Tingfundur 22/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, fríggjadagin hin 9. oktober, kl. 10:02, varð tingfundur settur.

Ikki á fundi:

Val av Løgtingsins umboðsmanni

Formaðurin mælti til at velja Honnu Vang til Løgtingsins umboðsmann


Samtykt 31-0-0


Til viðgerðar
  1. 1. viðgerð LM-035/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki
  2. 1. viðgerð LM-036/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki
  3. 1. viðgerð LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)
    • Málið beint í nevnd: Trivnaðarnevndin Leinki

Framløga

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 20.10.2020, kl. 13:00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð LM-005/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020
  2. 2. viðgerð LM-006/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-2
  3. 2. viðgerð LM-003/2020 - Uppskot til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum
  4. 2. viðgerð LM-024/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
  5. 2. viðgerð LM-012/2020 - Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj
  6. 1. viðgerð LM-038/2020 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin
  7. 1. viðgerð LM-039/2020 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin
  8. Framløga

Fundurin lokin kl. 15:11

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.