rationaliseringar, sum hava stórvegis sparingar við sær. Hetta tekur tíð. Men so skjótt fíggjarlógararbeiðið er frá hondini, verður arbeiðið at endurskoða og rationalisera bygnaðin og endurskoða lógarverkið byrjað.

Málsetningur samgongurnar er, at leggja løgupolitikkin soleiðis til rættis, at løgurnar ikki hópa seg upp ávís tíðarskeið, men heldur styðja uppundir eina javnari búskapargongd.

Fyri at tryggja, at tamarhald og yvirlit er yvir samlaða løgutørvinum í landinum verður arbeitt fram í móti, at allar tær almennu útreiðslurnar t.v.s. bæði løgur fíggjaðar yvir fíggjarlógina og uttanfyri sum t.d. SEV, Telefonverk o. s. fr. verða viðgjørdar sum ein løgukarmur, og støddin kemur so at vera ásett í mun til løgutørvin hjá kommununum og privata løgustøði