Gerðabók:

Fundur 8/2019

Ár 2019, hósdagin hin 28. november, kl. 10:00, var fundur í .

Stað: Fundarhøli 4


HM/ód

Gerðabók hjá Fíggjarnevndini

8. fundur
Ár 2019, hósdagin hin 28. november, kl. 10.00, var fundur í Fíggjarnevndini.

 

Á fundi vóru:
Magnus Rasmussen, formaður
Aksel V. Johannesen, næstformaður
Jákup Mikkelsen
Bill Justinussen
Ruth Vang
Kristina Háfoss
Kristin Michelsen

Skrivari:
Hallur Markná

Til viðgerðar:

1.     Gerðabók
Gerðabókin frá 7. fundi varð útsett til næsta fund.

2.     Løgtingsmál nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020
Málið varð viðgjørt. Avgjørt varð at senda landsstýrismonnunum skrivligar spurningar.

3.     Løgtingsmál nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
Avgjørt varð at skriva álit.


4.     Løgtingsmál nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)
Avgjørt varð at skriva álit.


5.     Løgtingsmál nr. 19/2019: Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirvirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)
Avgjørt varð at skriva álit.


6.     Løgtingsmál nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)
Avgjørt varð at skriva álit.


7.     Løgtingsmál nr. 24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)
Málið varð viðgjørt.


8.     Løgtingsmál nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)
Avgjørt varð at skriva álit.


9.     Løgtingsmál nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2
Málið varð ikki viðgjørt


10.  Løgtingsmál nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3
Málið varð ikki viðgjørt.

11.  Løgtingsmál nr. 39/2019:  Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2018
Málið varð ikki viðgjørt.


 

Næsti fundur:
Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundur lokin kl. 12.00.

Hallur Markná
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00