Løgtingsmál

Uppskot til løgtingslógir
Uppskot til løgtingslóg skal fyri á fýra ymiskum tingfundum. Harumframt fær málið nevndarviðgerð í løgtingsnevnd.

Framløga
Løgtingslógaruppskot er framlagt, tá løgtingsformaðurin á tingfundi boðar frá tí av tingsins røðarapalli. Eintak av uppskotinum verður latið hvørjum tingmanni talgilt í sinasta lagi sama dag. Á framløgufundinum verður málið ikki umrøtt, og kann heldur ikki beinast í nevnd.

1. viðgerð
Uppskot kann fáa 1. viðgerð 2. yrkadagin eftir framløgu. Við 1. viðgerð verður uppskotið umrøtt í síni heild. Broytingaruppskot kunnu verða fráboðað og umrødd.

Nevndarviðgerð
Eftir 1. viðgerð fáa málini vanliga nevndarviðgerð. Tað er løgtingsformaðurin, ið ger av, um mál skal beinast í nevnd, og hvørja nevnd tað skal í. Nevndin skrivar tinginum álit, og samd nevnd, meirlutin og minnilutar í nevndini kunnu seta fram broytingaruppskot. Vanliga fáa mál bara nevndarviðgerð millum 1. og 2. viðgerð. Tingið kann tó á øðrum viðgerðarstigum samtykkja at beina mál aftur í nevnd. UNdir nevndarviðgerðini granska nevndarlimirnir uppskotið gjøllari og fáa til vega eyka upplýsingar frá almennum og privatum, og í summum førum kallar nevndin eisini fólk inn á fund at fáa tey at siga sína hugsan um uppskotið.

2. viðgerð
2. viðgerð kann vera 3. yrkadagin eftir, at 1 viðgerð endaði, tó ikki fyrr enn 2. dagin eftir, at møguligt nevndarálit er lagt fram. Tingmaður kann skrivliga seta fram broytingaruppskot, men tað skal vera gjørt, árðrenn orðaskiftið við 2. viðgerð er byrjað. Nevndin, meirilutin ella minniluti kunnu eisini skrivliga seta fram broytingaruppskot, eftir at 2. viðgerð er byrjað, men áðrenn orðaskiftið er endað. 2 viðgerð endar við atkvøðugreiðslu. Fellur uppskotið, steðgar viðgerin her.

3. viðgerð
3. viðgerð kann vera 2. yrkadagin eftir, at 2. viðgerð endaði, ella eftir at møguligt nevndarálit er lagt fram. 4 tingmenn kunnu í felag skrivliga seta fram broytingaruppskot, og um málið er beint í nevnd við 2. ella 3. viðgerð, so kann nevnd, meiriluti ella minniluti í nevndini skrivliga seta fram broytingaruppskot. Broytingaruppskot kann leggjast fram við 3. viðgerð, áðrenn orðaskiftið byrjar. Við 3. viðgerð verða broytingaruppskot og tær greinar, broytingaruppskotið viðvíkir, umrødd fyrst og koma fyrst til atkvøðugreiðslu. Eftir hetta verður endalig viðgerð, tá tingið samtykkir ella fellir uppskotið.

Staðfesting og kunngerð
Sjálvt um Løgtingið hevur samtykt løgtingslógaruppskot, so er tað ikki bindandi fyri borgaran. Tað gerst tað ikki, fyrr enn løgmaður hevur staðfest uppskotið sum løgtingslóg og kunngjørt tað í kunngerðablaðnum. Løgmaður hevur fullan rætt at nokta at staðfesta uppskotið, og tá verður so eingin løgtingslóg. Men í flestum førum staðfestir hann uppskotið, tí annars fær hetta heslt ta avleiðing at tingið noyðir hann frá sum løgmann.

Uppskot til samtyktar
Hesi mál verða viðgjørd sum uppskot til løgtingslógir. Tó enda hesi mál eftir atkvøðugreiðsluna við 2. viðgerð og skulu ikki staðfestast og kunngerast av løgmanni. Uppskot til samtyktar eru ikki løgfrøðiliga bindandi, hvørki fyri landsstýrið ella borgaran. Í onkrum førum krevst tó eftir Stýrisskipanarlógini, at ein tingsamtykt skal til, fyri at landsstýrið kann gera eitthvørt, eitt nú gera týdningarmiklar sáttmálar við onnur lond.

Uppskot til ríkislógartilmæli
Uppskot til ríkislógartilmæli verða viðgjørd á sama hátt sum uppskot til løgtingslógir. Einasti munur er, at endaliga úrslitið verður ikki kunngjørt alment, men harafturímóti fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni. Tað samtykta uppskotið er ikki bindandi fyri borgaran, fyrr enn tað er sett í gildi av donskum myndugleikum.

Frágreiðingar
Tað, sum eyðkennir hesi tingmál, er, at Løgtingið onga niðurstøðu ger. Málið verður umrøtt á tingi, og so er liðugt, eingin atkvøðugreiðsla og eingin nevndarviðgerð. Við hesum viðgerðarháttum kann løgtingsmaður fáa allar tær uppkýsingar, hann hevur fyri neyðini, frá løgmanni, landsstýrismanni ella ríkisumboðsmanninum, og út frá hesum gera sær sínar politisku niðurstøður um, hvat ið hann ætlar.

Misálit
Eftir Stýrisskipanini er tað so, at løgmaður og landsstýrismenn eru óheftir av Løgtinginum. Løgmaður tilnevnir landsstýrismenninar, meðan løgtingsformaðurin tilnevnir løgmann, um ikki 17 tingmenn eru ímóti løgmansevni løgtingsformansins. Løgmaður og landsstýrismenninir eru tó ikki óheftari enn so, at um so er, at 17 tingmenn eru ímóti einum av teimum, so mugu teir leggja frá sær. Mál um misálit á løgmann ella landsstýrismann verða bert viðgjørd á einum tingfundi. Uppskot um hetta verður skrivliga lagt fram av løgtingsmanni og alt fyri eitt tikið til umrøðu í tinginum, og beint eftir umrøðuna verður atkvøðugreiðsla.