Gerðabók:

Fundur 11/2014

Ár 2015, mikudagin hin 22. apríl, kl. 13:30, var fundur í .

Stað: Fundarhøli 2


AR/td
 
Gerðabók hjá Rættarnevndini
 
11. fundur
 

Ár 2015, mikudagin hin 22. apríl, kl.12.30, var fundur í Rættarnevndini.

 

Á fundi vóru:

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, formaður
Helena Dam á Neystabø
Eivin Jacobsen
Gerhard Lognberg
Páll á Reynatúgvu
Brandur Sandoy
Reimund Langgaard
 
Skrivari:
Anna Rein
 
Til viðgerðar:

1.      Gerðabók
Gerðabókin varð útsett til komandi fund.

2.      Løgtingsmál nr. 78/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin) (Ábyrgdargrundarlag og gjøld)
Málið varð viðgjørt, og uppskot til álit varð umrøtt.

3.      Løgtingsmál nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne om voldgift
Málið varð viðgjørt, og uppskot til álit varð umrøtt.

4.      Løgtingsmál nr. 95/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
Málið varð viðgjørt.

5.      Løgtingsmál nr. 97/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um keyp (Leingjan av fráboðanarfreistini o.a.)
Málið varð viðgjørt, og uppskot til álit varð umrøtt.

6.      Løgtingsmál nr. 120/2014: Uppskot til samtyktar um at fremja átøkini í integrasjónsálitinum
Málið varð viðgjørt og uppskot til álit varð umrøtt.

7.      Løgtingsmál nr. 130/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýriskipan Føroya
Málið varð viðgjørt, og uppskot til álit varð umrøtt.

8.      Løgtingsmál nr. 134/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
Málið varð viðgjørt, og uppskot til álit varð umrøtt.

9.      Løgtingsmál nr. 142/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af Udlændingeloven (Ret til fortsat ophold ved ægtefælles død)
Málið varð umrøtt.

 
Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin hin 24. apríl, kl. 9.00, við hesi skrá:

1.      Gerðabók

2.      Løgtingsmál nr. 78/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin) (Ábyrgdargrundarlag og gjøld)

3.      Løgtingsmál nr. 95/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.

4.      Løgtingsmál nr. 142/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af Udlændingeloven (Ret til fortsat ophold ved ægtefælles død)

 Fundur lokin kl.13.30.
 
Anna Rein
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00