Tingfundur 68/2014

Stað:

Ár 2015, fríggjadagin hin 24. apríl, kl. 11:00, varð tingfundur settur.


BI/td
68. fundur 

Ár 2015, fríggjadagin, 24. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Karsten Hansen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:  

1.             3. viðgerð av tingmáli nr. 101/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-1
Málið avgreitt

2.             3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2015

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-1
Málið avgreitt

3.             3. viðgerð av tingmáli nr. 140/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. og løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. (styttri tíðarfreistir og heimild at leggja ymiskar frágreiðingar fyri Tingið sum uppskot til samtyktar)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

4.             3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m. (Heimildir til annan almennan myndugleika ella stovn o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

5.             3. viðgerð av tingmáli nr.108/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

6.             3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

7.             3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (broyting av royndartíð)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

8.             3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2014: Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

9.             3. viðgerð av tingmáli nr. 115/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-4
Málið avgreitt

10.         3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 2 i lov om ændring af lov om betalingstjenester, lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og lov om visse forbrugeraftaler (Gennemførelse af e-penge-direktivet m.v.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-4
Málið avgreitt

11.         3. viðgerð av tingmáli nr. 117/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed og forskellige andre love (Gennem­førelse af kreditinstitut-og kapitalkravsdirektiv (CRD IV) og ændringer som følge af den tilhørende forordning (CRR) samt lovgivning vedrørende SIFI’er m.v.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-4
Málið avgreitt

12.         2. viðgerð av tingmáli nr.110/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

Uppskotið samtykt 30-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

13.         2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (longri farloyvi til ættleiðingarforeldur og skipan av barsilsgrunni)

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 29-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

14.         2. viðgerð av tingmáli nr. 104 /2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum

Uppskotið samtykt 29-0-2
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

15.         2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

Uppskotið samtykt 19-0-11
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

16.         2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan (Setan av Kommunulæknum)

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

17.         2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

18.         2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um keyp (Leingjan av fráboðanarfreistini o.a.)

Uppskotið samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

19.         Framløga
Formaðurin boðaði frá,
- at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 84/2014: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk Føroya,
- at Rættarnevndin hevur lagt fram tingmál nr. 130/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya (val, fólkaatkvøða og løgmansval),
- at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 73/2014: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorður­ráð­num í 2014, nr. 81/2014: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2014 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2014 og nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020- Sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið
- at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 77/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring (sølufremjandi tiltøk), nr. 92/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Tulking av arbeiðsskaða, vanlukku, vanlukkutilburði, endurrindan, rættstundis fráboðan, kæru), nr. 94/2014: Uppskot til løgtingslóg um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni, nr. 105/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini (Víðkað gjøgnumgongd), nr. 107/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Broytt krøv til útbúgving, eftirút­búgving, alment eftirlit o.a.) og nr. 85/2014: Uppskot til løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag, og
- at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 121/2014: Uppskot til samtyktar um eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum

 Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 28. apríl 2015, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:
 

1.             3. viðgerð av tingmáli nr. 110/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

2.             3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (longri farloyvi til ættleiðingarforeldur og skipan av barsilsgrunni)

3.             3. viðgerð av tingmáli nr. 104 /2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum

4.             3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

5.             3. viðgerð av tigmáli nr. 98/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan (Setan av Kommunulæknum)

6.             3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift

7.             3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um keyp (Leingjan av fráboðanarfreistini o.a.)

8.             2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2014: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorður­ráð­num í 2014

9.             2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2014: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2014 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2014

10.         2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020- Sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið

11.         2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2014: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk Føroya

12.         2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (mvg-frítøka av grønumm hitaskipanum, el-bilum og vetni-bilum)

13.         2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2014: Uppskot til lóg um broyting í lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum)

14.         2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2014: Uppskot til samtyktar um at fremja átøkini í integrasjóns­álitinum

15.         2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

16.         Framløga

 
 
Fundur lokin kl. 12.18
 
 
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður