Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 7/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2020, týsdagin hin 20. oktober, kl. 09:22, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Gerðabókin frá 6. fundi varð lisin upp og góðkend.


Til viðgerðar
  1. LM-018/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-019/2020 Uppskot til løgtingslóg um um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, lestrar- og vardar íbúðir kring alt landið)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-025/2020 Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi

    Álit varð undirskrivað.

  4. LM-026/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)

    Kl. 12.35 kom landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, á fund saman við embætisfólkum sínum, Turid Arge, aðalstjóra, og Rannvá Magnussen, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 12.45.

  5. LM-027/2020 Uppskot til samtyktar um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur.
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

    Kl. 9.30 komu Tóra við Keldu, forkvinna í Megd og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í Megd, Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, May-Britt Skoradal, formaður í Diabetesfelagnum og Fía Petersen, forkvinna í Javna, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.10.

    Kl.10.10 komu Marita Rasmussen, stjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jórun Gardar, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.40.

    Kl. 10.45 kom Michael Feldballe á fund. Hann fór av fundi kl. 11.00.

    Kl. 11.05 komu vegna Sosialráðgevarafelagið, Jacoba J. Jacobsen, kassameistari og Annbjørg Apol, nevndarlimur, á fund. Tær fóru av fundi kl. 11.20.

  7. LM-032/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)

    Kl. 9.30 komu Tóra við Keldu, forkvinna í Megd og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í Megd, Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, May-Britt Skoradal, formaður í Diabetesfelagnum og Fía Petersen, forkvinna í Javna, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.10.

    Kl.10.10 komu Marita Rasmussen, stjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jórun Gardar, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.40.

  8. LM-033/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)

    Kl. 9.30 komu Tóra við Keldu, forkvinna í Megd og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í Megd, Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, May-Britt Skoradal, formaður í Diabetesfelagnum og Fía Petersen, forkvinna í Javna, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.10.

  9. LM-034/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)

    Kl. 9.30 komu Tóra við Keldu, forkvinna í Megd og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í Megd, Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, May-Britt Skoradal, formaður í Diabetesfelagnum og Fía Petersen, forkvinna í Javna, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.10.

    Kl. 11.25 komu frá Landsfelag Pensjonista, Beate L. Samuelsen, forkvinna, Alfred Olsen, nevndarlimur, Ingrid S. Henriksen, nevndarlimur, Elna Lamhauge Strøm, nevndarlimur og Gunnleyg Durhuus, skrivari. Tey fóru av fundi kl. 11.45.

    Kl. 11.50 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á fund saman við embætisfólkum sínum, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra og Hera Petersen, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 12.05.

  10. LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)

    Kl. 9.30 komu Tóra við Keldu, forkvinna í Megd og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í Megd, Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, May-Britt Skoradal, formaður í Diabetesfelagnum og Fía Petersen, forkvinna í Javna, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.10.

    Kl. 11.25 komu frá Landsfelag Pensjonista, Beate L. Samuelsen, forkvinna, Alfred Olsen, nevndarlimur, Ingrid S. Henriksen, nevndarlimur, Elna Lamhauge Strøm, nevndarlimur og Gunnleyg Durhuus, skrivari. Tey fóru av fundi kl. 11.45.

    Kl. 12.10 kom landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, á fund saman við embætisfólkum sínum, Turid Arge, aðalstjóra, Guðrun Mariu Mortensen, fulltrúa, Irenu Nolsøe, fulltrúa, Selmu Davidsen, fulltrúa, og frá Heilsutrygd Egil á Bø, stjóra. Tey fóru av fundi kl. 12.35.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 12:47