Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 6/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2020, hósdagin hin 8. oktober, kl. 09:25, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-003/2020 Uppskot til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum

    Álit verður skrivað.

  2. LM-012/2020 Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj

    Álit verður skrivað.

  3. LM-013/2020 Uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum

    Avgjørt varð at skriva álit.

  4. LM-018/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar)

    Avgjørt varð at skriva álit.

  5. LM-019/2020 Uppskot til løgtingslóg um um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, lestrar- og vardar íbúðir kring alt landið)

    Kl. 9.30 kom Elin Hentze, forkvinna í áhugafelagnum Búgva, á fund. Hon fór av fundi kl. 9.50.

    Avgjørt varð at skriva álit.

  6. LM-025/2020 Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi

    Kl. 9.50 komu Laura Apol, aðalskrivari og Erla Matras Jensen, skrivari í Sinnisbata, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.00.

    Kl. 10.15 komu Fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna og Anna Elisabeth Iversen, skrivari. Tær fóru av fundi kl. 10.35.

    Kl. 10.40 kom Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, á fund, saman við Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Guðrun Mariu Mortensen, fulltrúa í Heilsumálaráðnum, Tórmóði Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, Súsannu Reinert Petersen, leiðandi yvirlækna í barna- og ungdómspsykiatriini og Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri. Tey fóru av fundi kl. 11.00.

    Avgjørt varð at skriva álit.

  7. LM-026/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-027/2020 Uppskot til samtyktar um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur.
    Málið varð ikki viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 11:06