Tingfundur 63/2019

Stað:

Ár 2020, leygardagin hin 4. apríl, kl. 14:00, varð tingfundur settur.


BI/sm

 

63. fundur 

Ár 2020, leygardagin 4. apríl, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020

Tingmálini nr. 129, 134, 135 og 128/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina og Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

Tingmálini nr. 133, 132, 127 og 131/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Vinnunevndina, Fíggjarnevndina og Mentanarnevndina

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mánadagin 6. apríl, kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.35

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður