Tingfundur 35/2019

Stað:

Ár 2019, fríggjadagin hin 13. desember, kl. 10:00, varð tingfundur settur.


BI/sm

 

35. fundur 

Ár 2019, fríggjadagin 13. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heðin Zachariasen, Eyðdis Hartmann Niclasen og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)

Uppskot frá Sirið Stenberg, um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-15
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-6-7
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

Broytingaruppskot frá Una Rasmussen, Jóhan Eli Poulsen, Erhard Joensen og Bill Justinussen samtykt 14-8-4
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt, samtykt 14-5-7
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-5-7
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2019: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2018

Uppskotð samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í íshavinum

Uppskotið samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 11.55
Fundur uppafturtikin kl. 12.40

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá,
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 41/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2019, nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
36/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
8/2019: Uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar


Frávik:
Formaðurin las skriv frá Christiani Andreasen , Magnusi Rasmussen, Kristinu Háfoss, Bill Justinussen, Ruth Vang og Akseli V. Johannesen um at víkja frá tíðarfreistini á øllum viðgerðarstigum, ið eftir eru í løgtingsmáli nr. 41/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2019

Samtykt 28-0-0

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 13. desember, kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2019

2.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 12.45

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður