- Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Olav Enomoto, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Marjus Dam, Johan Dahl, Heðin Zachariasen, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Mamy Dahl Sørensen, Mikkjal Sørensen, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen.
- Tingmálini nr. 91 og 92/2004 vórðu viðgjørd undir einum. Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málini í serliga nevnd sambært § 25 í tingskipanini fall 10-1-17.
- Atkvøðugreiðslan varð tarnað í umleið 45 minuttir, tí umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum ikki vildu atkvøða sambært § 76, stk. 1 í tingskipanini. Hóast formaðurin fleiri ferðir heitti á tingmenn um at atkvøða, góvu teir seg ikki undir avgerð formansins, og tulkaði formaðurin síðani atkvøðugreiðsluna soleiðis, at hesir 10 tingmenn ikki atkvøddu.
- Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen Høgna Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Bill Justinussen og Jenis av Rana um at vísa uppskotið burtur fall 11-0-20.