Tingfundur 14/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, týsdagin hin 22. september, kl. 13:35, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar
  1. 1. viðgerð LM-021/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
    • Málið beint í nevnd: Rættarnevndin Leinki
  2. 1. viðgerð LM-022/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki

Framløga

Formaðurin boðaði frá, at

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 24.09.2020, kl. 11:00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla SS-001/2020 - Skrivligur fyrispurningur um ravmagnsviðurskifti
  2. 1. viðgerð LM-023/2020 - Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar
  3. 1. viðgerð LM-024/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
  4. 1. viðgerð LM-025/2020 - Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
  5. 1. viðgerð LM-026/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)
  6. Framløga

Fundurin lokin kl. 16:00

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.