Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 1/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2020, hósdagin hin 13. august, kl. 13:00, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabøkur at góðkenna

Eingin gerðabók var at góðkenna.


Til viðgerðar
  1. Avgreitt LM-009/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

    Frá kl. 13.15-13.35 var videofundur við Suna Selfoss og Sonju Jógvansdóttir, umboð fyri Fakfelagssamstarvið.

    Kl. 13.40 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á fund, saman við Marjun Magnussen, deildarstjóra, Hera Petersen, fulltrúa og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa (umvegis video). Tey fóru av fundi kl. 14.00.

    Avgjørt varð at skriva álit.

  2. Avgreitt LM-011/2020 Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19

    Frá kl. 13.15-13.35 var videofundur við Suna Selfoss og Sonju Jógvansdóttir, umboð fyri Fakfelagssamstarvið.

    Kl. 13.40 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á fund, saman við Marjun Magnussen, deildarstjóra, Hera Petersen, fulltrúa, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa (umvegis video). Tey fóru av fundi kl. 14.00.

    Avgjørt varð at skriva álit.

  3. Fundur niðurlagdur 13/08 kl. 14:30

    Fundur uppafturtikin 13/08 kl. 15:30

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 17:20